16
BØNARLØTAN Februar 2019 34. árg. 1. Fríggjadagur 4. Mós. 8.1-26 GRØNLAND, Qaqortoq, Marjun og Páll Poulsen Biðið, at Harrin sendir hjálparfólk til legurnar: 4. - 9. juli, gentur og dreingir 9-11 ár úr Qaqortoq 11. - 16. juli. gentur og dreingir 11-13 ár úr Qaqortoq 18. - 23. juli, gentur og dreingir 9-13 ár av bygd 25. - 30. juli, ungdómslega 14-17 ár. Tørvur: Leiðarar, kokkar, hjálparfólk, tónleikarar, náttar- vakt, frítíðararbeiði. Seinastu árini hava vit verið undirmann- að orsakað av manglandi seingjarplássi. Tað verður ikki ein trupulleiki, nú vit væntandi taka nýggju starvsfólkahúsini í brúk. Kontakt: Marjun I. Stauss, tel. 257069, Napoleon Smith, tel. 260524, Marjun Vilhelm tel. 275181. Í fullsettari ítróttarhøll í Qaqortoq tóku Marjun og Páll ímóti heiðurs- tilnevningini Ársins Borgarar “for deres indsats for lokalsamfundets børn og unge”. Simon Simonsen, varaborgarstjóri og landstingslimur, tulkar Páll í stuttari takkarrøðu. Lógvabrestirnir rungaðu, tá Páll segði, at peningagávan, 5000 kr., skuldi fara til at gera fótbóltsvøll.

Februar 2019 34. árg. - KBSkbs.fo/files/Bonarlotan-feb19-highres.pdf · vitjan á [email protected]. 2. Leygardagur Jóh. 8.1-30 ATLANTIC MISSION Birgit og Svenning av

  • Upload
    others

  • View
    3

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • BØNARLØTANFebruar 2019 34. árg.

    1. Fríggjadagur 4. Mós. 8.1-26

    GRØNLAND, Qaqortoq, Marjun og Páll PoulsenBiðið, at Harrin sendir hjálparfólk til legurnar:4. - 9. juli, gentur og dreingir 9-11 ár úr Qaqortoq11. - 16. juli. gentur og dreingir 11-13 ár úr Qaqortoq18. - 23. juli, gentur og dreingir 9-13 ár av bygd25. - 30. juli, ungdómslega 14-17 ár.Tørvur: Leiðarar, kokkar, hjálparfólk, tónleikarar, náttar-vakt, frítíðararbeiði. Seinastu árini hava vit verið undirmann-að orsak að av manglandi seingjarplássi. Tað verður ikki ein trupul leiki, nú vit væntandi taka nýggju starvsfólkahúsini í brúk. Kontakt: Marjun I. Stauss, tel. 257069, Napoleon Smith, tel. 260524, Marjun Vilhelm tel. 275181.

    Í fullsettari ítróttarhøll í Qaqortoq tóku Marjun og Páll ímóti heiðurstilnevningini Ársins Borgarar “for deres indsats for lokalsamfundets børn og unge”. Simon Simonsen, varaborgarstjóri og landstingslimur, tulkar Páll í stuttari takkarrøðu. Lógvabrestirnir rungaðu, tá Páll segði, at peningagávan, 5000 kr., skuldi fara til at gera fótbóltsvøll.

  • KRINGVARPIÐ 3. febr. útvarpsmøti, Kedron, Sørvágur 10. febr. sjónvarpsmøti, Nazaret, Kaldbak 17. febr. sjónvarpsandakt, Hjørleif Vang

    R7 (meir á www.evr.fo) Sunnukvøld . kl. 20. . .Kelduvaðið (endursent hóskv. kl. 21)Týskvøld . . . . kl. 21 . . .Á torginum (endursent sunnud. kl. 12.30)

    Føroysk møti í Jútlandi 9. febr. kl. 19 í Livets kilde, Ådalsparken 33, Esbjerg. 9. febr. kl. 19 í Bethaniakirkjuni, Dag Hammarskjølds- gade 2A, Aalborg.

    DANMARK, Hirtshals, MaltaAnna og Hans DjurhuusMansstevna verður á Malta frá 1. febr. kl. 20 til 3. febr. Einar Vang, Jens Bech og Svein úr Prestgarði luttaka. 2. febr. kl. 20 og 3. febr. kl. 18 verða almenn, evangelisk møtir.

    FRAKLAND, Nantes, OMCecile og Jóhannis MortensenSarah 8, Leah 5, Abigail 0Vit gleða okkum at koma til Føroya 4. - 22. febr. at vitja samkomur. Sig-ið okkum endiliga frá, um tit ynskja vitjan á [email protected]

  • 2. Leygardagur Jóh. 8.1-30

    ATLANTIC MISSIONBirgit og Svenning av LoftiÍ jan. vóru Svenning, Ruth Gaard-lykke og Páll á Lakjuni í oynni Mull við vesturstrond Skotlands at fáa samband við samkomur og ein stakl ingar har og inni á skotska meginlandinum. Avgerð er tikin, at Atlantic Mission vitjar Mull 15. - 29. apríl við Juvel II. Eisini verður vitjað í býunum Oban og Fort William á megin landinum. Gleðiligt, at 12 ungfólk koma við. Farið verður í øll hús í Mull við innbjóðingum og traktatum; har-umframt verða møti, útifundir og serstøk tiltøk fyri menn og kvinnur; tveir skúlar í oynni verða eisini vitjaðir. Tá Juvel II leggur at bryggju í høvuðsstaðnum Tobermory, heldur hægsta umboð í oynni røðu og bjóðar vælkomin. Biðið um andaliga veking, at vitjanin setir mót í tey trúgvandi, og at menn-iskju verða frelst. Meir kunning í mars og hjá Svenning, tel. 212045, [email protected] og Ruth, tel. 519090, [email protected]

    3. Sunnudagur 4. Mós. 9.1-23

    USA, Alabama, NTMJudy og Óli á Grømma JacobsenTakk fyri forbøn, tí alt hevur gingið so væl hesar 3 mánaðirnar í Asia. Eg tali í Miami í dag. Restina av febr. verða vit heima; eg skal til tannlækna, húðlækna, oyrna- nasa- og hálslækna, o.a. Vit fyrireika altjóða fundirnar hjá NTM í Onglandi í mars. Eg eri formaður í nevndini, tí er nógv at gera.

  • 4. Mánadagur Jóh. 8.31-59

    ONGLAND, NTM North Cotes (f)Erla og Ingvard PetersenNatan 155. - 16. febr. undirvísir Ingvard á North Cotes College í Kolossebrævinum. Biðið. at ferðing og undirvísing eydnast.

    FØROYAR– Anna Maria og Rógvi Joensen– Vanja og Svein í Prestgarði, Jenny 11, Svend 9, Terji 6, Petra 5

    5. Týsdagur 4. Mós. 10.1-17

    FILIPSOYGGJAR, NapludMonika og Tim SharpRagnhild 15, Rebekka 13, Hanna 10Tim ferðast nógv suðureftir á motor-súkklu, undirvísir og vitjar samkomur. Vegirnir eru ofta sera ringir. Herfyri var hann fyri vanlukku og breyt fótin. Í febr. hjálpir Monika til á stóru, árligu leguni, sum skúlin Faith Academy skipar fyri nærhendis Manila.

    Liz og Ragnar NiclasenVit flúgva úr Kanada 23. febr. til Manila. Vit gleða okkum at sleppa at brúka tilfarið, vit sjálv hava skrivað, og takka Gudi fyri tey mongu, sum hava brúkt tilfarið og hava evangeliserað millum síni egnu, enntá í øðrum bygdum.

  • 6. Mikudagur Mark. 1.1-20

    DANMARK Keypmannahavn, KristnastovaDora og Niels Pauli NónsteinSigrid 10, Andreas 9, Kristina 7 Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, síggj ast eisini nýggir útisetar ímillum unga fólkið í Kristnastovu. Vit vóna, at teir skjótt fara at trívast í samkomuni. Fyrst í febr. er árligi samkomu-fundurin, tá vit tosa um trivna, tænastu og visiónir.

    DANMARK, KeypmannahavnSusan og Øssur BerghamarVit halda á í tænastuni millum sjúkl-ing ar og avvarðandi. Vit hava eisini samband við fastbúgvandi føroyingar – summir teirra við serstøkum tørvi. Hugsanin er at hava nýggju andaktsbókina „Ein dag í senn“ við okkum, tá vit [email protected]

    DANMARK, MåløvSara og Andrew BerghamarMiriam Joy 15, Noah 12, Lydia Sigrid 1Nú er málkaféin byrjað aftur. Biðið, at vit síggja nýggj andlit, og at vit fáa dirvi at vitna um Jesus, tá lagaliga løtan er.

  • 7. Hósdagur Sálmur 34

    FØROYARShamila og Høgni Johannesen, Adonia 11Í febr. og mars læri eg meg at brúka YouTube-upptøkur til trúarverju og evangelisering á netinum. Okkara arbeiði fevnir nú meiri um bólkaarbeiði og hirðatænastu. Vit biðja Harran um vísdóm. Adonia fer til kanningar á Hvidovre Sjúkrahúsi 8. febr.– Rutt og John í Skemmuni– Annika og Poul Færø– Maria og Jens Bech– Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi– Else og Poul Johan DjurhuusH Í dag fyllir Eli Samuel Joensen 14 ár.

    8. Fríggjadagur 4. Mós. 10.18-36

    PAPUA NÝGUNIEAAnnika og Simon FlanaganNya 10, Noah 9, Karis 5, Judah 3, Ethan 1Vit eru nú á trúboðarastøðini í PNG. Áðrenn vit flyta inn í frumskógin, er nógv umvælingararbeiði at gera í húsunum umframt uppíbygging. Vit vóna at flyta inn 18. febr., fyrst bara í eina viku. Vit hava verið sjúk og havt oyrnabruna av ráliga og slavna veðurlagnum. Biðið eisini fyri heimaundir-vísingini hjá børnum okkara, og at tey venja seg við nýggju lívskorini. Stórur tørvur er í Mengen-samkomuni. Heimasíða: www.declaringthegospel.com

    PAPUA NÝGUINEA, Sorimi (fj.arb.)Carol og Poul Joensen, Ísak 16

  • 9. Leygardagur Mark. 1.21-45

    USA, North CarolinaCharlotte, Calvary ChurchGudny og John MunroJohn hevur útvarpssendingina The Verdict, sum hoyrist hvønn dag í 7 býum í USA. Í mars verður hon at hoyra í fleiri londum í Afrika ígjøgnum Trans World Radio.

    TEILAND, Chiang MaiCorine og Sørin JoensenEli 14, Aron 7, Noah Kristian 5

    10. Sunnudagur 4. Mós. 11.1-20

    ONGLAND, NTM North CotesJulie og Sonni PoulsenVit eru stødd í USA at vitja familju. Í febr. saman við eldra syn inum Mikeli og familjuni. Vit gleða okkum ómetaliga, tí tey síggja vit minst. Stóra takk øll tit, sum so trúliga biðja! Harrin løni tykkum fyri hetta megnar verk í missión – at stríð ast í bøn fyri okkum. Vit verða aftur í Grimsby í mai.

    ZAMBIA, Ndola, GLONanna og David Lukama Josiah 14, Micah 12, Ezra 10, Uhenya 7, Boas 5

  • 11. Mánadagur Mark. 2.1-28

    DANMARK, KoldingJan og Anne ZachariassenEg fari til Ungarn á evropeiska deyva-samkomustevnu í eina viku. Vit fyri-reika bíbliustevnu fyri deyv í Estlandi í nov. Torført er at fáa samband við tey ungu deyvu í dag, tí nú fáa flestu teirra „cochlear implant“, ganga ikki í deyvaskúla og búgva spjadd.

    DANMARKGlostrup FrikirkeVit eru takksom fyri tey, sum hava gingið undan trúføst og tænandi í samkomuni, men sum nú eru nádd aldrinum, sum Prædikarin skrivar um: „táið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, táið tær, ið á kvørnini mala, gevast, tí tær eru ov fáar…“ Harri, styrk og signa tey eldru í samkomum okkara!

    VENESUELA, Puerto OrdazNurimar og Jóhs. Frants PoulsenPolitisk og hernaðarlig kreppustøða er í Venesuela, sum órógvar trúboðararnar.

    ÍSLAND, Reykjavík, AkurinnRósa og Jógvan PurkhúsAkureyri, Sjónarhæð, Ástjørn

  • 12. Týsdagur 4. Mós. 11.21-35

    OM, LOGOS HOPE22. - 24. febr. verður Mini-Teenstreet í Bylgjuni í Runavík, evnið er „Djørv“. Biðið, at Harrin kallar tey ungu.

    SUÐURAFRIKA, Aids HopeTanja Mortensen hevur fingið uppihaldsloyvi næstu tvey árini.

    BRASILIA, RECIFEMaria Schwartson er nú á DTS-bíbliuskúlanum, 3 mánaðir í skúla og 2 mánaðir í missión.

    ONGLAND, Birmingham, OMClaire og Craig NiclasenElizabeth 12, Rebekah 10, Lydia 8

    13. Mikudagur Mark. 3.1-19

    GRØNLAND, NuukHans SivertsenFilip og Ane Sivertsen, Cecilie 16, Kristian 14Óli og Anne-Sophie Tindalíð, Liljan 13, Leanna 12Barnalegurnar byrja 23. juni. Tvær tær fyrstu 9-13 ár; síðan ungdómslega 13-16 ár og síðst familjulega. Á hvørji legu 5 lið við 7 børnum hvørt. Vit eru fáment. Tørvur er á 15-18 hjálparfólkum. Nærum til hvørja legu er bíðilisti. Tað kost-ar at ferðast til Grønlands, tí er best at vera tvær vikur og taka nakrar dagar hvørjumegin til ferðing og sigling. Kunn-ing: Ragn hild í Skorini Jacobsen tel. +299 486448. Thorvald Gaard lykke kemur fyrst í juni at gera vatnorkuverkið liðugt og gera ábøtur. Honum tørvar arbeiðsfólk at hjálpa. Tel. 519191.

  • 14. Hósdagur Sálmur 35

    USASolveig og Daniel KindaDaniel fer til Nýfoundlands 1. apríl at gera bátin kláran til ferðina til Grøn-lands í juli. Solveig fer eisini, um hon tá hevur fingið ríkis-borgararætt í USA.

    GRØNLAND, Juvel IIAnna og Óli SteinbergH Í dag fyllir Aron Joensen 7 ár.

    15. Fríggjadagur 4. Mós. 12.1-16

    FØROYARElin og Jógvan Jacobsen, Boas 11VISSA, bíbliuundirvísing fyri ung í 7. flokki, er byrjað aftur. Biðið fyri teimum uml. 40 ungu, sum møta til hetta hvønn týsmorgun í 10 vikur.– Unn og Jógvan Zachariassen– Lis Zachariassen

    16. Leygardagur Mark. 3.20-35

    NTM FØROYARNoomi og Eli ChristiansenHadassa 8, Tabita 5, Debora 3, Natan 029. - 31. mars fara vit við liði til NTM í Onglandi á skeiðið Reach. Kunning á [email protected] ella tel. 230009

  • 17. Sunnudagur 4. Mós. 13.1-33

    ÍRLANDGuðrun og Ivor TuttyKarina 17Biðið, at Timothy og Karina trívast her í Írlandi. Vit eru takksom fyri samkomuna her og taka spakuliga lut í arbeiðnum. Næstu mánaðirnar hitta vit fólk kring Írland at kunna um Global Serv Int. (GSI) og greiða frá, hvussu vit hjálpa samkomum at náa illa atkomuligum økjum við evangeliinum.

    18. Mánadagur Mark. 4.1-20

    ITALIA, Sant’EliaHeidi og Regin GuttesenNoah 16, Megan 14, Trisha 6, Emma 2„Umano“ er nýggj tænasta, sum vit sum samkoma eru farin undir. Umano tekur ímóti klæðum frá fólki og handlum, sum síðani verða givin fólki í neyð – flóttum og italienarum. 22. - 24. febr. undirvísir Regin á landsumfatandi mansstevnu.

    SVEIS, Nyon, Westlake ChurchJeanette og Solomon Magura, Reuben 5, Micah 5 Vit eru takksom fyri fíggjarliga stuðulin, Harrin hevur signað samkomuna við, og sum ger, at vit kunnu halda á í verkinum her. Biðið framhaldandi, at vit finna hóskandi hølir til vaks-andi samkomuna og børnini.H Í dag fyllir Natan Petersen 16 ár.

  • 19. Týsdagur 4. Mós. 14.1-19

    TURKALAND, IstanbulAnnika og Stephen EverettVit vænta at fara nakrar túrar eystur-eftir í Turkalandi í ár og at hava meiri undirvísing av toymum, sum koma higar. Á jólum og nýggj-ár inum høvdu tey úr at gera á bíbliubrævaskeiðnum BCC Turkey; tey sendu yvir 1000 pakkar út eina viku, nógv meir enn vanligt.

    20. Mikudagur Mark. 4.21-41

    PAPUA NÝGUINEA, MadangNatalie og Philip Hansen, Louis 1Vit eru nú tríggjar trúboðarafamiljur í toyminum og eru farin at fáa tilfar til vega at byggja hús. Vit biðja saman í toymi at vita, hvønn ættarbólk vit skulu fara til at tæna. Natalie er við barn.

    TÝSKLAND, Hückeswagen, Ethnos 360 Wina og Benjamin Hansen, Noah Elias 7Wina hevur síðsta árið havt pínu í vinstru síðu, sum er versnað síðstu mánaðirnar. Hon er innløgd á sjúkrahús til kanningar. Biðið, at orsøkin verður funnin og Wina grødd. Skrivstovu-bygningurin hjá Ethnos 360 í Týsklandi skal høvuðsumvælast og útbyggjast. Umvælingin skuldi byrja í mai 2018, men vit bíða framvegis eftir loyvi frá myndugleikunum.

    USA, Nebraska, Ethnos 360 (fyrrv. NTM)Rachel og Peter Hansen, Caleb 16

  • 21. Hósdagur Sálmur 36

    MEKSIKO, Michoacán, PuruandiroHansy og Martin TuohyIsabel 14, Victoria, 12, Emma Grace 11, Jónatan 9, Markus 6, Evita Linda 3, Joy Hanna 2Biðið, at tað eydnast at seta vindeygu í nýggja salin og leggja gólv millum hæddirnar umframt at gera hampiligan køk og elarbeiði.

    MEKSIKO, Mixtec, OaxacaInga McKendry

    22. Fríggjadagur 4. Mós. 14.20-45

    SKOTLAND, MotherwellGLO, Tilsley CollegeDorit og Simon MarshallVit hava eyka næmingar til fyrst í mars, tí er skúlin fullur og trongur allan febr. Teir fara síðan til Onglands og Wales í eina viku at hjálpa til í samkomum. Biðið, at Harrin kallar nógvar og rættar næmingar til næsta skúlaár.

    23. Leygardagur Mark. 5.1-20

    FILIPSOYGGJAR, Puerto PrinsessaCathy og Jógvan J. RasmussenUm Gud vil, fari eg stuttan túr til Balabac í apríl. Hetta verður fyrstu ferð, eg vitji har í meira enn fýra ár.

  • 24. Sunnudagur 4. Mós. 15.1-21

    JAPANShino og Hallur MortensenKano 9, Nana 7, Louie 5Biðið, at fleiri eisini ikki-trúgvandi koma á kaféina, at tey kenna seg væl millum okkara og fáa áhuga at vita meira um Jesus. Biðið eisini fyri bíbliubólkinum hjá Shino, at tær konur, sum koma, skilja evangeliið, og at fleiri koma við.

    25. Mánadagur Mark. 5.21-43

    SENEGAL, TongiaLív PoulsenVit verða skjótt liðug at rættlesa Opin-beringina og halda so á at rættlesa Kolossebrævið, Galatiabrævið og 2. Korintbræv við ymiskum málhjálparum. Mínir starvsfelagar eru afturkomnir, so vónandi byrja bíbliutímarnir skjótt. Takk, at tit hava biðið, nú eg havi verið einsamøll í bygdini. Ungi trúgvandi maðurin, ið umsetur úr Gamla Testamenti, møtir nógvari mótgongd í bygdini. Biðið, at Harrin gevur honum góða konu.

    Útgevari: KBS (Kristniboðssambandið) Blaðnevnd: Róland í Skorini, ábyrgd, Elsa í Skorini, Randi Østerø, Selma Godtfred, Kristianna J. Heinesen, Jónvør Christiansen, Lea Wolles, Barbara og Ragnar Vest, Hanna og Sigurð Ó. Vang.Avgreiðsla: Óla Hendrik av Fløtum, tel. 227057.Uppseting: Palli Skorheim, tel. 290087.Myndasavn: [email protected]

  • 26. Týsdagur 4. Mós. 15.22-41

    GUINEA VESTURAFRIKA, Tarencha, NaluMarion og Hans Arni JensenJens Allan 17, Ryan 9Vit eru takksom, at dóttir okkara vitjaði í 3 vikur um árs-skiftið. Tað eru 5 ár, síðan hon var í Vesturafrika. Tríggjar familjur og ein ungur maður eru komin at virka her á fyrsta sinni. Biðið, at vit verða teimum góð hjálp.H Í dag fyllir Elizabeth Niclasen 13 ár.

    27. Mikudagur Mark. 6.1-29

    ONGLAND, CornwallAnna og David RoddaVit eru higartil sloppin undan vetrar-sjúkum. Pastor Musa í Senegal hevur søkt um at senda bíbliutímar á einari radiostøð aftur at. Bíðað verður eftir, at stjórin á støðini tekur støðu. Musa ynskir eisini at byrja bíbliutímar í Mbayar, bygdini, vit búðu í. Vit vóna, at fleiri melda seg at luttaka. H Í dag fyllir Rebekah Niclasen 11 ár.

    Prent: Føroyaprent, tel. 314555.Teldupostur: [email protected]íða: www.kbs.fo

    ©KBS. Loyvt er at endurgeva tilfarið, um keldan verður nevnd.

  • 28. Hósdagur Sálmur 37

    BÓKATÆNASTANBiðið fyri bókatænastuni hjá Leirkerinum, Logos Hope og Bókasøluni Logos!

    Nýggj bók!Vlado – „Goddag, det er færdselspolitiet“

    230 kr.Vlado Lentz, kendur frá sendingini Politijagt í DR, skrivar um at jagstra ferðslusyndarar, rúsaðar bilførarar og aðrar brotsmenn fyri at hindra deyðiligum vanlukkum. Vlado greiðir frá royndum sum løgreglumaður í meir enn 33 ár: „Tað er tor-ført at siga avvarðandi frá, at tey hava mist ein kæran… Sum kristin leingist mær eftir at menniskju læra Jesus at kenna, tí í honum finna vit kærleika og frið, sum heimurin ikki kann geva okkum“.

    Opið gerandisdagar kl. 14-18, leygardag kl. 12-16. Tel. 312372 / 282372 www.logos.fo