Upload
others
View
3
Download
0
Embed Size (px)
Citation preview
S Á L A R F R Ø Ð I L I G U RF A K F E S T I V A L U R 2
0 1
314. - 15. mars
MorgunKaffi/te, grovbollar við viðskera og djús
Kaffi/te og smásøtt
MiðmáliSunnur talerkur og kalt green tea við ginseng
SeinnapartKaffi/te, smásøtt og orkuríkur smoothie
Allan daginNiðurskorin frukt, nøtu- og rosinu skál og ísvatn
317500 · [email protected] · hotelforoyar.fo
Esth. 1933
Fundarpakki 2013
Góði festivalgestur,Vælkomin á Sálarfrøðiliga Fakfestivalin 2013! Hetta er triðja árið á rað, at sálarfrøðingar skipa fyri einum fakfestivali í Føroyum. Tað gleðir okk um aftur í ár at kunnna bjóða fram eina fjølbroytta skrá, sum hesaferð hevur 36 verkstovur, tveir fyrilestrar og sum nakað heilt nýtt eis ini fýra sonevnd Open Space tiltøk, ið vit hava valt at nevna SinnisTorgið.
Vit eiga øll sálarfrøðina!
Sum vísind er sálarfrøði granskingin av sinnisstøðu og atferð. Hetta merkir, at sálarfrøði í roynd og veru er gransking í tí, sum liggur sum grund fyri øllum tí, ið vit uppliva og gera. Fyri náttúrufyribrigdir so sum meldurstreymar, gosfjøll og stjørnuskot ger tað helst hvørki til ella frá, um vit menniskju eru á knøttinum ella ei. Men so skjótt menniskjan fer at leita eftir meiningini við tí heila og at royna at skilja, hvussu heimurin hongur saman og harvið eisini hvussu vit kunna skapa eina betri tilveru so gera vit hetta við útgangsstøði í okkara sinni og atferð.
Sálarfrøðin er sostatt snúningsdepilin og rampan, haðani vit kava niður í náttúruvísindina og leita upp í sosialvísindina. Tað snýr seg alt um, hvussu vit gerast betri til at uppala, undirvísa, leiða, stovnsmenna, arbeiða saman við øðrum og um, hvussu vit linna pínu og fáa sum mest burtur úr teimum menningarmøguleikunum, ið tilveran rúmar.Vit eru nøkur, ið arbeiða burturav við sálarfrøði sum vísind. Fyri okkum er fakfestivalurin eitt høvi at deila og kjakast um seinastu framstigini innan hesi vísindagrein – og saman við tykkum finna útav, hvussu vit brúka vitanina og amboðini til at skapa ein betri gerandisdag fyri okkum øll.So, vælkomin! – Vónandi gerst hetta ein vitskuvíðkandi og stimbrandi uppliving fyri teg!
Suni PoulsenCand.psych.aut.
Formaður í stýrisbólkinum fyri fakfestivalin
14.-15. mars
S Á L A R F R Ø Ð I L I G U RF A K F E S T I V A L U R 2 0 1 3
Um skránna
TilmeldingTilmelding og gjald fyri luttøku á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum 2013 fer fram á www.psykolog.fo. Her velur tú á hvørjum verkstovum tú vilt luttaka á, og tú kanst rinda við gjaldskorti. Avmarkað er hvussu nógv kunnu luttaka á teimum ymsu verkstovunum – so skunda tær, um tú vilt vera vís/vísur í at fáa tey pláss, ið tú ynskir.
Umframt luttøku á 4 verkstovum umfatar gjaldið morgunmat, kaffi fyrrapart og seinnapart, døgurða og um neyðugt flutning millum Hotel Føroyar og Norðurlandahúsið.
Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 3.750,- Tekna tit 2-5 starvsfólk frá sama arbeiðs-plássi, er kostnaðurin bert kr. 3.250,- fyri hvørt starvsfólk. Og tekna tit 6 ella fleiri er kostnaðurin kr. 2.950,-.
Fakfestivalurin í ár er samansettur av 40 verkstovum, ið vara 2 tímar hvør. Fýra av hesum eru nakað nýtt, vit nevna SinnisTorgið. Verkstovuhaldarar eru 36 føroyskir sálarfrøðingar burturi og heima.
Fakfestivalurin verður hildin á Hotel Føroyum, tó eru nakrar verkstovur í Norðurlandahúsinum. Bussar flyta luttakarar millum Hotel Føroyar og Norðurlandahúsið.
Byrjað verður báðar dagar við morgunmati og felags gestafyrilestri, áðrenn tær mongu verkstovurnar fara í gongd.
Vit vóna, at tað eydnast tær at raðfesta verkstovur, so tú fært sett saman eina festivalskrá, sum hóskar júst til tíni ynski og tín tørv.
Sí undir tilmelding niðanfyri hvussu tú skrásetur teg til verkstovurnar.
Sum nakað nýtt á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum verður hesaferð eitt “Sinnis Torg”.
Royndir vísa, at tað eru fleiri, sum fáa nógv burtur úr teimum meira løttu og ikki-skipaðu løtunum, sum eru á ráðstevnum og fakfestivalum sum okkara. À Sálar-frøðiliga Fakfestivalinum hevur hesin møguleikin serliga verið í steðg unum og í frí-løtunum millum verkstovurnar. Her hava fólk netverka og annars fylgt sínum áhuga og forvitni í práti við onnur. Tankin við SinnisTorginum - hesum opna rúminum - er at skapa góðar karmar fyri júst hesum.
Her eru ikki ásettar yvirskriftir ella evni frammanundan, men hinvegin eru tað løtan, áhugin og hugflogið, sum seta kósina. Her verður vítt til veggja við rúm fyri bæði práti millum einstaklingar, kjaki í størri og smærri bólkum og kanska smærri fyrilestrum. Øll eru vælkomin, alt er opið. Eitt toymi av sálarfrøðingum virkar sum kjakkveikjarar og skipar løtuna út frá, hvar luttakararnir eru júst tá.
Til ber at melda seg til SinnisTorgið frammanundan, og hinvegin kunnu lutt akarar frá øðrum verkstovum eisini frítt luttaka á torginum uttan tilmelding – her er opið og pláss fyri øllum. Vit steinseta SinnisTorgið, so hvørt sum vit ganga - melda teg til ella møt bara upp! Kom og set tín egna “dám” á hendan partin av fakfestivalinum.
SinnisTorgið
Kennir tú teg sjálvan? Undrast tú viðhvørt yvir tínar kensluligu reaktiónir? Kom og fá vitan um, hvat kenslur eru fyri nakað, og hvussu tú kanst gerast meira tilvitaður um tínar egnu reaktiónir og soleiðis økja um tín trivna. Við útgangsstøði í 8 grundkenslum (gleði, sorg, forvitni, ótti, vreiði, vaml, áhugi, bilsni) verður tosað um affekt, kenslur og emotión. Greitt verður frá hesum hugtøkum, og hvussu hesi innganga, tá talan er um kensluregulering hjá tí einstaka menniskjanum.
Endamálið er at seta fokus á, hvussu sálarfrøðiligi parturin av kreppuhjálpini kann skipast í einum samfelagi, ið hevur eina avmarkaða stødd, men sum javnan hevur tørv fyri tílíkum átaki. Málbólkur: Myndugleikar fyri land og kommunur, politikarar, leiðarar av almennum og privatum fyrisitingum, barna gørðum, skúlum, byggifyritøkum, reiðaríum, fakfelagsumboðum og álitisfólki v.m
Sálarlig kreppuhjálp á samfelags-støði
Kenslur og regulering av kenslumAnna Debes Hentze og Terje Kollsker
Verkstovur og fyrilestrar
Kathrina Lindenskov Holm, Helgi Rasmussen og Kári Leivsson
Ofta brúka vit nógva tíð og orku uppá at berjast ímóti tonkum og kenslum sum elva til angist. Hendan verkstovan snýr seg um Acceptance and Commitment Therapy (ACT), ið umboðar ein nýggjan hátt at fyrihalda seg til angist. ACT viðurkennir, at angist og ótti eru natúrligir partar av tilveruni og leggur upp til, at ein heldur enn at flýggja undan angist ístaðin skal brúka tíðina til at liva tað lívið ein ynskir sær.
Tá ið angist forðar okkum í at livaRannvá Sloan Jørgensen
3
2
1
Sjálvmorðsroyndir hjá føroyskum ungum
Hví velja tey ungu hesa loysn, og hvørji eru tey, sum velja hesa loysn? Ein verkstova, har roynt verður at sameina føroysk tøl við altjóða ástøði. Vit fara bæði at leggja dent á, hvat eyðkennir ung, ið hava roynt sjálvmorðsroynd, og hvussu vit kunnu møta teimum í samrøðu og sum samfelag.
Tóra Petersen & Herborg Haraldsen
4
Hósdag fyrrapart10.30 - 12.30
Hetta eru nøkur av mongu amboðunum sum kunnu vera hent hjá teimum, sum eru um børn og ung við ADHD. Verkstovan snýr seg um, hvussu vit í praksis kunnu nýta hesi og onnur amboð fyri at styrkja menn ingina hjá teimum børnum og ungu, sum hava ADHD, og fyri at lætta um hjá teimum, sum eru um hesi børn og ungu í gerandisdegnum. Verkstovan er ætlað fakfólki, og/ella foreldrum at børnum við ADHD.
Heilt stutt kann sigast, at mentalisering er, tá vit síggja okkum sjálvi uttanífrá og onnur innanífrá. Hetta læra vit øll aloftast saman við okkara tilknýtispersónum. Børn, sum ikki megna at mentalisera, hava aloftast torført við at stýra teirra kenslulívi. Tey órógvast skjótt og lættliga og kunnu hava ilt við at lesa kenslur og tankar hjá øðrum. Hetta sæst aftur í atferðini og skapar trupulleikar. Tíbetur er tað so, at mentalisering kann lærast í einum mentaliserandi umhvørvi. Øll børn og vaksin hava gagn av at venja mentalisering og tað er m.a. hetta, vit fara at viðgera. Mentalisering sum ein tilvitaður partur av samskiftinum. Verkstovan varpar ljós á hugtakið í samband við børn – og snýr seg m.a. um, hvat vit sum professionel á stovnum og skúlum kunnu gera fyri at stuðla førleikanum at mentalisera.
Hevur tú ofta kensluna av, at tú ikki fært gjørt tað nóg gott? At tú sigur nei til avbjóðingar og angrar tað aftaná? At tú hevði ynskt, at tú kundi trúð meira upp á teg sjálvan og megna at hildið fokus, tá ið tað veruliga krevst av tær? Á hesari verkstovuni lærir tú at styrkja um sjálvsálitið og at avrika betur, tað veri seg á arbeiðsplássinum, innan ítróttarlívið ella í samskifti við onnur.
Samskifti, uppmerksemisvenjing, konflikthandfaran, atferðarvenjing, planlegging, rós og viðurkenningAnna Elisabeth Iversen
Mentalisering – at hava sinnið í sinni Katrin av Kák og Hans Mourits Foldbo
Hvussu kann eg styrkja um sjálvsálitið og avrika betur?Kristian Eli Andersen
5
6
7
Otto Scharmer frá MIT hevur tikið heimin á bóli seinastu 5 árini við síni Teori U, ið m.a. er kallað eitt meistaraverk og týdningarmesta bók seinastu 10 árini innan leiðslu og organisatión. Populariteturin skyldast partvís, at leiðarar ikki longur kunnu leita sær hjálp í viðurkendum ástøðum og tilgongdum fyri at loysa trupulleikarnar í okkara nútíð og framtíð. Verkstovan vísir, hvussu leiðarar kunna fáa íblástur til leiðslu, ið ikki handlar um at endurskapa loysnir men um at skapa nýggjar loysnir til tær nýggju avbjóðing arnar, vit øll standa framman fyri.
Teori UMaibritt Højgaard
8
SinnisTorgið – kom, netverka og finn útav, hvat ið hendir10
Hósdag seinnapart14.00 - 16.00
Bygnaðarbroytingar og samanleggingar av arbeiðsplássum henda ofta sera skjótt og títt. Hvussu ávirkar hetta arbeiðsplássið? Hvussu bera fólk seg at, tá broytingar henda? Hvørjar avbjóðingar geva broytingarnar leiðsluni?
Broytingar á arbeiðsplássumMarita Mortensen
9
Endamálið er at lýsa, hvat hendir, tá ið ein organisatión verður rakt av onkrum, sum ger, at bæði starvsfólk og leiðsla vera skelkað á ein hátt, sum krevur eitt hjálpandi átak. Málbólkur: Stjórar, leiðarar, álitisfólk, umboð fyri arbeiðsgevara og fakfeløg.
Sálarlig kreppuhjálp á organisatiónsstøðiHelgi Rasmussen, Kári Leivsson og Kathrina Lindenskov Holm
11
Metakognitiv terapi mótvegis PTSD (post-traumatisk strongd)
Ein vísindaligur, nýggjur, og serstakliga effektivur sálarfrøðiligur viðgerðarháttur mótvegis ymiskum sálarórógvi. Við metakognitivari terapi læra sjúklingar at halda uppat at stúra og at styrkja uppmerksemið og tamarhaldið á sinninum. Á verkstovuni verður case løgd fram, ið vísir hvussu metakognitiv terapi hjálpir einum sjúklingi við posttraumatiskari strongd eftir eina neyðtøku at basa sínum sjúkueyðkennum.
Kristian Eli Andersen
12
Í nógv ár eru børn diagnosticerað burtur úr vanligum flokkum og stovum og í serundirvísing og onnur tilboð. Men nógv bendir á, at hetta ikki førir til betri úrslit, hvørki hjá teimum útilokaðu ella teimum eftir verandi. Tvørturímóti vita vit, at lond, har ið inklusión er siðvenja, klára seg betur, og har sýnast árinini av sosialum arvi minni. Verkstovan varpar ljós á inklusión sum fyribrigdi og lýsir vitan fra gransking og praksis um faktorar innan skúlaskipan og organisering av undirvísing og undirvísingarleiðslu, sum føra til betri faklig úrslit og størri trivna fyri allar næmingar.
Tað kann vera torført hjá foreldrum og fakfólki at skilja gentur við autismueyðkennum. Við útgangsstøði í føroyskari gransking verða eyðkenni hjá hesum gentum lýst. Millum annað hvussu teirra eyðkenni broytast yvir tíð. Eisini verður víst á, hvussu vit kunnu skapa karmar, so hesur gentur trívast, mennast og hóast alt fáa eitt gott lív. Málbólkurin er foreldur og fakfólk námsfrøðingar, lærarar, heilsusystrar o.o.
Skúlin fyri øllErla Højsted
Gentur við autismu-trupulleikumRannvá Biskopstø
14
15
En kognitiv og eksistentiel tilgang til rædslen for at dø! Og lær hvad du kan gøre for at genvinde din kontrol over angsten.
Håndtér din flyskræk!Nenad Michael Elkjær
13
Ávirkanin av fatigue á kognitivu funktiónirnar.
Troytt fólk, ein potentiellur vandi á arbeiðslássinumAnnbjørg Abrahamsen
17
Uttan teg – einki meg! Tilknýti og karaktermenning
Tilknýti og karaktermenning. Samspælið foreldurbarn og barnsins úttrykk seinni í lívinum.
Rigmor N. Arge
16
Í byrjanini var eg, og síðani byrjaði eg at gera, fyri at vera eg. Um týdningin av góðari sjálvsvirðing/ trygg ari sjálvskenslu hjá leiðarum, starvsfólki og annars hjá øllum í øllum lívsins viðurskiftum. Og um ein einfaldan máta at betra sína sjálvsvirðing/sjálvskenslu.
Sjálvsvirðing kontra sjálvsálitJegvan Zacharias Bæk
19
SinnisTorgið – kom, netverka og finn útav, hvat ið hendir20
Endamálið er at viðgera, hvussu arbeiðast kann við bólkum, sum eru raktir av ógvusligari hending, ið fær bólkin at mistrívast og ‘fara av sporinum’. Endamálið er at greiða frá og hugleiða um, hvat hendir í einum bólki, sum verður raktur av einhvørjum skakandi, sum ger, at limirnir í bólkinum fáa sálarligar og samstarvstrupulleikar. Málbólkur: Leiðarar og starvsfólk á fyritøkum og stovnum, sum hava áhuga í at hugleiða um, hvat ein kreppa er, og hvussu hon kann raka ein bólk. Hendan verkstovan er serliga ætlað leiðarum, fakfelagsfólki, álitisfólki á almennum og privatum fyritøkum.
Fríggjadag fyrrapart10.30 - 12.30
Sálarlig kreppuhjálp á bólkastøðiHeri Kragesteen og Jegvan Bæk
21
Hvat ger tú sum leiðari ella starvsfelagi, um persónar á arbeiðsplássinum skulka, stjala, slatra, arbeiða seint við vilja ella sita á Facebook størsta partin av arbeiðsdegnum? Gjøgnumgongd av nýggjastu gransk ing og háttum at handfara sonevndu “counterproductive work behaviors”. Verkstovan umfatar eisini venjingar í, hvussu tú best tekur trupulleikan upp beinleiðis við keðiliga starvsfelagan.
Lær at handfara atferð, ið forðar fyri einum virknum arbeiðsumhvørvi!Suni Poulsen
18
Nýtt um tunglyndi Suni Poulsen
22
Okkara fatan av tunglyndi er víðkað upp gjøgnum øldirnar, og hon mennist enn. Eitt stórt gjøgnumbrot var m.a. viðgerðarhátturin kognitiv terapi frá 1960’unum. Ofta verður kognitiv terapi umrødd sum hin besta viðgerðin av tunglyndi hetta er tó ikki longur rætt. Faðirin at kognitivari terapi, Aaron Beck, menti ein viðgerðarhátt, ið skapar úrslit men tað av øðrum orsøkum enn Beck sjálvur væntaði. Vit vita nakað meira um tunglyndi í dag, og nýggjastu sálarfrøðiligu viðgerðarhættirnir eru nakað betri. Verkstovan varpar ljós á nýggjastu granskingina í ástøði og viðgerð av tunglyndi.
Samrøðan er týdningarmesta amboðið hjá nógvum í teirra professionella virki. Professionella samrøðan verður viðgjørd umframt nýggj gransking í einføldum amboðum at fáa samrøðuna upp á eitt hægri støði. Verkstovan er serliga viðkomandi fyri tey, ið hava regluligar samrøður við klientar ella brúkarar – t.d. sosialráðgevarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Men øll, ið ynskja at gerast betri til at samrøða, kunna fáa góðan ágóða.
Lær at samrøða við betri ávirkan Annika Helgadóttir Davidsen
23
Familjustovur er eitt nýtt tiltak til familjur, ið hava børn, sum vísa trivnaðartrupulleikar. Hesi børn hava ofta torført við at lurta eftir teimum vaksnu umframt torført við at vera í felagsskapi við onnur børn. Verkstovan tekur útgangsstøði í einari royndarverkætlan í einum barnagarði á Amager, sum síðan januar 2013 hevur havt eina familjustovu. Verkstovan verður skipað sum ein framløga av grundleggjandi ástøðinum fyri familjustovuna. Eisini verður arbeitt við tilfari, sum er við til at mynda familjustovuna.
Familjustova í barnagarði - eitt tvørfakligt, fyribyrgjandi tiltakSvanna Jákupsdóttir
24
HappingMarjun Nielsen
25
Eitt bólkasálarfrøðiligt fyribrigdi, eitt einstaklinga lyndiseyðkenni ella okkurt triðja? Hvussu skulu vit skilja tað, og kunnu vit steðga tí?
Rætta hjálp til tíðina til børn og foreldur, ið eru fevnd av Barnaverndarlógini. Verkstovan lýsir evnið við støði í aktuellum føroyskum viðurskiftum út frá spurningunum: Hvat er eitt nóg gott barnalív? Nær eru foreldur nóg góð? Hvat hjálpir hvørjum?
Hjálp! Nú havi eg roynt alt, men onki riggar, og øll klaga! Signhild Johannesen, Anna Debes Hentze, Oddbjørg Balle og Hans Foldbo
26
Fríggjadag seinnapart14.00 - 16.00
Endamálið er at geva innlit í og hugleiða yvir, hvat ein persónlig kreppa er, og hvussu arbeiðast kann við at loysa upp fyri persónligum kreppum. Málbólkur: Leiðarar, áltitisfólk og starvsfólk, sum hava tørv á at skilja tær mekanismur, sum kunnu fáa eina kreppu fram í einum persóni, og hvussu hesin persónurin kann fáa hjálp.
Sálarlig kreppuhjálp á einstaklingastøðiHeri Kragesteen og Jegvan Bæk
31
Ordentlig ledelseNenad Michael Elkjær
29
Når lederstile diskuteres, tales der ofte om værdibaseret ledelse, situationsbestemt ledelse, forandringsledelse eller fx Leanledelse. Men hvad er grundsubstansen i at lede en arbejdsplads eller et projekt? Workshoppen går bag om de moderne teorier og sætter fokus på de essentielle krav til en leder nemlig at fokusere på produktet OG medarbejdernes evne til at kunne producere, samt lederens evne og vilje til at stå forrest, hyre og fyre. Indholdet vil være voldsomt provokerende for nogle og indlysende for andre. Deltag i diskussionen og lær hvad din egen holdning er.
SinnisTorgið – kom, netverka og finn útav, hvat ið hendir30
Strongd er blivið eitt mótaorð, ein fólkasjúka, ein meirkostnaður fyri arbeiðspláss og ein daglig hóttan móti einstaklinginum. Men hvat er strongd í veruleikanum? Er strongd so vandamikil, sum vit vilja vera við? Og hvussu kunnu vit bæði sum einstaklingar og arbeiðspláss ítøkiliga fyribyrgja og handfara strongd?
Strongd - mýtir, fakta og loysnirKristian Eli Andersen
28
Projektioner på arbejdspladsenJan Willemoes
27
Enhver idiot kan beskrive en organisations hovedopgave, procedurer og diagrammer, men hvad er det, idioten ikke kan beskrive? Hvad er dét, som kun vanskeligt lader sig se, og som ofte styrer mere end det talte og skrevne ord? En workshop, hvor vi tager et dyk under organisationens overflade for at se de fisk, som svømmer dér.
Hvussu kunnu eg og maki mín kveikja kærleika og nøgdsemi við hvønn annan? Hvussu kann eg gerast ein betri maki? Hvussu kunnu vit læra at handfara truplar tankar og kenslur, ið knýta seg at parlagnum? Henda verkstovan er ætlað øllum støkum eins væl og fólki í parlagi ið vilja ogna sær feskastu amboðini innan sálarfrøðina at styrkja um parlagið.
Betra um parlagiðKristian Eli Andersen
32
Sex er ein stórur partur av tí at vera menniskja. Men við tíðarinnar uppmerksemi um kynsligan ágang móti børnum, sexchikanu á arbeiðsplássum og kjakið um, hvørt tað at spæla lækni í barnagarðinum er hóskandi, tykist ein sexfobi nærum í umbúna. Børn fara altíð at vera forvitin, og í tíðarskeiðum hugsa ung fólk stórt sæð ikki um annað enn sex. Hvussu varðveita vit eitt sunt samband við henda natúrliga partin av tilveruni í meldrinum av viðkvæmum og tabukendum kjaki kring evnið? Málbólkur: leiðarar og fólk annars, ið arbeiða við børnum og ungum.
Fuck the sex!Rigmor N. Arge og Tóra Petersen
33
Á verkstovuni verða ymsar tilgongdir til ADHD lýstar. Er talan um neurologiskt ólag ella motivatiónstrupulleikar, har krøv og tilgongdir í samfelagnum ikki hóska til tað einstaka barnið ella er talan um okkurt heilt triðja? Verkstovan hevur harumframt hugleiðingar og kjak um, hvørt tað er barnið ella møguliga vit, ið eru trupulleikin og kann nakað gerast bæði viðvíkjandi tí námsfrøðiliga og tí undirvísingarliga partinum fyri at fáa børn við ADHD at støðast og mennast betur? Málbólkur: lærarar og námsfrøðingar umframt avvarðandi og onnur við áhuga fyri teimum avbjóðingunum, ið standast av ADHD.
Eitt óstýrligt barn ella ein samfelagstrupulleiki?Erling Fles
34
Heilaarbeiði gevur ungum kenslulig og kognitiv amboð at stýra kenslum og atferð umframt meira yvirskot. Samstundis kann tað økja um empati, optimismu og takksemi hjá tí unga. Hendan verkstovan tekur støði í, hvussu starvsfólk, ið eru um børn og ung, málrættað kunnu brúka “heilaarbeið” til at betra um sálarligar mótstøðuførleikar hjá hesum málbólki.
Kollveltandi heilaarbeiði fyri tey yngruMalan Kastalag Zachariassen
35
Kunsten at lytte - til sig selv og andre!Jan Willemoes
37
Hvad er psykologien og teknikken i dét at lytte? Hvad kræves af mig selv, for at jeg kan lytte med kvalitet til den anden? Hvad betyder det for den anden, at jeg lytter ægte interesseret? En workshop med både praktisk teori og praktiske øvelser.
Hvat skapar arbeiðsgleði?Susanna Skaale
38
Á hesi verkstovu verður hugt at, hvat stimbrar arbeiðsgleðina, og hvat køvir hana. Eisini fáa luttakararnir høvi til sjálvir at finna fram til, hvørjar arbeiðsuppgávur hjá teimum skapa sonevndar “flow upplivingar”, ið stimbra arbeiðsgleðina.
Motivatións-samrøðanJonna Houen
39
Verkstovan snýr seg um ein ráðgevingsteknikk, har tann grundleggjandi tankin er at vekja ta innaru motivatiónina fyri broyting. Mótstríðandi kenslur gera, at nógv halda seg aftur frá at útinna ynskiligar broytingar í lívi sínum. Endamálið við motivatiónssamrøðuni er at fáa eyga á og yvirvinna mótstríðandi kenslunum.
SinnisTorgið – kom, netverka og finn útav, hvat ið hendir40
Ung kunnu ikki verða persónleikaórógvað - ella kunnu tey?Alberta Mc.Leod Jacobsen
36
Útgangsstøðið eru ung við álvarsamum trupulleikum. Um enn vanligt fyri vaksin, so verður persónleikaórógv sjáldan nýtt til til at skilja ung fólk, ið hava tað trupult. Á verkstovuni verður lýst nærri, hvussu vit kunnu skilja tey ungu, og hvønn týdning fatanin av persónleikaórógvi hevur fyri menningina av tí unga. Verkstovan vendir sær til teirra, ið dagliga fáast við ung, sum hava tað torført.
GestarøðararEyðun Joensen, sálarfrøðingurSystkini Sjúrður Skaale, fólkatingslimur & Eydna Skaale, retorikari
Cand.psych. Alberta McLeod, DK; spec.clin.psych. Anna Debes Hentze, FO; cand.psych.
aut. Anna Elisabeth Iversen, FO; MSc.Occ.Psych. Annbjørg Abrahamsen, FO; cand.
psych.aut. Annika Helgadóttir Davidsen, DK; Cand.psych. Bjørt Lind, DK; cand.psych.
aut. Erla Høj sted, DK; cand.psych. Erling Fles, FO; cand.psych.aut. Eyðun Joensen,
FO; cand.pæd.psych. Hans Mourits Foldbo, FO; cand.psych.aut. Helgi Rasmuss en,
FO; MSc.Appl.Psych. Herborg Haraldsen, FO; cand.psych.aut. Heri Krage steen, FO;
cand.psych.aut. et cand.merc. Jan Willemoes, FO; cand.psych.aut. Jegvan Zacharias
Bæk, FO; cand.psych.aut. Jonna Pólsdóttir Houen, DK; cand.pæd.psych.aut. Kathrina
Lind enskov Holm, FO; cand.pæd.psych. et cand.mag. Katrin av Kák, FO; spec.clin.
psych. Kári Leivsson, FO; cand.psych.aut. Kristian Eli Andersen, DK; cand.psych. et
MBA Int. Maibritt Højgaard, DK; MSc.Appl.psych. Malan K. Zachari assen, FO; cand.
psych.aut. Marita Mortensen, DK; cand.pæd.psych.aut. Marjun Nielsen, FO; cand.
psych.aut. Nenad Michael Elkjær, DK; cand.pæd.psych.aut. Oddbjørg Balle, FO;
cand.psych.aut. Rannvá Biskupstø, FO; cand.psych. Rannvá Sloan Jørgen sen, FO;
cand.pæd.psych.aut. Rigmor N. Arge, FO; cand.psych.aut. Signhild Johann esen, FO;
cand.psych.aut. Suni Poulsen, FO; cand.psych.aut. Súsanna O. Skaale, FO; cand.
psych. Svanna Jákupsdóttir DK; cand.psych.aut. Terje Kollsker, FO; cand.psych. Tóra
Petersen, FO; Cand.psych. Tórfríð A. Danielsen, FO;
Hósdagur:8.00 – 9.00: Skráseting, navnaskelti & morgunmatur
9.00 – 10:00: Formaðurin fyri fakfestivalin bjóðar vælkomin,Landsstýrisfólkið setur festivalin
& gestarøðari Eyðun Joensen10.00 – 10.30: Kaffi (& ferðing til NLH)10:30 - 12.30: 1. umfar av verkstovum
12.30 - 14.00: Matarsteðgur (& ferðing til NLH)14.00 - 16.00: 2. umfar av verkstovum
16.00: Ferðing frá NLH til Hotel Føroyar
Fríggjadagur:8.00 – 9.00: Morgunmatur
9.00 – 10:00: Forkvinnan fyri Føroyskir Sálarfrøðingar bjóðar vælkomin,& gestarøðarar Eydna og Sjúrður Skaale10.00 – 10.30: Kaffi (& ferðing til NLH)10:30 - 12.30: 3. umfar av verkstovum
12.30 - 14.00: Matarsteðgur (& ferðing til NLH)14.00 - 16.00: 4. umfar av verkstovum
16.00: Ferðing frá NLH til Hotel Føroyar
FØROYSKIR SÁLARFRØÐINGAR