5
1 Bette og handilin á Høvdanum Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette á Høvdanum, fødd 21. mars í 1909, situr við kassan í handlinum. Bygdarfólkið rópa henda handilin ofta ,,á Høvdanum” ella at tey fara oman ,,til Bette” at keypa. Hon er tiltikin bersøgin, men hon styggir ongan frá sær kortini. Øll kenna Bette og tey flestu dáma hennara viðmerkingar, sum smella sum koyrlasløg. Hon er ófør at rokna í høvdinum og so skrivar hon so avbera vakurt. Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í Klaksvík. Í 1856 kemur fríhandilin. Tíðin hjá tí kongaliga einahandlinum er av. Hvør maður, sum er fyltur 25 ár og ikki hevur nakað ringt orð á sær, kann nú fáa sær egnan handil og teir gomlu kongaligu úthandlarnir verða seldir á uppboði. Í Klaksvík er væl av fólki komið saman henda dagin, 15. mai í 1856. Øll ognin hjá Kongaliga Handlinum her norðuri skal seljast. Spennandi fer at vera, hvør fær hana, tí fleiri eru um boðið. Sjálvur amtmaðurin Dahlerup er komin norður at vera hjástaddur. Hetta er sami ráðaríki Dahlerup, sum kemur sær upp í eitt eljustríð við løgtingsmenn og próstin í løgtinginum. Amtmaðurin er fastur løgtingsformaður. Vit síggja (frá vinstru) systrarnar Salomu, Sannu og Bette

Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

1

Bette og handilin á Høvdanum

Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette á

Høvdanum, fødd 21. mars í 1909, situr við

kassan í handlinum. Bygdarfólkið rópa henda

handilin ofta ,,á Høvdanum” ella at tey fara

oman ,,til Bette” at keypa.

Hon er tiltikin bersøgin, men hon styggir

ongan frá sær kortini. Øll kenna Bette og tey

flestu dáma hennara viðmerkingar, sum

smella sum koyrlasløg. Hon er ófør at rokna í

høvdinum og so skrivar hon so avbera vakurt.

Júst hesin handilin lat upp í 1972, men

Høvdahandilin er so nógv eldri enn so.

Søgan byrjar norðuri í Klaksvík.

Í 1856 kemur fríhandilin. Tíðin hjá tí

kongaliga einahandlinum er av. Hvør maður,

sum er fyltur 25 ár og ikki hevur nakað ringt

orð á sær, kann nú fáa sær egnan handil og

teir gomlu kongaligu úthandlarnir verða seldir

á uppboði.

Í Klaksvík er væl av fólki komið saman

henda dagin, 15. mai í 1856. Øll ognin hjá

Kongaliga Handlinum her norðuri skal

seljast. Spennandi fer at vera, hvør fær hana,

tí fleiri eru um boðið.

Sjálvur amtmaðurin Dahlerup er komin

norður at vera hjástaddur.

Hetta er sami ráðaríki Dahlerup, sum

kemur sær upp í eitt eljustríð við

løgtingsmenn og próstin í løgtinginum.

Amtmaðurin er fastur løgtingsformaður.

Vit síggja (frá vinstru) systrarnar Salomu, Sannu og Bette

Page 2: Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

2

Joen Olavus Andreasen Jógvan á Høvdanum átti 2. beiggjar og 3. systrar: Karl, giftist til Klaksvíkar við Hildu.

Andrias, giftist við Andreu úti í Lág. Tey búðu á Flatu-

trøð.

Karin, giftist við Palla inni í Bø.

Andrea, giftist til Eiðis.

Suffia, giftist við Andriasi uppi í Króki.

Jógvan Andreasen giftist við Helenu úti á Trøð

Tey fingu børnini:

Símun (doyði sum lítil).

Símun (doyði somuleiðis sum lítil).

Christian (Gigga), giftist við Fridu av Toftum, sum var

dóttir Jógvan í Norði.

Bette, ógift.

Luffa, fór til Klaksvíkar og giftist við Peturi Hans

Samson.

Sanna, giftist við Joen Carl Danielsen, sonur Andrias

Danielsen. Hann doyði á útróðri 21. nov. 1939, tá einasta

dóttirin, Jóhanna, var ein mánaða gomul.

Saloma, giftist við Poul Johannes Thomsen í Geilini.

Petra, ógift.

Kelda: Jana í Garði

12 løgtingsmenn við Hans David Matras á

odda klaga amtmannin í 1860, og fáa viðhald

niðri í Løgmálaráðnum.

Dahlerup verður fluttur úr Føroyum árið

eftir.

Fyrsti fólkatingsmaðurin í Føroyum, Niels

Winther, skrivar um vanvirðingini hjá

Dahlerup fyri løgtinginum m.a.: ,,...hvorledes amtmanden idelig blander sig i diskussionen, at han stadig taler siddende fra sit formands- sæde, medens de andre medlemmer rejser sig op, når de har ordet, at han fløjter ad de medlemmer, hvis taler han ikke ynder ...”

Spurningurin er, um hann hevði havt

dirvið til hatta, um Bette á Høvdanum hevði

sitið niðri í tingsalinum.

Tá hamarin fellur norðuri í Klaksvík, hevur

E. E. Meyer hægsta boð. Hann fær samlaðu

ognirnar fyri 6.210 ríkisdálar, men hann

keypir tær ikki til sín sjálvs.

Hann hevur fulltrú at keypa frá

,,tobaksfabrikant” Jørgen Peter Herman Bech

í Keypmannahavn.

Einahandilstíðin er av og strandingar liggja

ikki á boðunum.

Longu 16. mars í 1857 fær Johannes Pauli

Johansen, husmand på Strænder, handilsloyvi

og árið eftir, 19. febr. í 1858, fær Andreas

Berthelsen, husmand på Strænder, eisini

handilsloyvi.

Skjótt koma aðrir teimum á baki.

Nógvir úthandlar koma eisini á Strondum,

m.a. teir hjá A. W. Skibsted, M. C. Restorff,

J. P. Evensen & Søn og Thomsen á Tvøroyri.

Christian Andreasen, Gigga

Hurðin verður latin upp í handlinum á Høvdanum og tveir mans trína inn. ,,So, nú eru hasir ... agentarnir aftur. Eg orki ikki fyri teimum!” Bette fer afturum við agentunum, har kaffikannan stendur. Tey hugna sær óført.

Umleið ár 1870 fær handilsvirkið hjá

,,tobaksfabrikant” Jørgen Bech, sum nú eitur

Jørgen Bech & Sønner, sær ein úthandil á

Strondum.

Page 3: Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

3

Kunoyingurin, Símun Andreasen, verður

settur at stýra honum fyri 600 krónur um

árið.

Kona hansara verður rópt Lisbetta.

Tey vaska fisk á Høvdanum

Niðri á Høvdanum hava tey eitt bókasavn -

tað fyrsta á Strondum.

Listar t.d. Indbetalt for bøger, Modtaget bøger og Tilbageleverede bøger eru til skjals

enn.

Bæði fólk á Strondum, á Skála og á

Selatrað lána bøkur frá Símuni á Høvdanum.

Bøkurnar eru t.d. Alvor og Gammen, Pigen fra Norge, Peder Syv, Valdemar den Store, Martin Luther og fleiri aðrar.

Millum teirra, sum síggjast at hava lánt

bøkur haðani, eru Petrina Johannesen,

mamma Jógvan á Grund, og Skála-Magnus.

Sonur Símun og Lisbettu, Jógvan,

yvirtekur handilin í 1900 og løn hansara er

1000 krónur um árið.

Tá Jørgen Bech & Sønner gevast við

handlinum í 1912, keypir Jógvan handilin fyri

4000 krónur.

Gamli úthandilin á Høvdanum er nú

vorðin til eina stóru handilsfyritøku á

Strondum.

Ein annar sonur Símun, Karl, giftist norður

til Klaksvíkar. Hann og Jógvan keypa saman

við Kjølbro kendu sluppina ,,John Bull” í

1914, sum so nógvir strandingar hava verið

við. Henni eiga teir helvtina av, til beiggi

Kjølbro, Dávur í Gerðum, keypir teirra part í

1921.

,,Eg oman í pensionistahúsið? Har eru bara gamalt fólk. Hvat skal eg gera millum gamalt fólk?” spyr Bette eitt sindur hvattliga. Hon er tá farin langt um tey 80.

Tað er rættiliga nógv virksemi niðri á

Høvdanum og í Heygsstøð síðst í 1800-

talinum og langt inn í 1900-talið.

Handlarnir, tann á Høvdanum og tann hjá

Hans Jacob Johansen, skiftast annanhvønn

dag um at taka ímóti útróðrarfiski.

Hans Jacob Johansen handlar fyrst fyri J. P.

Evensen, men tekur so yvir sjálvur.

Hesin Hans J. Johansen er eisini bræv-

samlari.

Postur og posthús á Strondum Strendur var millum tær bygdir, sum fingu brævstøð

tann 1. juli 1903, men brævstøðin var niðurløgd aftur í

1908.

Ì tíðarskeiðnum frá 1908 til 1918 var ein

postskiftisstøð á Strondum. Tað var Magnus Christian-

sen, Skála-Magnus, sum hevði postin um hendi tá. Hann

hevði postavgreiðsluna heimi á Langanesi í teimum

húsunum, sum standa uppi enn.

Brævstøðin varð latin uppaftur tann 1. oktober 1918

og tá gjørdist Hans Jacob Johansen brævsamlari.

Brævstøðin var í krambúðini hjá Hans Jacobi Poulsen.

Krambúðin hjá honum stóð niðri í Heygsstøð.

Fyrsti brævsamlari var annars Joen Poulsen, lærari,

ættaður úr Svínáum.

Eftir ein eldsbruna í 1932 flutti brævstøðin inn í eitt

annað hús hjá Hans Jacobi. Talan er um núverandi

havnarskristovuna á Strondum. Her var posthúsið frá 4.

februar í 1932 til 30. juni 1967.

Kelda: Vilhelm Johannesen, Sune Jacobsen

Klippfiskur verður turkaður úti á stórum

fiskastykkjum.

Teir inni á Sjóvarhøvda turka sín fisk á

klettunum har í nánd og Andrias Danielsen á

Fløtunum turkar sín fisk vestanfyri á

Mógvaboða.

Page 4: Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

4

Umleið 1932 keypir Jógvan á Høvdanum

eitt lendi úti í Tanga at gera sær eitt

fiskastykki á.

Hann keypir tað frá kongsinum fyri 2000

krónur. Pætur í Geilini stendur fyri

arbeiðinum at gera fiskastykkið til.

Fiskurin verður fluttur av Heygsstøð út

hagar við jaktum fram til 1936, tá Gigga

keypir sær sín fyrsta lastbil.

Tá verður fiskurin koyrdur út í Tanga.

Tá kríggið kemur, gevast tey at turka fisk, tí

tá fara skipini at sigla við feskum fiski úr

Íslandi niður til Bretlands.

Í hesum virkna umhvørvið vaksa børnini

hjá Jógvani og Lenu á Høvdanum upp.

Tey eru øll somul sera litríkir persónar við

nøkrum felags lyndiseyðkennum: tey eru

sjálvstøðug, treisk og bersøgin.

Tey eru heldur ikki bangin fyri at royna

okkurt nýtt.

Elsti beiggin, Gigga, er til dømis tann fyrsti,

sum fær sær bil á Strondum.

Jana Poulsen, Jana í Garði, sum starvaðist í

Høvdahandlinum í 34 ár, minnist so týðiliga,

tá hesin lastbilurin hjá Gigga kom í land í

1936.

-Tað var ein hending av teimum heilt stóru í bygdini, tá bilurin hjá Gigga kom. Hann kom við eini jakt ella ferju - hesum bátum, sum førdu fiskin í land av skipum. Har var stór móttøka á Høvdanum.

Har var alt komið, sum krúpa kundi. Báturin legði at við Lágubrúgv og nakrir plankar vórðu lagdir ímillum bátin og brúnna, so bilurin fekst í land. So skuldi bilurin koyra upp gjøgnum nakrar trappur fyri at sleppa upp á vegin. Teir løgdu

okkurt á trapputrinini. Gigga setti seg við róðrið og ein rúgva av monnum trýstu á aftanfyri. Á veg upp sá tað einaferð rættiliga dramatiskt út.

Menninir vóru um at missa takið. Tað var líkt til, at bilurin fór í

knús ella endaði á sjónum. Øll hildu ondini, men tá trýsti Gigga hart á speedaran. Svartur roykur stóð upp gjøgnum skorsteinin og og bilurin skalv. Tað gekk. Teir fingu bilin við nógv stríð niðaná. Vegateinurin var ikki langur at koyra á í 1936. Vegurin inn eftir gekk ikki longur enn til har,

sum Effo-støðin nú liggur, og vesturum gekk hann bert norður móti Kolbeinagjógv.

Jógvan á Høvdanum doyr í 1948 og tá

tekur Bette við handlinum og eisini við

mynstringiniav skipsmanningum, sum pápi

hennara hevði havt undir hond í nógv ár.

Nú pápin er deyður, vísir Bette veruliga

sínar knotur sum vinnurekandi.

Hon fer tá, saman við beiggjanum Gigga,

undir at vaksa um virksemið niðri á Høvda.

Betty og Gigga byggja Turkihúsið á Høvdanum í 1950

Tey byggja eitt stórt turkihús í 1950, sum

tekur ímóti fiski frá trolarum hjá Poul

Lastbilurin hjá Gigga

Page 5: Bette og handilin á Høvdanum - sjovarkommuna.fo og handilin a... · Júst hesin handilin lat upp í 1972, men Høvdahandilin er so nógv eldri enn so. Søgan byrjar norðuri í

5

Hansen í Havn, m.a. Stellu Argus, og skipum

hjá J. F. Kjølbro í Klakvík.

Har standa so eini 20-30 fólk, bæði

kvinnur og menn. Tey leggja fiskin á rammur

og seta tær inn í skápini.

Turkihúsið hevur elevator, sum ikki var so

vanligt tá á døgum.

Tá turkihúsið á Skála kemur, dettur

virksemið á Høvdanum so líðandi burtur og í

sekstiárunum er myndin av handilinum

á Høvdanum tann, sum tey flestu um miðjan

aldur og eldri kenna.

Í norðara enda í húsinum niðri á

Høvdanum búleikast Bette, Sanna og Petra

undir somu lon.

Bette og Petra giftust ongantíð, meðan

Sanna var fyri tí vanlagnu at missa mannin

sum nýgift.

Við Lágubrúgv, á sínum fasta plássi, liggur

deksfarið hjá Gigga, Nólsoyar-Páll, altíð væl

málað og væl røkt.

Skuldi tú keypa okkurt í handlinum í

sunnara enda í húsinum niðri á Høvda og

hurðin var læst, mátti tú ganga niður

trappurnar til høgru og upp trappurnar til

vinstru og banka nakrar ferðir uppá.

Løtu seinni kom Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette,

út.

Har mátti gevast tol, hana

skundaði eingin undir.

Tú fórt til síðis og fylgdi

andektiga aftan á hesi lítlu,

tignarligu konu yvir í

handilin, sum tá hevði staðið

har í nærum 100 ár.

Betty doyði 22. januar ár

2000, 90 ára gomul. Keldur: Føroyar undir fríum handli, Hans J. Debes: Nú er

tann stundin..., J. P. Joensen: Fiskafólk, J. Símun Hansen: Havið og vit, Oluf Djurhuus:

Samstarv, Kongshavnar Havnastýri 1914-89, Posta: Postsøgan à Strondum, Jana Poulsen, Sune Jacobsen Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy

Bette á Høvdanum sum ung

Hesar ungu strandagenturnar rógva kapp á ólavsøku í 1928 við Fiskedræt