32
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 Við ynski um eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað nýggjár, takk vit fyri farna árið

Nordlysid nr 40 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 40 Fríggjadagin 19. des. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 40 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

9772245065007

NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Við ynski um eini Gleðilig Jólog eitt av Harranum signað nýggjár,

takk vit fyri farna árið

Page 2: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 20142

Page 3: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 20144

Page 5: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 5

SKIPARI

· Skipsførari við sjóvinnubrævi STCW-reg. II/2 as Master

· STCW (Standards of Training, Certification and

Watchkeeping) áteknað GMDSS (Global Maritime

Distress & Safety System) og GOC prógv (General

Operator’s Certificate)

· Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)

· Skeið í Bridge Resource Management (BRM)

· Skeið í Fast Rescue Craft (FRC)

· Brandskeið & Brandleiðaraskeið

STÝRIMAÐUR

· Stýrimaður á 1. stigi við sjóvinnubrævi STCW-reg.

II/2 as Chief Mate

· STCW (Standards of Training, Certification and

Watchkeeping) áteknað GMDSS (Global Maritime

Distress & Safety System) og GOC prógv (General

Operator’s Certificate)

· Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)

· Skeið í Bridge Resource Management (BRM)

· Skeið í Fast Rescue Craft (FRC)

· Brandskeið & Brandleiðaraskeið

MASKINMEISTARI

· Skipsmaskinistur á 1. stigi við sjóvinnubrævi

STCW-reg. III/3 as Chief Engineer

· Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)

· Skeið í Fast Rescue Craft (FRC)

· Brandskeið & Brandleiðaraskeið

MASKINMAÐUR

· Skipsmaskinistur á 2. stigi við sjóvinnubrævi

STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer

· Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)

· Skeið í Fast Rescue Craft (FRC)

· Brandskeið & Brandleiðaraskeið

FULLTIKIN DEKKARI

· Viðkomandi útbúgving og nøktandi dekstænastu á

havskipum

· Skikkaður kagmaður

· Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)

· Skeið í Fast Rescue Craft (FRC)

Vangamynd

Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt

sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað er ein

fyrimunur, at tú hevur kunnleika til øll galdandi krøv

í sambandi við rakstur av brunnbáti og royndir frá

rakstri av brunnbáti.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú

hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða

sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfullur og

hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini

leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og

uttanhýsis.

Vit bjóða

Talan er um áhugaverd størv í eini fyritøku, sum er

í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknað-

um, har áhaldandi menning og innovatión eru

lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar

og kapitalin. Talan er um størv við stórum avbjóðing-

um og stórum denti á menning, uppfylging og

effektivisering.

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í vaktarskipan. Løn og setanartreytir

eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin

til at seta teg í samband við Andrias Petersen,

deildarleiðara, á tel 23 51 20, ella við t-brævi til

[email protected].

Umsókn

Umsóknir til størvini og avrit av skjølum, prógvum,

o.s.fr. skal sendast við t-brævi til [email protected].

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. desember 2014.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Kundi tú hugsað tær at verið partur av manningini á brunnbáti, sum er nýbrot fyri føroyska

alivinnu og skal verða við til at tryggja, at Bakkafrost og føroysk alivinna framhaldandi

eru í oddinum í alheims alihøpi? Tú gerst partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur

úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

Vit sóknast eftir tveimum manningum við hesum førleikum:

Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk

HANS Á BAKKA

Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost hevur fingið navnið “Hans á Bakka”. Hans Jacobsen (vanliga nevndur Hans á Bakka) var ímyndin av Bakka frost í meiri enn 40 ár. Sum nevndarlimur og stjóri á Bakkafrost legði Hans grundarsteinarnar undir Bakkafrost og var við til at seta kósina fyri Bakkafrost frá familjufyritøku til eina føroyska fyritøku í heimsflokki, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

Brunnbáturin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini og fer at teljast millum heimsins mest framkomnu brunnbátar. Við nýggja bátinum tryggja vit framtíðar tøkuna hjá felagnum. Vit betra góðskuna, hækka tilbúgvingarstøðið og seta djóra-vælferð og lívfrøðiliga trygd í hásæti.

Báturin er 75,8 m langur og 16 m breiður – til støddar 3.560 BT við eini framtøkumegi upp á 2.998kW. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m³ og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi.

“Hans á Bakka” kemur væntandi til Føroya í juni 2015.

MANNING TIL BRUNNBÁTINHANS Á BAKKA

BAKKAFROST SØKIR

Page 6: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 20146

Page 7: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 7

Hús ella íbúðí Klaksvík ynskist

Vit ynskja at leiga eini hús ella eina íbúð í Klaksvík

í 6 – 9 mánaðar frá 01.01.2015.Bústaðurin skal verða møbleraður

og hava 2 – 4 sovikømur.

Ring á tlf. +47 90585243ella skriva til t-post: [email protected]

Hús í Klaksvík til søluOgnin Garðavegur 53 til sølu .

Matr. nr. 1216Grundøki: 162 m2

Húsini: ca. 46 m2 í trimum hæddum

Hetta eru betonghús klødd við timbur takt av nýggjum fyri kortum.

Húsini eru frá ca. 1935 og væl viðlíkahildin.

Prísuppskot ca. kr. 975.000,00.

tlf. nr. 457791/222252

Aðalfundurverður á Hotel Føroyum,

mánadagin tann 29. desember 2014 kl. 11.00við hesi dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna

ári3. Framløga og støðutakan til roknskapin

4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni

6. Ásetan av limagjaldi 7. Ymiskt

Gestarøðari verður Magni Laksáfoss,búskaparfrøðingur

Um onkur ynskir at senda brævatkvøðu tilnevndarvalið, so kann hetta gerast við at vendasær til skrivstovuna á tlf. 316973 ella [email protected].

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

HE T TA ERU V ENJA R A RNIRÍ EFFODEILDINI 2015

Hvørjir hava flest royndir, hvørjir hava flest stig, hvørjir hava vunnið mest?

Jákup Ósá

B36 og ÍF vóru seinastu feløgini at seta venjarar hjá feløgunum í Effodeildini í 2015. Niðanfyri fara vit at gjøgnumganga teir 10 venjararnar og hyggja ef-tir, hvørji úrslit og hvat fyri royndir teir hava. Tá vit tel-ja vunnin steyp, so hyggja vit bara eftir FM og løg-manssteypinum. Øll hag-tøl hjá venjarunum umfata einans Effodeildina sum høvuðsvenjarar.

B36: Eyðun Klakstein42 ára gamli Eyðun Klak-stein skal fyri fyrstu ferð royna seg sum venjari hjá einum øðrum felagi enn KÍ. Hann hevur tó royndir frá U19 landsliðnum, har hann hevur verið høvuðsvenjari seinastu árini. Í bestu deil-dini hevur Eyðun verið ven-jari í 80 dystum. Hetta er tó fyrstu ferð, at Eyðun roynir seg í einum liði, sum væn-tast at stríðast í toppinum áðrenn kappingarbyrjan.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 80

Felag: KÍStig pr. dyst: 1,11Vunnin steyp: Einki

HB: Heðin Askham54 ára gamli Heðin Ask-ham hevur royndir úr nógvum feløgum eins og hann hevur verið annar av U21 landsliðsvenjarunum

seinastu árini. Heðin hevur góð úrslit at vísa á, men hevur kan-ska eisini havt tey ’’røttu’’ liðini. Í stigum pr. dyst er Heðin klárt á odda av ven-jarunum í Effodeildini.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 161

Feløg: HB, NSÍ, EB/Streymur og B36

Stig pr. dyst: 2,06Vunnin steyp: FM við EB/

Streymi í 2012, Løgmans-steypið við EB/Streymi í 2011 og Løgmanssteypið við EB/Streymi í 2010.

Víkingur: Sigfríður S. Clementsen41 ára gamli Sigfríður S. Clementsen er kanska best kendur fyri síni úrslit í Europa, har hann framum aðrar hevur góð úrslit at vísa á. Sigfríður er millum teir royndastu venjararnar í deildini hóast sín unga aldur og er tann venjarin, sum hevur vunnið flest kap-pingar.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 219

Feløg: Víkingur, HB, B36, EB/Streymur, AB og ÍF.

Stig pr. dyst: 1,59Vunnin steyp: Løg-

manssteypið við Víkingi í 2014, Løgmanssteypið við Víkingi í 2013, FM við EB/Streymi í 2008, Løgmans-steypið við EB/Streymi í 2008, Løgmanssteypið við B36 í 2006 og FM við B36 í 2005

NSÍ: Trygvi Mortensen47 ára gamli Trygvi Mor-tensen hevur roynt seg í B68 og EB/Streymi fyri 10 og 12 árum síðani, men hevur annars síðani fyri tað mesta fyri venjari hjá NSÍ. Trygvi hevur eins og onkur annar ongantíð ella sjáldan vant eitt lið, sum undan kappingini er mett at fara at enda í toppstríðnum.

Dystir sum ven-jari í Effodeildini: 153

Feløg: NSÍ, KÍ, B68 og EB/Streymur

Stig pr. dyst: 1,34Vunnin steyp: Einki

EB/Streymur: Eliesar J. Olsen25 ára gamli Eliesar er yngsti venjarin í deildini. Eliesar hevur ikki nógvar royndir í Effodeildini, men hevur virkað sum venjari hjá besta liðnum á Skála í fleiri ár. Hetta er so fyrstu ferð, at hann roynir seg í øðrum felagi. Eins og við Skála í ár, so er EB/Streymur neyvan eitt lið, sum nakar væntar fer at kappast í ovaru hálvu ko-mandi ár, sum støðan er i løtuni.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 13

Felag: SkálaStig pr. dyst: 0,38Vunnin steyp: Einki

KÍ: Mikkjal K. Thomassen38 ára gamli Mikkjal K. Thomassen roynir seg á fyrsta sinni sum venjari í Effodeildini hjá øðrum felagi enn B36. Mikkjal hevur verið venjari í fýra kappingarár hjá B36 í bestu deildini, men skal nú venja eitt lið, sum seinastu ále-ið 15 árini ikki hevur eins sterka søgu við úrslitum.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 108

Felag: B36Stig pr. dyst: 1,66Vunnin steyp: FM við

B36 í 2011

ÍF: Aleksandar Jovevic36 ára gamli Aleksandar Jovevic er einasti venjarin í Effodeildini, sum ongar royndir hevur í bestu deildi-ni. Jovevic vandi í ár 2.deild og U18 liðini hjá ÍF, og tað arbeiðið hava fuglfirðingar verið so væl nøgdir við,

at teir hava sett hann sum høvuðsvenjara í felagnum fyri kappingarárið 2015.

AB: Oddbjørn Joensen51 ára gamli Oddbjørn Jo-ensen fekk sítt navn á ven-jarapallinum í toppfótbólti veruliga ígjøgnum í 2013, tá hann og HB vunnu FM. Seinni í 2014 bleiv hann høvuðsvenjari hjá AB og har er uppgávan nakað øðrvísi enn í HB.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 111

Feløg: AB, HB, KÍ og LÍF

Stig pr. dyst: 1,28Vunnin steyp: FM við

HB í 2013

TB: Páll H. Guðlaugsson56 ára gamli Páll H. Guðlaugsson er elsti venja-rin í Effodeildini. Seinastu árini er hann komin aftur til føroyskan fótbólt, har hann hevur vant søgurík fe-løg sum KÍ og TB, har bæði tó hava tað trupult nú í mun til fyrr. Páll hevði sína stóru tíð í GÍ mitt í 1990’unum.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 118

Feløg: TB, KÍ, GÍ, B36, EB/Streymur og ÍF

Stig pr. dyst: 1,42Vunnin steyp: Løgmans-

steypið við GÍ í 1997, FM við GÍ í 1996 og Løgmans-steypið við GÍ í 1996

FC Suðuroy: Jón Pauli Olsen46 ára gamli Jón Pauli er aftur venjari í Vági. Hann hevur fleiri ferðir vant besta liðið hjá FC Suðuroy/VB/Sumba, men bara eitt kap-pingarár í bestu deildini.

Dystir sum venjari í Effo-deildini: 27

Feløg: FC Suðuroy og VB/Sumba

Stig pr. dyst: 0,81Vunnin steyp: Einki

Page 8: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 20148

Fimti ár eru liðin, síðani blandaða Betes-dakórið var á fyrsta sinni uttanlands.

Í hesum sambandi varð bjóðað til minnisløtu í Be-tesda mikukvøldið 19. no-vember. Byrjað var við nát-turða kl.18.00 í forhøllini í Betesda fyri teimum, sum vóru við á ferðini. Allir makarnir vórðu bodnir við, eisini teir, sum ikki vóru aktuellir fyri 50 árum síða-ni. Kl.20.00 var almenn minnisløta í salinum, har fleiri hundrað vóru komin at líða á.

Tað skal viðmerkjast, at manskórið í Betesda vitjaði í Danmark í 1946.

Regin í Kuni, sum innle-iddi løtuna við vælkomu og bøn, segði nakað soleiðis, “at tey sum manna “gam-la” kórið í kvøld eru tey, sum vóru við á ferðini. Av teimum 33, sum vóru við í Danmark, eru tað 23, sum eru við í kvøld. Átta av te-imum 33 eru ikki millum okkara meira.” Regin tók eisini skemtiliga til “at fyri 50 árum síðani vóru tey flestu millum 20 og 30 ár, men í kvøld sita 23 fólka-pensjonistar á pallinum!” Masa og Jógvan Tróndheim vóru við í ferðalagnum, og Jógvan sæt sum aldursfor-seti á pallinum hetta kvøl-di, og kundi gleða seg yvir góð minnir fyri fimti árum síðani.

Ein av fyrstu sangunum, sum varð sungin hetta kv-øldið, var sangurin: “Send tínar streymar av náði!”

Regin í Kuni segði, at hesin sangurin varð nógv sungin á Danmarkarferðini, og Re-gin legði afturat, “tað má sigast, at streymar av náði hava verið, tí kórið syngur enn, 50 ár seinni!”

At fara til Danmarkar tá í tíðini var nakað serligt, tí bert nøkur fá høvdu verið í Danmark áður, og flestu høvdu aldri verið uttan-lands. Poul Færø, sum en-daði løtuna við eini heilsan, segði, at hetta var fyrstu ferð hann vitjaði í Dan-mark.

Jógvan við Keldu, sum hevði gjørt stóran ómak, greiddi sera áhugavert frá ferðini, bæði umborð á Tjaldrinum og meðan kórið ferðaðist í Keypmannahavn og aðrastaðni í Danmark.

UMBORÐÁ TJALDRINUM Tað varð farið við Pride um morgunin til Havnar, og um kvøldi tann 8. mei í 1964 fóru 33 ungir syngjan-di Klaksvíkingar umborð á Tjaldrið við tí endamáli at boða gleðiboðskapin í sangi, vitnisburði og talu í Keypmannahavn og aðrastaðni í Danmark. Tá í tíðini var tað vanligt, at Havnafólk fóru oman á ka-juna, tá Tjaldrið fór avstað. Tey mongu, sum høvdu lei-ta sær oman á Tjaldrið het-ta kvøldið, komu at uppliva kórsang, tí kórið stillaði upp til sang, tá Tjaldrið fór frá bryggju.

Á ferðini til Danmarkar búðu kvinnurnar á øðrum klassa og menninir á triðja klassa. Tað varð nógv sun-

gið umborð, og bæði kvøl-dini, sum tað tók at sigla til Asiatisk-plads í Keypman-nahavn, høvdu tey sangmøti umborð; hetta gjørdi, at tey vóru í frískari venjing, tá tey komu til Danmarkar. Skiparin bjóðaði teimum eisini at syngja á fyrsta klassa. Jóhan Ziskason var skipari og Álvur Zachari-assen var stýrimaður, báðir úr Klaksvík.

DANMAR-KARSANGURINJógvan Gerðalíð og Jógvan við Keldu vóru virksamir á øðrum øki eisini. Meðan siglt varð til Danmarkar skrivaði Jógvan Gerðalíð ein sang á donskum, sum Jógvan við Keldu gjør-di lagið til. Teir ætlaðu at sangurin skuldi gerast eitt eyðkennislag undir vitjani-ni í Danmark, men av eini ella aðrari orsøk varð tað ikki so, og sangurin varð lítið sungin; men tá kórið vitjaði aftur í 1966, fekk Danmarkarsangurin sítt rætta pláss. Sangurin er ein vøkur lýsing av Danmark og Føroyum. Hann byrjar: “Gud vi forventer Du os velsigner.” Sangurin varð vístur á stórskýggja hetta kvøldið í Betesda og sungin sum felagssangur.

GÓÐ MÓTTØKATjaldrið sigldi tætt fram við Lange Linie, og tey løgdu til merkis, at nógvir bilar og nógv fólk stóð á landi og eygleiddi skipið. Tá helt onkur skemtiliga fyri, um øll hesi eru komin at taka ímóti sangkórinum. Tá

Tjaldrið legði til bryggju, tá stóðu nógvir føroyingar har og tóku ímóti ferðalagnum. Ein av teimum, sum tók ímóti, var Brynleif Hansen, sáli, sum tá búði í sam-komuíbúðini í Tórsgøtu 40 í Keypmannahavn saman við konu síni Elsu, har tey fingu mangan góðan bitan frá Elsu, meðan tey vóru í høvuðsstaðnum.

Poul Færø segði hetta kvøldið, at hann minnist hvussu tað kendist at koma beinleiðis úr heitu andaligu vekingini í Klaksvík, sum tá hevði verið nøkur ár, og niður til andaliga kuldan í Keypmannahavn, men Poul legði afturat: ”Var tað kalt uttanfyri, so var tað heitari innanfyri, har vit nutu ríkt samfelag við Guds børn!”

Teir 33 luttakararnir í kórinum gistu hjá fólki í samkomuni. Tíðliga hvønn morgun møttu tey upp í salinum í Tórsgøtu 40, har ein andakt varð hildin og kunning um skránna. Tá arbeiðsdagurin var liðugur, so varð farið aftur í salin, har tey hugnaðu sær og

hvíldu eftir ein stravnan dag.

TÆTTPAKKAÐ SKRÁTað vóru svágrarnir Jógvan Gerðalíð og Robert á Lak-juni, sum høvdu tikið stig til ferðina, meðan Brynleif Hansen var høvuðsfyri-skipari fyri skránni í Dan-mark. Hann lá ikki á latu síðuni, tí nógv møtir vóru á skránni og sanguppgávur-nar vóru fleiri bæði uttan- og innandura; og hóast hitin var nógvur, var tað ynskiligt, at tey, sum høvdu føroysk klæði, vóru í tei-mum, tá sungið var. Tað má hava verið nógv á skránni, tí Jógvan Gerðalíð, sum tá var maður í bestu árum, segði við Brynleif: “Eg hal-di, at tú koyrir okkum í so hart!” Tá skuldi Brynleif svara: “Sig mær, hvat eru tit komin til Danmarkar til!?”

Tey náddu nógv hesar fýra vikurnar, ið Betes-dakórið vitjaði í Dan-mark: Møtir í samkomu-ni í Tórsgøtu, úitimøtir á Ráðhúsplássinum, fleiri útimøtir á Strøgnum, niðri

í Nýhavnini, á Runddelen og á Navigatiónsskúlanum har Brynleif lærdi til fjar-ritara. Eina av vikunum hevði kórið ikki færri enn trý møtir um dagin. Tað vóru eisini nógvar trakta-tir, ið vórðu býttar út hesar fýra vikurnar, kórið vitjaði í Danmark. Eyðun Eltør, sum var høvuðstalari hetta kvøldi í Betesda, segði um Brynleif, “at hann brúkti hvørt høvið, nú sangkórið var komið, at prædika evan-geliið allastaðni har møgu-leiki var, og hann býtti út nógvar traktatir.”

ZOOEisini vitjaðu tey í Zoolo-giska hava, har eitt orkestur stóð og spældi í bakandi sól. Brynleif spyr dirigen-tin, um teir ikki høvdu brúk fyri einum steðgi, og um so var, so hevði hann eitt sang-kór, sum kundi standa inn fyri teir. Dirigenturin var fegin um tilboðið, og sang-kórið fekk høvið at syngja fleiri sangir í Zoologiska hava henda bakandi heita summardagin.

BETESDAKÓRIÐ MINNIST F YRSTU UT TANL ANDSFERÐINA- bert nøkur fá høvdu verið í Danmark áður Kórveteranarnir frá 1964 syngja í Betesda minniskvøldið. Jógvan við Keldu stjórnar

Klaksvíkingar komnir at siga farvæl

Syngja umborð á Tjaldrinum

Page 9: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 9

JYLLANDEisini vitjaði kórið í Jyllan-di, har tey vitjaðu í Århus og á samfelagsmøtunum í Haderslev. Leiðin gekk eisini yvir til Helsingborg í Svøríki, har tey sungu í Maria-kyrkan og á trappu-ni, sum leiðir upp til stóra Fæstningen “Kårnan.”

Seinasta møti á ferðini var í salinum í Tórsgøtu 40 á Nørrebrúgv í Keypman-nahavn. Jógvan við Keldu segði, at salurin var fullset-tur hetta seinasta kvøldið. Kvøldið eftir, sum var eitt fríggjakvøld, lá leiðin aftur til Føroyar við Tjaldrinum, har tey hildu fram at syngja umborð. Sangkórið kom á Klaksvíkina seint sunnu-kvøldið, sama kvøld sum Norðoystevnan endaði, ef-tir eina minniríka sangferð í Danmark.

ÁBYRGDARBÝTIÐÁbyrgdarøkini undir ferði-ni vóru soleiðis býtt út: Jógvan Gerðalíð, sum tá hevur verið miðskeiðis í fýratiárunum, var ferða-leiðari. Líggjas á Váli var kórleiðari, og Jógvan við Keldu hevði undirspæli, ávíkavist við guitara og klaver, og Óli Biskopstøð sæt við orgli. Jógvan við

Keldu og Jógvan Gerðalíð hjálptu Líggjasi at stjór-na kórinum, sum um hetta mundi var við at avhenda kórleiðsluna til aðrar.

JANUS KRYDDARUndir minnishaldinum í Betesda hevði Janus Jacob-sen fleiri stuttligar søgur at siga frá, sum hann mintist frá ferðini. Ein av søgu-num gekk upp á Líggjas á Váli. Søgan er nakað sole-iðis: “Kórið syngur meðan Líggjas stendur álvarsamur og dirigerar. Sum altið, so vóru nógvar dúvir. Nakrir dreingir, sum stóðu tætt hjá, sóu møguleikan at gera dirigentinum eitt puss. Teir høvdu keypt nakrar pakkar við ertrum, sum var vanligt at kasta fyri dúvirnar. Teir kastaðu ertrarnar um

føturnar á Líggjasi, sum als ikki grunaði ilt, men fle-iri í kórinum høvdu fangað hvat dreingirnir ætlaðu, og spenningurin vaks so hvørt sum flokkurin av dúvum vaks um beinini á Liggjasi, sum framvegis dirigeraði uttan at gruna ilt.

Tá ongar ertrar vóru ef-tir í pakkunum var tjúkt av dúvum um beinini á diri-gentiunum, og dreingirnir blása luft í pakkarnar og bresta teir beint aftanfyri

Líggjas, og allar dúvirnar á veingirnar í senn.” - Janus sigur, at tað var ein komisk sjón hjá sangkórinum at síggja Líggjas mitt í øllum veingjasúsinum!

MYNDIRHetta kvøldi í Betesda vórðu myndir frá ferðini vistar á stórskýggja, og ei-sini vóru brot frá sangup-ptøkum at hoyra. Janus Jacobsen greiddi frá mynd-unum og kryddaði við fle-iri stuttligum søgum frá ferðini. Sangúrvalið var fjølbroytt, og tað varð sun-gið bæði á donskum og før-oyskum. Nógvir føroyingar búðu í Danmark fyri fimti árum síðani, so kórið hevði eisini føroysk møti.

PLÁTUFRAMLEIÐSLASamkoman í Betesda he-vur verið undangangari, tá tað kemur til føroyska plátuútgávu. Tá manskórið í Betesda vitjaði í Danmark í 1946, tá keyptu Jógvan Gerðalíð og Theodor við Keldu upptøku- og fram-leiðsluútgerð til grammo-fonplátur. Tað varð mest Jógvan, sum kom at ar-beiða við plátuupptøkum. Tey fylgjandi árini komu fleiri plátur út við sangum av Betesdakórinum, sum

vórðu at hoyra í nógvum stovum kring landið.

Tá Betesdakórið vitjaði á hesi umtalaðu Danmarkar-ferðini í 1964 varð eisini hugsað um plátuupptøkur. Kórið setti seg í samband við eitt plátu-studie í Keyp-mannahavn. Har vórðu 12 sangir tiknir upp og fýra plátur givnar út. Eitt plátufelag varð stovnað í Klaksvík til endamálið, og tað fekk navnið ZIONS SANGIR. Móttøkan var sera góð millum fólki, og ikki minst í kvøðuljómu-num sunnudagar í Útvar-pi Føroya. Í 1966 varð ein pláta givin út afturat, men eftir tað gavst plátufelagið “Zions sangir” at virka.

FLEIRI UTTANLANDS-FERÐIRHenda fyrsta uttanlands-ferðin hjá blandaða Betes-dakórnum varð ikki tann einasta, tí kórið hevur ferðast nógv síðani tá. Ikki færri enn 9 uttanlandsferðir hava verið gjørdar síðani fyrstu kórferðina fyri fimti árum síðani, bæði í Dan-mark, Noregi, Íslandi og Sveis.

Ein væl eydnað minnis-løta í Betesda í Klaksvík, har nógv góð 50 ára gomul minnir vóru drigin fram, til

íblástur, áminning og stutt-leika fyri fólkið, sum í hun-dratali hevði leitað sær inn í nýggja Betesda mikukv-øldið 19. november. Tað vóru ikki einans tey, sum høvdu leitað inn í Betesda, sum fingu løtuna við, men fólk sótu bæði í Hollandi, Sveis, Canada, Danmark og so langt burturi sum í Turkalandi og fylgdu við á telduskýggjanum. Eyðun Eltør og Poul Færø endaðu minnisløtuna við einum orði.

EIN STIMBRANDI VITJANEyðun, sum var høvuðstala-ri hetta kvøldi, tosaði um týdningin av at kunnge-ra orð Guds, og at júst tað var orsøkin til at sangkórið fór hesa Danmarkarferði-na. Poul Færø, sum en-daði kvøldið, nevndi um Brynleif Hansen, sála, sum var høvuðsfyrireikari av ferðaskránni í Danmark, at meðan tey ferðaðust í Danmark, so kom tað fle-iri ferðir fyri, at samtalan millum Brynleif og hann var um møguleikarnar at hava barnalegur í Føroyum. Brynleif spurdi Poul um hann vitsti nøkur hús ella okkurt stað, sum var væl egnað til barnalegur.

Tankin um barnalegur í Føroyum var gott og væl í stoypiskeiðuni hjá Bryn-leifi um hetta mundi, tá Betesdakórið vitjaði í Dan-mark, og undirritaði skilir, at hann má hava upplivað nakrar kærkomnar vinir í sangkórinum, sum hann hevur lutað sítt kall saman við og fingið íblástur frá. Fýra vikur langa vitjanin hjá Betesdakórinum í Dan-mark í 1964 hevur uttan ivað verið eisini viðvir-kandi til, at maðurin, sum byrjaði summarlegurnar í Zarepta, varð stimbraður og framskundaður í sínum kalli sum evangelist, tí longu árið eftir vitjanina av Betesdakórinum, flyta Elsa og Brynleif heim til Føro-yar, og byrja barnalegurnar við Áir sama ár – næsta ár eru eisini 50 ár síðani bar-nalegurnar byrjaðu!

Tá løtan í salinum var liðug, varð boðið til samveru úti í forhøllini, har góðu minni-ni eisini kundu njótast við nógvum práti og einum góðum drekkamunni. Vit ynskja Betesdakórinum til lukku, og vónandi verða fleiri ferðir gjørdar afturat!

Møtisalurin í Thorsgade 40København

Syngja á Strøgnum – Líggjas stjórnar

Syngja á Ráðhúsplássinum

Brynleif Hansen, sáli,talar undir Danmarkarferðini

Syngja í Nyhavnini

Poul Jóhan [email protected]

Page 10: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201410

BrúdleypVit skulu giftast tann 27. desember.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.

Tey sum vilja gleðast saman við okkum,kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099

ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

Brúdleyp

Leygardagin 3. januar giftastNelly Petrina Poulsen, Toftirog Flóvin Váðklett, Klaksvík.

Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl.13 Veistlan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl.18.30.

Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, vera vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 18. des.

á tlf 265653 ella 257521.

Silvurbrúdleyp

16. desember 2014 havaMona & Jón Rasmussen

silvurbrúdleyp

Veitslan verður fyri innboðnum27. desember 2014

16. desember

19892014

Mona & Jón

Rasmussen

Leygardagin 27. desember giftastAnnika Ragna Petersen, Fuglafjørður

og Gunnar Christiansen, Klaksvík.

Vígslan verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 12.00. Veitlsan verður fyri innbodnum í KFUK&K í Klaksvík kl 19.00

Brúdleyp

Fríggjadagin 9. januar 2015, verðurLudvík Petersen (Bilfríðkan) seksti.

Dagurin verður hildin á Hotel Føroyumsama dag kl 18:00.

Skyldfólk, vinir, óvinir, kenningar og fyrrverandiviðskiftafólk, sum vilja gleðast og hugna sær

saman við honum hendan dagin,verða biðin um at siga frá innan 2. januar

á telefon 217300 - 217308 ella á telduposti [email protected]

F øðingardagur

TøkkStóra tøkk til tykkum øll, sum mintust meg

90 ára føðingardagin 11. november.Somuleiðis tøkk til øll sum rættu eina

hjálpandi hond.Tað gleddi meg ómetaligt at síggja tykkum øll.

Skyldfólki og vinum verður eisini ynskteini gleðilig Jól og eitt av Harranum signað Nýggjár,

við tøkk fyri tað brátt farna.

Heilsan Andrea Poulsen, Saltangará

L E I Ð A R I N Gleðilig jólog eitt vælsigna nýttár.

Tøkk fyri beinasemií skjótt farna árið.

Heilsan BlóðdonoranirÁhugavert at fylgja løgtingsins viðgerð av fíg-gjarlógini fyri 2015, nú jólini stunda til. Ikki sørt, at løgtingslimir stundum gjørdist rørdir, eymir um hjartað, blankir í eygunum og tjúkkir á máli-num, tá ávís “lokal” mál í Havn vóru á skránni. Onkuntíð var líkt til, at teir høvdu gloymt alt um, at vit fingu eitt valdømi fyri sjey árum síðani, og at teir tí hava skyldu til at umboða øll økir í lan-dinum.

Tað kundi eins væl verið spurningin um eitt ella fleiri valdømir, tingið viðgjørdi hesar dagarnar. “Mítt øki” ella “Í okkara øki” var ofta havt á mun-ni. Tá tóktist kenslurnar í serligan mun nema hjartastreingirnar hjá teimum, ið á sinni vildu hava eitt valdømi.

Sjálvt floksformenn stóðu við táravættum eygum og skelvandi rødd og vístu á órættvísi, ið nú varð gjørt millum ymisku økini í landinum. Onkur tosaði um svørt hol á Føroyakortinum, har landspolitikarar als onki høvdu gjørt í mun til aðrastaðni. Nú var neyðugt við einari “land-sætlan”, soleiðis at vit ikki løgdu ella gloymdu ávís økir burturúr, men útbyggja heildina, øll økini í landinum. Tað er ein rættur, ið allir føroy-ingar hava uppiborið.

Onkur meinti, at økir, ið enn hava arbeiðsloysi, meðan onnur hava stóran vøkstur, áttu at fingið eitt sindur av stuðuli á fíggjarlógini, eina ávísa játtan. Tað hevði verið rættvísari, helt hann. An-nar helt at tað mátti aldri blíva soleiðis at heil-sutænasta ella psykiatri - tænasta avhongur av einum persóni. Hann vissaði um, at fleiri læknar og psykiatarar eru tøkir, so vandi er ikki fyri at alt skramblar saman orsakað av einum persóni.

Onkrir limir sýntist lítið leggja í, hvat floksfor-menn teirra boðaðu frá. Teir vóru als ikki í iva um, at neyðugt var framvegis við útbyggingum í høvuðsstaðnum. Nú eigur Havnin tørn, var ti-kið upp í saman. Bæði viðvíkjandi sjúkrahúsi, psykiatriini, havnaútbygging, vardum íbúðum, lestraríbúðum, skansaíbúðum, golfvølli o.ø. Samgongan varð skuldsett fyri skerjingar í Havn. Fyri tað at ein marknagilsdepil verður bygdur í Havn, skal tað ikki vera so, at onki annað skal byggjast. Havnin verður púrasta slept upp á fjall, ljóðaðu ábreiðslurnar. Sjálvur løgmaður var ákærdur fyri at arbeiða ímóti stóru havnaútbyg-gingini í Havn.

Neyvan bøtti viðgerðin um trúvirðið landspoli-tikarana. Tað, sum fólkið kanska skuldi uppfata sum eina politiska sjálvrannsakan, var av egnari tingmanning so dyggiliga avdúkað og nektað. Viðvíkjandi valdømum og útbygging av landi-num er ætlanin júst hin sama, sjálvt um okkurt annað verður sagt. Enn einaferð vóru føroyingar úti um landið vitni til ein politiskum glantrileiki.

Oliver

Politisk sjálvrannsakanella glantrileikur

Norðlýsið kemur út afturfríggjadagin 9. januar

Gleðilig Jól

Page 11: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 11

Page 12: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201412

Page 13: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 13

føroya størsta tónleikatiltak

atgongumerki kunnu keypastí telebúðum og á sf.fo

Har HeimsHittini Hittast!06-08/08/15

ATGONGUMERKI

NO CAMERAS/RECORDERS/BOTTLES/CANS

Hetta atgongumerkið verður ikki afturgoldið, um festivalurin verður heilt ella lutvíst avlýstur vegna óregluliga flúgving, serliga ring veðurlíkindi ella grundað onnur viðurskifti, sum fyrireikararnir ikki hava ræði á.

Tað er ikki loyvt at burturluta atgongumerki

á Facebook uttan við loyvi frá SF

www.sf.fo06-08/08/15

06-08/08/15

ársinsjólagáva

00900

VAKSIN

Page 14: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201414

Page 15: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 15NORÐLÝSIÐ NR. 44 MIKUDAGIN 18. DESEMBER 2013 25

Page 16: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201416

Leys størv hjáKLAKSVÍKAR KOMMUNU

DAGRØKTARI / DAGRØKTARARDagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir dag­røktara/dagrøktarum at byrja 15. januar 2015 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tíðaravmarkaða setan í 1 ár.

VARALEIÐARI TIL BARNAHÚSIÐ MARGIT/FJALLAFÍPUNASøkt verður eftir varaleiðara til Barnahúsið Margit og Fjalla­fípuna at byrja 1. februar 2015. Starvið er 30 tímar um vikuna, og starvstaðurin er í Fjallfípuni.

NÁMSFRØÐINGAR TIL BLÁKOLLUNASøkt verður eftir fýra námsfrøðingum til Blákolluna at byrja 1. febr uar 2015 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 30 og 35 tímar um vikuna.

BUSSFØRARI TIL SERFLUTNINGSSKIPANINAStarvið verður at seta frá 1. februar 2015 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, har tann setti, umframt at virka sum førari av serflutningsbussinum, eisini røkir lættari húsavarðar­uppgávur fyri kommununa.

LES MEIRA Á WWW.KLAKSVIK.FO

Page 17: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 17

Góð ráð viðvíkjandi livandi jólaljósum:• Far ongantíð úr einum høli, har livandi ljós brenna – sovna heldur ikki frá teimum.• Lat ikki børn ella djór vera einsamøll í hølum, har livandi ljós brenna.• Lat ikki ljós standa tætt við tilfar, ið brennir lætt, t.d. gardinur.• Nýt altíð roykvarnarar!

Jólini eru tíðin, har vit hugna okkum saman við okkara kæru við góðum mati, jólatónleiki og livandi ljósum. Minnist tí altíð til at sløkkja tey livandi ljósini, so eru jólini tryggari.

VIT YNSKJA ØLLUM EINI

gleðilig jól OG EITT GOTT OG TRYGT NÝGGJÁR

Page 18: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201418

Page 19: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201420

SP/F GRANNSKOÐANSKRÁSE T T GRANNSKOÐANARVIRKI

T E L 478000 · T E L 778000 · FA K S 478001 · G R A N N S K O D A N @ G R A N N S K O D A N . F O

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár ynskist øllum viðskiftafólki okkara

K L A K S V Í K S V E G U R 28P O S T S M O G A 139F O - 710 K L A K S V Í K

R A B A R B U H Ú S I ÐT V Ø R G ØTA 13

F O - 100 TÓ R S H AV N

Page 21: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 21

Vit takka fyri gott samstarv í farna ári, við ynski um eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár

Gleðilig jól og gott nýggjár

www.eik.fo tel. 348000

Kósaskákið 3 FO-700 Klaksvík Phone: +298 472030 Fax: +298 472031 E-mail: [email protected] www.kss.fo

SÍÐANI 1928

Page 22: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201422

Sigur Andrias Sundskarð um tá sundamenn fóru niðan un-dir Lokkan til týska flúgvaran, ið hevði rent inn í fjallið har undir krígnum.

90 ára gamli Andrias Sundskarð, (Dia), sum hann verður róptur, var føddur í Hvannasundi, men traðkaði stóran part av bar-naárum sínum barnaskóg-var sínar úti í Svínoy og hevur at kalla alt sítt vaks-namannalív búleikast á Vágsheygnum í Klaksvík.

Dia giftist Dávinu Frede-riksen av Hædd í Klaksvík í 1947. Tey fingu fýra børn.

Jákup Pauli, sáli (48), Jóg-van (50), Fríðgerð (52) og Pól (57).

Dia er ídag einkjumaður. Dávina doyði 22. Januar 2011. Hóast tað er dyggur smeitur at missa, so er Dia ikki fallin í fátt, men vitjar dúgliga út í kirkjugarðin úti í Grøv, har hann heldur eina stilla bøn við grøvina

hjá Dávinu. Síðani vitjar hann grøvina hjá elsta soni sínum, sum doyði av krab-bameini, og sum liggur gri-vin í sama kirkjugarði sum mamman.

Vit báðir Dia hava nú í nakrar dagar sitið saman og práta, við hvørt uppi í hugnaligu stovu hansara og við hvørt í kjallaranum, har

hann dagliga situr og rippar húkar uppí. Heimið hjá Dia hevur altíð verið snøgt og avpussað, tað hevur verið hugnaligt uppi í stovuni, men í sera hugnaliga kjal-laranum hava vit báðir sitið fyri tað mesta.

Vit báðir hava bert prátað soleiðis hissini, hetta sum er skrivað, er ikki nøkur

fulfíggjað ævisøga hjá An-driasi Sundskarð, men hel-dur skal hetta takast sum leyst og fast prát ímillum kenningar, sum hava búlei-kast á Vágsheygnum .

---

Vit vóru 11 systkin. Pápi Mín, Pól Jóhannesen var

ættaður úr húsunum har He-ima á Toftum (Norðtoftum) og vaks upp í Birtustovu í Sundi. Hann og mamma giftust í 1918. Mamma var Johanne Claudina Poulsen úr Svínoy.

Eg eri í veruleikanum up-pvaksin í Svínoy, tí omma, sum var úr Svínoy, vildi hava meg út hagar. Vit vóru sjey tøtt systkin tá. Het-ta hevur kanska verið fyri at hjálpt um hjá mammu. Nú var eg uppkallaður ef-tir abba í Svínoy, tí bleiv tað meg, hon vildi hava til Svínoyar.

Nógv børn vóru í Svínoy tá, so tað var ein góð tí. Minnist eitt nú, at Jógvan í Heimistovu og eg plagdu ”at halda fyri”, sum tað kal-laðist, hjá Poul Johannesi bátasmiði, tá hann smíðaði bátar. Ein annar av vin-monnunum har var Líggjas á Váli.

Men eg bleiv ikki búg-vandi úti í Svínoy, tí abbi doyr tá eg eri sjey ára ga-malur, og tá flyta omma mín og ein mammubeiggi,

TAÐ F YRSTA VIT FUNNU VAR EIN FINGUR VIÐ RINGI Á 1. partur

Dia og bróðurin Richard í køkinumhjá Richardi í Hvannasundi

Page 23: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 23

Jústinus, inn í Sund at búg-va hjá mammu.

Í HvannasundiGott var at búgva í Hvan-nasundi. Eg fekk um endan á fyribrigdinum, sum Hans Pauli Johannesen hevur greitt frá, um at rógva um Sundið í skúla. Í 31 fór eg í skúlan í Norðdepli, tá var tað Lias í Britustovu, æt-taður úr Uppsølum, sum fergaði børnini yvir um í skúla.

Mær dámdi væl í skúla-num. Anna Djurhuus, kona Janus Djurhuus, undirvísti okkum, og mær dámdi hana væl. Hon hevði okkum fyr-stu tíðina, tá vóru tað van-drilærararnir, ið hildu skúla í Norðdepli. Eg minnist, at hon róði til og frá skúlanum hvønn dag. Niclái Poulsen var eisini lærari, men sei-nasta árið fingu vit fastan lærara, tað var Lena í Buð, hon var ættað úr Sørvági og giftist Nielsi í Buð. Tá var ikki neyðugt at rógva um sundið, tí tá var skúli ko-min í Hvannasundi. Skúlin í Hvannasundi kemur í 32.

15 fólk í húsiAt vera barn í Hvannasun-di, var gott. Gina ( Regina Sóloy), sum var arbeiðis-genta hjá okkum, segði altíð, at eg var eitt sindur kúllaligur. Skemtiliga plag-di hon at siga: ”Komst tú inn, og eg ikki gav tær ein bita at eta beinanvegin, so gavst tú mær eitt gypp í af-turpartin”. Vit ókust, sum vera man, nógv í fjøruni. Okkum dámdi at pilka øður og leggja tær á ringar-

nar, tá vit vóru svangir. Men eg minnist onki til, at vit høvdu øður til døgurða ella nátturða, minnist bara, at vit pilkaðu sjálvir og løg-du á ringarnar. Eisini min-nist eg, at eitt slag av tara smakkaði serliga væl. Men í 30-unum vóru ringar tíðir, og tað galt um at spara. Vit vóru jú upp í 15 fólk í húsi, harafturat kúgv og hønur í kjallaranum og so dunnur eisini, so har skuldi nógv til. Pálegg og slíkt skuldi dríggjast, men eg minnist ikki, at vit fóru svong til songar kortini.

SeiðaróðurVit dyrgdu ofta og ótu nóg-van fisk. Eg plagdi at dyrgja saman við Absalon í Buð. Hann plagdi at biða meg at rógva. Gamlir menn bóðu ofta smádreingir koma við sær á sundið at dyrgja. Absalon var granni hjá ok-kum, so tað bleiv sjálvandi ofta meg, hann bað rógva fyri seg. Vit dyrgdu tá, sum vanligt var, við einari tráu og einari beitu, tað var tað. Onkustaðni dyrgdi hvør maður við tveimum tráum, men tað minnist eg onki til, at vit brúktu. Man skuldi kanska trúð, at tað var tungt at rógva seiðaróður hjá ei-num smádreingi, men tað var tað ikki, tí vit lógu so passaliga út ímóti streymi-num í sundinum, so tað var lagaligt at halda bátin til, har seiðurin var, beint innanfyri harða streymin í sundinum. Tá vit dyrgdu, so fekk eg part, og tað var sjálvandi inntøka hjá húsar-haldinum hjá okkum.

Sum sagt, so ótu vit nóg-van fisk, men eisini grind og spik, bæði feska, tá tað bar til, men fyri tað mesta saltaða. Eg minnist at pápi plagdi at turrsalta spik, og tá tað var íligið, pakkaði hann tað inn í pappír og hongdi tað afturat kaminu-ni uppi á hanabjálkalofti-num, tá bleiv spikið klárari og átiligari.

Til Klaksvíkarat ganga tilÍ 38 er skúlatíðin hjá mær av, og eg verði konfirmeraður í Klaksvík . Tað var nevnili-ga so, at ongin kirkja var í Hvannasundi tá. Hon kom ikki fyrr enn seinni. Ha-rafturat var ongin prestur á Viðareiði, so vit í Norð-depli, Hvannasundi og av Viðareiði, sum skuldu gan-ga til, fóru til Klaksvíkar at ganga til prest í 14 dagar. Teir 14 dagarnar búði eg hjá Jógvan Linklett. Frá konfir-matiónini minnist eg, at eg helt yngsta konfirmantin, Dávinu vera ógvuliga fitta. Men tað bleiv onki ímillum okkum tá, minnist bara, at eg legði merki til hana tá, at hon seinni skuldi blíva kona mín, tað hugsaði eg als ikki um tá.

Eg var sum sagt hjá Jóg-vani allar hesar 14 dagar-nar, sum vit gingu til. Tað var jú onki við at ferðast aftur og fram. Postbáturin sigldi bert tríggjar ferðir um vikuna. Mánamorgun klokkan seks fór Immanuel av Klaksvík og suðurum, fyrst til Árnafjarðar, síðani Svínoy, Hattarvík og Kir-kju og so inn á Sund. Tað

var ein túrur, sum mundi taka einar tríggjar, fýra tí-mar. Hinar dagarnar, mik-udag og fríggjadag, fór Im-manuel av Klaksvík kl. sjey á morgni og sigldi fyrst til Haraldssundar, síðani á Múla og Viðareiði og so inn í Sund. Tann túrurin mundi taka einar tveir tí-mar og ofta gott og væl tað. Immanuel sigldi sjálvandi bert ein túr um dagin, so hjá mær og hinum konfir-mantunum bar ikki til at fara heim hesar 14 dagar-nar, heldur ikki í vikuskift-inum.

Gubbarnir máttu rennaNú, vit tosa um kirkjuna, so var ongin kirkja í Hvan-nasundi, sum eg havi nevnt her frammanundan.

Sunnudagar fóru vit tí við hvørt til Viðareiðis í kirkju, men annars plagdi mamma at lesa lestur hei-ma onkuntíð, ímeðan Júst Justesen plagdi at lesa les-tur í skúlanum í Norðdepli.

Kanska kann eg til stut-tleika nevna, at tá barn úr Hvannasundi skuldi til dópin á Viðareiði, so skul-du gubbarnir bera. Um tað var eitt dreingjabarn, so skuldu teir helst renna, ella í hvussu so er ganga skjótt. Tað var fyri at hesin lítli skuldi blíva góður gongu-maður, tá hann vaks til.

Aftaná at eg eri kon-firmeraður, er skúlatíðin liðug, og smátt um smátt fari eg at rógva út við Hans á Kyrjarheyggi. Hans átti ein son, sum at Niclái, og sum var javngamalur við meg. Vit konfirmeraðust í senn. Vit tríggir róðu út við Tunnafjalli. Hetta var eitt áttamannafar við Solo motori. Haldi meg minnast, at hann hevði 8 hestar. Tað fall mær alt meira og meira í lut at passa motorin.

Steðgaðu uppEin dagin á útiróðri eru vit

einar 7 fjórðingar úr Viðoynni, vit tríggir. Vit høvdu fingið fitt av fiski og fóru at sig-la inn. Nú fáa vit ein sjógv, og motorurin steðgar. Har var onki at gera. Vit vundu og vundu, men fingu ikki ígongd aftur. So sigur Hans, at vit seta bara segl og hal-da ímóti Nakkinum. Vit so gera og setast at rógva sam-stundis. Vit báðir Klái og eg eru tá ávikavist 14 og 15 ára gamlir. Her er ongin te-lefon hjá okkum at boða frá við, ei heldur nakar sendari, so tey heima fingu sjálvandi onki at vita.

Tá vit høvdu róð nakað, tá eri eg so heitur, at eg lat meg úr oljuklæðunum. Nú eg standi har, hugsi eg, at eg skal taka í svinghjólið at vita, um eg fái lív í aft-ur motorin. Fyrstu ferð, eg fekk svinghjólið runt, reyk hann í gongd, tá høvdu vit róð í heilar tríggjar tí-mar. Tað hevur óivað verið tendringin, ið hevur fingið ein skvamp og tí hevur le-itt av. Men motorurin he-vur verið somikið heitur, at tendringin hevur verið tor-nað aftur, tá eg tók í aftur svinghjólið.

Tá vit komu inn ímóti Múlanum, tá kom Drangur at leita eftir okkum, tí tey vóru blivin bangin um ok-kum nú, vit høvdu verið so leingi burtur.

Flúgvari rennurá LokkanMen lívið hevur eisini sínar avbjóðingar, sigur sinniligi Andrias Sundskarð og hel-dur áfram: Um miðdagslei-tið 18. August í 1941, hoyra vit í Sundi motorarnar á einum flúgvara. Síðani eru ógvusligir brestir frá bum-bum at hoyra oman úr fjøl-lunum eina løtu, áðrenn alt gerst stilt.

Boð verða send til sýslu-mannin i Klaksvík, og hann sendir læknan, Stærmose,

norður í Sund við dokta-rabátinum at standa fyri at fara niðan á Lokkan at hyg-gja, hvussu vorðið er. Mar-tin Sivertsen, úr Norðdepli, verður settur sum staðken-dur at leiða ferðalagið tann langa teinin niðan. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at fara av Norðde-pli og niðan á Lokkan. Eg var ein, sum var við.

Eg minnist, sigur An-drias Sundskarð, at tað fyrsta, sum vit komu til, var fingurin av einum fól-ki, sum lá á svørinum. Eg minnist, at Stærmose bað Martin lána sær felliknívin. Stærmose skar so ringin av fingrinum, og vit vóru eitt sindur spentir uppá at fáa at vita, hvat stóð í ringinum. Har stóð bara ”Alt for Nor-ge” og onki annað.

Ongin heilur maðurat finnaHar sá øgiligt út har uppi. Flúgvarin hevði rent inn í fjallið og var farin í smil-dur, Tríggjar bumbur vóru brostnar, og har var onki lík at síggja, sum hevði alt uppi á. Har lógu vembur høvd, armar og bein slongt víða um, ja, tað var ein óhugna-lig sjón, sum møtti okkum uppi undir Lokkanum.

Hetta bleiv alt samlað saman, borið oman og gri-við í eina grøv í Norðde-pli. Aftaná kríggið blivu leivdirnar uppafturgrivnar og fluttar til Týskalands at vera grivnar har.

Sum vera man, so lógu vrakpetti slongd allastaðni. Menn tóku sær ymiskt við oman til minnis. Eg min-nist, at eg fekk eitt, sum mamma hevði standandi á eini hill inni hjá okkum at hava tógv í.

Í næsta blað m.a.

Enski flúgvariná Vilvilsrók

Andrias Sundskar frammanfyribarndómsheimið í Hvannasundi

Tunnafjall -tá ið Dia var við hevði hann onki hús, bert lúkur niður á motorin.

Hanna gevur hønunum

Dia og Pimmi í góðum práti

Page 24: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201424

Tann 27. Januar í 1757 varð størsta musikalska flogvitið nakrantíð, Wolfgang Amadeus Mozart, bo-rin í heim í Salzburg í Eysturríki.

Nei, foreldrini merktu ikki beinanvegin, at lítli sonur teirra var eitt undurbarn. Hetta løgdu tey ikki til mer-kis, fyrr enn drongurin var fýra ára gamal. Tey stúr-du so fyri lívinum á teirra sjeynda barni, at tey dagin eftir, at hann varð føddur, bóru hann til dópin í dím-kirkjuni og góvu honum navnið Johannes Chryso-stemus Wolfgangus (mam-man var frá Wolfgangsee) Theophilus (hetta var nav-nið á gubbanum, og sum á okkara máli merkir “”hann av Gudi elskaði”, á latíni “Amadeus.”) Kallinavnið skuldi vera Wolfgang.

Foreldrini vóru sera eym um henda ússaliga, lítla nýføðing, tí tey høvdu longu mist trý bróstabørn; bert tann nú fýra ára gamla Maria Anna (kallað Nan-nerl) var á lívi. Og hesaferð var mamman eisini sera veik og hevði onga mjólk at geva. Tað var tá á døgum ein vanlukka fyri fátøk foreldur (tey ríku høvdu ráð at fáa sær eina bróstmóður), tí neytamjólk er ikki tann besta fyri nýføðingar. Tey gjørdu tí av at geva hesum lítla Wolfgang vatn við eitt

sindur av bygg ella hav-ra í, ein sera vandamikil kostur, sum ofta gjørdi, at nýføðingar ikki yvirlivdu. Men foreldrini trúðu fult og fast á, at hesin vatn-kostur hevði bjargað lítla smádreinginum lívið.

Mozart gjørdist bert 35 ára gamal. Men so nógv fekk hann frá hondini av tónleiki í sinum stutta lívi, at um onkur skuldi sett seg niður at skrivað av alt tað,

sum hann hevur skapað in-nan tónleik, so vildi tað við einum átta tíma arbeiðsde-gi, tikið viðkomandi 25 ár.

Fyri at geva eina mynd av, hvørji ómetalig og ser-merkt evni hesin drongur hevði frá barnsbeini av, verður sett niðanfyri henda lítla søga um menuettina.

MENUETTINKapellmeistarin Leopold Mozart opnaði stovuhurði-

na og rópti út í gongina: “Wolfgang, hom higar!” Deongurin, sum hevði verið úti og spælt, kom reyðrusu-tur og pøstur og spurdi við síni ljósu, knapt seks ára gomlu dreingjarødd: “Hvat vildi pápin mær?” Kapell-meistarin tók niður í skuf-funa og tók eitt nótablað tætt skrivað við nótum. “Tú skalt fara vð hesum yvir til harra Mühlberg, saltver-ksstjóran. Heilsa honum

vinarliga frá mær og sig, at eg sendi teg við menuetti-ni, sum eg havi skrivað til brúdleypið hjá dóttir hans-ara. Skalt tú minnast til tað, Wolferl?”

“Tað skal eg! Er tað nakað annað, sum pápin vildi sagt við meg?”

“Nei, tín jassur! Slepp tær avstað, tí eg ætli at fáa mær ein middagslúr, og saltverksstjórin bíðar eftir nótunum.”

Drongurin reyk avstað oman móti dómkirkjutorgi-num, har harra Mühlberg, stjóri, búði.

Sum tað var nógvur vin-dur og hvassar hvirlur oman av Mönchbergi hendan dagin. Fólk krupu fram við húsaveggunum, og mangir av monnunum máttu halda í hattinum, so vindurin ikki fór við honum.

Sum aldurnar vóru stórar í ánni Salzach! Drongurin

WOLFGANG AMADEUS MOZARTHann hevði einki annað enn tónleik í huganum

Page 25: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 25

elskaði at ganga fram við ánni, tá áarføri var. Hvus-su ofta hevði hann ikki saman við systrini Nannerl sett pappírsbátar í ánna og eygleitt teir, til teir hvurvu langt niðri í býnum.

Wolfgang hevði langt síðani gloymt ørindini. Hann stóð í øðrum tonkum á brúnni og hugdi niður í gruggutu aldurnar í ánni, sum vuksu til fjøll og síða-ni niðuraftur í dalar.

Í hesi løtu kom ein serliga hørð hvirla oman av Mön-chbergi, tók í nótablaðið, sum dronguri bert leysliga hevði undir vinstra armi, og bar tað í einum stórum boga gjøgnum luftina, so tað líktist eini hvítari dúg-vu.

“Á! Himmel!” rópti tann lítli Mozart. “Menuettin! Menuettin hjá stjóranum!”

Men vindurin lurtaði ikki og blotnaði heldur ikki av hesi dreingjaligu gráturød-dini, men hann bar pappírið enn eitt petti longur gjøg-num luftina, áðrenn tað datt niður á tær dansandi aldurnar, har tað enn eina løtu varð syft aftur og fram sum eitt skip uttan róður, til tað hvarv fyri eygunum á dreinginum.

Púra fyri ongum fór drongurin av brúnni. Al-lar møguligar ætlanir fóru gjøgnum høvdið á honum, til hann at enda fann eina loysn, sum hann helt vera ta bestu.

Hinumegin ánna búði vinmaður hansara, Fride-rich Amleitner; hann mátti hjálpa í neyðini.

Fimm minuttir seinni sat ungi Mozart yvir av vin-manninum og hevði fingið pappír og gásafjøður. So hugsaði hann eina løtu, áður hann setti fyrstu nóta-høvdini á pappírið.

Vinmaðurin stóð bilsin aftan fyri hann og hug-di honum yvir herðarnar. “Hvat tekst tú við, Wol-ferl?” spurdi hann forvitin; men í staðin fyri at svara, so gjørdi hann tekin til hansara um ikki at órógva seg.

Longu nú stóð ein herur av nótum á pappírinum, og Friederich Amleitner sá, hvussu vinmaðurin av og á fór aftur og fram við hon-dini, sum stjórnaði hann einum ósjónligum orkestri. Nakrar strikur afturat, so setti Wolfgang endateknið á nótablaðið og stakk tað í frakkalumman.

“Takk fyri, Friedl!” segði Wolferl. “Og nú má eg drøna yvir til harra Mühl-berger, stjóra.” Eitt korter seinni kom Wolfgang aftur til hús og fór inn í stovuna, sum var einki hent.

“Men tygum, hasa menu-ettina, sum tygum hava skrivað til dóttrina, harra Kapellmeistari, dámar mær sera væl!” segði stjórin við Leopold Mozart, sum var á vitjan dagin eftir. “Tað merktist, at tað var ein veruligur listamaður, sum hevur ført pennin. Amelia spæl hana fyri okkum.”

Ljóshærda gentan setti seg við spinettið og fór ut-tan himpr undir at spæla hesa menuettina av unga smádreinginum.

“Men, hasi menuettini eigi eg einki í!” rópti kapel-lmeistarin og leyp á føtur eftir tær fyrstu taktirnar. “Hatta havi eg als ikki skri-vað!”

“Tað skilji eg als ikki,” svaraði stjórin bilsin, “so-nur tygara, Wolfgang, kom sjálvur við henni í gjár.”

So tók Leopold nótablaðið og næstan uttan at heilsa, reyk hann avs-tað. “Wolfgang!” skrálaði hann úr arbeiðsrúminum, tá hann var komin aftur til hús. Drongurin kom piprandi móti pápanum. Hann roknaði við eini fle-ingju.

“Wolfgang, hvat eru het-ta fyri nótar?” spurdi pápin, meðan hann veittraði við pappírinum framman fyri nøsina av dreinginum. “Hvaðani stavar hetta?”

Tá brast drongurin út úr at gráta, og tað vardi eina løtu, áðrenn pápin fekk burtur úr honum, hvat var hent, og at hann sjálvur hevði skrivað hetta. “Eg gjørdi tað av ræðslu, eg var so harmur og bangin!” bøn-aði drongurin. ”Kann pápi ikki fyrigeva mær....?”

Tá tók kapellmeistarin um sonin, setti hann á knø-ini og streyk honum um ennið.

“Á, tín býttlingur, hví grætur tú?” segði hann rør-dur. “Tú veitst ikki, hvussu tað gleðir meg, at tú hevur skrivað hesa menuettina!”

Og meðan tann lítli Wol-fgang enn eitt sindur iva-samur stardi upp á pápan, legði hann afturat. “Ja, eg gleði meg at kunna hugsa um, hvør listamaður kann gerast av tær, tá tú einaferð fert at skriva tónleik ikki av ræðslu, men av áhuga og kærleika ....”

Skrivað og umsett hevur Alex Sólstein

Page 26: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201426

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. februar 2015 ella skjótast gjørligt.

Sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Alman-namálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum. Talan er um starv í ei-num spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. FørleikarTú hevur løgfrøðiligt embætisprógv við viðkomandi starvsroyndum. Lesan-di, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru eisini vælkomin at søkja.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loy-star í samstarvi við aðrar starvsfelagar í Ráðnum.

Lønar- og setanartreytirStarvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar un-dir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

AlmannamálaráðiðEirargarður 2FO-100 Tórshavn

ella umvegis teldupost á [email protected]

UmsóknarfreistUmsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. desem-ber 2014, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 304060 ella umvegis teldupost á [email protected],

---

Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, bústaðarmál og kommunumál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Løgfrøðingurtil Almannamálaráðið

A L M A N N A M Á L A R Á Ð I ÐEirargarður 2 • FO-100 Tórshavn

Tel: +298 304000 • Fax: +298 354045E-mail: [email protected] • Heimasíða: www.amr.fo

Almannapensjónir o.a . Kr. árliga Kr. um mán.Grundupphædd til fólkapensjón – støk 50.028,00 4.169Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør 39.756,00 3.313Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk 72.360,00 6.030Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør 57.492,00 4.791Viðbót til fólkapensjón – støk 39.252,00 3.271Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 30.372,00 2.531Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 71.928,00 5.994Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 64.944,00 5.412Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 23.340,00 1.945Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 20.280,00 1.690Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 22.032,00 1.836Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 17.688,00 1.474Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar 34.080,00 2.840Hjálparviðbót 36.096,00 3.008Røktarviðbót 72.060,00 6.005Avlamisviðbót/avlamisveiting 33.768,00 2.814Frádráttarfrí inntøkupphædd – fólkapensjónistar 61.900,00 Frádráttarfrí inntøkupphædd – fyritíðarpensjónistar 92.900,00

Viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.(brennistudningur) Kr.pr.útgjaldUpphædd (3 útgjøld um árið) 7.608,00 2.536,00

Barnagjald og barnaískoyti tileinsamallar uppihaldarar Kr. árliga Kr. um mán.Barnagjald smb. § 5 12.996,00 1.083Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2 12.996,00 1.083Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3 25.992,00 2.166Barnaískoyti smb. § 19a 10.000,00 2.500 um ársfj.Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 1.284,89 (mánaðarliga)Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 750,91 (eingangsupphædd)

Egingjald fyri serlig bútilboð fyri heimleys Serlig bútilboð fyri heimleys, § 11, stk. 2 1.840,00 (mánaðarliga)Eyka fyri kost í mesta lagi 2.032,00 (mánaðarliga)Serlig bútilboð fyri heimleys, § 11, stk. 3 2.198,00 (mánaðarliga)Eyka fyri kost í mesta lagi 2.032,00 (mánaðarliga)

Samsýningar og lummapeningur fyri børnundir barnavernd Samsýning pr. barn 120,06 (um samdøgrið)Vistarhald v.m. til børn undir 10 ár– pr. barn, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju 158,09 (um samdøgrið)Vistarhald v.m. til børn 10 ár og eldri– pr. barn, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju 166,41 (um samdøgrið)Vistarhald v.m. tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju 147,39 (um samdøgrið)Lummapengar til børn 3-10 ár 23,77 (um vikuna)Lummapengar til børn 11-13 ár 55,87 (um vikuna)Lummapengar til børn 14-15 ár 114,11 (um vikuna)Lummapengar til børn 16 ár og eldri 227,03 (um vikuna)Til stovnan og útbúnað 8.304,01(eingangsupphædd)

Ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eftir lóg umalmenna forsorg og lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk Bústaðarútreiðslan hjá støkum, § 3, nr. 1, pkt. 1 ≥ 6.555,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá sambúgvandi, § 3, nr. 1, pkt.2 ≥ 4.034,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá støkum, § 3, nr. 2, pkt. 1 ≥ 4.034,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá sambúgvandi, § 3, nr. 2, pkt. 2 ≥ 2.521,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá støkum, § 3, nr. 3, pkt. 1 ≥ 2.521,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá sambúgvandi, § 3, nr. 3, pkt. 2 ≥ 2.521,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá støkum, § 3, nr. 4, pkt. 1 ≥ 6.555,00 (mánaðarliga)Bústaðarútreiðslan hjá sambúgvandi, § 3, nr. 4, pkt. 2 ≥ 4.034.00 (mánaðarliga)

Við gildi frá 1. januar 2015 eru veitingarupphæddirnar hesar 1:

1Sbr. kunngerð nr. 105 frá 5. desember 2014 um áseting om javningav almannaveitingum

Tórshavn tann 16. desember 2014

Kunning umalmannaveitingar 2015

Page 27: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 27

Page 28: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201428

N. Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík I Føroyar I Tel. +298 410000 I Fax +298 410001 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd fráog við mánadegi 22. desember 2014. Opið verður aftur mánadagin 5. januar 2015.

Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja til hesar telefonir:

• um trupulleikar við vatnveitingini o.tl. fartlf. 224500 (Vatndeildin)• um talan um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf. 216488 (Vegadeildin)• um tørvur á at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf. 219181 (Barnaverndin)

Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitirupplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja íáleikandi ørindum.

Sí eisini www.klaksvik.fo

KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ

Býráðsskrivstovanum jóla- og nýggjárshøgtíðina

Góðir starvsfelagar skapa góð úrslit“Eg eri vísur í, at tað er góði starvsandin, sum skapar góðu úrslitini hjá Marine Harvest”

Marine Harvest strembar eftir at skapa bestu liviumstøður fyri laksin. Vit tryggja okkum, at laksurin er heilsugóður matur. Vit arbeiða í góðum samljóði við um­hvørvið og við ábyrgd fyri samfelagnum. Marine Harvest vil vísa vegin til alsamt størri burðardygd.

Fjalar, alari í Oyndarfirði

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Øllum okkara starvsfólkum og viðskiftafólkum verður ynskt eini gleðilig jól, og eitt eydnuberandi nýtt ár!

Page 29: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 29

Page 30: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 201430

Page 31: Nordlysid nr 40 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 40 FRÍGGJADAGIN 19. DESEMBER 2014 31

Page 32: Nordlysid nr 40 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

VINNARARNIR VERÐA KUNNGJØRDIR MÁNADAGIN 22. DES.