24
NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 Heystardagurin heiðursklári! - fagrari eingin er um árið Orð: Mikkjal á Ryggi Heystið er komið 9 772245 065007 Unga ættarliðið tekur við Av Fugloynni frættist eisini um góðan seyð Úr Mykinesi: Seyðaárið í fjør var betur Eitt tað besta seyðaárið eg veit um Akki (Jóan Jakki) Heinesen, bóndi á Viðareiði

Nordlysid nr 35 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 35 Mánadagin 14. okt. 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 35 2013

NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

Heystardagurin he iðursklári!- fagrari e ing in er um árið Orð: Mikkja l á Rygg i

Heystið er komið

9 7 7 2 2 4 5 0 6 5 0 0 7

Unga ættarl iðið tekur v ið

Av Fugloynni frættist e is in i um góðan seyð

Úr Mykinesi: Seyðaárið í fjør var betur

Eitt tað besta seyðaárið eg ve it umAkki (Jóan Jakki) He inesen, bóndi á Viðare iði

Page 2: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 20132

Page 3: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 3

Page 4: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 20134

Hús til leigu í KlaksvíkTel. 215124

Hús í Havn Tinghúsvegur 43 – tætt vid SMS í Havn til leigu

frá 1 november og fyribils eitt ár fram.Finnbogi Tlf: +45 59590097 - +45 29118860

BrúdleypLeygardagin 19. oktobur giftast Diana Svøðstein

Thomsen, Klaksvík, og Markus Olsen, Strendur. Vígslan verður kl. 13 í Christianskirkjuni í Klaksvík

og veistlan verður fyri innbodnum kl. 16 í Bygdahúsinum á Strondum.

Frá kl. 20 verður opið hús í Bygdahúsinum á Strondum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

L E I Ð A R I NKonfirmantar

í Christianskirkjuni 13 okt.2013

Aksel Bjartalíð Danielsen

Vágsgeil 1 Dagurin hildin á Skarðsvegi 19

Rói Kalsø Danielsen Skarðsvegur 19 KlaksvíkPetur Martin Eliasen

Selheygsgøta 1 Klaksvík Dagurin hildin undir Brúnni 1

Andrias Midjord Høgnesen

Kráagøta 8 KlaksvíkAbsalon Absalonsen

Jacobsen Garðavegur 14 Klaksvík

Aron Kallsberg Jacobsen Undir Brúnni 31 Klaksvík

Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen

Geilin 9, KlaksvíkJulius Johannesen

Nýggivegur 23, Klaksvík dagurin hildin á Fossagøta

16, Klaksvík frá kl.17.00Martin Thorbergsson

Johannesen í Gerðinum 23 Árnafjørður

Oddur Joensen Undir Fossum 32 KlaksvíkPól Eyðfinnur Poulsen Gerðagøta 18, Klaksvík

Eli Syderbø Undir Brúnni 12 Klaksvík

Elsbet Heðinsdóttir Askham

Uppsalagøta 26 Klaksvík

Erla Christiansen Kjalavegur 12, Klaksvík

Marið Heimustovu á Fløttinum 4 Klaksvík

Elisa Heldarskarð Fornabrekka 3, Klaksvík

Jóhanna Osberg Højsted Garðavegur 64, Klaksvík

Elin Lydersen Oman Reyðhús 7 Klaksvík

Monika Pernille Jacobsen á Brekku 8,

dagurin hildin í húsmøð-rafelagum Bøgøta 3

Steinvør Heldarskarð Jacobsen

Heygavegur 33 KlaksvíkPetra Maria Jakobsen

Stangaskákið 17, dagurin hildin á Víkavegur 127

KlaksvíkAnja Joensen

Undir Fossum 11 KlakvíkTórunn Højgaard

Joensen Undir Fossum 1, KlaksvíkAmanda Johannessen Skáltavegur 42, Klaksvík

Mildrið Birita Johnsdóttir

Kjalavegur 45, Klaksvík, dagurin hildin á

Faktorsvegi 4, NFCSDurita Rodmundsdóttir Lávíkabrekka 9, Klaksvík

Vera Solmunde Vágsheygsgøta 18,

Klaksvík

Í Toftum, nú tømist í túni,her titan var fyrr millum dyr,nú skiftur er gerandis búni,og onki fæst svar, um tú spyr.

Nú Hanna í Kinn hirdi grúgvu,er endað eitt ættarlið,sum vælgerðir gjørdi í rúgvuog livdi við granna í frið.

Nú kvirt er um lonina alla,nú minnir tey kaga úr krók,har lívið hjá teimum sæst halla,sum fyrst festu bústað á rók.

Hon var fyri okkum hin vísa,sum bar okkum øllum sítt vit,ið fróðskap til lív kundi hýsavið mildleika eins væl og bit.

Ja, eydnusamt reiður tey áttuvið soni og døtrunum tveim,í teirra heimi og smáttutey býttu við øll teirra eim.

Vit takka for løturnar góðu,vit áttu við teirra lið,sum varðar tey fyri oss stóðu,ið vístu oss ríkari mið.

Har Petur Jacob hann veiddi,og Hanna við eldstaðin stóð,og matin av grúgvuni reiddi,so lívsgleðin gávumild gróð’----Nú hvíla tit still undir moldum,nú liggja tit lið undir liðeftir lív og gleði á foldum, tit finni í grøvini frið. pmp

Johanna Jovina

Petur Jacob Johannesen&*02.10.1919 – †16.09.2013

*25.07.1912 - †12.07.1992in memoriam

AÐALFUNDUR Norðoya Sjálvstýrisfelag

verður í Miðstovu, hóskvøldið 17. oktober kl. 19.30.

Skrá sambært lógum felagsins.

Nýggir limir kunnu tekna seg.

Nevndin

Tað má sigast at vera eitt skilagott stig, sum Klaks-víkar Býráð og Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík hava tikið við keypinum av posthúsinum í Klaks-vík.

Nógv hevur verið tosað og gitt um hvør mundi fara avstað við hesum snotiliga, søguliga byg-ninginum á fyrstu ”parkett” í miðbýnum í Klaksvík.

Søgurnar eru nógvar sum knýttar at posthúsinum í Klaksvík, og fleiri ættarlig av gentum og drein-gjum í teen-aldrinum hava stytt sær stundir á ”posthúshorninum” góð kvøld.

Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevn-dini nevndi í innleggi sínum, at Klaksvíksvegur 2 skuldi nú setast á heimskortið og í hesum samanh-angi mundi hon helst hugsa um tað, pápi hennara Vilhelm Johannesen nevnir í bókini Postur í Føroy-um um at tveir landsliðsleikarar á sinni arbeiddu á posthúsinum, nevniliga John Sigurd Johannesen og Steinbjørn Jacobsen. Men vit minnast ivaleyst fleir nøvn, ið knýtast kunnu at posthúshorninum, ikki minst okkara navnframi Hanus G. Johansen og munnu ikki eisini frændurmenninir hava havt onkrar hunaligar og kanska samfelagsargandi lø-tur við posthúsið.

Tað sum gleðir okkum klaksvíkingar mest er, at nú hava vit fingið ein bygning, ið vit kunnu iden-tifisera við mentanina í býnum. Listafelagið hevur endaliga fingið eitt heim, tað sama hevur sjónleik-afelagið og ikki minst tónlistin.

Gamaní posthúsið er enn ikki klárt at taka í nýtslu hjá øllum teimum, ið húsið er ætlað til. Til tess skal uppíbygging til og ikki minst skulu ymsir sátt-málar, ið gjørdir eru fyri at gjalda bygningin eisini hava sína tíð. Posta og Heilsutrygd halda áfram í bygninginum í ávíst áramál, men skjøtul er settur á, og vit vita hvørjum, ið arbeitt verður fram ímóti á hesum øki.

Vónin hjá okkum øllum er tó, at ætlaninar við mentanarhúsinum í Klaksvík fara at ganga skjótari enn ætlað. Hetta veldst sjálvandi um inntøkurnar hjá kommununi og politiska viljan.

Vit fegnast um, at við hesum bygninginum fer mentanin í Norðoyggjum og í Eysturoynni at fáa rúmari ræur. Fuglafjørður hevur eitt framúr mentanarhús, ið er sera virkið og tá vit í Klaks-vík eisini fara at kunna breggja okkum av einum fólksligum mentanarhúsi fáa mentanarbólkar og einstaklingar í økinum framúr møguleikar at koma út til borgararnar í nærumhvørvinum.

Ídag er gott samband ímillum mentanina í Fugla-firði og Klaksvík, hetta kann bara gerast enn betur við at mentanarhúsið í Fuglafirði nú fær ein rættu-ligan sparringspartnara í Klaksvík og vit vanligu, kunnu fegnast um at fáa møguleikan at seta ok-kum afturá í mentanarborgini í Klaksvík at njóta okkara fólk sýna listarligu gávur sínar.

Oliver

Mentanin í Norður/eystur-økinum rúmari ræsur

Page 5: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 5

Summarið her í Hattarvík hevur verið avbera gott. Serliga turt hevur verið alt summar og vár, og tá vetu-rin eisini var góður, hevur seyðurin verið sera væl fyri.

Vit vóru liðug at hoyggja av hógnum longu 23. Juli og tað er fyrr enn mangan. Miðalevektin á seyðinum,

sum flettur er, liggur oman-fyri eitt miðalár. Eg vil ikki siga, at árið er tað besta nakrantið, men tó eitt stak gott ár.

Besta veðurlambið vigaði 50 pund. Í mistu vit nakrar ær, og máttu seta við, tá flettu vit 73 íalt, í ár hava vit fingið fleiri tvílembur

enn vanligt og tá liðugt er at fletta í ár, rokni eg við at vit hava flett umleið 110.

Tá vit spyrja Símin um ridluskriðja, sigur hann, at tað hava tey onki sæð til í ár. Vit hava gjørt nógv fyri røktina avseyðinum, við tað at vit hava verið fýra ferðir á fjalli og vit hava eisini gi-

við medisin. At ganga títt á fjall, spekir seyðin, og medisinið hevur gjørt, at vit eru sloppin væl undan sjúkum sum garnasótt og øðrum.

Samanumtikið kann eg siga, at hetta hevur verið eitt av teim heilt góðu áru-num hjá okkum her í Hat-

tarvík, sigur Símun Gullak-sen, yngri úr Hattarvík.

Á Kirkju Eisini vendu vit okkum til Jóannes Christiansen á Kirkju, og fregnaðust hjá honum um skurð. Jóannes sigur, at sum veðrið hevur háttað sær í vetur og sum-

mar, so kann roknast við góðum skurði. Seyðurin sær út til at vera væl fyri.

Vit hava enn ikki verið á fjalli, eg rokni við, at vit fara í fyrsta lagi nú fríggja-dagin ella leygardagin um viðrar, ella verður tað í ko-mandi viku í heystfrítíðini.

AV FUGLOYNNI FRÆT TIST EISINI UM GÓÐAN SE YÐSímun Gullaksen, yngri, sigur av Hattarvík, at teir eru komnir mei-ra enn í helvt við flettingini og higartil hevur hildnast avbera væl.

Símun Gullaksen yngri og eldri

Page 6: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 20136

Fyrsta royndarútgávan av Norðlýsinum 16.04.1915

F Y R S TA N O R Ð LÝ S I Ð

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Page 7: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 7

Fyrsta royndarútgávan av Norðlýsi-num var útgivið 16. apríl 1915.

Serliga áhugaverd eru orðini hjá fyr-sta blaðstjóranum, Símun P. Zacha-riassen, sum skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16.

apríl 1915. Vit mugu staðfesta at skift-andi blaðleiðslur hava síðani verði trúgvar móti lýstu endamálsorðing.

Og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og

undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama.

Í dag arbeiða vit 3 fólk á Norðlýsinum Oliver Joensen, John William Joen-sen og Hannefía Joensen.

Umframt hesi starvast Jákup Ósá og Danial Viðoy sum fríyrkisblaðfólk.

Harafturat framleiður Eirikur Bi-skopstø Video til nordlysid.fo

F R A M H A L D Á N Æ S T U S Í Ð U

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Page 8: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 20138

F R A M H A L D

20. n

ov.

Hvørt hús í norðoyggjum

& eysturoy

04. d

es.

Hvørt hús í Føroyum

18. d

es.

Hvørt hús í norðoyggjum

& eysturoy

Ókeypis bløð í 2013Umframt tað vanliga blaðið, kemur Norðlýsið út ókeypis uml. 1 ferð um mánaðin. Norðlýsið kemur út ókeypis 3 ferð avtrat í ár: 20. nov, 4. des. og 18. des. 2013.

Nordlysid.fo 20.000 vitjanir úr DanmarkNordlysid.fo hevur vanliga beint undir 100.000 vitjanir um vikuna (86.464 í seinastu viku)og sambært nýggjastu tølunum vóru 33% av teim vitjandi úr útlandinum harav 21.148 úr Danmark. Av teim 58.036 vitjanum sum vóru úr Føroyum var umleið ein fjórðingur úr Norðoyggjum.

Nýggjastu tølini hjá Norðlýsinum eru at finna á www.vevlistin.fo

Page 9: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 9

Tað heldur Eddie Laurit-sen, bóndi í Mykinesi. Ve-turin og summarið hava verið sera góð í ár. Men summarið gjørdist vátt og slævið. Eg haldi at vætan og ógvusligi gróðurin hevur órógvað seyðin nakað, við tað, at seyðurin helst hevur fingi ov lítið av heiluvági

ímóti ormi í ár.Sum eg segði tær sigur

Eddie Lauritsen, so hevur gróðurin verið so ógvusli-gur í ár, sum eg ikki havi sæð áður, og tá tað gerst so vátt, slævið og heitt, sum tilfellið hevur verið hjá okkum í summar, so haldi eg at vit áttu at havt givið

seyðinum medisin einaferð afturat. Eg haldi at vit hava givið ov lítið.

Men, undirstrikar Eddie Lauritsen, bóndi í Mykine-si, vit kunnu ikki klaga um vektina. Eg haldi eg kann siga, at krovini vit hava hangandi higartil, viga um-leið eitt kilo minni enn tey

gjørdu í fjør, so talan er um góða vekt, tí árið í fjør var eitt framúr ár.

Tá eg fregnist um miðal-vektina, er Eddie Lauritsen avgjørdur. Nei, eg dugi ikki at síggja at eg kann brúka miðalvektina til nakað, tí tað er so ymiskt, sum menn tulka hana. Summir hava

tikið tað smáa burturúr, áðrenn teir tosa um miðal-vekt, og aðrir tosað um veðurlombini, so miðal-vektin er oftað nakað sum ikki sigur mær so nógv. Tað snýr seg um hvat eg fáið burturúr áseyðinum og sum eg sigið tær, so meti eg at lombini hjá mær í ár,

viga um eitt kilo minni enn í fjørð, og tað kemur óivað av nógvu tokuni og regni-num í summar.

ÚR MYKINESI: SEYÐAÁRIÐ Í FJØR VAR BETUR

Page 10: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201310

Mánakvøldið flettu tveir smápiltar eitt lamb. Stuttligt var at síggja teirra ágrýtni. Myndirnar, ið tiknar vórðu, tala fyri teirra áhugað fyri seyði.

Ungir men tóHesir báðir knassarnir eru ungir. Báðir eru frá sama

árgangi, annar er átta og hin fyllir átta fríggjadagin. Hóast unga aldurin hava hesir báðir víst seyði ans í nógv ár. Og tað er ikki frítt at teir hava skil fyri seyði longu.

At skyna á, hvussu littir seyðurin er, er komið upp á pláss. At halda skil á, hvat

hvør seyður vigar til tess at fortelja pápunum, ið eru sjómenn, kunnu teir eisini. – Jú áhugin er har.

Ójavnt er nærTað er ójavnt hvussu stórur áhugin hjá smádreingjum er. Summir fella heil-hjartaðir fyri seyði í sera

ungum aldri sum hesir báðir, meðani summir als ikki hava hug. Men tað eru saktans eisini nógvir, ið ikki halda seg til í ungum aldri, men sum seinni ge-rast sera áhugaðir og raskir. – Tað er helst okkurt í før-oyska blóðinum, sum ger at áhugin fyri seyði kemur

fyrr ella seinni.

Ein sunnur tendensurVið sjóneykuni hjá undirri-taða sær tendensurin innan seyðahald og fletting ikki so galin út. Kring undirri-taða eru tað nógvir ungir mans, ið halda seg framat og taka við eftir teimum

gomlu. Hyggur tú eisini í miðlarnar (ikki minst teir sosialu), sært tú nógvar tíðindastubbar og myndir av fletting og fjalli, har yn-gra ættarliðið er við. Nei tað sær ikki so galið út. Tað er gott.

Danial Viðoy

UNG A Æ T TARLIÐIÐ TEKUR VIÐTað er týdningarmikið at unga ættarliðið tekur við eftir tað gamla. Soleiðis er innan øll økið. Vit kunnu nevna fótbólt, politikk, fiskivinnu, grindadráp og nógv annað. Tað er eisini av stórum týdningi at fjall og fletting verður hildin við líka, tí hetta er ein av høvuðs mentanararvum føroyinga. Ein avgamal arvur, ið ikki skal detta niðurímillum. – Tað eru fleiri smádreingir, ið gera nakað við at halda hesum arvi á lívi.

Page 11: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 11

amr.fo

Page 12: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201312

Les meira á www.smyrilline.fo/heim-a-jolum, skriva til [email protected] ella ring 345900

Heim á jólum við NorrönuÚr Hirtshals 14. ella 21. desemburÚr Tórshavn 3. ella 9. januar

Byrja jólini umborð á NorrönuVit eru klár at taka ímóti tær við góðum mati og undirhaldi. Hugsa ikki um yvirvekt. Tak alt viðføri, sum tú orkar at bera, við. Vit sigla úr Hirtshals 14. og 21. desembur og verða á Havnini á midnátt dagin eftir.

Njót bæði jól og nýggjár í friði og náðum. Norröna siglir úr Føroyum aftur 3. og 9. januar.

Til Føroyar og aftur:

Fyri hvønn í býtiskamari við 4 koyggjum . . . . . .úr kr. 1.195Íroknað 3 x dagsins rætt og øll avgjøld

Fyri 2 vaksin í 2-koyggjukamari við bili . . . . . . .úr kr. 5.330Íroknað øll avgjøld

Fyri 2 vaksin og 2 børn (3-15 ár)í 4-koyggjukamari við bili . . . . . . . . . . . . . . . . . .úr kr. 6.480Íroknað øll avgjøld

Page 13: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 13

Sí laf iskarar við Vatndalsvatn í OyndafirðiHóast føroyski laksurin ikki kom aftur á Leynavatn og Sak-sunarvatn í ár, so eru føroysk vøtnini væl fyri við sílum og meira enn so ein gongutúr verd.

Fyrr í summar vóru vit báðir Árni Zachariasen við tvey Vatn-dalsvøtn og fiskaðu síl, nevniliga tað omanfyri Bø og Vatndalsvatn omanfyri Saksun.

Vit hava sett okkum sum mál, at royna øll Vatndalsvøtnini í før-oyum og tí avgjørdu vit at fara ein túr til Oyndafjarðar ídag, og gan-ga teinum, umleið 1,5 kilometur fram við Stóra, niðan Mosuhjalla til Vatndalsvatn.

Veðrið var rættuligt heystvegur, skaddan lá oman í hálvan hagan og tað kendist úr honum. Túrurin niðan er ikki tungur at ganga, so tað gekk okkum hampuliga skjótt. Ímeðan eg gekk og steð-gaði á av og á at taka nakrar myn-dir, gekk Árni fram við ánni, við

tráðuni og dryppaði húkin í teir størstu hyljarnar at vita um hann fekk okkurt sílið, men so eigasørt.

Náttúra okkara er ótrúliga

vøkur, tað noyðist ein at sanna hvørja ferð ein fær upp í lag at fara ein slíkan túr. Litirnir ídag, grøs, lingur, blókur og soppar, alt í einum lithavi av heystlitum.

Árni er ikki heilt ókendur við soppar, og tí var lag á manni hjá mær at spyrja meg fyri, kanska serliga um hvørjar soppar vera

brúktir at blíva skeivur av. Ná men eitt stuttligt prát og nógvar søgur um tað, fingu vit, ímeðan vit gingu niðan.

Um hálvan tíma ella so, brúk-

tu vit. Sera tjúkt í veðrinum var tá vit komu til Vatndalsvatn, men skaddan lætti nakað, ímeðan vit vóru har, tó bleiv ongantíð klárt.

Eg royndi við einum litlum pil-ki, tí tað vísti seg at vatnið var sera grunt, og nógvur gróður var í vatninum, so trupult var at royna við pilki. Árni royndi seg tí við

fluguni. Men vit fingu ikki nógv síl, eg fekk fíra teir tveir tríggjar tímarnar vit vóru við vatnið, og Árni nakað tað sama.

Har sýntist at vera nógv lív í vatninum, men sílini sýntust at vera smá, haldi ikki at tað størsta kom til 30 centimetrar.

Men náttúran er vøkur her uppi, kanska serliga er tað teir mongu vøkru løkirnir, ið renna í vatnið. Áin í rennur frá vatninum er ein á, ið helst hvør smádrongur hevði ynskt sær rann í nærumhvørvi-num, hon er sera møk og lítið er at ivast í, at børn og vaksin hugna sær her góðar summardagar.

Hóast fiskieydnan ikki var okkum serliga blið henda dag, so fingu vit ríkiligt aftur visuelt og sálarligt.

Eg tók míni fýra síl við heim, tí sílini úr Vatndalsvatnið í Oynda-firði skulu eisini smakkast.

Oliver

Fleiri myndir á www.nordlysid.fo

Page 14: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201314

ÚTBJÓÐING

STARVSLÝSING

Landsverk, Tinghúsvegur 5,Postsmoga 78, 110 Tórshavn

Tel. 340 800, Faks 340 801,[email protected], www.landsverk.fo

Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.

STARVSLÝSING

Landsverk, Tinghúsvegur 5,Postsmoga 78, 110 Tórshavn

Tel. 340 800, Faks 340 801,[email protected], www.landsverk.fo

ByggiharriLandsverkTinghúsvegur 5Postsmoga 78FO 110 TórshavnTel. 340 800

ÚtbjóðingarhátturVerkætlanin verður boðin út í 10 arbeiðstøkum. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing o.a.

Lýsing av verkætlanVerkætlanin fevnir um umleið 1.450 fermetrar, sum verða bygdir afturat, umframt o.u. 80 fermetrar, ið verða umbygdir í sambandi við samanbyggingina.Talan verður m.a. um vanlig undirvísingarhøli, felagshøli, høli til matvøruútbúgving og umsiting.

ArbeiðstøkurBoðið verður út í fakarbeiðstøkum. Arbeiðstøkurnar eru:

. Byggipláss - skúrar , avdekking, hegn, skelting Jørð- og betongarbeiði – jørðarbeiði, betongarbeiði, berandi konstruktiónir

. Kloakkarbeiði - kloakkarbeiði

. Timbur- og snikkaraarbeiði - timburarbeiði, snikkara arbeiði, blikksmið

. Múraraarbeiði - flísa- og pussiarbeiði

. Gólvarbeiði - linoleum

. Málaraarbeiði –málaraarbeiði, reingerð

Hvs - vatn, hiti, sanitet, ventilatión, tekniskbjálving

. El- arbeiði – el-, ljós- og telefoninnlegging

. Lendisarbeiði - flísaarbeiði, asfalt

TíðarætlanArbeiðið byrjar skjótast tilber og skal verða liðugt fyrra hálvár 2015. Skúlin skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan, skúlaárið 2015-16.

TreytirBjóða upp á arbeiðið kunnu virki, ið eru parta- ella smápartafeløg, sum eru skrásett í Føroyum. Út bjóðingin er í fakarbeiðstøku, men til ber eisini at bjóða upp á allar arbeiðstøkur í høvuðsarbeiðstøku.Útgerð til matvøruútbúgvingina er byggiharraveiting, tvs veiting, uppseting og íbinding. Allar arbeiðstøkur skulu samskipast í mun til hesa og eisini samskipast sínámillum.

Um boðið verður í høvuðsarbeiðstøku, skulu allir tilboðslistar fyllast út og leggjast við í tilboðið, umframt eisini forsíðan fyri høvuðsarbeiðstøkuna við samlaðum prísi.

Í sambandi við døming av tilboðum verður víst til www.vaerdibyg.dk sum vegleiðing til døming av i innkomnu tilboðunum.

Útbjóðingartilfarið kann takast niður á www.landsverk.fo undir Útboð.Bjóðandi prenta sjálvi tilfarið út eftir tørvi.Bjóðandi hava sjálvi ábyrgdina av at tryggja sær at hava móttikið alt útbjóðingartilfarið. Tilber ikki seinni at seta fram krøv orsakað av, at alt útbjóðingartilfarið ikki er móttikið.

Útbjóðingartilfarið inniheldur:

. Hetta útbjóðingarskriv

. Byggimálsfrágreiðing

. Arbeiðsfrágreiðingar

. Tilboðslistar/nøgdarlistar

. Trú- og heiðurváttan

. Tekningar sambært tekningarlista, íroknað

útbjóðingartíðarætlan.

Saman við innsenda tilboðnum skulu bjóðandi lýsa niðanfyristandandi evni, og tilboðini verða vektaði eftir niðanfyristandandi leisti.

Spurningar viðv. útbjóðingartilfarinum:Ástaðarfundur verður fríggjadagin 18. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Spurningar viðvíkjandi útbjóðingartilfarinum kunnu sendast til [email protected] í seinasta lagi 25. oktober 2013. 28. oktober 2013 verður rættingarskjal sent teimum bjóðandi.

Lisitatión verður mikudagin 30. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Tilboð kunnu handast persónliga á staðnum til lisitati ón ina. Í øðrum lagi kunnu tey sendast við posti ella telduposti til [email protected], so tey eru Landsverki í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. oktober 2013.

Sáttmálasamráðingar verða við vinnandi arbeiðstak ar ar nar, so skjótt tilboðini eru viðgjørd.Arbeiðið fer í gongd skjótast til ber.

Útbjóðingarskriv, almenn útbjóðing í fak-/høvuðsarbeiðstøkumÍ sambandi við ætlaða um- og útbyggingararbeiðið, ið skal gerast á Tekniska skúla í Klaksvík, verður arbeiðið hervið boðið út í fakarbeiðstøkum.

Evni: Við í tilboðnum skulu hesi evni lýsast

1 Yvirskipað • manning og førleikar hjá manningini • um talan er um eitt toymi av

arbeiðstakarum, ið samstarva um at loysa uppgávuna, skal lýsast hvør bygnaðurin í toyminum er og ábyrgdarbýti

2 Loysn av uppgávuni • skipan av góðskustýring og innaneftirliti • hvussu HTU (heilsu-, trygd- og

umhvørvisarbeiði) verður skipað

3 Prís • Tilboðslisti. Allir postar skulu fyllast út

20%

20%

60%

Page 15: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 15

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

Page 16: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201316

Stuðulstiltakið gav kr. 70.195 til Bót til BataStuðulstiltakið, sum Treysti og Bót til Bata fyriskipaðu seinnapartin leygardagin í KÍ-høllini, hepnaðist sera væl. Tilsamans komu inn kr. 70.195,00, sum fara óskerdar til Bót til Bata.

Klokkan trettan byr-jaðu fólk at koma í hølli-na, og klokkan hálvgum tvey var tað Annika Olsen, landstýriskvinna, sum setti tiltakið, har hon bar fram vælvald orð.

Klokkan 13.45 byrjaði upphitingin við Jóngerð Bi-skopstø, og tað kom hon av-bera væl frá. Hon fekk teir umleið 200 rennararnar væl og virðiliga heitar. Fólk

var komið ymsastaðni frá úr landinum fyri at stuðla tiltakinum.

Eftir upphitingina varð farið út á Bøgøtu, har Kar-sten Hansen, landstýris-maður, bar fram nøkur fá orð, áðrenn hann taldi niður frá fimm til eitt, og so við einum ordens braki fekk sent teir 200 rennarar-nar, í øllum aldri, avstað, út á 2 km, 4 km ella 5 km.

Eftir renni- og ella gongutúrin so var vatn og frukt til allar luttakararnar í høllini. Har vóru eisini ymsir básar í smb. við heil-su o.a. sum ein kundi vitja. Og har var eisini borðreitt

við kaffi og te og góðum køkum.

Klokkan trý var Áshild Kjærbo klár við Linedan-si, og tað vóru fleiri, sum valdu at taka av tí møgulei-kanum og fáa eitt sindur av venjing afturat.

Klokkan hálvgum fýra fór Tummas Joensen uppá pallin, at greiða frá um Team Rynkeby Føroyar. Tummas varð ein av tei-mum 35 hepnu súklaru-num, sum blivu útvaldir millum 140 umsøkjarar. Hetta er fyrstu ferð at eitt Team Rynkeby Føroyar skal royna seg. Tey skulu næsta summar í eina viku

m.a. súkla úr Danmark til París, sum er ein teinur uppá umleið 1.500 kilome-trar, tvs. umleið 200 kilo-metrar um dagin skulu leg-gjast afturum. Endamálið við túrinum er at savna pening til krabbameinsrakt børn. Tað var sera áhuga-vert, og til tíðir rørandi, at hoyra Tummas greiða frá.

Aftaná Tummas umle-ið klokkan fýra trein ein vælupplagdur Hans An-drias Jacobsen á pallin og framførdi nøkur sera góð løg. Hann spældi bæði um egið tilfar og Beatles. Hann fer seinni í ár at geva út flø-gu við egnum tilfari.

Ein týðandi og mei-ra álvarsamur partur av tí heila varð tað tá Jancy Gaardlykke, sum er dag-ligur leiðari í Krabbamei-nsfelagnum, greiddi frá um hvussu kvinnur helst regluliga skulu kanna síni egnu bróst. Kvinnur skulu helst finna sær ein fastan dag um mánaðin til hetta. Hon greiddi eisini væl frá hvørji tekin kvinnur skulu ansa eftir.

At enda bleiv trekt um heilar 22 ymsar vinningar, sum fyritøkur og handlar høvdu latið, til lutaseðla-søluna, sum fór fram gjøg-num dagin eisini.

Til allarseinast so vóru tað Guttorm Sørensen veg-na Treysti og Heidi Hvid-bro vegna Bót til Bata, sum takkaðu hjartaliga fyri allan stuðulin, sum kom inn. Tað blivu við tilmel-dingum, gávum, stuðuli, lutaseðlasølu og aðrari sølu innsavnaðar, sum omanfy-ri nevnt kr. 70.195,00, sum fara óskerdar til Bót til Bata !

Treysti og Bót til Bata vilja hervið takka øllum hjarta-liga fyri vælvild og allan stuðul í samband við tilta-kið.

Fleiri myndir frá tiltakinum á www.treysti.fo og á www.nordlysid.fo

Page 17: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 17

Jákup Ósá

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur eftir 25 umførum dagført “assist” listan. Hetta merkir, at lei-kararnir eiga næst seinastu avleveringina, tá viðleikari skorar. Í flestu førum eru tað leikararnir, sum taka flestu deyðbóltarnar – frí-spørk og hornaspørk – sum

liggja á fremstu plássu-num. HB leikarin Christi-an Mouritsen er framvegis í einum klassa fyri seg og endar mest sannlíkt ovast á hesum listanum.

Listin sær soleiðis út:Christian Mouritsen 20

Hjalgrím Elttør 14Hans Pauli Samuelsen 12Árni Frederiksberg 12 Tór Ingar Akselsen 11Gert Hansen 10Símun Samuelsen 10Páll A. Klettskarð 9Kristin Mouritsen 8Súni Olsen 8

Ari Ellingsgaard 8Høgni Madsen 8Sorin Anghel 8Niels Pauli B. Danielsen 7Klæmint A. Olsen 7

Tey liðini sum hava sátt-málar við sínar venjarar til komandi ár eru KÍ(um teir vera verandi í deildini), har Eyðun Klakstein hevur sát-tmála og EB/Streymur, har Rúni Nolsøe gjørdi tvey ára sáttmála í fjør. ÍF, Víkingur, NSÍ, Skála og B68 hava meldað út, at tey ynskja framhaldandi samstarv við núverandi venjara hjá tei-mum, meðan HB ikki við-gerð spurningin fyrr enn eftir kappingarárið eins og ætlað. Har bendur tó nógv á, at Oddbjørn Joensen hel-

dur fram. Men havast skal í huga, at sagt hevur verið úr serliga ÍF, men eisini B68 og NSÍ, at nøkur viðurskif-tir skulu koma uppá pláss, áðrenn venjarin kann se-tast. Hjá AB er mest sann-líkt, at Sámal Erik Hentze ikki heldur fram. Hjá B36 heldur Mikkjal Thomassen ikki fram vegna persón-ligar umstøður. Har ljóðar, at núverandi AB venjarin Sámal Erik Hentze er fa-vorittur at taka yvir. Hel-dur TB sær í deildini, so er eisini ógreitt, um Páll

Guðlaugsson heldur fram har suðuri, har friðarligt hevur verið á hesum øki-num seinastu vikurnar. Sum skilst velst nógv um, í hvørjari deild TB spælir í næsta ár.

Tí kunnu vit seta venjara listan fyri 2014 upp sole-iðis:Sáttmáli undirskrivaður: Rúni Nolsøe (EB/Streymur) og Eyðun Klakstein (KÍ)

Mest sannlíkt: Oddbjørn Joensen (HB), Albert El-lefsen (ÍF), Heðin Askham

(NSÍ), Sigfríður Clement-sen (Víkingur), Sámal Erik Hentze (B36), Øssur Han-sen (B68) og Eliesar Olsen (Skála).

Ógreitt: AB og TB(um teir yvirliva)

Seinastu vikurnar hava nógvar søgur gingið um, at Andreas Lava Olsen, ið var álops profilur hjá Víkingi fyri nøkrum árum síðani, skuldi koma aftur til Víking og føroyskan fótbólt komandi ár. Norðlýsið he-vur vent sær til hansara og hann sigur, at hetta ikki ke-mur uppá tal fyrr enn í fyr-sta lagi komandi summar.

- Eg havi hoyrt hasar sø-gurnar. Men sannleikin er,

at eg verið ikki liðugur við mína útbúgving fyrr enn komandi summar. So tað liggur nakað langt frammi í tíðini. Tá tað nærkast, so fari eg at taka støðu, sigur Andreas Lava Olsen í stut-tari viðmerking við Norðlý-sið.

Mynd: FSF

L AVA IKKI TIL VÍKINGAndreas Lava Olsen sigur við Norðlýsið, at hann verður ikki partur av føroyskum fótbólti í øllum førum fram til komandi summar.

Jákup Ósá

CHRISTI A N MOURIT SEN FLEST UPPLEGGNú einans tvey umfør eru eftir at spæla í Effodeildini, liggur Christian Mouritsen úr HB greitt á odda fyri “assist” ella upplegg, sum tað á føroysum kallast.

FLESTU LIÐINI H AVA SET T V ENJA R A RHjá flestu liðunum í Effodeildini er venjara spurningurin avgreiddur.

Page 18: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201318

KÍ gjørdi í fjør tvey ára sáttmálar við teir flestu av teimum yngru leikarunum. Men nakrir skulu til sam-ráðingar eftir kappingarlok í ár, har ein serliga leggur til merkis fimm av teimum royndu leikarunum í før-oyskum fótbólti hjá KÍ, sum vit fara at meta um niðan-fyri.

Meinhardt JoensenMeinhardt Joensen hevur ikki havt eitt av sínum bestu kappingarárum hjá einum av liðunum, ið hevur latið flest mál inn í Effodeildi-ni. Serliga eru tað mongu fríspørkini, har fleiri eru skotin langt úti frá, sum mangan hava kostað dýrt. Meinhardt hevur spælt allar

dystirnar uttan tann eina, tá hann hevði leikbann. Samanbera vit við t.d. 2011, tá hann var millum teir allar bestu í føroysku kap-pingini á meistara liðinum hjá B36, so hevur hetta ve-rið eitt kappingarár væl un-dir tað støðið, ið hann kann vísa.

Heðin á LakjuniEr ein av teimum fáu KÍ leikarunum, ið hava hildið eitt javnt høgt støðið teir flestu dystirnar. Er tann sum hevur spælt flestar

minuttir og aldurin tykist ikki ávirka nevnivert enn. Tí fer KÍ helst at gera nógv fyri at fáa nýggjan sáttmála við Heðin, so royndi vinstri bakkurin tekur minst eitt ár afturat.

Atli DanielsenAtli er ímyndin av hesum KÍ kappingarárinum. Av-rikini hava verið alt ov óstøðug. Hann byrjaði við landsliðsstøðið fyrstu um-førini, áðrenn avrikini da-laðu. Síðani spældi hann aftur nakrar góðar dystir,

tá venjaraskiftið hjá KÍ var farið fram. Trý “assist” og tvey mál í opnum spæli umframt tvey brotsspørk er tað blivið til hjá verjukenda miðvalla leikaranum, sum framvegis tykist vera langt frá A-landsliðinum, har hann annars var úttikin, tá skaðar og leikbann raktu sentrala miðvøllin fyrr í ár.

Kristoffur JakobsenEitt mál og tvey “assist” siga nógv um, at hetta hevur ikki verið tað besta kap-pingarárið hjá Kristoffur í

KÍ. Tað skal eisini leggjast afturat, at hansara leiklutur á liðinum hevur verið min-ni enn flestu av undanfarnu árum, har hann í ár hevur byrjað á bonkinum ein part av kappingarárinum.

Hjalgrím ElttørEins og fleiri aðrir he-vur tað verið óstøðugt hjá KÍ liðskiparanum. Hann var kanska besti leikarin í Effodeildini fyrstu fýra umførini og við fjúrtan “assist” uppleggum – har mongu deyðbóltsstøður-

nar hava hjálpt væl - hevur hann verið við í stórum parti av KÍ málunum um-framt at hava skorað fimm mál sjálvur. Mitt í summar bleiv hann settur á bonkin og misti eisini liðskipara bandið í tveimum dystum eftir tað. Hetta og mista landsliðsplássið staðfesta, at hetta samanlagt ikki er eitt av bestu kappingaráru-num hjá Hjalgrím, sum fyr-stu umførini annars bendu á.

N A K RIR K Í LEIK A R A R UT TA N S ÁT TM Á L AHjá KÍ hava nær-um allir teir yngru leikararnir sátt-mála fyri 2014, meðan teir royn-du leikararnir sku-lu til samráðingar eftir kappingina.

Jákup Ósá

Page 19: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 19

Jákup ÓsáVíkingur setti fyrr í sum-

mar Sigfríð Clementsen til venjara. Síðani tá hevur tað gingið væl, har liðið vann steypakappingina og í landskappingini hevur fingið 2,1 stig pr. dyst.

Heldur fram í VíkingiSigfríður Clementsen

sigur, at hann heldur fram í Víkingi, tí tað manglar nærum bara undirskriftin. Tað hevur gingið væl hjá liðinum og hann heldur, at hópurin hevur havd dygdir og samstundis fingið mu-nagóðan styrk í summar.

- Víkingur misti ov nógv fyrsta partin av kappingini. Har tapti liðið tepurt nakrar ferðir og liv-di ikki upp til høgu vónir-nar undan kappingini. Tá

so Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar komu í hópin í summar, so bleiv tað ein sera týðandi styrkur og við virkaði til, at tað vendi. Sam fór so avstað aftur, men tá var liðið komið i gongd og toldi tað, sigur Sigfríður.

Fara eftir FM heitinumSigfríður Clementsen si-

gur, at stendur tað upp til hansara, so vera stór mál sett næsta ár.

- Støðan í Víkingi er tann, at tað eru nakrir leikarar, sum hava verið við í nógv ár og sum eru komnir í ein aldur, har teir ynskja og vilja stríðast heilt har uppi. Til tað skulu vit varðveita verandi hóp og so fáa styrk av einum-tve-imum profilum. Tá tosi eg

um ein leikara til sentrala miðvøllin at binda liðið saman og so ein til offen-siva partin, har hann skal geva liðinum nøkur mál eisini. Eg havi givið nevn-dini nøkur ynskir og talan er um leikarar í føroysku kappingini, har vit vita, hvat teir standa fyri, sigur Sigfríður Clementsen.

Hann sigur víðari, at teir fara at melda út, at teir fara at stríðast um FM heitið, um onnur lið ikki vera ster-kari enn í ár.

- Vit hava víst, at vit kunnu vera við og fáa góð úrslit. Fáa vit so styrk afturat, so eiga vit at kun-na bjóða av, og eg havi on-gantíð verið bangin fyri at melda út at fara eftir mei-staraheitinum. Men hinve-

gin, so má man hyggja eftir, hvat er realistiskt. Styrkir KÍ seg við 2-3 leikarum, so kunnu teir kappast um FM. Tí teir hava verið væl við í flestu dystunum og mangla kanska bara men-talt sterkar leikarar fyri at gera, at niðurtúrurin, sum øll lið fáa, ikki varar lon-gri enn 2-3 dystir. Fáa NSÍ og ÍF styrk, so eru tey boð uppá FM vinnara og har

eru onnur lið afturat HB, sum altíð fer eftir FM. So hesar komandi vikurnar vera avgerandi, har liðini fara at seta hóparnir saman til næsta ár, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið.

Hann sigur, at burtursæð frá Kaj Leo í Bartalsstovu, so hava allir leikararnir hjá Víkingi sáttmála til koman-di ár. Hann vil ikki nevna nøvn, men Súni Olsen, sum

er fluttur til Norðragøtu er ofta settur í samband við Víking og passar til eitt av plássunum, har Víkingur ætlar at styrkja seg. Har af-turat er Lukasz Cieslewicz úr B36 eisini javnan settur í samband við Víking, men vit hava ikki fingið váttað, at samband hevur verið millum Lukasz og Víking.

SIGFRÍÐUR ER BJART SK YGDURSigfríður Clementsen sigur, at hann og Víkingureru samdir um at halda fram við samstarvinum næsta ár, tá liðið helst fer eftir meistaraheitinum.

Norðlýsið hevur hugt ef-tir, hvørjir venjarar hava tey bestu úrslitini í 2013 í landskappingini í Effo-deildini. Og har kann ein skjótt síggja, at tvey lið at síggja til raktu væl við sínum venjarum, tá bæði NSÍ og Víkingur í summar settu nýggjan venjara. Tí tað eru Heðin Askham og Sigfríður Clementsen, sum liggja frammanfyri venja-ran hjá oddaliðinum HB, ið er Oddbjørn Joensen. Bæði Heðin og Sigfríður hava verið venjarar í 10 dystum, og tí er grundarlagið fram-vegis nakað tunt í mun til eitt nú Oddbjørn Joensen og Albert Ellefsen, sum eru

venjararnir við bestu úrsli-tunum av teimum liðunum við 25 dystum.

Topp 4 venjararnir við be-stu úrslitunum í Effodeildi-ni eru hesir:

1. Heðin Ask-ham(NSÍ): 22 stig í 10 dy-stum, ið er 2,2 stig pr. dyst

2. Sigfríður Cle-mentsen (Víkingur): 21 stig í 10 dystum, ið er 2,1 stig pr. dyst

3. Oddbjørn Joensen (HB): 51 stig í 25 dystum, ið er 2,04 stig pr. dyst

4. Albert Ellefsen (ÍF): 46 stig í 25 dystum, ið er 1,84 stig pr. dyst

Jákup Ósá

Sum kann lesast aðrastaðni í blað-num, so hevur tað aftur í ár hilnast væl hjá Heðin Askham í Effodeildi-ni. Undan hesum kappingarárinum var hann venjarin í føroyskum fót-bólti við bestu úrslitunum, sum hag-tøl á Norðlýsinum vístu. Tað hevur hann ført víðari í NSÍ í ár. Heðin er nevniliga venjarin við bestu úrsli-tunum eisini í 2013 undan seinastu tveimum umførunum.

Trívist væl í RunavíkHeðin Askham sigur, at hann trívist væl í starvinum í Runavík og tí er stórur møguleiki fyri, at hann hel-dur fram sum NSÍ venjari.

- Í løtuni arbeiði eg við at fáa greiðu á, hvussu viðurskiftini við síðuna av fótbóltinum koma at pas-sa saman næsta ár. Seinast í oktober vænti eg, at ein avgerð er tikin. Men koma tingini at passa saman, so ve-

rið eg mest sannlíkt í NSÍ, tí bæði felagið og eg hava áhuga at halda fram, sigur Heðin Askham.

Hann sigur, at NSÍ liðið hevur ikki spælt yvir evnir hesa tíðina un-dir honum.

- Nei tað haldi eg ikki, tí hópurin er rættuliga góður. Tað er ein hópur við nógvum ungum leikarum. At arbeiða við ungum leikarum er nakað, ið mær dámar væl. Tað er ein øðrvísi uppgáva. Leikararnir í NSÍ hava góðan hugburð og arbeiða hart. Sum eg skilji á lagnum, so vera ikki nógvar broytingar í hópi-num til næsta ár. Men í einum felag sum NSÍ vil tað altíð vera eftirspur-ningur eftir onkrum leikara, sigur Heðin Askham, sum aftur í 2013 hevur prógvað sínar dygdir í før-oyskum fótbólti sum ein tann besti venjarin í landinum.

HEÐIN ASK H A M BESTU ÚRSLITINI Í 20 13Heðin Askham er tann venjarin í 2013, sum hevur fingið bestu úrs-litini í Effodeildini. Sigfríður Clemen-tsen liggur beint í hølunum, meðan HB ven-jarin Oddbjørn Joensen einans liggur á 3. plássi.

HEÐIN HELST Í NSÍ Í 2014Heðin Askham sigur, at fær hann alt athanga saman viðv. arbeiði, so heldur hann fram í NSÍ í 2014.

Page 20: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201320

S J Ó S AV N , F I S K I V I N N U S AV N - TA Ð E R D R E Y M U R I N

Nýggja søgan um hendan sendaran er hon, at eftir at Norðlysið hevði skrivað dúgliga um tekniska savnið hjá Poul Havn í vár, fekk eg ein teldupost frá Jón Dam í Havn.

Jón Dam, sum er ra-dioamatørur, greiddi frá, at hann hevði ein sendara frá einum gomlum ”Skála-berg”. Hann helt at sendarin var frá 50-unum onkuntíð.

Sjálvur hevði hann fingið sendaran frá Tórshavn Ra-dio, og ætlaði at seta hann í stand. Hann vitsti at senda-rin hevði verið í gongdi og at tað átti at bori til at fingið hann aftur at virka.

Jón Dam segði, at hann var ongantíð komin til at gera sendaran virknan aft-ur, og tí sendi hann Norðlý-sinum teldupost og spurdi um hetta hevði áhuga.

Sjálvur hevur undirritaði mangan skrivað um at vit áttu at átt eitt fiskivinnu- sjósavn í Klaksvík, størsta fiskivinnubýi í Føroyum, og tí helt eg kanska at hetta var eitt gott høvi til eina lít-la byrjan at savna inn tilfar.

Setti meg í samband við Louis Poulsen, og hann var sum altíð til dystin fús. Vit fóru so sum sagt til Havnar fríggjadagin 27. sept. ef-

tir sendaranum. Jón Dam var bæði blíður og tíður og greiddi okkum frá tí, hann vitsti um sendaran. Tað var ein hugnalig løta har í tú-ninum, og sjálvandi kundi kona Jón Dam ikki bara sær og spurdi um vit ikki vildu hava eitt sindur av óruddi afturat við norður - í hasum kendu vit báðir Lou-is okkara egnu makar aftur.

Tá vit aftur høvdu fingið

Húkin í eygsjón, gekk le-iðin beint inn til kenda klaksvíkingin og radioa-matørin Erik Danielsen, at vísa honum fongin. Jú, tað var góðkent - men vit hava ikki funnið útav hvønn Skálaberg sendarin hevur hoyrt til. Jón Dam nevndi at sendarin var frá 50-unum, er hann tað, so kann hesin sendarin kanska vera av síðutrolaranum, ið bygdur

varð í Týsklandi, men tað fara vit skjótt at finna útav.

Dreymurin um eitt sjó- og ella fiskivinnusavn í Klaks-vík er komin eitt stig nærri veruleikanum.

Oliver

Saman við Louis Poulsen, var undirritaði í Havn, fríggjadagin 27. sept., eftir einum gomlum skipssendara.

Page 21: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 21

Av Viðareiði lata menn væl at skurðinum. Akki Heine-sen sigur, at av ókendum orsøkum, mistu tey nøkur lomb í vár. Av 90 lombum, sakna við 6 lomb og eg hal-di at alt er veðurlomb, sum manglar í. Hvør orsøkin er vita vit ikki.

Men annars er skurðurin framúr góður. Vit hava viga í livandi vekt, og av 35 veðurlombum var miðal-vektin 94 pund. Um tey roynast sum tey plaga, so skuldi eitt lamb, ið vigar 94 pund í livandi vekt viga um 35-37 pund flett. Hjá ok-kum er hetta besta livandi vekt nakrantíð.

Eg kann leggja afturat, at vit hava at kalla ongi smá

lomb fingið í ár. Øll lombi-ni eru sera væl fyri og vit hava at kalla onki fingið, ið vit plaga at kalla smátt.

Nú er so takið at fáa kro-vini væl undan. Tað er stak lýtt ídag, og tað hevur tað verið seinastu dagarnar. Harafturat er hann komin av landnyrðingi og eysturi og skaddan liggur oman í hálvan hagan. Tað er gott at krovini fáa eitt sindur av lýðku í byrjanini, men tað skal helst ikki halda á alt ov leingi, sigur Akki Hei-nesen.

Akki leggur afturat: Eg og Jákup bóndi hava tveir veðrar á Tanga, tað er beint niðanfyri Oyggjaskorðar, teir fara vit eftir so skjótt

veðrið er til tað. Har er ikki gott at koma at, og hartil rekur hart har, so streymur og sjóvarfall skulu eisini passa.

Tá eg spyrjið Akka hví teir gera so nógv burturúr tveimum veðrum, at teir draga bát á Eiðsvík og sigla

norður har tað er harðført og ilt at koma á land og so upp at renna í brattlendi eftir hesum báðum veðru-num, - tá er Akki skjótur at svara – Men Olivir lívið er ikki bara arbeið, ítróttur og spenningur er eisini ein partur, sum ger lívið vert

at liva. Vit sum eru komnir nakað til árs, eg og Jákup bóndi eru vaksnir upp við hesum, og teir ungu eru ómetaliga spentir at fara eftir veðrum í fitilendi – jú, tað er so sanniliga ómakin vert, vit fáa eina sosiala up-pliving líka frá tí at boðað

er frá at fara í fitilendið og til langt eftir at flett er, - slíkar upplivingar ríka lív okkara ósigiligt, sigur Akki, Jóan Jákup Heine-sen, bóndi av Viðareiði at enda.

EIT T TAÐ BESTA SEYÐA ÁRIÐ EG VEIT UMTað sigur Akki (Jóan Jakki) Heinesen, bóndi á Viðareiði. Lombini eru sera væl fyri tó vit hava fingið færri enn seinasta ár.

Page 22: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 201322

Kostnaðurin er fyri hvønn í dupultkamari, tá tvey ferðast saman. Íroknað er flogferð Vágar-Keypmannahavn t/r, ferðaavgjøld, gisting í dupultkamari v/morgunmati í 3 nætur á Crowne Plaza Copenhagen Towers frá fríggjadegitil mánadag í tíðarskeiðinum 1. november til 9. desember 2013. Ferðin skal bíleggjast í tíðarskeiðinum 14. oktober til 28. november 2013. Talan er um avmarkaði pláss á ymisku ferðadøgunum.

Farið á vikuskiftisferð til Keypmannahavnar fyri spottprís saman við makanum, vinunum ella vinkonunum. Fram til 9. desember 2013 kunnu tit gista á frálíka hotellinum Crowne Plaza Copenhagen Towers, fríggjadag til mánadag í dupultkamari við morgunmati fyri prísi úr bara 2.995,- fyri hvønn íroknað flogferðina úr Vágum til Keypmannahavnar og aftur.

Eitt frálíkt høvi til jólashopping, vinkonutúr ella sum eitt romantiskt vikuskifti. Hotellið liggur bara nakrar fáar hundrað metrar frá Field’s og bara 2 stopp við tokinum frá Kastrup Lufthavn.

Ferðin kann bíleggjast á tel 34 10 10 í tíðarskeiðinum 14. oktober til og við 28. november 2013.Talan er um avmarkaði pláss á ymisku ferðadøgunum.

2. 9 9 5 ,-

PRÍSUR FYRI HVØNN ÚR BARA:

VÆL Á VEG

Í JÓLAHÝRI Í KEYPMANNAHAVN

Page 23: Nordlysid nr 35 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 23

Page 24: Nordlysid nr 35 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

iPad við retinaskermi

Líka so vakur. Dupult so skjótur.Slóðbrótandi retinaskerm við krystallklárum fyrimunum.Sterkan A6X-prosessara við spitaranum á framtíðini.Yvir 275.000 appir við markleysum møguleikum.

Ultraskjótt tráðleyst við smidligum sambandi til alt.

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00