24
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 40 ÁR VIÐ NORÐLÝSINUM Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiði Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík. LEVI JOENSEN GEVUR ÚT ENDURMINNINGAR KARL HERI: GOTT AT FARA TÍÐLIGA Á FJALL 1.DEILD: AVGERÐIN FELLIR LEYGARDAGIN

Nordlysid nr 32 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 32 Fríggjadagin 3. okt. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 32 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

40 Á R V IÐ NORÐLÝSINUM

Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiðiÍ samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferðtil New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið,ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

L E V I JOENSEN GE V UR Ú T ENDURMINNING A R

K A RL HERI: GOT T AT FA R A TÍÐLIG A Á FJA LL

1.DEIL D: AVGERÐIN F EL L IR L E YG A RD AGIN

Page 2: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20142

EF TIRGJ Ø RT GRÓT SUM PRÝÐIVit høvdu tíðliga í vár eina samrøðu her í Vikublað-num við Bern-hard Hammer, í sambandi við at hann hevði sagt tað góða trygga søluarbeiðið frá sær og var nú farin at geva sí-num listargávum rúmari ræsur

Hóast hansara listagrein er sera fjøl broytt, so snúði greinin seg tá um sniðge­ving innan timbur. Hesa­ferð hava vit tosað við hann um grótlíki (kunstigt grót). Flestu føroyingar vita helst ikki rættuliga hvat grótlíki er fyri nakað, men mong av okkum hava tó sæð tað uttanlands, eitt nú í Lego­land, Zoologiskum hava og øðrum stuttleikaparkum sum hava vakrar høgar klettar, steinar og grót­laðaðar borgir v.m., sum í veru leikanum er eftirgjørt úr betong evn að til við múrskeið og síðan málað. Tað sær so mikið ektað út, at tað er næstan ikki til at trúgva, at tað er hondgjørt.

Ístaðin fyri at laða við gróti gera vit tað við grót­líki, ið sær líka náttúrligt sum grót, klettur ella hella. Uttandura vil tað við tíðini leggjast gróður og mosi á, eins og á náttúrligan hátt.

Í grannalondum okkara er grótlíki mest brúkt sum áður nevnt í zoo stuttleika­parkum, stórum akvarium v.m. og ikki í privatum hei­mum. Ei heldur í tí vanliga almenna rúminum.

Í USA harafturímóti er tað sera vanligt at brúka grótlíki í almennum rúmum. Í kontórbygningum fundarhøl um v.m. eins og í privatum heimum, til peisir, grótvegg aftan fyri bren­niovnin og til grótlaðagar veggir yvirhøvur bæði inni og úti. Tað er eisini blivið meira vanligt har at gera ef­tirgjørdar klettar ella hellu sum partur av fríðk anini í tí privata heiminum bæði innan og uttandura.

Heitir pottar sum fyrr

vóru gjørdir úr glasfibur, plast ella træ, vera nú man­gan gjørdir sum grótlíki og síggja veruliga út sum laðað grót ella høgt inn í hellu. Hóast hendan vinnan he­vur nógvárábakiíUSA,so­erhonnúfarin at vaksa við rúkandi ferð.

Gerast meira sjónligurBernhard hevur, síðan hann byrjaði við múrske­iðini gjørt eftirgjørdar grótlaðingar, klettar, hellu, steinar, bæði úti og inni. Og tað má sigast, at tað sær heilt ómetaliga náttúrligt út. Hann sigur, at hátturin hann málar málningar er heilt náttúralistiskur, og hevur hann mangan roynt at førka seg til tað meiri abstrakta, men hetta hevur ikki eydnast.

Hann er altíð dottin í gomlu tryggu

rilluna aftur. Men nú hann er farin at gera grót­líkí, er hann fulkomiliga broyttur, og tað var hann noyddur til, tí at grót er sera rátt og knorslut serliga málingin. Sjálvt ein van­ligur lítil steinur upp á 50 kilo hevur fleiri tíggjutals litir, so her ræður um at sletta og aftur sletta, og tó at sletta við skili.

Bernhard ætlar nú at ge­rast meira sjónligur í júst hesi listagreinini. Spurdur um hann ætlar sær at kapp­ast við grótlaðarnar, sigur hann, at hann sær tað als ikki sum eina kapp ing við siðbundnu føroysku flottu grótlaðingina. Hon fer altíð at vera, og hon er sum oftast uttandura. Honum dámar betur inn­andura arbeiði vegna ve­gurlagið. Hóast grótlíki er nakað bíligari en vanligt grót, so er munurin ikki so stórur. Grótlíki kann nøkur ting sum veruligt grót ikki kann, sum til dømis um tað eru tey ið ynskja sær eitt fitt lítið summarhús, sum er grótlaðað bæði innan og uttan. Trupulleikin er, skal isolatión vera í millum lø­gini, so blívur ein veruligur grótveggur skjótt meira enn ein metur tjúkkur í mun til 30 40 cm við grótlíki.

Gróður veksur ikki út millum stein arnar við grótlíki. Pláss er eisini ein fyrimnur, tað skal bert 5 cm tjúkt pusslag á ein stovuvegg, um man ynskir sær ein grótvegg (Gl). Ei­sini ber nú væl til at hava ein grót vegg (Gl) á loft­inum um tað skal vera, hóast undirsløgini bert eru

dimensjonerað á vanligan hátt. Tað eru mong sum hava ein brenniovn í stovu­ni, og ístaðin fyri

vanligar flísar sum brand­verju, kunnu tey nú fáa ein flottan grótvegg aftan fyri ovnin. Eitt sum als ikki le­tur seg gera á nátturligan hátt, sum grót líki kann, er at tú nú kanst prýða við ef­tirgjørdum kletti ella hellu, frítt standandi ella uppat ei­num veggi úti sum inni.

Eitt annað er handils­framsýningar ella mes­suframsýningar, sum bert skulu standa frammi eina ávísa tíð. Bernhard heldur fyri, at tað hevði verið ein fantastiska spennandi upp­gáva at fingið at prýða eina flotta føroyska framsýning við føroyskum gróti (Gl) á eini stórari messu uttan­lands.

Flott grótlaðað húsagrundBernhard hevur isolerað húsagrundir útvendiga við flamingo og so lagt grót­líki út yvir. Ein sera flott grótlaðað húsagrund má man siga, enntá er grundin isolerað. Hann heldur tó, at tað er meira spennandi at gera smærri detaljeraðar uppgávur heldur enn heilt

stórar flatur.Tað skal ikki so nógv til

at fullbukka summarið, tí vónar hann at føroyingar síggja møguleikan við grótprýðing innandura, tá ið veðrið nú er sum tað er: Sum dømi kundi eitt alternativ til tað vanliga at pláta betong grundina innvendiga, verið at leggja isolerandi flamingo á be­tongveggin og prýða hann við eini flottari grótlaðing. Fyrimunurin við hesum er vakurleiki, framúr effektiv isolering og eingin van­di fyri blámusoppi. Slíkir

grovir grótveggir bróta av ljóðbylgjur og harvið dem­pa ljóðið í rúminum.

Bernhard sigur, at um onkur hevur eina serliga uppgávu, sum krevur eitt listarligt eyga, so kemur hann fegin inn á gólvið. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við hann á tlf. 281917 ella á [email protected] ella á facebook undir heitinum BJ Ham­mer, har síggjast fleiri myn­dir. Navnið á fyritøkuni er BJ Hammer sp/f.

Listamaðurin Bernhard Hammer

Eftirgjørt grót í grønum ljósi

Eftirgjørdur klettur særheilt nátúrligir út

Page 3: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20144

L E I Ð A R I N

Íbúð í KlaksvíkFult møbilerað íbúð mitt í Klaksvík til leigu.

NorðlýsiðTel. 284379

Gullbrúdleyp

Fríggjadagin 10. oktober hava Marianna og Evald Simonsen

gullbrúdleypsdag.

Dagurin verður hildin leygardagin 11. oktoberfrá kl. 12 til 18 í hølunum hjá sjúkrarøktarfrøðideildini

í Jónas Broncks gøtu 25 - Tórshavn.

GullbrúdleypFríggjadagin 3. oktobur hava

Gull-Britt og Karsten Hansen verið gift í 50 ár.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvíksama dag kl. 19.00. Skyldfólk, vinir og kenningar,

sum vilja gleðast saman við okkum hendandagin, verða biðin um at siga frá innan 25. sept.

á telefon 220599 - 285007 ella á telduposti [email protected]

11. oktobur giftastMaria Marcusardóttir í skorini frá Norðoyri

og Rúni Person Jacobsen úr Søldarfirði.

Vígslan verður í Nebo á Toftum kl.13.00,og veistlan verður hildin fyri innbodnum

í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00

Brúdleyp

Símun Joensen 95 árLeygardagin 4 okt. fyllir

Símun Joensen (Símun á Húsum) 95 ár

Føðingardagurin verður hildin í Smæruniá Sambýlinum á Heygnum

frá kl. 17:00 til 20:00.

GullbrúdleypFríggjadagin 10. oktober hava

Ívun og Helgi Lerviggullbrúdleypsdag.

Nú vit hava verið gift í 50 ár, er tað okkum ein gleði at bjóða familju,vinum og kenningum

at hátíðarhalda dagin saman við okkum.Veitslan verður í Dansifrøi í Tórshavn

leygardagin 18. oktobur kl. 17.00.

Tit, sum ynskja at verða við, verða biðin um at boðafrá hjá Ívun og Helga Lervig á tlf. 211117 ella 311117,

áðrenn 6 oktobur

Vit vóru ungir og spentir, eg og Eigil Hentze, tá vit fyri fyrstu ferð, 4. Oktober í 1974 sóu okkara fyrsta Norðlýsi á prenti.

Tíðin síðani, fram til dagin ídag, hevur verið skift-andi og spennandi. Felags fyri nógvu fyrstu árini er helst, at tað var sera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Var tað ikki fyri eitt sera gott netverk í familjum okkara, og eitt uppaftur størri netverk aftanfyri okkum í lokalsamfelagnum í Norðoyg-gjum, so høvdu vit als ikki megna at hildið fokus øll hesi ár.

Nú eru nógv harrans ár síðani at Eigil Hentze gavst á blaðnum, tó so, at hann hevur givið onkra hond líka til dagin í dag.

At tað er alneyðugt við einum lokalblað sum Norðlýsið, tað hava vit øll, sum gjøgnum tíðirnar hava skipað redaktiónina á Norðlýsinum, verið sannførd um. Tað er heldur ikki so sjálvdan att vit hava fingið at vita frá bygdum og býum kring um í Føroyum, at tey sakna onga lokala rødd at eiga í lokalsamfelagnum.

At kalla allastaðni verður sannað, at høvuðsstaðar-pressan fyrst og fremst arbeiðir í og fyri høvuðs-staðarøkinum. Tað sæst best tá ið um sjúkrahús-økið ræður og eitt nú tá kringvarpið tosar við ”mannin á gøtuni”. Kringvarpið kann jú leggja ver-tin á hvat vit kring um í landinum halda, tí vit eru álíkavæl tvangsinnløgd at gjalda kringvarpsgjald. ”maðurin á gøtuni” hjá kringvarpinum gongur óg-vuliga sjálvdan í túninum í Bø, Sumba ella á Kirkju, nei, fyri stórsta partin válar hann oman og niðan eftir áarvegnum ella í SMS.

Men tað er tó inn ímillum at høvuðsstaðarpressan kemur kring um í landinum. Men tá er tað fyri stør-sta partin tí at hon luktar lýsingar ella sponsorpen-gar.

Sum eg segði, so hevur Norðlýsið í mínari tíð havt bæði góðar og ringar tíðir peningaliga, men blaðið hevur tó megnað at komið ígøgnum allar kreppur, hóast vit hava fingið okkurt nosið. Men vit hava yvirlivað. Og ikki minst, vit hava megnað at hildið fokus. Hóast fleiri áheitanir, so hava vit ongantíð farið inn í at givið Norðlýsið út sum eitt landsblað, tvørturímóti vit hava hildið okkum til at givið okkara egna samfelag rós og rís og ikki minst hava vit verið ígongdsetarar til ein hóp av tiltøkum í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum í hesi 40 árini. Nevnast kunnu millum annað ”yrkisfótbólt” , sølu-stevnur, kunnigarstovu, listafelag, sjómannadagar og mangt mangt annað.

Jú, Norðlýsið er ein viðspælari í okkara lokalsam-felag, og tað ætlar Norðlýsið sær framhaldandi at vera.

Í komandi ári verður blaðið 100 ár, skráin fyri næstu 100 árini verður hin sama ”Lokala røddin í Norðoyggjum”.

Oliver

Norðlýsið elsta blað í landinum

Page 5: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 5

Forsíðan av fyrsta blaðið vit góvu út 4. oktober fyri 40 árum síðani. Ein broyting var m.a. at tjúkku strikunar vóru reyðar, frammanundan hevði ikki verði vanligt at brúka litir

Page 6: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20146

4. oktober í 1974 var blaðstjóraskifti og ábyrgdar-skifti á Norðlý-sinum. Tann fríggjadagin kom Norð-lýsið út við Eigil Hentze sum ábyrgdar-blaðstjóra og Oliver Joensen sum blaðmanni og bókhaldara.

Hetta var eitt sera stórt tak hjá okkum báðum at fara undir. Vit arbeiddu báðir í skúlanum tá, Eigil, sum lærari og eg sjálvur sum faklærari í maskinskriving nakrar fáar dagar. Umframt tað, so arbeiddi eg eisini sum skrivstovumaður hjá P/F Dávur úr Gerðum og eisini á Handilsskúlanum um kvøldarnar.

Óli Dahl fer fráOrsøkin til at Óli Dahl fór frá júst tá, var helst tí at Jógvan Gardar yvirtók Klaksvíkar Prentsmiðju um tað mundi. Frammanundan høvdu P/F J. F. Kjølbro og Evald Kjølbro átt P/F Klaksvíkar Prentsmiðju. Eg haldi tað var í 1972, at Kjartan Lutzen, sum tá var høvuðsbókhaldari hjá Kjøl­bro, kom til mín og spurdi, um eg ikki vildi átaka mær bókhaldið hjá Klaksvíkar Prentsmiðju. Eg var stutt frammanundan komin úr Danmark av handilsskúla har.

Tað gjørdi eg í 72, men samstundis var nýggj tøk­ni komin til Klaksvíkar Prentsmiðju. Teir høvdu fingið eina offset pressu, og hetta hevði við sær, at prentsmiðjan fór meira og meira burtur frá blýgginum til at brúka offsett­ tøknina ístaðin.

Hetta gjørdi, at ”setarar­nir”, teir sum settu blýg­gjbókstavirnar upp, ikki høvdu førleikan at seta á

nýggju fotosetumaskinu­num, tí tastaturið har kravdi í veruleikanum, at tú dugdi ”blindskrift” ella dugdi at skriva við øllum 10 fingru­num. Tað var eg kringur í, og tí bleiv eg eisini biðin at seta tekstir. Eg minnist, at bøkurnar hjá Símun Han­sen vóru fyri tá og blaðið Norðlýsið sjálvandi.

Oliver limurí prentarafelagnumMen hetta var ikki bara sum at siga tað, tí her kom Prentarafelagið upp í myn­dina. Eftir tógvi stríð fekk Jógvan Gardar skipað so fyri, at eg kundi fáa ein serligan limaskap í prenta­rafelagnum, sum gav mær loyvi at seta, men bert á offset maskinuna.

Í 74 kom tó broyting í. Evald Kjølbro vildi sleppa burturúr øllum, og Jógvan Gardar keypti sum sagt Klaksvíkar Prentsmiðju, men Jógvan vildi ikki hava nakað við blaðútgávuna at gera. Hann vildi gjarna prenta blaðið, men ein­ki annað, tí hann helt, at prentsmiðjan skuldi halda seg til prenting. Hetta var eisni ein væl útbygd prents­miðja við øllum nýmótans prentsmiðjuamboðum, og prentsmiðjan var fyrst og fremst útgjørd til at prenta bøkur og prentlutir. Har ar­beiddu tá umframt Jógvan, Einherji Olsen, Hjørleif Samuelsen, sáli, og Dánial Michaelsen, sáli.

Vit báðir Eigil fóru so sum sagt undir hesa blaðút­gávuna júst nú fyri 40 árum síðani.

Tað gekk í stórum so­leiðis fyri seg, at vit fyrst ígjøgnum vikuna skrivaðu allar greinar, ið seinni skuldu setast. Eg sjálvur skrivaði fyrst alt mítt á ma­skinu og Eigil skrivaði sum oftast sítt við hond. Myndir tóku vit eisini.

SetinginSo høvdu vit avtalu við prentsmiðjuna, at vit kundu sleppa inn seint seinnapar­tar ella um kvøldarnar at ”seta” tekstirnar. Onki var digitalt tá, nei, tað sum eg sjálvur hevði skrivað við maskin fyrr í vikuni, skuldi nú ”tøppast” inn á offset fo­tosetaran. Hvussu tað gekk fyri seg skal eg ikki koma inn á her nú, men tað var als ikki bara sum at siga tað, kanska helst tí, at tú ongantíð sást veruliga teks­

tin fyrr enn tú vart liðugur at seta greinina, og tá kundi væl henda at alt var ske­ivt, tí tú kanska hevði valt

skeiva linjulongd, skei­van linjuavstand, skeivar bókstavir ella skeiv ”units”, sum tað kallaðist.

Rættlesing og rættingÍmeðan eg sat og setti, so sat Eigil og rættlæs satsin,

um hann fann ein feil, so skuldi eg seta linjuna har feilurin var í umaftur, síða­ni klippa við saksi linju­

40 ÁR VIÐ NORÐLÝSINUM

Oliver til arbeiðis í køkinum

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið eitt av hjartamálinum hjá Norðlýsinum

Eigil ger samrøðu

Page 7: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 7

na til og til seinast klistra hana útyvir hina linjuna í tekstinum. Ja, ja, tað var roksut. Ikki nóg mikið við tí, tí tá eg var liðugur at seta, hetta var fotosatsur, tað vil siga, at teksturin var á ljósviðkvomum fotopap­píri, so skuldi eg koyra ljó­støttu kasettuna við satsi­num í framkallimaskinuna og framkalla satsin fyrst, áðrenn Eigil fekk hann til rættlestur. Eisini mátti an­sast eftir, at satsurin ikki bleiv ov gamal, tí so gul­naði hann og tað sást aftur í prentinum.

MyndaarbeiðiðHetta var so nakað av tí við tekstinum. Tá vit vóru lidnir, so arbeiddu teir á prentsmiðjuni við at kli­stra upp síðurnar og at seta myndir í. Tað við myndum var eisini trupult, tí tá eg hevði tikið eina mynd, so skuldi eg oman til Eiler Rasmussen, sála, sum var fotografur. Fyrst framkal­laði hann filmin, so eitt pap­pírskopi av myndini. Síðani

fór eg niðan á prentsmiðju­na, har Jógvan Gardar fór inn í myrkakamarið at gera myndina klára til pren­tingar. Myndin skuldi fyrst í eitt reprokamera, har ra­stir vóru lagdar í myndina, og síðani ein filmur tikin av myndini, so skuldi filmurin framkallast og harnæst eitt nýtt papírskopi takast, tí nýggja myndin hevði rastir, soleiðis, at hon kundi klip­past til og klistrast á papírs­montaguna við síðuna ella í tekstin.

So gjørdu teir film av síðunum, síðani prentplátur av filmunum. Prentplátur­nar vóru spentar í maskinu­na, og blaðið bleiv prentað.

Børn og konur falsaðuMen hetta var ein sokallað arkpressa. Ørkini vóru so­mikið stór, at prentast kun­du tvær síður í senn, so kun­di arkið vendast, og tvær síður prentast á baksíðuna á arkinum. Vit plagdu tá at prenta eini 1500 bløð. Um blaðið var 16 síður, ja, so lógu 6000 ørk á prentsmið­

juni og bíðaðu eftir okkum, tá liðugt var at prenta, tí tey ørkini skuldu øll bukkast, ella falsast, sum tað eitur á fakmálinum, og so leggjast inní hvørt annað.

Hetta arbeiðið gjørdu vit so heima við hús hjá okkum. Tá hjálptu øll til, konurnar, grannarnir og børnini, tí tað var altso ikki løtuverk at pakka alt hetta og at fáa tað klárt til post­húsið at bera út.

Arbeiddu nátt og dagUm eg hyggið aftur á tíði­na, so kann eg ikki annað enn undrast. Eg haldi, at vit báðir Eigil arbeiddu nátt og dag at kalla. Í hvussu so er var onki kvøld og onki vikusskifti, at vit ikki høv­du eitthvørt á skránni. Men vit dugdu kanska væl at fáa øll rundan um okkum at síggja meining í hesum og at trúgva uppá, at Norðlýsið ger mun fyri okkara lokal­samfelag.

Fyrsta byrjanin hjá ok­kum vardi tó ikki so leingi. Tá vit høvdu givið blaðið út

í eina tíð, kom steðgur í og eitt skiftið í 1975 vóru tað HF næmingar, ið tóku um endan. Men tað vardi ei­sini stutt, til vit aftur tóku um endan í 1976, men tað er ein onnur søga, sum vit koma til seinni.

100 ár í komandi áriTó, 4. Oktober í ár, Jóhan Húshamar hevði havt

føðingardag hendan dagin um hann hevði livað, eru altso 40 ár síðani undirri­taði saman við Eigil Hent­ze tóku við ábyrgdini av Norðlýsinum.

Á vári í 1915 kom Norðlýsið út á fyrsta sinni við Símun Petur Zacharias­sen sum blaðstjóra. Tað vil siga at blaðið fyllir 100 ár í komandi ári og vit kunnu

lova lesarunum longu nú, at hesin dagurin fer ikki bara aftur við borðinum – nærri um tað til tað tíð.

Oliver Joensen,blaðstjóri

Hilda og Børge í einum sjónleiki hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Norðlýsið royndi at

fylgja Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Útróður og fiskivinna hava verið høgt í metum- Her Erik Hansen við knallertlínuspælinum ið hann mennti

Norðoyastevnan fær altíð rúmd í Norðlýsinum - her Líggjas Vágslíð, sáli, á fólkalívs-

framsýning á Norðoyastevnu

Page 8: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 20148

Baksíðan av fyrsta blaðið vit góvu út 4. oktober fyri 40 árum síðani. Ein broyting var m.a. at tjúkku strikunar vóru reyðar, frammanundan hevði ikki verði vanligt at brúka litir

Page 9: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 9

1. oktober 2014 kemur nýggjur sáttmáli í gildi, sum gevur sjúklingum tilskot til tann-læknaviðgerð.

Sáttmálin leggur størri dent á fyribyrgjandi viðgerðir, við tað at øll undir 23 ár nú fáa fult tilskot til kan­ningar.

Hetta er framhald av tí

arbeiði at Tannlæknafela­gið hevur samrátt seg til at tey 16­17 ára gomlu nú eisini verða við í barnatan­nrøktina frá 1. januar 2015.

Tannlæknafelagið vísir á, at um tenninar eru í góðum standi á ungum árum, so halda tær seg væl betri tá ein eldist.

Hetta er eitt stórt stig móti betri tannheilsu.

Tannheilsan í Føroyum er betra nógv seinastu 10­15 árini og nýggi sáttmálin fyri børn, ung og vaksin vísir, at vit framhaldandi ynskja at tannheilsan skal betrast í enn størri mun.

Tannlæknafelagið

fegnast um samstarvið við Heilsutrygd og ynskir framhaldandi at samstar­vast fyri betri tannheilsu í Føroyum.

Týsdagin 30. sept.2014 fekk Óluva Klettskarð, for-kvinna í Trivnaðar-nevndini Eldri & Bústaðir, handað álit frá fakbólki um skipan av eldraøkinum í Norðoyggjum, nú kommunurnar í Norðoyggjum á nýggjárinum yvir-taka hetta máls-økið frá landinum.

Nú Føroya Løgting hevur samtykt, at kommunurnar skulu yvirtaka ábyrgd og umsiting av eldraøkinum pr. 1. januar 2015, hava kommunurnar í Norðoyg­gjum seinastu tíðina sam­skift um, hvussu sam­starvið innan eldraøkið í Norðoyggjum best verður skipað.

Niðurstøðan gjørdist, at allar kommunurnar í Norðoyggjum hava skipað seg í eitt javnbjóðis sam­starv, har tær í felag útinna hesa ábyrgd samsvarandi

lóggávuni. Samstarvið hevur fingið

navnið “Norðoya Bú­ og Heimatænasta”, stytt NBH, sum verður stjórnað av ei­num stýri við umboðum fyri allar kommunur. Kom­munurnar bera útreiðslur­nar av samstarvinum lut­falsliga eftir talinum av borgarum, sum eru 67 ár og eldri.

Sum ein liður í hesum fyrireikingum setti Klaks­víkar Býráð, eftir tilmæli frá Trivnaðar nevndini El­dri & Bústaðir, Súsonnu

Olsen sum verkætlanarle­iðara til – í samstarvi við viðkomandi partar – at lýsa eldraøkið í Norðoyggjum fíggjarliga, tørvsliga og bygnaðar liga og við støði í hesum at samskipa arbeiðið at gera eitt tilmæli um ski­pan av eldratænastuni í Norðoyggjum.

Víðari tók Trivnaðar­nevndin Eldri & Bústaðir stig til at seta ein fakli­gan fylgibólk at gera eitt tilmæli, sum kann verða byrjanin til arbeiði at evna til ein eldrapolitikk í

Norðoyggjum. Súsanna Ol­sen var samskipari og skri­vari hjá arbeiðsbólkinum.

Arbeiðsbólkurin fekkniðanfyri standandi arbeiðssetning:Sum longst í egnum heimi *Hvussu mælir fakligi fyl­gibólkurin til, at eldraøkið best verður skipað í tráð við yvirskipaða málið sambært galdandi lóggávu á øki­num? *Hvørjar tænastur og tilboð skulu verða bjóðað borgarunum? *Hvussu ski­pa vit eldratænasturnar ski­

labest? *Hvussu gagnnýta vit verandi tilfeingi best møguliga?

Arbeiðsbólkurin varð mannaður við hesum fól­kum: *Merry Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur, virkandi økisleiðari, *Els­ba Lützen, sjúkrarøktar­frøðingur, *Turið Zacharia­sen, sjúkrarøktarfrøðingur, *Hedevig Matras, fysio­terapeutur, *Malan Stein­hólm, ergoterapeutur, *Olanta Norðbú, heilsurøk­tari, *Annika Vilhelm, heilsuhjálpari, og *Súsanna

Olsen, verkætlanarleiðari

Álitið partur av víðari viðgerðini av málinumTýsdagin 30. september 2014 handaði Súsanna Ol­sen, vegna arbeiðsbólkin, álitið til Óluvu Klettskarð, forkvinnu í Trivnaðarnevn­dini Eldri & Bústaðir.

Í stuttari viðmerking sigur Óluva Klettskarð, at álitið nú verður lagt fyri Trivnaðarnevndina Eldri & Bústaðir til kunningar, og síðan verður tað latið stýrinum fyri Norðoya Bú­ og Heimatænastu, sum pr. 1. januar 2015 – vegna kommunurnar í Norðoyg­gjum – tekur við ábyrgd og umsiting av eldraøkinum í Norðoyggjum.

­ Tað er umráðandi, at allir fakbólkar verða hoyr­dir í tilgongdini, har eitt so stórt mál verður flutt til kommunurnar, og eg síg­gi fram til, at hetta álitið verður partur av víðari við­gerðini av málinum.

­ Stýrið fyri Norðoya Bú­ og Heimatænastu hevur lýst eftir leiðara fyri samstar­við, og í næstum fer stýrið at seta starvið, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn & Ung, sum eisini er limur í stýrinum fyri Norðoya Bú­ og Heimatænastu.

FA K BÓLKUR H A NDAÐ Á LIT UM SK IPA N AV ELDR A Ø K INUM Í NORÐOYGGJUM

TA NNL ÆK N A FEL AGIÐ OG FÍGGJA RM Á L A-R ÁÐIÐ GJ Ø RT N ÝGGJA N S ÁT TM Á L A

Page 10: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201410

sí www.treysti.fo

Ortopædiskur skómakari& bandagistur frá SHAVA

Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 KlaksvíkTlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • [email protected] • www.ks.fo

K L A K S V Í K A R S J Ú K R A H Ú S

Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10 – 12.

Seinasta freist at biðja um tíð, er týsdagin 28. okt. 2014.

SAHVA.

verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 4. og 5. november 2014

amr.fo amr.fo

Page 11: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 11

Fyri stuttum samtykti Klaksvíkar kommuna eitt uppskot um at gera eitt ung­dómsráð fyri yngru borga­rarnar í Klaksvík. Í hesum sambandi hava vit spurt Jóhann Lützen, býráðslim og formann fyri Trivnaðar­nevndina Børn og Ung, nærri um hetta.

Jóhan Lützen legði fram uppskot um at hava eitt ungdómsráð, og hetta varð einmælt samtykt í býráð­num. Jóhan fegnast um hetta, tí hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at tey ungu í Klaksvík sleppa framat. At skipa fyri einum ungdómsráði er ein góður møguleiki hjá teimum at vísa á, hvat tey vilja, og at

hoyra teirra hugsanir. Eitt ungdómsráð er eins og eitt vanligt býráð. 10 ungdó­mar fáa høvi at royna seg sum býráðspolitikarar í ein dag. Samstundis er hetta ein upplagdur møguleiki hjá ungum at læra um fól­

karæði, um Klaksvíkar kommunu og um, hvussu avgerðir verða tiknar.

10. desember 2014 er æt­lanin, at Ungdómsbýráðið skal setast. Val verður í fólkaskúlunum og í Ung­dómshúsinum, ið skulu

velja tíggju næmingar úr framhaldsdeildini. Ung­dómsráðið skal síðan avge­ra, hvørji mál tey eru áhug­að í at viðgera.

Dagurin byrjar við, at tey ungu verða kunnað um nevndar­ og býráðsarbeiðið

í býráðshøllini. Tey skipa seg so í tvær nevndir, og málini fara í nevndir. Nevn­darviðgerð fer fram fyrra­partin, og seinnapartin er býráðsfundur. Á nevndar­fundinum verða nevndirnar skipaðar við formanni og

næstformanni, og tey ungu viðgera síðani málini, ið eru á skrá, og gera síðan til­mæli til býráðið. Á sjálvum býráðsfundinum seinna­partin verða framløgur av skrá og viðmerkingar til skránna, og hetta skal bor­garstjórin taka sær av. Eftir hetta eru framløga, orða­skifti og atkvøða um tey einstøku málini. Tá liðugt er at atkvøða, fáa býráðspo­litikararnir uppskotini, og er tað tá teirra uppgáva at seta tingini í verk, er møgu­leiki fyri tí.

Brynja, Katrin og Steinvør

Eitt tað besta við at fylla átjan var at fáa koyrikort. Síðani eg var fimtan, havi eg droymt um at sleppa at “sleisa”. Tað ringasta, eg visti, var at ganga forbí rønkuna og síggja øll tey “vaksnu” sita í bilunum og floyta og rópa. Eg var eitt sindur flov og ikki sørt øvundsjúk. Hetta var ein orsøk til, at eg vildi hava koyrikort – ongantíð ov skjótt.

Tað er leygarkvøld og klokkan er akkurát farin av tíggju. Eg koyri í rund­koyringini og blinki út á posthúsinum. Eg møti ikki nógvum bilum, onkur hen­dinga er til gongu. Rønkan er mest sum tóm, men eg veit, at um stutta tíð, eru

øll parkeringsplássini tikin. Eg koyri úteftir, nøkur fólk standa uttanfyri Pizza 67, eg heilsi og koyri víðari. Steðgi uttanfyri Kiosk Vár, fari at keypa mær okkurt leskiligt. Eg fari aftur ein biltúr, koyri út á Bumsha­mar, niðan undir Brúnna, niðan á Borðoyavík og síðani út á Oyrar at venda.

Áðrenn eg veit av, er klokkan blivin ellivu. Eg koyri inn í rønkuna og hopi, at onkur er komin. Jú, har eru komnir fleiri bilar. Eg parkeri við síðuna av onkrum, sum eg kenni, og tey hoppa upp í mín bil. So er tað ordiliga leygarkvøld, rønkan fyllist, og vit eru í góðum lag. Vit sita í fleiri tímar og práta og flenna og

hava tað stuttligt. Hví eitur hetta rønkan,

spyrt tú sikkurt. Jú, tað skal eg siga tær. Í eini rønku verður ein persónur gjøg­numlýstur, og tað er júst

tað, sum hendir, tá vit sita her í bilinum. Hvørt eina­sta menniskja, sum gongur framvið, verður hugt at og viðgjørt. Hvør er hasin, hevur hann damu? Hygg

handan gentan har, er hon ikki fitnað? Oh my hasin er lekkur. Soleiðis gongur prátið, vit hugna okkum, fjasa, og við eitt er klokkan so nógv, at tíð er at fara til

hús. Í morgin er aftur ein dagur – sunnudagur, og tá er rønkan eisini opin.

Rakul

R Ø NK AN

POLITIK ARI Í EIN DAG

Fjarnám er ein fjarlestrardepil, ið heldur til í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro saman við Íverksetarahúsinum.

Á Fjarnám hevur tú møgu­leika at fáa vegleiðing til

lestur, og tú kanst sita inni í hugnaligum hølum sjálv/­ur ella saman við øðrum í lesi­bólki. Tænastan er ókeypis fyri øll í Klaksvíkar kom­munu. Fjarnám er til tín, sum vilt lesa í tínum egna býi, men ikki tímir ella he­vur møguleika at fara av landinum ella til Havnar.

Sølvi Símunarson sten­dur á odda fyri hesum, og hann hjálpir tær at fin­

na tína útbúgving og við øðrum, ið hevur við lestur at gera.

Ert tú lesandi og tørvar tær eitt stað at sita og ar­beiða, so fært tú lykil, og tú fært pláss og frið til at gera skúlating og annað, tá tú hevur hug.

Rakul

FJARNÁM

Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

Page 12: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201412

Atlantisliggur mitt í býðnum. Nú er tað nokk mest kent sum biografur og men-tunarhús. Fyrr var eisini sjónleikur har. Nú verur húsið mest brúkt til biograf sýningar. Til tíðir eru konsertir og fyrilestrar har eisni. Bæði salur og foierur eru sera snotuslig hølið og gera at man følir seg eyka væl til pass tá ið man er har.

Caféin í FkVit vóru eisini framvið í Fk-handlinum, sum eisini hevur ein hugnaligan café krók. Her er møguligt at keypa kaffi og aðrar heitar drykkir, umframt bakarívørur, sum eru forbakaðar og verða innfluttar. Eisini fær man sandwich, pylsur ella hotdogs. Caféin hevur eina hugnaliga útsigt yvir bátabrúgvarnar og út á vágna. Hølið sjálvt er ljóst, og um jólini plagar tað at vera pyntað, so tað gerst enn hugnaligari at sita har. Cafein í fk hevur serliga nógv at gera, tá ferðamannaskip eru og vitja. Eisini eru nógv fólk á gátt, tá Summarfestivalurin er, og tá Norðoyastevna og Sjóðmannadagarnir eru. Her vitja allir aldursbólkar.

KlingranVit komu inn í Klingruna tíðliga um mor-gun at vita, hvat Jórun hevði at fortelja okkum um Klingruna. Sjálvar halda vit, at hølið er sera snøgt og væl uppsett. Møblarnir eru nýggir og rigga bara heilt væl til handilin. Bakaríið sjálvt opnaði í 2004, men handilin, sum verður nevndur “Klingran”, opnaði í 2006. Sigast kann, at tað eru allir aldursbólkar, ið vitja har uppi: lesandi, barnagarðar, bindiklubbar, frem-mand o.s.fr. Klingran hevur hvønn dag morgunmat og døgurðamat, og fríggja-dag er buffé. Tað er eisini nógv at gera, tá ið ferðamannaskip vitja í Klaksvík.Eisini hevur Klingran havt onkur tiltøk, so sum livandi tónleik og tiltøk til vælgeran-di endamál. Og nú herfyri var ein kaku-kapping.

MaverickMaverick er ein sjarmerandi og hugnalig barr, ella pub, sum onkur vil kalla tað. Hon lig-gur mitt í Klaksvík, beint við Kí-vøllin. Barrin hevur ein sokallaðan cowboystíl. Sjálv bar-rin er í niðaru hæddini, og har er møguleiki at hyggja eftir fótbóltsdystum og at spæla Gekk, tá hann er. Á ovaru hæddini eru borð og beinkir og ein stórskýggi, har møguleiki er at singja karoke. Livetónleikur er eisini til tíðir á ovaru hæddini og sigast kann, at har er mangan skeg og hugnaligt at sita. Maverick hevur opið frá 18:00 til 00:00 mitt í viku og frá 18:00 til 04:00 fríggja- og leygardag. Og hava opið frá kl 13:00 til upphiting, tá dystur er á vøllinum.

Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiði

2.pKlaksvíkar HF-skeið

SpaniastovaÚti í Klaksvíksgarðinum standa tey, stór og prýðilig hús, tey el-stu í býnum og bygt í einahan-dilstíðini í 1838. Ein hugnaligur handil selur bøkur, fløgur o.a. Ein annar partur er fornminnis-savn. Og so er tað Spaniastova, har alt møguligt hendir. Kon-sertir, sjónleikir og fyrilestrar og eisini veitslur, føðingardagar og aðrir hátíðardagar vera hildnir her. Útvarpssendingar sendar, og enntá Mentanarvirðisløn- og heiðursgáva landsins hevur verið handað her. Tær mongu framúr dygdargóðu konsertirnar í helst hugnali-gastu hølunum í landinum er nakað heilt serligt. Fólk frá nær og fjar vitja, og tey ungu teljast alsamt fleiri í millum áhoyrarar-nar. Har er fjálgt og gott at vera, og man hevur enntá hug at siga, at man fer eitt sindur aftur í tíðina, tá ið man er inni har, tí at húsini og hølið eru so gomul og so hugnalig.

1.

2. 3.

5.4.

Dávavirkið -har tónleikarar møtastDávavirkið hevur átta rúm, har tónleikarar kunnu leiga seg inn. Hølini hava gott ljóð og eru sera praktisk, eisini hava tónleikaskúlin og kvøldskúlar un-dirvísing har. Man hevur møguleika til at leiga sær ein lykil til eitt hølið og atgongd til eitt skáp at goyma sína útgerð í. Fleiri leiga sama rúm, og tískild skrivar tú teg á eitt skema. Inni í teimum størri rúmunum eru ymsik ljóðfø-ri, so tónleikarin noyðist ikki at taka alt við. Ein góður og týdningamikil vinnu- og mentunarbygningur fyri ungar, sum eldri tónleikarar. ’’Sera væl umtøkt’’ og ’’framúr umstøður’’ eru orð, ið lýsa Dávavirkið í Klaskvík.Um meir upplýsing ynskist, kunnu tit ringa á 285880 ella vitja heimasíðuna á www.davavirkid.com.

Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

10.

Page 13: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 13

Jacqson Hetta er tað nýggja staðið í Klaksvíkini. Tað er ein hugnalig café/barr. Tað liggur miðskeiðis í býnum. Tey servera ymiskt til matna, so sum Jacqson Burgara, panini og annað gott. Eisini servera tey heitar og kaldar drykkir. Í vikuskiftinum er livetónle-ikur, tá vitja nógv ung fólk, men eisini fólk í øllum aldri. Sigast kann um hølið, at tað er sera snotuligt og spesielt. Ein blandingur av gomlum og nýggjum, við øðrum orðum eitt listaverk!

CarthagesteakCarthage er ein nýggj matstova í Klaksvík, sum júst hevur latið upp úti á Stoksoyravegi 5. Vit koma inn í eitt sera hugnaligt og lítið hølið við dekkaðum borðum, hvítum dúkum og við sera góðari service. Her fáast góðir búffar, eins og pitsa. Maturin er sera góður, og eisini er møguligt at keypa okkurt drekkandi. Til ber eisini at fáa mat við út av húsinum, og vit frætta, at nógv ung keypa tær vælumtóktu pitsurnar her!Sjálvt um hettar er eitt nýtt konsept her í Klaksvík, so er matstovan longu væl vitjað.

FríðaAt koma inn á gólvið hja Fríðu er ein søga í sær sjálvum. At síggja at stólar eru gjørdir úr føroyskun bundnum mynstri og ull, borðprýði úr nattúruni og ikki at siga serliga tey mongu kaffe- og tesløgini saman við fjølbroyttu matskránni er eitt upplivilsi. Sera nakað serligt í Klaksvík er møguleiki at sita úti á terassuni og njóta útsýnið yvir vágna.Navnið “Fríða” kemst av Royndini Fríu, ið var bá-turin hjá Nólsoyar Páll, og heim og neyst hansara lá eisini í grannalagnum. Haðani stavar søgan og stílurin hjá Fríðu frá.“Fríða” hevur sett í starv ungt og smílandi starvs-fólk, og tað verur gingið høgt uppí, at toymið er so gott sum møguligt, og at starvsfólki livur upp til konseptið. Her fæst góður og øðrvísi matur, altíð nýgjørdur, bæði køkur og lættari máltíðir.

RoykstovanRoykstovan er meiri ein barr enn ein matstova, men tó er eisini møguleiki at keypa ymiskt til matna. Hon er kend í Klaksvík, elsta skeinkistaðið, og hon livir væl upp til sítt image sum barr. Her koma bæði ung og eldri á gátt hvønn dag. Hvørt hóskvøld frá kl. 21-22 er ringling, og tá eru tað nógv ung, ið hyggja inn.Hvørt fríggjakvøld er tað væl umtókta pubquiz, sum er vorðið rættiliga populert. Leygarkvøld hava tey ofta livandi tónleik á skránni. Roykstovan er eisini ógvuliga kend fyri at vísa allar fótbóltdystirnar, ið eru, og tá eru tað mong fótbóltsáhugað og hyggja.

Vit fimm settu okkum fyri at hyggja inn í so nógv støð, sum stundir vórðu til henda seinnapart. Eitt prát við fólkið handan diskin ella eigaran, og hesar upplivingar fingu vit aftur við okkum.Jórun, Sylvia, Eliana, Erla og Marianna

Runt Klaksvík við næmingum á Klaksvíkar HF-skeiði

BussarnirBussarnir er tað nýggjasta konseptið í Klaksvík, og bussarnir hava nú koyrt í ein góðan mánað. Teir verða sera nógv brúktir, og bussarnir eru næstan fullir hvønn túr, serliga um morgnarnar, tá skúlabørnini skulu í skúla. Og eisini seinni út á dagin, tá ymisk tiltøk eru í býnum. Annars er tað eisini tann eldri aldursbólkurin, ið koyrir við bussunum. Tað er sera stuttligt at síggja, at fólk samlast við bussstøðini, eins og í útlondum.

6.

7. 8. 9.

1.

2.

3.4.

5.

6.

7.

8.

9.

Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

10.

Page 14: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201414

”Okkara upp-gáva er at fylla karmarnar við tiltøkum fyri tey ungu.”

Vit gjørdu m.a. samrøðu við Jógvan Andreas Jo­ensen, leiðara í Húsinum. Hann hevur verið leiðari síðani Oktober 2010 og starvaðist áður sum ung­dómsráðgevi í Noregi.

Húsið er í trimum hæd­dum, høvuðsparturin av ak­tivitetunum er á stovuhæd­dini, har tað kunnu vera upp í 80 ung til konsertir og tílíkt. Ítrivsrúm eru á miðhæddini, sum t.d. málirúm, fifarúm og studio. Loftið er ikki innrættað enn, men ynskiligt er at fáa pláss innrættað til billiard borð og borðtennis. Sole­iðis at man í framtíðini fær rúmað enn fleiri ungum.

Hvat er endamálið við Húsinum, og hvat gera tit fyri at røkka endamáli-

num?Húsið er fyri børnum og ungum í aldrinum 10 til 18 ár. Tað opnar hvønn dag kl. 14.30 fyri børnum úr triðja til sjeynda flokk, og síðani koma tey eldru, frá sjeynda flokki til 18 ára aldur, klok­kan 19.30 til 22.30. Í viku­skiftunum er tó longri opið, fríggjadag til klokkan 00 og leygardag til klokkan 01.

Kommunan hevur sam­tykt at upprætta eitt ung­dómsbýráð, har tvey um­boð verða vald úr Húsinum og átta frá skúlunum (Zi­skatrøð og Ósaskúlanum). Hetta kann verða eitt talu­rør fyri tey ungu. Nógv at teinum vita ikki, hvussu fólkaræðið í Føroyum fun­gerar. Ungdómsbýráðið kann vera við til at læra tey ungu um fólkaræði og po­litikk.

Síggja tit ein vøkstur í, hvussu nógv nýta Húsið ?Húsið læt fyrstu ferð upp í 2006, og hevur verið støðugt vitjað síðani. Hú­sið roynir at røkka teimum ungu, sum ikki nýta ágóðan av teimum ítrivum, frítíðar­feløgini í kommununi bjóða. Eisini er Húsið ein trygd hjá foreldrum, at børn teirra eru savnað á einum

stað eftir skúlatíð, ístaðin fyri at ganga og mala í bý­num. Nøkur ganga dagliga her, onnur koma, tá ið kon­sertir og onnur tiltøk eru.

Vit leggja væl til merkis, um er ein stórur føðingar­dagur er, tí tá eru ikki nógv ung, ið møta tann dagin, og hetta er tekin um gott

samanhald.

Hvørji tiltøk hava tit at bjóða teimum ungu?Okkara uppgáva er at fyl­la karmarnar við tiltøkum fyri tey ungu. Ymiskt er, hvørjum tey hava áhuga fyri, og hvørjum tørvur er á, og tað mugu vit eisini fy­

rihalda okkum til. Møgule­iki er fyri at læra at binda, tekna, mála, perla, smíða og ymiskt annað hondar­beiði. Eisini hevur Húsið egna kiosk, har tey ungu kunnu keypa sær okkurt søtt. Tó kundi verið ynski­ligt at møguleiki var fyri at bjóða børnunum eina lætta millummáltíð.

Tey eldru ynskja í stóran mun bert at hava frið, njóta samveruna við hvønn an­nan, spæla fifa, hyggja at filmi og práta. Tey ynskja eisini, at ymiskt annað skal henda. Tey skipa fyri kon­sertum áleið annan hvønn mánað, og tá ið pengar og umstøður eru til tess, verður skipað fyri ymis­kum tiltøkum. T.d. vitja­nir til onnur ungdómshús í Føroyum og fótbóltsdystir. Um áhugi er fyri tí, verður skipað fyri pyjamasparty fyri gentum ella telducafé

fyri dreingjum, har tey bíleggja pitsa og yvirnátta í Húsinum. Foreldur stuðla við køkum, bollum o.ø. Hetta gevur starvsfólkum og foreldrum møguleika fyri góðum samstarvi.

Hvussu nógv fólk starvast í húsinum?Her starvast fýra fólk dag­liga, og eitt vaskifólk. Tvey arbeiða 25 tímar um vikuna og tvey 30 tímar um viku­na. Vit hava lagt okkum eftir at hava tvey starvsfólk, sum eru konufólk, og hetta hevur gjørt tað, at talið av gentum, ið vitja Húsið, er økt. Stórur dentur verður lagdur á, at starvsfólkið he­vur ymiskar førleikar.

Vit høvdu eina sam-røðu við tveir 16 ára gamlir dreingir, Samuel Gunnar-stein og BjørnThomassen, ið javnan ganga í Húsinum.

Teir spæla við einum bólki, ið kallast TNT, eisini nevn­dur Húsbólkurin. Teimum dáma sera væl at halda til í Húsinum, eru har næstan hvønn dag, har teir spæla Fifa og hyggja at fótból­ti, spæla tónleik, baka hvønn hósdag, og annað sosialt virksemi. Teimum dáma serliga væl tað góða

samanhaldi, ið er har. Teir siga, at um nýggj ung, ið ikki ganga har dagliga, koma á gátt, so gongur ikki long tíð, áðrenn tey eru komin at kenna øll. Soleiðis kann ein siga, at tað sosiala er í hásæti, øll kenna seg vælkomnan. Leygarkvøld er filmkvøld, her sleppa tey ungu at velja

ein film, ið tey hava hug at síggja. Her er max hugni saman. Teir báðir kundu gott hugsað sær at arbeitt har eftir loknan lestur.

”HÚSIД EIT T TILBOÐ TIL TE Y UNGUHúsið er komunalt fíggjað við eina árliga játtan uppá 1,5 mió krónur, har ein stórur partur fer til lønir og fastar útreiðslur.Baking er hvørt hóskvøld, eisini eru ymisk onnur tiltøk so sum filosoficafé og kognitiv menning.

” TA Ð SOSI A L A ER Í H ÁSÆ TI”

Skriva: Eileen, Fanný G., Fanný S og Marta Maria

Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

Page 15: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 15

Jákup Eysturdal er 17 ára gamal. Hann elskar alt tað, ið hevur við náttúruna at gera. Áhugan fyri at liva tætt við náttúruni kann hann takka pápa og abba sínum, ið so dúgliga hava tikið og hildið honum til frá barni av.

Hóast sín unga aldur hevur Jákup roynt mangt og hvat. Sín fyrsta túr gjørdi hann við Ågot í páskaferiu­ni, tá ið hann gekk í 8. flokki. Eftir lokið 9 floksprógv fór hann somu summarferiu til skips við Safir. Tá summarferian var av, fór hann á Sjóvinnuskúla í 7 mánaðir. Nú roynir Jákup at fáa sær siglingstíð, so hann ein dag kann gerast skipari og seinni skipsførari. Hann hevur roynt við línu, gørnum og troli.

Saman við abba sínum hann veðrar og seyð, og teir eiga bæði gæs og dunnur. Sjálvur passar hann kríatúrini , tá hann er heima. Tá ið vit ringdu til hansara at gera sam­røðuna, skuldi hann dagin eftir í feitilendi Herjaskorð eftir veðrum. Hann gleddi seg ómetaliga nóg til at síggja veðrin hjá sær aftur. Jákup elskar at hanga í leysari luft í bjør­gunum, tá egg skulu takst. At fleyga

fugl dámar honum sera væl eisini.Á floti dámar honum eisini væl.

Hann hevur nevniliga keypt sær ein gamlan skrokk frá 1979 –ein ” Kaldbaksbát”. Abbin hevur hjálpt honum at sett nýggjan motor í, og teir hava eisini gjørt eitt nýtt hús og so at siga skift alt út. So nú kann Jákup, altíð tá hann hevur tíð, loysa frá landi, og fara út á fjørðin at fáa sær eitt kók, ella at fleyga havhest um tað skal vera.

Umframt sjómanslívið og nát­túruna hevur Jákup áhuga fyri før­oyskum dansi. Ítróttur hevur ikki hansara áhuga longur, tó hann svam sum yngri. Hann byrjaði sum 3 ára gamal í Ægir, og hann vann eisini nakrar medaljur, men tá hann var 12 ár gavst hann. Í løtuni er Jákup við Svartafossi, teir rigga trolið nú til at fara eftir botnfiski ein av ko­mandi døgum

Jákup gongur ikki nógv í býnum, tað sigur honum ikki stórvegis. Hann heldur ikki, at tað er nógv lív í Klaksvík um kvøldarnar, tað hevur teldan skyldina í, sigur hann.

Páll Andrasson Klettskarð er 24 ára gamal, føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur búð í Ha-raldssundi, Tórshavn og í Keyp-mannahavn.Páll er ein av Føroya bestu fót-bóltsspælarum. Eftir loknan fól-kaskúla flutti Páll til Danmarkar, har hann búði frá 2007-2010. Hann fór niður saman við tveimum øðrum í sama aldri at spæla við einum donskum felag, sum klaks-víkingurin, Todi Jónsson, stóð á odda fyri úti á Amager. Páll tók samstundis miðnámsútbúgving á Ørestad. Í hesum sambandi spur-du vit hann, hví hann flutti heim aftur, og segði hann: at hann kom í ta óhepnu støðu, at felagið, hann leikti fyri, fór á húsagang, og flutti hann tí heim aftur til Føroyar. Páll hevur ymisk fríðtíðarítriv, so sum tónleik, har hann spælir cor-nett við Klaksvíkar hornorkestri. Honum dámar eisini væl at ferðast og vera saman við vinfólki, men serliga er tað fótbólturin, sum fer

við nógvari tíð í gerandisdegnum og í vikuskiftunum. Men nú tað stundar móti heysti, so dámar honum væl at fara á fjall, fletta og takast við seyð. Páll er í løtuni í læru sum timburmaður, har hann arbeiðir hjá Kanjon í Klaksvík. Um býarlívið í Klaksvík, sigur Páll, at hann heldur at tað er fínt, sum tað er nú, og serliga tað, at tað koma fleiri nýggj støð, sole-iðis at ein hevur fleiri møguleikar at velja ímillum. Hóast hann hevur livað í stórbýnum í Keypmanna-havn tey góðu ungdómsárini frá 17 til 20 ára aldur, so heldur hann, at sum nú er, er nóg mikið at fara til í Klaksvík. Men sum virkin ítrót-tarmaður ber ikki til at ganga í bý-num, tí ítróttin krevur, tú ert opti-malt fyri.

Næmingar frá Klaksvíkar HF skeiði skriva:

Bóltsnillingurin

Páll Andrasson Klettskarð Jákup Eysturdal

Hergerð, Joan, Lydia og Óluva

& fiskiklógvin

Í samband við at HF næmingar í Klaksvík fara á námsferð til New York, hava tey skrivað nakrar greinar til Norðlýsið, ið snúgva seg um ungdómslív í Klaksvík.

Page 16: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201416

Tað verður talan um san-nan ’’gysara’’ í Klaksvík leygar-dagin, tá KÍ og HB bresta saman í 1.de-ild hjá mon-num. Taparin flytur niður.

Jákup Ósá

KÍ hevur seinastu trý árini havt lið í bestu og næst­bestu deildini. Í ár hevur liðið havt tað sera trupult og í fyrru hálvu gekk illa at fáa stig. Eftir 13 umfør hevði liðið bara 7 stig. Ef­tir 18 umfør hevði liðið 12 stig. Men síðani er vend ko­min í og seinastu 8 dystir­nir hava givið 14 stig. Tær báðar seinastu vikurnar he­vur liðið spælt sannførandi móti bestu liðunum hjá FC Suðuroy og 07Vestur, har KÍ fekk 4 stig og kanska út­frá leikgongdini skuldi havt

fingið øll 6 stigini.

Taparin flytur niðurLeygardagin kemur HB á vitjan í Klaksvík og teirra gongd í ár minnir nógv um hana hjá KÍ. HB hevði tað sera trupult alla fyrru hálvu og liðið hevur fyri tað me­sta ligið undir strikuni. Sei­nastu tíðina hevur gingið væl og nú er HB nummar

8. Munurin niður til KÍ er bara 3 stig og tá KÍ hevur betri málmun, so verður alt avgjørt leygardagin. Tapa­rin av dystinum flytur niður í triðbestu deildina, meðan HB klárar seg við javnleiki.

Ungar manningarBæði KÍ og HB hava un­gar manningar í 1.deild. Tað ræður fyrst og fremst

um at menna leikarar. Hjá HB var tað seinasta dyst 7 av teimum fyrstu 11 leika­rar, sum hava aldur til at spæla við U18. Hjá KÍ lig­gur miðalaldurin á umleið 19,5 ár. Tað skal eisini ha­vast í huga, at leikarar sum eru føddir í 1993 ella sein­ni hava loyvið at spæla við bæði Effodeildini og 1.de­ild sama vikuskiftið. Tað

merkir, at hjá HB hava le­ikarar sum Tróndur Jensen og René S. Joensen spælt við 1.deild seinastu tíðina, meðan Tórur Justesen he­vur spælt nakrar dystir við KÍ, har aðrir ’’royndir’’ le­ikarar sum Gunnar Christi­ansen og Oddmar Marsten eisini hava spælt seinastu dystirnar. Tó kunnu skaðar og leikbann á besta liðnum

hjá báðum fáa ávirkan á, hvussu manningarnar vera leygardagin.

Avgerandi dysturin í Klaks­vík byrjar leygardagin kl. 15.00.

1.DEILD: AVGERÐIN FELLIR LEYGARDAGIN

Page 17: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 17

Leygarkvøldið spælir Team Klaksvík á heimavølli fyri fyrstu ferð hetta kapp-ingarárið.

Jákup Ósá

Seinasta sunnudag byrjaði landskappingin í hondból­ti. Team Klaksvík spældi í Havn móti kanska størsta FM favorittunum Kyndil. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men í seinna hálv­leiki bleiv klassamunur og tí vann Kyndil stórt. Enda­liga úrslitið gjørdist 32­18 til Kyndil. Hjá Team Klaks­vík var Bogdan Florea top­pskjútti við 6 málum. Hinir málskjúttarnir hjá Team Klaksvík: Andrias Ellings­gaard (3), Dusko Petru­sic(3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Suni Johannesen (1), Jens Pauli Mohr (1), Leivur Petersen (1) og Sámal á T. Olsen (1).

Meistararnir á vitjanMen at Team Klaksvík vil vaska hetta tapið av sær er lítil ivi um. Og gjøgnum søguna hjá Team Klaksvík hevur tað sum oftast verið á heimavølli, at tey bestu úrslitini eru komin. Føroya­meistararnir úr KÍF koma á vitjan leygarkvøldið, og tað er einasta liðið, sum Team Klaksvík í síni søgu on­gantíð hevur vunnið ímóti í bestu deildini. KÍF verður ikki mett at hava heilt somu styrki sum í fjør, men er eitt av liðunum, sum væntast at

stríðast um finalu plássini. Sostatt verður spennandi at síggja, hvat Team Klaks­vík kann gera móti KÍF í Klaksvíkar Badmintonhøll leygarkvøldið. Dysturin byrjar kl. 18.00.

TE AM KL AKSVÍK SPÆLIR F YRSTA HEIMADYSTIN

Page 18: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201418

K L A KSV ÍK VA R IK K I F Y RI OK KUMTann 9. februar 2013 lat altjóða fyritøkan Vodafone upp deild úti í Víkunum, men nú einans hálvtannað ár seinri hevur leiðslan hála ”telefonstikkið” úr veggi­num, deildarleiðarin farin úr starvi og handilin stong­dur.

­ Tað vísti seg ikki verða gagnligt fyri okkum at hava deild í Klaksvík og hóast fleiri royndir seldu vit ikki meira enn um vit onga deild høvdu havt, og tí hava vit stongt handilin meðan vit umhugsað hvat rættast er at gera. Vit hava samstarva við Elding so fólk kann fara har fyri at fáa okkara vørur, men vit fara ikki at lata upp handil aftur, sigur Gudny Langaard stjóri í Vodafone.

7. apríl 2014 andaðist mamma 83 ára gomul. Lívið broyttist og verður ongantíð tað sama aftur.

Mamma var av tí slagnum, sum setti alt til síðis at passa húsið, mann og børn, og saman við babba megnaðu tey at geva okkum fýra systkjunum Gerhard, Elfin, mær og Eileen ein tryggan og góðan uppvøkstur, sum eg meti sera høgt. Hóast hon elskaði okkum øll fýra sera høgt, so var hon serliga eym um yngsta bar­nið Eileen, sum er menningartarnað. Hon búði leingi heima, men fyri kortum flutti hon í sambýli at búgva. Hóast tað var sera ringt hjá mammu at lata hana fara, so var hon ómetaliga takksom fyri, at Eileen trívist so sera væl, har hon nú býr.

Umframt fýra børn, so untist tað mammu at fáa 10 ommubørn og 10 langommubørn. Henni dámdi so sera væl, tá tey komu inn á gólvið.

Mamma var ættað úr Árnafirði men flutti haðani, tá hon var á 5 ára aldri. Longu tá misti hon mammu sína, Gertrud, sum hevði verið sjúk av tublerkum. Het­ta setti sjálvandi síni spor. Abbi, Ísak Justinussen, var sjómaður og noyddist at fáa onnur at hjálpa sær við børnunum.

Mamma kom í húsið hjá abba sínum Jóhannes Mat­ras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at

búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsu­num á Stongunum, og tey tóku mammu við sær og fo­straðu hana upp saman við teimum trimum børnunum, tey seinni fingu. Mamma kom at hava tað sera gott hjá Marit og Reinhold. Hon kallaði tey bæði fyri mamma og babba, meðan hon kallaði Ísak fyri pápi.

Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær.

Í 1950 giftist mamma við babba, Jógvani Trónd­heim, sum var ættaður úr Leirvík, men vaks upp á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Tey vuksu upp í sama grannalag og vóru ung, tá tey komu at kennast. Tey fingu eitt langt og gott hjúna­lag, og man tað verða fáum unt at hava verið so nógv saman gjøgnum lívið, sum tey bæði hava verið. Tá tey giftust, gavst mamma at arbeiða, og um sama mundið fekk babba sær prentsmiðju í kjallaranum í heimi ok­kara, so hjá okkum børnum var altíð lætt at finna tey bæði.

Tað kemur mær fyri, at hóast mamma ikki tosaði so nógv um, at hon tíðliga misti mammu sína, so vildi hon ikki, at hennara børn skuldu sakna mammu sína. Hon legði alla orku í at vera um okkum. Tá vit komu heim úr skúla um trý tíðina, so var altíð drekkamuður klárur við heimabakaðum bollum ella onkrum øðrum góðum. Ikki so sjáldan hevði hon bakað pannukakur, og tað dámdi okkum sjálvandi so sera væl.

Mamma og babba komu at hava sítt andaliga heim í Samkomuni í Betesda í Klaksvík. Tey hava bæði tvey lagt orku í at vísa trúfesti í samkomuni og tóku okkum systkini við sær.

Mammu dámdi altíð væl at vera saman við fólki og fylgdi so sera væl við í, hvat fyrifórst rundanum hana. Hon visti um hvørt skip, ið kom til bygdina, og hvussu bátarnir fiskaðu. Hon fylgdi væl við í ítrótti. Ikki so sjáldan tá mann kom á gátt, so vóru fleiri lurtitól frá

við hvør sínari sendirás. Henni dámdi væl at práta og visti altíð okkurt at práta um. Seinastu árini hevur hon ikki verið nógv úti, men hon ernaðist upp, tá fólk kom á gátt.

Mann kann ikki siga, at mamma fekk eina langa sjúkralegu, men seinastu mánaðirnar viknaði hon mei­ra og meira. Hóast hon orkaði ógvuliga lítið, so gavst hon tó ikki at liva og fylgdi framvegis væl við og hevði ætlanir um mangt og hvat. Í summar gleddi hon seg til at fara í brúdleyp hjá tveimum av ommubørnunum, men tað upplivdi hon tíverri ikki.

Mánadagin 7. apríl andaðist mamma heima í síni egnu stovu, meðan babba sat við hennara lið. Hóast hetta kom óvart á okkum, so haldi eg, at um hon sjálv skuldi avgjørt, hvussu hon skuldi fara, so var tað ak­kurát soleiðis, tað skuldi vera.

Hóast babba enn er í húsinum á Stongunum, so er tað ikki tað sama at koma inn á gólvið nú, sum tá mamma livdi. Tað er so friðarligt og tómligt.

Góði babba, eg veit, at tú saknar mammu ómetaligt, men sum tú hevur sagt fleiri ferðir, at hóast tit hava havt eitt langt og gott hjúnalag, so mátti tað einaferð enda, og tað gjørdi tað nú eftir 63 ár. Eins væl og mam­ma hevur verið tær góð kona, so hevur tú verið henni ein sera góður maður, og eg veit, at tú hóast alt ert glaður um, at tað var tú, sum bleiv einsamallur, og ikki hon.

Eg kann heilsa tær við Es. 46, 4: “Líka til elliár tyk­kara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum”.

Við hesum fáu orðum vil eg vísa mítt takksemi fyri, hvat mamma mín hevur verið fyri meg, fyri okkum systkini og okkara kæru.

Ærað verið minnið um mína elskaðu mammu.

Maria

MINNING ARORÐMÁSA TRÓNDHEIM

Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi

3 oktHugnaløta í Christianskirkjuni kl.15.00

Hilda Viderø hugleiðir um Liberia

5 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Lisbeth Solmunde Mi-

chelsen Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónina

Árnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.Haraldssund kl.12.15 Hanus á Gørðum

12.oktChristianskirkjan kl.11.00 Konfirmatión Hanus á

Gørðum

16 oktFyrilestur í kirkjukjallarnum har Mary á Argjaboða

hevur fyrilestur um evni ”Samskifti í hjúnalaga-num

19 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.

Page 19: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 19

Kl. 19 týsdagin7. oktober í Skúlanum við Ósánna, fer fyrr-verandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurminningar – heilar 400 síður við nógv-um áhugaver-dum og livandi frásøgnum og myndum.

“Eg fór í NEMA og keypti eitt tól til at taka upp við, men í mínari verð riggaði tað ikki. Spolaði fram og spolaði aftur og annað – nei, tað gekk ikki. So lá leiðin í bókahandilin har eg keypti tvey tey fyrstu skri­viheftini, 90 síður hvørt, gott og tjúkt pappír, og tve­

ir góðar Parker­kúlupennar. So at skriva við mínum veika skriftmáli – skeivt og ófullfíggjað…..” skrivar Levi Joensen sum fyrrapar­

tin kom inn á redaktiónina við bókini sum telur 400 blaðsíður og sum Leirkeri hevur endaliga rættlisið, skipað bókina, gjørt navna­

skrá og greitt hana til pren­tingar.

Kl. 19:00 týsdagin 7. okto­ber í Skúlanum við Ósán­

na, fer fyrrverandi skiparin og trúboðin, Levi Joensen, at leggja fram endurmin­ningarnar og til høvi fer bólkurin VITIN at syngja.

LE V I JOENSEN GE V UR ÚT ENDURMINNING A R:LÍV MÍT T Á SJÓGVI OG L ANDI

AF TURL JÓÐ EF TIR HEÐIN K LEINÚrvaldar yrkingar 1969-2014

Afturljóðer eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væ­mingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum. Afturljóð vísir, at tað bæði er ein saman­hangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta sav­

nið.Heðin Klein: Afturljóð.

Bárður Jákupsson gjørdi

permuna. Mentunargrun­nur Studentafelagsins, 182 bls. kr. 198

EDWA RD F UGL Ø & NIL S OHR TÍ LISTAS AV N FØ ROYATvey mikukvøld í okto­ber verður samrøða mil­lum Edward Fuglø og Nils Ohrt um tey bíbil­sku relieffini, sum lista­maðurin hevur gjørt til Christianskirkjuna.

Mikukvøldið 1. okto­ber 2014 kl. 19.30verður greitt frá teimum fyrstu fimm relieffunum, frá ”Boðanini” til ”Jesu dóp”.

29. oktober verður greitt frá hinum fimm relieffunum, frá ”Jesus mettar 5000” til ”Him­malsferðina”.

Ókeypis atgongd.

Listasavn Føroya

Page 20: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201420

Page 21: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 21

Landsstýris-maðurin í heilsu-málaráðnum hevur í fíggjar-lógaruppskoti-num fyri 2015 sett pening av til at seta í verk mammografi-screening.

Ráðgevandi krabbameins­stýrisbólkurin ger tilmæli um hvussu tilboðið verður skipað.

Nú verður farið undir at fyrireika eitt landsfevnan­di tilboð um screening fyri bróstkrabba til kvinnur í Føroyum. Í fíggjarlógarup­pskotinum fyri 2015, sum varð lagt fram í dag, er ját­tan sett av til endamálið.

Tað verður Krabbamei­nsstýrisbólkurin, sum er ráðgevandi nevnd undir landsstýrismanninum í heilsumálum, ið skal gera tilmæli um hvussu tilboðið skal skipast. Flest øll okka­

ra grannalond bjóða í dag screening fyri bróstkrabba til kvinnur, men ymiskt er hvørji fáa tilboðið og hvus­su ofta.

Til dømis fevnir tilboðið í Danmark um kvinnur

í aldrinum 50 til 69 ár, meðan í Íslandi fáa kvinnur niður í 40 ár eisini tilboðið um røntgenkanning av bróstunum. Í báðum hesum londum fáa kvinnurnar í aldursbólkinum tilboð um

screening annaðhvørt ár, meðan tað í Bretlandi er triðja hvørt ár.

­ Eg haldi tað hevur týd­ning, at vit fáa fakfólk at greina og lýsa nærri hvus­su tilboðið um mammo­

grafiscreening skal skipast í Føroyum soleiðis, at tað gevur sum mest gagn fyri føroysku kvinnurnar. Málið er, at vit kunnu fara undir mammografiscreeningar skjótast gjørligt komandi ár, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heil­sumálum.

Um mammografi-screeningMammografi er ein rønt­genkanning, sum kann av­dúkað um krabbamein er í bróstinum. Kanningin kann vísa broytingar í bróstinum, sum kvinnan ikki sjálv kann merkja við fingru­num. Mammografi kann í sjálvum sær ikki fyribyrgja at kvinnur fáa bróstkrabba, men kann staðfesta krabba­mein tíðliga og harvið betra munandi um vánirnar at le­kja sjúkuna.

MAMMOGRAFISCREENING VERÐUR SET T Í VERK

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at fleiri næmingar við serligum tørvi sku-lu fáa miðnáms-skúlatilboð aftaná fólkaskúlan. Den-tur verður í hesum sambandi lagdur á, at talan skal vera um heildartilboð, sum fata um bæði skúlatilboð og bú-

og stuðulstilboð.

Tí hava landsstýrisfólkini í ávikavist mentamálum og almannamálum, Bjørn Kal­sø og Annika Olsen, gjørt av at skipa eitt miðvíst sam­starv um hetta týðandi økið, har Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av skúlatilboðu­num og Almannamálaráðið hevur ábyrgdina av bú­ og stuðulstilboðunum.

Rásin Rásin í Runavík er skúla­ og bútilboð til ung við menningartarni og er ein liður í tilgongdini at útvega fleiri heildartilboð at víðka um virksemið á Rásini, so­leiðis at fleiri næmingar fáa tilboðið, og at skúlatilboðið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvør­jum ári.

MiðnámsskúlatilboðSamstundis, sum Rásin verður styrkt við, at Al­mannamálaráðið yvirte­kur búpartin, styrkir Men­tamálaráðið skúlatilboðið. Harafturat verða skúlatil­boð skipað í samstarvi við miðnámskúlar, soleiðis at skúlagongdin eisini kann fara fram á breytum í miðnámsskúlunum.

Betra um umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek

Í Heildarætlanini um fól­kaflyting og fólkavøkstur, sum var handað landsstýri­num í apríl 2013, var eitt av átøkunum at betra um um­støðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek.

Arbeiðsbólkurin fekk tá fleiri viðmerkingar um, at umstøðurnar hjá familjum,

sum hava børn við serligum tørvi, ikki eru serliga góðar í Føroyum. Samgongan setti sær fyri at gera nakað munagott fyri at fáa betri samskipan av tænastum til familjur, ið eiga børn, sum bera brek. Tað var greitt, at samstarv og samskipan millum myndugleikarnar eru neyðug, um almennu tænasturnar til børn, ið bera brek, skulu fáast at virka nøktandi.

Samskipan og samstarv Landsstýrisfólkini Annika Olsen og Bjørn Kalsø eru samd um, at tað er ógvuliga umráðandi at fáa hetta økið samskipað og uppraðfest.

“Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa sett ferð á tilgongdina at tryggja ungum uttan mun

til førleikar skúlatilboð. Í Mentamálaráðnum hava vit arbeitt miðvíst við at men­na skúlatilboð til henda málbólk, og nú vit eru farin undir miðvíst samstarv við Almannamálaráðið, ber til at seta enn meira ferð á ar­beiðið ” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

“At lyfta í felag flytur viðurskiftini hjá okkara fólkum við serligum av­bjóðingum fram á leið. Serliga nú, tá eg sum lands­stýriskvinna havi fingið ábyrgd av at samskipa átøk, ið hava við breksáttmalan at gera. Samstundis er het­ta átakið, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt sam­skipað heildartilboð, í tráð við tilmælini í Heildarætla­nini um fólkaflyting og fól­kavøkstur ” leggur Annika

Olsen, landsstýriskvinna, afturat.

Økt játtanÍ uppskotinum til Fíggjar­lóg fyri 2015 hevur Men­tamálaráðið sett tilsamans 1,9 mió. kr. av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Íroknaðar í hesa upphædd eru 600 t. kr. til miðnáms­skúlaflokk innan autis­muøkið. Harumframt he­vur Almannamálaráðið sett 1 mió. kr. av til búpartin á Rásini.

FLEIRI MIÐNÁ MSSKÚL ATILBOÐ TIL NÆMING A R V IÐ SERLIGUM TØ RV I

Page 22: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 201422

Í síðstu viku var Karl Heri Joensen á fjalli í Hellisdali og hann sigur, at tað hevur stóran týdning av ymiskum orsøkum at fara á fjall tíðliga.

Jákup Ósá

Karl Heri Joensen er ein av bóndunum í Gerðum. Hann hevur einsamallur hagan í Hellisdali, sum lig­gur eystanfyri á Borðoynni. Og so hevur hann ein haga fyri heiman saman við hinum báðum bóndunum í Gerðum, Jógvan Joensen og Levi Joensen.

Á fjall 24. septemberMikudagin í síðstu viku – 24. september ­ vóru teir á fjalli í Hellisdali. Flestu hagapartar fara ikki á fjall fyrr enn vit skriva oktober.

Karl Heri greiðir frá, hví teir fóru so tíðliga á fjall.

­ Tey síðstu kanska 12 árini havi vit altíð verið á fjalli í Hellisdali millum 23. september og mánaðarskif­tið. Tað eru fleiri orsøkir til hetta. Høvuðsorsøkin er, at tað er nógv betri fyri ærnar at sleppa av við lombini tíðliga. Tær blíva nógv betri fyri til veturin og árið eftir. Síðani er dagurin longri og tað ger, at um vit missa ella sakna onkran seyð, so hava vit tíð til at senda nakrar mans eftir seyðinum. So­statt kunnu vit tøma hagan sama dag, og hetta hevur eydnast væl seinastu árini. Og so haldi eg eisini, at

tað ræsnar nógv betri, tá ein flettir tíðliga. Vit skiva ikki og hava ongantíð havt trupulleikar av makki. Tá ein ikki skivar, so legst hel­dur ikki so nógv á krovini. Tey blíva ikki so login og t.d. við bógvarnir, har tað kann vera ein løgin smak­kur vegna hýggj, har slep­pur ein undan tí. Vit skera ikki í krovini aftur fyrr enn síðurnar eru ræstar. Hinve­gin so tekur tað nógv meir pláss í hjallinum, men aðrir vansar eru ikki við at fletta tíðliga, sum eg síggi tað, si­gur Karl Heri Joensen.

Sjálvur fjalldagurinKarl Heri sigur, at sjálvur

fjalldagurin í Hellisdali er langur, men at teir eisini geva sær tíð til at hava tað gott hendan dagin.

­ Vit møta kl. 06.00 úti á Gravarbø. Har fáa vit morgunmat, og so smyr­ja fjallmenninir sær ein matpakka. Vit plaga at sita har í eini trý korter­ein tíma. Kl. 07.00 fara vit frá húsum. Tað tekur umleið hálvan annan tíma at koma í hagan. Kl. 12.00 vóru vit í rætt í ár og so fóru vit í gongd við hagreiðingina. Seyðin føra vit við báti inn til Árnafjarðar og síðani verður seyðurin koyrdur við bili í fjósið hjá mær. Vit sleppa 10 gjólingum í ár,

so vit førdu 64 lomb heim. Tá sakni eg tvey markaði veðurlomb frá í summar. Men hendan dagin slapp eingin seyður í haganum. Vit tóku 7 ær við heim, ha­rav ein tvævetur ær og ein gimbur. Tær vóru ov óskik­kiligar. Tvævetur ærin gjør­di seg upp sjálv og hevði pesja. Vit fingu lambið av henni í fjør, men ongantíð ærina. Gimbran leyp á í summar og aftur nú. Báðar máttu takast við hundi, so har var einki at gera, um vit vilja sleppa undan slíkum trupulleikum framyvir. Hendan dagin vóru vit 9 mans umframt ein sam­gongumann og ein mynda­mann, sum tók myndir til eina bókaútgavu hjá Robert Joensen, sála, sum verður endurútgivin. Afturat tei­mum hevði myndamaðurin ein hund og vit aðrir seks vælvandar seyðahundar. Uttan vælvandar seyðahun­dar trúgvi eg ikki, at tað kann ganga væl longur. He­vur tú meira fólk, so blívur tættari millum menninar, men fólk ger einki við seyð, sum hevur avgjørt at leypa á. Tá er øðrvísi við hun­dum. Kl. 17.00 vóru vit so aftur á Gravarbø. Tá fóru vit at viga lombini og síðani var fjalldøgurði á skránni. Tað var lambakjøt við før­

oyskum eplum og brúnari sós. Eftir tað fóru vit so at taka fjallseyð. Sjálvur var eg við hús kl. 21.45, tá var alt liðugt, sigur Karl Heri.

VektinKarl Heri sigur, at vektin í Hellisdali í ár leggur upp til eitt miðal ár. Tá vit tosaðu við hann, kendi hann vekti­na á 56 lombum.

­ Miðal vektin á teimum fyrstu 56 lombunum var 31 pund, so tað kemur at liggja har áleið. Tað er eitt miðal ár hjá okkum, tí vit hava verið væl longri uppi okkurt árið. Gamla al­menna miðalvektin var 28 pund. 88 ær eru skrásettar í haganum og í ár vænta vit at fáa millum 75 og 80 lomb burturúr tí, og tað eri eg nøgdur við. Lambatalið um heystið plagar at liggja millum 70 og 80. Fimm heystlomb, sum vóru mett til at viga millum 22 og 27 pund blivu tikin av og teir 4 brundseyðirnir vigaðu mil­lum 86 og 94 pund, sigur Karl Heri Joensen. Síðsta fríggjadag fletti hann 15 veðrar, sum hava gingið he­ima og miðalvektin av tei­mum var 60 pund, har tann størsti vigaði 75 pund.

K ARL HERI: GOT T AT FARA TÍÐLIGA Á FJALL

Page 23: Nordlysid nr 32 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 32 FRÍGGJADAGIN 3. OKTOBER 2014 23

Page 24: Nordlysid nr 32 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Fartelefontilboð

RING 30 30 40 ella kom inn í TelebúðinaÍ Telebúðini vegleiða vit teg fegin í øllum tínum telespurningum. Vælkomin í tína Telebúð

Nokia Lumia 930

NokiaAsha 206

Tilboðini eru galdandi til 4. oktober ella so leingi vøra er á goymslu.Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum.

• 20 MP myndatól• FM Radio• Windows stýriskipan

Nýggj

• 1,3 MP myndatól• FM Radio• Kann taka minniskort

Kom inn og royn ta nýggju iPhone 6. Skriva teg upp og ver ein av teimum fyrstu við iPhone 6.

Tú kanst eisini fara inn á www.ft.fo, at bíleggja tær eina nýggja iPhone 6.

Iphone 6

Kom inn og royn ta nýggju iPhone 6. Skriva teg upp og ver ein av teimum fyrstu við iPhone 6.

Tú kanst eisini fara inn á www.ft.fo, at bíleggja tær eina nýggja iPhone 6.

Iphone 6

kr. 4.695, -vanl. prísur kr. 4.995, -Spar kr. 300, -

HTCOne

• 32 GB minni• 4 Ultra Pixel myndatól• Stereo hátalarar framman

Sera avmarkað nøgd

kr. 2.495, -vanl. prísur kr. 4.495, -Spar kr. 2.000, -

kr. 399, -vanl. prísur kr. 549, -Spar kr. 150, -