40
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 HÓPIN AV GÓÐUM TILBOÐUM Í BLAÐNUM TUNNILSDAGUR leygardagin 27. september NORÐOYA SPARIKASSI 95 ÁR Mikukvøldið verður almenn kvøldseta í Skúlanum við Ósánna klok- kan 19.00 Les meira í blaðnum HONDBÓLTS- KAPPINGIN BYRJAR SUNNUDAGIN TERJI Á TÓNABRÚGV

Nordlysid nr 31 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 31 Mikudagin 24. sept. 2014.

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 31 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

9772245065007

NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

HÓPIN AV GÓ ÐUM T IL BO ÐUM Í BL A ÐNUM

TUNNILSDAGUR leygardagin 27. september

NORÐOYA SPARIK ASSI 95 ÁRMikukvøldið

verður almenn kvøldseta í

Skúlanum við Ósánna klok-

kan 19.00

Les meira í blaðnum

HONDBÓLT S -K A PPINGIN

BY RJA R SUNNUDAGIN

T ER JI ÁT ÓN A BRÚGV

Page 2: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 20142

Vegna eigaran verður línuskipið Riba við hesum lýst til sølu.

Skipaupplýsingar Havnarkenningarnr.: KG391 Kallimerki: OW2221 Heimstaður: Klaksvík Byggiár: 1960 Skipasmiðja: Esbjerg Skibsværft & Maskinfabrik Bruttoregistartons: 53,45 Nettoregistartons: 17,65 Longd: 17,89 metrar Breidd: 5,52 metrar Dýbd: 2,32 metrar Maskina: Mitsubishi S6A3-MPTA 330 KW Veiðurættindi: 118,58 fiskidagar (bólkur 4B)

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Kredittdeildina á tel 348 000 ella við telduposti til: [email protected].

EIK BANKI P/F

Ársmøti hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Undir heitinum “Hin heilagi og góði Guð” hevurKirkjuliga Missiónsfelagi ársfund 26. – 28. september

í Emmaus í Klaksvík.

FríggjakvøldiðKl. 20 Ungdómsmøti v/ Dan Hessellund.

Evni: Eli og synirnir Hofni og Pinehas 1. Sam. 2 -3.

LeygardaginKl. 16 Møti v/Dan Hessellund.

Evni: Guð vár er oyðandi eldur 3. Mós. 10, 1- 3 og 4. Mós. 16 – 17.

Kl. 20 Møti v/Dan Hessellund. Evni: Hering Ákans. Jósva 7.

SunnudaginKl. 16. Møti v/ Silasi og Peter O. K. Olofson

Kl. 18. Møti v/Dan Hessellund. Evni: Hin heilagi og góði Guð.

Vælkomin til løturnar um Guðs orð – Róm 1,16.

Kirkjuligt Missiónsfelag

Kunngerðum broytingar í byggisamtyktini

fyri Viðareiðis kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013 verða við hesum uppskot til broytingar í almennu byggi-samtyktini fyri Viðareiðis kommunu framløgd til alment eftirlit:

Broytingarnar eru hesar:

• E-økið víðkað niðanfyri skúlan og D-økið verður minkað samsvarandi. Viðmerkingar: Orsøkin til hesa broytingina er, at kommunan hevur ætlanir um at fara í gongd við projektið við Spónhyljum, og henda ætlanin kemur inn á D-økið, sum ikki er ætlað til slíkt.

• Broyttar ásetingar í D-økinum (14. gr., stk. 1) Ásetingarnar fyri stk. 1 skulu hereftir vera: 1. Økið verður lagt av til almennar stovnar, frálæru, heilsurøkt, mentanarlig- og átrúnaðarlig endamál, kirkjugarðar, lendingar, neystaøki, tjaldingarpláss o.tl.

• A1-økið víðkað niðanfyri Hoyðgarðsveg og E-økið verður minkað samsvarandi. Broytingarnar í byggisamtyktini liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni – vidareidi.fo – til 15. oktober 2014 .

Mótmæli móti broytinginum og broytingarupp-skot mega verða send kommunustýrinum áðrenn 5. november 2014.

Tekna teg sum haldara

amr.fo

Page 3: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 3

Góða innlánstilboðið við 1’aranum, sum á fyrsta sinni lat upp í 2004, letur nú uppaftur fyri nýggjum innskotum í ein mánað. 1’arin er opin fyri nýggjum innskotumfrá 24. september 2014.

Rentan komandi árið, galdandi frá 24. september 2014 til og við 23. september2015, verður 0,60%. Rentan er føst, og verður ikki broytt í hesum tíðarskeiði.

Einki lágmark er fyri, hvussu nógv tú kanst seta inn á 1’aran.

Hámarkið, fyri hvussu nógv tú kanst seta inn, er kr. 250.000- og tú kanst altíð taka út.

Seinasti dagur at seta pening inn á 1’araner fríggjadagin 24. oktober 2014

Føst renta: 0,60 %Hámark: kr. 250.000

Tú kanst altíð taka út!

Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 [email protected] www.ns.fo

Page 4: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 20144

Page 5: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 5

Page 6: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 20146

Page 7: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 7

Page 8: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 20148

Kósaskákið 3 FO-700 Klaksvík Tel.: +298 472030 Fax: +298 472031 T-postur: [email protected] www.kss.foKLAKSVÍKAR SLEIPISTØÐ

www.kss.fo

Page 9: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 9

Á pappírinum síggja allir dystirnir í 24. umfarinum áhugaverdir út.

ÍF-B36ÍF liðið fekk endiliga ok-kurt at fegnast um seinast, tá tað eydnaðist at vinna móti AB. Spurningurin er so, um hetta var tekin um, at ÍF fer at klára seg betri hesi seinastu 4 umførini. ÍF hópurin er ikki so ster-kur í løtuni, og tað kann fara at merkjast, nú B36 vitjar. B36 vann sín kan-ska týdningarmiklasta dyst hetta kappingarárið móti NSÍ seinast. Nú liggur FM møguleikin í hondunum á B36, sum bara skal vinna komandi tríggjar dystirnar móti ÍF, EB/Streymi og B68 fyri at staðfesta sítt meista-raheitið. ÍF hevur ikki vun-nið móti nøkrum topp 3 liði í ár, og tað ger liðið neyvan heldur hesaferð. Tipping: 2

HB-VíkingurHer kann HB endaliga vera úti av FM stríðnum. HB hevur havt trupulleikar seinastu tíðina, men kom aftur á slóðina seinast við sigri móti Skála. Víkingur er flúgvandi í løtuni, hóast liðið ikki hevur so nógv at spæla fyri. Dystirnir mil-lum HB og Víking hava al-lir verið tættir í ár, har tveir eru endaðir við javnleiki, meðan Víkingur avgjørdi móti endanum í steypafi-naluni. Tí er mest sannlíkt, at hesin dysturin eisini fer at vera javnur, men HB kann ikki brúka javnleik til nakað, og tí fer heimaliðið helst at leggja nógv fyri, um nú tað verður javnleikur út í seinna hálvleik. Tað kann gera, at Víkingur kontrar og vinnur dystin. Men mest upplagt er at seta eitt X her. Tipping: X

B68-ABFlestu miðlarnir og við-

merkjarar hava sent B68 niður fyri fleiri vikum síða-ni. Men nú hevur B68 vun-nið tveir dystir á rað, og nú hómast ein vón aftur á Toft-um, hóast tað framvegis skal nógv til, um B68 skal fáa AB afturum seg. Men vinnur B68 her, so eru bara 3 stig á muni, har B68 í næ-sta umfarinum møtir Skála, meðan AB møtir HB. B68 legði nógv fyri dagin móti KÍ og vann at enda, sum heldur ikki var heilt óup-piborið. Hjá AB er Sorin Anghel skaddur og Bárður

Olsen hevur leikbann. Tað kann fáa avleiðingar. Ein tættur og spennandi dystur, sum kann fara báðar vegir. Hjá B68 er tað seinasta útkall yvirhøvur og tapir heimaliðið, so er niðurfly-tingin staðfest. Men B68 ei-gur at hava góðan møgulei-ka til at fáa sín triðja sigur á rað. Tipping: 1

EB/Streymur-NSÍDysturin um Europa Le-ague plássið. Við sigri kann EB/Streymur næstan tryggja sær plássið, meðan

NSÍ við sigri fer framum. Ein javnleikur ger hinve-gin kappingina enn meira spennandi, tí tá kemur KÍ av álvara uppí kappingina. EB/Streymur hevur takið á NSÍ í ár, men dystirnir hava altíð verið tættir. NSÍ arbeiðir framvegis uppá at fáa ein sigur móti topp 7 liðunum, og tað kann blíva hesaferð, tí tað hevur verið tætt við fyrr í ár á útivølli móti EB/Streymi. Ein tæt-tur dystur, har javnleikurin er mest upplagdur. Tipping: X

KÍ-SkálaKÍ megnaði ikki at vinna móti B68 í ár, men móti Skála vann KÍ seinast te-pran sigur á heimavølli, men tapti seinni á Skála. Skála er flutt niður og kann spæla frítt seinastu dystir-nar. KÍ hevur trupult við at skapa dystir og hetta verður helt ein dystur, har KÍ kemur at mynda spælið, meðan Skála kemur at satsa uppá snarálop. KÍ hevur framvegis alt at spæla fyri og eigur at klára at fáa

3 stig á heimavølli móti Skála. Tipping: 1

Jákup Ósá

24 . UMFAR Í EFFODEILDINI VERÐUR AVGERANDI

Page 10: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201410

L E I Ð A R I N

Íbúð í KlaksvíkFult møbilerað íbúð mitt í Klaksvík til leigu.

NorðlýsiðTel. 284379

Gullbrúdleyp

Fríggjadagin 10. oktober hava Marianna og Evald Simonsen

gullbrúdleypsdag.

Dagurin verður hildin leygardagin 11. oktoberfrá kl. 12 til 18 í hølunum hjá sjúkrarøktarfrøðideildini

í Jónas Broncks gøtu 25 - Tórshavn.

GullbrúdleypFríggjadagin 3. oktobur hava

Gull-Britt og Karsten Hansen verið gift í 50 ár.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvíksama dag kl. 19.00. Skyldfólk, vinir og kenningar,

sum vilja gleðast saman við okkum hendandagin, verða biðin um at siga frá innan 25. sept.

á telefon 220599 - 285007 ella á telduposti [email protected]

Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi

21 sept.Christianskirkjan kl.11.00 Hans Eiler Hammer

Kunoy kl.12.00 Ann D Hansen

23 sept.Christanskirkjan kl.17.30

Skrúvuguðstænasta Hanus á Gørðum

28 sept.Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum

Familjuguðstænasta barnakórið í KFUM &K luttekurMikladalur kl.11.00 Hans Eiler Hammer altarg.

3 oktHugnaløta í Christianskirkjuni kl.15.00

Hilda Viderø hugleiðir um Liberia

5 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Lisbeth Solmunde Michelsen

Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónina

Árnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.Haraldssund kl.12.15 Hanus á Gørðum

12.oktChristianskirkjan kl.11.00 Konfirmatión Hanus á Gørðum

16 oktFyrilestur í kirkjukjallarnum har Mary á Argjaboða hevur

fyrilestur um evni ”Samskifti í hjúnalaganum

19 okt.Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.

11. oktobur giftastMaria Marcusardóttir í skorini frá Norðoyri

og Rúni Person Jacobsen úr Søldarfirði.

Vígslan verður í Nebo á Toftum kl.13.00,og veistlan verður hildin fyri innbodnum

í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00

Brúdleyp

Í hesum døgum ger Visit Faroe Islands eitt stórt og gott átak, har eisini verður heitt á okkum øll onnur um at vera við til at ”branda” Føroyar, sum tað eitur.

Men vit hava fyrr her á hesum teigi sóknast eftir, at politikarar seta eina ætlan fyri ferðavinnupolitikkin í Føroyum.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri her á landi, tað hava vit ikki minst sæð í Klaksvík, nú fleiri 10.000 ferðafólk hava vitjað her bara við fremmandu ferðamannaskipunum, sum 12 í tali hava verið í Norðhavnini í ár og ætlandi vera tey helst fleiri í ko-mandi ári.

Men hesi ferðafólkini fylla ikki so nógv, hóast tey eru mong, tí tey steðga bert fáar tímar í landinum. Tað ber tí sera væl til at taka ímóti teimum og at veita teimum tær tænastur , ið tey hava fyri neyðini.

Tað Ferðaráðið helst hevur í hyggju við sínum áta-ki, tað er at fáa fólk at steðga longri her á landi. At tey skulu brúka okkara ferðamannaskip og okkara flogfør at koma higar og so sjálvandi helst gista og búleikast her nakrar dagar.

Men hvar er ferðavinnupolitikkurin, hvat stevna vit í ferðavinnuhøpi fram ímóti, hvar skulu ferðafólkini sleppa at reika og hvussu fáa vit pening burturúr, annað enn ferðaseðlar og gisting?

Seinnu árini eru føroyingar sjálvir alt meira og meira farnir at ferðast í egnum landi. At ganga í náttúruni, í haganum, upp á fjallatoppar, at vitja føroysku vøt-nini, at klintrast í fjøllunum, eru vorðnar ítróttir, ið føroyingar alt meira og meira gera nýtslu av sjálvir.

Um so er, at vit fara at fáa ferðafólk higar í tali, sum líkist tí, sum ferðamannaskipini koma við á hvørjum ári, so er skjótt til, at vit standa við einum trupulle-ika, tí tá kann okkara vakra náttúra verður ov nógv traðkað undir fóti.

Tey, sum hava gingið fjøllini, bygdagøturnar og aðrastaðni í føroysku náttúruni vita, at víddirnar eru ikki óavmarkaðar hóast stórar. Skulu føroysku vøtnini liggja opin fyri fremmandum gestum at brúka ókeypis. Skulu føroysku bygdirnar , sum vit hava hoyrt gjáarfólk tosa um, bara vera til nýtslu og slit hjá miðstaðarferðavinnu?

Í Gjógv vóru tey so sperd av ferðavinnuni, at tosað var um at seta bumm fyri, so bygdafólkið betur kundi seta skránna í egnum búplássi. Tað er helst ikki ein gongd leið, men tað vitnar hinvegin um at vit hava ein trupulleika av ferðavinnupolitikkinum, tí Gjógv er als ikki einasta bygdin í Føroyum, sum ikki er nøgd við støðuna.

So fara vit at branda

Mánadagin 29. sept. verðurJákup Andreas Joensen

60 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 27. sept. íTekniskaskúla í Klaksvík frá kl. 19.00

Øll eru hjartaliga vælkomin

60ár føðingardagur

Page 11: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 11

Í samband við tunnilsdagin tann 27. september letur listamaðurin Anker Eli Peter-sen framsýning upp í Spania-stovu í Klaksvík.

Á framsýningini verða 20 verk í serkenda grafiska stílinum hjá Anker Eli og vanliga fabulerandi evnis-valinum.

Afturat sjálvum mynd-unum verður eisini ein framløga av forvitnisligu frímerkjaútgávunum tann 24. september sum Anker Eli hevur greitt úr hondum.

Á framsýningini verður møguleiki at ogna sær frí-merkjaútgávurnar, og fyr-sta dagin eisini signeraðar fyrstadagsbjálvar.

Framsýningin letur upp leygardagin 27. September klokkan 16.

Forvitnislig frímerkjaút-gáva DollinTann fyrsta er í sam-band við 110 ára dagin fyri sokallaðu ”Casement frágreiðingina” í 1904, ið gjørdi vart við ótespuligu viðferðina av upprunafól-kinum í Kongo, sum um tað mundi var hjáland bein-leiðis undir belgiska kon-ginum Leopold II. Case-ment frágreiðingin gjørdi at kongurin misti privata brúksrættin av hjálandinum og førdi til eina umfatandi endurskoðan av imperiali-stiska framferðarháttinum hjá Europisku londunum í triðja heiminum.

Ein av teimum ið spældi ein týðandi leiklut fyri Ca-sement frágreiðingina var føroyski trúðboðarin Dani-el J. Danielsen (1871-1916),

vanliga róptur Dollin. Dol-lin, sum seinni var ein av undangongumonnunum í Brøðrasamkomuni í Føroy-um, førdi ein av missións-bátunum hjá bretsku Balolo missiónini.

Tá diplomaturin Roger Casement kom til Kongo, varð Dollin settur sum ski-pari á áarskipinum ”Henry Reed”, ið førdi Casement runt íkring á Kongo-ánni. Dollin var eisini tulkur og vegvísari og hevði hollan kunnleika um viðurskifti-ni í økinum. Tað var eisini Dollin ið tók mangar av te-imum ræðuligu myndunum av limaløstaðum fólki, ið seinni fóru um allan heim.

Heimkomin til Onglands, skipaði Dollin fyri up-plýsandi fólkafundum um ræðuligu støðuna í Kon-go, og gjørdi sítt til at fáa missiónina at viðurkenna belgiska ágangin mótvegis upprunafólkinum.

Vilhelm Reinert-JoensenOnnur frímerkjaútgávan er í samband við 70 ára dagin fyri innrásina í Nor-

mandínum. Myndevnið er føroyski skipsførarin Vilhelm Reinert-Joensen (1891 – 1949), sum fyri og eftir kríggið førdi nøkur av teimum størstu troppaflut-ningsskipunum ið heimurin hevur sæð.

Longu áðrenn ameri-kanar alment løgdu upp í stríðið, førdi Vilhelm ris-askipið ”Edmund B. Ale-xander” við fyrstu ame-rikansku hermonnunum til strategiska hernaðar-støðina í St. John’s í New Foundlandi. Tá amerikan-ski herurin yvirtók her-setingina av Íslandi, varð Vilhelm saman við øðrum serfrøðingum, sendur til Reykjavíkar at loysa logi-stisku trupulleikarnar har.

Í 1943 varð Vilhelm Reinert-Joensen sendur til Onglands fyri at luttaka í logistisku planleggingini av ”Operation Overlord”. Hann var eftir øllum at døma knýttur at flutning-seindini 11th Port, ið stóð fyri uppskiping av fólki og hernaðarútgerð á illkendu strondini ”Omaha Beach”

í Normandínum. Sambært føroyingar ið hittu hann har niðri, samskipaði hann slei-pibátar á staðnum.

Við krígslok fór Vilhelm aftur til tey stóru hernaðar-flutningsskipini og førdi amerikanska hermenn he-imaftur til USA og týskar krígsfangar aftur til Euro-pa.

Christian Ludwig PetersenTriðja útgávan er eitt frí-merkjaark við fýra frímer-kjum í samband við 100 ára dagin eftir at fyrri heims-bardagi brast á.

Frímerkini viðgera up-phavið til kríggið, avle-iðingarnar her heima og lagnudagin tann 23. mai 1917, tá 8 føroysk fiskifør vórðu søkt á Føroya Banka eftir bert 24 tímar.

Fjórða merkið er um Christian L. Petersen (1890 – 1938) úr Kvívík, ið endaði sum kanadiskur hermaður á europiska vígvøllinum. Christian var fluttur við familju til Kanada sum 10

ára gamal og í 1916 varð hann innkallaður til Cana-dian Expeditionary Force (CEF), ið stóð fyri kana-disku luttøkuni í europiska krígnum.

Árið eftir, í 1917 kom Christian til Onglands og varð sendur víðari til 16th Battalion, sum um tað mun-dið lá við Arras í Fraklan-di. 16th Battallion var ein stríðseind sum áhaldandi luttók í bardøgum við fron-tin, so ungi kvívíkingurin kom úr øskuni í eldin. 16. battaljón luttók í bardøgum um Hill 70, Ypres og Pas-schendaele. Í 1918 luttóku teir í sokallaða ”100 Days Offensive” frá 8. august til krígsenda tann 11. no-vember: Bardagarnir við Amiens, onnur orrustan um Arras, Scarpe og Drocourt-Quéant linjuna, og víðari til bardagarnar um Hin-denburg linjuna og Canal du Nord - líka til seinasta álopið á Mons, tá Týskland endiliga gav seg yvir.

Eftir kríggið flutti Chri-stian L. Petersen aftur til

Føroya og gjørdist bóndi í Kaldbak. Hann hevði ikki nógv til yvirs fyri kríg-num hann varð noyddur út í – sambært fólki ið kendu hann, orkaði hann ikki at siga frá hendingunum á vígvøllinum, minnini vóru snøgt sagt ov ræðulig.

Anker Eli ein fjølbroyt-tur listamaðurAnker Eli Petersen er grafi-kari, listamaður, rithøvundi og yrkjari búsitandi í Dan-mark.

Hann arbeiðir nógv við callag og teldugrafikki. Hugin til norðurlendska mytologi fekk hann á ungum árum og hetta sæst aftur fleiri av motivum hansara m.a. á fleiri frí-merkjum sum hann hevur designa.

Anker Eli er eisini kendur fyri sínar yrkingar - sum Terji Rasmussen hevur sett løg til – og prýðan av flø-guhúsum. Sum rithøvundi Anker Eli hevur hann m.a. týtt eldri norrønar tekstir og skriva fleiri yrkingar.

FRAMSÝNING Í SPANIASTOV U

Leygarkvøldið kl 22 verður konsert í Spani-astovu við Terja Rasmussen.

Terji hevur drúgvar royn-dir sum sangari og lags-miðjur. Hann hevur við sínum “ódeyðiligu landaplágum” tíðiliga sungi seg inn í før-oysku sangsálina.

Terji hevur sungið og spælt við m.a. tónleikabólkunum Plumm, Terji og Føstufren-sum, Frændum og Moirae.

Meir er at lesa um Terja á : http://terji.net/biografi.html

Atgongumerki á kr 150 kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á tlf. 457151 ella á innboks á https://www.face-book.com/Spaniastova?ref=hl

TERJI Á TÓN A BRÚGV

Page 12: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201412

Navn, parlagsstøða,bústaður og hvussu leingi hevur tú verið útseti?Rakul Jógvansdóttir, støk, havi búð í Aberdeen í 3 ár.

Hvat fekk teg av landinum?At sleppa uttanlands at búg-va og lesa hevði eg leingi ynskt, áðrenn eg í september 2011 búsetti meg í Aberdeen. Høvuðsorsøkin, til at eg flutti av landinum, var tann, at eg fekk møguleika at nema mær eina universitetsútbúgving innan neuroscience/neurologi í einum nýggjum, spennan-di, avbjóðandi og mennandi lestrarumhvørvi.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Hvør morgun verður brúktur á universitetinum til fyrilestrar o.a. Eftir fyrilestrarnar hjálpi eg til í einum laboratorii við einari kanning, sum ein av dokta-runum her á universitetinum ger. Tá eg ikki mali runt á uni-

versitetinum, eri eg saman við vinfólki. Eisini verður partur av degnum brúktur á einum fót-bóltsvølli, har eg venji og spæli fyri universitetið.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?At tað gongst mær, familjuni og vinum væl. Eisini eri eg takk-nemlig fyri og gleðist yvir allar teir møguleikar, eg havi, og at eg nú siti í einum fantastiskum umhvørvi umringað av góðum fólki og einari áhugaverdari og spenanndi útbúgving.

Hvat stressar teg í tí dagliga?Tá SU og Skatt ikki gera sítt ar-beiði ordiligt.

Trívist tú? – og orsøk tess?Eg stórtrívist. Góð móttøka, positivitetur, fitt fólk, vinfólk, eitt áhugavert og mennandi lestrarumhvørvi og mentanin eru øll ting, sum eru við til, at eg trívist so væl, sum eg nú ei-naferð geri.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Fríðtíðin fer við fótbólti, at fara út at eta ella í biograf við vin-fólki og at ferðast.

Fylgir tú við í føroyskum viðurskiftum?

Av og á kanni eg, hvat gongur fyri seg har heima, men nú eg búgvi í Skotlandi, havi eg í sei-nastuni fylgt serliga nógv við í skotsku viðurskiftunum, nú tey skuldu taka støðu til, um tey ynsktu loysing ella samband.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum mo-dernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvus-su ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?Fyri at sláa meg leysa frá tí hek-tiska gerandisdegnum hava eg og nakrar vinkonur valt, at vit hvørt vikuskifti, ella so ofta tað liggur fyri, fara ein túr úr bý-num frá stressi o.ø. til teir ymis-ku smærri friðaligaru býirnar, sum liggja uttan fyri Aberde-en. Herfyri fóru vit til Bancho-ry, eitt sera hugnaligt stað. Har gingu vit runt og slappaðu av, sóu eitt ótrúliga flott slott og fingu okkum góðan mat.

Hvør er besta máltíðin?Máltíðirnar, sum standa á borðinum, tá man kemur heim í jólaferiuni, eru altíð nakað, sum eg síggi fram til, tá des-

embermánaður nærkast. Stóra matborðið, dekkað fult av øl-lum tí lekkrasta mati, ein kann ynskja sær.

Leingist tú heimaftur? Og hví?Hóast tað er gott at koma heim í feriunum, hevði eg ikki sagt, at mær leingist heim til Føroya. Um eg ynski at tosa við onkran har heima, sum eg javnan geri, so kann eg altíð tendra skype, skriva á Facebook ella ringja við fartelefonini.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Uha, tað er ein rúgva av tingum, sum hava týdning fyri meg, men týdningarmiklast er nokk at tað gongst mær, famil-ju og vinfólki væl í øllum tí, vit gera.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Tað kann sikkurt tykjast løgið, at eg, sum í 21 ár hvønn dag tosaði, læs og skrivaðið á før-oyskum, longu aftaná 3 ár skal byrja at hava tað eitt sindur

strævið, tá eg skal skifta yvir af-tur til føroyskt. Men tá eg lítið og einki tosi, skrivi ella hoyri á føroyskum, og eri umringað av fólki dagliga, sum øll samskifta á enskum, so er kanska ikki so løgið, at tá eg so aftur skal tosa á føroyskum til tíðir brúki enskt orð mitt í føroyskum set-ningum. Eisini havi eg lyndi til at byrja ein setning og mitt í sama setningi støðga og byr-ja av nýggjum, tí at hann ikki ljóðar akkurát, sum eg ætlaði, at hann skuldi.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Um 5 ár eri eg antin í einum av teimum størri skotsku býunum ella saman við restini av famil-juni í Norra og geri eina PhD innan neuroscience/neurologi.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Eg vil gjarna senda eina heil-san til familju og vinir, sum eg ikki síggi nógv til, nú vit øll eru stødd í ymiskum londum.

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?John Jacobsen.

Útisetin hesaferð:”Tað s tressar meg tá SU & Skat t ikki gera sít t arbeiði”

Hósdagin savnaðust limirnir í Handilsfelagnum til fundar og semja var um at gera nógv burtur úr tunnilsdøgunum og at keypa ein eyka tunnilsdag

tann 8. november.

Á fundi hósdagin á Norðlý-sinum var drúgv umrøða av tunnilsdøgunum og semja var um at teir framvegis draga nógv fólk til Klaks-víkar. Ferðaslan meira enn tvífaldast tá ókeypis er at koyra og tí var avgjørt framhaldandi at handlarnir í Klaksvík skulu hava nógv at bjóða viðskiftafólki tá dagarnir eru.

Kanning sum Norðo-yatunnilin hevur gjørt av ferðsluni tá ókeypis er at koyra, gav greiða ábending um at stórsti parturin av øktu ferðsluni vóru vitjandi sum komu til Klaksvíkar.

Royndin sum Handils-felagið gjørdi við at keypa tríggjar ókeypis tímar at koyra gjøgnum Norðoya-

tunnilin eydnaðist væl og hesar tímarnar tvífaldaðist ferðslan í Norðoyatunnli-num.

Ferðslan hendan leygar-dagin í juni var 25% hægri enn vanligar leygardagar og teir tríggjar tímarnar ókeypis var at koyra tví-faldaðist ferðslan.

Handilsfelagið hevur ei-

sini heitt á Kommununa um at uppraðfesta Klaks-vík sum jólabý og sum skilst verður arbeitt við hesum. M.a. verður skjøtil settur á eitt nýtt tiltak sum verður byrjanin til ein nýg-gjan jólabý sum møguliga verður úti í Klaksvíks-garðinum við m.a. smærri sølubúðum. Eisini verður

jólapynti hjá býnum up-praðfest.

Niðanfyri eru tunnils-dagar og onnur tiltøk sum hava við handilsjól at gera:

Tunnilsdagar 201427. september08. november (Eyka tun-nilsdagur ókeypis altíð til Klaksvík – kl. 18 – 21

ókeypis úr Klaksvík)13. desember Onnur tiltøk28. november verður jólat-ræið í Vágstúnið tendra. Í samband við handilsjóli-ni er umframt vanligu tíðirnar eisini opið sole-iðis: 06. desember kl. 10 – 1713. desember kl. 10 – 2214. desember kl. 14 – 1817. – 20. des. kl. 10 – 2021. desember kl. 14 – 2022. desember kl. 10 – 2023. desember kl. 10 – 21 Nýggjársaftan kl. 10 - 13 Tunnilsdagar í norðoya-tunnlinum 2015 14. mars02. mai26. september12. desember Fundarfólki sá týdningin av at býurin hevur eitt vir-kið og litríkt mentanar- og handilslív.

H A NDIL SFEL AGIÐ L AGT KÓSIN A F Y RI V E TURIN

Page 13: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201414

HøvuðsstuðulKlaksvíkar Kommuna Eik

Fíggjarligur stuðulHvalnesJFK TrolVarðinTryggingarfelagið FøroyarHavborgThorEnnibergNorðoya SparikassiFøroyagrunnurin Tórshavnar KommunaKSSViðareiðis KommunaRoyndin

Leif MohrAntaresFiskimannafelagiðNorðoya LitbúðFaroe ShipMagnStatoilVóninJT ElectricsLooknorthSafari TransportBakkafrostEffoHvannasunds Kommuna

Vøru/tænastu-stuðulKnassarArtic Viking

TTSNorth Pelagic KBIBakkafrost Kjølbro Heilsøla Effo (Leirvík) ÅgotFegin Norðlýsið Berglon InnFKMBM PH-heilsøla Waag & Co. Bónus NFCS Føroya Bjór

Frost

Viningar stuðulKjølurAtlantic Airways Hotel Føroyar Føroya Tele Smyril Line Vodafone AntaresEL-IN62NHotel Hafnia Fonnflog

Ein hjartans tøkk

Eisini ein hjartans tøkk til bátar, sløkkiliðini og bjargingarfelagið, ið luttóku í vatnkríggjinum.

Stóra tøkk til tykkum, ið á ein ella annan hátt hava tikið hond íog til tykkum einstaklingar, ið stuðlaðu við rávøru til stóru fiskabuffetina.

Síðst, men ikki minst takk til tykkum mongu,ið vitjaðu Føroya Sjómannadag 2014

– Vit síggjast á Føroya Sjómannadegi 22.08.2015

www.sjomannadagur.fo

Page 15: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201416

Page 17: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 17

Page 18: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201418

Page 19: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201420

Page 21: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 21

Page 22: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201422

Hjá Skós I Stangavegur 14 I 700 Klaksvík I Tel. 455057 Hjá Skós

369,-25-32

460,-30-35

529,-23-32

499,-24-32

649,-20-26369,-

28-35

449,-34-39

495,-35-38

Duffy569,-

510,-

529,-

559,-

489,-

TamarisDuoTex649,-

Gabor849,-

Gabor949,-

Tamaris449,-

Josef Seibel1020,-

Sixmix879,-

Josef Seibel1029,-

Network499,-

Network540,-

Sixmix799,-

Cavalet719,-

Cavalet889,-

Page 23: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 23

Page 24: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201424

Team Klaksvík skal til Havnar, meðan Stjørnan spælir i Klaksvík.

Skráin fyri hondbóltskap-pingina er komin út. Men-ninir úr Team Klaksvík hava truplar dystir fyrstu tíðina. Sunnudagin tekur kanska størsti FM favorit-turin Kyndil ímóti í Havn, áðrenn føroyameistararnir úr KÍF koma til Klaksvíkar eina viku seinnu. Hinir dystirnir í fyrsta umfari-num eru H71-Neistin, sum verður spældur sunnudagin og STÍF-VÍF, sum verður spældur mánakvøldið.

Fyrstu fimm umførini hjá Team Klaksvík síggja so-leiðis út:Sunnudagin 28. september: Kyndil-Team Klaksvík

Leygardagin 4. oktober: Team Klaksvík-KÍF

Sunnudagin 12. oktober: STÍF-Team Klaksvík

Leygardagin 18. oktober:

Team Klaksvík-NeistinLeygardagin 25. oktober:

H71-Team Klaksvík

KvinnukappinginEisini Stjørnan spælir fyr-

sta dystin sunnudagin. Tá vitjar Neistin í Klaksvík. Dysturin byrjar kl. 15.00. Hinir dystirnir í 1. umfa-rinum eru Kyndil-VB, sum verður spældur sunnudagin,

og STÍF-VÍF, sum verður spældur mánakvøldið.

Fyrstu fimm umførini hjá Stjørnuni síggja soleiðis út:

Sunnudagin 28. septem-ber: Stjørnan-Neistin

Mikukvøldið 8. oktober: VÍF-Stjørnan

Sunnudagin 12. oktober: Stjørnan-Kyndil

Sunnudagin 19. oktober: Søljan-Stjørnan

Sunnudagin 26. oktober: Stjørnan-VB

HONDBÓLT SK APPINGIN BYRJAR SUNNUDAGIN

Team Klaksvík til venjing

Page 25: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 25

Brúsuveggir– klárt glas

Baðirúmsmøbil 120 cm breittv/spegl, ljós og krána

Baðirúmsmøbil 100 cm breittv/spegl og krána

Victor á Lakjuni Stangavegur 15 700 Klaksvík Tel. 456068

STÓRT ÚRVAL AVBAÐIRÚMSMØBLUM

TUNNILSTILBOÐALLIR KRANAR

Bert galdandi tunnilsdagin 3. mai

-30%

Kr. 7.125,-Kr. 8.300,- Kr. 2.500,-

Bert galdandi Tunnilsdagin 27. sept.

Page 26: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201426

SkynTórsgøta 16Tel. 357400Fax 357401www.skyn.fo

Ikki bert ognir men heim

270 680 2 1974KLAKSVÍKSethús, oman Eið 3Stór arkitektteikna sethús mitt í býnum. Í niðasta hædd er hár fríðk­ar nar stova. Eisini hoyrir bilhús til ognina og parkeringsøki til 5­6 bilar. Í ovaru hæddini er inngongd, vesi, baðirúm, 3 kømur, køk ur og stova. Í niðaru hæddini er inngongd, hárfríðkanarhøli, vesi, venjing­ar rúm, fýrrúm, vaskirúm. Alt varð alt gjørt av nýggjum innan í 1986. Garður er runt húsini. Húsini standa væl fyri mitt í býnum.

Prísuppskot: 1.800.000

Klaks

vík

135 317 3 1952KLAKSVÍKSethús, Nýggivegur 23 Talan er um eini sethús í 3 hæddum. Húsini standa mitt í Klasvík, beint við allar hentleikar.Nakrar umvælingar eru gjørdar við húsini m.a. er ovasta hæddin bygd til húsini, taki er skift og húsini eru klødd. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm, køkur/ stova. Í ovastu hæddini er gongd, baðirúm og 5 kømur. Í Niðastu hæddini er inn gongd, gongd, baðirúm, kamar og vaskirúm/ fýrrúm. Ein hjallur hoyr ir eisini til ognina. Runt húsini er garður við trøum og runnum.

Prísuppskot: 1.250.000

Klaks

vík

320 561 3 2007HÓSVÍKSethús, Brekkugerði 6 Nýggj og snotilig hús í 3 hæddum í friðarligum og barnavina­lig um um hvørvi. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, stova og kamar v/klædnarúmi. Í ovastu hæddini er eitt stórt ó inn rættað rúm. Trappa er millum miðhædd og ovastu hædd. Í niðastu hædd ini er stór stova, 4 kømur, baðirúm og fýrrúm. Eisini er stórt bilhús v/kjallara og hjalli.

Prísuppskot: 1.695.000

Hósví

k

276 1038 2 1987SANDVÍKSethús, á Tippinum 5Húsini eru í 2 hæddum. Í ovaru hæddini er hjallur, durur, gongd, brúgg ers, køkur, stova, 4 kømur og baðirúm. Frá stovuni er út­gongd til altan. Í niðaru hæddini er gongd, 2 kømur, kjallararúm og bil hús. Húsini standa í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Sera gott útsýni.

Prísuppskot: 800.000

Sandv

ík

400 540 4 1972TÓRSHAVNSethús, Klokkaragøta 21Húsini eru í 4 hæddum við tveimum íbúðum. Í íbúðini á stovu­hædd ini er trappugongd, gongd, vesi/vask við brúsu, køkur, stór stova, hjúnarúm og eitt kamar. Frá stovuni er útgongd til stóra altan. Í íbúðini, sum er á báðum ovastu hæddunum, er á lofts hæddini gongd, baðirúm, køkur/stova og 2 kømur. Á ovastu hæddini er gongd og 2 rúm. Í kjallarahæddini er gongd, vesi og vask, fýrrúm/vaskirúm og 2 rúm. Húsini eru umbygd og umvæld í 2005. Ovasta hæddin er innrættað í 2008. Framvið húsunum eru álagdir flísar og frammanfyri húsini er garður og urtagarður við nógvum trøum, runnum og blómubedum. 2 bilpláss eru.

Prísuppskot: 2.300.000

Tórs

havn

210 338 3 2014ARGIRSethús, Argjavegur 21aTalan eru um eini nýggj arkitekteknað sethús, sum standa á Argja­vegnum omanfyri bátahylin. Snotiligu húsini eru í 3 hædd um. Á loft inum eru 2 kømur, baðirúm, gongd, og loftsstova, sum kann gerast til kamar. Í miðhæddini er inngongd, baðirúm, køk ur og stova í einum hugnaligum, opnum landslagi, 2 kømur og goymslu­rúm. Kjallarin er óinnrættaður, men skilaveggir eru settir upp, og gólv hiti er lagdur í kjallaragólvið. Húsini standa í barnavinaligum og veðurgóðum umhvørvi. Gott útsýni yvir bátahylin og fjørðin.

Prísuppskot: 2.700.000

Argir

Page 27: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 27

[email protected] [email protected] [email protected] [email protected]

Hvat er virðiðá tínari ognUmhugsar tú at selja tína ogn og vilt vita,

hvat søluvirðið á ognini er, so set teg í

samband við Skyn. Skyn ger óbindandi

ókeypis virðismetingar.

Skyn er einasta ognarmeklarafyritøka í

Føroyum við útbúnum ognarmeklara.

Vit taka støði í tykkara tørvi

ikki bert ognir, men heim

www.skyn.fo

Page 28: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201428

Laksateljarinhjá Føroya Síla-veiðufelag, sum Tekniski skúolin í Havn hevur ment, hevur rigga stak væl, og hevur í skri-vandi stnd talt 919 laksar, ið farnir eru niðan í Leynarvatn.

Á Heimasíðuni hjá Norðlý-sinum (www.nordlysid.fo) kanst tú síggja beinleiðis inn í teljaran ”On Line”. Ein mynd av laksateljara-num er ovast til vinstru á síðuni. Trýst á myndina har, og tú ert beinleiðis niðri í ánni í Leynum.

Laksur og sílÍmeðan eg skrivið, sær út til at nógv vatn er í ánni, tí fýra laksar og síl, sum júst nú eru í laksateljaranum, hava stríð við ikki at sko-la út aftur úr teljaranum. Um tú hyggur væl eftir á myndini, so sært tú mun á laksi og síli, tí laksarnir

hava at kalla blankan búk og niðara hálva á síðuni á laksinum hevur ikki nógvar blettir, ímeðan sílið hevur blettir allan vegin niður. Ei-sini hava sjósílini tjúkkari sporl afturi við stertin. Sagt verður, at tú kanst lyfta ein laks eftir stertinum, men tað kanst tú ikki um talan er um eitt stórt síl.

StøddinÁ bakvegginum á laksatel-jaranum liggur ein lineal. Hetta er ein vanlig skúlali-neal, har 10 sentimetrar eru ímillum tølini. Um vektina á laksinum kann metast um tá ein veit hvussu langur laksurin er. Laksur, sum er 60-70 sentimetrar, vi-gar helst um 5 til 7 pund, ímeðan ein laksur, ið er 1 metur langur vigar um 18-20 pund.

Sorterar sílini fráPetur A. E. Djurhuus á tekniska skúla í Havn si-gur, at fyri at laksateljarin bert skal telja laks, so er neyðugt at solda sílini frá. Tað ger Petur hvønn mor-gun áðrenn hann fer í skúla.

Hetta ber til, tí tá ein lak-sur ella síl koma inn um sensorin í teljaranum, tað eru teir, ið blinka grønt á myndini, verður eisini ein mynd tikin av hvørjum ein-støkum laksi ella síli. Tí kann Petur Djurhus hvønn morgun spola ígjøgnum myndirnar og trekkja sílini

frá. Skuldi eitt síl ella ein laksur fari ur teljaranum og oman aftur í ánna, so trekkjur teljarin sjálvur frá tá laksurin fer omanum tel-jaran.

Annað á skerminumHyggur tú væl eftir myn-dini, so sæst ein tekstur ”Last image” hetta er tíðin tá mynd er tykin v seina-sta laksinum sum fór um sensorarnar. Í rútinum ren-nur eitt tal undir tekstinum ”Frame Rate” hetta talið sigur nakað um nøgdina av vatni, sum fer ígjøgnum tel-jaran.

Fara at eyðmerkjaPetur A. E. Djurhuus frá Tekniska skúla í havn sigur, at enn eru teir ikki liðnir við at menna teljaran. Vit eru í samband við fólk, ið vit ætla skulu menna laksa-teljaran saman við okkum,

soleiðis, at teljarin kennir laksar aftur, sum hava verið ígjøgnum skipanina fyrr. Ein møguleiki er at finnan á rygginum og skræðan beint niðanfyri er sum eitt unikt fingramerki hjá fólki. Ein annar og nýggjari háttur er at koyra eitt chips í smolti-ni, ið vera sett út, soleiðis at teljarin kann kenna smolti-ni aftur, tá tey einafer koma

aftur í Leynará sum laksar.

GranskingarætlanVit menna hendan laksa-teljaran alla tíðina. Hetta er annað árið at teljarin rættuliga hevur rigga og vit læra alla tíðina. Tað sum í framtíðini verður spen-nandi er, at um tað fer at eydnast okkum at kenna laksarnar aftur, sum koma

úr havinum niðan í ánna at gýta á hvørjum ári er, at vit at kanna laksarnar, fara vit at kunna læra nógv um umhvørvið har teir hava ferðast og har verður ói-vað nógv granskingartilfar at taka av, sigur Petur A. E. Djurhuus frá Tekniska Skúla í Havn at enda.

NÆRUM 1000 L AKSAR FARNIR NIÐAN LE YNARVATN

Page 29: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 29

Tann 22 september í 1914 er skonnartin Queen til fiskiskap á Eysturlandi-num í Íslandi. Meðan teir eru í ferð við at repa segli-ni, fáa teir ein brotasjógv og Sørin Sørensen ferð fyri borð.

Teir, sum eru til sjófor-hoyr eru bestimaður Jo-hannes Jacobsen, 28 ár úr Svínoy, Simon Simonsen, 36 ár av Viðareiði, Jacob P. Jensen, 21 ár úr Svínoy, Simon Fredriksen, 38 ár, Svínoy, og skiparin Jens Klæmint Isaksen, 33 ár av Viðareiði.

Johannes Jacobsen leg-gur fyri og greiðir frá, at 22 september, lógu vit eystan-fyri Vopnabank, einar 60 fjóðringar úr landi,

(viðm. Jens Klæmint si-gur 80 fjóðringar, 80 kvart-mil sydøst fra Vopnabak-ken. Í Saga Norðoya verður Jens Klæmint endurgivin fyri at siga, at teir lógu á Kolmúlagrunninum.)

Ættin var útsynningur sunnan við einum frískum lotið, annars var hampiligt í sjónum. Aftaná at vit vóru útpurraðir til hundavaktina (kl. 00.00-0400) fóru vit

í holtur við at repa skon-nartseglið. Vit høvdu fingið repskinkulin á skonnart-seglinum settan í og drig-nan niður, og vóru í ferð við at lissa skonnartseglið.

Jákup, Símun og Sørin stóðu uppi í skipsbátinum meðan arbeiðið fór fram, hettar fyri betur at røkka seglinum, og tá sjógvurin var rímiliga slættur, mettu vit ikki at tað var vandami-kið at standa í bátinum.

Sjálvur stóð eg á dekki-num, beint við bummstop-partaljuna sigur Johannes, og Sørin í bátinum næst við meg, tá ein brotasjógvur kom inn yvir skipið, mið-skips. Eg fekk fatur í talju-na og helt alt eg orkaði, og tað stóð nógv á, samstundis sum skipið legði seg langt á liðina, síðani veit eg einki til mín fyrrenn skipið lætti sær á aftur, og tá rópti eg beinanvegin á menninar á dekkinum.

Umframt teir tríggjar í skipsbátinum vóru so eg og Símun Fredriksen á dekki-num, teir svaraðu mær allir uttan Sørin, honum hoyr-dist einki frá, og so fór eg at grunað tað ringasta.

Skiparin Jens Klæmint sigur seg júst verða inntør-

naðan tá sjógvurin rakti, og bleiv næstan blakaður úr koyggjuni, alt sum var leyst í kahyttuni fór niður á dúrkið og endaði í læborð, klokkan var umleið 0100.

Síðani hoyrdi eg teir rópa av dekkinum niðurundir og spurdu eftir Sørin, men her niður í kahyttuna var eingin maður komin.

Eg tørnaði út beinanve-gin og upp á dekkið. Nát-tin var óvanliga myrk, tað var skýggjað og eitt sindur av regni. Eg gav boð um at tendrað lanternurnar og karbidljósini, og vit lýstu um alt skipið, bæði innan-borða og uttanborða meðan vit róptu, men vit hvørki sóu ella hoyrdu nakað til Sørin. Skipið lá ógvuliga stilt meðan vit lýstu og róp-tu.

Einaferð hugsaðu vit um at seta skipsbátin út, men tóku avgerð um at lata vera, tí veðrið var ikki til vildar til so lítlan bát, og tá sjóg-vurin var óstøðugur, vit høvdu júst fingið ein stóran sjógv, mettu vit ikki at tað var ráðiligt at flota skips-bátin.

Jákup og Símun, ið vóru uppi í skipsbátinum saman við Sørini tá sjógvurin tók,

siga, at teir mistu vitið bur-tur tá óløgi kom, og tá teir raknaðu við aftur lógu teir báðir í seglinum, í tí bjøl-ginum seglið hevði skapað, tá tað varð lorað niður, men ikki liðugt fest.

Teir roknað við at Sørin, sum stóð aftast í skipsbáti-num beint við skeytið, og sum var liðugur at binda sína lissu varð trýstur, ella slongdur út ímillum bum-min og seglið. Um seglið á tí plássinum Sørin stóð, ikki var repað liðugt, hevði hann helst eisini enda í seg-linum á sama hátt sum vit báðir, ið vóru saman við honum í skipsbátinum.

Símun Simonsen sígur at hann stóð fremst í skips-bátinum og Sørin aftast tá sjógvurin traff teir, og heldur at Sørin helst hevur sligið seg í, tá hann bleiv slongdur yvirborð. Hann er óivað farin til botns beinan-vegin.

Hann metur eisini at tíðin frá tí brotasjógvurin kom, og til teir tendraðu lanter-nurnar og róptu, var ikki meira enn 3 minuttir, og vit lógu stillir og lýstu meira enn ein tíma.

Hann heldur somuleiðis, at tað hevði ikki nyttað

nakað at sett bátin út, tí teir ræddust um okkurt ólø-gi skuldi komi afturat, og kanska ein enn størri óluk-ka kundi henda.

Søren Sørensen, føddur á Viðareiði hin 24 sept. í 1895. Foreldrini vóru Jacob Michael Sørensen og Sofía Malena Sørensen undir Hoygarðinum á Viðareiði. Tey búðu fyrst í Fodlendi, men fluttu í 1917 til Garðs, í húsini hjá Jens Klæmint Isaksen. Sørin varð doyptur í Viðareiðis kirkju 9 okt. av provst Evensen. Fadrarnir vóru Andreas Sørensen, keypmaður í Hvannasundi, Ole Simonsen, Vilhelm Sø-rensen, Joen Hansen, Jens Viderø, Johanna Joensen og Susanne Malene Han-sen, øll av Viðareiði.

Viderø skrivar í bókini Saga Norðoya, at Jens Klæ-mint læt húsini hjá sær á Viðareiði til foreldrini hjá Søren fyri eitt sindur av pe-ningi, eitt slag av skaðabót, eftirsum hann slóð út við skipinum hjá sær. Jens Klæmint flutti til Klaks-víkar í 1917.

Queen KG 252.Á várið 1906 keypa brøðri-rnir, Jens Clæmint og

Jákup Heindrik á Viðare-iði, tvey mastraða skonnar-tina Queen, og førdu teir hana báðir fyrsta árið. Jens Clæmint førir Queen síðani einsamallur til 1915. Hon kemur tá í Olsens handil og førdu Sámal Júst Ziska í Gerðum og seinni Símun hjá Póli í Svínoy hana.

Queen fekk motor í 1931. 1. apríl 1933 fórst skipið á redini í Vestmannaoygg-junum á veg til fiskiskap á suðurlandinum.

Heimildir.Føroya LandsskjalasavnNorðoya FornminnasavnHansen J. Símun. Havið og Vit 1.Hansen J. Símun, Tey byggja land 3Viderø K.O. Saga Norðuroya

Andras Sólstein.

Sørin Sørensen av Viðareiði slær út av skonnartini Queen undir Íslandi í 1914

Eldraøkið verður eftir æt-lan lagt út til kommunur-nar at umsita eftir nýggjár. Myndugleikarnir góvu kommununum tvinnar mø-guleikar at skipa seg í síná-millum samstørv í eindum við oman fyri 3000 íbúg-vum, antin sum javnbjóðis partar ella í samstørv við eini vertskommunu. Klaks-víkar Kommuna var sinnað at fara í samstarv við hinar kommunurnar í Norðoyg-gjum, ið hava íbúgvaratal undir markinum fyri eina eind, og semja er gjørd í millum allar kommunurnar í Norðoyggjum at samskipa seg í eina eind við javn-bjóðis samstarvi.

Norðoya Bú- og

HeimatænastaNorðoya Bú- og hei-matænasta er nýggja navnið á samstarvinum. Avtalað er gjørd í millum kommunur-nar, hvussu samstarvið skal skipast, og stýrið hevur ski-pað seg við Jógvan Skorhe-im sum formanni og Hans J. Kallsberg sum næstfor-manni. Hini í stýrinum eru Amalia í Frammistovu, Katrin Næs, Maiken Sól-heyg Michaelsen, Magni Garðalíð, Óluva Klettskarð, Signhild V. Johannesen, Gunvá við Keldu, Eyð-stein Poulsen og Herfrí Sørensen. Í hesum døgum søkir Norðoya Bú- og He-imatænasta eftir leiðara, ið skal umsita alt eldraøkið við bústovnum, heima-

røkt og øðrum tænastum og eini 150 starvsfólkum. Samstarvið fer at virka saman við umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu, so umsitingarligar útreiðslur vera so smáar sum til ber, tí hugsanin er, at krónurnar fyrst og fremst skulu koma tí røktartørvandi góðar.

Spennandi tilgongdTá vit gjørdust var við, at eldraøkið kundi væntast út í kommununa at umsita komandi ár, fór vit í Klaks-víkar Kommunu undir at skipa fyri eini tilgongd, so økið skuldi vera so væl lýst og orðað frá øllum síðum sum møguligt. Yvirlit yvir starvsfókaviðurskifti, stovnar og fíigjarviðurskif-

ti eru fingin til vega. Og drúgt arbeiði við innihaldi-num er gjørt. Øll avvarðan-di eldraøkinum hava verið saman og sett orð á støðuna á økinum í dag, og í fleiri umførum hevur verið ar-beitt við hugskotum og in-nihaldi, hvussu vit nú kun-nu umskipa økið á bestan hátt. Síðsta lið í drúgvu til-gongdini liggur hjá einum arbeiðsbólk, mannaður við fakfólki, sum í løtuni ar-beiðir við ítøkiligum ætla-num, sum skulu orðast í eitt tilmæli.

Nýggja eldraøkiðVit í Trivnaðarnevndin fyri Eldri og Bústaðir eru av-bera spent at frætta, hvus-su fakligi bólkurin hevur

samansjóðað hugsjónir sínar, og hvussu tey ynskja og meta, at eldraøkið í Norðoyggjum kann virka optimalt. Tá vit fáa áli-tið 1. oktober, fara vit at geva Norðoya Bú- og Hei-matænastu tað, so hetta ar-beiðið kann liggja til grund fyri arbeiðinum frameftir, ynskir stýrið tað. Enn vita vit sjálvandi ikki, hvussu fíggingin fer at røkka, ella hvussu hugsjónirnar og æt-lanir kunnu fáast at bera til í verki. Men vit ynskja okkum og gleða okkum til hetta hugsjónarliga grun-darlagi, sum hevur fyrsta og fremsta mál at styrkja og menna økið og siga okkum, hvussu vit skipa eldratænasturnar best, og

hvørjar tænastur og tilboð vit eiga at bjóða borgaru-num.

Mín vón er, at eldraøkið í Klaksvík Kommunu fær bjarta framtíð saman við samstarvinum og øllum Norðoyggjum. Grundhug-sjónin, vit hava arbeitt út frá, er at styrkja tænastur-nar, so borgarin kann verða sum longst í egnum heimi. Hetta verður bert gjørligt, megna vit at styrkja hei-matænastur, menningar-tænastur og trivnaðar-tænastur til tey eldri.

Óluva Klettskarð, forkvinna fyri Trivnaðar-nevndini Eldri og Bústaðir.

UM SK AMMA STUND KOMA TE Y ELDRI HEIM. . .

Page 30: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201430

Hóast sjálvur løgtings-formaðurin við løgt-ingslógini um ábyrgd landsstýrismanna he-vur sett kenda dan-ska advokatin, Hans Gammeltoft Hansen, at kanna leiklutin hjá landsstýrismanni og sjálvum løgmanni í samband við málið um Skálafjarðartunnilin, og avhoyringarnar eru skipaðar í dómhúsinum hjá Sorinskrivaranum so er longu nú greitt at kanningin fær ongar fylgir. Sambært skjølum sum Norðlýsið hevur fingið innlit í hava Fútin, Sorinskrivarin, stats-advokaturin og fyrrve-randi kanningarstjóri í grannskoðaramáli-num gjørt løgtinginum greitt at løgtingslógin um ábyrgd landsstýris-manna er í stríð við føroysku rættargangs-lógina og tí kann niður-støðan hjá Gammeltoft ikki brúkast í rættar-skipanini.

Tað kendist hátíðarligt at sita í dómhúsinum í Havn har Føroyarættur heldur til, meðan sera nærlagdi og fyrikomandi danski advo-katurin, Hans Gammeltoft Hansen, sjálvur sæt í ses-sinum har Sorinskrivarin vanliga situr og dømir í rættarmálum frá fíggjarsvi-kið til drápsmálum.

Í eini roykipausu sam-talaðu føroysk fjølmiðl-afólk við danska advoka-tin og fleiri hildu fyri at tørvur var á fleiri slíkum kanningum, tí tað var sunt fyri politisku skipanina og embætisverkið. Neyðugt er at skeivar málsviðgerðir fáa fylgir og at lógarbrot verða straffaði – eisini tá tey verða framd av politikarum ella embætisfólki.

Rættarskipanin viður-kennir ikki kanningina hjá GammeltoftLíka síðan lógin um ábyr-gd landsstýrismanna var til viðgerðar og sett í gil-dið hava fútin, sorinskri-varin og statsadvokaturin gjørt løgtinginum greitt at hon stríðir ímóti føroysku rættargangs lógini. Enntá hevur løgtingsformaðurin

frá egnum kanningarstjóra fingið greitt at vita at ræt-tarskipanin vísandi til før-oysku rættargangslógina ikki kann føra rættarmál eftir lógini um ábyrgd landsstúrismanna.

Tá løgmaður setti dan-skan professara í løg-frøði at kannað sokallaða Grannskoðaramálið kom hann til tað niðurstøðu at um løgmaður ella løgtingið ynskti at reisa ákæru móti landsstýrisfólki vísandi til lógina um ábyrgd lands-stýrismanna var rætturin noyddur at vísa málið frá sær tí heimild var ikki í før-oysku rættargangslógini.

Tann 2. november 2010 bað løgtingsins umboðs-maðurin um eina kan-ning av málsviðgerðini í samband við sokallaða grannskoðaramálið og Skráseting Føroya. Ad-vokatarnir fingu boð um at kannað málsviðgerina í Skráseting Føroya, Vin-numálaráðnum og Innlen-dismálaráðnum í samband við at sjey persónar søk-tu um góðkenning sum grannskoðarar.

Tann 26. november 2010

avgerð løgtingið at seta eina nevnd mannað av floksfor-monnunum til at meta um tað var grundarlag at taka stig til eitt revsimál vísandi til løgtingslóg nr. 90 frá 4. Juni 1996 um ábyrgd lands-stýrismanna, ímóti fyrrve-randi landsstýrismonnum, Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard.

Nevndin bað fútan kanna málið, men niðurstøðan hjá Fútanum eftir at hava kannað lógargrundarlagið í samband við løgtingslóg um “ábyrgd landsstýris-manna” var at hon ikki hevði heimild at at føra rev-simál eftir nevndu løgtings-lóg og statsadvokaturin var samdur við fútanum.

Tá fútin og statsadvo-katurin høvdu gjørt løgt-inginum greitt at teir ikki høvdu heimild at føra rev-simál móti landsstýrisfól-kum, eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna, vendi Løgtingsnevndin sær síða-ni til danska professaran í løgfrøði, Morten Samuels-son, sum m.a. hevði arbeitt saman við statsadvokati-num í Keypmannahavn og deildini fyri “Særlig Øko-nomisk Kriminalitet”.

ÍLøgtingslóg nr. 90 frá 04.06.1996 um ábyrgd landsstýrismanna sten-dur m.a. soleiðis:

§ 9.Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjan-di broti á hesa løgtingslóg, og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum.

Stk. 2. Tann av løg-manni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/stats-advokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur ef-tir rættargangslógini, men er ikki undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.

Í niðurstøðu síni skri-var danski professarin at áðrenn hendan lógin varð samtykt í løgtinginum var tað landsstýrið ella løgt-ingið sum avgjørdu um tað vóru mál sum neyðugt var at melda til fútan. Síðani var tað upp til fútan at meta um grundarlag var fyri at reisa ákæru móti lands-stýrisfólkum. Tað var altso løgtingið ella landsstýrið sum avgjørdu um mál skuldi meldast til fútan og

síðani var tað upp til fútan at taka støðu til um at reisa revismál og um hetta var gjørt var revsimálið reist í tráð við rættargangslógina.

Men sambært lógini frá 1996 verður sagt at tað er løgmaður ella løgtingið sum endaligt tekur avgerð um ákæra skal reisast um lógarbrot. Harafturat er tað løgmaður ella løgtingið sum avgera hvør skal verða ákæri í rættarmálinum. Lógin sigur enntá at hesin ákæri hevur sama myndug-leika sum fútin, statsad-vokaturin, ríkisákærin og justidsministarin eftir ræt-targangslógini, men at han ikki er undirgivin nøkrum ríkismyndugleika. Haraf-turat sigur galdandi løgt-ingslóg at tað er eitt nev-ningating sum skal døma tá landsstýrisfólk hava brotið lógina um ábyrgd lands-stýrismanna.

Í samband við viðgerðina av lógaruppskotinum gjør-di fúti greitt at eftir hansara meting var tað sera ivasamt um løgtingið við lóg hevði heimild til at áseta at ræt-tarmál móti landsstýris fólkum skuldi avgerast av nevningatingið. Sorinskri-varin segði at hann metti

K A NNINGIN HJÁ G A MMELTOF T EIT T L ØGFR Ø ÐILIGT LE YSING A BA RN?

Page 31: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 31

Hóast sjálvur løgtings-formaðurin við løgt-ingslógini um ábyrgd landsstýrismanna he-vur sett kenda dan-ska advokatin, Hans Gammeltoft Hansen, at kanna leiklutin hjá landsstýrismanni og sjálvum løgmanni í samband við málið um Skálafjarðartunnilin, og avhoyringarnar eru skipaðar í dómhúsinum hjá Sorinskrivaranum so er longu nú greitt at kanningin neyvan fær nakrar fylgir. Fak-tiskt kann løgtingið verða noytt til eftir at kanningin er liðug at biðja fútan gera sama arbeiði, sum løgtingið hevur bundið seg til at rindað danska advoka-tin fyri at gera.

Sambært skjølum sum Norðlýsið hevur fingið inn-lit í hava Fútin, Sorinskri-varin, statsadvokaturin og

fyrrverandi kanningarstjóri í grannskoðaramálinum gjørt løgtinginum greitt at løgtingslógin um ábyrgd landsstýrismanna er í stríð við føroysku rættargangsló-gina og tí er sera sannlíkt at niðurstøðan hjá Gammel-toft ikki brúkast í rættar-skipanini.

Gammeltoft – hettar er

upp til løgtingsformannin at svara fyriNorðlýsið sendi skjalatil-farið til danska advokatin og hann váttar fyri Norðlý-sinum at hann hevur lisið skjalatilfarið og at hann er vitandi um trupulleikan.

Men sum kanningar-stjóri er tað ikki upp til mín at meta um løgfrøðisliga grundarlagið fyri kanningi-

ni og tí er heldur ikki rætt av mær at viðmerkja hetta, sigur Hans Gammeltoft Hansen í teldubrævið har hann samstundis vísir til formansskapin í løgtingi-num.

Allir løgfrøðingar sum vit hava tosað við og sum hava sæð skjølini sum sipað verður til niðanfyri siga at tað er sera óheppið at ræt-

tarskipanin eftir øllum at døma ferð at visa eitt ræt-tarmál sum er bygt á lógina um ábyrgd landsstýrisman-na frá sær.

Tí kann endin verða at løgtingsformaðurin noyðist at melda málið til fútan, um hann metir at lógarbrot er framt, og so gevur gammel-toft kanningin onga mei-ning.

Tað gevur heldur onga meining at ein føroyskur ministari skal standa til svarts yvir fyri einum donskum embætismanni sum er undir Fólkatingi-num.

at reglir hesum viðvíkjandi áttu eisini at staðið í rættar-gangslógini.

Í løgtingsins rættarnevnd var eisini ósemja um hvør hevði heimild at avgera um ákæra skuldi reisast móti landsstýrisfólkum. Ein meiriluti helt at avgerðina átti løgmaður ella løgtingið at taka, men minnilutin ivaðist um løgtingið hevði heimild tí hetta var danskt málsøkið burturav. Men endin var at uppskotið hjá meirilutanum varð sam-tykt.

Niðurstøðan hjá kan-ningarstjóranum í grannskoðaramálinum:Mín niðurstøða er at lógin um ábyrgd landsstýris-manna er ikki sambærilig við føroysku rættargangs-lógina. Rættargangslógin sigur púra greitt at tað í øl-lum málum er fútin sum er ákæri. Eisini sigur rættar-gangslógin at nevningating eru í málum har dómurin er minst 4 ára fongsul ella meira.

Fútin uppfyllir heldur ikki treytirnar í løgtingigs-

lógini um ikki at verða un-dirgivin nøkrum ríkismyn-dugleika.

Harafturat er greitt út frá rættargangslógini at talan kann ikki verða um nevningating í samband við rættarmál um ábyrgd landsstýrismanna.

Tað liggur uttan fyri mín arbeiðssetning at meta um tað er møguligt at gera reglur um eitt rættarmál við løgtingslóg har løgmaður ella løgting útpeikar ákær-an.

Men við verðandi lóg-gávu má man roknað við at um ein ákæri sum er út-nevndur av løgmanni ella løgtinginum leggur eitt mál fyri rættarskipanina ferð dómstólurin vísandi til rættargangslógina at avvísa málið,

Fútin hevur gjørt niður-støðu um tað er IKKI hei-mild í verandi lóggávu um ábyrgd landstýrismanna at reisa mál í rættarskipanini , og sjálvt um fútin metti at heimild var til hetta ber undir øllum umstøðum ikki til at føra slíkar sakir við nevningtingið tí tað vildi

verið í stríð við grundleg-gjandi prinsipp í rættar-gangslógini.

Síðani er málið enda í gloymibókina.

Tann 16. november 2011 sendir Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður bræv til Statsministaran.

Vísandi til advokatkan-ningina biður hann statsmi-nisteriið kannað um lógin um ábyrgd landsstýrisman-na og rættargangslógin stríða móti hvør aðrari. Um so er biður løgmaður statsministerið um at seta greiðar reglur í gildið í ræt-targangslógini soleiðis at nevnda føroyska lóg kann virka eftir ætlan í praksis.

Tann 22. november biður Statsministeriði um eina útgreining frá Justidsmi-nistaranum.

Tann 18. Juli 2012 skri-var løgfrøðingur hjá Løg-manni, Sjúrður Rasmus-sen, til Jusidsministeriet at neyðugt er at ríkismyndug-leikarnir og heimastýrið semjast um greiðar reglur

í samband við lógina um ábyrgd landsstýrismanna:

“Dette vil være en sær-deles vanskelig situation, såfremt der er uenighed mellem hjemmestyret og rigsmyndighederne om hvorledes en situation især skal løses. Sæt nu for,at lagtings lovgivning vil have en bestemt løsning, og landsstyremanden ikke følger denne løsning, som han har retlig pligt til, så kan det ske, at sagen ikke kan forlægges domstolene at konstatere strafansvar, fordi rigsmyndighederne ikke vil begynde en retssag for overtrædelse af lagt-ingslovgivningen fordi de er uenige i den.

Derfor bør en ny ansvars-lov fastsætte, at både lagt-inget og lagmanden endelig har ret til at bestemme, om tiltale skal rejses og samti-dig bestemme hvilken per-son der skal være offentlig anklager i sagen. Denne anklager bør være uafhæn-gig af lagtinget, landsstyret og rigsmyndighederne og anklagemyndighed og poli-ti på Færøerne og bør have

samme bemyndigelser efter retsplejeloven som Landfo-geden har påFærøerne.

Tann 9. September 2014 skrivar Sjúrður Rasmussen til Norðlýsið at:Vit hava óteljandi ferðir biðið Ju-stitsministeriet um at svara, men kortini hoyrist onki frá teimum. …..

Tað skal sigast eisini at Sjúrður Rasmusen, sum er løgfrøðisligur ráðgevi hjá Løgmanni og var við til at skrivað stýrisski-panarlógina er ikki samdur við niðurstøðu Fútans og niðurstøðuna hjá Statsad-vokatinum. Hann hevur í skrivið til Statsministeriði vís tá síni sjónarmið.

Men sum støðan er í løtuni er tað óhugsandi at landsstýrisfólk ella Føro-ya Løgmaður kunnu ræt-tarsøkjast og dømast av dómstólunum.

Við øðrum orðum kann niðurstøðan hjá Hans Gam-meltoft Hansen, sum av løgtingsformanninum er útnevndur til at kanna hvørt løgmaður ella landsstýris-

maðurin hava framt lógar-brot, ikki brúkast.

Longu tá lógin um ábyr-gd landsstýrismanna varð samtykt í løgtinginum vistu løgtingsmenn at lógin var ikki í samsvar við føroysku rættargangslógina. Tað gjørdi Nepper Christensen, fúti, greitt í brævið til løgt-ingið.

Løgtingið visti eisini tá kanningin hjá Gammeltoft var sett í verk av Lands-stýrismálanevndin at løgt-ingslógin um ábyrgd lands-stýrismanna kann ikki brúkast til at rættarsøkja løgmann ella landsstýris-fólk. Niðurstøðan og ar-beiði hjá Gammeltoft er eitt leysingarbarn sum einans kann brúkast til politiskt kjak tá úrslitið fyriliggur.

G AMMELTOF T:EG ERI VITANDI UM ÓSEMJUNA

Page 32: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201432

Kl.15.17 hósdagin 12. Ok-tober 2010 skrivar ítróttar skrivarin, Scott Murry, hjá bretska blaðnum The Gu-ardian at føroyski tjóðarle-ikvøllurin á Svangaskarði ”er tann vakrasti og mer-kisverdasti tjóðarleikvøl-lurin í Evropa”. Men nú er føroyski tjóðarleikvøllurin kleindur niður ímillum hú-sini í Havn og hugsað vit fram í tíðina er hetta bara ein staðfesting av at tað er kapitalurin og feløgini í høvuðsstaðnum sum ser-liga hava hesta ágóðan av limaskapinum hjá Føroyum í UEFA.

Soleiðis fordeila FSF og UEFA milliónirnar kring landið (rund tølum):

Uml 60 mió kr til Tórsv-øllur (Tjóðarleikvøllurin)

- Graslíki- Ljósmastrar- Suðurendin (bygningur

í 3 hæddum við tribunu)- Eystursíðan (yvirdek-

king)

12 mió kr til Svangaskarð- Graslíki- Renovering/útbygging

av húsinum

2,1 mió kr til KÌ/Klaks-víkar Kommunu

- Graslíki- Bláa Skýlið

1,5 mió kr til TB/Suðuro-yar Ítróttardepil

- Planering- Gralíki- Hús

900.000 kr til EB/ST/Eiðis Kommunu

- Planering- Graslíki

600.000 kr til MB/Vága Kommunu

- Graslíki

600.000 kr til SÍF/Vága Kommunu

- Graslíki

600.000 kr til B71/Sandoyar Skúlastýri

- Graslíki

850.000 kr til Víkingur/Eystur Kommuna

- Graslíki (2 vallir)

600.000 kr til NSÍ/ Runavíkar Kommunu

- Graslíki

600.000 kr til Skála/ Runavíkar Kommunu

- Graslíki

600.000 kr til ÍF/Fugla-fjarðar Kommunu

- Graslíki

900.000 kr til Tórshavnar Kommunu/Hoyvík

- Planering- Graslíki

600.000 kr til AB/Tórs-havnar Kommuna

- Felagshús

600.000 kr til 07Vestur/Sørvágs Kommuna

-Felagshús

Havnafeløgini hava bestu umstøðurnarSeinastu 13 árini hevur HB verið føroyameista-ri 8 ferðir og B36 tríggjar ferðir.

NSÍ megnaði sum nakað heilt serstakt at taka steypið frá Havnafeløgunum í 2007 og EB/STR sum hevði sína serligu søgu megnaði at vinna FM tvær ferðir hetta

tíðarskeiði. Í kappingini um løgmannsteypið eru tað tó bygdafeløg sum Víkingur og EB/STR sum hava sitið tungt á, men hetta er sama myndin við síggja eitt nú í Onglandi har 1. Deildar feløg koma heilt til enda-spæli í cup kappingunum. Ein orsøk her er at fremstu feløgini hava meira fokus á landskappingina sum gevur atgongd til flestu pengarnar meðan hjá lægru feløgunum er júst steypakappingin te-irra vegur til Evropa. Ein orsøk er eisini sjálvt cup systemið har stóru feløgini sláa hvørt annað út úr kap-pingini.

Men eingin ivi er um at við teirri ný-íløgu sum FSF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt í Gundadal sum er millum 100 til 130 mió. kr. seinastu trý árini er tað púra greitt at umstøðurnar hjá HB og B36 í høvuðs-staðnum eru ikki sambæ-riligar við umstøðurnar hjá øðrum limum í FSF.

UEFA økir ójavnaHarafturat eru peninganøg-dirnar frá UEFA til vinnan-di feløgini í Føroyum sei-

nastu fimm árini vaksnar so ómetaliga nógv.

Taka vit bara seinastu seks árini hevur HB fingið heilar 12 mió. kr. fyri at ge-rast meistari og steypavin-nari, meðan feløg sum KÍ og TB hava á hvørjum árið eins og øll onnur feløg ”ei-nans” fingið góðar 100.000 kr. fyri at hava ungdómsfót-bólt og góðar 30.000 fyri at luttaka í fremstu deildini.

Síðan 2008 eru góðar 40 milliónir latnar føroyskum meistarum og steypavinna-rum

41% eru lætnar HB og B36.

35% eru enda í NSÍ, Víkingur og ÍF.

23% eru enda í EB/STREYMI

Feløg úr Suðuroynni, Sandoynni, Vagum og Norðoyggjum hava sei-nastu 6 árini ikki fingið eina krónu, tá eingi lið úr hesum økjum hava megna at spælt seg fram í oddin.

HB kr. 10.987.500,-EB/STR kr. 9.037.500,-Víkingur kr. 6.225.000,-NSÍ kr. 4.725.000,-B36 kr. 4.650.000,-ÍF kr. 2.475.000,-

Kappingin gerst alsamt meira ójøvnSeinastu 6 árini eru pe-ninga upphæddirnar sum føroyskur fótbóltur fær frá UEFA øktar munandi og tey feløg og teir landspar-tar sum ikki hava fingið lut í hesum pengastreymum eru alt longur afturútsigld í kappingini.

2008 EB/STR2009 HB2010 HB2011 B362012 EB/STR2013 HBHvat skal so til fyri at

feløg sum KÍ og TB aftur skulu gerast seriøsir kap-pingarneytar til FM, tá vit vita at tað kostar nógvar pengar at útvega bestu lei-karar og venjarar.

Í øllum føri kunnu vit staðfesta at tað eru somu fimm liðini sum hetta vikuskiftið manna ovastu 5 plássini í EFFOdeildini sum eisini manna fimm tey ovastu plássini av feløgu-num sum hava fingið flestar krónur frá UEFA seinastu 6 árini.

FAR A KÍ OG TB ONG ANTÍÐ AF TUR AT GER AST FØ ROYAMEISTARAR?

Page 33: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 33

Nú heystið stundar til og kvøldini gerast myrk og long, gevur tað fólki høvi til at finna sær eitthvørt innandura tiltak at ganga til. Í so máta er Klaks-víkar kvøldskúli eitt hent stað at leita sær til, tí seinasta vetur gingu yvir 1000 næmingar til tey ymisku skeiði-ni á Klaksvíkar kvøldskúla og á Føroya Han-darbeiðsskúla, sum er skipaður undir frítíða-rundirvísingi-ni í Klaksvíkar kommunu.

Kvøldskúlin hevur eina breiða viftu av tilboðum, og onkur nýggj vóru roynd fyri fyrstu ferð í fjør m.a. at læra at umvæla og endur-byggja ein føroyskan bát norðuri á Grótrætt. Tað er áhugavert, at Kvøldskúlin kann verða við til at halda lív í einum slíkum handver-ki, sum er at kalla útdoyg-gjandi.

Í ár hava vit eisini ymisk nýggj tilboð m.a. Innandu-ra rógving í róðrarneysti-num, har Jógvan Sofus Vil-helmsen, sum hevur luttikið í altjóða kappingum, fer at leggja lag á. Eisini fara vit í samstarvi við svimjihøl-lina at hava babysvimjing, sum nakrar mammur hava

eftirlýst. Mikkjal Hvanna-stein, sum er ein av mest royndu guitarspælarum í Føroyum, fer at hava un-dirvísing í akkustiskari og elektriskari guitar. Bárður Lydersen fer at hava skeið í Photoshop, Lightroom og Indesign. Tvey videoskeið eru eisini á skránni – an-nað við klippfisk og hitt við Alvin Ellebye Andersen og Mikkjali Olsen er í millum tey nýggju tilboðini.

Í fjør gingu met nógv fólk til dans hjá Áshild – bæði pardans og linedans. Og tað var eisini eitt av hæd-darpunktunum á framsý-ningini, tá ið tey øll í eins klæðum dansaðu linedans í Ósáskúlanum. Tað eru eisini sera nógv børn og foreldur, sum ganga til fim-leik saman. Har eru fýra fullteknaðir bólkar, sum

Marian Fuglø tekur sær av. Tilboðini til teirra, sum eru yvir 60 ár hava eisini verið sera væl vitjað, og eru nú í ár útbygd nakað, tí karmar-nir í Smæruni eru so góðir. Annars so kunnu fólk kunna seg um fjølbroyttu skránna í blaðnum og an-nars á heimasíðuni kks.fo.

Nýggj gjaldsskipanÍ mong ár hava næ-mingagjøldini verið av-greidd umvegis eitt skjal - flytingaráheitan, har næ-mingarnir hava skrivað sítt konto nr og undirskrift, sum síðani er sent til pe-ningastovnarnar at av-greiða. Men tíðir broytast, og nú hevur Klaksvíkar kommuna avgjørt at keypa eina skipan frá Admind.fo, har næmingarnir sjálvir avgreiða sítt gjald við

visa-korti umvegis hei-masíðuna kks.fo. So um-framt at melda til hjá læra-rum sum vanligt, so er ein ikki endalia tilmeldaður, fyrr enn ein hevur skrásett seg og goldið við Visa-korti í nýggju skipanin.

Jutta Hansenundirvíst í 50 árJutta Hansen fer nú undir sítt hálvtrýssinstjúgunda ár sum lærari í Kvøldskúla-num, og kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at hava ein so dugnaligan og nærlagdan lærara í brode-ring, sum treystliga leggur kvinnunum lag á vetur eftir vetur. Jutta hevur vanliga tveir fullteknaðar bólkar, sum ganga til brodering. Hon dugir eisini sera væl at leggja dent á tað sosiala, tí oftast gera tær útferðir til

m.a. Viðareiðis og til Gjáar, og tað eru ofta somu kvin-nur, sum koma aftur, so tað sigur ikki so lítið um, at trivnaðurin er í hásæti.

Jutta er eisini væl stuðlað av manninum, Krissmund Hansen, sum altíð er til reiðar at hjálpa henni til framsýningarnar. Alt, sum Jutta ger, er vælgjørt og tað sæst eisini aftur í framsý-ningunum, at næmingarnir hava fingið eina køna og vegleiðandi hond frá Juttu. Tað eru nokk fá, sum hava megnað at undirvíst so le-ingi og sum framhaldandi eru so hugagóð. Í fjør min-kaði Jutta nakað um sítt ar-beiði, sum handarbeiðslær-arinna, tí hon takkaði fyri seg á Húsarhaldsskúlanum, har hon eisini hevur un-dirvíst í mong áratíggju, men vit vóna, at Jutta fer at

halda á í mong ár afturat í kvøldskúlanum.

Vit vóna, at vit fáa ein góðan og hugnaligan vetur, har fólk kunnu fáa gleði av teimum mongu tilboðu-num.

Erik Biskopstø, leiðari

KL AKSVÍK AR K VØ LDSKÚLI EIN LIVANDI SKÚLI

Page 34: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201434

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*. Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald**.

Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík, so kunnu vit vísa tær okkara nýggjastu bilar og greiða nærri frá 3 ára servicepakkanum.

Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlitÓkeypis umvælingarÓkeypis Toyota eykalutirÓkeypis viðlíkahald og skift av bremsumÓkeypis olja, løgir og skiftÓkeypis perur og skiftÓkeypis viskarar og skift

Ókeypis sprinklaraløg og áfyllingÓkeypis filtur og skiftÓkeypis vask av bili ísv. eftirlitÓkeypis tøkniligar dagføringarÓkeypis bilhjálp í EvropaHægri søluvirði á bilinum

Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40

Tú fært nógvar fyrimunir við einum Toyota 3 ára servicepakka:

*) Galdandi fyri allar nýggjar persónbilar. Servicepakkin er ikki galdandi fyri vørubilar og hýruvognar. **) Galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.Sí meira á reyniservice.fo

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Keyp ein Toyota - og fá ein 3 ára servicepakka

sansir.fo

Page 35: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 35

Page 36: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201436

Page 37: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 37

Sparikassin hevur varðveitt sín uppruna sum ábyrgdar-sparikassi

Mikudagin 24. september eru 95 ár síðani, at Norðoya Sparikassi varð stovnaður. Á hesum degi í 1919 varð samtykt at fara undir spari-kassavirksemi sambært tei-mum ásetingum, sum fram-manundan vóru góðkendar av handilsmálaráðharra-num. Talan var um 40 ábyr-gdarar í Klaksvík og hinum bygdunum í Norðoyggjum, ið tilsamans teknaðu 20.000 kr. í ábyrgdarfæi.

Talið av ábyrgdarspari-kassum er nógv minkað seinnu árini. Fleiri, sum upprunaliga vóru ábyr-gdarsparikassar, eru nú partafeløg, og nú er ikki longur lógarheimild fyri at seta ábyrgdarsparikassar á

stovn. Norðoya Sparikassi er nú einasti ábyrgdarspa-rikassi í Føroyum, og ábyr-gdarfæið er umleið níggju milliónir krónur. Samlaði eginpeningurin er 170 mil-liónir krónur. Evsta vald í Norðoya Sparikassa hevur Umboðsráðið, sum telur 39 limir. Umboðsráðið velur nevndina, ið setur stjóran.

Níggju ár eftir stovnani-na, tann 11. juni 1928, varð

grundarsteinurin lagdur til bygningin hjá Norðo-ya Sparikassa. Í land-nyrðingshornið varð ein glaskrukka løgd við einum tíggjukrónustykki av gulli, einari tvíkrónu av silvuri, einari einkrónu úr silvuri, einum fimmogtjúguoyra og einum tíggjuoyra úr silvuri, trimum fimmoyrum, tvei-mum tveyoyrum og einum eittoyra úr kopari.

Í 1951 varð bygt upp í suðureftir og vestureftir, og í 1975 varð bygningurin vestanfyri víðkaður, har sum gamla telefonstøðin hevði staðið. Her er høvuðs-deildin framvegis.

Sparikassin hevur ei-sini deildir í Fuglafirði, Runavík og Tórshavn. Í dag starvast 50 fólk í Norðoya Sparikassa.

Sjálvan føðingardagin,

mikudagin 24. september 2014, verður kaffi og ok-kurt afturvið at fáa á øllum deildunum.

Mikukvøldið verður al-menn kvøldseta í Skúlanum við Ósánna klokkan 19.00, tá Marner Mortensen, stjóri bjóðar vælkomin.

Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssen-dingini Spískamarið, fer at borðreiða við góðum brel-

lbitum, og høvi verður at njóta okkurt leskandi.

Fýra stuttir fyrilestrar – hvør teirra er umleið eitt korter – eru eisini á skrán-ni. Tað vera Jóannes Han-sen, Eyðun Andreassen, Jan Müller og Herálvur Joen-sen, ið fara at fyrilesa. Ei-sini fara Hallur, Kristina og Beddi at syngja og spæla. Kvøldsetan endar klokkan 21.30.

NORÐOYA SPARIK ASSI 95 ÁR

Sum leigari hjá Bústøðum býrt tú til leigu undir skipaðum viðurskiftum.

Tekna teg sum lim og fá

· eina ódýra leigu í mun til stødd og góðsku

· orku- og rørsluvinarligar íbúðir

· burðardyggar íbúðir úr dygdargóðum tilfari og við góðari inniluft

Tekna teg sum lim á www.bustadir.fo/tilmelding ella ring á tel. 40 10 00, so senda vit tær eitt umsóknarblað.

Yviri við Strond 6Postsmoga 215110 Tórshavn

Tel. [email protected]

Bústaðir virka fyri at útvega, veita og reka hóskandi bústaðir. Vit ynskja at fl eirtátta útboðið av leigubústøðum í Føroyum.

Page 38: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 201438

VIT BJÓÐA MATVEITINGAR OG TÆNASTU TIL ALT.SAMANSET TÍNA MATSKRÁ Í SAMRÁÐ VIÐ OKKUM.

FORRÆTTIROstabretti við skinku . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 69,-Fríða - laksarættur við rabarbum . . . . . . . . . . . . . . . kr . 85,-Grillaðar Jákupskeljar við hvítleyk-hunangsdressing kr . 95,-Súpan við breyði (eftir avtalu) . . . . . . . . . . . prísir úr kr . 49,-

HØVUÐSRÆTTIRLambsryggur stoktur í rosmarin og hvíttleyki við smáum smørstoktum eplum, rótfruktum og lambssós . . . . . . . kr . 250,-Oksafilet við rómaeplum, søtum leyki, grønmeti og sós eftir ynski . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 210,-Roastbeef við bakað epli, bearnaise sós og grønt salat . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 220,- Appilsin glaseraður svínakambur við søtum og hvítum eplum, heitum reyðkáli og sós eftir ynski . . . . . kr . 185,- Grýturættur við rísi ella eplum, salati og breyði (Oksakjøt ella høsnarunga) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 120,-Bakaður toskur við fersken og kaneli, stoktum eplum og salati . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 185,-

Vit borðreiða fleiri ymiskir fiskarættir eftir ynski .

OMANÁMandulrís við kirsuberjasós . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 30,-Brownie við ísi og berjakompot . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 55,-Masarinterta við nøtum og frukt . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 55,-Myrk sjokulátakøka við ostakremi . . . . . . . . . . . . . . . kr . 45,-

Vit borðreiða fleiri dessertir eftir avtalu við kondittarin

ANNAÐKaffi og te . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr . 15,-Frukt og smákøkur (eftir avtalu)

FROKOSTYmiskir rættir (eftir avtalu)

MATVEITING & TÆNASTA

Eg fari kortini altíð at vóna, at tann góða sakin sigrar at enda

Nólsoyar Páll – Interview í „Dagen“ 1806 juli

FríðaNólsoyarpáls gøta 7700 Klaksví[email protected]: fridateogkaffi273344 / 333344

Matarskrá

Les meira á www.smyrilline.fo/jolaturur2014, skriva til [email protected] ella ring 345900

Í ár byrjar jólatúrurin hóskvøldið 27. novembur. Aftur í ár fara vit til Dan mark ar, og tí kunnu vit seta prísin heilt niður á 699 krónur fyri hvønn ferð andi. Vilt tú hava bilin við, kostar tað úr 499 krónum afturat.

Vit liggja við kai í Hirtshals næstan hálvtannað samdøgur. Tað er frá leygar­morgni klokkan 10 til sunnudagin klokkan 17. Úr Hirtshals koyra vit bein leiðis í bussi til Aalborg og Hjørring. Tað tekur eini trý korter at koyra til Aalborg og 15 minuttir til Hjørring.

Vit vænta ein spennandi túr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Enn er endaliga skráin ikki liðug, men tað verður hon heilt skjótt. Í hvussu er, verður skráin spennandi, stuttlig og hugna lig. Tú hevur nógv at gleða teg til!

1 vaksin í deildum 4-koyggjukamari . . . . . . . . . . .úr kr. 699Tak bilin við, úr kr. 499

Tryggja tær pláss á 345900

Jólatúrurin 201427. novembur til 2. desembur

Tel. 455238Nólsoyar Pálsgøta 1 FO-700 Klaksvík

OPI Neglalakk4,5 ml.kr. 49,- Keyp

3 fyrikr. 100,-

Lily Prune ParfumurLove by og Love Story EDP30 ml.

Vanligurprísur kr. 59,-

29,-NÚ

YmiskarParfumur ogDeodorantar

100,-SPAR KR.

Góð Tunnilstilboð

Nú hava vit umframt parfumur, shower gelog body lotion av tí lekra merkinum Toccaeisini fingið body scrub.

Nógv nýggjvøra komin m.a.

Black Mask

kr. 19,-

MaxFactor MaskaraXperience og Extension

Vanligurprísur kr. 175,-

99,-NÚ

75,-

39

Page 39: Nordlysid nr 31 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 31 MIKUDAGIN 24. SEPTEMBER 2014 39

Page 40: Nordlysid nr 31 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Sápa, stearinljós og fuglamaturFá nyttu av tálgini. Kom og lær at gera sápu, stearinljós og mat til smáfuglarnar.

Undirvísari: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: tlf. 457152- 250925Kostnaður: 400,- pr. skeið

Skeið 1: 20/10- 21/10Skeiðið verður hvønn dag kl 9.00 - 15.00Skeið 2: 26/1- 27/1- 28/1Skeiðið verður hvønn dag kl. 18.00 - 22.00

[email protected]

Skeið í tøving Lær at tøva stykkir (nunofilt), at seyma til ymiskar brúkslutir. Formtøva hattar, húgvur, skógvar, taskur o.a. Møguleiki er eisini fyri nálatøving.

Undirvísari: Anna Evensa AbrahamsenTilmelding: tlf. 457152 og 250925Kostnaður: 500,- pr. skeið

Skeið 1: Vika 8, 16 feb. Til og við 20 feb.Skeið 2: Vika 16, 13 apríl til og við 17 aprílByrjað verður hvønn dag kl 9.00- 15.00

[email protected]

MaskinbindingLær tína bindimaskinu at kenna. Lær at koma í gongd at binda einkult pløgg. Lær at kasta uppá, taka inn og út, lær at binda mynstur. Og ymiskt annað.

Undirvísari: Sunrid ÁarskarðTilmelding: tlf. 459330 og 252572Kostnaður 500,- pr. skeið

Skeið 1: Skeiðið verður hesar dagar: vika 44, 27 okt. til og við 31 okt.Skeið 2: Skeiðið verður hesar dagar: vika 5, 26 jan. til og við 30 jan.Skeið 3: Skeiðið verður hesar dagar: vika 8, 16 feb. til og við 20 feb.Skeið 4: Skeiðið verður hesar dagar: vika 17, 20 apríl til og við 24 aprílSkeiðini verða hvønn dag kl. 17.30- 22.00

Skapa nýtt úr gomlum og øll vanlig seymingSeyma nýtt úr gomlum bundnum, cowboy og mongum øðrum og øll vanlig seyming. Eisini fyri tey, sum ongantíð hava seymað áður.

Undirvísari: Sólva HansenTilmelding: tlf. 455985 - 275356Kostnaður 600,- pr. skeið

Skeið 1: 22/8- 23/8- 5/9- 6/9- 19/9- 20/9Skeið 2: 10/10- 11/10- 24/10- 25/10- 7/11- 8/11 Skeið 3: 27/2- 28/2- 13/3- 14/3- 27/3- 28/3Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00

[email protected]

Jólapynt Ger títt egna jólapynt, tøva, hekla, binda, perlur, jóla-dekora tiónir, jólagávuhugskot, o.m.a. Bert hugflogið setur mørk.

Undirvísari: Anna E. Abrahamsen + gestalæararTilmelding: tlf 457152- 250925Kosnaður 600,- pr. skeið

Skeið 1: Vika 47, 17. nov. til og við 21. nov.Skeið 2: Vika 48, 24. nov. til og við 28 nov.Byrjað verður hvønn dag kl 9.00

[email protected]

EndurnýtslaKom og seyma taskur, pungar, beltir og aðrar brúkslutir úr endurnýtslu-tilfari sum plastikposum, covboybuksum, leðurjakkum. Øll endurnýtslu-hugskot eru vælkomin.

Undirvísari: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: tlf. 457152- 250925Kostnaður: Skeið 1 700,- Skeið 2 og 3 600,- stk.

Skeið 1: 20 týsdagar gjøgnum veturin.Kl. 19.00- 22.00. Byrja 9/9Skeið 2: 13/2- 14/2- 6/3- 7/3- 20/3- 21/3Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00Skeið 3: Vika 19, 4 mai til og við 8 mai.Hvønn dag frá kl. 9.00- 15.00

[email protected]

VestaseymingLær at seyma vest til føroyska búnan.

Undirvísari: Malena AndreasenTilmelding: tlf 285001- 456143Kosnaður 400,- pr skeið

Skeið 1: 16/1- 17/1- 23/1- 24/1Skeið 2: 10/4- 11/4- 17/4- 18/4Fríggjadag: 18.00- 22.00Leygardag: 10.00- 16.00

GarvingLær at garva seyðaskinn

Undirvísari: Karin JacobsenTilmelding: Tlf 504879kosnaður 600,- pr. Skeið

Skeið 1: 22/10- 23/10- 24/10- 29/10- 30/10Skeið 2: 4/3- 5/3- 6/3- 12/3- 13/3

Hvønn dag frá kl 9.00- 15.00

Skúlaárið 2014-2015

Klaksvíkar Kommuna · Nólsoyar Pálsgøta 32 · FO-700 Klaksvík · Tel. +298 410000 · Fax +298 410001 · [email protected]

Tilmelding hjá avvarðandi lærara seinast 14 dagar, áðrenn skeiðið byrjar.

Nøktandi undirtøka og góð kenn ing frá myndugleikunum er treyt fyri, at skeiðini verða veruleiki.Luttøkugjald verður goldið umvegis netskipan. Tit kunnu eisini flyta sjálv um tit held ur ynskja tað á konto nr: 9865-2000452 og viðmerk navnið á skeið num. Umráðandi er, at næm ingurin hevur kvittan við, tá ið skeiðið byrjar, um ein hevur flutt sjálv ur.

Skúlin tilskilar sær rætt til møguligar broytingar í skránni. Nýggj várlýsing plagar eisini at koma um jan/feb.Høvi er at gista á skúlanum eftir nærri ásettum reglum.Árliga framsýningin hjá Handar beiðs skúlan um er í Ósáskúlanum fyrsta sunnu dag eftir Flaggdagin. Næm-ingar verða bidnir um at koma við lutum, sum skulu við á fram sýningina, dagin fyri frá kl. 15:00.

FØROYA HANDARBEIÐSSKÚLIHeygavegur 23 – 700 KlaksvíkTlf. 454054

T-postur: [email protected]

Skráin kann síggjast á facebook.Føroya Handarbeiðsskúli

Føroya HandarbeiðsskúlaSkeið á