4
Skeið á Öström fríggjadagin 28. mars 2014 Betra um trivnaðin á tykkara arbeiðsplássi Pust & Flow

Pust og flow

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Um spennandi skeiðið »Pust & Flow«, sum fyrilestrarhaldararnir, Nina Hansen og Anette Aarslund, fara at halda á Öström fríggjadagin 28. mars 2014.

Citation preview

Page 1: Pust og flow

Skeið á Öström fríggjadagin 28. mars 2014

Betra um trivnaðiná tykkara arbeiðsplássi

Pust&

Flow

Page 2: Pust og flow

Teknið tykkum til spennandi skeiðið »Pust og Flow«, sum nógv eftirspurdu norsku skeiðs- og fyrilestrar-haldararnir, Nina Hanssen og Anette Aarslund, fara at halda á Öström fríggjadagin 28. mars 2014.

Ónøgd og strongd millum starvsfólk elvir til verri trivn að. Og tá trivnaðurin versnar, fæst minni á skafti, og tað kostar arbeiðplássinum pening ella virkis føri.

Tey góðu tíðindini eru, at tað ber til at beina fyri skaða ávirkanini av einum strongdum arbeiðsdegi. Hetta við hjálp frá einføldum teknikki í positivari sálarfrøði og røttum andingarhátti.

Ert tú strongdur, kann lívsstílurin lættliga elva til skeivan andingarhátt, sum aftur elvir til spenningar í kroppinum. Møguliga kennir tú til stívar akslar, eym-an nakka, svøvntrupulleikar og hetta ikki at megna arbeiðs uppgávur tínar nóg væl.

Á hesum fyrsta skeiði av sínum slag í Føroyum koma tvær norskar kvinnur, ið hava serkunnað seg í at læra frá sær teknikkir, sum minka um strongd, økja um ar-beiðsgleðina og harvið skapa ein munandi betri og lættari arbeiðs- og gerandisdag.

Skeiðið kann gerast ein lønandi íløga fyri arbeiðspláss tykkara, tí tað er ein sannroynd, at betri hýrd starvs-fólk fáa meira av skafti.

Skeið á Öström fríggjadagin 28. mars 2014

Betra um trivnaðiná tykkara arbeiðsplássi

Lær at anda rættPrógv eru fyri, at rættur andingarhátt-ur lækkar munandi um bæði blóðtrýst, hjarta rútmu og strongdarstøði. Á svensk-um sjúkrahúsum hava tey minkað morfin-ið til sjúklingar við kroniskari pínu heilt niður í ein helming, bert við at læra sjúk ling arnar at anda rætt. Tá tú andar róliga og djúpt, boðar tú heila tínum frá, at óneyðugt er at senda kortisol og adrenal-in út í kroppin. Á hendan hátt setir tú immun verj una í gongd, og stongdarstøðið lækkar. Harvið minkar sjúkrafráveran á arbeiðs plássinum.

Flow í gerandisdegnumInnan positiva sálarfrøði verður hugtakið »flow« nýtt til at lýsa eina serliga mentala støðu, har vit innímillum hava tað magiska gott og tí fáa mest møguligt burturúr. Bæði á arbeiðsplássi og í frítíð. Flow var á fyrsta sinni brúkt í áttatiárunum av ungarska sálarfrøðinginum, Mihaly Csiksentmihalyi. Við at nýta flow kanst tú skapa størri arbeiðsgleði og ídni á arbeiðsplássinum. Um tú ert hugfangaður og nógv upptikin av støðuni, tú stendur í beint nú, ert tú í flow. Ikki minst á arbeiðsplássinum. Tað er ein sannroynd, at flow kann vera avgerandi fyri, at tað eydnast at loysa ta ávísu arbeiðsuppgávuna best møguligt. Allarflestu okkara hava verið í flow onkuntíð, hóast vit ikki hava verið greið yvir tað. Í flow gongur alt av sær sjálvum, hóast vit ikki hugsa nærri um, hví so er. Á einum arbeiðsplássi er laga manni at leggja til rættis arbeiðsdagin eftir flow-hugtakinum. Hetta krevur tó, at tann einstaki hugsar øðrvísi um tær føstu mannagongdirnar og broytir tær hareftir. Tá verða arbeiðsuppgávurnar brádliga meiri áhugaverdar, og hvør einstakur gerst glaðari og fær meira frá hondini.

Page 3: Pust og flow

Anette Aarslund er helst fremsti andingarserfrøð-ing ur í Noregi. Seinasta árið hevur hon fingið ómeta-liga góða umrøðu í norskum fjølmiðlum. Bæði í dag-bløðum, vikubløðum, útvarpi og sjónvarpi. Hon er út búgvin operasangari og er nógv eftirspurd sum skeiðs- og fyrilestrarhaldari í øllum Noregi. Anette hevur 15 ára royndir frá Noregi, Milano, Rom, New York og London í raddarnýtslu (at nýta røddina rætt) og andingarteknikki. Hon hevur egna fyritøku, pusteteknikk.no, og hevur saman við Ninu Hanssen júst útgivið bókina »Pusten« á norska forlagnum, Cappelen Damm.

Nina Hanssen er útbúgvin journalistur og hevur arbe-itt á norskum og enskum fjølmiðlum í meira enn 20 ár. Hon hevur givið út fleiri bøkur. Harímillum nógv um-røddu og róstu bókina »Flow i hverdagen – naviga-tion mellem stress, kaos og kedsomhed«, sum kom út í Noregi í 2012 og í Danmark í 2013. Hon er nógv eftirspurd sum skeiðs- og fyrilestrarhaldari og hevur skipað fyri yvir 70 verkstovum fyri fyritøkum og ar-beiðsplássum seinnu árini. Nina hevur stovnað vinnu-nettverkið fembiz.net og hevur sína egnu fyritøku flowcom.no. Slagorðið hjá Ninu Hanssen er: »You can be in flow without being creative – but you can’t be creative without being in flow«.

Um skeiðshaldararnar

Skoðsmál frá luttakarum á skeiði í andingarteknikki»Fyri fyrstu ferð í mong ár svav eg alla náttina, eftir í áravís at vera vaknað fleiri ferðir hvørja einastu nátt«

Kvinna í fýratiárunum eftirtríggjar tímar á andingarskeiði

»Tað er ómøguligt at fáa óttaherðindi (angstand-fald), tá eg nýti andingarteknikkin, sum eg lærdi her á skeiðinum«

Maður, sum í mong árhevur stríðst við óttaherðindi

»Hetta er heilt ótrúligt. Eg gjørdist fullkomiliga klárur í høvdinum eftir at hava lært at anda á ein nýggjan hátt«

Maður í fimmtiárunum eftir luttøkuá skeiði í andingarteknikki

»Upplivingin av at anda rætt, tá eg súkkli, kann best samanberast við at seta súkkluna tvey gear upp, men orka júst tað sama«

Súkklari, eftir at vera komin á mál í súkklukappingini»Birken« ein tíma skjótari enn árið frammaundan

Page 4: Pust og flow

Skoðsmál frá luttakarum á skeiði í flow»Super skeið« »Nina er ein framúr góður

skeiðshaldari«

»Sera spennandi og stuttligt skeið við læruríkum venjin-gum«

»Gott skeið við einum hug-fangandi og áhugaverdum fyrilestrarhaldara«

kl. 12.30-12.50Skeiðshaldararnir presentera seg og gjøgnumganga skeiðið

kl. 12.50-13.00Stuttur steðgur

kl. 13.00-14.30Týdningurin av røttum anding-ar teknikki – teori og gransking Andingarvenjingar sum effektivt amboð mótvegis strongd. Tú merkir, hvussu kroppurin hvílir, og heilin gerst klárari. Tú uppli-

vir, hvussu látur og skríggj lættir um títt strongdarstøði.

kl. 14.30-14.50Steðgur

kl. 14.50-16.20Hvat flow er, og hví hetta hugtakið er gagnlig vitanKunning um gransking kring positiva sálarfrøði, og hvørja ávirkan hetta hevur á bæði likam ligu og sálarligu heilsu okkara. Einfaldar venjingar, sum

bæði fáa bólkin og tann ein-staka í flow, at tosa við onnur og at samstarva. Og hvussu tað er møguligt at fáa alt arbeiðs-plássið at flyta seg positiva vegin.

kl. 16.20-16.30Samanumtøka og møguligir spurningar til »Pust og Flow«

kl. 16.30Liðugt

»Eitt sera gott og spennandi skeið um flow, sum Nina hevði í mentanarhúsi okkara. Her var nógv ítøkilig vitan, sum vit ogn aðu okkum og veruliga kunnu brúka til at flyta okkum framá«

Jan Olav Haugen, fyriskipari,Skedsmo kommune, sum eftir

fyrsta skeiðið bílegði tvey afturat

Skrá fyri skeiðið »Pust og Flow«– fríggjadagin 28. mars 2014

Vegna fyriskipararnar

Kári Mikkelsenkarimikkelsen.fo

[email protected]. 280066

Martin Dam Joensenspreki.com

[email protected]. 235920