20
NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 VÁPNALÓGIN MÁ HERÐAST! UPPSKOTIÐ EIN PENGAMASKINA BÓKAÚTGÁVA Í KLAKSVÍK Haruskjóting & vápnalógin 4 s. í blaðnum VIT HAVA GJØRT ÁVÍSAR ROYNDIR Tað sigur Petur Steingrund, frá Havstovuni, tá vit spyrja hann um yvirlitstrolingarnar á Føroya Banka, nú veiðumenn hava sett spurnartekin við dygdirnar av arbeiðinum hjá Magnusi Heinason. KÍ ARBEIÐIR VIÐ AT STYRKJA UM HÓPIN KLAKKUR Á KLAKS- VÍK VIÐ FULLARI LAST GEIR WARDUM SKAL HJÁLPA TEAM KLAKSVÍK

Nordlysid nr 37 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 37 Fríggjadagin 25. okt. 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 37 2013

NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

VÁ PNA LÓGIN M Á HERÐAST!

UPPSKOTIÐ EIN PENG A M ASK INA

BÓK AÚ T G ÁVA Í K L A KSV ÍK

Haruskjóting & vápnalógin 4 s. í blaðnum

V IT H AVA GJ Ø RT ÁV ÍSA R ROY NDIRTað sigur Petur Steingrund, frá Havstovuni, tá vit spyrja hann um yvirlitstrolingarnar á Føroya Banka, nú veiðumenn hava sett spurnartekin við dygdirnar av arbeiðinumhjá Magnusi Heinason.

K Í A RBEI ÐIR V I Ð AT S T Y RK J A UM HÓPIN

K L A K K UR Á K L A KS -V ÍK V I Ð F ULL A RI L A S TGEIR WA RDUM SK A LHJ Á L PA T E A M K L A KSV ÍK

Page 2: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 20132

80ára føðingardagurMikudagin 6. november fyllir

Hans Jacob Andreasen (vanliga nevndur Hans Jacob hjá skopininginum)

Klaksvík 80 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 9. november í hølu-num hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag Bøgøtu 3,

frá kl 17.00

Øll eru vælkomin.

L E I Ð A R I N

Mánadagin 21. oktober 2013 fylti Ebba Adam, fødd Solmunde, Klaksvík 90 ár.

Dagurin varð hildin saman við familjuni.

90ára føðingardagur

Atlantic Fair hevur boðað frá, at stevnan verður í Klaksvík í døgunum 12. til 14. mai 2015 í Badmin-ton- og KÍ-høllini. Í hesum sambandi hevur Atlantic Fair gjørt avtalu við Gra-fia og Norðlýsið um mil-lum annað útgávu av ser-ligum Atlantic Fair News og stevnublaði í samband við stóru altjóða stevnuna. Á stevnuni í 2013 vóru 158 fyritøkur, sum sýndu fram, umboðandi 15 lond, og umleið 4.500 fólk vitjaðu stevnuna.

Stjórin í Atlantic Fair, Áki í Skemmuni sigur, at vit eru sera fegin um, at samstarvið kann halda fram.

- “Never change a win-ning team”, verður ofta ti-kið til, og tá vit eru sera væl nøgd við samstarvið við Norðlýsið og Grafia undan-farin ár, so var sjálvsagt, at vit høvdu áhuga at halda fram við samstarvinum, og tí eru vit fegin um at hetta lat seg gera.

Stjórin í Grafia, Jastrid Gullaksen sigur, at tað er ein spennandi avbjóðing at

standa fyri grafiska sam-leikanum hjá stóru altjóða stevnuni.

- Grafia hevur ment sítt virksemið til m.a. at um-fata skeiðvirksemið, og tá vit samstundis hava ment grafiska partin við at seta fólk við drúgvum royn-dum í starv, hóskar virkse-mið í samband við altjóða stevnur sera væl til okkum. Sum nakað nýtt hava vit í ár givið Atlantic Fair nýg-gjan samleika, soleiðis at stevnan flytir seg frá einans

at vera ein fiskivinnustevna til at verða ein stevna fyri alla sjóvinnu, og hetta meta vit gevur Atlantic Fair ein framrættaðan samleika.

John William Joensen, stjóri á Norðlýsinum sigur, at tað er altíð ein álitis-váttan at viðskiftafólk eru nøgd.

- Norðlýsið er í dag eitt virkið, sum hevur førleika at framleiða avísir/bløð, heimasíður og video. Í samband við Atlantic Fair hava vit seinastu árini eisi-

ni gjørt nógv burtur úr við m.a. at hava stóran bás og fráboða alt sum ferð fram á stevnuni við at framleiða tíðinda- og myndatilfar, umframt at vit eisini hava framleitt sjónvarpstilfar.

- Fyri okkum hevur tað týdning, at vit flyta okkum sum virki og í hesum sam-bandi eru vit tí sera fegin um samstarvið við Atlantic Fair, sum fyri okkum hevur verið eitt mennandi sam-starv.

Leygardagin 16. november giftast vit bæði, Maria í Frammistovu Kirkju og

Jógvan í Heimistovu Joensen Svínoy.Vígslan verður í Svínoyar kirkju kl. 12. Dagurin verður

hildin í Gamla Garði kl.18. Tey sum hava hug at hátíðar halda dagin saman við okkum kunnu siga frá á tlf. 265459 ella á tlf. 283601 helst innan 2. november.

Vinarliga Maria & Jógvan

Brúdleyp

Atlantic Fair endurnýggja samstarvsavtalu við Norðlýsið og Grafia fyri 3. ferð

NORDLYSID.FOKÍ eigur fótbóltskvinnur, sum liggja frammi undir at seta heimsmet. Kvinnufótbólturin her á landi hevur í flestum øðrum ítróttarfeløgum havt sera umskiftandi styrki og viðurskifti, eitt nú eru tað ikki mong ár síðani at fremsta høvuðsstaðar-felagið onki lið hevði í fremstu kvinnudeildini. Hetta ikki tí at felagið hevði spælt seg úr deildini, men tí at tey ikki megnaðu at manna liðið.

Norðlýsið hevur fylgt væl við kvinnufótbóltinum í mong, mong ár. Vit hava eisini fleiri ferðir gjørt vart við, at hóast vit í Klaksvík hava átt sterkasta kvinnuliðið yvirhøvir í landinum, so kunnu vit staðfesta, at prioriteringarnar hjá felagnum, tá ræður um kvinnufótbólt kundu verið væl hægri.

Tað hevur ikki verið ókent, at kappingarárið hevur verið um at byrjað, og við hvørt hevur verið byr-jað, áðrenn venjari hevur verið settur til liðið.

Tænasturnar kring kvinnudystirnar hava eisini haltað langt eftir teim hjá monnunum, tí tað var tann tí, at dómarar ikki møttu upp, at mannslið byrjaðu at hita upp innanfyri gyrðingarnar alt ímeðan kvinnufótbóltsdystir blivu leiktir, og enn í dag er ikki óvanligt at stadionklokkan í Klaksvík ikki verður brúkt til kvinnudystir.

Útvarpið hevur eisini sett spurnartekin við priori-tetingarnar hjá FSF av kvinnufótbólti. Her hevur verið talan um landsliðsfótbólt, um tað at kvin-nurnar ikki fáa endurgoldið lønarmiss tá tær lutt-aka í kappingum úti í heimi fyri land okkara.

At kvinnufótbólturin ikki hevur sama prioritet, sum mansfótbólturin kunnu vit ivaleyst skilja langan veg fram. Hinvegin er ilt at skilja, at fót-bóltssambandið ikki vil rætta teimum naglin á lítlafingri, tá tær skulu út um landoddarnar at le-ika fyri Føroyar, og geva teimum gjald fyri mista arbeiðistíð heima, tað er ikki til at skilja og líkist ótrúliga nógv ilvilja.

Tað fær valla verið annað enn illvilji, tí sum skilst so koma 19 milliónir til føroyskan fótbólt frá Fifa. Hesar milliónirnar skal FSF brúka til føroyskan ítrótt og sjálvandi átti at borið til at samsýnt kvin-nunum tað tær missa í inntøku við at fara út í heim at leika og vísa flagg fyri okkum øll.

Tá regnar á prestin, so dryppar á deknin, sigur orðatakið. Men soleiðis síggja viðurskiftini ikki út ímillum mansfótbóltin og kvinnufótbóltin.

Tá regnar á prestin…

Page 3: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 3

Ring 80 80 80, vitja www.ft.fo ella kom inn í Telebúðinaí Telebúðini vegleiða vit teg fegin í øllum tínum telespurningum. Vælkomin í tína Telebúð

Føroysku húsini eru meira og meira online, og til hetta krevst rætta breiðbandshaldið.

Vit hava fleiri tól online samstundis, vit nýta nógvar ymiskar tænastur, og fleiri teirra eru krevjandi, bæði tá tað snýr seg um búnað og um hald.

Fult hús - og nóg mikið til øll?

Hevur tú rætta haldið til tína nýtslu?Sí meira á www.ft.fo

Page 4: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 20134

Fiskimenn hava í longri tíð víst á, at yvirlitstrolingar-nar hjá Magnusi Heinasyni á Føroya Banka kunnu vera misvísandi um toskastov-nin har.

Fyri stuttari tíð síðan, bleiv blást til gløðurnar, eftir at føroyingar aftur byrjaðu fiskiskap á Fle-mish Cap. Tað sum hendi á Flemish Cap, var, at tro-larar fyrst fingu loyvi til fiskiskap á Flemish Cap, men tað royndist sera illa. Í veruleikanum, komu teir aftur sum av torvheiðum, tí lítið og onki var at fáa.

Síðani varð givið leyst til línubátarnar, og tað søguna munnu flestu kennast við, tí tað vísti seg at blíva ein sólskynssøga.

Ongin framgongd á Føroya BankaSjálvt um Føroya Banki he-vur verið friðaður nú í eitt langt áramál, so vísa yvir-litstrolingarnar á Banka-num, at púrt ongin tilgongd er á tí so vælkenda og vælumtókta banktoskinum. Toskurin á Føroya Bankan er sum kunnugt nakað heilt fyri seg, tí hetta er stórur og góður toskur, ið gevur hæg-sta marknaðarprís.

Fiskifrøðingar hella til trolið, tá ið um kanningar av botnfiskasløgunum ræður. Fiskimenn, sum dagliga royna við línu hava altíð víst á, at lína og trol fanga ikki eins og tí hevur verið hildið, at fiskifrøðingarnir

við fyrst og fremst at brúka úrslitini sum Magnus Hei-nason trolar seg fram til, kunnu vera á misvísandi leið.

29 hál og 32 fiskarRættuligur eldur kom í kjakið, tá Havstovan kunn-gjørdi seinastu yvirlits-trolingarnar hjá Magnusi Heinasyni. Her kom fram, at Magnus Heinason hevði hálað 29 ferðir á Banka-num, og einans fingið 32 toskar tilsamans, ella við øðrum orðum á leið ein tosk í hvørjum háli.

Samstundis sum hesi tíðindi koma frá Havstovu-ni, frættist um línubát, ið av misgávum hevur sett ein lítlan stubba innanfyri

friðaða markið har, men, sum eftir at hava boðað frá mistakinum fekk loyvi at draga stubban, at har var fitt av toski á.

Snellubátar av Klaksvík, sum hava siglt fram við Bankanum á veg til fiskis-kap, hava boðað frá nógvari ”skrivt” á bankanum.

Eisini vísir fiskimaður á, at um ein hyggur eftir yvir-litstølunum hjá Magnusi Heinasyni á Føroya Banka rá 1995 og til 2008, tá loyvt var at fiska á Føroya Banka, so eru mangan munur á tí sum yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni vísa og tað sum skipini hava fiskað í hesum tíðarskeiði, hetta skuldi so eisini byggja up-pundir tað, sum hendi t.d.

á Flemish Cap, at hóast trolingin einki vísti, so var nógvur fiskur til.

Føroya Banki – nakað heilt fyri segVit vendu okkum til Petur Steingrund, fiskifrøðing frá Havstovuni um spurningin um fiskiskapin á Flemish Cap.

Petur Steingrund sigur, at í høvuðsheitunum, so he-vur altíð tað, fiskifrøðingar hava fylgt við, verið samsvar ímillum fiskiska-pin á Føroya Banka og fi-skiskapin á landgrunninum annars, onkuntíð hava vit tó sæð at samsvarið hevur verið forskotið eitt ár.

Um yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason si-

gur hann, at sjálvandi kun-nu fiskifrøðingar ikki liva við, um vinnan ikki trýr uppá yvirlitstrolingarnar. Hinvegin, so hevur sera neyvt samband verið ímil-lum úrslitið hjá Magnusi Heinasyni á landgrunni-num og á fiskiskapinum, so her hava vit ikki nakra orsøk til ikki at trúgva úrs-litunum hjá skipinum.

Tá ið tað kemur til línu-na, so hava vit ikki gjørt ongar royndir við Føroya Banka, ein bátur hevur havt loyvi at royna eftir skøtu, tó uttan fyri hálvt annað hun-drað favnar, og hann hevur fingið nakað av toski. Tað er nevniliga so, at hesin bátu-rin hevur roynt við smáum húkum og størri húkum,

VIT HAVA GJØ RT ÁVÍSAR ROYNDIRTað sigur Petur Steingrund, frá Havstovuni, tá vit spyrja hann um yvirlitstrolingarnar á Føroya Banka, nú veiðumenn hava sett spurnartekin við dygdirnar av arbeiðinumhjá Magnusi Heinason.

Page 5: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 5

VIT HAVA GJØ RT ÁVÍSAR ROYNDIR

teir hava fingið meira tosk á teim stóru húkunum, so her hava vit nakrar royndir frá 2013.

Vit eru heilt greiðir yvir,

at vit skulu ansa væl eftir Føroya Banka, tí hann er sum sagt nakað heilt fyri seg.

Um vit hugsa okkum, at

vit á Havstovuni nú fóru at lýsa eftir línubátum ella skipum til royndarfi-skiskap á Føroya Banka, so dugi eg at síggja, at vit

fingu so stórar trupulleikar á Havstovuni, sum vit ikki hava fólk til at handtera.

Ikki at siga tær, sigur Petur Steingrund, fiskis-

kapurin hevur verið sera vánaligur á landgrunninum leingi, og menn eru trýstir, og tað setir eisini trýsta á okkum. Um vit framvegis hugsa um møguleikan, so hevði tað ikki verið lætt hjá okkum at avgjørt, hvør skuldi sleppa á Føroya Ban-ka at fiska við línu og hvør ikki. Hinvegin er í verulei-kanum onki sum bendir á, at toskurin á Føroya Banka er komin fyri seg aftur, tí vit hava samanberingarnar við landgrunnin og Føro-ya Banka at hella okkum til, og sum sagt yvirlitstro-lingarnar.

Sjálvandi kunnu vit ikki liva við, um yvirlitstro-lingarnar hjá okkum ikki geva rættu ábendingarnar um fiskastovnarnar, men vit hava hinvegin landgrunnin at hella okkum til, har tað hevur víst seg at vera neyvt samsvar ímillum yvirlits-trolingarnar og veiðuna.

Um samsvarið ímillum

veiðuna á Føroya Banka og yvirlitstrolingarnar, sigur Petur Steingrund, at tølini síggjast á www.ices.dk har bæði veiðuhagtøl og yvir-litstrolingar eru til skjals, so kann einhvør sjálvur meta um samsvarið.

Í mínum eygum vísa yvir-litstrolingarnar groft sagt nakað tað sama sum hendir í veiðuni. Eitt sum kanska órógvar eitt sindur, tað eru yvirlitstrolingarnar um várið, tá Magnus Heina-son onkuntíð hevur fingið sera nógv í, men tekur man heyst og vártølini saman, so fæst eitt nakað neyva-ri samband, hóast útsving eisini eru, sigur Petur Steingrund, havfrøðingur av Havstovuni at enda.

Oliver

Page 6: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 20136

Spennandi bókaútgáva verður Skúlin við Ósánna í Klaksvík mikukv-øldið 30. oktober 2013 – kl. 19.30

Tað er Óli Olsen, fyrrve-randi sjómansskúlalærari, ættaður úr Klaksvík, sum greiðir frá føroyskum træ-

skipasmíði. Thormund Johannesen, skipsverk-frøðingur, eisini ættaður úr Klaksvík, ummælir bókina.

Siglandi arvurin– søgan um føroyskt træ-skipasmíð

Tá ið 50-tonsarin Jøkul í 1978 fór av bakkastok-ki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík, var samstundis liðugt at smíða træskip í Føroyum.

Í sera forkunnugari bók við nógvum myndum og skipatekningum greiðir Óli Olsen, fyrrverandi sjó-mansskúlalærari, frá før-oyskum træskipasmíði frá elstu tíð til okkara dagar.

Motorbátaøldin tekur við, og nógvir motorbátar verða smíðaðir. Aftast í bókini er kærkomin skrá við um leið 250 motorbátum smíðaðum í tíðarskeiðnum 1900-1940.

Í partinum”Skipatek-

ningar” finnur tú tekningar av motorbátum og skipum. Nevnast kunnu eitt nú Eli og Bragi, sum Lias í Ræt-tará smíðaði ávikavist í 1901 og 1917.

”Siglandi arvurin” um-røður førini, eftir eru – seglskipini, sum sigla regatta, og spjaddu motor-bátarnar kring landið, sum framvegis rógva út.

Nú, Klaksvík verður kar-mur um bókaútgávu, kunnu

vit leggja afturat, at snøgga øld eftir at Nólsoyar Páll kom norður á Vág við ski-pi sínum, Royndini fríðu, smíðaði langabbasonurin Jákup bóndi á Biskupsstøð í 1905 fyrsta deksfarið í Norðuroyggjum.

Skrá- 17 Sangarar syngja- Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur um-mælir bókina

- Felagssangur- Óli Olsen, rithøvundur greiður frá savningarar-beiðnum til bókina- Óli Olsen, rithøvundur handar Jógvan Skorheim, borgarstjóra fyrsta eintakið av bókini- Felagssangur- Aftaná verður boðin ein kaffimunnur, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

BÓK AÚTGÁVA Í KL AKSVÍK

Page 7: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 7

GJÁ ARMAÐUR OG VIÐINGUR HIT TUSTBáðar bygdirnar Gjógv og Viðareiði liggja við norðurendar landsins, og tað er ikki langt ímillum teirra.

Fyrr vistu teir sjálvandi av hvørjum øðrum og hit-tust í onkrari grind og á ólavsøku, men teir høvdu eingi beinleiðis viðurskifti sínámillum. Tí hittust teir ikki hjá hvørjum øðrum fyrr í tíðini.

Síðani bergholini og alt samskiftiskervið er nútí-mansgjørt, er so mangt kollvelt. Nú kann ein gjáar-maður saktans finna uppá at seta seg inn í bilin og koyra sær ein túr norður til Viðareiðis.

Tað var júst tað, sum hendi. Tá ið gjáarmaðurin hevði hugt seg um á Viða-reiði, hitti hann ein viðing og teir fingu eitt longri prát um bygdirnar báðar. Tað er so mangt sum líkist:

Báðar liggja tætt uppat teimum ríku fiskileiðunum norðanfyri, og tað gevur teimum góðar møguleikar at troyta havsins ríkidømi, sum altíð hevur verið ein av grundsúlunum undir før-oyska samfelagnum.

Hin súlan, sum ikki he-vur havt minni týdning fyri bygdirnar, er jørðin. Báðar hesar bygdirnar eru vælsignaðar í yvirmát við nógvari og framúr góðari jørð, sum bæði gjáarmenn

og viðingar hava sett stóran prís uppá.

Meðan flestu føroysku bygdir máttu lata sær lyn-da við omanfyri nevndu grundsúlur at byggja sína tilveru á, so vóru hesar báðar bygdirnar harum-framt ríkaðar við einari triðju “súlu”, sum hevði alstóran týdning: tað vóru bjørgini og bjargavinnan, sum umframt fongin eisini var tann mest spennandi vinnan. Hjá viðingum er talan um Enniberg og øll fuglalondini har um leiðir. Hjá gjáarmonnum eru tað Gjáar-bjørgini og Búgvin.

Og fólkið var dugnaligt og raskt í báðum bygdum, tað er eingin ivi um tað. Í báðum støðum hava verið til staðar alra bestu fyrit-reytir fyri trivnaði og men-ning,

So er spurningurin: hví hevur so gongdin seinastu 100 árini verið so ymisklig í hesum bygdum?

Gjáarmaðurin og viðingurin løgdu høvdini rættiliga í blot til tess at finna eina frágreiðing um orsøkina til hesa fullkomu-

liga ymiskligu gongd, hóast fortreytirnar á allan hátt sýntust at vera tær somu.

So gáaðu teir um, at á ei-num øki hevði gongdin ikki verið tann sama:

Viðareiði hevði bara fostrað ein hægri lærdan mann í nýggjari tíð, og tað var Kristian Matras, profes-sari. Hann fór av oynni fyri 100 árum síðani og kom ongantíð aftur.

Við Gjógv var øðrvísi. Fyri 100 árum síðani komu teir eftir øllum at døma til ta niðurstøðu við Gjógv, at einasta gongda leið framef-tir var, at sum flest søktu sær hægri lærdóm. Og tey so gjørdu:

Ein lærdi til biskup, fleiri til prestar, sakførarar, læk-nar, søgufrøðingar, lærarar osfr. Sigvaldsen nevndi um dagarnar, at einaferð høvdu 26 gjáarfólk læraraútbú-ging. Í mesta lagi eitt av teimum læraralærdu kundi fingið arbeiði við Gjógv.

Og eingin annar av øllum teimum hundrað tals lærdu gjáarfólkunum!!

Á Viðareiði var heilt ein annar hugburður. Grundar-støðið var, at har vildu tey

vera og gagnnýta heimliga tilfeingið og fáa sær tær út-búgvingar, sum neyðugar vóru í tí sambandi.

-- - - - - - -

Eru Føroyar á leið ímóti somu lagnu sum bygdin við Gjógv?Hugburðurin yvirhøvur í hesum landi í dag minnir nógv um hugburðin hjá gjáar-fólki fyri 100 árum síðani.

Ein nevnd fyri og onnur eftir skrivar álit um, hvussu vit skulu fáa fólk at støðast í hesum landi. Og at fáa tey at flyta heimaftur, sum farin eru. Og bøkur verða skrivaðar um somu evnir.

Uppskriftin er altíð tann samasum hjá teimum við Gjógv á sinni:øll mugu fáa hægri útbúg-ving.

Síðstu útrokningarnar vísa, at neyðugt verður at ját-ta 700 mill. kr. afturat til víðari útbúgving – og tað beinanveg – til tess at bjar-ga landinum!

Tað sær út, sum at øll hava gloymt at nýta vanligt vit og skil.

Gunnar Gallstein

F A C E B O O KV I Ð M E R K I N G A R

n o r d l y s i d . f o

”Hvat var tað so, sum er hent í Tórshavn? Síðani 1925 er fólkatalið har vaksið frá 2.896 til 19.759 ella við næstan 700%. Í mun til samlaða fólkatalið í Føroyum er fólka-talið í Tórshavn farið úr 12,7% í 1925 uppí 41,0% í 2012. Skyldast hendan ’framgongdin’ at havnafólk ikki hava fingið sær hægri útbúgvingar? Ella hvussu hongur nú saman?”

”Samanberingin millum Gjógv og Viðareiði er faktiskt sera áhugaverd og beinrakin. Bygdirnar hava nógv til felags, m.a. eisini sera trupul atkomuviðurskifti - enn tann dag í dag. At samanbera við miðstaðir sum Havn ella Klaksvík er ikki rímiligt, men at samanbera hvussu ymiskar gongdirnar hava verið á ymiskum plássum við líknandi umstøðum er sera áhugavert. Viðareiði er væl m.a. eitt dømi um, at lokalpatriotisma eisini kann vera av tí góða, hóast hugtakið er sera negativt løtt í dagsins globaliserings-diskursi.Men at hesin vælsignaði ”Gallstein” :) dregur gongdina upp á nationalt støði er hinvegin ein yvirtulking av dimensiónum.”

”Um allir stovnarnir sum eru lagdir í Havn høvdu veri lagdir í Gjógv, hevði myndin kanska verið ein onnur.”

”Viðareiði og Gjógv: tvær perlur í Føroyum :)”

”Hugsa globalt - handla lokalt, verður ofta sagt. Verðinsborgarar kunnu forrestin saktans búgva á bygd :)”

”Hetta leggur upp til eina deiliga politiskt ókorrekta niðurstøðu: Gjógv satsaði andaliga - og fall. Viðareiði satsaði handaliga - og blómar.Ergo... ???”

”Hvat við at hugsa, at Gunnar heldur at vit ikki hava ráð til, í fyrsta lagið at gjalda øllum teim lesandi her á landi almenn størv, fyri síðani at gjalda fyri tey, sum hava ligið, men sum búleikast uttanlanda, í almenna geiranum? Vit tosa um, at vit hava ikki ráð til tey edru, hava vit ráð til tey sum hava lisið og sum longu hava sett sær búgv utanlanda, ella til tey, ið lesa eitthvørt vit ikki hava størv til - ”Gunnar” gevur etir mínum tykki forvitnisligt íkast til hetta kjakið.”

”Haldi at hendan greinin er sera viðkomandi í dagsins samfelag.”

”Tú skal ikki meir enn eini 10-12 ár aftur. Tá ið hol-ningurin ímillum tannárináringarnir var. Mær nýtist ikki at ganga í skúla, pápi mín hevði bara 7 fl heimi á Bakka, og hann hevur klára seg. Tí bleiv grini at teimum sum lósu/lærdu til okkurt.”

”Gjáar bygd er ikki bert vit sum eru fast búgvandi her. Bygdin er eisini mynda av teim 40.000 ferðandi,til Gjáar, pr. ár.Gjáargarður,smoltstøðin og nýggja summarhúsa økið.-Týsdagin 22.oktober er 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at gerða tunnil til m.a. Gjógv. Fólk krevja fyrst og fremst eina trygga farleið har tey seta búgv. Eg fari so at fylgja við í tingvarpinum 22.10.13”

”Gjáar bjørgini ekistera ikki Gjáar bygd eigur Búgvan og Torvuna bjørgini verda nevnd Funningsbjørgini!!!!!!”

”Eisini har líkjast bygdirnar sera nógv. Tað er eisini smoltstøð á Viðareiði, matstova og hotell (partvís í øllum førðum), og tunlar ynskjast til báðar bygdir.”

”Ein tankavekjari .. í øllum førum!”

Sig tína meining á nordlysid.fo

Page 8: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 20138

Í samband við at tunlar-nir vórðu bygdir í ávika-vist 2002 (Vágatunnilin) og 2006 (Norðoyatunnil-in), varð gjørd ein tilbúg-vingarætlan, sum í prinsip-pinum er ein avtala millum tunnilsfeløgini sum eigarar og bjargingartænasturnar (Løgreglu/politi, sløkkiliði-ni, sjúkraflutningin, o.s.fr.)

um hvussu ábyrgdin verður deild, og hvør ger hvat, um óhapp skuldi komið fyri.

Tað eru javnan smærri venjingar í tunlunum, sum sløkkiliðini sjálvi skipa fyri, og 5. hvørt ár liggur so í ætlanini at hava eina stór-venjing, sum hana vit høvdu í gjárkvøldið.

Tá vit skipa fyri eina

venjing, vilja vit avprøva og royna tey viðurskiftini, sum kunnu bjarga men-niskjalívum og minime-ra / minka sum mest um skaðarnar. Eisini er ætlanin við eini slíkari venjing at royna og testa teknisku út-gerðina.

Vit hoyra av og á um óhapp í tunlum uttanlands,

í Noreg, Schweitz , Eystur-ríki o.a., summi óhapp við vanlukkuligum fylgjum. Hesi óhapp læra vit eisini av, og royna alla tíðina at betra okkum, og rætta ok-kara tilbúgvingarætlan eftir hesum.

Henda venjing vit høv-du í gjárkvøldið, gekk út uppá at 2 akfør høvdu rent

saman niðri á botninum í tunlinum, og ein bilur hevði rent á við tunnilsmunnan Leirvíksmegin. Fleiri fólk vóru skadd.

Komandi dagarnar verður venjingin eftir-mett og sammett við til-búgvingarætlanina, og er tørvur at gera tillagingar, verða hesar gjørdar.

Venjingin gekk væl, og vit kunnu fegnast um, at vit hava sløkkilið, sjúkraflut-ningstænastu, løgreglu og mong onnur, sum eru skjót á skaðastaðnum og loysa uppgávurnar væl, tá óhapp henda.

VENJING Í NORÐOYATUNLINUMTýskvøldið22. okt. var stór venjing í Norðoyatunlinum.

Sí eisini video av venjingini á nordlysid.fo

Page 9: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 9

Tað hevur gingið sera væl hjá línuskipinum Klakki seinastu tíðina. Av 9 teim seinastu túrunum er skipið komið aftur av fiskimiðu-num við at kalla fullari last.

Tað eru brøðurinir báðir,

Líggjas og Bethuel Johan-nesen, ið eru skiparar á Klakki. Í stuttari samrøðu við Líggjas mikudagin, si-gur hann, at skipið hevur verið ein túr í Eysturgrøn-landi og tveir túrar undir

Íslandi, harafturat hava vit verið seks túrar undir Før-oyum.

Tað hevur gingist sera væl. Tann eini túrurin við Føroyar gav lítið, men al-lar hinar túrarnar hava vit

megnað at fáa uppí skipið.Í dag, mikudagin, liggur

Klakkur á Klaksvík ef-tir at hava landað 215.000 pund, sum teir hava fingið á Sandoyarbankanum.

Meginparturin av fiski-

num hendan túrin er lon-ga, umleið 2/3. Prísurin á longu er høgur í mun til annan fisk á marknaðinum í løtuni, sigur Líggjas Jo-hannesen, men tað er ikki tí at longuprísurin er so hø-

gur, heldur er tað tí at mar-knaðarprísirnir eru í botni fyri tíðina, men longan hevur hildið sín prís eina frægast.

Klakkur feraftur til fiski-skap í morgin.

KL AKKUR Á K L A KSV ÍK V IÐ FULL A RI L AST

Jógvan Petersen, skipari á Fiskak-letti, sigur, at eftir at teir hava ligið á Klaksvík í útivið ein manaða ella so, verður farið aftur til fiskiskap leygardagin ella sunnudagin.

Orsøkin til at skipið hevur ligið við kaj er, at tað he-vur verið stak lítið at fáa í seinastuni. Hetta er vanli-ga sera vánalig fiskitíð hjá trolbátunum. Vánliga liggja vit hesa tíðina, kanska ei-sini tí at fiskaloysið fellur

saman við heystinum.Onkur hevur verið úti og

roynt, men higartil hevur komið sera lítið burturúr.

Men nú vit fara út aftur, fara vit at vita um til ber at fáa nakað av havtasku. No-vember, desember, januar og februar eru mánaðirnir har vit vanliga royna eftir havtasku. Fyri tveimum árum síðani fingu vit væl, men fyrrárið og serliga í fjør, kom lítið burturúr. Samstundis sum fiskurin minkaði fall prísurin eisini, so tað hevur verið sera óhu-galigt, men í ár vóna vit at vend kemur í, sigur Jógvan Petersen, skipari á Fiskak-letti.

FISK A K LET TUR Á H AV TASKU V EIÐU

Page 10: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 201310

Harutíðin nærkast og menn gerast spentir, eisini nógvir ungir menn. Ein eitur Petur Andreasen. Fyrst spyrja vit hann, hvat honum dá-mar ásetingina hjá Kára P. Højgaard. Málið hjá Kára P. Højgaard liggur í einum politiskum “pitstoppi” í løtuni og onki hendir he-sum viðvíkjandi í bræði. Men vit lodda dýpið korti-ni.

Óneyðugt- Jú eg hevði tikið hatta byrsuskeiðið, sjálvt um eg meti tað vera óneyðugt. Tí at skjóta haru skal eingin forða mær, byrjar Petur An-dreasen bragdliga.

- Eg haldi at teir óroyndu og ungu skulu læra at hand-fara eina byrsu frá teimum royndu monnunum. Víddir-nar eru so stórar úti í ha-ganum, og møguleikarnir smáir fyri at nakað endar

galið. Lat teir ungu læra seg tað við at royna tað orduligt beinanvegin. – Eitt teore-tiskt skeið er óneyðugt.

Petur skilir okkurt av tí hjá KáraPetur Andreasen sigur seg tó skilja okkurt av tí, ið Kári P. Højgaard sipar til, og er eisini samdur í onkrum. Pe-tur dámar væl tað, at teir, ið longu eru vanir við byrsu, skulu sleppa meiri snikka-leysir enn aðrir, ið als ikki hava hildið byrsu áður.

- Tað skal bara mangla, at royndir skjúttar, skulu slep-pa bíligari. Tað er eingin grund fyri at rinda fyri nakað, sum mann longu dugur.

Harutíðin er spennandiPetur er spentur sum ein fjøður til annan november, tá ið loyvt verður at skjóta haru.

- Tað skal okkurt heilt óvanligt henda, um eg ikki fari at skjóta haru annan novembur, sigur Petur als-pentur á málinum.

- Tað er so sera spennan-di at skjóta haru. Tað er ein heilt serligur spenningur. Frá tí at man fer frá hú-sum til man kemur aftur at húsa, kitlar í búkinum av spenningi. Tað er allatíði-na okkurt at fyrihalda seg til og so krevur man eisini allatíðina at vera klárur og ikki minst knappur, tá ið haran kemur lúrandi undan einum steini.

- Eg skjóti fyri tað mesta í Strandahaga. Men eg ætli mær eisini at sleppa ein túr við viðingum inn í Viðvík. Tað er ein tiltikin túrur, ið eg havi verið við á fyrr.

Petur ynskir øllum eitt gott haruár í ár.

BYRSUSKEIÐ ÓNE YÐUGT – FARI AT SK JÓTA ANNAN NOV EMBER!Petur Andreasen úr Klaksvík hevur, hóast hann bert er nítjan ár, longu skotið nógvar harur og dugur at handfara eina byrsu á tryggan hátt. Hann heldur lítið um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, men sigur tó, at hann kortini hevði tikið kravda skeiðið. – Lat teir eldru læra teir yngru, sigur Petur, sum gleðir seg nógv til harutíðina og sum eisini hevur fingið sær eina feriu til haruskjóting.

Danial Viðoy

Page 11: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 11

- Jú víst hava onkrir brúk fyri at læra at handfara eina byrsu, men tað nýtist ikki at vera í gjøgnum eitt ske-ið, ið tú skalt rinda fyri. Alt nýtist ikki at kosta pengar, sigur Pauli Nybo avgjørdur. – Yvirhøvur haldi eg ikki er neyðugt við einum slíkum pengagrískum lógarkravi.

- Eg haldi, at hetta up-pskotið er ein máti at fáa nakrar lættar pengar frá fólki. Upp á fleiri mátar. Tí fyrst skalt tú gjalda fyri skeiðið og um tú so ikki tekur tað, kanst tú risikera at fáa bót. Er tað ikki nokk

at fáa bót á vegnum?, spyr Pauli Nybo.

Gleðir seg nógv til ha-rutíðinaPauli Nybo byrjar longu ef-tir midnátt nýggjársaftan at gleða seg til harutíðina.

- Eg eri sera spentur til harutíðina og ætli mær nógvar túrar, fortelur Pauli av Viðareiði.

- Man hevur eitt sovorðið “jagt-instingt”, orðar Pauli seg. Tá ið tað so av álvara nærkast harutíðini, kemur hendan kenslan í búkinum alsamt meiri fram. Tað er

fantastiskt at ganga við hesi kensluni og veiða í okkara deiligu og ikki minst vøkru náttúru.

- Tað er eisini ein av-bjóðing at skjóta haru. Tað krevst eitt sindur av teknik-ki til og eygamálið má helst vera á einari leið. Nei, tað er ikki nógv at seta fingurin á viðvíkjandi harutíðini. Ein hin besta tíðin á árinum.

UPPSKOTIÐ ER EIN PENGAMASKINA

Danial Viðoy

Pauli Nybo er tjúgu ára gamal og hevur longu skotið nógvar harur í sínum lívi. Hann kolldømir ikki uppskotið hjá Kára P. Højgaard heilt og sigur, at summirhava kanska fyri neyðini at gjøgnumføra eitt “byrsuskeið”. Men annars er hattaein máti at fáa lættar pengar frá fólkið.– Pauli er ein ágrýtin skjútti og viðrartann annan november, fer hann at skjóta haru.

Page 12: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 201312

Tað er í sólarrenningini. Ein eldri maður tekst við at leggja lunnar oman ímóti sjóvarmálanum. Tveir yn-gri menn koma eftir bak-kanum við leypi á baki, og tann fjórði sæst koma oman av Eiðinum.

Teir yngru seta av sær, fara inn í neystið, taka skorðurnar undan og dra-ga. Tann eldri kemur niðan ímóti teimum og heldur fyri: “Skulu tit fáa tað síð-sta av eystfallinum á Skori-ni, so má berast skjótt at.”

Teir draga, skipa inn, tøma leyparnar og seta teir inn um neystdyrnar, og síðani verður lagt frá landi. Teir yngru taka á, meðan teir eldru mest damla. Komnir fyri Núp, fara teir at syngja.

Hetta er ein avbera va-kur morgun. Tað sæst ikki at hvíta undir Sjúrðarsveip. Táið teir eru komnir nakað eystur um Skálanes, setur hann eitt lítið lot norða-neftir, so mikið at seglið stendur frá. Hetta dámdi te-

imum yngru, setast at knýta teimarnar uppundir.

Ímeðan siglt verður, gongur prátið dúgliga, mest um útróður. Komnir á Syðratanga dettur lotið bur-tur, og farið verður aftur til árarnar, rógva, til Høvdin liggur at, og so nakað útfrá, til Eggjarnar liggja fastar.

Eystfallið er um at detta burtur, og mánin var longst frá jørðini í gjár, so tað skuldu verið góð líkindir.

Teir eldru setast á mið-juni, meðan teir yngru fáa hvør sín skut.

“Egn teg væl”, heldur Óli fyri við Jógvan og rættir honum eitt síl, “hav hatta framman á øðuni!”

Teir kasta og kenna í heinta, Jógvan kemur á borði við greipu av reyðfi-ski, og hinir draga eisini. Táið teir hava drigið nakrar dráttir, fara teir aftur til árarnar og rógva, til Eys-turhøvdi kemur, og hava Miðabrekku leysa av Sko-rini. So verður kastað aftur. Tað er sum at seta í botn, og

nú er slagið betri, blankur fiskur.

Tá vestfallið er reiðili-ga komið, verður farið til árarnar, og tosað verður um veiðuna: “Góður fongur,” sigur Jógvan. “Eg haldi, tað er best, at vit leggja Gerða-mannagrynnuna, so fáa vit sett segl heim á víkina.”

Teir so gjørdu. Komnir nakað suður av grynnuni, setti Óli í okkurt stórt; men hetta gerst alt linari, sum hann dregur. Tá eru tað tvær longur.

Nú er dagurin so væl liðin, at teir seta segl og sigla heim á Bergrætt, og ímeðan sløga teir fiskin og tosa um dagin. Aftur til árarnar, rógva heim við landinum. Komnir heim í Bug verður sálmur sungin, og teir vóru glaðir um tann fong, sum Gud hevði unt te-imum.

Djóni Joensen

Ein útróðradagurSøga sum unglingi skrivaði í Tingakrossi í 1974

Page 13: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 13

Verðra- & lambskrov til søluEitt veðrakrov og nøkur lambskrov av Syðradali til sølu.

Tel. 75 66 31

Fyri at lúka herdu og øktu krøvini til fíggjarligar hald-felagsskapir, tryggingarfeløg v.m. hava vit tørv á einum fólki til at taka sær av okkara váðastýring. Tú kemur við tilvísing til fíggjarstjóran m.a. at hava ábyrgdina fyri at skapa yvirlit yvir váðar hjá TF Holding samtakinum og at gera frágreiðingar til leiðsluna.

Vit kundu hugsað okkum at tú:Hevur royndir frá fíggjarvinnuni og royndir í sambandi við váðastýring. Tú skalt hava hægri útbúgving so sum t.d. HD, Cand.merc., Cand oecon ella líknandi.

Harumframt verður væntað, at tú hevur hesar fakligu og persónligu eginleikar:

• Góð samstarvs – og samskiftisevni• Kann arbeiða sjálvstøðugt • Áræði• Nátúrligan myndugleika• Analytisk evnir• Broytingarsinni• Góð/ur at halda freistir• Góðan førleika í Excel rokniarki• Góðan KT førleika

Vit kunnu bjóða tærFjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólk­um og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað.

Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning, har viðkomandi sjálvur/sjálv verður við til at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.

Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga ávirka uppgávuinnihaldið.

Lønar-og setanartreytir:Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkis­felag teirra ið starvast innan tryggingar­,fíggjar­, KT. o.l. fyritøkum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Lønin verður ásett í mun til royndir og førleikar.

Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen, deildarstjóra, við telduposti til [email protected] ella tel. 21 57 09.

Umsóknarfreistin er 19. november 2013 kl. 12.00.

Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum kann sendast umvegis heimasíðuna www.trygging.fo, umvegis teldupost til [email protected] ella við posti til:

TF HoldingStarvsfólkadeildinPostsmoga 329FO­110 Tórshavn

Váðastýringsfólk TF Holding, sum m.a. fevnir um Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón og Eik Banka vil styrkja um fíggjarligu stýringina av virkseminum.

StarvSlýSing

TEK N A TEG SUM H A LDA R A

Ferðavinnan íNorðoyggjum

Aðalfundur verður mikukvøldið, 6. nov. 2013,kl. 19 í hølunum hjá Norðoya Kunningarstovu á

Biskupsstøðgøtu.Skrá sambært viðtøkum felagsins.Allir limir felagsins eru vælkomnir.

Norðoya Kunningarstova &FELAGIÐ FERÐAVINNAN Í NORÐOYGGJUM

Endurnýstluhandilin Gott/GamaltHoyvíksvegur 6 KFUM í Tórshavn

hevur opið týsdag, mikudag og hósdag kl. 13.00 - 17.00.

Sera nógvar spennandi vørur og eisini jólaprýði.

Vælkomin

Gamalt/NýttVit taka ímóti:

Urtapottaskálum til jóladekratiónirSofaborð

SpeglKrakkar

Bókahyllar

Vælkomin

Jólatræið verðurtendrað tann 29. nov.

Page 14: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 201314

Uppskotið hjá Kára P. Høj-gaard um, at ein og hvør skal í gjøgnum eitt skeið fyri at fáa loyvið at halda byrsu, fekk ikki góða mót-tøku frá føroyskum skjút-tum, tá ið hugskotið kom í ljósmála fyrr í ár. – Undir-ritaði hevur prátað við um-strídda Kára P. Højgaard til eitt prát um júst vápnalógin og ætlanina um skeið at halda byrsu.

Vápnalógin má endurnýggjast- Tað hevur verið arbeitt í heilt nógv ár við at fáa eina nýggja vápnalóg. Tað eru eini tíggju til tólv ár síða-ni at arbeiðið byrjaði. So hugsaði eg, at okkurt mátti gerast, byrjar Kári P. Høj-gaard frynligur á málinum

sum altíð.- At fara at broyta lógina

fundamentalt, hevur víst seg at verði sera trupult. Tískil hugsaði eg: um vit kundu broytt vápnalógina soleiðis, at vit fingu eina áseting um, at tey, ið nýta skotvápn, hava eina minstu kunning um byrsuna. Tað er her at skeiðið kemur inn í myndina.

- Hugsað varð eisini um, at fáa eina greiða reglugerð fyri teir, ið selja vápn. So-leiðis at vit fingu skrásett allar byrsur í Føroyum, og har við fingu betri yvirlit. Seljararnir hava so at siga einki at halda seg til, tá ið teir selja vápn. Tí teir kun-nu selja til ein og hvønn, bert hann er nóg edrúur.

- Men um vit fáa skeiðið

upp at koyra og har við prógv um, at viðkomandi er førur fyri at halda byr-su, kundi prógvið verði víst, tá ið viðkomandi fór at keypa sær skotvápnið. Sum nú er, veit seljarin ikki, um keyparin er førur fyri at skjóta á skynsaman og tryggan hátt, leggur Kári P. Højgaard dent á.

VápnaskeiðiðHvussu við skeiðinum, hvussu skal tað rigga? spyrja vit fyrrverandi landsstýrismann í Innlend-imálum.

- Tað, vit tonktu upp á, var, at skeiðið kundi gingið fyri hjá onkrum ella flei-ri av skotfeløgunum kring landið.

- Á skeiðinum skalt tú

VÁPNALÓGIN MÁ HERÐAST!Mynd: Jens Kr. Vang

Danial Viðoy

Harutíðin nærkast og tíð er at taka byrsuna fram aftur. Ein og hvør, sum er í myndugum aldri, hevur loyvið at eiga byrsu. Ert tú sekstan kanst tú skjóta saman við einum myndugum. – Kári P. Højgaard,fyrrverandi landsstýrismaður í Innlendismálum, hevði og hevur enn ætlanir um, at broyta vápna-lógina, so at krøvini at halda byrsa gerast strangari. Tíðirnar eru nógv broyttar, og faðir og sonur hava ikki sama sambandið eins og fyrr, eru nakrar av orsøkunum fyri, at aldargamla føroyska vápnalógin má herðast, sigur Kári P. Højgaard m.a.

Page 15: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 15

fáa eina ávísa vitan um byr-su og síðani sleppa at roy-na seg við byrsuni. Skeiðið skal bara varða í nakrar fáar tímar. Tað er ikki ætla-nin, at hetta skal verða tann stóra útbúgvingin, men ein neyðug kunning um, at handfara vápn. – Tí tað eru tíðanverri nakrir, ið aldri hava loyst eitt skot av, tá ið teir fara í hagan við byrsu-ni, sigur Kári álvarsamur á málinum

- Skeiðið skal vera sjálv-fíggjandi. Skeið á eini 1000-1200 krónur áleið, sum er ein hóskandi prísur.

Føroyar eru eftirbáturKári P. Højgaard sigur, at Føroyar eru ein eftirbátur innan hetta økið.

- Tað vindur alt meira upp á seg hjá føroyingum at fara uttanlanda á veiðuferð. Í flestu støðum krevst, sum eg skilji, eitt slag av váp-naprógvi.

- Ynskiligt hevði verið, at tá ið vit so orduliga komu í gongd her heima, høv-du fingið eina útlendska góðkenning. Soleiðis at het-ta prógv eisini kundi verði brúkt uttanlands. – Skeiðið her heima er bert ætlað til byrsu og ikki riflu. Riflu kanst tú ikki brúka í Før-oyum, ikki uttan í onkrum heilt einstøkum føri, greiðir Kári frá.

- Vit eru eitt av teimum fáa londunum í heiminum, sum ongar ásetingar hava í sambandi við at skjóta við byrsu. Vápnalógin hjá ok-kum er jú elligomul. Tað eru eingi krøv til teir, ið bera vápn. Tað er ikki nóg gott, metir Kári P. Høj-gaard.

Hvussu við teimum, iðeru vanir at halda byrsu?Kári P. Højgaard er klárur

yvir, at tað eru fleiri menn í Føroyum, ið duga væl at halda byrsu og sum hava skotið í rættiliga nógv ár.

- Tað er skilligt at menn og kanska eisini dreingir, halda hetta vera eitt óneyðugt skeið, tí teir longu duga sær hógv við byrsuni. Ikki minst menn, ið hava skotið í 40-50 ár.

- Vit høvdu hetta uppi at venda, og har hugsaðu vit, at hesir menn og dreingir fingu prógv við onkrum slagi av undantøku og ikki einum eins longum skeiðið, sum ein nýbyrjari. Tað er ikki neyðugt hjá teimum at fara í gjøgnum eitt heilt skeið, sigur Kári P. Høj-gaard.

- Lógin er kanska ser-liga egnað til teir nýggju og ungu skjúttarnar, ið nú koma til. Tí tann tíðin í Føroyum, tá ið hvør maður gekk við byrsu, er ikki longur. Og forholdið í mil-lum faðir og son er ikki tað sama í dag, eins og tað var fyrr. Jú í summum støðum, serliga bygdum eru tað enn páparnar, ið taka ábyrgd og greiða frá og læra sonin, hvussu ein byrsa skal hand-farast.

Lógin ikki í gildið enn á sinniKári P. Højgaard sissar teir, ið reistu seg harðliga upp úr stólinum, tá ið hetta uppskotið kom fram. Broy-tingin í vápnalógini kemur ikki í gildið hesa setuna.

- Eg hevði uppskotið fyri á landsstýrisfundi á sinni og fekk undirtøku fyri at arbeiða víðari við máli-num. Eg fekk so Jógvan Svabo Samuelsen at evna og snikka hesa ásetingina til. Hon varð síðani send til hoyringar. Tað komu sjálv-sagt rættiliga nógvar við-

merkingar inn, bæði nega-tivar og postitivar, ella bæði fyri og ímóti. Fleiri hildu tað vera rætt, at taka hetta í álvara. Men eisini vóru røddir frammi, sum søgdu at hetta var óneyðugt, tí føroyingar vóru vanir við byrsu.

- Hetta hevur verið ein long tilgongd, sigur Kári.

- Ja nú bleiv stakkals landsstýrismaðurin eisini koyrdur og eg veit ikki hvar hetta málið endaði. Eg hal-di at hetta endaði úti á løg-mansfyrisitingini.

- Eg kann siga so mikið, at Fólkaflokkurin var sera skeptiskur viðvíkjandi he-sum málinum. Onkrir aðrir persónar vóru eisini eitt sindur skeptiskir. Eg kann ikki ímynda mær, at hetta kemur í gjøgnum í bræði. Eg vænti ikki at hetta vin-nur frama í nærmastu tíð, fortelur Kári P. Højgaard.

Kári bleiv skotin niðurFyrr í ár kom hetta uppsko-tið fram í miðlunum og tá vóru nógvar harðar røddir frammi.

- Tá ið tað kom fram í miðlunum, var ikki at vera fyri. Mann bleiv jordaður niður, sigur Kári.

Ella vit kundu sagt, at Kári P. Højgaard varð sko-tin niður. Men tó vóru eisi-ni onkrar røddir tá frammi, ið mettu hetta vera uppskot av týdningi.

- Nei tú í hesi “branchu-ni” krevur tú at hava tjúkka húð. Tað eru nokk fáir, sum eru meira niðurskotnir, enn hvat eg og løgmaður eru í hesum døgum, sigur Kári P. Højgaard at enda.

Norðlýsið ringdi eisini til Jógvan Svabo Samuelsen, ið hevur nýggju ásetingina og broytingina í vápnaló-gini um hendi. Hann sigur, at júst nú hendir einki, tí enn eru hann og lógin ikki komin upp á pláss úti í løgmansskrivstovuni úti í Tingane-si. Jógvan Svabo Samuelsen sigur soleiðis um støðuna:

- Síðani ráðið bleiv niðurlagt og bæði eg og lógin vórðu flutt á løg-mansskrivsstovuna, er í roynd og veru einki hent. Ráðið er ikki 100% liðugt og klárt enn, og tískil eru vit ikki heilt komin upp á pláss enn. Men tað verður skjótt.

- Tað vil so siga, at málið í løtu-ni liggur og bíðar. Hvat so hendir víðari við hesum málinum, vita vit ikki orduliga enn, tí nú er tað nýg-gjur oddamaður fyri hesum máli-num, nevniliga løgmaður. Og vit mugu spyrja hann fyrst, um hann hevur áhugað í, at gera nakað við hettar. Og tað er ikki vist, at hann hevur tað.

- Men harafturímóti, vil løgmaður hava hetta ígjøgnum, er málið so at siga klárt at bera niðan í tingið. Tað eru onkrar smávegis justeringar, ið skulu gerast, men sum ikki eru tíðarkrevjandi.

- Kaj Leo Holm Johannesen hevur ikki sæð tað enn, og hann má sjálv-sagt sleppa at seta seg inn í málið, áðrenn hann kann gera nakað við tað. Tað er bara tað, at tá ið vit fáa ein nýggjan landsstýrismann, er tað næstan sum at byrja av nýggjum.

- Men eg vænti at hetta verður tikið upp í nærmastu framtíð, um nakrar vikur, giti eg. Annars kann eg siga um hetta, at hetta ikki bein-leiðis er ein endurnýggjan av váp-nalógini, men heldur ein innføring av nýggjari áseting. Ein broyting í annars gomlu lógini, fortelur Jóg-van Svabo Samuelsen at enda í te-lefonini.

DV

Uppskotið bíðar úti í Tinganesi

Page 16: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 201316

Í hesum døgum eru samráðingar-nar í hæddini hjá bestu leikarunum í Effodeldini,sum skulu gera sáttmála til næ-sta ár. Søgurnar eru nógvar um stóru profilarnar.

Hjá teimum flestu liðunum eru útskiftingar á hvørjum ári, har leikarar koma og fara. Seinastu vikurnar hava søgur gingið um ymi-skar leikarar, sum fara at skifta felag, men fyrivarni skal altíð takast við slíkum søgum.

Hjá meistarunum úr HB hevur ikki nógv verið at frætt um broytingar í hópi-num. Fróði Benjaminsen sigst umhugsa at gevast og ger hann tað, so fer felagið helst at styrkja um miðv-øllin. ÍF, KÍ, EB/Streymur, AB og B68 eru millum liði-

ni, ið hava verið sett í sam-band við Ndende hjá TB. Hann hevur sáttmála við TB fyri 2014 og tað kann blíva ein trupulleiki fyri summi av liðunum, um TB krevur pengar fyri hann. Men tað vildi verið løgið, um ein slíkur leikari fer at spæla í næstbestu deildini. AB hevur enn ikki sett ven-jara, men Bill M. Jacobsen

er navnið, sum seinastu da-garnar hevur gingið aftur og aftur í søgunum sum nýggjur AB venjari. HB málverjin Hans Jørgensen er favorittur at taka yvir hjá Símun Rógva Hansen í AB málinum og ikki er óhug-sandi, at hesir báðir vera kunngjørdir á AB veitsluni leygarkvøldið.

Tað ljóðar eisini at ok-

kurt lið hevur bjóðað KÍ liðskiparanum Hjalgrím Elttør sáttmála. Sambært KÍ formanninum fær hann eins og hinir leikararnir ein sáttmála bodnan eftir kap-pingina í KÍ. Í B36 fer Gilli Sørensen helst av landi-num, meðan liðið møguliga missur aðrar leikarar. Helst heldur annar av Lukasz Cieslewicz og Adeshina La-

wal fram sum álopsprofilur hjá árstalsfelagnum, sum væntandi setir Sámal Erik Hentze sum venjara í 2014. ÍF skal út at finna leika-rar fyri útisetarnar Høgna Madsen, Jan Ellingsgaard, Hera Nesá og Øss Dalbúð. Sum skilst var ÍF eitt av liðunum, ið royndu eftir Súna Olsen, sum tó valdi at spæla við Víkingi í Norðra-

gøtu, har hann nú býr. Hyg-gja teir framvegis inn til grannarnar, so gongur Kaj Leo í Bartalsstovu uttan sáttmála í Víkingi og kann koma uppá tal. Hjá Víkingi er Gert Hansen settur í samband við felagið.

Hjá Skála og B68 hava vit enn ikki hoyrt nógv um, hvørjir leikarar skulu styrkja uppflytararnar. Tað ljóðar, at B68 fer at kunn-gera nýggjan leikara stutt eftir, at kappingin er av. Sum skilst er hetta neyvan Jóans Símun Edmundsson, sum neyvan ger sáttmála við nakað føroyskt felag næstu vikurnar. Hjá EB/Streymi plagar tað ofta at ganga drúgvari tíð, áðrenn hópurin og teirra leikarar gera endaligar sáttmálar. Profilar sum Arnbjørn, Leif, Hans Pauli og René hava sáttmála fyri komandi ár.

Norðlýsið fer komandi vikurnar eins og vanligt at fylgja gjølla við, hvat fyri-ferst í feløgunum.

Í føroyskum fót-bólti síggja vit nærum á hvørjum ári, at lið skifta venjarar. Hjá sum-mum eydnast tað væl, meðan vit eisini hava nógv dømir um, at ven-jarar hava trupult við at fáa úrslit, tá teir taka yvir mitt í einum kap-pingarárið. Men hesir hava sein-ni víst seg sum frálíkar venjarar.

KÍ venjarin Eyðun Klak-stein tók yvir sum KÍ venjari mitt í hesum kap-pingarárinum. Úrslitini hava ikki verið góð, har vit skuldu heilt til 25.umfar fyri at finna fyrsta sigurin. KÍ venjarin hevur sáttmála til næsta ár. Í slíkum føri

stingur kjak seg altíð upp um, at líknandi úrslit fara at halda fram næsta ár. Men har hava vit seinnu árini sæð, at nakrir av venjaru-num við bestu úrslitunum í ár áður hava havt trupult við at fingið úrslit, tá teir hava tikið yvir mitt í einum

kappingarárið. Vit fara niðanfyri at vísa á trý dø-mir um venjarar við góðum úrslitum í Effodeildini 2013, sum áður hava roynt at tikið yvir mitt í einum kappingarári uttan úrslit.

Oddbjørn Joensen

Venjarin hjá meistaru-num úr HB tók yvir hjá KÍ í 2005 eftir Ova Flindt-Bjerg. Hann var venjari í 20 dystum. 5 sigrar, 2 javnle-ikir og 13 tap bleiv tað til.

Sigfríður ClementsenTók yvir í HB í 2011 og var

venjari í 15 dystum í Ef-fodeildini. Av hesum eyd-naðist bara at vinna 3 dystir, meðan 9 dystir blivu taptir. Árið eftir helt hann fram í HB, sum tá fekk hann eina eyðsýnda framgongd við at koma á 3.pláss. Sigfríður er venjarin við bestu úrslitu-num í 2014 við 24 stigum í 11 dystum fyri Víking.

Sámal Erik HentzeSámal Erik Hentze hevur í ár staðið fyri kanska størsta bragdinum, tá hann hevur ført AB á eitt flott 7. pláss eftir at liðið annars einans hevði 2 stig eftir 11 umfø-rum og sum uppflytari var mettur at vera ein av favo-rittunum at flyta niður un-dan kappingini. Í 2010 tók Sámal Erik yvir í AB. Hann var venjari í 10 dystum í Ef-fodeildini, har liðið vann 1 dyst og tapti 8. AB valdi at halda fram við honum og tað angra teir ikki í dag.

HVAR ENDA BESTU LEIK AR ARNIR?Jákup Ósá

VENJAR AR HAVA TRUPULT V IÐ AT TAK A Y V IR

Jákup Ósá

Page 17: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 17

Leygardagin endar lands-kappingin í Effodeildini í 2013. KÍ endar á 8. plás-si og hevur undan seina-sta heima dystinum móti 07Vestur 25 stig. Seinasti parturin av kappingini í ár var ein dystur um at bjarga sær plássið í deildini, men sigurin móti AB í 25. um-farinum vísti seg at vera avgerandi.

2013 eitt vónbrotTummas Lervig er for-maður í KÍ og eisini for-maður í Effonevndini, sum er nevndin, ið tekur sær av viðurskiftunum hjá besta mansliðinum. Hann staðfestir, at kappingarárið 2013 hevur verið miseyd-nað hjá besta liðinum.

- Vit settu okkum ein málsetning undan kap-pingini. Hann er ikki rok-

kin og man kann ikki siga annað enn, at tað hevur gingið illa í hond, sigur KÍ formaðurin.

Kappingarárið hevur verið “baldrut”, har KÍ í summar skiftið venjara og har tað ikki eydnaðist at fáa styrk til miðverjuna í sum-mar steðginum, sum ætla-nin var. Men hvussu sær KÍ formaðurin so aftur á hetta árið og avgerðirnar, ið blivu tiknar.

- Tað vóru nakrar av-gerðir, ið vóru neyðugar. Men tað var stórt spell, at ætlanirnar við at styrkja um liðið í summar ikki bóru á mál. Vit løgdu stóra orku í tað og fingu leikara til royndarvenjing. Men tað bar ikki á mál. Skal eg hyggja afturá, so haldi eg ikki, at vit sum leiðsla kun-du havt gjørt nógv øðrvísi

í ár. Men alt hetta fara vit so at eftirmeta eftir , at kap-pingin er av saman við lei-karunum. Tá kann tað vera, at vit finna útav viðurskift-um, ið kundu verið loyst annarleiðis, sigur hann.

Tolnir klaksvíkingarTummas merkti ikki nakað stórt trýst á sær og leiðslu-ni, tá niðurflytingarvandin av álvara spøkti í summar.

- Fótbóltur fyllir so nógv í Klaksvík. Tað eru onga-staðni so nógvir áskoðarar og hesir eru eisini við, tá tað gongur illa hjá felag-num. Eg haldi ikki, at vit hava følt trýst, men heldur stóran áhuga, har vónirnar vóru, at tað skuldi ganga betri enn tað gjørdi í ár. Tað gingu 158 dagar til KÍ vann ein dyst, so klaksvíkingar vóru tolnir, sigur Tummas

Lervig, sum tó helt árið í 2009 vera tyngri at koma ígjøgnum sum formaður.

- 2009 var tað tyngsta árið, tí tá vóru so nógv ting, sum skuldu fáast uppá pláss og vit brúktu nógva orku at fáa tað at ganga. Het-ta árið hevur eisini verið tungt, men innast inni havi eg allatíðina trúð uppá, at vit fóru at vera í deildini. Eg haldi, at vit eru glaðir fyri, at kappingin nú er av, og vit kunnu hyggja fram móti næsta ár, sigur Tum-mas. Hann staðfestir, at Eyðun Klakstein verður venjari í 2014 eins og sát-tmálin sigur, meðan tað ikki er avgjørt, hvør verður hjálparvenjari. Núverandi hjálparvenjarin Pauli Poul-sen hevur ikki sáttmála fyri 2014, so ógreitt er, um hann heldur fram.

Ætla at styrkja liðiðÍ hesum døgum er fyrirei-kingarnar í hæddini fyri 2014 hjá liðunum. Tey flestu liðini skulu til at gera nakrar broytingar og sam-stundis er kappingin um bestu leikararnar hørð.

- Eftir seinasta dystin fara vit at seta okkum niður og seta hópin enda-liga saman. Tað liggur í kortunum, at allir leikarar í núverandi hópi fáa tilboð um at halda fram. Vit ætla at styrkja okkum og sam-stundis gera skjótt av. Tað eru fleiri leikarar, sum vit hava í kikaranum. Mest up-plagt er at siga, at tað er í verjupartinum, at tað fyrst og fremst verður hugt eftir. Men hini liðini royna eisini at styrkja seg, so tað er ei-sini spurningur um, hvat er

møguligt at fáa. Vit arbeiða seriøst við at fáa leikarar úr føroysku kappingini hen-dan vegin. Um ein mánað skal hópurin helst vera en-daligur. Men tað veldst um so nógv ting. Okkara mál-setningur verður heilt vist, at sleppa út í Europa, sigur Tummas Lervig at enda við Norðlýsið.

Til seinast sigur hann, at KÍ ársveitslan eftir æt-lan verður á Hotel Norð á Viðareiði tann 2. november.

- Tað vísti seg, at tað ikki var møguligt at fáa nakað hølið her í økinum hetta vikuskiftið. Tí verður veit-slan 2. november norðuri á Hotel Norð á Viðareiði, um alt gongur eftir ætlan, sigur hann.

Jákup Ósá

KÍ ARBEIÐIR VIÐ AT ST YRK JA UM HÓPIN

KÍ formaðurin sigur, at arbeitt verður við at styrkja um hópin til 2014. Árið í ár miseydnaðist, men komandi ár verður nøsin sett eftir plássi úti í Europa.

Page 18: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 201318

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

Page 19: Nordlysid nr 37 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 37 FRÍGGJADAGIN 25. OKTOBER 2013 19

Svein Rógvi Niel-sen Ljósstein sigur, at hann hevur heitt á Geir Wardum um at geva serliga vong leikaru-num íblástur til nakrar av koman-di dystunum hjá

Team Klaksvik.

Team Klaksvík hevur spælt 4 dystir í ár. Enn hevur liðið einki stig fingið, hóast tað hevur verið nær við onkran dyst. Ein av trupulleunum hevur verið, at liðið hevur skorað ov fá mál frá vongu-num. Tað hevur venjarin Svein Rógvi Nielsen valt at

gera nakað við.- Eg havi heitt á Geir War-

dum um at hjálpa okkara hópi í nakrar dystir. Hann kemur at vera við til nakrar venjingar og nakrar dystir. Serliga er ætlanin, at hann við sínum venjara royndum og royndum sum leikari á vonginum skal kunna geva okkara leikarum íblástur. Tað er altíð sunt at fáa lei-karar uttanífrá, sum kanska síggja tingini eitt sindur an-narleiðis, sigur Svein Rógvi við Norðlýsið.

Igor nærkast stórformiSvein Rógvi er annars væl nøgdur við innsatsin hjá leikarunum higartil í kap-pingini í ár.

- Um hugt verður eftir vil-ja, uppmøting og innsatsi, so kann eg ikki krevja mei-ra av leikarunum. Vit hava sæð eitt Team Klaksvík lið, ið hevur ment seg. Men seinast móti H71 høvdu vit

ein niðurtúr sum vardi ov leingi tíðliga í seinna hálv-leiki, tá dysturin bleiv tap-tur. Øll lið fáa niðurtúrar í einum dysti, men hesir sku-lu helst ikki vera longri enn 2-3 minuttir. Hjá okkum vardi hann í 10-15 minuttir, sigur venjarin.

Sunnudagin tekur VÍF ímóti í Vestmanna og hóast Team Klaksvík vanliga he-vur tað trupult á útivølli, so hevur venjarin gott mót.

- Vit sóu ein Igor Petri-keev seinast, sum var fan-tastiskur í 30 minuttir. Nú skulu vit hava hann til at vera fantastiskan í 60 mi-nuttir. Og so vænti eg, at vit koma at síggja eina verju, ið kemur at standa og arbeiða betri saman. Vit vænta ein javnan dyst, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein. Hann sigur, at allir mans eru tøkir til dystin.

Jákup Ósá

GEIR WARDUM SK AL HJÁLPA TE AM KL AKSVÍK

Geir WardumMynd: neistin.fo

Page 20: Nordlysid nr 37 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

iPad við retinaskermi

Líka so vakur. Dupult so skjótur.Slóðbrótandi retinaskerm við krystallklárum fyrimunum.Sterkan A6X-prosessara við spitaranum á framtíðini.Yvir 275.000 appir við markleysum møguleikum.

Ultraskjótt tráðleyst við smidligum sambandi til alt.

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00