6
VIT BJÓÐA TIL TEY HANDALIGU TEKNISKT YRKISNÁM

Tekniskt yrkisnam 2015

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Fjølbroyttar og spennandi útbúgvingar á Tekniska Skúla í Tórshavn. Tekniskt Yrkisnám til tey handligu og skapandi. Droymir tú um at gerast bilsmiður, hárfríðkari, elektrikari, húsasmiður, klædnaatstøðingur ella droymir tú um eina metalútbúgving? Les faldaran Tekniskt Yrkisnám og fá meira at vita, á www.tst.fo ber til at fáa yvirlit yvir allar útbúgvingarnar sum vit bjóða í 2015.

Citation preview

Page 1: Tekniskt yrkisnam 2015

VIT BJÓÐa

TIl Tey handalIguTEKNISKT YRKISNÁM

Page 2: Tekniskt yrkisnam 2015

Møguleikarnir at velja eina yrkisútbúgving í Føroyum hava neyvan verið betri enn nú. Tekniskt yrkisnám er grundarlag undir nýggj um møguleikum hjá teimum, ið velja eina tekniska yrkisútbúgving , við ella uttan sáttmála við lærumeistara.

• Hárfríðkarar fáast sjálvandi mest við hárviðgerð, men læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað inniber at reka eitt virki, so sum búskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir sera ofta. hárfríðkarar starvast mest á hárstovum, tó eisini innan films- og sjónleikaraheimin og á sjónvarpsstøðum.

• Húsasmiðurellasnikkari eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum er 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru. um tú ikki hevur sáttmála, kanst tú halda áfram á 4. skúlaskeiði og fara til víðari lestur innan byggitøkni.

Húsasmiðurin fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk. eisini arbeiðir húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í, umframt uppseting av køkseindum og øðrum lidnum bygningslutum.

Snikkarin arbeiðir serliga við træ og ger hurðar, vindeygu og innbúgv. Á skúlanum lærir tú at arbeiða við maskinum og am - boð um. harafturat lærir tú um ymiskt tilfar, ið skal brúkast.

• elektrikarinarbeiðir við innleggjan av sterk- og veikstreymi í t.d. sethús, skrivstovur, virkir, skúlar og umborð á skipum. hetta kann fevna um ljós, hita, motorar, elektroniskar stýringar til flutnings skipanir og framleiðslueindir. eisini fæst el-innleggj arin við tele-, teldu-, og antennuinnleggingar og forritan av elek tron-isk um stýringum. eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum er 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru. um tú ikki hevur sáttmála, kanst tú halda áfram á 4. skúlaskeiði og fara til víðari lestur.

• BilsmiðútBúgvingin er ein spennandi og avbjóðandi út-búgving. Í dag er tað ikki einans bilin, ið ein lærlingur skal kenna, men eisini øll tey framkomnu elektronisku hjálpartólini. Tól til kannan av bremsum, útláti, hjólsporing, elektriskum skipanum o.s.fr. eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum er 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru. um tú ikki hevur lærupláss, kanst tú halda áfram á 4. skúlaskeiði (innan metal- og eløkið) og fara til víðari lestur.

ÚTBÚGVING OG MØGULEIKAR

Page 3: Tekniskt yrkisnam 2015

• metalútBúgvingar við sergrein Í útbúgvingini innan met al lærir tú grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði. eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum er 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru innan eina sergrein. um tú ikki hevur sáttmála, kanst tú halda áfram á 4. skúlaskeiði og fara til víðari lestur (uttan sáttmála).

sergreinirnarinnanmetal eru Maskinsmiður, Kleinsmiður, Rust- fasturkleinsmiður, Rørsmiður, Rør- og blikksmiður, Sveisari. Skúlagongdin er 1. og 2. skúlaskeið og sergrein. Tilsam ans 55 vikur. lærutíðin er 4 ár.

Skúlagongdin hjá sveis ar anum er øðrvísi, hon er 1. skúlaskeið, ið er 20 vikur og sergrein í 15 vikur. Tilsamans 35 vikur. lærutíðin er 2 1/2 ár.

• klædnaatstøðier ein 2 ára útbúgving til tín, ið ynskir at royna tíni skapandi evni innan mótaheimin. Vit bjóða eina spenn andi og kreativa útbúgving, har tú fær hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu. Vit arbeiða m.a. við sniðgeving, seym-ing, konstruktión og mótasøgu.

almennarlærugreinir: Føroyskt-C, enskt-C, Støddfrøði-C, Stíl- menning-C, Myndlist-C, Kunningartøkni-C.

Yrkislærugreinir: Framleiðslumenning og kalkulatión, Vørufram- leiðsla, Maskinhandfaring og framleiðsla, Seymivenjing, doku- mentatión, Modelkonstruktión, Tilfarslæra, design, Illustrator.

Sum útbúgvin klædnaatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til designteknolog, Klædnahandverkara ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu, verða sjálvstøðug/ur vinnurekandi o.a. Tekniski Skúlin hevur samstarvsavtalur við TeKO í herning og Kea í Keypmannahavn um víðari lestur.

upptøkutreYtlokið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

umsóknarfreistin er 15. mars 2015, serligt oyðublað liggur á www.tst.fo. eru spurningar um útbúgvingina ber til at ringja til skúlan á tel. 738050 ella seta seg í samband við skúlan umvegis teldupost á [email protected].

Page 4: Tekniskt yrkisnam 2015

lesmeiraum útbúgvingarnar á heimasíðuni hjá Tekniska Skúla í Tórshavn www.tst.fo

Vit eru eisini á Facebook, leita eftir síðuni hjá okkum “Tekniski Skúli í Tórshavn” (Official Site).

klædnaatstøði 40 VIKuR

HárBil

metalel

træ

HárBil

metalel

træ

lestrar-ogútBúgvingarBYgnaður

ílæru ílæru

uttan

lærusÁttmÁla

+

1.skúlaskeið20 VIKuR

2.skúlaskeið20 VIKuR

Page 5: Tekniskt yrkisnam 2015

=3.skúlaskeið10 VIKuR

klædnaatstøði40 VIKuR

-maskinmeistara

krevur 9 mðr. starvsvenj ing (uttan lærusáttmála)

-framleiðslu-tøkning

-BYggitøkning

-aðrarkvuútBúgvingar

ístarvella víðarilesturdesign tekno log

4.skúlaskeið40 VIKuR

HárBil

metalel

træ

metal

eltræ

- alMenn FaK - yRKISFaK - TVØRFaKlIgaR VeRKÆTlanIR

- STaRVSVenJIng

sveinaroYnd5 VIKuR

sveinur

víðarilestur

lestrar-ogútBúgvingarBYgnaður

uttan

lærusÁttmÁla

+

Page 6: Tekniskt yrkisnam 2015

TeKnISKI SKúlIn Í TÓRShaVn Tel. 738050 | www.TST.FO | [email protected]

• klædnaatstøðingur

• Bilsmiður

• elektrikari

• Húsasmiðurellasnikkari

• Hárfríðkari

• metalútBúgvingviðsergrein

útB

úgvin

gar