2
JESUS // PASSION // WORSHIP // FREEDOM // LIFE 27. JULI - 3. AUGUST 2013 // OFFENBURG (DE) TEENSTREET 2013 WWW.TEENSTREET.FO A MINISTRY OF

TeenStreet 2013 faldari

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Gjørdur av OM International, umsettur til føroyskt.

Citation preview

Page 1: TeenStreet 2013 faldari

JESUS // PASSION // WORSHIP // FREEDOM // LIFE

27. JULI - 3. AUGUST 2013 // OFFENBURG (DE)

TEENSTREET 2013

WWW.TEENSTREET.FO A MINISTRY OF

Page 2: TeenStreet 2013 faldari

JESUS // PASSION // WORSHIP // FREEDOM // LIFE

27. JULI - 3. AUGUST 2013 // OFFENBURG (DE)

TEENSTREET 2013

A MINISTRY OF

Kom sjálvboðin og verð ein partur av Service Team! Saman við á leið 400 øðrum sjálvbodnum fólki fært tú hildið TeenStreet á lívi. Finn títt pláss á TeenStreet kaffistovuni, bókasøluni, køkinum, trygdartoyminum ella í einum øðrum toymi, sum rakar júst tín áhuga. Á TeenStreet eru nógvir møguleikar at tæna. Aldurmarkið fyri at vera við á Service Team er 18 ár.

Um tú ert í minsta lagi 21 ár og dámar væl at arbeiða saman við tannáringum, kanna so møguleikan fyri at vera bólkaleiðari! Sum bólkaleiðari hevur tú ábyrgdina av einum bólki við 6 tannáringum. Tú hevur møguleika at hjálpa teimum gjøgnum bíbliulesna, samveru, bøn, ítrótt o.s.fr.

Við røttu førleikunum ber eisini til hjá tær at vera partur av bønartoyminum ella ráðgevarartoyminum.

07.00 Útpurring08.00 Morgunmatur09.25 Bíbliutími11.00 Shhh løtan11.45 Nótin (løta saman við tínum bólki)13.00 Miðmáli 14.00 Ymsir aktivitetir (seminar, workshops, ítróttur, hugni við vinfólki...)

18.00 Nót og nátturði19.25 Throne Room (dagsins hæddarpunkt - lovsongsløta)21.15 Ymskir aktivitetir23.30 Nótin23.55 Ljósið verður sløkt

ER TÚ MILLUM 13 OG 17 ÁR?SO ER TEENSTREET NAKAÐ FYRI TEG!Kom saman við einum vinfólki ella tak tín bíbliubólk við! Á TeenStreet møtir tú fólki úr øllum heiminum. Knýt nýggj vinabond. Lovprísa Guði saman við nógvum øðrum kristnum. Far í dýbdina í Bíbliuni, uppliv Guð í bøn, íðka ítrótt og lurta eftir feitum tónleikabólkum.

TANNÁRINGUR

Far inn á heimasíðuna www.teenstreet.fo. Har fært tú fleiri upplýsingar um TeenStreet, umframt hvørji fólk tú kanst seta teg í samband við.

HVØRT ÁR SETA FLEIRI ENN 3500 FÓLK ÚR ØLLUM HEIMINUM EINA VIKU AV TIL LOVSONG, BÍBLIUTÍMAR, ÍTRÓTT, GAMAN OG ANNAÐ.TeenStreet er ein altjóða ráðstevna fyri kristnar tannáringar. Okkara endamál er at arbeiða saman við kirkjum og samkomum til tess at geva ungum kristnum íblástur til at hava eitt inniligt samband við Jesus og at lata hann verða endurspeglaðan í teirra gerandisdegi.

HVAT ER Á SKRÁNNI?

MEIRA KUNNING OG TILMELDING ER Á

WWW.TEENSTREET.FO

SPURNINGAR?

WWW.TEENSTREET.FO

AÐRAR UPPGÁVUR

BÓLKALEIÐARAR

SERVICE TEAM

MESSE OFFENBURGSchutterwälderstr. 377656 OffenburgTýskland

UPPSETING: 21.-27. juli 2013TEENSTREET: 27. juli-3. august 2013UPPRUDDING: 3.-4. august 2013

TANNÁRINGAR: kr. 1.900LEIÐARAR: kr. 900SERVICE TEAM: kr. 900ONNUR: kr. 900

STAÐ

KOSTNAÐUR

TÍÐIR

Bíbliubólkar kunnu melda seg til frá 1. januar 2013. Einstaklingar kunnu melda seg til frá 1. februar 2013.

Tilmeldingin fer fram á alnótini og er opin inntil 30. apríl 2013.

TILMELDING

TeenStreet er ikki einans fyri tannáringar, men eisini fyri ungar leiðarar. Sum bólkaleiðari á TeenStreet fylgir tú tínum bólki á ráðstevnuni og ert eisini til reiðar at hjálpa teimum, tá ið ráðstevnan er liðug. Vit klára hetta ikki uttan teg!

Bólkurin er tað fullkomna plássið fyri nýggj sambond og fyri lærusveinaskap. Hví tekur tú ikki ein bíbliubólk frá tínari samkomu ella umhvørvi við og gert harvið hesa ráðstevnuna enn størri enn eina viku?

IKKI TANNÁRINGUR LONGUR?