32
FRÁGREIÐING Føroya Fuglafrøðifelag Nr. 2 · 1998 12. árgangur

Føroya Fuglafrøðifelag - Faroenature.net · xxxxx x xxx xxxxxxx xxxxxxx xxxxxxx x xxxxx xx xxxxxxx x apríl xxxxxxx xxx xxx xxxxxxx xx xx xx xx x xxx xxxxxxx xxxx xx xxxxxxx xx

  • Upload
    others

  • View
    64

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

FRÁGREIÐING

FøroyaFuglafrøðifelag

Nr. 2 · 1998

12. árgangur

Innihaldsyvirlit

Fuglar við fleiri enn einum heiti 5

Eygleiðingar av fugli frá strandfarðaskipinum »Ternuni« 6

Nøvn til firvaldar Lepidoptera í Føroyum 9

Lundafráboðanir í 1998 13

Helsareyði og Bringureyði 15

Fuglar sæddir í Føroyum 1998 16

Túrur út á Borðina 17

Minnir 18

Tjøldrini og lesullin 19

Øll tosa um veðrið, og onkur ger eisini okkurt við tað 20

Á ferð í Hattarvík 21

Amerikansk kolont 25

Fuglalisti 26

Frá aðalfundinum 27

Útferðin til Gásadals 29

Útgevari:

Føroya Fuglafrøðifelag,

Postsmoga 1230,

110 Tórshavn.

Blaðstjórn:

Nevndin.

Endamál felagsins:

Fuglafrøðifelagið er landsfelag hjá fólki, ið hevur áhuga fyri fugli og vernd av fugli.

Limagjald:

Vanliga limagjaldið er 125 kr. fyri einstaklingar og 175 kr. fyri pør.

Unglingar gjalda tó einki fyrr enn teir fylla 15 ár,

og frá 15 til og við 19 ár er gjaldið 75 kr. fyri einstaklingar og 100 kr. fyri pør.

Hetta minna limagjaldið er eisini fyri lesandi og fyri tey, ið eru eldri enn 66 ár.

Limatekning:

Ein teknar seg sum lim við at gjalda limagjaldið á postgirokonto nr. 59706,

Føroya Fuglafrøðifelag,

Postsmoga 1230,

110 Tórshavn.

Nevnd:

Petur Mortensen (fm.)

Erik Mortensen (nf. skr.),

Jutta Nielsen, Anna á Argjaboða og Eyðfinn Magnussen.

Eykalimir:

Lív Dam og Sólbjørn Jacobsen.

5

Fuglar við fleiri enn einum heiti

Savnað: Fríðleif Lydersen

Øssvartur Lómur - Stór Lómur.Havgás - Imbrimil - Helsiont.

Nevgulur Lómur - Nevgul Havgás.Gjør - Sevont.Havhestur - Náti.Stórskrápur - Havskrápur.Gráskrápur - Dimmur Havskrápur.Drunnhvíti - Havtyrðil - Vendingar-fuglur - Velhvíti.Hegri - Hakaspjað.Íslandsgás - Svalbarðgás.Øshvít Gás - Kanadagás.Ennigul Ont - Pípont - Snjalla.Svanur - Okn.Snælduont - Stikkont.Krikont - Stikkont.Grábøkut Ont - Grábøka.Ógvella - Óerla - Egvølla.Íslensk Súgont - Íslensk Hvinont.Súgont - HvinontFiskiørn - Gjóðu.Kongaørn - Landørn.Grýtusmuril - Tornfalkur.Vaktil - Lynghøna.Helsareyði - Hálsareyði - Sildhøna.Sundagrælingur - Tórshani.

Ungin hjá Skrápi veður nevndurLíri, hjá Álku og Lomviga blívurhann kallaður Steffa.

Æða kallast nonfuglurin hjá fugla-slagnum við sama navnið, mensteggin verður rótptur Æðurblikurella Blikur

Kvørkveggja - Kvørkviski - Kver-kveggja - RókurÍslandsgrælingur - Grágrælingur.Tjaldursgrælingur - Fjørutjaldur.

Grágrælingur - Sjógrælingur.Tjaldur - Nornagestur - Gestur -Nevið Reyða.Vendisnípa - Skógsnípa.Lítil Mýrisnípa - Fjallasnípa.Brandmási - Rósumási.Svartbakur - Bakur.Skatumási - Lortamási - Skata -Gneggjus - Válkur.Lítil Valmási - Íslandsmási.Íslandslomvigi - Stuttvigi.Kattúla - Hornugla.Uglubóndi - Kattúla.Herfuglur - Búðhøna - Faksingur.Títlingur - Summargrátítlingur.Grátítlingur - Fjørugrátítlingur.Mortítlingur - MúsabróðurBringureyði - Reyðbrystingur.Títlingskongur - Fuglakongur.Felliskráka - Hjaltakráka.Ravnur - Krunkur - Gorpur.Brandstari - Reyðstari.Prýðisígða - Dónpápi.Snjófuglur - Snótítlingur.

Ungfuglurin hjá Súlu blívur kall-aður Ompil ella grásúla, hjá Mása-fuglinum verður ungfuglurin rópturSkurið.

Lundin, sum ber lundapisuni føði,verður nevndur Sildberi.

BókmentirAlstrøm, Christer, 1998. Raportirfrá Christer Alstrøm. Frágreiðingfrá Føroya Fuglafrøðifelag, síða 8,nr. 1, 12 árg. 1998.

Bloch, Dorete & Sørensen, Søren,1984. Yvirlit yvir Føroya Fuglar.Føroya Skúlabókagrunnur 1984.Jacobsen, M. A. & Matras, Chr.,1961. Føroysk-Donsk Orðabók.Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn1961.

Olsen, Bergur, 1998. »Víða um«.Frágreiðing frá Føroya Fuglafrøði-felag, síða 19, nr. 1, 12 árg. 1998.

Petersen, Hjalmar P. & Staksberg,Marius, 1995. Donsk-FøroyskOrðabók. Føroya Fróðskaparfelag,Tórshavn 1995.

Poulsen, Jóan Hendrik W. 1997. Umorðið Tjaldur. Síða 20-21 í Frøði nr.1, August 1997.

Ryggi, Mikkjal á, 1978. Fugla-bókin. Føroya Skúlabókagrunnur,Tórshavn 1978.

Skarði, Jóannes av, 1977. Donsk -Føroysk Orðabók. Føroya Fróð-skaparfelag, Tórshavn 1977.

Sørensen, Søren & Bloch, Dorete,1990. Fuglar í Norðurhøvum.Føroya Skúlabókagrunnur Tórs-havn 1990.

Munnligar keldur:Eldri Skálvíkingar

6

Eygleiðingar av fugli frá strandfarðaskipinum »Ternuni«

Eygleiðingar av fugli frá strand-farðaskipinum »Ternuni« frá Leir-vík til Klaksvíkar, 1988-89.

Hans Guldager Christiansen

Inngangur:Í tíðarskeiðnum august 1988 til juli1989 var eg lærari við Eysturoyarstudentaskúla og Klaksvíkar HF-skeið, og skuldi í tí sambandi ferð-ast tvær ferðir um vikuna til Klaks-víkar. Hesa tíðina skrásetti eg allarfuglar, sum eg sá frá »Ternuni«, átúrunum millum Leirvík og Klaks-vík.

Arbeiðsháttur:Á mynd 1 sæst leiðin hjá »Ternuni«.Leiðin gongur tætt framvið Galvin-um og vestaru strondini á Borð-oynni, tað veldst um streymviður-skifti og ætt. Siglingin er ein 1/2tíma. Øll fuglasløg sum við vissukundu kennast, eru skrásett. Tó erufuglar, sæddir inni í havnini, ikkitiknir við. Eg brúkti ein vanligankikara 8x40.

Fyri hvønn túr eru sløgini, eg sá,skrásett, men ikki talið. Tó eru tøl-ini fyri lomvigar og álkur Alkatorda skrásett, tí hesir fuglarnirvóru rættiliga fáir.

Eftir at hava eygleitt nakrar tímar,vísti tað seg, at mest fuglur sást, umhugt varð frá skipinum og inn mótilandi. Tá leiðin gekk frá Klaksvík tilLeirvíkar, varð fyrst hugt í bakborð-síðu millum Borðoy og Kallsoy frástýriborð. Hesin háttur bleiv brúkturfrá ultimo september, men vegnaveður læt hettar seg ikki altíð gera.Eygleiðingarnar í august mánaðakunnu tí ikki heilt samanberast viðhinar, til dømis eru ongar æðurSomateria mollissima skrásettar, táeg eygleiddi á leiðini burtur frálandi og úteftir.

Við fáum undantøkum er talt tværferðir um vikuna. Tíðarskeiðið ádegnum var skiftandi, og mátti til-passast, tá eg hevði ørindi í Klaks-vík. Umframt fuglasløgini, varðklokka, hiti, ætt, vindmegi og sýniðskrásett.

Úrslit:Úrslitini síggjast á talvu 2 á síðu 8.Kanningin varð gjørd í tíðarskeið-inum frá 26. august 1988 til 24. juni1989.

Hesi fuglasløg vóru sædd stórtsæð á hvørjum túri: náti (havhestur)Fulmarus glacialis, æða, fiskimásiLarus argentatus, svartbakur Larusmarinus, ryta Rissa tridactyla, og

teisti Cepphus grylle, náti sást tóikki frá miðjan oktober til desem-ber.

Millum støðufuglarnar sum oft-ast sóust, var skarvur Phalacro-corax aristoteles.

Nøkur sløg eru, sum flyta um vet-urin tey eru: Súla, likka Larus fusk-us, terna Sterna paradisea, og sumsagt eisini náti. Tvey sløg sum haldatil nær landi, og sum vóru nógv atsíggja, vóru fransaterna Larusridibundus og skatumási (Laruscanus).

Av vanligum sjófugli, var lítið tilav: Kjógva Stercorarius para-siticus, lómvigu, álku, og lundaFratercula arctica.

Av og á sóust fuglar, sum vanligahalda til á landi, flúgva millumoyggjarnar: Villdunna Anas plat-hyrhynchus, tjaldur Haematopusostralegus, tjaldursgrælingur Aren-ariainterpres, smyril Falco colum-barius, kráka Corvus corone.

Tveir vetrargestir vóru eisini atsíggja: Valmási Larus hyperboreus,og havgás Gavia immer.

Umrøða:Teljingarhátturin hevur sínar veik-leikar. Tey stóru fuglasløgini vóruoftari at síggja enn tey smærru. Tildømis sást súla Sula bassana í fleirikilometra frástøðu, meðan ein lom-viga Uria aalge, ið flýtur á sjónum,er ring at síggja. Hettar er heldurikki nøkur nøktandi kanning. Í byrj-aðnini royndi eg at avmarkað økiðtil at verða 300 m. runt um skipið.Har taldi eg so hvønn einstakanfugl, men hetta er ikki gjørligt viðeinum vanligum kikara at avmarkaseg til eitt slíkt økið. Teir monguMynd 1. Siglingarleiðin hjá Ternuni millum Leirvík og Klaksvík.

7

tímarnir, ið hugt varð, geva tó einagóða mynd av, hvussu vanlig teyymisku fuglasløgini eru.

Fuglameingi:Náti (havhestur) var tað slagið, summest var av. Í august og septembervóru næstan altíð ein ella fleiri atsíggja. Seinast í september minkaðitalið skjótt. Tann 18. desembersóust umleið 20 nátar aftaná einumútróðrarbáti, men annars vóru eing-ir at síggja allan oktober og nov-ember mánaða. Tann 6. desembervóru teir aftur at síggja. Tað var íeinum tíðarskeiði við vánaligumveðri. Frá 20. desember sóust nátará reiðurstøðum á suðurendanum áKallsoynni, og vóru teir at síggja ívaksandi tali.

Æður og teistar sóust oftast framvið strondini. Hettar er orsøkin tiltær vantandi skrásetingarnar í aug-ust og september. Lítið var at síggjaav báðum sløgum, tó sóust í mestalagi 30 teistar á einum túri.

Fiskimási og svartbakur erusomuleiðis støðufuglar. Tað vórufleiri fiskimásar enn svartbakar.Hesir vóru at síggja alt árið, eina tilnakrar ferðir á næstan hvørjum túri.

Tað seinasta av teimum vanligusløgunum er ryta. Um veturin sóustrættiliga fáar, men út á várið sóusttær mest í flokkum. Í Bloch og Sør-ensen (1983) flytifuglakanningar íAkrabergi, næst nátanum, var rytantað fuglaslagi, ið oftast var at síggja

Flytingin hjá teimum føroyskufuglunum er nágreiniliga viðgjørd,av td. Salomonsen (1982) og Sør-ensen & Bloch (1990). Upplýsingarum fráferð og afturkomu hjá flyti-fuglinum samsvara væl við eygleið-ingarnar í hesi kanning, talva 2.

Um støðufuglar, ið javnan eru atsíggja í okkara sjóøkið, kann sigast,at topskarvur og fransaterna fyri taðmesta síggjast nær havnalagnum.Skatumási verður eisini roknaðursum føroyskur støðufuglur (Joen-sen, 1966; Reinert, 1977), meðanteir í hesi kanning ikki sóust fyrrenní apríl og aftaná. Orsøkin er tíverritann, at eygleiðarin var óroyndur oghevði yvirsæð slagið um heystið ogí vetrarhálvuni.

Í hesi kanningini eru tað óvanligafáir lomvigar, sí talvu 1. Orsøkin ertann stóra niðurgongd í lomviga-stovninum. Sambært Olsen (1986)verður mett at falli í stovninum erumleið 70-90% síðan 1950unum.Sørensen & Bloch (1990) skrivameira varisliga, at føroyski lom-vigastovnurin er minkaður meiraenn helvtina, til undir 200.000 pøreftir ca. 30 ár. Men tað ávirkar eisiniúrslitið, at fuglabjørgini liggjarættiliga langt frá siglingarleiðinihjá Ternuni.

Sum ávíst í talvu 1 og 2 sóust álkaog lundi bert fáar ferðir. Tað kannvera ringt at kenna ungálku juvenilfrá lomviga, tí er ein 3. teigur ítalvu 1.

Av tí at lundi er millum talríkastusjófuglar í Føroyum, er tað undrun-arsamt, at hann bert er sæddur tværferðir, men har er einki lundalandnær við, og teir taka neyvan føði íhesum økinum.

Hinar eygleiðingarnar nýtast ikkiviðmerkingar.

Við 80 túrum t.v.s. ca. 40 tímarseygleiðing, vóru íalt 24 fuglasløg atsíggja. Tað má staðfestast, at tað eruikki nógv fuglasløg á teimum norð-astu firðunum og sundunum í Før-oyum. Tað sama er galdandi fyritalið av fugli á hesi farleið.

Bert eina ferð varð súgdjór skrá-sett. Tað var tann 19. juni 1989, harein láturkópur Halichoerus grypusvar at síggja, nær havnini í Leirvík.Annars var tað í kanningartíðinitríggjar ferðir grind í Fuglafirði.

BókmentirBloch, D. & S. Sørensen: The aut-um migration at Akraberg, FaroeIsland, 1982. – Fróðskaparrit 31:75-93

Joensen, A. H. 1966: Fuglene påFærøerne. – Rhodos, København.

Olsen, B. 1986: Støðan hjá tí før-oyska lomviga- og álkustovninum.– Fiskirannsóknarstovan, Tórshavn.

Reinert, A. 1977: Sea-birds of theFaroes. – I: Nørrevang og Lundø(Red): Færøernes Natur. Særud-gave af Danmarks Natur, bd. 12.Politikens Forlag.

Sørensen, S. & D. Bloch 1990:Fugle i Nordatlanten. – G.E.C. Gad,København.

Frá frumritinum:Fugleobservationer fra færgen»Ternan«, fra Leirvík til Klaksvík,Færøerne, af Hans GuldagerChristiansen.

Umsett hevur Petur Mortensen

Alk/lomvieLomvieAlkDato

18.10 115.11 116.11 213.12 114.12 104.01 116.01 123.01 130.01 531.01 101.02 106.02 108.02 220.02 122.02 227.02 101.03 113.03 208.05 2 122.05 319.06 123.06 1

Talva 1. Tal av svartfugli talt frá »Ternuni«,1988-1989.

88

Hav

gás

Hav

hes

tur

laS

kar

vur

Vil

ldu

nn

ðaS

myr

ilT

jald

ur

Tj.

græ

lin

gur

Kjó

gvi

Fra

nsa

tern

aS

kat

um

ási

Lik

ka

Fis

kim

ási

Val

más

iS

vart

bak

ur

Ryt

aT

ern

aL

omvi

giÁ

lka

Tei

sti

Lu

nd

iK

rák

aR

avn

ur

aug.

sep

tem

ber

okto

ber

nov

emb

erd

esem

ber

jan

uar

feb

ruar

mar

s

xxx

x xxx x

xx

xx

xx

xxxx

xxx

xx

xx x

x

xxx

xxxx

xxx

xxx

xxx

xxxx

xxx

xxxx

xxxx

xxx

xx

xxx

x

xx

x

xxxx

xxx

xxxx

xx

xxxx

xxxx

xxx

xxx

xx x

x xxx

xx

xxx

xxxx

xx xx

xxxx

xxxx

xx

xxxx

xxxx

xxx

xxxx

xxx

xxx

xxxx

xxxx

x

xxx

x

xxx

xxxx

xxx

xxxx

xxx

xxx

x

xxx

xx

xxxx

xxxx

xxx

x

xxxx

xxxx

x

xxxx

xxxx

xx

xxxx

xxx

xxxx

xxxx

x

xx

x xxx

xxxx

xx x x

xx

xxxx

xxxx

xxx

xxxx

xxxx

xxxx

xxxx

xxxx

xx

xxxx

xxxx

xxx

xxx

xxxx

xxxx

xxxx

x xx

xx

xxxx

xxx

xxxx

xxx

xxxx

xxx

xxx

xxx

xx

xxxx

xxx

x

aprí

l

xxxx

xxx

xxx

xx

x

xxxx

xxx

xx xx

xxxx

xxx

xxx

xxxx

x

xxxx

xxxx

xxxx

x

xx

xxxx

xxx x

mai

xxxx

xxxx

xx

xxx

xxxx

xx

xx

xxx

xxx

xxxx

xxx

xxx

xxx

xxx

xxxx

xxxx

xxxx

xx xxx

xx

xxx

xxxx

xxx x

jun

i

xxxx

xx x

xxxx

xx

xx x xx xxxx

xxxx

xxx

xxxx

xxxx

xxxx

xxxx

xx

xxxx

xx

Talva 2

9

Nøvn til firvaldar Lepidoptera í Føroyum(Names for moths and butterflies on the Faroes)

(This list is not a check list)

Jens-Kjeld Jensen • Annleyg Patursson

Nøvnini í hesum lista eru ætlaðtil firvaldar, sum antin eru,

ella kunnu væntast at verða sæddir íFøroyum. Vit hava roynt at leggjadent á at nýta sama arbeiðslag, sumLeif Dahl nýtti á sinni við heftisínum »Firvaldar« frá 1956. SíðanLeif Dahl gav út hetta hefti, erufleiri av latínsku nøvnunum broytt.Har nýggj nøvn eru komin, hava vitfyrst skrivað tað nýggja latínskanavnið (sambært Karsholt andRazowski, 1996) og á regluni niðri-undir hava vit skrivað tað navnið, iðLeif Dahl nýtti.

Vit takka hesum fyri hollan stuðul íarbeiði okkara: Keith Bland, Skot-landi. Maritu Gulklett, Føroyum.Erlingi Ólafssyni, Íslandi. ØysteinPatursson, Føroyum. Johan Hend-riki W. Poulsen, Føroyum. UffeSenica, Danmark og Ingvar Svens-son, Svøríki. Somuleiðis takka vitteimum, sum hava lisið og havt tilummælis »Navnauppskot til fir-valdar í Føroyum«.

HEPIALIDAEHulduættin

Hepialus humuli (Linnaeus, 1758)Hulda

TINEIDAEFjaðramølaættin

Tineola bisselliella (Hummel,1823)KlæðishúsvættiTinea pallescentella Stainton,1851Húsvætti ljósaMonopis laevigella (Denis &Schiffermüller, 1775)

Monopis rusticella Hb.Húsvætti svarta

GRACILLARIIDAEVænmølaættin

Caloptilia elongella (Linnaeus,1761)ViggmølurAspilapteryx tringipennella (Zeller,1839)Gøtubráarmølur

PLUTELLIDAEKálmølaættin

Plutella xylostella (Linnaeus 1758)Plutella marculipennis Curt

KálmølurRhigognostis senilella (Zetterstedt,1839)

Plutella senilella Z.SkriðublómumølurRhigognostis annulatella (Curtis,1832)Eirisgrasmølur

DEPRESSARIIDAEFlatmølaættin

Depressaria badiella (Hübner,1796)Flatmølur

ELACHISTIDAESlokumølaættin

Elachista albidella Nylander, 1848Fípumølur

OECOPHORIDAEHúsvættaættin

Endrosis sarcitrella (Linnaeus,1758)

Endrosis lacteella Shiff.Húsvætti gráaHofmannophila pseudospretella(Stainton,1849)Húsvætti brúna

COLEOPHORIDAEBjølgmølaættin

Coleophora serratella (Linnaeus,1761)BirkimølurVeingjaguli Noctura pronuba. Mynd: Mogens Frost Christensen

Coleophora glaucicolella Wood,1892SevmølurColeophora versurella Zeller, 1849Rímbløðkumølur

GELECHIIDAEGlermølaættin

Euscrobipalpa samadensis (Pfaff,1870)Sævargøtubráarmølur

TORTRICIDAEVevjarar

Acleris comariana (Lienig &Zeller, 1846)JarðberjavevjariAcleris maccana (Treitschke,1835)BláberjavevjariAcleris sparsana (Denis &Schifferm., 1775)LynvevjariAcleris aspersana (Denis &Schiffermüller, 1775)MuruvevjariAcleris notana (Donovan, 1806)

Acalla ferrugana Tr.Birkivevjari lítliEutrachia osseana (Scopoli, 1763)

Cnephasia osseana Scop.Grasfirvaldur lítliBactra lancealana (Hübner, 1799)

Bactra lanceolanaSevvevjariPhiaris schulziana (Fabricius,1776)

Argyroploce schulziana Fabr.LyngvevjariLobesia littoralis (Westw. &Humph., 1845)

Polychrosis littoralis CurtSjógrasvevjariEpinotia caprana (Fabricius, 1798)Pílavevjari

Epinotia solandriana (Linnaeus,1758)

Epiblema solandriana L.Birkivevjari stóriEpinotia mercuriana (Frølich,1828)

Pamplusia mercuriana Hb.BrúðarvevjariZeiraphera griseana (Hübner,1799)

Eucosma diniana Gn.Furuvevjari

PTEROPHORIDAEBløkumølaættin

Stenoptilia bipunctidactyla(Scopoli, 1763)Bløkumølur

PYRALIDAEGrasmølaættin

Paralipsa gularis (Zeller, 1877)Aphomia gularis Z.

SuðurfruktarmølurDioryctria abietella (Denis &Schiff., 1775)KongulmølurPlodia interpunctella (Hübner,1813)KornmølurAnagasta kuehniella Zeller, 1879

Ephestia kuehniella Z.MjølhúsvættiScoparia ambigualis (Treitschke,1829)

Scoparia ambigualis Tr.Atomalis Stt.EingjarmølurCrambus pascuella (Linnaeus,1758)

Crambus pascuellus L.EingjargrasmølurCrambus ericella (Hübner, 1813)

Crambus ericellus Hb.Hagagrasmølur

Catoptria furcatellus (Zetterstedt,1839)

Crambus furcatellus Z.FjallagrasmølurUdea ferrugalis (Hübner, 1796)

Pionea ferrugalis Hb.Grasmølur guliUdea lutealis (Hübner, 1809)TistilmølurMargaritia sticticalis (Linnaeus,1761)DimmimølurNomophila noctuella (Denis &Schiff. 1775)Ferðamølur

SPHINGIDAEKvøldsveimaraættin

Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758)Herse convolvuli L.

KongsfirvaldurAcherontia atropos (Linnaeus,1758)NáhøvurHyles galii (Rottemburg, 1775)Drotningarfirvaldur

PIERIDAEFiðrildaættin

Pieris brassicae (Linnaeus, 1758)HvítfiðrildiPieris rapae (Linnaeus, 1758)SnjófiðrildiPieris napi (Linnaeus, 1758)Grønteinut fiðrildiColias croceus (Fourcroy, 1785)Brandgult fiðrildi

NYMPHALIDAEÁlvaættin

Vanessa atalanta (Linnaeus, 1758)Pyrameis atalanta

AdmirálurVanessa cardui (Linnaeus, 1758)

Pyrameis carduiTistilfirvaldur

10

11

Inachis io (Linnaeus, 1758)Vanessa io

PáfirvaldurAglais urticae (Linnaeus, 1758)

Vanessa urticaeNotufirvaldurNymphalis antiopa (Linnaeus,1758)RandarfirvaldurDanaus plexippus (Linnaeus, 1758)Keisarafirvaldur

GEOMETRIDAESpannarar

Abraxas grossulariata (Linnaeus,1758)SkjóruspannariOrthonama obstipata (Fabricius,1794)MiðjarðarhavsspannariXanthorhoe designata (Hufn.1767)faeroensis Wolf 1929

Cidaria designata Hufn. faeroe-nsis W.VárspannariXanthorhoe decoloraria (Esper,1806)

Cidaria munitata Hb.SkøruspannariXanthorhoe fluctuata (Linnaeus,1758)

Cidaria fluctuataKálspannariEntephria caesiata (Denis &Schifferm., 1775)

Cidaria caesiata Schiff.KlettaspannariChloroclysta miata (Linnaeus,1758)JaspisspannariChloroclysta citrata (Linnaeus,1761)

Cidaria citrata L.MarmorspannariOperophtera brumata (Linnaeus,1758)Frostspannari

Perizoma blandiata (Denis &Schiffermüller, 1775)

Cidaria blandiata Schiff.EingjarspannariPerizoma albulata (Denis &Schiffermüller. 1775)

Cidaria albulata Schiff.SummarspannariPerizoma didymata (Linnaeus,1758)

Cidaria didymata L.HeystspannariEupithecia satyrata (Hübner, 1813)curzoni (Gregson, 1884)LyngspannariEupithecia nanata (Hübner, 1813)zebrata WolfDvørgspannariEupithecia pusillata (Denis &Schiffermüller, 1775)Baraldsspannari

NOCTUIDAEHeygsmenn

Catocala fraxini (Linnaeus, 1758)BlábendilScoliopteryx libatrix (Linnaeus,1758)SkarðvongurAutographa gamma (Linnaeus,1758)

Phytometra gamma L.GammavongurAutographa pulchrina (Haworth,1809)KorkavongurCaradrina morpheus (Hufnagel,1766)GestvongurParadrina clavipalpis (Scopoli,1763)MjølvongurSpodoptera exigua (Hübner, 1808)MjávongurPhlogophora meticulosa (Linnaeus,1758)

Trigonophora meticulosa L.Skreytvongur

Enargia paleacea (Esper,1788)SóljuvongurParastichtis suspecta (Hübner,1817)AspvongurAgrochola circellaris (Hufnagel,1766)MorvongurEupsilia transversa (Hufnagel,1766)MánavongurXylena vetusta (Hübner, 1813)KjarrvongurMniotype adusta (Esper, 1790)sommeri (Lefèbvre)

Crino sommeri Lef.LandnámsfirvaldurApamea monoglypha (Hufnagel,1766)

Parastichtis monoglypha Hufn.Grasfirvaldur stóriApamea crenata (Hunagel, 1766)FlekkuvongurApamea zeta (Treitschke, 1825)

Crymodes exulis Lef.RossafirvaldurApamea remissa (Hübner, 1809)SprøkluvongurRhizedra lutosa (Hübner, 1803)FenvongurAmphipoea lucens (Freyer, 1845)FjallafípuvongurHydraecia micacea (Esper, 1789)MækjuvongurCelaena haworthii (Curtis, 1829)FípuvongurChortodes stigmatica (Eversmann,1855)SandvongurDiscestra trifolii (Hufnagel, 1766)VøkkulvongurHada plebeja (Linnaeus, 1761)

Mamestria dentina Esp.TannavongurMamestra brassicae (Linnaeus,1758)KlóvongurMythimna unipuncta (Haworth,1809)Rótarvongur

Cerapteryx graminis (Linnaeus,1758)OrmafirvaldurDiarsia mendica (Fabricius, 1775),borealis (Zetterstedt, 1839)RoðavongurNoctua pronuba Linnaeus 1758

Rhyacia pronuba L.VeingjaguliNoctua orbona (Hufnagel, 1766)BlettvongurLycophotia porphyrea (Denis &Schiffermüller, 1775)

Rhyacia porphyrea Schiff.)PorfýrvongurStandfussiana lucernea (Linnaeus,1758)

Rhyacia lucernea L.SteinbrotsvongurParadiarsia glareosa (Esper, 1788)JarpvongurEurois occulta (Linnaeus, 1758)MosavongurXestia alpicola (Zett., 1839) alpina(Humphreys & Westwood)

Rhyacia alpicola Zett.BláberjavongurXestia c-nigrum (Linnaeus, 1758)KulluvongurAnaplectoides prasina (Denis &Schiffermüller., 1775)BordavongurPeridroma saucia (Hübner, 1808)Opalvongur

Agrotis ipsilon (Hufnagel, 1766)Rhyacia ypsilon Roth

PerluvongurAgrotis segetum (Denis & Sciffer-müller, 1775)Akurvongur

ARCTIIDAEMiklingaættin

Arctia caja (Linnaeus, 1758)TikaravongurAntichloris viridis (Druce)Bananvongur

Ávísingarlisti til bókmentirnar:Dahl, Leif, 1956: Firvaldar, Føroyanáttúra – Føroya skúli, Tórshavn.

Karsholt, O. and Razowski, J. 1996.The Lepidoptera of Europe.

A distributional checklist, ApolloBooks, Stenstrup, Denmark.

Kaaber, Svend, June 1995: A List ofthe Lepidoptera of the Faroes.

Shetland Entomological GroupNewsletter.

Ólafsson, Erling, 1991: Íslensktskordýrtal, Fjölrit Náttúrufræði-stofnunar 17.

Ólafsson, Erling & Hálfdán Björns-son 1997: Fiðrildi á Íslandi 1995. –Fjölrit Náttúrufræðistofnunar 32.136 bls. (Lepidoptera in Iceland1995)

Skinner, Bernard, 1984: ColourIdentification Guide to Moths ofthe British Isles. 267 pp. Viking.

Skou, Peder, 1991: Nordens Ugler.Danmarks Dyreliv 5: 566 pp.Apollo Books, Stenstrup.

Palm, Eivind, 1986: NordeuropasPyralider. Danmarks Dyreliv 3: 287pp. København.

Mortansmessa 1998

Skøruspannari Xanthorhoe decoloraria. Mynd: Mogens Frost Christensen

12

13

Lundafráboðanir í 1998við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy

Pisa merkt t. 15.8.1993 í Hattar-vík. Fleygað t. 15.7.1996 í Urð-

ini á Eystfelli, Hattarvík.

Pisa merkt t. 6.8.1994 í Hattarvík.Fleygað t. 25.6.1998 í Hattarvík.

Pisa merkt t. 6.8.1994 í Hattarvík.Fleygað t. 25.6.1998 í Hattarvík.Jú, tvinnir lundar merktir sam-stundis á sama stað, og fleygaðir 4ár seinni samstundis á sama stað errætt.

Pisa merkt t. 6.8. 1994 í Hattarvík.Fleygað t. 24.7.1998 í Múlabakk-anum, Hattarvík.

Pisa merkt t. 6.8.1994 í Hattarvík.Fleygað t. 27.6.1998 í i Seyðtorvu.

Pisa merkt t. 6.8.1994 í Hattarvík.Fleygað t. 7.8.1998 í Múlabakkan-um, Hattarvík.

Pisa merkt t. 15.8.1995 i Hattarvík.Fleygað t. 4.7.1998 í Hattarvík.

Pisa merkt t. 15.8.1995 í Hattarvík.Fleygað t. 17.7.1998 í Hattarvík.

Pisa merkt t. 15.8.1995 í Hattarvík.Fleygað t. 24.7.98 í Múlabakkan-um, Hattarvík.

Pisa merkt t. 25.7.1994 í Seyð-torvu. Fleygað t. 23.6.1998 í Seyð-torvu.

Pisa merkt t. 25.7.1994 í Seyð-torvu. Fleygað t. 27.6.1998 í Seyð-torvu.Pisa merkt t. 7.8.1995 í Skúvoy.Fleygað t. 29.7.1998 í Nólsoy.

Pisa merkt t. 7.8.1995 í Skúvoy.Fleygað t. 7.8.1998 í Hestoy.

Pisa merkt t. 19.8.1995 í Borð-torvu, Bø. Eftirkannað t. 24.7.1998í Mykinesi.Pisa merkt t. 8.6.1994 í Kollaurð-ini, Tindhólmur. Drigin umleið tann15.6.1997 í Tindhólmi.

Gamal lundi merktur t. 3.8.1990 íTindhólmi. Fleygaður t. 20.7.1998 íMykinesi.

Gamal lundi merktur t. 2.7.1992 íMykinesi. Fleygaður umleið15.7.-1995 í Mykinesi.

Gamal lundi merktur t. 25.8.1992 íMykinesi. Fleygaður t. 21.7.1998 íMykinesi.

Gamal lundi merktur t. 24.8.1992 íMykines. Fleygaður t. 17.7.1998 íMykinesi.

Gamal lundi merktur t. 19.8.1992 íMykinesi. Fleygaður t. 15.7. 1998 íMykinesi.

Pisa merkt t. 19.8.1994 í Mykinesi.Fleygað t. 5.8.1998 í Mykinesi.

Pisa merkt t. 19.8.1994 í Mykinesi.Fleygað t. 3.7.1998 í Mykinesi.

Pisa merkt t. 19.8.1994 í Mykinesi.Fleygað t. 16.7.1998 í Mykinesi.

Pisa merkt t. 14.8.1995 í Mykinesi.Fráboðað t. 11.7.1998 úr Mykinesi.

Pisa merkt t. 12.8.1996 í Mykinesi.Fleygað t. 24.7.1998 í Mykinesi.

Gamal lundi merktur t. 19.8.1996 íStórhöfði, Vestmannaeyjar. Fleyg-aður t. 20.7.1997 í Lamba í Myki-nesi.

Gamal lundi merktur t. 16.6.1996 áSule Skerry. Fleygaður t. 22.7.1998í Nólsoy.

Tá tosað verður um heimføðingar,hugsi eg vanliga sjáldan um fugl,men tá eg skrivaði hesa greinina umfráboðaðan lunda, rann mær í hughetta eyknevni, sum so sera vælhóskar til teir 22 av lundunum í hesigreinini. Bert ein av teimum 9lundapisunum, ið vóru merktar íHattarvík, var fleygað á eini aðrarioyggj – í Seyðtorvu, ið sum kunn-ugt liggur næst Fugloynni.

Skúvoyarlundin er heldur lættariá flognum, men fer helst ikki langtfrá hvar hann er klaktur. Einginringmerktur lundi er fráboðaður úrSkúvoy í summar.

Sildberi. Mynd: Thomas Grüner

Tað sigur seg sjálvt, at fleyga-menninir hava eina sera stóraábyrgd, tá tað ræður um at røkjalundalandið. Verður meira fleygaðenn »teirra« lundastovnur kannbera, minkar lundastovnurin sam-svarandi, so her hava fleygamenn-inir eina stóra ábyrgd. Her ber ikkitil at siga sum fiskimaðurin – atfiskur hevur stert, og hann kannsvimja úr einum øki í annað, tí hóastlundin sum kunnugt hevur tvinnarveingir at flúgva við, merkir taðikki, at hann flytur millum stovnar-nar ella bølini. Fráboðaninar vísagreitt, at hvør lundi, ið verður fleyg-aður, hoyrir til tað staðið ella tannlundastovnin, hvar fleygamaðurinsitur við stongini. So um tað tildømis nú gongst illa við lunda-pisunum í Mykinesi, ber ikki tilframhaldandi at sita og fleyga áraftan á ár úti í Mikinesi, og so komavið tí grundgevingini, at fleygaðverður eitt nú av yvirskotinum íHattarvík, tí hóast tann stovnurinkann verða ivaleysa stórur, so flýgurlundin úr Hattarvík ikki til Myki-nesar mitt í verpingartíðini fyri atverða fleygaður!

Í Mykinesi var tað soleiðis í ár, athelmingurin av teimum fleygaðu

ringmerktu lundunum var gamalverpingarfuglur, hvørs pisa helstframmanundan hevur verið deyð íhungri.

Fráboðaninar úr Mykinesi prógvatíverri eisini greitt, at so hvørt sumlundapisan doyr, ja so byrjar for-eldrafuglurin at flúgva í lunda-ringinum saman við teimum ungufleygalundunum. Á henda háttverður verpingarlundin fleygaðursaman við teimum ungu lundunum,uttan at nakar leggur tað til merkis.Hvaðna minni hevur nakar ábyrgdav tí. Hetta er ein sera óheppin ring-rás, ið kann endurtaka seg ár undanári, alt eftir hvussu pisan kemurundan, og kann enda við einari javn-ari stovnsminking, ið eingin varn-ast, áðrenn heilt galið stendur til.

Vit vita øll, at skeivt er at veiða avnøkrum, har stovnurin ikki megnarat seta nýtt við, og tá talan er umlundan, ið sum kunnugt verðurfleygaður kring alt landið, eiga vitat gera okkurt beinanvegin, ella málundin heildarfriðast alla staðni áðr-enn vit vita av, vegna eina fúkandiniðurgongd í stovninum.

Ikki tí – eingin munur er á fugliog seyði. Verður lambið dripið sam-an við ærini á heysti, so minkar

seyðatalið sjálvandi samsvarandi.Men, eingin vildi verið so býttur atdripið bæði lamb og móðir og sosamstundis tosa um, hvussu skurð-urin man fara at hilnast komandiárið – ella hvussu?

Vit mugu halda aftur við atfleyga, tey árini tá pisan ikki kemurundan, og annars geva henni størrians. Og øll fleyging eigur at enda íseinasta lagið 7. august á hvørjumári, tí tá er pisan vanliga floygd, ogtá byrjar so foreldrafuglurin atflúgva í lundaringinum saman viðteimum 3-4 ára gomlu lundunum.Um øll fleyging endar seinast 7.august, verður verpingarlundinvardur. Tey fólk, sum duga sær hógvog hava ábyrgd av lundalandinumkring landið, hava sjálvandi eingóðan møguleika at verja um lunda-stovnin bert við at nýta »Granna-stevnulógina«, tí sjálvandi skallundastovnurin røkjast og gagnnýt-ast.

Jens-Kjeld Jensen

14

15

Helsareyði og BringureyðiEin 76 ára gomul feiltulking

Tann 18. mars 1998 hevði eg einagrein í Dimmalætting, hvar eg

skrivaði um bringureyða. Fleiri fólkringdu til mín og greiddu frá, at teyhøvdu sæð bringureyða í stórkav-anum í byrjanini av mars, og sostatter greitt, at onkur bringureyði hevurverið at sæð kring landið síðstavetur. Men tað, sum gjørdi meg ikkisørt bilsnan var, at umleið helming-urin av teimum ið ringdu, kallaðufuglin bringureyða, meðan hinhelmingurin søgdu hann eita helsa-reyða! Ein ið ringdi, segði hannenntá eita robin, ið er tað enskanavnið á fuglinum. Latið okkum tíhyggja at, hvussu bringureyði eitur ígrannalondum okkara, og hergreiða frá, hvussu útsjónd hansaraer:

Bringureyði eitur rødkælk ogrødhals á donskum, robin á enskum,rødstrupe á norskum og rødhake ásvenskum máli (gamla svenskanavnið var Rödbröst).

Bringureyði hoyrir til spurva-familjuna, og er umleið 14 cm. tillongdar. Hann er grábrúnur á liti ábakinum og rustreyður á hálsinum,og á bringuni. Hann etur flogkyktog fræ, og sæst ofta nær húsum, harfólk geva fuglunum at eta.

Helsareyði. Longu í »FærøernesFuglefauna« í 1862 skrivaði Müllersýslumaður um Helsareji, meðanføroyska navnið bringureyði ikkifinst í bókini, hóast fuglurin er um-røddur við latínskum heiti.

Á donskum eitur hann odinshane,á enskum red-necked Phalarope, ánorskum svømmesnipe og ásvenskum Smalnäppad Simsnäppa.Mikkjal á Ryggi kallar fuglin ávika-víst helsareyði og so »polladunna«,sum helst er navn, ið stavar harvestri frá. Nólsoyingar kalla fuglin»sildahøna«.

Helsareyði er umleið 18 cm. tillongdar og líkist ikki sørt einumgrælingi. Hann hevur eitt beint tuntnev. Ryggurin á honum er skjóruturog dimmgráur á liti við gulbrúnumstrikum á bakinum. Búkurin er ljós-

ur, nærum hvítur. Hálsurin er reyð-brúnur á liti. Á tærnum hevur hannbreið bløð, so hann líkist einumhálvum fitjufugli. Hann er góðursvimjari, og verpur kring alt landiðvið smá vøtn.

Eins og myndirnar sýna og tekst-urin sigur, so líkjast hesir báðirfuglarnir als ikki. Nøvnini kunnu tómøguliga gera fólk í ørviti.

Í 1921 gav Jacob Dahl próstur út»Halgisøgur«. Har kundi ein lesatað hugvekjandi góðu søguna»Helsareyði«, sum hann hevði týttúr svensku søguni »Fågel Röd-hake« eftir rithøvundanum SelmuLagerløf. At ein feiltulking her erkomin fyri, er heilt víst. Møguligakendi Jacob Dahl hvørki helsareyðaella bringureyða, og óvist er enntá,um navnið bringureyði fanst tá.

Selma Lagerløf hevði heilt vístfuglin bringureyðan í huganum, táhon skrivaði søguna um henda lítlafuglin, ið fekk bringuna litaða reyðaav einum blóðdropa, sum hann fekká seg, í tí hann hálaði eina torn úrandlitinum hjá Jesusi, ið kom ber-andi krossin við tornakrúnu á høvd-inum.

Hvørji jól siti eg og mong onnurog hoyra hesa framúrskarandi góðusøguna, og fá munnu tey verða, iðikki kenna hana. Tá tað nú er greitt,at helmingurin av føroyingum kallabringureyða fyri bringureyða, með-an hin helmingurin kallar bringu-reyða fyri helsareyða – uttan atkenna fuglin, ið eitur helsareyði,skjóti eg upp, at bæði nøvnini verðanýtt til bringureyðan, meðan helsa-reyði so antin fær navnið sildahønaella polladunna. Hvat heldur les-arin?

Jens-Kjeld Jensen

Bringureyði. Mynd: Marita Gulklett

Helsareyði. Mynd: Willy Mardal

Fuglar sæddir í Føroyum1998

Toppont Mergusserrator 13. jan.1998 trí pør í Kaldbaksbotni P.

M. Øgvella Clangula hyemalis 17.jan. 1998 ein steggi, er sæddur fleiriferðir sama stað í Kaldbaksbotni P.M. E. M. 26. juli 1998 ein fuglurfjaðursárur P. M.

Mánadúgva Columba palumbus20. jan. 1998 ein innan Glyvur N. T.29. juni 1998 ein úti á Bø Kirkjubø.P. M. E.M.

Íslandsgás Anser brachyrhynchus25. jan. 1998 ein í Fossdali. Síggjastav og á saman við grágásum ogkunnu parast við teimum, men taðkemur sjáldan nakað burturúr. P. M.E. M.

Øshvít gás Branta canadensismars 1998, 16 vóru í fjøruni íFuglafirði D. R.

Tangspógvi Numenius arquata 6.mars 1998 vóru 100 at síggja íTjaldavík. J. W. 15. sept. 1998 einflúgvandi oman skúlan í Hoyvík. H.O. 28. nov. 1998 ein sunnan fyriHvalvík. P. M. E. M. 29. nov. 1998tveir á Velbastað. P. M. E. M.

Fjallaígda Fringilla montifrin-gilla fráboða 7. mars 1998 ein áSkála M. B. ein í Tórshavn G.R.

Bringureyði Erithacus rubeculafráboða 7. mars 1998 ein í Norða-gøtu A. H. tveir í Klaksvík E. J.

Línígda Carduelis cannabina 19.apríl 1998 ein funnin deyð í Funn-ingsfirði. A. J.

Vípa Vanellus vanellus 4. apríl1998 ein í Norðadali. P. M. E. M.

Brimont Histrionicus histrion-icus 5. apríl 1998 ein steggi íKirkjubø. Hetta er helst tann sami,ið hevur verið her í fleiri ár. 3. mai1998 tvær bøgur, tað er helst fyrstuferð tær eru sæddar og skrásettar íFøroyum. P. M. E. M. 11. okt. 1998eitt par Kirkjubø. P. M.

Erla kongsdóttur Motacilla alba20. mai 1998 ein í Kirkjubø. P. M.

Álka Alka torda 21. mai 1998tvær í Kaldbaksbotni P. M. E. M.

Imbrimi (Havgás) Gavia immer31. mai 1998 ein í Hestfirði og einungfuglur í Kirkjubø 20. des. 1998ein í Funningsfirði. P. M. E. M.

Lómur Gavia stellata 29. juni1998 eitt par við tveimum ungum.Annars hava fleiri pør við ungumverið at sæð á vøtnum og tjørnumum alt landi; eini 15-20 pør. P. M.E. M.

Herfuglur (Upupa epops) 27.sept. 1998 ein í Runavík. H.L.

Fiskiørn (gjóður) Pandion halia-etos 6. okt. 1998 ein í haganum áEiði við Gráfelli. S. í. K. Ein fiski-ørn hevur annars veri at síggja íKaldbaksbotni og Skálafyrði.

Stelkur Tringa totanus 28. nov.1998 ein á Hvalvíksoyruni. P. M.E. M.

Hegri Ardea cinerea 27. des.1998 tríggir í Kaldbaksbotni. P. M.E. M.

Teisti Cepphus grylle tveir ung-fuglar í Kaldbaksbotni P. M. E. M.

Husrødstjert Phoenicurus ochru-ros 3. des. 1998 ein í Nólsoy. A. J.P. J.

Navnalisti:A. H. = Anna HansenJ. W. = Jógvan WeiheA. J. = Aksel JoensenM. B. = Maria BechÁ. J. = Áslak JohannessenN. T. = Niels ThomsenD. R. = Ditlev RóinP. M. = Petur MortensenE. J. = Elsa JohannessenP. J. = Petra JoensenE. M. = Erik MortensenS. í. K. = Suni í KollsbyrgiG. R. = Gunnbjørg RubeksenH. L. = Hjalmar LamhaugeH. O. = Heri Olsen

Petur Mortensen

Øshvítar gæs, myndin er tikin í fjøruni í Fuglafirði, mars 1997. Mynd: Ditlev Róin

16

17

Túrur út á Borðina28.-29. juni 1997

Farið var av havnini um miðdags-leiti, vit vóru 14 fólk sum

høvdu glett okkum til henda túr.Umborð komin sessaðust øll aft-

uri á lastalúkuni umborð á strand-faraskipinum Rituni. Her var provi-antur býttur út til hvønn einstakan atbera, nógv gott var at eta, vit skuldujú liggja nátt.

Túrurin um Nólsoyarfjørð vargóður og komu vit at landi í Nólsoyhálvan tíma eftir fráferð av Bursa-tanga. Síðani var farið til gongu,leiðin gekk niðan brekku, – niðan ákúluna – síðan var gingið eftir sløtt-um restina av túrinum, ein seravøkur náttúra.

Tá vit nærkast Borðuni merkja vitmiklan svidnaroyk og vóru vit for-vitin at vita hvat hetta mundi vera,og við eitt varð gátan loyst. Mennhøvdu verið á fjalli til ullaroyting,og var hetta ullin, ið her lá og brendi– ja hetta var Føroya gull?, vit hilduso áfram tí nú var stutt eftir á Borð-una, og spenningurin vaks fyri

hvørt fet, fyri at vita hvussu har var.Vit skuldu jú sova her eina nátt sumfyrr skrivað, og tað má eg siga at taðvar yvir allar »forvantningar« tað iðvit nú sóu.

Tá vit nærkaðust líktist hettaeinum stórum bóndagarði, men tátú so kemur á staði sær tú skjótt attað eru tey gomlu vitapassarahúsini,vøkur á at líta har tey standa og lítaút á tað stóra hav.

Um tey kundi tosað, høvdu teynokk greitt frá onkrari spennandihending, men tíverri vit máttu bertímynda okkum hvat hesi hava veriðvitni til.

Síðani var farið innar, og tað, iðikki hevði verið, tað bleiv tá. Vit sóueini sera, sera væl hildin, væl fráfarin og snotulig hús. Ja, mín mein-ing er tann, at tey fólk, í búleikasthava her, og vóru noydd at fara, eigaheiðurstekin uppiborið, tí tað, ið vitsóu, kann ikki greiðast frá í orðum,nei tað má upplivast.

Síðani var fingið greitt hvar hvørskuldi sova, og fingu vit eitt verilsi ípart, ja sum á hotelli. Síðani varfarið út at spáka í hesi vøkru nátt-úru. Ja har er sera vakurt, og ringt erat skilja nú, at man ígjøgnum alt síttlív hevur sæð út á Borðuna ogímynda sær, at alt er bert ein longstrika, og so nú at vekja minnir frágóða túrinum vit vóru har, tað eróskiljandi.

Eftir at hava gingið ein túr út áendan á Borðuni, har tann gamlivitin stendur, og sæð tað ríka fugla-lív, fóru vit aftur til húsar, har døg-urin stó klárur, tað høvdu tær røskudamurnar syrgt fyri, og væl smakk-aði, jú eitt satt greivalív.

Eftir at hava etið henda góða mat,var prátað um tað vit høvdu sæð,onkur fór at fáa sær ein lúr, meðanonnur fóru enn ein túr. Tá klokkanvar farin um midnátt, var farið tilsongar.

Vit vóru tíðliga uppi morgunineftir, fingu okkum morgumat, ogsíðani var farið at rudda upp, so altvar í sama standi sum tá vit komu,og nú var klokkan vorin so nógv, atvit tóku ryggsekkirnar á herarnar,fyri síðani at ganga aftur til Nólsoy-ar bygd. Komin til bygdina fóru vitøll inn á matstovuna har vit finguein vælforkentan drekkamunn,meðan vit bíðaðu eftir Rituni.

Samanumtikið ein sera góður túr-ur og takk fái tey sum góðu okkummøguleikan at gista úti á Borðuni íeinum væl viðfarnum og góðumhúsum.

Bjarni Dalsgarð

Vit standa øll uttanfyri vitapassarahúsini klár til heimferð. Mynd: Petur Mortensen

Minnir

Míni fyrstu fjúrtan ár vaks egupp í Gjógvarátúni í Fugla-

firði. Í 1943, undir krígnum, fór eg ískúla. Sum hjá so nógvum, vóruhesi fyrstu ár merkt av vandasiglingog óvissu. Við krígslok í 1945 komgerandisdagur inn aftur í fasta legu,har árstíðirnar og slupptíðin mynd-aðu árið. Um várið fór pápin áSuðurlandið. Heimafturkomin, áðr-enn Eysturlandstúrin, varð torviðskorið, og nøkur epli sett niður.Tíðin var knøpp, og skjótt skuldiymiskt fáast frá hondini. Tað, sumeg best minnist, var at sleppa einsa-mallur við pápa út á Kambsdal, harhann við sveittabroti stóð í torv-heygunum; og við sínum pinna-grevi lagaði tær svørtu torvurnar.

Kambsdalur er vakur og víðurdalur. Nú er vakrasta lendið bygt,men tá var dalurin byrjanin tilsummarið. Heiðafuglurin var kom-in, og hugaligt var einsamallur atreika runt í dalinum og niðan mótiMýrubotni at leita eftir reiðrum.Men skjótt skuldi pápin aftur í hav;men steðgur kom ikki í, tí torvheið-ar høvdu vit saman við Hannufastur

og Andreas í Tøvuni. Sum leið ásummarið, kundi verað møtismikiðat bíða eftir torvterra og fáa torviðtil høldar í gamla gróthúsið hjá okk-um. Tá vóru nógv, ung og gomul, ítorvi, og nógvar vóru hugnaløturnarog fríløturnar, har vit ungu spældusaman. Fyrst í fimtiárinum gekk egí skúla í Havn. Torvterrin hevði ikkiverið av tí besta, og ikki fyrr enn áÓlavsøku bóru vit torvið saman. ÁKambsdali var hugni og ríkar løtur.

Um ólavsøkuna byrjaði hoygg-ingin. Umframt leigugerði, høvdutey trý húskini, hjá Hannufastur, hjáMeinhard pápabeiggja og hjá okk-um, eisini kúgv saman. Meinhardvar eisini sjómaður, so Andreas ogeg høvdu yvirhøvur slátturin umhendi, meðan øll trý húskini vórusaman um hoyggingina.

Men nú verður hetta lítla brotiðskrivað til ritið hjá Fuglafrøðifelag-num. Ein partur av sumrinum, sumeg minnist við serligari gleði, var táið pápin kom aftur Eysturlands-túrin, og summarið og smáfuglarnirvóru komin. Tá kundi hann taka íhondina á mær, og vit fóru leiðandi

niðan brekkuna gjógnum gerið hjáGøtu Ólajákup móti fyrsta hamriundir Nón, har hann sum 12 áragamal hevði gjørt eina steinstólpu-holu. Innast yvir holuna var takt viðflatum steini. Varliga kundi hesinlyftast, og vit kundu telja eggini ogonkuntíð eisini ungarnar. Varisligaskuldi alt fara fram, tí ikki máttisteinstólpuparið órógvast meira ennneyðugt. Síðani hildu vit leiðinafram undir hamrinum Vestur í Dal,har hamarin fánar burtur. Har, í ein-um bletti við vøkrum útsýni yvirbygdina og móti Jøklaskarði, hevðihann eisini av eintingum gjørt stein-stólpuholu.

Ofta havi eg hugsað um, at gangasomu leið og leita; men meira ennhálvthundrað ár eru farin, og helsteru holurnar máðaðar burtur avveðrið og smáum skriðum. – Bestman vera at varveita tær í minn-inum.

Sólbjørn Jacobsen

Steinstólpa Oenanthe oenanthe. Mynd: Lademanns naturfører. Fugle-atlas.

18

19

Tjøldrini og lesullin

So kom tann stundin, tá ið einitúsund tjøldur verða pínd til

deyðis, bert stutta tíð aftaná móttøk-una av tjóðfugli okkara á Grækaris-messu. Alt til sína tíð. So er. Ongináhugi er fyri tjaldrinum. Fjølmiðl-arnir taka tað nóg illa upp á tung-una. Undantikið er tó Dimma-lætting, sum skal hava takk fyri tað,hon hevur gjørt, og Tórur Mikkel-sen við sínari sending í sjónvarp-inum. Annars letur tjóðin, øll sumhon er, eyguni aftur, hettar er jú eyð-kenni fyri okkum føroyingar.

Men hvat sigur gesturin, sumkemur til okkara at vitja? Tað kannikki verða leingi, til útheimurinvendir eyguni móti hesum klettum,og hugsar hetta paradoksala viðføroyingum; tað at tosa við tveim-um tungum. Hugaligt var at síggjasjónvarpssendingina, har kendurpolittikari gekk úti á trøð sínari.Hann frøddist um tjaldursparið,sum vitjaði hann við trimum ung-um. Ja munur er á.

Hugsi um allar tær traðir kringlandið. Har ganga ólukkudýr oghalta. Tey orka ikki at halda særuppi, sita fyri tað mesta. Og eigarin,sjálvt um hann býr á staðnum ellanær við, hugsar ikki um, at tað erhann, beinleiðis ella óbeinleiðis,sum er atvoldin til tað støðu, tjaldriðer komið í. Við lítlum stríði, umhann hevur eitt sindur av vilja,kundi hann í hvussu er minkað umvandan. Tað hevði í sjálvum særverið ein løn, sum samstundis fyltihann við gleði og nøgdsemi. Neitvætl, hvat er eitt tjaldur vert. Er taðikki bæði ókristuligt og óguduligt,ikki at hava so mikið av kenslum herí lívinum?

Sum gongdin er nú, so kann taðbara ganga ein veg hjá tjaldrinum,og tað er niðureftir. Lítið og onkikemur undan í stórum parti avlandinum. Ein rúgva av tjøldrumdoyggja av lesull. Og sum hugburð-urin er hjá fólki, trúgvi eg ikki nógvleggja lag í tað.

Haldi, at vit skula avtaka alt sumeitur Grækarismessuhald í fram-tíðini, tí at tosa um nakað, og ikkimeina tað, tænir ongum endamáli.

Erik Mortenenn

Hugsi um allar tær traðir kring landið. Har ganga ólukkudýr og halta. Tey orka ikki at halda sær uppi,sita fyri tað mesta. Og eigarin, sjálvt um hann býr á staðnum ella nær við, hugsar ikki um, at tað erhann, beinleiðis ella óbeinleiðis, sum er atvoldin til tað støðu. tjaldrið er komið í.

Mynd: Lív Dam

Øll tosa um veðrið, men ongin gernakað við tað, segði Storm P á

sinni. Og helst er ein lítil sannleikigoymdur í hesum vísdómsorðum.Veðrið skikkar sær sjálvdan so sumvit kundu hugsa okkum tað. Veðriðer, sum oftast keðiligt, tað halda vit, íhvussu er. Ofta er regn og vindur,men tað hendir tó, at tað er ov heitt ogum sumrarnar hoyra vit ofta útvarpiðheita á fólk um at spara uppá vatnið,meðan turkur er. Nei, eitt er vist, taðer ikki lætt at vera Várharra. Menfyrr var veðrið nógv betri, tað siga íhvussu so er øll gomul fólk. Men erhettar nú eisini soleiðis? Lat okkumkanna hendan spurningin eitt sindurnærri. Í 1998 gav Danmarks Metreo-logisk Institut út eina frágreiðing umføroyska veðurlagið: »The Climateof The Faroe Islands – with Climato-logical Standard Normals, 1961-1990«. Hettar er ein frágreiðing upp-á góðar 50 síður, sum við turrisligumtølum greiður okkum frá føroyskaveðurlagnum.

Her kunnu vit lesa, at tað regnarmest í Hvalvík. Har regnar í miðal3.261 mm um árið. Tríhundrað dagarum ári regnar tað meira enn 0,1 mmum dagin, 243 dagar á hvørjum árifáa hvalvíkingarnir meira enn 1 mmav regni yvir sín kropp og 104 dagarum árið regnar tað meira enn 10 mm.Í harðari kapping við Hvalvík eruHellurnar; har regnar tað 3.242 mmum árið. Minst regnar tað í Mykinesi;823 mm árliga. Í Havn regnar tað ímiðal 1284 mm um árið. Annarshevur Klaksvíkin verið løgd undir, atvera tað staðið í landinum, har fólkskulu leita sær, um tey sakna regn.Men, sambært frágreiðingini, soregnar tað bert 2.334 mm árliga við

Fossáverkið, so hendan ivasamaheiður hava klaksvíkskingar av órøtt-um havt í nógv ár.

Í frágreiðingini kunna vit lesa, atvanligasta ættin í Føroyum er útsynn-ingur. Í Akrabyrgi er ættin útsynn-ingur í 20% av tíðini, meðan taliðfyri Havnina er 15%. Sjálvsamastaættin í Havnini er eysturætt, einans4,2%. Í Mykinesi er ættin landsynn-ingur 18% av tíðini, 16% er hannnorðan og 13% útsynningur. Vit fáaeisini at vita, at í Akrabyrgi eru 187dagar um árið, har vindurin er meiraenn 11 m/s, 19 dagar meira enn 21m/s, 7,3 dagar meira enn 26 m/smeðan tað í miðal eru 2,2 dagar umárið, at vindurin er meira enn 31 m/s.

Í Havnini eru í miðal 44 kavadagarum árið. Frágreiðingin fær helsthandilsmennirnar, sum selja heitklæðir, at semjast um, at í Føroyumer gott at vera. Árligi miðalhitin fyriHavnina er 6,5 0C. Í januar-februar erhitin í miðal 3,5 0C, meðan hann íjuli-august er 10,5 0C. Heitastastaðið í Føroyum er á Sandi, har ermiðalhitin fyri árið 7,0 0C. Mestihitin, sum er mátaður á teimumføroysku veðurstøðunum er 24 0C.Hendan rekordin var mátað á mið-degi 30. juli 1980 á Flogvøllinum íVágum. Her er eisini tann kaldastamátingin gjørd -11,7 0C. Tað vartíðliga á morgnið 7. februar 1969.Fægstu frostdagarnir eru á Kirkju; ímiðal 36 dagar um árið. Tað staðið ílandinum har tær longu ullintu undir-buksurnar koma best til sín rætt, er áflogvøllinum í Vágum. Har frystirtað í miðal 62 dagar um árið. Her ereisini kaldast; 6,0 0C í miðal fyri árið.

Í Havn eru 40 mjørkadagar árliga.Hóast flestu havnafólk ilskast inn á

tann nógva mjørkan, sum hevur fjaltsummarsólina hesi seinastu árini, erutað í miðal einans góðir 7 summar-dagar um mánaðan, at sýnið hevurverið stytri enn 1 km. Í Havnini eryvirskíggjað 221 dagar um árið. Ímiðal uppliva havnafólk bert 1,9 dag(ein komma níggju dag) um árið, táskýggini fjala minni enn 80% avhimmalinum. Eitt sindur frægaristendur til í Akrabergi; har er “bert”yvirskíggja í 199 dagar um árið, menso sleppa tey eisini bert at njóta 1,7dag hvørt ár, har himmalin er ský-fríður. Í Havnini er brennandi sól-skinn í miðal 840 tímar (35 døgn) umárið. Sólin skínur mest í mai og juni,tá eru 125 sóltímar hvønn mánað(tað er einans 5,2 døgn). Fólkini, sumgingu í havnargøtum tann 3. juni1971 kunna prísa seg lukkkuligan.Hettar var ein serligur dagur, tí sam-bært hagtølunum, er tað einginmannakroppur í Føroyum, sum hev-ur fingið so nógva sól á seg í ein dag.Hendan dagin skein sólin 16,5 tímar.Einki hoyrdist tó um yvirdosis. Minstskínur sólin í desember, hendanmánaðan fáa havnafólk bert 7,0 tím-ar við brennandi sól.

Men teir árligu sóltímarnir erublivnir færri. Árini 1922-1930 vóru ímiðal 967 tímar árliga við brennandisól. Árini 1991 til 1997 vóru sól-tímarnir minkaðir við 6 døgnum, til821 sóltímar um árið.

Jú, kanska var veðrið betri fyrr.Tey ið kundu hugsa sær at vita

meira um føroyska veðurlagið,kunnu fáa fatur á frágreiðingini áinternetinum undir adressuni:

http://www.dmi.dk/Eyðfinn Magnussen

Øll tosa um veðrið,og onkur ger eisini okkurt við tað

Nøkur tøl um føroyska veðurlagið

20

21

Á ferð í HattarvíkVikuskifti 13.-15. juni 1997

Árligu ferðir felagsins hava mis-javna lagnu, flestu ganga eftir

ætlan, aðrar verða avlýstar av yms-um orsøkum, fráfall vegna sjúku,merkisdagar, burturveru o.m.a.

Henda ferðin var lýst á fyrstasinni í 1995, tvinni vikuskifti; menvegna sera vánalig líkindi avlýst.Kom ikki á skránni í 1996, menábyrgdarfólk hættaðu sær aftur í1997 at lýsa hesa áhugaverdu ferð.

Allar árar vóru lagdar í sjó at fáaeitt so væleydnað vikuskifti á árin-um til endamálið, og væl var rakt.Hann lovaði landsynning við frísk-um vindi, minkandi fríggjadagin ogskuldi hann tá ganga úr útsynningiupp í útnyrðing norðan.

Fríggjamorgunin var ikki lend-andi á Eiðinum í Svínoy, og ennminni í Fugloy. Høvdu tó heldurikki hug at avlýsa; men mettu, atveðurmaður okkara fór at haldagivin lyftir. Ferðafólkini møttust tí íHvannasundi fyri at royna eydnuna,eini tvey restaðu tó í. Manningin á

Másanum segði tó, at ivasamt var,um vit sluppu í land, men teir fóruat royna.

Tey 12 fólkini, sum vóru kominnorður, fóru umborð og vónaðu taðbesta. Túrurin til Svínoyar varhampuliga góður, tó kendi onkurtrongd til at gjara út. Eitt sindur avuppgangi var á Eiðinum, tí gjørdistspenningur, um tað eydnaðist atleggja at. Vit, sum ikki kendu til,hvussu nógv slíkir sjógarpar leggjafyri, dugdu ikki í fyrstu syftu atsíggja møguleikan hjá ferðafólki ogviðføri at koma upp á bryggjuna;men hóvliga og handaliga varðatborið.

Skjótt og væl gekk at fáa fólk ogfarm á land og mjólkatangarnarumborð aftur, meðan skiparinsigldi fram á springið.

Síðan varð kósin sett út á Kirkju,og her gjørdust lýkindini munandiverri, Másin tveitti seg á ymsarbógvar, sjóverkurin øktist, heldurenn minkaði, og tað vóru tey, sum

neyvan høvdu gjørt mótstøðu, umtey fóru fyri borð.

Inn ímóti lendingini á Kirkju sáikki væl út; men kósin var sett, ogætlanin var framd. Hesir menn vitajúst, hvussu nógv teir kunnu leggjafyri, og nær vendast skal aftur.Endin varð tveittur í land, og nú varsjón fyri søgn, hvussu hesir vandusjógarpar arbeiða í sínum dagligaverki. Hegnisliga og lagaliga, altgekk eftir eini fastari linju, góvu útog hálaðu inn á endanum. Báturinhivaði so høgt, at fyri okkum tykt-ist, sum hann kundi falla inn ábryggjuna, fyri seinni at fara solangt niður, at stýrhústakið lá fleiriføtur undir bryggjukantinum.

Flestu ferðafólkini vóru helstættaði úr oynni, tey vistu akkurát,nær løgir vóru at loypa á land, soher var ongin trupulleiki. Menásannast skal, at vit, sum komu frádeyðavatni, royndu at lúra teirrasnildir, kanska komu vit í somustøðu seinni.

Fúsi omanvert Hattarvík. Mynd: Ditlev Róin

Nú var bert seinasti partur eftir,men hvussu mundi veðrið roynast áHattarvík, hann tyktist nú at verarættiliga háligur. Veðrið kendistmakligari, tá siglt varð eystur undirSjúrðarbergi, og komin inn áHattarvík, var heilt slætt.

Viðførið, sum sjálvandi ikki varheilt onki, ið kravdist á eini slíkariferð, matur til 14 fólk í 2 dagar,soviposar, klæðir og eitthvørt tilhugna, myndatól o.a., skuldi berastniðan í Kelduhúsini, sum felagiðhevði leigað frá Hjørleif WaagHøgnesen úr Klaksvík, og sumskuldi verða ramman um hesa ferðokkara hetta vikuskifti á hásumri.

Hjá mongum var hetta fyrstaferðin í Hattarvík, tí varð gjørtskjótt av, fyri at fáa sum mest burturúr ferðini, fingu okkum ein góðanbita, viðføri lagt upp á pláss ogsíðan ein túr út í náttúruna. Veðriðvar nú heilt hampuligt, tó eitt sindurkalt og lítið lot, gott gonguveður,fjaðkaðu niðan frá bygdini eftirlandsvegnum, fram við Kellingará

og niðan á Hálsin, har ein kundinjóta stórbæra útsýni í ein vestan ogoman yvir hina vøkru Skarðs-víkina. Eystureftir lokkaði Eystfelli5 av luttakarunum at royna seg,sjálvt um dagurin var farin at tognaí hvørjari lykkju.

Hini spákaðu sær oman eftir,men komin oman á Másafløtu, varðgingið eftir uppdyrkingarvegnumyvir á Sand og vestur ímóti Króki.Á hesum frálíku fløtum hava menn,óiva fyri árum síðani, velt stórarvíddir upp úr nýggjum, og sigastmá, at her er arbeitt, tí mangarstaðir eru traðirnar væl girdar viðgrótgørðum, ein fragd fyri gestsinseygu.

Ynskiligt hevði verið, at hesifólk kundu fingið møguleikarnaraftur at lívbjarga sær á tryggum oggóðum grundarlag á teirra oyggj.

Á veg oman aftur í bygdina bleivgingið eftir gomlu bygdagøtuni,elligamli farvegurin ímillum Hatt-arvík og Kirkju. Ein hestur stóð ábiti uppi undir Skarði, Sverri bóndi

helt seg kenna, rópti Fúsi, sum vargamla navn hansara, og kendi hesinbeinavegin fyrrverandi eigarmannsín.

Sverri seldi hestin í Kirkjubø, ogí 1987 bleiv hann seldur til Hattar-víkar til Zakarias Zachariasen,bónda. Eftir hetta var hann ikkikunnaður um lagnuna hjá Fúsa, tívar sera hugaligt at hittast á einslíkan hátt. Hesturin var nú 31 áragamal.

Fríggjadagurin er nú runnin, oghugsað verður um hvíldina, títíðliga verður lagt til brots í morgin,um veðrið verður til vildar.

Ein hugnaløta við einum dussi,onkrum forkunnugum afturvið,trivið verður í ein vakran fostur-landssang, og altíð er ein góð frá-søgn á lofti. Hákunnardrongurkemur á vitjan og flutt verður inn ídreymalandið.

Leygarmorgunin tíðliga fórunøkur ein túr niðan á Kubban,onnur eftir bygdargøtuni niðan áKross og eftir vegnum oman á

Hugni á Kirkju. Mynd: Ditlev Róin

22

23

Kirkju. Skjótt mátti berast at, tíHanus Hansen, bóndi, hevði lovaðat koma við okkum niðan á Eyst-felli aftaná døgurða.

Gingið varð eftir rásini út Fyriuttan Bólið, og síðan beint niðan áeggina. Ómetaliga stórbært at lítanorður í bergið eystanfyri. Smáttgekk niðaneftir, tí hettar er tunggongd, og útsýnið er avbera hug-takandi, myndatólini snurraðu oggoymdu løtuna.

Komin niðaná norðanvert Eyst-urstein, lítur tú eftir Vestursteini oggerst varðugur við, at um hesirbáðir standa í eystur-vestur, stendurkirkjan ikki í somu ætt, sum flestuav gomlu kirkjum okkara, og tífingu vit greiðu á orðadráttin í gjár,tá vit ikki vóru heilt samd við Ú. F.um vestanlotið.

Leiðin gekk norður eftir eggini,og varð støðga á Mikla Skarði,hugdu niður yvir Bispin, sum ereystasti partur av Føroyum. Vitistendur á Bispinum, onkur av-myndaði hann, men hann liggur solangt inni undir berginum, sumbæði er steyrrætt og ógvuliga høgt,at ikki er lætt at greiða hetta.

Undir antennuni, sum er rættiligahøg, sessaðust øll, ótu ein bitaafturvið einum flógvum drekka-munni, meðan prátið gekk av tíbesta. Hanus fekk eisini nógvarspurningar um mangt og hvat, sumheldur ikki fóru ósvaraðir framvið.

Omaneftir varð gingið ígjøgnumurðina, har greitt var frá, umlundan, sum eigur ymsa staðni. HavHálvdans Álvsons lá á vegnum, ogtað bleiv vitja, onkur tosaði fram

undir við ætlanum um at royna atlyfta havinum; men tá komið var ástaðið, varð ætlanin slept, tí einmeting bleiv gjørd, har menn hildu,at tað vá í minsta lagi 1 tons.

Døgurðin bleiv etin við góðummatarhuga. Tá tú gongur slíkarlangar hagaferðir og ert heilardagar úti í Guðs fríu náttúru, tykisthvør máltíð at verða jólamatur.

Ikki bleiv støðgurin langur inn-anhýsis, tí hin móðreyði Fúsi uppiundir Skarði skuldi hava sínaviðgerð. Frá góðum fólki fekst einbítitong, og hvast við lær hjá bónd-anum var tókt at snøgga við.Áskoðararnir, sum ikki vóru vanirvið slík stórdjór, høvdu ikki ser-ligan hug at halda beinunum uppi,meðan arbeitt varð, men tá gongdkom á, var sloppið, tí hetta var eittsatt góðvaradýr, og tú gjørdist einabarlast ríkari.

Meðan gingið varð oman aftur,beyð Sámal Jákup fólki inn til eindrekkamunn og eitt prát,

Sverri, Halden, Per og eg sjálvurtakkaðu fyri. Blíðskapurin varóførur, turt kjøt úr Hattarvík hevðitú neyvan smakkað fyrr, egg undanhøsnum og dunnum úr eystastubygd í landinum, heldur ikki, ogvæl sodnaðist. Góða tøkk fyri.

Prátið gekk av tí besta, viðgjørdblivu nógv mál, framtíðin hjáoynni, hugskotini trutu ikki, lands-ins støða, fiskivinnan, Føroyar sumferðamannaland o.m.a., nei, her varongin leitan eftir evnum. Tíðin fórbara avstað, tað var alljóst, tá vitfjakkaðu okkum eystur í hugnaligaKelduhúsið, men heldur ikki harvóru øll løgst.

Frálíkt veður sunnudagin, ogymsi vóru hugskotini, hvar farastskuldi. Myndir vóru tiknar avvælgjørdum úthúsum, sum fólk íbygdini hegnisliga høvdu endur-bygt ella bøtt um. Hugt eftir kend-um støðum frá søguni, eisini støð í

Niðan á Eystfelli. Mynd: Ditlev Róin

samband við floksmenninar, sumsagt verður so væl frá í lesibókumtil skúlabrúks.

Nøkur vóru, sum gingu bygda-gøtuna yvir á Kirkju, hin niðastapartin kendu vit frá í gjár, og bráttvóru vit hjá Bønhússteini, tá varstutt niðan á Kyrjarheyggj. Gomluvarðarnir standa uppi, tí er lætt atfinna gøtuna, sjálvt um hon helstikki verður nýtt eins nógv og fyrr.Fitt av ternu áttu á leiðini, men sagtvarð frá, at har høvdu reiðrini oftaverðið nógv tættari.

Komin niðan á Kross, var sess-ast. Sera vakurt útsýni í allar ættir,her kundi tú í huganum síggja fjøldav teim mentafólkum, sum ríkaðhava okkara land við sínum skald-skapi, halda fund summardagar viðrøðum og fosturlandssangi.

Spákaðu eftir koyrivegnum om-an á Kirkju, ótu ein bita við tyrlu-pallin, og ætlaðu at fara í kirkju,men tíverri var ikki lestur hendadag.

Nú komu fleiri av okkara luttak-arum oman í bygdina, vit avgjørdutí at ganga heimaftur eftir bygda-gøtuni av Kirkju og niðan á Kross.

Tá komið var oman ímóti Hattar-vík, komu fólk úr kirkjuni.

Dagurin var nú so nógv liðin, atikki gjørdist so nógv meira á hesumsinni enn at fáa døgurðan niðurum,sópa og vaska húsini, pakka útgerð-ina saman, takka fyri okkum ogspáka oman á lendingina.

Ein frálíkur túrur, hava veriðvíða, men fleiri støð eru, sumhugalig høvdu verið at vitja, sumdømi, niðan á Knúk, Kerlok, niðaná oynna og oman á Skarðsvík,

vónandi verður høvið til tess einaaðra ferð.

Meðan bíða varð eftir Másanum,sást fitt av lunda útfyri, nakrirskarvar sótu so friðarligir í fjøruni,onkur pulkaði sær og lavaði viðveingjunum, tað tyktist, sum oljavar komin at fjaðrunum, og sá tí eittsindur viðtikin út.

Postbáturin kom nú undan, oglítla løtu seinni legði hann atlendingini. Skjótt gekk at fáa við-førið umborð, sum sjálvandi varnógv tódnað, samstundis sum veð-urlagið var nógv broytt. Hann stóðvið klettin. Bygdin og víkin vístuseg frá síni vakrastu síðu hesaløtuna.

Heimferðin gekk av tí besta,veðrið var frálíkt, og semja var um,at ferðin eyðnaðist væl. Prátið slitn-aði ikki fyrr enn á bryggjuni íLeirvík, tá øll fóru vælnøgd hvør ísína ætt.

Ditlev Róin

Hav Hálvdan Ulvsonar. Mynd: Ditlev Róin

Uppi á Eystfelli. Mynd: Ditlev Róin

24

25

Amerikansk kolontMelanitta n. americana

Tann 14. juni 1998, tá eg samanvið familju og vinfólki, var ein

túr gjøgnum hagan fram við Eiðis-vatni, suðuri á Vatni og síðan vesturmóti tjarnunum, suðuri millumTjarnir, varð eg varugur við tveirantarfuglar, sum fóru á flog. Teirsettust aftur á vestastu tjørnini, sumer stutt frá hinari. Eg fór spakuligamóti tjørnini, meðan eg gekk, gjørdieg kikmyndatólið klárt. Tað var einspennandi løta, tí hesir fuglar erurættiliga varnir og fóru teir á flog, so

gjørdist einki, eingin mynd, einkiprógv. Tá eg kom í »skotmál« varbara at bera skjótt at, og eg sogjørdi. Myndirnar, eg tók, eru rætti-liga góðar eftir umstøðunum, og varmyndatakarin rættiliga óroyndur.Seinni vísti tað seg, tá hugt varð atmyndunum, at tað møguliga er eittpar av Amerikanskum kolontumMelanitta n. americana, men hettaer ikki heilt greitt enn. Talan kanneisini verða um blendingar hybrid.Avrit av kikmyndum eru send til

Danmarkar og England, men haðanikundu tey ikki við vissu siga, umtalan er um amerikanskar kolentur.Mynd er eisini send til Amerika,men hagani er einki svar komiðaftur. Hesir fuglar liva í norðurAmerika, og eru rættiliga sjáld-samir at síggja í Europa, og teir eruongantíð sæddir ella skrásettir íFøroyum.

Petur Mortensen

Amerikansk kolont Melanitta n. americana – er ein sera styggur fuglur.

Mynd: Petur Mortensen

FuglalistiListi við fuglum eg havi sæð í tíðarskeiðinum 1996 -1998

Tá eg gangi túrar úti í náttúruni,havi eg altíð ein lítlan kikara

við mær. Her er ein listi við nøkrumfuglum, sum eg havi sæð í árinum1996 til 1998. Summir teirra eruheilt vanligir í Føroyum, meðanaðrir eru meira sjáldsamir.

Fuglar, ið eru sæddir í økinumkring LandssjúkrahúsiðHegri Ardea cinerea: Í mars og aprílmánaða sást ein hegri flúgva á leið-ini við Sandá og Nólsoyarfirði.

Reyðgrælingur (krumnæbbet ryle)Calidris ferruginea: Í apríl mánaðavarð ein fuglur tikin av eini hvirluog slongdur inn í ein húsavegg.

Grønígða (grønirisk) Carduelischloris: Í august mánaða var einfuglur sæddur uttanfyri maskin-verkstaðið á Landssjúkrahúsinum.

Reyðskalli Carduelis hornemanni: Íjuli mánaða var ein fuglur sæddur ígarðinum við Landssjúkrahúsið.

Trindilsnípa (tredækker) Gallinagomedia: Ein fuglur sæddur í Sandá-gerði 20. mai 1998.

Rókur: Corvus monedula: Sæddur íHoyvíkshaganum í februar mánaða1998.

Áarsvala Riparia riparia: Í maimánaða 1998 var ein fuglur atsíggja við Sandá. Hann fleyg afturog fram leitandi eftir smákyktum.

Hjaltakráka Corvus corone corone:Veturin 1996 og 1997 vóru heiltnógvar at síggja víða um í Havnini.

Fuglar, ið eru sæddir í Hvalba oghar umleiðir.Helsigás Branta bernicla: Eitt parátti í 1971 í Hvalba. Tveir ungarkomu undan. Ungarnir vóru uml. 30cm til støddar, tá ið teir fyrstu ferðvóru sæddir. Teir hildu til í fjørðunií tíðarskeiðinum frá seint í mai og útí juni mánaða. Tíðanverri varð pariðskotið av tveimum brøðrum úrHvalba. Tilburðurin varð meldaðurtil sýslumannin. Tá báturin kom atlandi, stóð løgreglan fyri honum.Tað sigst, at ein av fuglunum erútstappaður, og stendur í skúlanum íHvalba.

Hvítstelkur Tringa nebularia: Einfuglur var sæddur í Nesinum íHvalba 31. juli 1998.

Øshvít gás Branta canadensis: Seksgæs svumu á Norðbergsvatninum íHvalba frá 3. august 1998 og eittsindur fram.

Reyðspógvi Limosa limosa: Eitt parvar at síggja í skýmingini 4. august1998. Næsta morgun var tað burtur.

Svarthálsa Charadrius hiaticula:Heilt nógvar vóru at síggja í Hvalba5. august 1998.

Flótta svarthálsa Charadrius alex-andrinus: Eitt par var at síggja úti áNesinum í Hvalba 5. august 1998.

Tjaldursgrælingur Arenaria inter-pres: Heilt nógvir hildu til í Hvalbafrá 31. juli 1998 og eitt sindur fram.Um sama mundi var eisini nógv atsíggja av fjallamurru Calidris alp-ina og eyrgrælingi Crocethia alba.

Christer Alstrøm

26

27

Frá aðalfundinumhjá Føroya Fuglafrøðifelag í Mettustovu 15. mars 1998

Undirritaða hevur í farnu árumav og á játtað at umboða

Føroya Fuglafrøðifelag á kunnandifundum hjá Ferðaráð Føroya, av tí ateg kortini var hjástødd sum umboðfyri mítt táverandi arbeiðspláss,Føroya Jarðarráð. Samstundis eri egferðaleiðari, og havi annars eisiniein almennan áhuga í verju og varð-veiting av náttúruni – hetta seinastafellur væl saman við áhugamálumFuglafrøðifelagsins.

Í 1997-98 vóru tveir áhugaverdirfundir, og skal eg her – eftir áheitan– greiða frá tí, sum var áhugavert,sæð úr felagsins sjónarhornið, einsog trivið verður í annað, sum undir-ritaða sjálv førdi fram á aðalfundin-um í Mettustovu.

Umboðsráðsfundurin 12. desember 1997Høvuðsevnið á hesum fundinumvar: Hvat skal gerast innan ferða-vinnuna 1998? Fundarluttakararnirvórðu skipaðir í bólkar, sum hvørsær skuldu royna at finna fram til,hvørjar týdningarmiklar tættir,meira átti at verið gjørt við. M.a.vístu bólkarnir á, at Ferðaráðiðeigur:

• at menna samstarvið millumferðavinnuna og ymsar áhuga-felagsskapir

• at hjálpa til at fáa ein myndug-leika, ið tekur sær av fugla-, plantu-og djóralívi, forngripum og mentan,tí hesi kunnu lættliga koma í vandaorsakað av misbrúki, ovtroyting ogtílíkum – ikki minst í ferðavinnu-samanhangi.

Hetta eru nýggir tónar á slíkumfundum, og tað er at gleðast um!Vónandi eru hetta orð, sum vera atsíggja í verki um ikki so langa tíð –

og eg meti, at Fuglafrøðifelagið eig-ur at fylgja við og royna at skundaundir gongdina. Úrslitið av bólka-arbeiðinum varð skrásett sum upp-gávur, ið vórðu býttar út til ymsarpersónar á Ferðaráðnum. Verndkom undir Anniku Joensen, stjóra.

Persónliga hevur mær ikki dámt,at tann ógvusliga marknaðarføring-in av Føroyum uttanlands í fleiri árhevur verið tikin fram sum taðáhugaverdasta arbeiðsúrslitið hjáFerðaráðnum, samstundis sum lítilog eingin áhugi hevur verið fyrisjálvum innanlandsviðurskiftunum.Her hugsi eg ikki um ferðavinnu-fasilitetirnar innanlands, men um:

• manglandi javnvágina millumætlaðu, øktu nýtsluna av náttúrutil-feinginum í ferðavinnusamanhangiog áhugan fyri verju av hesum dýra-bara tilfeingi, sum í veruleikanumer grundarlagið undir ferðavinnu íFøroyum.

Náttúran er ressursan – eisini íferðavinnuhøpi, og lata vit barastanda til, kann skjótt nógv veramist. Í øðrum londum verður arbeittfyribyrgjandi í so máta, og nú er atfegnast um, at ábyrgdarfólk á Ferða-ráði Føroya ikki longur bara yppaøksl og smílast umberandi, tá tosaðhevur verið um slíka fyribyrgingsum nakað týdningarmikið.

Ferðavinnudagurin6. februar 1998Dagurin byrjaði við áhugaverdumfyrilestri, sum Inga Gunnarsdóttirúr Íslandi helt um økologiska ferða-vinnu. Í stóran mun snúði fyrilestur-in seg um, at gistingarhús áttu atvanda sær um umhvørvið við atvera umhugsin, tá talan er um sápu-nýtslu og tílíkt. Men umframt hetta,

gjørdi Inga fundarfólkunum greitt,at ferðavinna í einum landi, harstørsta aktivið er ein óspilt náttúra, ístóran mun er ein spurningur umPRESERVE or DESTROY – varð-veiting ella oyðing av náttúruni!

Hetta sýntist vekja ans, nú sjón-armiðið varð borið fram av einumútlendingi. Áður hevur tann hug-burður valda, at ikki ov nógvar fyri-byrgjandi vegleiðingar um, hvussuein eigur at bera seg at í føroyskunáttúruni, skuldu standa í prent-aðum ferðavinnutilfari, tí roknaðvarð við, at ferðamaðurin kundi fatahetta sum vantandi gestablídni ogtað fór kanska at oyðileggja»business«. Men Inga Gunnarsdótt-ir greiddi frá, at ferðamotivatióniner broytt, og at fólk nú helst ferðasttil lond, har varðveiting er í hásæti –og ístaðin venda hinum londunumbakið. Eisini vísti hon á, at tannmentaði ferðamaðurin anno 1998lættliga gjøgnumskoðar hugburðinhesum viðvíkjandi í einum fremm-andum landi.

Aftur henda dagin varð skipaðfyri bólkaarbeiði. Tað, sum bólk-arnir løgdu fram, snúði seg í minnimun um tað, sum Inga fyrrapartinhevði sagt um umhvørvisvinarliggistingarhús, men avdúkaði har-afturímóti í stóran mun, hvat láfundarfólkunum nógv uppá hjartað.Her eru endurtikin nøkur av svar-unum hjá bólkunum:

• Í Føroyum kemur ferðafólkiðtætt at náttúruni – og fólkinum. Taðer at meta sum ein fyrimunur fyrieitt ferðamannaland.

• Ferðaráðið átti at gjørt meiravið at upplýsa um, hvussu ferða-fólkið skal bera seg at í náttúruni.Ferðaráðið eigur at hugsa meira um

umhvørvið/náttúruna, tí umhvørviðverður slitið (tráðbrúkt).

• Føroyar áttu at havt eina nátt-úruumsiting, sum »tók sær av nátt-úruni« (yvirornað).

Á fundinum varð eisini tjakastum ta ávirkan, sum uppskotið umnýggja jarðarlóg kann hava við sær.Hildið var, at um festigarðar verðaognargarðar, so kann hugsast, atsummir eigarar læsa síni økir fyriferðafólki. Fundarfólkið helt, atFerðaráðið átti at roynt at gjørt sínaávirkan galdandi fyri at fáa serregl-ur gjørdar um atgongd. Í Falklands-oyggjunum gjørdist hetta ein trup-ulleiki, tá garðarnir gjørdust ogn.Summir bøndur vilja nú ikki vita avvitjandi á sínum øki, og fleiri fugla-sløg eru nú í vanda fyri oyðing, tíbøndurnir skjóta frá hond við teirrigrundgeving, at fuglurin ger seg inná smálombini. Hesar upplýsingarstava frá Bob Reid, ið arbeiðir innanjarðarumsiting á Falklandsoyggj-unum, og sum hevur verið á vitjan íFøroyum.

Í hesum viðfangi varð tosað umta »lokalu irritatiónina«, ið ferða-vinna kann føra við sær úti á bygd-unum, men eisini um alt tað posi-tiva, ið fæst burturúr, tá bøndursjálvir taka lut – og her vórðu tiltøk-ini hjá Rasmusi Skorheim á Sela-trað nevnd sum eitt gott fyridømi.Tá bóndin sjálvur fer í hagan viðfólki, stýrir hann í stóran munferðafólkastreyminum í sínumhaga, og hetta kann haraftrat gerasttil eina ískoytisinntøku hjá garð-inum.

Undirritaða greiddi á fundinumfrá sera áhugaverdu økisætlanini,sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørtfyri Ferðaráðið í 1994. Ætlanin,sum er eitt arbeiðsmodel, er skipaðsoleiðis: á Føroyakortið er avmerkt,hvørji øki eru serliga áhugaverdantin fuglafrøðiliga, plantufrøðiligaella jarðfrøðiliga. Samstundis er

teknað á kortið, hvørji økir áttu atfingið frið, av tí at tey eru serstakaviðbrekin ella varðveitingarverd. Útfrá hesum kunnu ferðavinnutiltøkbeinast til økir, ið eru serliga spenn-andi ella hava fakligan áhuga hjáferðafólki, og samstundis kannkortið vísa, hvørji øki eiga at fáafrið fyri øllum ferðavinnutiltøkum –og hesum áttu ferðasmiðir síðan atrætta seg eftir. Tað er stórt spell, athenda ætlan ongantíð hevur veriðbrúkt í verki. So leingi vit onga lóg-gávu hava, ið forðar óskynsamarinýtslu av náttúruni í Føroyum,kundi hetta verið ein ávegis umbót íso máta.

Tosað varð um, at gøtufaldarar-nir, sum Ferðaráðið gevur út, havaverið væl umtóktir og nógv brúktir.Undirritaða fegnaðist á fundinumum, at Ferðaráðið hevur játtað attaka leiðbeiningarnar, sum vóru áupprunaliga uppskotinum til hesarfaldarar, við, tá prentað verðurnæstu ferð. Vegleiðingarnar snúðuseg um, hvørji fyrilit eiga at verðatikin, áðrenn ein fer hagatúr (veðrið,klæðir o.s.fr.). og um rættan atburð íbø og haga.

Nógv gongd hevur verið á gøtunimillum Fuglafjørð og Hellurnar,síðani faldarin um hesa gøtu komút, og fuglfirðingar siga, at longu núber til at siga, hvat hendi við heiða-fuglinum, tá gongdin á gomlubygdagøtuni øktist. Í fyrstaniórógvaðist fuglurin, og reiður, iðáður lógu fram við gøtuni, avoydd-ust. Men skjótt varnaðust teir, atfuglurin fjølgaðist nakað burtur frá,og sum frálíður, nærkast reiðriniaftur gøtuni, tí fuglurin venur segskjótt við hesa gongd av fólki eftirsomu leið.

Á seinastu fundunum hjá Ferða-ráðnum hevur ofta verið tosað um atvíðka »sæsonina«, soleiðis at bæðimai og august verða háárstíð.Fuglafrøðifelagið eigur at hugsa

um, at ferðafólkatíðin tá eisini fer atfata um kleikingartíðina hjá fugli.Einki ítøkiligt er tó hent á hesumøki enn, uttan tað at hotellini longuhava størri vitjan uttan fyri háárstíð-ina, men tá er oftast talan um ráð-stevnugestir.

Annað frá aðalfundinumMín egna áskoðan er, at ferðavinna íFøroyum eigur at vera framd út fráføroyskum fortreytum. Slíkt sum atmarknaðarføra flógvabilin hjáSchwarzkopf til at koyra í fjøll-unum við – hetta hendi í november1996 – skuldi verið bannlýst, einsog øll onnur motorferðsla í hagan-um átti at verið bannað, ella iðhvussu so er bert loyvd eftir um-sókn, tá serligur tørvur er. Massa-turisma eftir útlendskari mynd ogmotoriserað turisma í okkara fjøll-um eigur ikki at vinna frama her, ogsum ferðaleiðari kann eg siga taðvera eyðsýnt, at hetta er ikki tað,sum fremmandafólk vilja uppliva,tá tey keypa sær ein ferðaseðil tilFøroya.

Mítt ynski er, at allir føroyingarfara at standa saman um at verjanáttúruna móti sliti og misnýtslu.Sum er, hugsa tey, ið vinna sær pen-ing av ferðavinnuni, ikki fyribyrgj-andi, og ein vansi er eisini, at nógvav teimum, ið fremja ferðavinnu –t.v.s. skipa fyri og stýra tiltøkum frásínum skriviborði – ikki kennalandið og náttúruna nóg væl á egn-um skinni. Tað eru tískil onnur, iðmugu reisa kravið um javnvág mill-um BRÚK og ÁBYRGD – og herátti okkara felag at havt ein virknanleiklut.

Tórshavn, tann 30. januar 1999Bette Johansen

28

29

Útferðin til Gásadalsí mai 1997

Tað var við ikki so sørt av væntanog spenningi eitt spelkið ferða-

lið var á veg vestur í Vágar fríggja-kvøldið 24. mai 1997. Veðrið varfrálíkt og neyvan nakar av okkumhevði keðiligu veðurvánirnar fyrileygardagin í tonkunum, tá vithittust á kaiini í Vestmanna. Koyrtvarð út á endan av Bíggjarvegnumog so til gongu Gásadalsbrekkunaniðan á Skarðið. Hetta var einanstann fyrsta brekkan av mongum.Uppi við varðan á Skarðinum varútsýnið frálíkt við vesturskyninumroðandi yvir Gásadal og Heina-nøvu. Kringluta undanbrekkan nið-ur í Gásadal var ikki fyri veik hálv-gomul knø, ið fleiri av okkumhøvdu, men niður komu vit so íøllum góðum.

Nú var liðið so langt út á kvøldið,at skjótt var farið til songar, tí vitskuldu tíðliga á føtur morgunineftir, og væl lógu vit í summarhús-

unum, ið Heðin og Jutta høvdulænt. Veðrið leygardagin varhampuligt um morgunin við mjørkaí erva, og fyri mín part skal eg ikkidylja, at eg var eitt sindur ivingar-samur, tá ið Heðin legði á gøtuna útí Berg vestan fyri Bygdina, tí tað vareitt sindur bratt í byrjanini í øllum

førum. Men gøtan var góð og breiðat ganga á, og tað hjálpti, at Jutta varfullkomuliga ónervað, hóast honhevði stav at stiðja seg við. Minnistat Heðin nevndi, at abbi Juttu,Frants í Tøðuni og aðrir høvdugrivið gøtuna nærmast úr vøllinum,tvs. teir høvdu breiðkað eina annars

Øll samlaði. Mynd: Poul Magnussen

Jutta, Alma og Kristin á veg upp av Víkum. Mynd: Poul Magnussen

nógv smalri rás, og tað kemur vælvið, tí tað var bratt niðurfyri nógva-staðni. Komin út í Hvanndal var einlítil steðgur, meðan ein drekka-munnur fór niðurum. Leiðin gekkso líðandi uppeftir á Mannsetri ogút eftir Rákagøtuni. Longur vesturiyvir Barðinum vóru vit komin upp ímjørkan, og tá fóru vit upp gjøgnumeina gjógv uppá Stíar og uppá slætt.Annars møguliga frálíka útsýnið á

Barðinum var av ongum vegnamjørkan, og vit sóu onki, fyrr ennvit vóru komin oman av aftur, á vegoman í Rygsvíkina. Tað er torført atmeta um, hvussu ovarlaga vit havaverið vegna mjørkan, ið lá í erva,men verður hugt fyri juli mánaða ímyndakalendaran 1998 sæst, at harer bratt at koma omanav, men stór-sligið. Tað er drúgt at ganga á stórufløtuni úti á Víkum og Rigsvíkini,

og ikki so sørt bergtakandi við høgafjallinum omanfyri við teimumstóru gjáunum, ið neyvan finnastaðrastaðni í Føroyum. Skal ein følaseg lítlan í mun til veldugu náttúr-una, so er at fara á Víkar. Aftanfyrisást Nýggjaberg og Reipsáfossur,og øll oyggin, sum hon er gevur einakenslu av, at her er vítt at fara fyritann sum hevur hug. Lítil vandi erfyri at verða yvirrunnin av fólki, tíflestu øki liggja so langt frá alfara-vegi. Komin á Tjørnunes fingu vitokkum ein bita í einum seyðahúsi,ið hevði ein góðan køk. Steðgurinkom væl við, tí mínir knoglar vóru íøllum førum moyrir. Frá Tjørnunesivar gingið niðan í Stropurð, ið varein ordans urð við stórum steinum,ið vóru torførir at ganga ígjøgnum.Lundi eigur í henni, men tað sástikki nógv til tað so tíðliga á árinum.Minnist at Heðin vísti okkum á einvallaðan blett omanfyri í berginum,har ein ær við lambi vóru komin atganga í, einaferð fyri nøkrum árumsíðani. Hvat har er farið fram, er eingóður spurningur, tí har er so at siga

Kristin og Jóannis úti í Kistu. Annars sæst niður á Víkar. Mynd: Poul Magnussen

Alma og Jutta í Strupurð. Mynd: Poul Magnussen

30

31

ikki framkomandi hjá teimum avsær sjálvum. Tey sluppu ikki upp-aftur, og tá alt var avetið fóru teyniðurfyri áðrenn veturin kom. FráStropurð varð gingið niðriundirNýggjurð niðan við Lambagjógv.Lendið er nóg so bratt har vit vóruog fleiri stórar gjáir eru upp avVíkum, og upp er m.a gangandi viðLambagjógv um tú skal til Gásadalsog Sniðgarð um tú skal til onkra avhinum bygdunum. Eg sigi ikkiKálvi í Feðgar á ferð ringan fyri, athann so treyðugt vildi fara á Víkar.Hann er í øllum førum ikki farinupp við Lambagjónni, tí brattarimótbrekka enn hon skal ein faralangt fyri at finna, ja heilt vestur áVíkar. Hóast Erik rann upp gjøgn-um hana, so vóru vit flest onnurnoydd at ganga fót fyri fót, og drúgtog tungt var, men upp komu vit soøll. Næstan heilt har uppi stakk eittslag av einari nøv út úr nevnd Kista,og teir djarvastu fóru út á hana, ogútsýnið harfrá niður á Víkar hevurverið av teimum heilt góðu. Líka soskjótt vit vóru komin uppá, so vóruvit aftur í mjørkanum og sirminum,og undanaftur komin í Dalinum sóuvit Gásadal. Eg haldi klokkan varumleið fýra tá ið vit komu aftur, sovit høvdu verið burtur í einar seks

tímar, og døgurðin seinni, ið Juttaog systurin Alma gjørdu, var góður.Líkindini sunnudagin vóru verrienn leygardagin, so flestu fólk hilduseg innandura, til vit fóru avstað.Gongan upp úr Gásadali eftirbygdargøtuni var tung, og minnistmeg rætt, so hevur hetta verið eftirkl.15.00 sunnudagin 25. mai, tí fót-bóltur var í útvarpinum, og egroyndi at halda meg til Kristin, sumhevði eitt útvarp við. Útvarpið var íGundadali til dystin B36-ÍF, ogmeðan vit gingu uppeftir rapaðumálini inn hjá ÍF, ið tapti 8-3, og taðtyktist fyri mær, sum um hvørtmálið tyngdi um hjá Kristini.

Nú tað líðir móti tveimum árumsíðani vit vóru har vesturi, er ikki so

lætt at fáa ymiskt fram í minnið.Heðin var ein góður ferðaleiðari,dugdi væl at greiða frá, og eg minn-ist konuna hjá Heðini, Juttu, peik-andi við stavinum, tá ið hon skuldivísa á eitt ella annað. Har vóru fleiriprátingarsom fólk, m.a formaðurinPetur og Ditlev. Øll vóru líka hugna-lig og fitt, so hetta var ein væl fyri-skipaður og væl eydnaður túrur,hóast veðrið snýtti okkum, um sokann sigast leygardagin.

Nú var hetta Føroya Fuglafrøði-felag, so ein skuldi trú, at øll vóru øreftir at síggja fuglar, og fyrstaklippið fekk øll at hitna. Neyvanhevði so verið, og fuglar vóru tían-verri ikki í meingi. So vítt eg minn-ist so sóu vit ikki eina steinstólpu,

Jutta og Harald á gøtuni út í Berg. Mynd:Poul Magnussen

Út í Berg, áðrenn Hvanndal.

Mynd: Poul Magnussen

hvørki sóu ella hoyrdu láir, hoyrduonkran spógva ovarlaga í dalinum,tá ið vit komu aftur, og tjøldrinivóru fá. Á Víkum vóru afturfyri eini4-5 grágásapør kanska fleiri, ið vitstygdu av reiðrinum, og styggarvóru tær, tí tær fóru ikki á reiðriaftur, men flugu høgt uppiyvir longieftir, at vit vóru farin framvið. Vitsóu eisini eitt villdunnureiður.

Nøkur skúgvapør vóru eisini har,onkur segði, at væl meira hevðiverið av skúgvi, men skotið varðburtur av, fyri at halda honum niðri.Grágæsnar og skúgvurin vórumøguliga mest spennandi fuglarnir,um ein kann siga soleiðis, tí fyriokkum eru væl allir líka spennandi,eisini ravnarnir, ið gorrandi vóruomanfyri okkum, meðan vit gingueftir Slættanum á Víkum. Um egskal ella kann siga nakað, ið kanskakann vera betur eina aðru ferð, so lá

túrurin nakað tíðliga, tí gróður varikki komin í enn, og kanska fleirifuglar høvdu verið at sæð td. einmánaða seinni. Hetta var í øllumførum ein túrur, ið fyri mítt viðkom-andi er festur í minnið fyri lívið, oghetta verður ikki seinastu ferð egkomi á hasar leiðir, um lagnan vil.

Poul Magnussen

Ein vælnøgdur formaður á Víkum. Mynd: Poul Magnussen

32

Heðin hyggur upp í bergið.

Mynd: Poul Magnussen