20
9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 KARMARNIR LEGGJA UPP TIL UNDIRHALD SUNNUDAGIN Meinhardt: Betesdakórið á Danmarkarferð Myndafrásøgn TIPPING TOPPDY- STIN: KÍ FÆR STIG FLØSKUPOSTUR ÚR BØ Í VESTERÅLEN BESTA HEIMALIÐIÐ MÓTI BESTA ÚTILIÐNUM TOPPDYSTUR: HETTA ERU PROFILARNIR HAGTØLINI ERU VIÐ B36

Nordlysid nr 16 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 16 Fríggjadagin 9. mai 2014.

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 16 2014

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

K ARMARNIR LEGGJA UPP TIL UNDIRHALD SUNNUDAGIN

Meinhardt:

B etesdakór ið á Danmarkar ferð Myndafrásøgn

T IPPING T OPPDY-S T IN: K Í FÆR S T IG

FL Ø SK UPOS T UR ÚR B Ø Í V ES T ER Å LEN

BES TA HEIM A LI ÐI Ð MÓ T I BES TA Ú T ILI ÐNUM

T OPPDYS T UR: HE T TA ERU PROFIL A RNIRH AGT Ø LINI ERU V IÐ B36

Page 2: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 20142

Toppdystur: KÍ málverjin, sum áður hevur spælt í B36 í fleiri ár, væntar ein undir-haldandi dyst sunnudagin millum tvey góð lið.

Jákup Ósá

Meinhardt Joensen var-di B36 mál í 2011, tá B36 vann sítt seinasta meista-raheitið. Meinhardt spældi við B36 í 2008, 2010, 2011 og 2012, so hann kennur mótstøðuliðið sunnudagin.

NSÍ dysturin er vónbrotiðTá vit spyrja Meinhardt um, hvussu hann er nøgdur við byrjanina hjá KÍ í ár, so heldur hann, at tað er á ei-nari leið.

- Eg veit ikki heilt. Eg haldi, at vit hava fingið eina miðal byrjan. Vit tapa í Gundadali og við Margáir og tað eru ikki nøkur pláss, har ein áðrenn kappingar-byrjan væntar 3 trygg stig. Men at tapa har er ikki góðtikið, men onkursvegna kann ein liva við tíð. Tað sum svíður meir er dysturin í Runavík seinasta leygar-dag, har vit missa sigurin í seinastu løtu. Teir hava eitt uppspæl, sum gevur eina tilvildarliga støðu, sum en-dar við at teir skora. Tað føldist sum eitt tap. Men eg haldi, at vit gera nógv rætt í dystinum, serliga í seinna hálvleiki. Men annars eru fleiri økir, sum vit kunnu betra. Tí vit spældu ikki væl og duga ikki at lukka dystin. Tá teir skora uppá

ein tilvildarligan møgule-ika eigur tað málið ikki at hava nakran týdning, tí vit eiga at hava lukkað dystin áðrenn. Og so hava vit ov nógv bólttap gjøgnum dy-stin, sigur Meinhardt Joen-sen við Norðlýsið.

KÍ er sterkari í árKÍ endaði í fjør á 8. plássi í Effodeildini, men byrjanin uppá kappingina var góð. Tað hevur byrjanin í ár ei-sini verið. Spurningurin er so, um KÍ hevur eitt betri lið í ár enn í fjør.

- Eg haldi, at vit eru ster-kari í ár enn í fjør. Vit eru meira ’’solidir’’. Javnvágin er betri í hópinum og vit hava fingið fleiri royndir inn á liðið. Og á nøkrum plássum er kappingin um plássini harðari. Vit lata minni mál inn í ár. Tey seinastu tvey árini hava vit sæð ov nógv av tí góða skilt á tann hátt, at tað ge-vur onga meining at skora flest mál, um vit eru millum

liðini, ið lata flest mál inn í allari deildini. Í fjør skul-du vit skora minst tvey-trý mál fyri at vinna ein dyst. Meðan vit t.d. sóu móti Skála, at tað var nokk at skora eitt mál fyri at vinna dystin. Teir offensivu leika-rarnir hava enn ikki fingið gongd á málskjótingina, so tað kann fara at síg-gja gott út tá teir orduliga koma í gongd. Hugsa vit um stigatalvuna, so ræður um at sleppa undan øllum stressinum, sum vit fingu í fjør. Ein miðal plasering er góðtikin, tá vit hugsa um, at vit endaðu nummar átta í fjør og mundu flutt niður. Vit liggja í løtuni nummar trý, og tá eru Víkingur og EB/Streymur, sum bæði vóru FM favorittar, ikki komin í gongd, sigur KÍ málverjin.

B36 við góðum liðiMeinhardt hevur spælt saman við nógvum av B36 leikarunum og kennir tí te-

irra styrki. Tað kemur ikki so óvæntað á hann, at B36 er komið væl frá byrjan.

- At B36 er topplið ke-mur ikki so óvæntað á meg. Rakar man ein góðan sti-ma, so er alt møguligt. B36 hava verið væl skipaðir í verjupartinum í nógv ár og so hava teir nakrar leikarar, sum kunnu lata eina verju upp, um mótstøðuliðið roy-nir at verja. Teir lata ikki nógv mál inn, og teir skora nógv mál. Og hyggur ein eftir navnalistanum, so ge-vur tað eitt krav uppá eina topp endastøðu. Teir hava eitt komplett lið. Teir hava góðan málverja (Tórður Thomsen, blm.), ein góðan miðverja (Hørður Askham, blm.) sum slerdi til í fjør, ein Høgna Eysturoy á hø-gra bakki, sum hevur verið solidur í fleiri ár og so Alex Mellemgaard, sum hevur víst styrki eftir at hann var burtur frá fótbóltinum í fjør. Á miðvøllinum hevur Róaldur Jacobsen spælt

síðani 2008 og er ein ræt-tuliga royndur leikari. Har er Hanus Thorleifsson, sum hevur spælt í bestu deildini í 10-12 ár og í álopsparti-num er fult av góðum lei-karum, sigur Meinhardt.

Undirhald sunnudaginAt enda spyrja vit, hvat áskoðararnir kunnu vænta sunnudagin, tá nummar 1 og 3 bresta saman í toppdy-sti í Klaksvík.

- Eg vóni, at vit fáa ein undirhaldandi dyst. Kar-marnir leggja upp til hetta, tí vit hava ein góðan vøll og tvey góð lið við nógvum góðum leikarum. Tað er ein 50/50 dystur, sum tó liggur eitt sindur meir til B36, tí teir endaðu 5 pláss fram-manfyri okkum í fjør og liggja á odda í løtuni, sigur Meinhardt Joensen at enda.

K ARMARNIR LEGGJA UPP TIL UNDIRHALD SUNNUDAGIN

Meinhardt:

Page 3: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 20144

L E I Ð A R I N

Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer:

Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á

512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: [email protected].

Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 17. mai, giftast,Sólgerð á Kinn og Finnbjørn Vang, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 14.00.Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00, har øll eru vælkomin. Tey, ið ynskja at halda dagin

saman við okkum, eru vælkomin at siga frá,innan 10. mai, á tlf. 226980 Sólgerð,

ella tlf. 751422 Finnbjørn.

Vit skulu giftastLeygardagin 10 mai giftast kl. 14.00 í Christianskirkjuni,

Charlotta S Venned og Tummas Simonsen, Klaksvik.

Veitslan verdur hildin i Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00.

Tey í ynskja at halda dagin saman við okkum,verða biðin um at siga fra á Tlf: 503881 Charlotta

ella 224283 Tummas innan 2.mai

TøkkHjartaliga takka vit tykkum,

sum á ymiskan hátt mintust okkumá gullbrúdleypsdegi okkara 21.03.2014.

Heilsan Anna og Òli Steinberg

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Brúdleyp

BrúdleypLeygardagin 24. mai giftast

Sólrun Abrahamsen, Strendur og Jógvan Andersen, Skála.

Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 12.00. Døgurði verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum

í Leirvík kl. 17.00. Opið hús verður kl 21.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Brúðarlýsingareru ókeypis

Arbeiðaralønin – er orsøktil at ynskja tillukku við nýggjum sáttmála

Nú fakfelagsleiðarar ynskja hvør øðrum tiluk-ku við nýggjum sáttmálum og flokkast saman at taka mynd saman við arbeiðsgevarum kann ein av røttum spyrja um fakfelagsleiðslurnar eru reduseraðar til at verða hentir partnarar hjá áví-sum flokkum sum hvønn 1. mai oysa sítt gor og gall yvir borgarligheitina.

Veruleikin er at limirnir sum skullu liva av eini arbeiðaraløn skullu verða meira enn yvirbe-gavaðir fíggjarmálaráðharrar fyri at fáa endar-nar at røkka saman.

Eg undrist og virði stórliga tey sum arbeiða á ei-num fiskavirki, eiga konu og børn – eini hús og uttan iva ein gamlan bil – og álíkavæl fáa endar-nar at røkka saman.

Ein maður ella kvinna sum hevur 40 tíma ar-beiðsviku hevur hóast tey rinda minimalt av landsskatti einans 12.000 ella í mestalagi 13.000 kr. eftir at liva fyri tá lands- og kommunuskattur og arbeiðsmarknaðargjøld eru goldin.

Tá skulu vit hava í huga at við hækkaða botn-frádráttinum sum bleiv tvífaldaður tá hetta landsstýrið tók við - rindar ein arbeiðsmaður bert uml. 35% av síni løn í lands- og kommunus-katti. Botnfrádrátturin í landsskattinum er 60.000 kr meðan í kommunuskattinum er hann framvegis 20.000 kr.

Tá ein arbeiðari hevur arbeitt mánadag, týs-dag, mikudag, hósdag og til kaffipausuna fríg-gjamorgun hevur hann tað sama eftir sum ein vanligur pensjónistur sum einans hevur fólkap-ensjón og samhaldsfasta at líta á.

Ein fólkapensjónistur sum einans hevur sam-haldsfasta og fólkapensjón hevur kr 9.775,- eftir skatt um mánaðan. Hettar er heldur ikki nógv men samanborið við eina arbeiðsmanna/kvin-nu løn er hetta ikki so lítið.

Ein tímaløntur arbeiðari hevur 12.000 – kan-ska 13.000 kr. eftir skatt um mánaðin og tá skal hann rinda til barnagarðar o.a.

Alt meira verður tosað um at fakfeløg skullu eins og í grannalondunum samstarva meira sínamil-lum – men eisini her eigur at verða spurgt hvør-jum tað gagnar.

Í øllum føri kunnu vit spyrja um orsøk er til at ynskja tillukku við nýggjum sáttmála

John William Joensen

Page 5: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 5

Málningar ynskjast til keyps

Leita verður eftur málningum av m.a. Hans Jacob Glerfoss, Ruth Smith,

William Heinesen og Ingálv av Reyni.

Um áhugi er at fáa boð uppá málningin,so skal mynd av málninginum sendast til:

[email protected]

Reyði Krossur Føroya

Mikukvøldið 21. mai kl. 19 verður eykaaðalfundurí hølum felagsins á Bryggjubakka 10 í Havn

við hesi skrá:

1.Framløga og góðkenning av roknskapi fyri 2013,

aftaná at viðmerkingarnar frá aðalfundinumeru viðgjørdar.

2.Áseting av limagjaldi fyri 2014.

Uppskot: “Árliga limagjaldið fyri hvønn persónverður kr. 200”.

3.Uppskot til broyting í viðtøkunum

- §10, stk. 2 skal broytast til:“Ársaðalfundurin verður hildin

vørt ár áðrenn 1. apríl.”

4.Uppskot til broyting í viðtøkunum- § 10, stk. 2, 2. pkt skal broytast til:

“Innkallast kann til eykaaðalfund um nevndin ella¼ av limunum skrivliga krevja hetta”.

5.Uppskot til broyting í viðtøkunum - § 10, stk. 5, 2. pkt skal broytast til:

“Aðalfundurin skal lýsast í minsta lagi tríggjar vikurog í hægsta lagi sjey vikur áðrenn fundin í minst

tveimum av landsins stóru miðlum”.

6.Uppskot til broyting í viðtøkunum

- § 6, stk. 1 skal broytast til:“Reyði Krossur Føroya kann antin vera staðbundnar

deildir ella virksemisbólkar kunnu setast á stovn,ið antin kunnu vera ein landafrøðilig eind ella

vísandi til eitt ávíst virksemi”.

YRKINGAR eftir J.H.O. Djurhuus kom út fyri hun-drað árum síðani. Bókin er sostatt fyrsta yrkingasavnið á føroyskum. Í hesum sam-bandi skipar H.N. Jacob-sens Bókahandil fyri kv-øldsetu mikudagin 14. mai kl. 19.30.

Skráin er henda:Kvøða. Malan Marnersdót-tir, professari, býður fólki vælkomnum.

MÍNAR ERU KEN-SLUR, SEÑORA, OKTO-BER. Annfinnur Heinesen sjónleikari lesur.

YRKINGAR eftir J.H.O. Djurhuus. Musikkur, dul-búni, romantisk ironi. Fy-rilestur. Hanus Kamban rithøvundur.

GLEÐIGENTAN, NÁTT Í SKÓGINUM, HEIM-FERÐ. Vár Berghamar Ja-cobsen sjónleikari lesur.

Kvøldsetan verður í Gamla Bókhandli.

Øll eru vælkomin.H.N. Jacobsens Bókahandi

Karl Jacob Ósá, tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kom-munu, sigur at avgerð er tikin um ikki at gera fleiri ábøtur á takið sum fyri ei-num árið síðan fekk skaða í ódnarveðrið. Ístaðin verður øll tekjan gjørd av nýggjum fyri ein kostnað sum er um-leið tvær mió. kr.

- Málið er at arbeiði at

skifta tak skal verða liðugt til komandi vetur. Arbeitt verður so víðari við at skifta tekjuna í Kí høllini, men peningur er ikki avset-tur í ár og verður tí at bíðja til komandi ár.

UNDRIÐ Í 19 14 -TA Ð F Y RSTA FØ ROYSK A Y RK ING AS AV NIÐ

A LT TA K IÐ Í BA DMINTON-H Ø LLINI SK A L SK IF TAST

AðalfundurNorðoya Frítíðar og Ítróttarráð,

hevur aðalfund tann 24 juni kl. 20.

Fundurin verður á loftinum í Skálanum í Klaksvík.

Skrá sambært lógum felagsins.

NFÌ[email protected]

Page 6: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 20146

Tann 10. okt. í 1898 skuldi prestur skjútsast úr Klaksvík til Viðareiðis, men manningin nok-taði at taka vørur við uttan gjald, og tað dámdist ikki. Heilmann prestur klagaði skjútsmanningina til Amtmannin.

Skjútspliktin álegði hvør-jum tilkomnum manni at taka lut í flutningi bæði á landi og sjógvi. Teir stóru bátarnir, 6- og 8- mannafø-rini vóru nýtt til flutning, og mangan vóru hesar ferðir vandafullar, og til stórt tarn, helst fyri útróður og heimaarbeiði.

Illast lýdd var helst tað menn kallaðu ”kongs-skjúts”. Tað var flutningur av embætismonnum og pre-stum og tá skuldi skjútsast fyri einki.

Annars skuldu bæði tann, ið bað um skjútsið og teir ið skjútsaðu, vera samdir um hvussu stórir bátur skuldi nýtast. Tó so, at vóru teir ósamdir, skuldi ynski hjá tí ið bað um skjútsið vera eftirlíkað. Skjútsbáturin skuldi vera reinur og nos-sligur. Menn skuldu eisini vera siðiligir og edrúir, tað var galdandi bæði fyri hann ið skuldi skjútsast og teir, ið førdu.

Í 1922 varð allur skjútsur avtikin uttan prestaskjúts-ur, hann fall ikki burtur fyrrenn í 1936.

Tann 31. desember 1898 kallar tilnevndi sýslu-maðurin M. A. Winther skjútsmanningina, ið skul-di skjútsa prestin tann 10 oktober av Klaksvík og til Viðareiðis til avhoyringar. Orsøkin er, at prestur hevur klagað manningina til amt-

mannin fyri at bróta skjúts-skylduna, fyri vera óhøvi-ska og fyri illvilja ímóti sær og sínum ynskjum.

Formaður á skjútsbáti-num var Erik Peter Eliasen úr Vági, Petur bóndi í Úti-stovu, 32 ára gamal giftur við Onnu Sofíu Niclasen av Skálatoftum. Restin av manningini var hendan:

Grækaris Jacobsen, 38 ár, Vági, Grækaris var av Mil-laðnum á Viðareiði og gift-ur við Malenu Nicoleisen Á Fløttinum í Vági, men hon doyr í barsilssong árið eftir brúdleypi. Giftist uppaftur við Maren Sophie Simon-sen, tey vóru barnleys.

Joen Fr. Joensen 37 ár Norðoyri, Jógvan í Um-boðsstovuni, giftur við So-fie Larsen úr Kunoy

Samuel Just Ziska 19 ár, Gerðar, giftur við Onnu Elisabeth Samuelsen, dóttir Kollfara-Jógvan

Petur Christian Joensen, 24 ár, Gerðar, Giftur við Samulinu Johannesen, Linu í Gerðum, úr Miðvági. Pe-tur gekk burtur við Norði-stovubátinum í 1910.

Óli Matras 32 ár, Norðoyri. Uppistovu giftist til Klaksvíkar við Elsu Ma-riu Niclasen, dóttir Pætur í Horni.

Absalon Matras 29 ár,

Norðoyri, Uppistovu, búði á Gørðum tey seinni árini, ógiftur.

Christoffur Frederik Joensen 23 ár Vági. Inni-stovu. Giftur við Onnu Fr. Johannesen, dóttir Heina av Skarði, hon doyr ung, giftur uppaftur við Juliu Fr. Elia-sen úr Útistovu í Vági.

Fyrstur til avhoyringar er formaðurin á bátinum Erik Peter Eliasen:

Tann 10. oktober 1898 bleiv eg valdur av skjúts-skaffaranum til at vera formaður á bátinum, sum skuldi føra Heilmann prest av Klaksvík til Viðareiðis.

Tá øll manningin var ko-min saman, kom prestur, sum hevði tilhald á Myr-kjanoyri, til okkara og bað rógva seg út í Klaksvíks-handilin eftir vøru, hann skuldi hava við til Viðare-iðis. Vørurnar vóru mest eplir og mjøl. Men tá tað fleiri ferðir fyrr hevur hent seg, at Heilmann prestur hevur fylt bátin við vøru, hann ætlar at hava við til Viðareiðis uttan at lata na-kra samsýning fyri óma-kin, spurdi eg um prestur vildi lata nakað til man-ningina fyri eykaflutningin, tí eg meini okkum bert vera skyldugar at skjútsa pre-stin og klæðini hjá honum. Til hettar svaraði Heilman prestur, at um hann ikki kundi fáa vørurnar við, fekk hann sær bara eina aðra manning, og annars helt hann seg ráða fyri, hvat kundi takast við í bátin.

Erik Petur hevði frá Símun Hansen, keypmanni á Forn-agørðum, fingið eina lítla eskju, sum hann lovaði at taka við til Viðareiðis, men tá prestur sá hesa, noktaði hann fyri at eskjan skuldi við. Erik Petur meinti, at tá eskjan var so lítil og vigaði nærum einki, so sakaði tað einki um hon kom við, og hann helt eisini at hann sum bátsformaður kundi taka avgerð um, at okkurt smávegis kundi takast við í bátin.

Prestur klagar eisini um, at ein kista var við í bátinum. Erik Petur sigur, at við hen-ni var tað soleiðis, at ein genta átti hana, og prestur hevði sjálvur játtað at taka gentuna og viðføri hennara við.

Tá prestur eisini vísir á, at hann er misnøgdur við, at teir tóku ein mann um-borð í Haraldssundi og set-tu hann upp á land í Múla, so var tað ein felags avgerð, sum prestur eisini tók undir við.

Erik Petur heldur áfram, og sigur seg hava handlað eftir tí myndugleika hann sum formaður á bátinum hevur rætt til eftir skjúts-skipanini, og hann hevur

eisini verið høviskur ímóti Heilmann, og tað sama kann valla sigast um atburð prestsins ímóti bátsman-ningini.

Síðani settist Gregers Ja-cobsen í stólin. Hann greiðir frá, at hvørki hann ella nakar annar av man-ningini vóru ófólkaligur ímóti Heilman presti ella vístu nakran illvilja ímóti honum. Tá Heilman sigur, at teir vóru trekir at taka farm við til Viðareiðis, so er tað so. Heilmann spurdi slett ikki teir, um teir kun-du taka vørur við fyri seg til Viðareiðis. Hann kom á støðna og segði, at teir skul-du føra fyri seg, tá hann ráddi yvir bæði báti og manning, og tað var teirra skylda at føra hann og tað hann fann fyri gott at taka við sær í bátin, uttan nakað gjald.

Gregers sigur at hann hevur oftani verið við til at skjútsað prestar av Klaks-vík og til Viðareiðis, og he-vur eisini oftani ført vørur fyri hesar, men tað hevur altíð verið spurt, um man-ningin hevði nakað ímóti tí, og tað hevur altíð verið gjørt í sátt og semju.

Næsti maður var Joen Fr. Joensen, hann sigur at tá prestur sigur teir vóru tre-kir at flyta vørur, so var tað eisini so, men tað var tí teir mettu seg ikki at vera skyl-dugar at flyta vørur uttan endurgjald.

Samuel Just Ziska sigur, at prestur spurdi teir ikki um teir vildu føra vøru fyri seg, men segði teimum bei-nanvegin hann kom, at teir vóru skyldubundnir at gera sum hann bað teir, tá hann ráddi yvir bæði báti og manning. Hvørki hann ella nakar av manningini vísti óhøviskan atburð ímóti presti.

Peter Christian Joensen, Ole Matras, Absalon Mat-ras og Christoffer Frederik Joensen taka allir undir við undanfarnu frágreiðingum, og hava einki at leggja af-turat.

Sýslumaðurin hevur hesar viðmerkingar til

Heilman, pres tur á Viðareið ik lagar um skjút smanningina

Andras Sólstein skrivar:

Lorenz Peter Heilmann og konan Flora Heilmann. L.P. Heilmann var prestur í norðoya prestagjaldi í tíðarskeiðinum 1896 – 1905. Konu hansara dámdi væl atmála, og hevur hon gjørt nógvar myndir av húsum og landsløgum. Á eini hurð í

Ónagerði, prestagarðinum á Viðareiði, hevur hon málað nakrar vakrar blómumyndir.

Page 7: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 7

Heilman, pres tur á Viðareið ik lagar um skjút smanningina

frágreiðingina:Ímillum tær skyldur ið

liggja á fólkinum, er eftir gomlum siði og uttan gjald, at skjútsa prest. Fram-ferðarhátturin kann vera ymiskur, alt eftir hvørjum prestagjaldi tú ert í, sole-iðis at skilja, at í onkrum prestagjaldi verður man-ningin útpeikað av skjúts-skaffaranum eftir tørni, meðan tað aðrastaðni bert eru stórir bátar, 8- man-

nafør við fastari manning, sum kunna skiftast t.d. an-nað hvørt ár við at skjútsa prest. Tá soleiðis er, verður formaðurin oftast valdur av manningini, ímeðan tað í hinum førinum verður út-peikaður ein formaður av skjútsskaffaranum, sum te-kur avgerð um hvør farmur, umframt prestin og klæðir hjá honum, kann takast við í bátin.

Tað er eisini mest

hóskandi at soleiðis er, tí annars fer formaðurin on-gan myndugleika at hava, og tað er harumframt iva-samt um §3 stk. 3 í skjúts-reglugerðini loyvir einari slíkari tulking.

Tað er heldur ikki rími-ligt, at ein manning, sum er sett at skjútsa prest fyri einki, eisini skal vera skyl-dug at fylla bátin við vøru uttan endurgjald fyri hetta.

Nakað heilt annað er um teir kunna semjast um hesi viðurskifti. So skuldi einki verið í vegin fyri at gjørt hetta.

Eftir tí, sum er komi fram í hesum førinum, so vil Heilman prestur hava tað reglu at galda, at tá for-maður og manning á pres-taskjútsinum eru vald eftir galdandi skjútsreglum, so ræður prestur eina og alei-na yvir báti og manning og

tekur avgerð um, hvat skal við í bátin ella ikki, uttan mun til um formaðurin er fyri ella ímóti hesum.

Um hendan fatanin hjá Heilman presti um skjúts vinnur frama, vil tað viðføra at eingin maður letur seg velja til bátsfor-mann, ella í øðrum føri hava við sær, at man vil fáa minni dugnaligar formenn.

Heimildir:Føroya LandsskjalasavnNorðoya FornminnasavnJ. Símun Hansen Tey byggja land, bind 1-7Robert Joensen Bøleiðin.

Erik Peter Eliasen,Petur bóndi í Vági,f. 1866, d. 1941.

Page 8: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 20148

Sjálvan flaggdagin var Be-tesda kórið boðið at syngja í Nordens Hus í Odense har Føroyingafelagið skipaði fyri flaggdagshaldi. Árni Helmsdal flutti fram flag-grøðu.

Hósdagin 24. apríl fór Betesdakórið eina fimm-daga ferð til Danmarkar. Íblásturin til ferðina var innbjóðing frá Føroyinga-felagnum í Odense, ið ski-paði fyri flaggdagshaldi fríggjadagin 25. apríl, har Árni Helmsdal helt flagg-

dagsrøðuna. Flaggdagshal-dið verður kl. 16 í Nordat-lantisk Hus í Odense, sum er vinarbýur hjá Klaksvík.

Aftaná flaggdagshaldið hevði Betesdakórið sang-løtu. Bygningurin kann sigast at vera eitt ”norður-landahús” í Odense fyri grønlendingar, íslendingar og føroyingar, har felags-skapir fyri hesi trý londi-ni skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi. Hesaferð er tað so Føroyingafelagið í Odense, ið skipar fyri tilt-

økum í sambandi við flag-gdagin.

Seinnapartin leygardagin var farið við bussi til Aal-borg. Hvørt fyrsta viku-skifti í mánaðinum skipar samkoman í Malta, Hirts-hals fyri ferðsuður á land at halda møti ymsastaðni, og hetta leygarkvøldið høvdu tey føroyskt møti í Bethani-akirken í Aalborg.

Bethaniakirken er møti-salurin hjá Missionsfor-bundet í Aalborg, og Be-tesdakórið er ikki ókendur

gestur hjá teimum. Kórið vitjaði har fyrstu ferð í 1967 og síðani í 1969 og 1996.

Aftaná møtið í Bethani-akirken leygarkvøldið var koyrt til Hirtshals, har steð-gað var tvær nætur. Samko-man í Malta var vertur, og skipað var fyri sangmøti har sunnukvøldið sum var fullsett av føroyingum bú-sitandi í Danmark og døn-um.

Betesdakórið steðgaði á í Hirtshals á veg til Schweiz í 1987 og hevði sangmøti í

Nordsjøcentret, og á Dan-markarferðini í 1996 vitjaði kórið eisini Malta.

Fullmannað Betes-dakórið telur knapt 70 fólk, men við á Danmarkarferði-ni vóru 45 sangarar og lei-karar. Kórleiðarar eru Árni Jacobsen og Torkil Mørkø-re og kom ferðalagið aftur heim á klettarnar mánadag-in 28. apríl.

Myndir: Maria á Lakjuni

Myndaf rásøgn

BETESDA KÓRIÐ Á DA NM A RK A RFERÐ

Føroyskaferðalagið á vitja í Nordenshus í Odense

Konsert í Nordenshus

Page 9: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 9

Árni Helmsdal heldurflaggrøðunaí Nordenshus

Klaksvíksingur á Malta

Ein gamal vinmaður hjá Jógvan Gerðalíð heilsar uppá dót-tur og abbabørn hjá Jógvan Gerðalíð í Betaniakirken

Page 10: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 201410

Salurin á Maltavar stúgvandi fullur

Page 11: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 11

Betaniakirkjan var væl mannað av dønum og føroyingum í Ålborg

Page 12: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 201412

Tað er lagt upp til stórdyst sunnudagin í Klaksvík millum nummar 1 og 3 í Effodeildini.

Jákup Ósá

B36 er oddalið við 17 sti-gum, har árstalsfelagið

bara hevur mist stig í tve-imum av sjey dystum. Tað var móti HB og Víkingi í Gundadali. B36 er eisini liðið, sum hevur skorað flest mál í deildini. Og her kann ein ikki bara peika ein ella tveir leikarar út sum av-gerandi, tí her eru heilt nóg-vir, sum hava spælt stóran leiklut. Hóast Jákup á Borg og Róaldur Jacobsen eru toppskjúttar og hava skorað 9 av teimum 19 málunum, so hava báðir álopsleika-rarnir – Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal – spælt avgerandi leiklut. Og so

mugu vit ikki gloyma vin-stra bakkin Alex Mellem-gaard, sum leggur upp til flestu málini. KÍ er saman við NSÍ liðið, sum hevur latið næst minst av málum ígjøgnum. Merkisvert er ei-sini, at KÍ hevur 5 leikarar – Meinhardt Joensen, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Da-nielsen, Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni – sum al-lir hava spælt við B36 áður. Teir fyrstu tríggir spældu so seint sum í 2012 og eiga tí at kenna nógvar av B36 leikarunum væl.

Leypur B36 á sum teir

hava gjørt higartil í ár og fara eftir sigrinum, so fáa vit ein undirhaldandi dyst. Tí KÍ á heimavølli skal út eftir trimum stigum og skal eisini leypa á í mest møgu-ligan mun, sum liðið í 2012 og 2013 vísti seg at duga væl eins og í einstøkum dystum í ár. Hagtølini siga okkum, at KÍ kanska er við at uppbyggja sær ein hei-mavøll, har mótstøðuliðini fáa tað sera trupult, nú KÍ hevur fult stigatal á hei-mavølli higartil í ár. Men breið semja tykist vera um millum fótbóltsviðmer-

kjarar, at B36 higartil í ár er besta liðið – sum stiga-talvan eisini váttar - og ei-sini tað best spælandi liðið í Effodeildini. Tí fær KÍ tað ikki lætt og ein javnleikur er kanska mest upplagda úrslitið sunnudagin eins og fyrsti dysturin millum liði-ni endaði við í fjør, tá bæði eisini lógu væl fyri. Bæði liðini kunnu helst liva við einum javnleiki og stendur javnt, tá 15-20 minuttir eru eftir av dystinum, so kann hugsast, at liðini blíva ov bangin fyri at leypa framav, fyri ikki at missa eina sti-

gið. Men at síggja til á pap-pírinum verður tað topp un-dirhald við góðum fótbólti sunnudagin millum tvey av bestu liðunum í Effodeildi-ni higartil í ár. Tipping: X

Støðan í toppinum í Effo-deildini undan 8. umfari-num sunnudagin:1. B36 17 stig2. HB 15 stig3. KÍ 13 stig4. NSÍ 11 stig

NORÐLÝSIÐ TIPPAR TOP-PDYSTIN: KÍ FÆR STIG

Page 13: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 13

Sunnudagin er toppdystur í Klaksvík millum KÍ og B36. Vit hava hugt eftir, hvørjir pro-filarnir eru til hendan dystin.

Jákup Ósá

Sunnudagin tekur KÍ á 3. plássi ímóti B36 á 1. plás-si í Effodeildini. Vinnur KÍ dystin, so er bara 1 stig á muni millum liðini, so talan er um stórdyst. Men

hvørjar leikarar kunnu vit so vænta okkum nógv av sunnudagin? Vit hava valt tríggjar profilar á hvørjum liði, sum kunnu gerast av-gerandi sunnudagin, hóast tað á báðum liðunum er væl fleiri enn tríggir pro-filar, sum kunnu sláa til ein slíkan dyst.

B36:

Alex MellemgaardVinstri bakkurin hjá B36 er leikarin í Effodeildini við klárt flest uppleggum til mál. 6 ferðir hevur hann havt næst seinasta fótin á einum B36 máli. Alex te-kur flestu deyðbóltarnar hjá B36 og hesir hava víst seg at verið effektivir í ár. Júst deyðbóltar eru millum farligastu vápnini hjá B36 og har spælir Alex ein av-

gerandi leiklut.

Lukasz CieslewiczTað eru nakrir leikarar í Effodeildini – m.a. Arn-bjørn Hansen, Niels Pauli Danielsen, Filip Djordje-vic og Símun Samuelsen – sum næstan altíð spæla framúr væl móti KÍ. Og Lukasz er eisini ein í he-sum bólkinum. Lukasz skorar ofta móti KÍ og er annars eyðsýndur hesar dy-stir. Hann hevur skorað 2 mál og lagt upp til 2 mál í ár. Vit kunnu vænta okkum nógv av B36 álopsleikara-num sunnudagin.

Jákup á Borg5 mál og 4 upplegg siga sítt. Jákup á Borg er í gongd við sítt besta kappingarár í longri tíð. Gongur á odda og tekur ábyrgd. Og tá B36

álopsmaskinan koyrir so væl sum hon hevur gjørt í ár, so hevur B36 liðskiparin verið eyðsýndur í hesum.

KÍ:

Ndende Adama GuéyeSamanlagt besti KÍ leikarin hetta kappingarárið higartil er Ndende. Hann hevur hil-dið eitt javnt høgt støði og fyllir nógv á vøllinum bæði í verjupartinum og álop-spartinum. Ndende verður neyvan leikarin, sum sko-rar ella spælir avgerandi lut í nøkrum máli, men hann kann blíva leikarin, sum ger at KÍ vinnur miðvøllin móti oddaliðnum.

Jonas Flindt RasmussenKÍ verjuparturin hevur gjørt stór framstig í mun til undanfarnu ár. Tað skyldast

mest sannlíkt, at Jonas er komin inn sum stýrimaður. B36 hevur skorað flest mál í Effodeildini, og tí verður KÍ verjuparturin lykilin til ein sigur sunnudagin. Tað merkir, at skal KÍ fáa stig, so er neyðugt, at Jonas rak-ar ein góðan dag móti sí-num fyrrverandi felagi.

Hjalgrím ElttørKÍ liðskiparin er eisini millum teir betru hjá KÍ higartil í ár. Og í slíkum stórdysti kann kann fáa ein stóran leiklut. Tað hava vit sæð ofta áður, at Hjalgrím lyftir sítt spæl, tá nógv sten-dur uppá spæl. Vit sóu tað t.d., tá hann legði upp til avgerandi KÍ málið móti Víkingi fyrr í ár. Hjalgrím hevur lagt upp til flest KÍ mál(3) í ár. Hann fær mest sannlíkt ein avgerandi leik-

lut sunnudagin.

Hinir profilarnirHjá B36 hava bæði Róaldur Jacobsen og Adeshina La-wal spælt væl í ár, meðan Páll A. Klettskarð er top-pskjútti hjá KÍ, hóast hann ikki hevur rakt stórformin, sum hann hevur havt bæði í 2013 og 2014.

TOPPDYSTUR: HET TA ERU PROFIL ARNIR

Page 14: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 201414

Toppdystur: Vit hava hugt eftir toppskjútta, hvør-jir leggja upp til málini og hvussu liðini eru fyri í deyðbóltsstøðum. Umframt miðalal-dur og hvussu nógvar leikarar

liðini hava brúkt.

Jákup Ósá

Toppskjúttar:KÍ: Páll A. Klettskarð (3), Sørmundur Kalsø (2) og Rodrigo Silva (2)

B36: Jákup á Borg (5), Róaldur Jacobsen (4) og Adeshina Lawal (3)

Upplegg:KÍ: Hjalgrím Elttør (3),

Tórur Justesen (2) og Heðin á Lakjuni (2)B36: Alex Mellemgaard

(6), Jákup á Borg (4) og Adeshina Lawal (3)

Deyðbóltsstøður fyri:KÍ: 3 (Øll eftir hornasparks-støður)

B36: 10 (Harav 4 eftir hor-nasparksstøður)

Deyðbóltsstøður ímóti:KÍ: 6 (Harav 3 uppá frísparksstøður)B36: 2

Brúktir leikarar:KÍ: 17B36: 18

Miðal aldur av brúktum leikarum:KÍ: 25,71 árB36: 24,17 ár

Hvat fáa vit burturúr hesum?Tað sum serliga fangar eyguni í hagtølunum frá kappingini higartil eru deyðbóltsstøðurnar. Tað er í stóran mun har, at B36 er nógv betri enn KÍ. 7 ferðir hevur B36 sko-rað fleiri mál enn KÍ uppá deyðbóltsstøður og 4 færri ferðir hava teir latið mál inn uppá deyðbóltsstøður. Eisini sást, at miðalaldurin á KÍ liðnum er meir enn 1 ár eldri.

Merkisvert er, at KÍ er einasta heimaliðið við fullum stigatali higartil í ár, meðan B36 er einasta útiliðið við fullum stigata-li á útivølli í ár.

Jákup Ósá

B36 hevur 17 stig eftir 7 umfør. Tríggjar ferðir he-vur oddaliðið spælt á útiv-ølli og tað hevur givið 9 stig. Úrslitini hava verið:

AB-B36 1-2B68-B36 2-4

ÍF-B36 2-5

KÍ hevur tríggjar ferðir spælt á heimavølli. Tað he-vur eisini givið fulla úrt-øku. Úrslitini hava verið:

KÍ-Víkingur 1-0KÍ-AB 4-1KÍ-Skála 1-0

FAK TA UM KÍ OG B36 Í ÁR

BESTA HEIM A LIÐIÐ MÓTI BESTA ÚTILIÐNUM

Vit hava hugt eftir, hvus-su B36 hevur staðið seg í Klaksvík, síðani KÍ í 2010 flutti upp aftur í bestu de-ildina.

Jákup Ósá

B36 hevur á hvørjum ári síðani uppflytingina hjá KÍ í 2010 spælt tveir útidystir móti KÍ. Men hetta hava teir neyvan nógv ímóti, tí úrslitini hava verið sera góð í Klaksvík. Fimm sigrar og ein javnleikur boða frá, at

tað er B36, sum stendur seg best í Klaksvík. Bara í tveimum av teimum seks dystunum hevur KÍ skorað móti B36 í Klaksvík.

Hagtølini í Klaksvík mil-lum KÍ og B36 eru hesi:2013: KÍ-B36 1-1 og KÍ-B36 0-22012: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 3-42011: KÍ-B36 0-2 og KÍ-B36 0-3

H AGTØ LINI ERU V IÐ B36

Page 15: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 15

Við hesum verður søkt eftir góðskuleiðara til nýggja uppi- sjóarvirkið hjá Pelagos P/F í Fuglafirði.

Við tilvísing til stjóran skal setti góðskuleiðarin hava ábyrgd av uppbyggjan og viðlíkahaldi av felagsins góðskustýringarskip- an umframt at skipa og standa fyri dagligari skráseting av øll- um góðskuviðurskiftum.

Bjóðað verður eitt spennandi starv í einum sera virknum um-hvørvi, har góðskuleiðarin kem- ur at vera partur av felagsins leiðslutoymi.

Løn sambært avtalu

Spurningar o.a kunnu setast til stjóra felagsins á telefon: 897000 ella 577000

Umsóknir skulu sendast til:Pelagos P/FViðm: GóðskuleiðariBakkavegur 62 530 Fuglafjørðurella pr teldupost til: [email protected]

Innan fríggjadagin 16 mai 2014 kl 24.00

Góðskuleiðar i

Navn? Elin Heinesen

Parlagsstøða? Í parlagi við Jóhan Petur.

Hvar býrt tú? Á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn.

Hvat lesur tú?Ella hvørjum arbeiðir tú við? Eg lesi journalistikk á Roskil-de Universitet, og arbeiði hjá Javnaðarflokkinum á Fólka-tingi.

Hvat fekk teg av landinum? Ein kombinatión av útlongsli og útbúgving.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti? Eg havi verið útiseti seinastu 6 árini.

Trívist tú? – og hvør er ors-

økin til tað? Eg trívist væl. Tað eru fleiri ors-økir til tað. Mær dámar væl út-búgvingina,samstundis havi eg eitt ótrúliga spennandi starv og fantastiskar starvs-felagar. Men tað, ið hevur størsta týdning fyri mín trivna, eru øll tey fantastisku fólki-ni, ið eru rundan um meg í tí dagliga. Nógvir av mínum vi-num búgva eisini á Oyrasund-skollegiinum, og hetta ger alt eitt sindur hugnaligari. Eri eg lekkursultin skal eg bara gan-ga eina hædd upp, har Jancy altíð er klár við onkrum nýbak-aðum. Eri eg kaffityst fari eg í blokkin við síðuna av, tí Lív hevur altíð kaffi klárt. Tørvar mær eina barnagentu er tað eitt hanagleiv yvir til beiggja mín, ja eg kundi blivið við.

Hvat tekst tú við í frítíðini? Størsta parturin av frítíðini brúki eg saman við dóttrini og

sjeikinum. Annars dámar mær væl at gera mat, baka kakur og drekka kaffi við vinkonunum. Inn í millum er eisini pláss til ein býtúr.

Hvat er tað besta við Danmark? Føroyafrádrátturin.

Hvat er tað ringasta? Danir skilja ikki mín humor. Eg veit ikki, hvat er galið við tei-mum. Mín teori er, at danir ikki eru stuttligir.

Ætlar tú tær heimaftur? Uttan iva. Men nokk ikki til Viðareiðis. Eg havi fingið mær ein havnamann, ið ikki setur tvøran fót útum Ringvegin, so mann endar nokk í Havn.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar? Familjan í Føroyum.

Hvørjum leingist tú allar-mest eftir í Føroyum?Tað er serliga familjuni. Men eg leingist eisini ótrúliga nógv eftir hjallinum hjá babba. Hjal-lurin hjá babba er sum Seven-Eleven, døgnopin.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara? Kalendari, kalendari, kalendari.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying? Hálvan tíma ov seinur.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð

”dummað” teg? Eg havi nokk ofta sagt okkurt býtt, men eg kann ikki koma í tankar um nakað beint nú.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár? Í Føroyum

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her: Heilsanin fer til mína barn-dómsvinkonu Bjørg Mohr, tillukku við at tú nú ert flutt heim aftur.

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð? Vinkona mín Rannvá Lutzen.

Útisetin hesaferð:”Leingist ótrúliga nógv

ef t ir hjallinum hjá babba”

Page 16: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 201416

Tað var ein svalligan lágæt-tardag, at vit báðir, Magnus Dam Jacobsen, høvdu ok-kurt rørarbeiði fyri í sam-bandi við nýggju heilsøluna hjá p/f J. F. Kjølbro. Mag-nus arbeiddi tá – sum eftir tørni - antin sum prentari á Norðlýsinum ella sum alra-handamaður í blikksmiðju-ni á Fornagørðum.

Tá kom ein ungur væl-dæmdur skipasmiðulær-lingur av bedingini hjá JFK framvið við onkrum eyka-luti undir hondini, og sum eitt skot var henda ráliga løtan broytt til eitt fýrver-karí av kæti og kommersi.

Magnus – sjálvur sera fimur frásøgumaður - helt fyri aftaná: “ Júmen, hvør er hasin fýrurin? Eitt so-vorðið sjónleikaratalent við so plastiskum rørslum. Soleiðis at teir persónarnir, sum jassurin lýsti við síni frásøgu - bæði við gongu-lagi og hábrøgdum - gjørdi: at persónurin var bara har! Eg havi ikki uppliva nakað so stuttligt og livandi áður”, segði Magnus í skellilátri.

Og svarið var, sum les-arin longu hevur kollgitt: bara ein ávísur Janus í sí-num essi! At kalla hann eitt sólskinsbarn er nú kanska í meira lagi (hann fylti 70 ár í oktober); men hinvegin er hann eitt hendinga hittino-rðaður kallur, sum - bæði á degi og nátt - so ótrúliga nógv sól hongur uppí.

Janus hevði ikki sítt skemtaralyndi frá frem-mandum. Sagt verður frá, at ein av hansara skyld-monnum, sum væl til aldu-rs lá og “skuldi sigla av”. Tey nærmastu vaktu yvir honum, men sum á gáttini kom hann ferð aftaná ferð aftur fyri seg - fyri at siga eini skemtisøgu ella frá aðrari stuttligu hending af-turat - (!).

Í grindavásiTað er ikki øllum beskorið, soleiðis í einari knappari vending at snara eina hel-dur hættisliga støðu við hu-mori til nakað heilt annað. Men mitt í hesum rokaliga vinnulívssamfelagnum har norðuri kanst tú hitta fólk, sum frá gerandisligum grálýsi brádliga fáa sólina

at glotta undan. Tak bara úr rúgvuni garpar sum: Jákup á “Polaris”, Franklin Ziska, “Hasj”, Kiss, Victor o.fl.o.

Synd er at siga, at Klaks-víkin og eysturbygdirnar í Eysturoy altíð vóru “vina-býir” undir grindarakstri. Tí tá galt tað um lív um at gera, hvar ið grindin skul-di leggja beinini. Øðin og tilvildin ráddi. Óansæð hvussu leikur fór um firðir og nes - um sjóvarfall ella ætt. Onkuntíð varð bara gi-við upp til skutil. Og aðra tíðir varð heilt lívshættisli-ga skotið inn í bólkin.

Men, táið seðlarnir vóru komnir út og skerast skuldi upp, so var alt lagt afturum – ja, t.v.s. til næstu ferð!

Ein grind lá uttarlaga á Pollinum. Illa gekst at reka. Knappliga sær grindafor-maðurin, at Janus reisir seg upp og siktar við einari “byrsu”. Formaðurin tveit-ti seg við nevanum á lofti niður í skutin og gjørdi eitt gallróp: “Janus, skjót ikki !!”

Og stutt eftir var skellilá-tur um tann ótamda báta-riðilin. Tí tá sást, at Janus stóð og siktaði við einari yvirvaksnari rørtong (!).

Hjá lækna Vit onnur, um vit ikki fáa

fleiri talentir við árunum, so kunnu vit tó fáa nøkur

pund afturat (!). Ein læk-navikarur við Klaksvíkar sjúkrahús hevði vitjan av Janusi fyri heilsusakir. Og læknin helt fyri við Janus, at betri varð at lætta nakað um hansara væltrimmaða kroppskinn við nøkrum pundum.

Og meðan Janus helti vanga, steintagdi og lýddi á við rundum og spyrjandi eygum, fór læknin á hissini gøtudonskum undir at vísa til ein góðan kostráðgeva: “Fru Jacobsen, hende må du kontakte, meget venlig, flot dame, og hun holder til her på hospitalet.” Og so bað hann Janus heilsa frá sær, tá ið ella um hann fann henda kostráðgevan.

Og tástani læt í Janusi: “Det er vel ikke noget pro-blem, for det er nemlig min

kone (!)”. Og so var.

BretinTað var á “Glade hjørn” í Havn, at nógv fólk var samankomið. Ein kona vildi heilsa upp á onkran hjástaddan breta, sum hon visti av var har, men ikki kendi, og hon valdi so ein vinarligan gentlemanlike úr rúgvuni og ynksti ho-num vælkomnan til landið og høvuðsstaðin. Og tey prátaðu eina løtu á enskum.

Men so spyr konan: Hvørjum býi í Onglandi he-sin vinarligi bretin er úr. Tá letur í blídliga “bretanum”: “ I wonder, my dear, becau-se my grandfather is from: Trøllanesi (!)” Og konan mundi fari aftur av - fyrst av bilsni og síðani av látri! (Janus einaferð enn -).

Skjótt er um - Janus fór seinasta heyst niður til Danmarkar at vitja konu sína, sum tá eitt skifti starvaðist á Hotell Tórshavn. Eftir einari nátt, fekk Janus eini so hervilig herðindi av blóðsótt, sum førdi við sær at skurðlæk-nar í skundi máttu skerja hann bæði á hondum og á báðum beinunum við - tí tað galt um lív!

Lætt er at vera væl fyri í góðum lagi, tá ið alt ber við. Tí munur er á lívsins viðráki og andarisi. Og eitt tílíkt skot fyri bógvin hevði ivaleyst sligið mangan sterkan mann út fyri well. Tó samfelt verður sagt frá av øllum teim sjúkrasy-strum og læknum á fleiri sjúkrahúsum, ið hava havt Janus undir hond síðani hetta bakkasti hendi: At ein sovorðnan sjúkling hava tey ongantíð í lívinum upplivað áður -!. Tí tað er hann, ið undir og eftir umstøðunum, sum fær tey at flenna og verða í góðum lagi - .

Sum skurðlækniVit bæði, Annelena, vóru tey fyrstu av teim ungu tá, sum giftust. Og mangan var lívligt í trongligu íbúðini á Selheyggi við einum hópi av ungari vitjan, og sjálvan-

di ikki minst, táið Janus var undir lonini. So rokaligt og óstýriliga stuttligt. Og ofta bleiv tað seint áðrenn av hæsaði. Men, hvat ger tað? Tú ert bara ungur einaferð.

Líggjas á Váli fylti 40 ár í 1962, og tá “opereraði” Janus frá hond til undir-halds – og uttan eitt orð! At vit mongu hjástøddu yvir-livdi seansuna - og sjálvur “pasjenturin” (Jákup á Bis-kupsstøð), sum lá á briksini – alt meðan Janus doyvdi, skar fyri og skar upp, dró vilini, flutti vombina fyri at koma fram at hjartanum (haldi eg tað var), umvældi, kikaði og blásti burtur úr æðrunum, tráðaði nálina, tráðdragandi seymaði hann samanumaftur, knýtti fast og beit tráðin av o.s.fr. – ja, tað er bara ótrúligt.

_ _ _ _ _

Søgurnar um og frá Janu-si eru óteljandi og skem-tiligar. Og eftir er bara at siga, at Janus Fritleivur Jacobsen er sonur Hjørdis og Alexander, kalsoyingar bæði, og giftur við Han-nelenu, dóttir Paulinu og Andreas Isaksen av Viða-reiði. Hannelena og Janus eiga einkardóttrina Hjørdis, ið er gift við Holgar úr Le-irvík, og tey eiga tríggjar synir, sum í minsta lagi eiga ein óstýriligan abba.

Janus fór um 70-árahvar-við fyrsta oktober. Stórt “kalass” varð sjálvandi hildið. Vit vóru tíverri ikki heima tá og fingu tí ikki takkað fyri hansara vins-kap, skemt og ljóslivandi upplivilsir. So vit kvittera við hesum orðum nú – so-leiðis í seinna lagi, í allari ótilstrekkiligheit.

Vit møttu forrestin Janu-si til Sólarkaffi í Leirvík herfyri. Fattur og skem-tingarsamur sum vant, og tað, sum ikki sást á honum, var, at hann spákaði longu tá - á tveimum nýggjum protesum!

Vit sannaðu einaferð enn: ja, tað er bara ein Janus -!

Arnstein

Janu s Jaco b s en– e in en dur h e i ls a ú r H oy v í k

“Bókasølumaður” á Selheyggi í 1960

“Spiderman” í Vestman-nahaganum í 1961

“Den lille havfrue” í Helsingborg í 1964.

Page 17: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 17

Stóra altjóða fiskivin-numessan í Brússel er eitt dømi um at pelagisku felø-gini í Føroyum hava ment seg nógv seinastu árini. Av sonnum kann sigast at yvirskoti, sum politika-rar og búskaparfrøðingar í Havn í dag kappast um at fáa hendur á - av vinnuni er brúkt til menning av vøru og sølufremjan til frama fyri fólk og tjóð.

Mikudagin lótu dyrnar upp til heimsins stórstu fiskuvinnumessu i Brússel, Seafood Expo Global 2014.

Føroyskar fyritøkur hava luttikið á Seafood Expo Global í nógv ár, men hetta er tó fyrsta árið, at Vinnu-húsið samskipar landabá-sin. Seafood Expo Global er heimsins stórsta sølu-messa innan sjógæti, har fyritøkur í tríggjar dagar møta kundum og fáa sam-band við møguligar nýggjar kundar og marknaðir.

Pelagiska vinnan í Før-oym, sum fyri nøkrum fáum árum síðan landaði óviðgjørdan fisk uttanlan-da hevur ment seg til at verða ein av fremstu mat-vøruframleiðarum í hei-minum, har fyritøkurnar

sjálvar í stóran mun selja til enda-kundan í Evropa og Asia. Básurin hjá Northpe-lagic er eisini framleiddur í Klaksvík av Grafia og tað er tankavekjandi og eggjandi at síggja ungar klaksvíkingar standa á eg-num beinum í Brúsell. Vør-an er fiskað av framkom-

num føroyskum skipum við føroyskum manningum, framleidd umborð av før-oyskum hondum og seld av føroyskum sølufelag til brúkarar um allan heimin.

Av sonnum kann sigast at yvirskoti, sum politika-rar og búskaparfrøðingar í Havn í dag kappast um at

fáa hendur á - av vinnuni er brúkt til menning av ski-pum, framleiðslu eindum, matvøru og sølufremjan til frama fyri fólk og tjóð.

Alt hetta er skapt uttan stuðul úr landskassa sum stendur í beinleiðis ands-øgn til tað alment stuðlaðu fiskaframleiðslu sum eru í

londunum kring okkum og sum føroysk sølufólk dagli-ga kappast við.

ES hevur júst sjósett ein nýggjan fiskivinnupolitikk har milliardir eru avsettar sum stuðul til marknaðar-føring av fiskavørum úr ES - at kappast við m.a. før-oyskar fiskavørur.

Stjóri, virkisleiðari og verkætlanarleiðari hjá Pelagos umboða nýggjasta virkið í Evropa á messu í BrússelStóra altjóða fiskivinnu-messan í Brússel er eitt dømi um at pelagisku felø-gini í Føroyum hava ment seg nógv seinastu árini og leiðslan í nýggjasta up-pisjóvarvirkinum í Evropa – Pelagos í Fuglafirði – er eisini á messu í Brússel.

Pelagos er umboða av Jóhan Páll Joensen, stjóra, Fríðin Ziskason, virkisle-iðara, og Petur Holm, ver-kætlanarleiðara.

KL AKSV ÍKING AR Á S Ø LUMESSU Í BRÚSSEL – TIL TJÓÐARBYGGING

Page 18: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 201418

Á Sjómannadegnum fyri trimum árum síðani, í 2011, sendi tá fimm ára gamli Olivar Askham úr Klaks-vik ein fløskupost. Fl,øs-kuposturin bleiv tveittur í havið í Kalsoyarfirði.

Leingi hevur verið at bíða og helst var fløskupos-turin um at fara í gloyms-kuna. Men nú fyri fáum døgum síðani kom forkun-nugt bræv úr Noregi.

Brævið er soljóðandi:”Hello Olivar!Vit eru tríggir dreingir, wum hava funnið brævið hjá tær , sum tú sendi í eini fløsku.

Vit: Ludvík 8 ár, Jonas 8 ár og Ketil 13 ár.

Fløskan var funnin í Bø í Vesterålen í apríl í ár. – Tað er í Norður Noregi.

Olivar segði, at hann ætlar at senda norsku dreingju-num eitt bræv og takka fyri svarið uppá fløskupostin.

FL Ø SKUPOSTUR ÚR B Ø Í V ESTER Å LEN

Page 19: Nordlysid nr 16 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 16 FRÍGGJADAGIN 9. MAI 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 16 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*. Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald**.

Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík, so kunnu vit vísa tær okkara nýggjastu bilar og greiða nærri frá 3 ára servicepakkanum.

Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlitÓkeypis umvælingarÓkeypis Toyota eykalutirÓkeypis viðlíkahald og skift av bremsumÓkeypis olja, løgir og skiftÓkeypis perur og skiftÓkeypis viskarar og skift

Ókeypis sprinklaraløg og áfyllingÓkeypis filtur og skiftÓkeypis vask av bili ísv. eftirlitÓkeypis tøkniligar dagføringarÓkeypis bilhjálp í EvropaHægri søluvirði á bilinum

Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40

Tú fært nógvar fyrimunir við einum Toyota 3 ára servicepakka:

*) Galdandi fyri allar nýggjar persónbilar. Servicepakkin er ikki galdandi fyri vørubilar og hýruvognar. **) Galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.Sí meira á reyniservice.fo

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Keyp ein Toyota - og fá ein 3 ára servicepakka

sansir.fo