2
Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · [email protected] Mánadag-hósdag kl. 9-16 Fríggjadag kl. 9-15 www.torshavn.fo Barnatannrøkt 0-2 ára gomul børn NÆR TENNIST BARNIÐ? Barnið fær 20 barnatenn tilsamans, sum koma fram í ávísari raðfylgju. Myndin niðanfyri vísir aldur í mánaðum, tá einstøku tenninar vanliga vísa seg: Gev gætur: Hesar aldursásetingar eru bert vegleiðandi. Tað er ymiskt frá barni til barn, nær tenninar koma. Summi tennast tíðliga, onnur seint, og tað er alt í lagi. Endamálið við hesi kunning …at barnið varðveitir frískar og góðar tenn alt lívið. Fyrsta vitjan Tá barnið er tvey ára gamalt, kemur tað til fyrstu vitjan í barnatannrøktini. Hava tit spurningar ella ivamál viðvíkjandi tonnunum hjá barninum, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkara.

Barnatannrøkt 0-2 ár

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Góð ráð til farnafamiljur. Barnið vitjar, tá tað er 2 ára gamalt.

Citation preview

Page 1: Barnatannrøkt 0-2 ár

Tórshavnar kommunaPostsmoga 32 · FO-110 Tórshavn

Telefon 302010 · [email protected]

Mánadag-hósdag kl. 9-16

Fríggjadag kl. 9-15

www.torshavn.fo

Barnatannrøkt

0-2 ára gomul børn

NÆR TENNIST BARNIÐ?

Barnið fær 20 barnatenn tilsamans, sum koma framí ávísari raðfylgju.

Myndin niðanfyri vísir aldur í mánaðum, tá einstøkutenninar vanliga vísa seg:

Gev gætur:Hesar aldursásetingar eru bert vegleiðandi. Tað erymiskt frá barni til barn, nær tenninar koma. Summitennast tíðliga, onnur seint, og tað er alt í lagi.

Endamálið við hesi kunning…at barnið varðveitir frískar og góðar tenn alt lívið.

Fyrsta vitjanTá barnið er tvey ára gamalt, kemur tað til fyrstu vitjan í barnatannrøktini. Hava tit spurningar ella ivamál viðvíkjandi tonnunum hjá barninum, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkara.

Page 2: Barnatannrøkt 0-2 ár

Hendan sýran er sterk. So sterk, at hon upploysir harða tannvevnaðin, t.v.s., at hon avkálkar emalju og tannbein, og hol kemur á tenninar.

Hvussu kanst tú byrgja fyri holum?Reinsa burtur bakteriuskónirnar dagliga við tannbust og fluortannkremi. Lat ikki barnið fáa mat-, drykkivørur ella góðgæti við sukri í dagliga.

At busta tenn: Ven barnið við at busta tenn longu, tá fyrsta tonnin er undankomin.

„Vani vinnur“: Høgligast er, tá barnið liggur á putliborðinum soleiðis, at tú sært so væl sum gjørligt. Skil varrarnar hjá barninum sundur og opna munnin við fingrunum. Ansa eftir viðbrekna varrabandinum millum framtenninar í yvirmunninum. Nýt fluortannkrem eftir viðmæli frá barnatannrøktini Ein nøgd, sum í vavi svarar til neglina á lítlafingri hjá barninum, er nóg mikið.

Busta hvønn morgun og hvørt kvøld!

Barnatannrøkt

GÓÐ RÁÐ TIL FORELDUR– tannrøkt til 0-2 ára gomul børn

Hvussu kann eg halda tenninar í góðum standi? Við hjálp frá foreldrum mínum, sjálvandi!

Hví koma hol í tenninar?Verða tenninar ikki bustaðar reinar, legst skón á tær. Skónin er full av bakterium, ið kunnu gera sýru burtur úr sukrinum í kosti okkara.

Bróstamjólk:Gott er hjá smábørnum at fáa bróstamjólk, men tað er ikki gott fyri tenninar, um barnið liggur á brósti alla náttina. 4% av móðurmjólkini eru sukur, og tí kann mjólkin, um hon ávirkar í longri tíð, skaða tenninar.

Sutta/fløska:Lat ongantíð barnið fáa djús, saft ella jogurt í fløsku.

Gev ongantíð barninum suttu við sukri á.

Fløskan skal bert nýtast í sambandi við máltíðir.

Fær barnið hetta, kunnu tenninar brenna eftir stuttari tíð.

Heilivágur:Penisillin: Bið læknan um sukurfrían heilivág. Astmaheili-vágur turkar munnin. Natúrliga verjan verður av hesum skerd, og hol koma lættari á tenninar. Busta tí tenninar hjá barninum, eftir at tað hevur fingið heilivágin, ella gev í minsta lagi vatn at drekka.

Barnatannrøktin á Tórsgøtu í Havn.

Bakteriur + sukur g sýru gtannvevnaður upploysist = hol