11
22. - 29. apríl 2018

22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

  • Upload
    others

  • View
    8

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

22.-29. apríl 2018

Page 2: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

2 3

HEILSAN FRÁ BORGARSTJÓRANUMSÝNISGLUGGI OG SAVNING Eftir at vinnustevnan Faroeexpo saðlaði um til at vera virkin annað hvørt ár, valdi Runavíkar býráð at halda fram við attengdu mentanarvikuni á hvørjum ári, og at flyta hesa til eina høgligari árstíð. Tí verður hon frameftir hildin á vári.

Menniskjan livir ikki av breyði eina. So hvørt sum tíðin rúmkast hjá fólki til annað enn tað, at halda svongd frá durum, hava sálin og heilin størri virkisføri til at kultivera samleikan og felagsskapin, og týðandi er – at margfeldni vinnur á einfeldinum.

Mentanin er virkin í gerandisdegnum, og við tíðini er hon vorðin alt tað lív, sum vit liva umframt dagliga stríðið fyri at vinna til lívsins uppihald. Harvið er mentanarvikan ein sýnisgluggi hjá staðbundna samfelagnum mótvegis sær sjálvum og øðrum.

Tað ræður um savning, tí er tað umráðandi fyri myndugleikan, at mentanarvikan í størstan mun verður spjadd kring um alla kommununa. Hetta er ein tilvitaður politikkur, og øll góð hugskot eru meiri enn vælkomin fram til Mentanarvikuna 2019.

Lati okkum staðfesta, eisini hesar dagarnar, at vit búgva og virka í einari kommunu, – sum ongantíð svevur.

SETANVIT SAVNAST ØLL – STÓR SUM SMÁ Úr øllum ættum í Runavíkar kommunu verður ferðast til setanina við Bylgjuna. Luttakarar verða Føroya Ellisakfør, MC Føroyar, Team Rynkeby, Roysnið og Eysturoyar Gongufelag, sum á hvør sín hátt og úr ymsum bygdum í kommununi skipa soleiðis fyri, at øll hava møguleika at luttaka í setanini.

So gakk, renn, súkkla ella koyr ein túr saman við øðrum til setanina norðan fyri Bylgjuna í Runavík. Les meira á visitrunavik.fo um leiðirnar, og hvussu tú kanst luttaka.

Skráin: kl. 14.00 Beinir og Rani syngja og spælakl. 14.15 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri setir

Mentanarvikuna 2018kl. 14.30 Wolfgangkl. 16.00 Fótbóltsdystur millum NSÍ og Skála

verður við Løkin.

Kom upp á Bylgjutoppin við Elcon. Skótarnir skipa fyri sølu og ókeypis barnatiltøkum frá kl. 14.00-16.00

NORÐAN FYRI BYLGJUNA Ókeypis

Myn

d: T

hom

as N

ørre

mar

k

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Mynd: ellisakfor.com

Page 3: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

4 5

BETRI SNIÐ OG LISTBetri snið og list er ein søluframsýning við føroyskum sniðgevum og listafólki, í gomlu hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13.

Tær sum luttaka eru: ElsaBech, ShisaBrand, Fíl, Hallfríð, sum øll sniðgeva og framleiða m.a. klæði, eisini kemur No 10, sum framleiðir alkyns lutir úr keramikki.

Harumframt eru fleiri listafólk, sum m.a. sniðgeva og framleiða plakatir. Tey, sum luttaka eru FJORD, Olafsdóttir, SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum.

BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS:Mikudag 25. apríl kl. 14.00–19.00Hósdag 26. apríl kl. 14.00–00.00Fríggjadag 27. apríl kl. 14.00–19.00Leygardag 28. apríl kl. 14.00–20.00

HANDILSLÍVIÐ Í RUNAVÍK OPEN BY NIGHTSHARI: Umframt at vit hava nógv góð tilboð allan dagin, kemur Tórun Steingrund kl. 19.00 at

vegleiða um dag make-up. Øll sum keypa í handlinum hendan dagin eru við í lutakastinum um eitt gávukort til eitt kvøld make-up frá Tórun Steingrund, harafturat eru aðrar góðar vinningar. Vit síggjast í Shari - fylg okkum á Facebook, og so fært tú altið tær nýggjastu dagføringarnar úr handlinum

BERGLON: Cafe við onkrum lekrum til góman og góð tilboð, sí nærri kunning á okkara facebook síðu.

ORKIS: Okkurt gott til allar sansir Síggja: Mánadagin 23. apríl letur Petra Eliasdóttir Mikkelsen listaframsýning upp í Orkis

Vit vísa tað nýggja Pip Studio-stellið. Smakka: Møguleiki er at keypa sær okkurt lekkurt frá Gómagóðum hóskvøldið 26. apríl

kl 18-22. Vit bjóða Peter Larsen-kaffi & tú kanst royna te frá English Tea Shop afturvið Føla: Vit selja vørur frá Bomb Cosmetics - baðibumbur, rein vælvera Lukta: Vit selja luktiljós frá Bomb Cosmetics Hoyra: Tónleikur verður at hoyra 6. sansurin-> Kennir tú teg hepna/n? Kapping verður í handlinum, har vinnarin verður

drigin mánadagin 30. apríl. Ymisk føðingardagstilboð verða frá OPEN BY NIGHT til og við tunnilsdagin. Sí okkara

facebook síðu Blómuhandilin Orkis og fá meira kunning

SKÁLKUR/GELLAN/NAME IT/ SPORT 24: Nógv góð tilboð. Harafturat bjóða vit øllum okkara viðskiftafólki kaffi og køkur allan dagin.

Seinni um kvøldið hava vit eisini annað leskiligt til góman.

VÁRPERLA: Í sambandi við mentanarvikuna hava vit serstøk tilboð, sí meir á okkara facebook síðu.

RESTIN AV LUTTAKANDI HANDLUNUM HAVA OPIÐ SUM OPEN BY NIGHT 26. APRÍL TIL KL. 00.00 OG TUNNILSDAGIN 28. APRÍL TIL KL. 20.00:

DIANA | HJÁ SANNU | BÓKABÚÐIN | 2STEPS | SHOP INN | VOLLABÚÐIN | COLORAMA

Page 4: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

6 7

SUNNUDAGUR 22. APRÍLKl. 14.00 Setan av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu norðan fyri Bylgjuna, Runavík

Sí nærri kunning á s. 3 16.00 Grannauppgerð Á vøllinum við Løkin

ímillum NSÍ og Skála. 18.00 Filmsýning: Stephan Zweig Í Løkshøll

Filmssýning: Vor der Morgenröte – Stefan Zweig. Atgongumerki á 50,- kr. fáast á atgongumerki.fo

20.00 Fernisering og listaframsýning Í Glyvra kirkju Við verkum úr BankNordik savninum. Í sambandi við framsýningina verður tónlist

MÁNADAGUR 23. APRÍLKl. 08.30-15.30 Stíggjur hevur sølu og framsýning Í Stíggi í Saltangará 13.00-15.00 Kaffi og køkur 9.30-11.30 Várframsýning Í Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík

Børnini í Frítíðarskúlanum við Stórá sýna fram 9.30-16.00 Framsýning Í Betri í Saltangará, Heiðavegur 17

Við Onnu Jacobsen, Hallberu Ólavsdóttir og Sædis Eilifsdóttir

13.00-16.00 Listaframsýning við verkum úr BankNordik savninum Í býráðssalinum, Saltangará M.a. Ingálvur av Reyni og Mikines

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

15.00-21.30 Dansiskeið við Onnu Kirstin Í Skótahúsinum við Løkin Fyri ymiskar aldursbólkar (sí kunning á s.12)

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

17.00 Gongutúrur úr Oyndarfirði til Elduvíkar Í Oyndarfirði Ferðaleiðari er við. Tiltakið er ókeypis og byrjar í skúlagarðinum

19.00 Hans Pauli Olsen, listamaður, avdúkar listaverkætlan í Elduvík Í kirkjuni í Elduvík Sí nærri kunning á s. 13

19.00 Bókaframløga, ‘Heimurin, ið var’ eftir Stefan Zweig Á bókasavninum við Løkin Jógvan D. Hansen og Knút Olsen hugleiða, Kári Sverrisson spælur nøkur løg

19.00 Svanur hevur Boccia kapping Í Løkshøll Øll, sum hava hug at royna boccia eru vælkomin

SKRÁIN TÝSDAGUR 24. APRÍLKl. 08.30-15.30 Stíggjur hevur sølu og framsýning Í Stíggi í Saltangará 13.00-15.00 Kaffi og køkur 9.30-16.00 Framsýning Í Betri í Saltangará, Heiðavegur 17

Við Onnu Jacobsen, Hallberu Ólavsdóttir og Sædis Eilifsdóttir

10.00-12.00 Framsýning Í barnagarðinum á Mýrunum Evni er sagnir og ævintýr. Kaffi, te og kakao

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

16.00-20.00 Listaframsýning Í Glyvra kirkju Við verkum úr BankNordik savninum

17.00 Luddi og Lundisa Á Bókasavninum við Løkin Barnasjónleikur eftir Vár Berghamar, sí meir kunning á s. 12

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

19.00 Bindiskeið Æðuvík Kamping Við Mrdalo frá NAVIA, kostnaður 150,- kr. Tilmelding á tlf. 219281

19.30 Norska Løva – Søga og Søgn Í Lamba skúla Magnus Rasmussen heldur fyrilestur, framsýning við Forna og vísan um Norsku Løvu verður kvøðin (Eysturoyar dansifelag verður við)

22.00 Almennur føroyskur dansur Í skúlanum í Funningi Ókeypis atgongd, súpan verður at fáa, og drykkivørur fáast til keyps (Eysturoyar dansifelag verður við)

MIKUDAGUR 25. APRÍLKl. 11.00 Luddi og Lundisa Á Bókasavninum við Løkin

Barnasjónleikur eftir Vár Berghamar, sí meir kunning á s. 12

13.00 Kreativt verkstað við Henny Dánjalsdóttur Gamli skúli í Oyndarfirði Fyri børn í aldrinum 5-12 ár, ókeypis atgongd

14.00 Flaggdagshald Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu. Sí nærri kunning á s.16

14.00-18.00 Skeið í at gera hosubond Á Heimavirkni, Heiðavegur 50, Saltangará Við Gunvá Justinussen, kostnaður 200,- kr. Tilmelding á tlf. 287712 / 226569

14.00-19.00 Betri Snið og List Í gomlu hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13 Søluframsýning við føroyskum listafólki og sniðgevum, sí nærri kunning á s.4

14.00-19.00 Bindikafé og Søla Í Gamla Handli í Heiðunum, Gulasteinsvegur 2, Runavík Við Puntus og Print2shirt

Ókeypis =

Page 5: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

8 9

15.00-19.00 Garðahúsið í Søldarfirði Garðavegur 27, Søldarfjørður Frásøgn og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum. Opið er í tíðarskeiðnum 25.-28. apríl frá kl. 15-19. Frásøgn um húsið og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum td. amboðum og snikkarabonki. Kaffi og køku verða at fáa. Kostnaður 50,- kr.

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

15.30 Ódnartøk Runavík

16.00-20.00 Listaframsýning Í Glyvra kirkju Við verkum úr BankNordik savninum

17.00 Løgmanssteypið Á vøllinum við Løkin Steypadystur ímillum NSÍ og AB

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

18.00 Kvøldseta Í húsunum hjá Fornminnisfelagnum á Skála 19.00 Filmar eftir Sakaris Stórá Í Løkshøll

Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun, verða vístir, umframt at leikstjórin Sakaris Stórá luttekur. Atgongumerkir á 50 kr. fáast á www.atgongumerki.fo

19.00 Fyrilestur – um Miðbýin í Runavík v/ Erlu W. Johannesen Í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará Í sambandi við eina master-uppgávu hevur Erla W. Johannesen framløgu. Heimavirkni selur kaffi og lutaseðlar

19.00 Várkonsert við Kór Glyvra Kirkju og Nes Sóknar Musikkskúla Í Glyvra kirkju

HÓSDAGUR 26. APRÍLKl.. 9.30-16.00 Framsýning Í Betri í Saltangará, Heiðavegur 17

Við Onnu Jacobsen, Hallberu Ólavsdóttir og Sædis Eilifsdóttir

10.00-00.00 Handilslívið í Runavík hevur Open by Night Sí nærri, um hvørjir handlar luttaka á s?

12.30 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

14.00-00.00 Betri Snið og List Í gomlu. hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13 Søluframsýning við føroyskum listafólki og sniðgevum, sí nærri kunning á s.4

14.00-00.00 Bindikafé og Søla Í Gamla Handli í Heiðunum, Gulasteinsvegur 2, Runavík Við Puntus og Print2shirt

15.00-19.00 Garðahúsið í Søldarfirði Garðavegur 27, Søldarfjørður Frásøgn og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum. Opið er í tíðarskeiðnum 25.-28. apríl frá kl. 15-19. Frásøgn um húsið og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum td. amboðum og snikkarabonki. Kaffi og køku verða at fáa. Kostnaður 50,- kr.

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

19.00 Lesi- og hugnakvøld við Henny Dánjalsdóttur Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði Fyri børn

19.00 Fractura nasi Á Bókasavninum við Løkin Framløga við Høgna Mohr. Kaffi og smákøkur

19.00 Tórun Steingrund Í Shari, Heiðavegur 30, Saltangará Vegleiðing um dag make up.

20.00 Sissal og Lea Kampman Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði Sissal lesur upp og Lea framførir nøkur løg. Atgongumerkir á 100,- kr. fáast við dyrnar.

20.00-22.00 Listaframsýning Í Glyvra kirkju Við verkum úr BankNordik savninum

20.00 Lena og Niklas framføra til opið hú BankNordik, Saltangará

21.30 Útikonsert við Jens Marna Hansen Á balkongini uttan fyri Betri, Heiðavegur 17

FRÍGGJADAGUR 27. APRÍLKl. 12.30 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning

Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

13.00 Gakk og Renn – Av Selatrað til Skála Hugnaligt rørslutiltak við góðum mati og køkum. Ymiskir teinar eftir vegnum og upp um Skarðið. Kostnaður: 200,- kr. fyri vaksin og 100,- kr. fyri børn. Tilmelding og meira kunning á tel. 212629 er neyðug

14.00-19.00 Betri Snið og List Í gomlu. hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13 Søluframsýning við føroyskum listafólki og sniðgevum, sí nærri kunning á s.4

14.00-19.00 Bindikafé og Søla Í Gamla Handli í Heiðunum, Gulasteinsvegur 2, Runavík Við Puntus og Print2shirt

14.00-22.00 Listaverkstaðurin – Sjáldsamar sjóverur Í evnisstovuni í Skúlanum við Løkin Listaverkstova fyri stór og smá. Evni er sjáldsamar verur í vatni og fram við sjónum. Bjørg Djurhus skipar fyri

Page 6: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

10 11

15.00-19.00 Garðahúsið í Søldarfirði Garðavegur 27, Søldarfjørður Frásøgn og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum. Opið er í tíðarskeiðnum 25.-28. apríl frá kl. 15-19. Frásøgn um húsið og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum td. amboðum og snikkarabonki. Kaffi og køku verða at fáa. Kostnaður 50,- kr.

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

16.00-20.00 Framsýning við Frits Johannesen og heimablídni Á Norðurhædd 5, Saltangará Framsýningin kallast „Hugmyndir og onkrar náttúrulýsingar“ og Erla W. Johannesen hevur heimablídni, har møguleiki er at keypa sær drekkamunn

16.00-20.00 Listaframsýning Í Glyvra kirkju Við verkum úr BankNordik savninum

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

18.00 Havransóknarskipið Skála skúli Framløga um Havransóknarskipið. Umboð frá Mest, fiskimálaráðnum og Havstovuni luttaka.

20.00 Stór konsert við Danny & the Veetos og Leu Kampmann Í Løkshøll Atgongumerkir fáast á www.atgongumerki.fo

23.00 Signar í Homrum spælir live Í MC-barr, Heiðavegur 44, Saltangará

LEYGARDAGUR 28. APRÍLKl. 10.00 Fullpower Bootcamp Í Fullpower (gamla stoypivirkið)

Øll áhugað er vælkomin. Kostnaðurin er 100 kr, sí kunning á okkara facebook síðu 10.00-20.00 Handilslívið í Runavík hevur opið

Sí nærri um hvørjir handlar luttaka og góð tilboð á s.5 12.30 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning

Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

13.00-17.00 Lær at gera film við snildfonini Í evnisstovuni í Skúlanum við Løkin Tilmelding á www.atgongumerki.fo, kostnaðurin er 100 kr.

14.00-20.00 Betri Snið og List Í gomlu hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13 Søluframsýning við føroyskum listafólki og sniðgevum, sí nærri kunning á s.4

14.00-20.00 Bindikafé og Søla Í Gamla Handli í Heiðunum, Gulasteinsvegur 2, Runavík Við Puntus og Print2shirt

15.00-19.00 Garðahúsið í Søldarfirði Garðavegur 27, Søldarfjørður Frásøgn og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum. Opið er í tíðarskeiðnum 25.-28. apríl frá kl. 15-19. Frásøgn um húsið og framsýning av søguligum lutum úr Garðahúsinum td. amboðum og snikkarabonki. Kaffi og køku verða at fáa. Kostnaður 50,- kr.

15.00-18.00 Framsýning Í Forna á Glyvrum, Glyvravegur 14 Við tekningum hjá Niels Paula arkitekti. Kostnaður 50,- kr.

16.00-20.00 Framsýning við Frits Johannesen og heimablídni Á Norðurhædd 5, Saltangará Framsýningin kallast „Hugmyndir og onkrar náttúrulýsingar“ og Erla W. Johannesen hevur heimablídni, har møguleiki er at keypa sær drekkamunn

16.00-20.00 Listaframsýning Í Glyvra kirkju við verkum úr BankNordik savninum

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

20.00 Stór konsert við Bubba Morthens og Mariusi Ziska Í Løkshøll Atgongumerkir fáast á www.atgongumerki.fo

20.00 Konsert við Hanusi G. Johansen Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði Atgongumerkir fáast á www.atgongumerki.fo

22.00 Føroyskur dansur Gamli skúli í Oyndarfirði

SUNNUDAGUR 29. APRÍLKl. 10.00 Gongutúrur: Skálafjørður – Oyri ella Elduvík Funningsfjørður

Sí nærri kunning á visitrunavik.fo ella á eystgongu.org. Avgerð tikin við atliti til veðrið kl. 10.00

16.00-20.00 Framsýning við Frits Johannesen og heimablídni Á Norðurhædd 5, Saltangará Framsýningin kallast „Hugmyndir og onkrar náttúrulýsingar“ og Erla W. Johannesen hevur heimablídni, har møguleiki er at keypa sær drekkamunn

16.00 Dreymar við havið Í Løkshøll Spælifilmur eftir Sakaris Stórá. Atgongumerki á 50 kr. fáast á www.atgongumerki.fo.

17.00 Við Norðlýsinum eftir gomlu mjólkarutuni og framsýning Við Havnaskrivstovuna, Fiskivinnuhavnin 3, Saltangará Sí kunning á s. 15.

18.00 Konsert við Tarira & guitarleikaranum Ólavur Jakobsen Í Glyvra kirkju Framføra verk eftir William Byrd & John Dowland. Kórleiðari er Jóhannes Andreassen.

20.00 Mín fantastiska skilsmissa Í fimleikahøllini í Fríðtíðarskúlanum við Stórá í Rituvík Einmansleikur við Kristinu Sundar Hansen. Atgongumerkir á 240 kr. Fáast á www.tjodpallur.fo og við dyrnar ein tíma undan sýning. Lesandi fyri 120 kr.

ALT SAMDØGRIÐ HESA VIKUNA Gluggaframsýning Sunnan fyri Radiobúðina

Natúrlist - Árstíðir v/Anette Sonne

Page 7: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

13

LUDDI OG LUNDISALeikurin tekur støði í náttúruni á eini lítlari, føroyskari oyggj: Mykines. Tvær lundapisur í Lundalandi síggja dagsins ljós og síggja alt fyri fyrstu ferð, eisini hvørja aðra - og uppdaga, at tær hava nakað í felag: tær duga at syngja sama sang.

Luddi og Lundisa er ein nýskrivaður barnasjónleikur, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað fyri børnum serliga í aldrinum 3-7 ár, og øllum, sum hava hug at lata hugin fara á flog.

Tvær sýningar vera. Tann fyrra er týsdagin 24. apríl kl. 17.00 og tann seinna mikudagin 25. apríl kl. 11.00. Atgongumerki á 50,- kr. fáast á atgongumerki.fo

DANSISKEIÐ VIÐ ONNU KIRSTIN MÁNADAGIN 23. APRÍL

KL. 15.00-16.30 Dansiskeið fyri børn í aldrinum 7-10 ár í Skótahúsinum við Løkin, linedans og enskur dansur - undirvísari Anna Kirstin Thomsen. Kostnaður 50,- kr.

KL. 16.30-18.00 Dansiskeið fyri børn í aldrinum 11-15 ár, í Skótahúsinum við Løkin, linedans og enskur dansur - undirvísari Anna Kirstin Thomsen. Kostnaður 50,- kr.

KL. 19.00-21.30 Dansiskeið fyri vaksin í Skótahúsinum við Løkin, vand sum óvand. Line- og standarddansur (foxtrot, quick step, rock ´n´ roll). Undirvísari Anna Kirstin Thomsen. Kostnaður 100,- kr.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

LISTAVERKÆTLAN Í ELDUVÍK MÁNADAGIN 23. APRÍL KL. 19.00 Í ELDUVÍKAR KIRKJU.

VIT VARÐVEITA SØGNINA UM MARMENNILIN Hans Pauli Olsen, listamaður, fer at greiða frá um tankar og hugskot í sambandi við listaverkætlanina. Harumframt fer Martin Joensen at framføra nøkur løg.

Á skránni verður kunning um gongdina. Ásfinn Sigvardsen fer at varpa ljós á søgnina og søguna um Marmennilin. Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík, fer at greiða frá um ferðavinnuna í økinum og Maria Jacobsen úr Forna, um gransking av søgnini um Marmennilin. Sum umboð fyri Runavíkar kommunu fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð.

Mynd: Jan Andersson

Ókeypis

12

Page 8: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

14 15

ØLL TÓNLEIKATILTØK Á MENTANARVIKUNI MIKUDAGIN 25. APRÍL 19.00 Konsert: Nes Sóknar Musikkskúli og várkonsert við kóri Glyvra Kirkju

Í Glyvra kirkju

HÓSDAGIN 27. APRÍL 20.00 Sissal og Lea Kampman Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði

Sissal lesur upp og Lea framførir nøkur løg. Atgongurmerkir á 100 kr. fáast við dyrnar

20.00 Lena og Niklas framføra til opið hús Í BankNordik, Saltangará

21.30 Útikonsert við Jens Marna Hansen Á balkongini uttan fyri Betri, Heiðavegur 17

FRÍGGJADAGIN 27. APRÍL 20.00 Stór konsert við Danny & the Veetos og Leu Kampmann Í Løkshøll

Atgongumerkir fáast á www.atgongumerki.fo 23.00 Signar í Homrum spælir live Í MC-barr, Heiðavegur 44, Saltangará

LEYGARDAGUR 28. APRÍL 20.00 Stór konsert við Bubba Morthens og Mariusi Ziska Í Løkshøll

Atgongumerkir fáast á á www.atgongumerki.fo 20.00 Konsert við Hanusi G. Johansen Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði

Atgongumerkir fáast á www.atgongumerki.fo

SUNNUDAGUR 29. APRÍL 18.00 Konsert við Tarira & guitarleikaranum Ólavur Jakobsen Í Glyvra kirkju

Framføra verk eftir William Byrd & John Dowland. Kórleiðari er Jóhannes Andreassen.

VIÐ NORÐLÝSINUM EFTIR GOMLU MJÓLKARUTUNINorðlýsið fer hvønn dag í Mentanarvikuni at sigla á Skálafjørðinum. Hoyr ferðaleiðara greiða frá, hvussu mjólkarutan sigldi og hvønn týdning mjólkarutan hevði fyri økið um okkara leiðir.

Manningin á Havnarskrivstovuni tekur ímóti gestum hesar dagar, har høvi verður at síggja forkunnugu framsýningina, sum verður sett upp inni á Havnarskrivstovuni.

Birgir Enni bjóðar súpan umborð. Alt tiltakið er ókeypis. Avmarkað pláss er, tí er tilmelding neyðug á www.atgongumerki.fo.

Siglt verður hvønn dag frá mánadegnum 23. apríl til sunnudagin 29. apríl kl. 17.00, umframt hósdagin 26. apríl til leygardagin 28. apríl kl. 12.30.

HAVNARSKRIVSTOVAN

Mynd: Rúni Nielsen

Ókeypis

Page 9: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

16 17

FLAGGDAGSHALD – UMFRAMT ÓDNARTØK OG STEYPADYSTUR

Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin 25. apríl kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið) . Ítróttafólk og skótar verða biðin um at møta 13.30 við Skúlan við Løkin.

Aksel V. Johannessen, løgmaður heldur røðu, skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum og skótarnir skipa fyri kondibingo. Kostnaður 10,- kr. fyri hvørja plátu.

Eftir flagsdagshaldið verður ÓDNARTØK kl. 15.30 í Runavík og STEYPADYSTUR millum NSÍ og AB kl. 17.00 á vøllinum við Løkin

LISTAVERKSTAÐURIN – SJÁLDSAMAR SJÓVERUR

Opin listaverkstaður fyri allar aldursbólkar, har øll, sum hava hug at luttaka, kunnu vera við. Børn undir 9 ár, mugu tó hava ein vaksnan við sær. Bjørg Djurhuus undirvísir.

Evnið tekur støði í sagnum og ævintýrum um sjóverur sum sjódrekar, marmennlar, havfrýr o.a sum hava verið ella framvegis eru í sjóøkjum inni í Eysturoynni.

Verkstaðurin verður í evnisstovuni í Skúlanum við Løkin fríggjadagin 27. apríl kl. 14.00-22.00. Tiltakið er ókeypis. Síðani verða listaverkini sýnd fram í Gulu smiðju 28. og 29. apríl.

ÓkeypisÓkeypis

Page 10: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

18 19

FILMAR EFTIR SAKARIS STÓRÁ Stuttfilmarnar: Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun verða vístir í Løkshøll

Leikstjóravitjan: Samrøða við leikstjóran, Sakaris Stórá um filmarnar, hann hevur framleitt og hann hugleiðir um hví vit skulu gera føroyskar filmar.

Tiltakið verður 25. apríl kl. 19.00

Kostnaður: 50,- kr. umvegis atgongumerki.fo

DREYMAR VIÐ HAVIÐVit seta sjóneykuna á leikstjóran Sakaris Stórá. Umframt at vit sýna tríggjar teir seinastu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun, verður spælifilmurin “Dreymar við havið” eisini sýndur í Mentanarvikuni.

Nær: 29. april kl. 16.00

Kostnaður: 50,- kr. umvegis atgongumerki.fo

LÆR AT GERA FILM VIÐ SNILDFONINI!Nú kanst tú læra at gera film við snildfonini! Tú fært grundleggjandi vitan um filmsmálið, og so lærir tú at filma og klippa upp á 6 tímar.

Skeiðið verður hildið í Skúlanum við Løkin leygardagin 28. apríl frá kl. 11-17. Bæði roynd og óroynd eru vælkomin. Avmarkað pláss. Kostnaður: 100,- kr.

Tilmelding fer fram við at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo

Undirvísari er Maria Winther Olsen, leikstjóri og fyriskipari av filmsskúlanum Nóllywood.

Filmur Filmur Filmur Filmur

Filmur

Filmur

Page 11: 22.-29. apríl 2018 - Visit Runavík · SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne við sínum. BETRI SNIÐ OG LIST HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS: Mikudag 25. apríl

EINSTØK TILTØK Í ÚTJAÐARANUM BROT ÚR SKRÁNNI:

Í OYNDARFIRÐI: Leygardagin 28. apríl kl. 20.00 KONSERT VIÐ HANUS G. JOHANSEN Stóri salur í skúlanum í Oyndarfirði Atgongumerkir á 100,- kr. fáast á www.atgongumerki.fo

Á SKÁLA: Fríggjadagin 27. apríl kl. 13.00 GAKK OG RENN Av Selatrað til Skála Hugnaligt rørslutiltak við góðum mati og køkum. Ymiskir teinar eftir vegnum og upp um Skarðið. Kostnaður: 200,- kr. fyri vaksin og 100,- kr. fyri børn. Tilmelding og meira kunning á tel. 212629 er neyðug

Fríggjadagin 27. apríl kl. 18.00 HAVRANSÓKNARSKIPIÐ Skála skúli Framløga um Havransóknarskipið. Umboð frá MEST, fiskimálaráðnum og Havstovuni luttaka.

ÆÐUVÍK: Týsdagin 24. apríl kl. 19.00 BINDISKEIÐ VIÐ MRDALO FRÁ NAVIA Æðuvík Kamping Kostnaður 150,- kr. Tilmelding á tlf. 219281

Í LAMBA: Týsdagin 24. apríl kl. 19.30 NORSKA LØVA – SØGA OG SØGN Í Lamba skúla Magnus Rasmussen heldur fyrilestur, framsýning verður við Forna og vísan um Norsku Løvu verður kvøðin (Eysturoyar Dansifelag verður við)

Í FUNNINGI: Týsdagin 24. apríl kl. 22.00 ALMENNUR FØROYSKUR DANSUR Í skúlanum í Funningi Ókeypis atgongd, súpan verður at fáa og drykkivørur fáast til keyps (Eysturoyar dansifelag verður við)

RITUVÍK: Sunnudagin 29. apríl kl. 20.00 MÍN FANTASTISKA SKILSMISSA Í fimleikahøllini í Fríðtíðarskúlanum við Stórá í Rituvík Einmansleikur við Kristinu Sundar Hansen. Atgongumerkir á 240 kr. fáast á www.tjodpallur.fo og við dyrnar ein tíma undan sýning. Lesandi fyri 120 kr.

DAGFØRINGARSkráin verður javnan dagførd á www.visitrunavik.fo og eisini á facebook: Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.