14
1 Norðhavssild (Clupea harengus) Gýtingarøki: Vesturstrond Noregs (út fyri Møre og Trøndelag) í mars. Uppvakstrarøki: Barentshavið. Føðiøki: Norskahavið. Vetrarøki: Vestfjørðurin, Tysfjørðurin og Ofotfjørðurin (Innan fyri Lofoten oyggjarnar í Norðurnoregi). Seinnu árini (síðani 2001) hevur ein partur staðið uttan fyri Lofoten oyggjarnar. Gýtingaraldur: 5-7 ár. Sild kann gerast 25 ár, men við dagsins fiskiskapi gerst hon tó hægst 15 ár. Hon kann viga upp í 600 g og verður sjáldan longri enn 40 cm. Alment um sild Sild er ein uppsjóvarfiskur (pelagiskur), ið ferðast víða. Eyðkenni fyri uppsjóvarfiskarnar undir Føroyum er, at teir eru felagsstovnar, t.e. stovnar, ið vit hava í felag við onnur øki (lond). Londini, ið umsita stovnarnar, verða nevnd strandalond. Í okkara føri er talan um ferðandi stovn, ið kemur inn í føroyskan sjógv at leita sær føði ein part av árinum ella lívinum. Hóast sild av ymiskum uppruna kann vera við Føroyar í størri og minni nøgdum, verður her bert greitt frá norðhavssildini, ið verður umsitin av Noregi, ES, Føroyum, Íslandi og Russlandi í felag. Áðrenn sildin hvarv norðanfyri (1968-70), ferðaðist tann vaksna sildin eftir gýtingina út í Norskahavið at leita sær føði. Føðiøkið áðrenn 1960 var serliga millum Eysturísland og Jan Mayen. Seinni skifti tað til økið millum Jan Mayen og Bjarnoynna. Um heystið kom sildin saman á vetrarøkinum út av Eysturíslandi, og seinni um veturin byrjaði ferðingin móti gýtingarøkinum við vesturstrond Noregs. Yngulin rekur við streyminum fram við norsku strondini. Nakað av ynglinum fer inn undir land á firðir og víkir, meðan nakað verður verandi uttanskers og nakað fer inn í Barentshavið. Tey ár, tá góðir árgangir koma undan, rekur tað mesta av ynglinum í Barentshavið og norðara partin av Norskahavinum. Unga sildin verður verandi innanskers og í Barentshavinum 3-4 ár, áðrenn hon byrjar at ferðast vestur í hav at leita sær føði. Útbreiðslan í nýggjari tíð, tað er eftir 1991, tá sildin aftur kom út á hav at leita sær føði aftan á gýtingina, er víst á Mynd 1. Størsta broytingin er, at vetrarøkið í dag er flutt úr opnum havi inn á ein djúpan fjørð innan fyri Lofoten, har sjógvurin er rættuliga kaldur. Sildin kemur vanliga í føroyskan sjógv í apríl/mai mánað. Útbreiðsla og ferðing á sumri 1995 og 2002 er víst í Mynd 2. Seinastu árini hevur sildin flutt seg longur og longur norður um summarið, úr føroyskum øki, við tí úrsliti, at eingin veiða hevur verið í føroyskum sjógvi síðani 1998. Á kanningartúri við Magnus Heinasyni í mai 2003 og í 2004 varð norðhavssild aftur funnin í føroyskum sjóøki, og líkt er til, at tann stóra sildin, millum annað tann góði 1992-árgangurin, er komin vestur í okkara øki aftan á gýtingina at leita sær føði (Mynd 3). Meðan botnfiskastovnar sum toskur og hýsa illa fiskast niður um tað mark, har tilgongdin verður ávirkað, so ber hetta væl til fyri uppsjóvarfisk sum sild og makrel. Fyri norðhavssildina hevur tað víst seg, at síðan gýtingarstovnurin fór niður um 2,5 milliónir tons, er bert ein líkinda árgangur komin undan, og var tað 1983-árgangurin. Hesin førdi til, at gýtingarstovnurin aftur fór at mennast, og gýtingarstovnurin í 1988 gjørdist størri enn hetta minsta mark. Árgangirnir 1990-1993 eru allir størri enn miðal, og árgangurin frá 1992 er sera góður. Hesin førdi til, at gýtingarstovnurin vaks upp um 8 milliónir tons í 1997, men síðani er gýtingarstovnurin aftur minkaður niður í gott 5 milliónir tons í 2002. Mett verður, at bæði 1998- og 1999-árgangirnir er góðir, og hesir eru so smátt farnir vestur í hav at leita sær føði og verða at síggja millum gýtingarfiskin komandi ár. D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Norðhavssild (Clupea harengus

  • Upload
    others

  • View
    8

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Norðhavssild (Clupea harengus

1

Norðhavssild (Clupea harengus) Gýtingarøki: Vesturstrond Noregs (út fyri Møre og Trøndelag) í mars. Uppvakstrarøki: Barentshavið. Føðiøki: Norskahavið. Vetrarøki: Vestfjørðurin, Tysfjørðurin og Ofotfjørðurin (Innan fyri Lofoten oyggjarnar í Norðurnoregi). Seinnu árini (síðani 2001) hevur ein partur staðið uttan fyri Lofoten oyggjarnar. Gýtingaraldur: 5-7 ár. Sild kann gerast 25 ár, men við dagsins fiskiskapi gerst hon tó hægst 15 ár. Hon kann viga upp í 600 g og verður sjáldan longri enn 40 cm. Alment um sild Sild er ein uppsjóvarfiskur (pelagiskur), ið ferðast víða. Eyðkenni fyri uppsjóvarfiskarnar undir Føroyum er, at teir eru felagsstovnar, t.e. stovnar, ið vit hava í felag við onnur øki (lond). Londini, ið umsita stovnarnar, verða nevnd strandalond. Í okkara føri er talan um ferðandi stovn, ið kemur inn í føroyskan sjógv at leita sær føði ein part av árinum ella lívinum. Hóast sild av ymiskum uppruna kann vera við Føroyar í størri og minni nøgdum, verður her bert greitt frá norðhavssildini, ið verður umsitin av Noregi, ES, Føroyum, Íslandi og Russlandi í felag. Áðrenn sildin hvarv norðanfyri (1968-70), ferðaðist tann vaksna sildin eftir gýtingina út í Norskahavið at leita sær føði. Føðiøkið áðrenn 1960 var serliga millum Eysturísland og Jan Mayen. Seinni skifti tað til økið millum Jan Mayen og Bjarnoynna. Um heystið kom sildin saman á vetrarøkinum út av Eysturíslandi, og seinni um veturin byrjaði ferðingin móti gýtingarøkinum við vesturstrond Noregs. Yngulin rekur við streyminum fram við norsku strondini. Nakað av ynglinum fer inn undir land á firðir og víkir, meðan nakað verður verandi uttanskers og nakað fer inn í Barentshavið. Tey ár, tá góðir árgangir koma undan, rekur tað mesta av ynglinum í Barentshavið og norðara partin av Norskahavinum. Unga sildin verður verandi innanskers og í Barentshavinum 3-4 ár, áðrenn hon byrjar at ferðast vestur í hav at leita sær føði. Útbreiðslan í nýggjari tíð, tað er eftir 1991, tá sildin aftur kom út á hav at leita sær føði aftan á gýtingina, er víst á Mynd 1. Størsta broytingin er, at vetrarøkið í dag er flutt úr opnum havi inn á ein djúpan fjørð innan fyri Lofoten, har sjógvurin er rættuliga kaldur. Sildin kemur vanliga í føroyskan sjógv í apríl/mai mánað. Útbreiðsla og ferðing á sumri 1995 og 2002 er víst í Mynd 2. Seinastu árini hevur sildin flutt seg longur og longur norður um summarið, úr føroyskum øki, við tí úrsliti, at eingin veiða hevur verið í føroyskum sjógvi síðani 1998. Á kanningartúri við Magnus Heinasyni í mai 2003 og í 2004 varð norðhavssild aftur funnin í føroyskum sjóøki, og líkt er til, at tann stóra sildin, millum annað tann góði 1992-árgangurin, er komin vestur í okkara øki aftan á gýtingina at leita sær føði (Mynd 3). Meðan botnfiskastovnar sum toskur og hýsa illa fiskast niður um tað mark, har tilgongdin verður ávirkað, so ber hetta væl til fyri uppsjóvarfisk sum sild og makrel. Fyri norðhavssildina hevur tað víst seg, at síðan gýtingarstovnurin fór niður um 2,5 milliónir tons, er bert ein líkinda árgangur komin undan, og var tað 1983-árgangurin. Hesin førdi til, at gýtingarstovnurin aftur fór at mennast, og gýtingarstovnurin í 1988 gjørdist størri enn hetta minsta mark. Árgangirnir 1990-1993 eru allir størri enn miðal, og árgangurin frá 1992 er sera góður. Hesin førdi til, at gýtingarstovnurin vaks upp um 8 milliónir tons í 1997, men síðani er gýtingarstovnurin aftur minkaður niður í gott 5 milliónir tons í 2002. Mett verður, at bæði 1998- og 1999-árgangirnir er góðir, og hesir eru so smátt farnir vestur í hav at leita sær føði og verða at síggja millum gýtingarfiskin komandi ár.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 2: Norðhavssild (Clupea harengus

2

Veiða Heildarfiskiskapurin eftir norðhavssild í 2003 var umleið 773.000 tons. Harav veiddu føroysku nótaskipini 26.938 tons (vit fiskaðu soleiðis ikki alla okkara ásettu kvotu fyri 2003, sum var gott 29.500 tons). Veiðan seinastu árini er víst í Talvu 1. Strandalondini gjørdust ikki samd um at býta eina heildarkvotu fyri 2004 millum sín, og tí settu flestu londini egnar kvotur. Líkt er til, at londini halda seg til egnar ásettar kvotur, ið tilsamans geva umleið 825.000 tons fyri 2004, ið svarar til ráðgevingina frá ICES fyri 2004. Heildarveiðan pr. kvartal í 2003 er víst í Mynd 4. Veiðan eftir norðhavssildini byrjar vanliga í seinnu helvt av februar út fyri Sundmøre (Svinøy) við vesturstrond Noregs. Hesin fiskiskapur eftir gýtingarfiski endar í mars, tá sildin fer frá landi aftan á gýtingina. Fiskiskapurin tekur seg upp aftur í mai í altjóða ella føroyskum sjógvi. Seinni um summarið verður fiskað longur norðuri í altjóða sjógvi og í Jan Mayen økinum. Út í august mánað tekur fiskiskapurin seg upp aftur norðarlaga í altjóða økinum ella Svalbardøkinum, áðrenn sildin byrjar at ferðast suður móti vetrarøkinum aftur. Føroysku skipini fylgja henni tá, líka til hon fer inn um norska 12 fj. markið, einaferð í september ella oktober mánað. Veiða fyri hvønn aldur í stovninum er víst í Talvu 2, og vekt fyri hvønn aldur í stovninum sæst í Talvu 3. Kynsbúning fyri hvønn aldur í stovninum er soleiðis: sild undir 4 ár er óbúgvin, 30% er búgvin við 3 ár, 90% er búgvin við 4 ár og øll sild eldri enn 4 ár er búgvin. Hesin búningarstigi hevur ikki verið broyttur. Stovnsmetingar Til stovnsmetingarnar verða veiðitøl, merkingar, ekkókanningar og yngulkanningar nýttar. Tølini, nýtt í stutttíðarforsøgnini, eru víst í Talvu 4. Úrslitini eru víst á Mynd 5a-d og Talvu 5. Tilvísingarvirði Strandalondini samdust í 1999 um eina langtíðarumsitingarætlan (veiðisetning) fyri henda stovn at byrja í 2001. Henda stýring byggir á at:

1. halda gýtingarstovninum oman fyri 2,5 milliónir tons (Blim); 2. veiðan skal stýrast við ásetan av mestloyvdari veiðu (TAC), so at veiðitrýstið ikki verður

hægri enn 0,125 (11%); 3. um gýtingarstovnurin fellur undir 5 milliónir tons (Bpa), skal veiðitrýstið í stk. 2. lækkast

soleiðis, at gýtingarstovnurin aftur fer upp um tey 5 milliónir tonsini; 4. ætlanin skal endurskoðast hvørja ferð ICES kemur við nýggjari ráðgeving.

ICES metir hesa ætlan at vera í tráð við fyrivarnismeginregluna. Úrslit Stovnurin er hampiliga væl fyri og er innan fyri lívfrøðiligar karmar. Veiðitrýstið er um ella beint niðan fyri Fpa, sum er 0,15 (ella 13%). Tann sera góði 1992-árgangurin fekk gýtingarstovnin at vaksa upp um 8 milliónir tons í 1997, men síðani er hann aftur minkaður til gott 5 milliónir tons í 2002 (Talva 3). Árgangirnir 1998 og 1999 eru báðir mettir at vera lutfalsliga góðir, soleiðis at gýtingarstovnurin, ið er mettur at vera umleið 5,8 milliónir tons í 2003, fer at vaksa upp í 6,7 milliónir tons í 2004 (sí framskrivingarnar). Framskrivingar og útlit fyri 2005: Grundarlag: "Catch constraint" ella veiða (2004) = 8251), ið gevur eitt Fw(2004)2) = Fsq = 0,17; Gýtingarstovnurin, SSB (2004) = 6966.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 3: Norðhavssild (Clupea harengus

3

Vekt í '000 t. Fsq er "status quo" veiðitrýst, ið merkir tað sama sum árið fyri (t.e. fyri 2003). Møguleikarnir í gráu økjunum í talvuni eru mettir at vera uttan fyri fyrivarnismeginregluna. 1) Eingin avtala um TAC var galdandi fyri 2004, men samlaðu ásettu eginkvoturnar geva umleið 825.000 tons. 2) Fw= Fiskideyðatal vigað við tal pr. aldur í stovninum. 3) Roknað verður við at ein avtala fæst í 2004 um kvotabýtið soleiðis at eitt TAC kann ásetast fyri 2005. Niðurstøða (tilmæli) Mælt verður til, at fyrrverandi veiðuavtala millum strandalondini eigur at verða tikin upp aftur (t.e. veiðutrýst minni enn 0,125) svarandi til eina veiðu í 2005 upp á 890.000 tons. Við hesum verður gýtingarstovnurin væntandi 6,3 milliónir tons í 2006.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 4: Norðhavssild (Clupea harengus

4

Talva 1. Heildarveiða pr. land av norðhavssild (tons) síðani 1972.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 5: Norðhavssild (Clupea harengus

5

Talva 2. Norðhavssild, aldursbýti í veiðuni (tal í milliónum).

2003 0 3 5 75 326 750 182 173 24 77 222 578 223 44 9 5 0

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 6: Norðhavssild (Clupea harengus

6

Talva 3. Norðhavssild, vektbýti í stovninum upp á aldur (í g).

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 7: Norðhavssild (Clupea harengus

7

Talva 4. Tøl, nýtt til styttri forsøgn, norðhavssild (short-term projection).

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 8: Norðhavssild (Clupea harengus

8

Talva 5. Norðhavssild, úrslit frá stovnsmetingunum 2004.

Ár Tilgongd (R) Gýtingarstovnur (SSB) Veiða (C) Fiskideyði (Fw)

aldur 0, túsund tons tons (vigað) aldrar 5-14

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 9: Norðhavssild (Clupea harengus

9

Mynd 1. Útbreiðsla og ferðingarmynstur hjá norðhavssild síðan 1991. G er gýtingarøkið, F er føðiøkið, V er vetrarøkið, og U er uppvakstrarøkið (umframt veksur nakað upp fram við norsku strondini). Pílarnir vísa høvuðsferðingarmynstrið.

1995 2003 Mynd 2. Útbreiðsla og ferðing á sumri 1995 og 2003.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 10: Norðhavssild (Clupea harengus

10

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 11: Norðhavssild (Clupea harengus

11

251

60

0

47

9

5

140

22

35

4

104

57

46

354

172

25

64

7

17

122

2

46

105

33

137

13

22

24

8

16

107

25

60

105

53

13

14

4

23

8

60

Mynd 3. Á kanningarferð við Magnusi Heinasyni í mai 2004, var sild aftur funnin í føroyskum øki. Tølini í puntunum er miðal ekkóskrivt pr. hagtalspunt, og fyribils útrokningar vísa at gott 630 tús. tons av sild vóru í økinum í seinnu helvt av mai 2004.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 12: Norðhavssild (Clupea harengus

12

1 kvartal 2 kvartal

70°N

20°E 30°E10°E0°E10°W

60°N

65°N

75°N

3 kvartal 4 kvartal

70°N

20°E 30°E10°E0°E10°W

60°N

65°N

75°N

70°N

20°E 30°E10°E0°E10°W

60°N

65°N

75°N

70°N

20°E 30°E10°E0°E10°W

60°N

65°N

75°N

Mynd 4. Heildarveiða av norðhavssild pr. kvartal pr. ICES hagtalspunt í 2003. Veiðan: svartir prikkar < 300 t, hvítir fýrkantar 300-3.000 t og svartir fýrkantar > 3 000 t.

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 13: Norðhavssild (Clupea harengus

13

Mynd 5a-b. Norðhavssild, heildarveiða (tús. tons) og miðal veiðutrýst av 5-14 ára gamlari sild..

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

Page 14: Norðhavssild (Clupea harengus

D:\Fisk\Tilf_rit\2004\Norðhavssild2004.doc

14

Mynd 5c-d. Norðhavssild, tilgongd (tal í milliardum, aldur 0) og gýtingarstovnur (tús. tons).