Upload
others
View
1
Download
0
Embed Size (px)
Citation preview
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
Sálmur 23
Øll møta við royndum av og á her í
lívinum, og ofta spyrja vit okkum sjálv:
“Hví skuldi nú hetta henda mær?”
Soleiðis mundi tann trúgvandi konan,
sum vit skulu hoyra um her, helst eisini
spyrja, tá ið hon varð send á sjúkrahúsið
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
2
at taka annað nýrað. Men uttan mun til
øll hví, so fór hon avstað og legði seg í
Guds hendur og bað um hansara
varðveitslu. Hann hevur jú sjálvur sagt:
“Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum
sinni fara frá tær.” Hebr. 13,5.
Lilli Ann Håbu greiðir soleiðis frá:
“Eg gjørdi meg til at fara til songar
fyri náttina, og tankar mínir mólu í
klingur um eina eldri konu, sum eg
ætlaði mær at vitja morgunin eftir. Eg
plagdi viðhvørt at støkka inn á gólvið
hjá henni. Hon var ein fín trúgvandi sál,
og eg hevði havt nógvar góðar stundir
saman við henni, til uppbyggingar og
ugga fyri okkum báðar.
Ta náttina hevði eg ein dreym, har
eg hoyrdi meg sjálva endurgeva brot
burtur úr tí 23. sálminum hjá Dávidi.
Hetta fylti meg við einari undursamari
gleði. Orðini í hesum kenda sálmi
gjørdust so livandi fyri mær, og tá ið eg
vaknaði um morgunin, var tað, sum eg
framvegis hoyrdi hesi vøkru orðini í sál
míni.
Tá ið eg so eitt sindur seinni kom til
hesa eldri konuna, tosaðu vit fyrst
saman, so sum vit plagdu, og tá ið eg
seinni tók Bíbliuna fram, ivaðist eg ikki
í, hvat ið eg skuldi lesa! Eg blaðaði upp
á Sálm 23 og las frá fyrsta versi:
“Harrin er Hirði mín; mær fattast
einki. Hann letur meg liggja á
grønum eingjum, leiðir meg at
hvíldarvøtnum; Hann lívgar sál
mína, Hann leiðir meg eftir røttum
leiðum - fyri navns Síns skuld.”
So helt eg fram við fjórða versinum,
sum ljóðar so: “Um eg skal ganga í dali
deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí
Tú ert við mær ...”
Har varð eg avbrotin.
“Steðga eitt lítið sindur!” segði hon.
“Tá ið tú lesur henda sálmin, og serliga
hetta versið, tá má eg siga tær frá
einum.”
“Ja, góða!” segði eg.
Og so fekk eg at hoyra hesa
hugtakandi hending, sum eg altso nú
beri víðari gjøgnum TF:
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
3
“Eg hevði verið sjúk í eina tíð. Tað
vísti seg, at annað nýrað var skatt og
mátti takast. Tá ið eg at enda góðtók
tankan at leggja meg undir skurð, varð
eg skjótt innløgd á sjúkrahúsið.
Eg gloymi ikki dagin, tá ið tey
koyrdu meg inn á skurðstovuna. Tá
hevði eg longu havt mínar stundir í bøn
til Harran, og eg hevði endurgivið fleiri
av teimum dýrabaru lyftunum, eg kendi
úr Bíbliuni.
Tá ið alt var liðugt, vaknaði eg so
líðandi. Tey søgdu mær, at
skurðviðgerðin var væl eydnað, og eg
kom rættiliga skjótt fyri meg aftur.
Hjartað var fylt við takk og lov til Jesus,
mín Frelsara.
At eg av sonnum átti hvíluna í Gudi
undir øllum, tað varð seinni staðfest á
undurfullan hátt. Tey, sum halda seg
vita betur, mugu bara greiða frá tí, sum
tey kunnu. Her er ið hvussu er tað, sum
hendi:
Tá ið tey eftir skurðviðgerðina
rullaðu meg inn á intensivdeildina, lá
ein annar sjúklingur har frammanundan,
ein eitt sindur yngri kona. Eg var enn í
koma, og henda unga konan, sum lá har,
var sjálvandi ávirkað av øllum, sum fór
fram uttan um hana. Tú verður jú á ein
serligan hátt sett andlit til andlits bæði
við lívsins og deyðans veruleika undir
slíkum umstøðum.
Tá var tað, at tað hendi har inni á
intensivdeildini. Hin unga konan hoyrir
brádliga, at eg taki til orðanna og fari at
endurgeva Sálm 23,4: “Um eg so skal
ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg
einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur
Tín og stavur Tín, teir ugga meg.”
Sjálv minnist eg als einki av tí, sum
hendi. Tíðarskeiðið frá skurðviðgerðini
og til eg seinni vaknaði upp á
intensivdeildini er heilt strokið burtur.
Eg hevði helst heldur ikki fingið
nakað at vita um tað, sum fram var farið,
um eg ikki nakað seinni hevði fingið eitt
bræv frá hesi ungu konuni. Har greiðir
hon mær frá øllum og sigur millum
annað: “Tá ið eg hoyrdi tað, sum tú
endurgav úr Bíbliuni - í tí støðu, tú vart
í - gekk orðið mær til hjartað, so at eg nú
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
4
sjálv havi tikið ímóti Jesusi Kristi sum
mínum Frelsara!”
Har endaði hin gamla konan frásøgn
sína, meðan hon hyggur upp á meg við
takksomum eygum, og so sigur hon:
“Ja, hetta var tað, eg upplivdi
viðvíkjandi Sálmi 23!”
Eg fekk bara sagt: “Takk, góði
Jesus!”
“Men bæði á ein og annan hátt talar
Gud, men ikki verður givið tí gætur. Í
dreymi, í náttarsjón, tá ið fólk liggur í
fastasvøvni, tá ið tey liggja á leguni og
blunda ...” Job 33,14-15.
“Harri, Tú rannsakar meg og kennir
meg! Tú veitst, nær eg siti, og nær eg
standi; Tú skilir hugsan mína langan
veg: Tú hevur greiði á, hvar eg gangi
ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú
gjølla. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni
- ja, tá veitst Tú tað til fulnar, Harri!
Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú
tvørtur um meg ... At skilja hetta er mær
ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað
ikki mentur.” Sálmur 139,1-6.
Effie Campbell umsetti.
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
5
Andakt
Saman við teimum heilagu Ein prestur í Onglandi segði einaferð frá, hann hevði verið og vitjað ein seyðamann.
Teir vóru á ein hátt starvsbrøður. Ein prestur er sálarhirði hjá samkomuni, sum hann
tænir.
Seyðamaðurin hevði okkurt, hann fegin vildi læra prest. Hann átti tveir seyðahundar,
sum hjálptu honum. Tá hann bríkslaði á ein ávísan hátt, runnu hundarnir hvør í sína ætt
runt um seyðafylgið – annar til vinstru og hin til høgru. Síðani møttust teir aftanfyri
fylgið og syrgdu fyri, at seyðafylgið varð leitt heim í rættina.
Prestur undraðist, at hundarnir bóru seg so ymiskt at, tá teir hoyrdu sama bríksl. Men
tað lá í uppalingini, varð sagt. Samstundis dugdi hann at síggja, at hóast hundarnir bóru
seg ymiskt at, varð hetta arbeiðið til eitt harmoniskt samstarv. Orsøkin var, at teir høvdu
felags mið og sama mál. Teir høvdu ein hirða, lurtaðu eftir sama ljóði og høvdu sama
arbeiðssetning.
Prestur fataði skjótt, tað seyðamaðurin vildi siga honum. Samstundis undraðist hann á,
at fólk í kirkjuni, har hann var prestur, bóru seg ymiskt at, hóast boðskapurin var tann
sami. Kanska var tað tí, at tey fataðu ymiskt, og hetta varð til tíðir bæði trupult og
ótolandi. Men nú sá hann við øðrum eygum, at tað er dýrabart, at vera ymiskur, bert
hevur tú sama mið og mál.
Paulus tosaði um
saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og
hæddin, og at kenna kærleika Krists (Ef 3,18-19)
At kristin fólk eru ymisk, er neyðugt at góðtaka. At kenna Kristus er stórt, og tað er ov
nógv hjá nøkrum fáum. Tað eru sannroyndirnar, tá vit hitta kristin frá øðrum mentanum
og siðvenjum.
Týtt úr bókini: 99 stykker brød eftir Samuel Roswall
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
6
Ein stór viðurkenning til Etiopia
Abiy Ahmed Ali – statsleiðarin í Etiopia
Økisleiðarin Lamessa Endalew í NLM, heldur
at tað er uppiborið at statsleiðarin
Abiy Ahmed Ali í Etiopia fekk
friðarheiðurslønina Nobels.
Lamessa Endalew:
Endalew er sjálvur frá Etiopia og hevur
starvast sum trúboðari hjá NLMog er nú
økisleiðari fyri Etiopia og Eystur-Afrika
Tveir mánaðir eftir at hann var valdur til
statsleiðara, fór hann við flogfari til Eritrea
og byrjaði friðaravtalu við Eritrea, sigur
Endalew.
Hesi bæði londini hava í fleiri ár verið í stríð
sínamillum og tað er hugvekjandi, hvussu
skjótt Ahmed Ali fekk hesi lond at semjast.
Statsleiðarin hevur eisini verið við til at finna
semju í tí etiopisku-ortodoksu kirkjuni, sum
telur næstan helvtina av landsins fólkatali.
Tað hevur verið stór ósemja í tí ortodoksku
kirkjuni, har annar parturin var stýrdur frá
USA.
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
7
Statsleiðarin fór til USA og leiddi
samráðingarnr millum partarnar.
Samráðingarnar gingu gott og tað endaði við
semju .Tey komu øll heimaftur í sama flogfari,
sigur Endalew frá.
Størri frælsi
Statsleiðarin er eisini í eini serligari støðu, tí
hann hevur ein muslimskan pápa,eina
ortodoksa mammu og sjálvur hoyrir hann til
eina evangeliska kirkju. Harumframt hoyrir
hann til ættarbólkin Oromo og kona hansara er
úr ættarbólkinum Amhara, tí hevur Ahmed Ali
eitt gott grundarlag at fáa frið í einum landi,
har tað er sterkur skilnaður millum trúgv og
tjóðarbólkar.
Allar tær leiðandi kirkjurnar hava sitið í
arbeiðsbólkinum, sum statsleiðarin hevur sett
og givið sítt ískoyti til nýggjar broytingar.
Hetta er eisini galdandi fyri Mekane Yesus-
kirkjuna, sum NLM samstarvar við. Hetta er
ikki nakað nýtt og Mekane Yesus-kirkjan
hevur sum felagsskapur heldur ikki merkt so
nógv til tað nýggja stýrið. Men limirnir ið eru
umleið tíggju prosent av landsins fólkatali,
hava fingið meira frælsið sigur Endalew.
Val í mei
Røddir hava verið frammi, um tað er ov tíðliga
at geva statsleiðaranum Nobel heiðurslønina,
fyrr enn tað hevur verið hildið eitt
demokratiskt val í landinum.
Við valið í 2015 vann tað núsitandi politiska
stýrið EPRDF valið við 99,9 prosentum av
valatkvøðunum og tað var neyvan eitt rætt
valúrslit. Nú er fólkið bjartskygd um eitt
rættvíst demokratiskt val, sum verður í mei
2020.
Ahmed Ali hevur latið 20-23.000 politiskar
fangar leysar og allir andstøðuflokkarnir eru
aftur í landinum og hetta er ongantíð hent í
mínari tíð, sigur Endalew og leggur afturat:
Tað verður spennandi at fylgja valinum og
kann tað hava eina góða ávirkan fyri gongdina
á valinum, at Ahmed Ali fekk Nobelprísin.
Samstundis sum nógv heiðra statsleiðaranum,
hava tað fleiri ferðir verið politiskur ófriður í
landinum hetta síðsta árið.
Eg haldi at hetta er eitt úrslit av øktum frælsi.
Fólk hava fingið størri frælsið og kunnu tí í
størri mun úttrykkja seg, og hetta førir við sær
mótmælisgongur. Tað hava verið
ófriðaligheitir, men yvirhøvur haldi eg at tað
gongur tann rætta vegin, meinar Endelew.
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
8
Tíðindabræv nr. 8 úr Mongolia
Februar er um at enda. Her í Mongolia er tað
ikki so nógv ljósið sum hitin, ið vit leingjast
eftir. Hitamálarin vísti minus 16 stig í morgun,
tá børnini fóru í skúla. So enn er heldur kalt og
kavadraktin hongur enn í gongini. Men
seinnapartar sæst, at sólin hevur fingið megi.
Og summar dagar byrjar ísurin uttandura enntá
at tiðnað. So heitari tíðir standa fyri framman.
Seinastu mánaðirnar hava vit havt úr at gera.
Fyrst hildu vit jól í Føroyum og vitjað var eisini
í Danmark. Í fyrstu viku av januar komu vit
aftur til Khovd, men bert tvær vikur seinni fóru
vit til Thailands. Einaferð árliga hittast
trúðboðarar hjá NLM úr Mongolia og Miðasia,
og í ár var lagt soleiðis til rættis, at vit hittust í
Thailandi. Á skránni vóru ymiskir fundir,
samrøður og bíbliutímar. Tað kom sera væl
við, at koma úr 30 kuldastigum til 30 hitastig.
Vit nýttu eisini høvið, at brúka eina viku av
okkara feriu í landinum, har vit búði á einum
hotelli beint við sjógvin saman við okkara
starvsfelaga Jan Ingva og volontørinum
Rebeccu. So nógv var svomið og eisini vóru vit
fleiri túrar, har vit sóu apur, gibbons og fleiri
sóu eisini Gaur – heimsins stórstað oksa. Silas
var eisini heppin at síggja eitt grælingaslag,
sum á donskum rópast skenæbryle. Bert eini
350 eintøk eru eftir í heiminum.
Síðan januar hevur Julianna starvast fulla tíð
sum verkætlanarráðgevi fyri verkætlanini hjá
NLM, ið snýr seg um at hjálpa børnum við
tarni. Hetta merkir, at hon er úti av húsinum fra
8:30 til 16:30. Har er nógv at læra og uppgávan
tykist við hvørt heldur stór orsaka av, at hin
ráðgevin valdi at fara aftur til Noregs fyri tíð.
Sostatt eru vit bert fýra NLM-trúðboðarar í
landinum umframt Maiken, ið er lærari og
Rebecca, sum er volontør.
Í løtuni er støðan heldur øðrvísi her í Mongolia.
Í dag komu boð um, at eingin hevur loyvi at
fara úr býnum orsaka av ótta fyri Corona-virus.
Eisini steingja allir handlar í samband við
Tsagaan Saar hátíðina, so nú ræður um, at eiga
nokk av mati inni. Enn er tó eingin tilburður av
corona-virus staðfestur í landinum, og vit biðja
um, at tað ikki fer at henda. Skúlar, lærdir
háskúlar, barnagarðar og kirkjur eru eisini
stongdar, so tað tykist eins og býurin er í dvala.
Vit hittast ikki til gudstænastu sunnudag, men
týsdagar koma kasakkar til bíbliutíma heima
hjá okkum. Síðsta týsdag var stovan stúgvandi
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
9
full og eisini kom onkur, sum ikki trýr á Jesus.
Hóast málið enn er ein avbjóðing, so lata fólk
væl at tímunum. Vit gjøgnumganga í løtuni lóg
og evangelium umframt tey 10 boðini og hava
eisini havt um tríeindina. Tað er deiligt at
kenna, at fólk velja at koma til bíbliutíma
heldur enn at óttast virusinum.
Silas hevur eisini vitjað býin Olgii í ein
útnyrðing úr Khovd. Har búgva meir enn 90%
kasakkar. Gjøgnum Jan Ingva, ið býr í býnum,
hevur hann samband við fleiri ung í býnum.
Tey hava alstóran tørv á undirvísing og
samrøður um trúnna. Í býnum er ongin almenn
kirkja, men heili 26 moskur. Og mótstøðan
móti teimum kristnu er nógv størri enn í
Khovd. NLM ynskir at arbeiða meir í Olgii, og
er nú farið undir at kanna møguleikar fyri at
keypa eitt grundstykki og byggja nøkur hús og
við tíðini eisini ein lítlan skúla til
trúðboðarabørn.
Okkara børn trívast væl í skúlanum her í
Khovd og elska at skoyta á skoytubananum
uttanfyri húsini. Silja hevur javnan vitjan av
einari kasakkiskari gentu, ið hevur búð í USA
og tískil dugir enskt. Tær tykjast hugna sær
óført. Set og Carina trívast eisini væl og nú eru
súkklurnar eisini komnar fram aftur, so her er
nokk at takast við hjá teimum.
Í summar koma bæði eini nýggj hjún við einum
pinkubarni umframt ein volontørur út til
okkara í Khovd. Tey eru øll norsk. Hetta gleða
vit okkum til. Eisini hevur Rebecca sagt ja til
at vera her enn eitt ár, so nú vera vit skjótt átta
vaksin og fýra børn í Khovd.
Bønarevni:
Biðið fyri teimum kasakkisku kristnu og um, at fleiri mugu koma til trúgv
Biðið fyri støðuni í landinum viðvíkjandi corona-virus
Biðið fyri teimum nýggja trúboðarunum og volontørinum og teirra fyrireikingum
Biðið fyri byggiætlanunum í Olgii
Biðið fyri áhaldandi trivnaði fyri okkum øll
Biðið uttan íhald, takki í øllum førum!
Takk fyri forbøn og stuðul
Við ynski um Harrans signing
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
10
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
11
Nr. 2 Mars 2020 71. árið
12
Útgevari Heimasíða: www.kmf.fo Kirkjuligt Missiónsblað
Kirkjuliga Missiónsfelagið Ábyrgd: Kristian Thorleifsson kemur út 8 ferðir um árið
Purkugerði 7 tel: 212856 (februar, mars, mai, juni, august
Fo- 100 Tórshavn Prent: KMF september, november og desember
t- postur: [email protected] Konta: 9181- 495.337.3 Haldaragjald: kr. 200,00