20
Síða 8-11 Skrá 9 772245 065007 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Summarfrí Vit á Norðlýsinum eru við hesum blaðnum farin í summarfrí. Blaðið kemur út aftur 12. august í hvørt hús í Føroyum. Ein dagur á Viðareiði á hásummardegi KÍ MÁ TAKA BYRJANINA SERIØST FISKA SMAKKI- ROYNDIR Á SJÓMAN- NADEGNUM Útróðrarbátarnir við Íslandsloyvi hava fingið minni burturur í ár Síða 18-19 Fyri fyrstu ferð fer sjómannadagurin hesaferð at varpa ljós á smakkin á fiskinum, ið kemur uppá land í norðoyggjum. Síða 13 Síða 14 Síða 16

Nordlysid nr 26 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 26 Fríggjadagin 12. juli 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 26 2013

S í ð a8 -11

Skrá

9772245065007

NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Summarfrí

Vit á Norðlýsinum eru við hesum blaðnum farin í summarfrí.Blaðið kemur út aftur 12. august í hvørt hús í Føroyum.

Ein dagur á Viðareiði á hásummardegi

K Í M Á TA K A BY RJA NIN A SERI Ø ST

FISK A SM A K K I-ROY NDIRÁ S JÓM A N-N A DEGNUM

Útróðrarbátarnir við Íslandsloyvihava fingið minniburturur í ár

S í ð a

18 -19

Fyri fyrstu ferð fer sjómannadagurin hesaferð at varpa ljós á smakkin áfiskinum, ið kemuruppá land í norðoyggjum.

S í ð a13

S í ð a1 4

S í ð a1 6

Page 2: Nordlysid nr 26 2013

2 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 3: Nordlysid nr 26 2013

3NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 4: Nordlysid nr 26 2013

4 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

L E I Ð A R I N DA NSKUR V ERJULEIK A RI ROY NDA RV ENUR V IÐ K Í

Andreas Damgaard Jensen, ið er miðverjuleikari, royndarvenur hesa vikuna við KÍ.

KÍ hevur ætlanir um at styrkja um verjupartin í summarsteðginum. Um hetta fer at eydnast er enn ógreitt áðrenn 22. Juli, tá flytingargluggin letur aftur. Týskvøldið vandi danski miðverju leikarin Andreas

Damgaard Jensen við KÍ. Hann hevur seinasta árið spælt við Welligton í be-stu fótbóltsdeildini í New Zealandi. Áðrenn tað leikti hann fyri Blokhus í næstbe-stu donsku deildini. Hann skal royndarvenja hesa vik-

una og so verður støða tikin til, um hann fær sáttmála ella ikki. Leygardagin kl. 11.00 verður venjingardys-tur millum KÍ og Skála, har ætlanin er at síggja leikaran í dysti. Sum skilst eru ongar ætlanir í løtuni um at fara

eftir Rodrigo, sum annars fyri tíð síðani meldaði seg tøkan í Norðlýsinum. Hyg-gur ein eisini eftir stiga-talvuni, so er tað heldur í verjupartinum, at tað haltar.

Jákup Ósa

BrúdleypLeygardagin tann 3. August giftast Jógvan á Høvdanum (yngri) og

Annbjørg S. Abrahamsen. Vígslan verður í Fuglafjarðar kirkjuni í kl.11. Brúdleypið

verður í kirkjukjallaranum frá kl. 13.00 til 18.00. Øll er hjartaliga vælkomin.

Brúdleyp

Leygardagin 13. juli giftast Maria Ziskason, Klaksvík og Arnfinnur Nesá, Norðragøta.

Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna, ið verður í Gomlu Gøtukirkju kl.13 og til móttøku í Glyvra Hanusarhúsi eftir vígsluna. Um kvøldið verður veitsla fyri innbodnum í Spaniastovu í Klaksvík

80 ára føðingardagur4. juli fylti Hannemia Hammer, Runavík, 80 ár.Dagurin verður hildin sunnudagin 14. juli 2013

frá kl. 16.00hjá dóttrini Hansy Thomsen, Geilagtøta 10,

í Syðrugøtu.

90 ára føðingardagur

Hósdagin 18. Juli fyllir Elisabeth Nystrøm,Klaksvík, 90 ár.

Vælkomst verður í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag, Bøgøta 3, frá kl. 17 – 21.

Tað, sum vit borgarar í kommununi hava lagt mest merki til av arbeiði hjá Klaksvíkar Kommu-nu, man vera stóra verkætlanin við kloakkunum kring um í býnum.

Hetta er arbeiði, ið krevur sera nógva orku og sum hevur nógv avleitt arbeiði við sær, tí vegir skulu gravast upp og gerast aftur. Nógvastað-ni hevur ikki bert verið talan um afturgerð av vegum, men heldur um nýgerð. Uppsalagøta er eitt gott dømi um tað.

Men alt hetta er nakað, sum nýggja býráðið hevur arvað og er nakað, sum fer at halda fram yvir fleiri býráð afturat.

Hóast býráðið tí er rættuliga bundið peninga-liga, so ætlar nýggja býráðið at gera nógv við trivnaðin í býnum.

Eitt uppskot hjá Kristian Eli Zachariasen um at gera meira fyri tey, ið renna, ganga ella bara ferðast í náttúruni, fekk góða móttøku í býráð-num.

Hetta uppskotið gekk út uppá at gera gongugø-tur ymsastaðni í nærumhvørvinum til Klaksvíkar. Eitt nú runt Klakkin og niðan á Háls, gøtuna út á Borðoyarnes, Gøtuna til Árnafjarðar og eisini gøtuna í Skúvadal.

Býráði hevur samtykt at arbeiða víðari við gøtuni í Skúvadal. Ætlanin er, at hetta skal koma í eina langtíðarætlan við ”Ung í arbeiði”, soleiðis at miðvíst og skipað arbeiði skal gerast undir stýring av teknisku umsiting hjá býráðnum.

Vit fegnast um hetta átakið hjá býráðnum. Tað eru alt fleiri og fleiri, sum hava brúk fyri at styrkja sær likamið við at fara út í náttúruna, og sjálvandi er best, at slíkt fer fram undir skipaðum viðurskiftum.

Men vit eiga ikki at gloyma veturin. Tað myrku tíðina hava vit eisini brúk fyri at koma út, og her verður einaferð enn undirstrikað, at vit eiga at bera so í bandi, at farandi er eftir gøtuni út í Grøv, eisini myrku tíðina.

Vit eiga at seta ljós upp úteftir gøtuni til fríøkið vit eiga har úti, soleiðis at vit kunnu fáa nógv meira burturúr hesum økinum, enn vit hava fingið higartil.

Norðlýsið fer við spenningi at fylgja trivnaðaræt-lanini hjá býráðnum.

Vit eru farin í summarfríVið hesum blaðnum fara vit á Norðlýsinum í summarfrí. Tó so, heimasíðan www.nordlysid. fo verður uppdaterað dagliga alt sumar. Vit hava sett fólk at røkja hetta í summar, so tað er bara framhaldandi at senda tilfar og lýsingar til [email protected] ella [email protected] .5. august vera vit onnur aftur til arbeiðis á blaðnum.

Ikki bara ”jarn og betong”

Page 5: Nordlysid nr 26 2013

5NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Norðlýsið setti henni stev-nu í gjáramorgunin klok-kan ellivu. Longu tá setti hon á triðja høvdið. Jacoba V. Staksá lærdi í klippi-stovuni hjá Gunnvør Jacob-sen í Tórshavn. Tá ið hon varð liðug í læru, átti hon fyrsta barnið, Mariu. Tá ið barsilin var at enda ko-min, byrjaði hon virksemi á Viðareiði.

- Leggjast kann til stutt-leika afturat, at fyrstfødda hjá Jacobu í dag er vorðin frisørur. Hon hevur fingið sveinastykkið, men vantar lærutíðina og verður liðug í desember.

Ein salong í fleiri húsumTá hon byrjaði í 1993 var tað í táverandi heiminum á Grømma. Tað er miskeiðis í Viðareiðisbygd á kros-svegnum á suðursíðuni. Av loftinum á húsinum á Grømma, sum Ninna An-dreasen fyrr hevði havt sa-long, flutti Jacoba við búki, maka og einum gentubarni heim á Hoygarðin.

Heimi á Hoygarðinum gjørdi hon og maðurin eina rúmliga frisørsalong í kjallaranum. Heimi á Hoy-garðinum, omanfyri gomlu

handilshúsini á Viðareiði, stákaðist og búði hon til í 2005, tá ið hon og maðurin seldu húsini og fóru heim á Bakka í gomlu lærarahúsi-ni at leiga. Tí nú skuldi nýg-gj hús og ikki minst nýggj frisørsalong byggjast. Nú við trimum børnum, tað triðja frá 2000.

Ímeðan húsini vóru í gerð, hevði Jacoba V. Staksá eina frisørsalong heimi á Bakka. Í novembermánað í 2006 flutti Jacoba, maðurin og trý børn í nýggj stór hús á Eggjarveg 56. Húsini eru plaserað niðanfyri mittasta fjósið á Heiðum. – Í heima-ra endanum av húsinum er salongin, sum hon nú vir-kar í.

Ein parturav bygdasøguniTað er ikki at dylja yvir at frisørurin á Viðareiði er partur av bygdasøguni. Ja-coba hevur eisini onkrar søguligar bitar at fortelja frá. Tað eru nógvar bygda-myndir, sum Jacoba hevur hildið saksin yvir. Ein byg-damynd er Kristian Danjal.

Jacoba klipti í síni lærutíð fleiri viðingum og ein teir-ra var Kristian Danial, sum

viðingar kenna væl. - Eg minnist, hvussu

nógv hann gleddi seg til at eg fór at hava salong á Viðareiði. Hann ynskti at gerast fyrsti kundin í salon-gini. Tað loyvdi eg honum sjálvandi.

Hendan fryntliga og vældámda bygdamyndin gjørdist so statt fyrsti kun-din í eini tjúgu ára gamlari søgu.

Nógv høvd um at fara- Eg havi nógv, sum hava sína gongd í mína salong, sigur Jacoba. Ið hvussu

er helvtin av bygdarfólki-num ganga í mína salong til hárskurð. Umframt bygdarfólkið eru tað fleiri aðrastaðni frá. Nøkur koma úr Norðdepli, Hvannasun-di og enn tá úr Klaksvík. – Viðmerkjast kann eisini, at í gjáramorgunin klipti Jacoba eini fittari gentu úr Sørvági.

Eitt lívsyrki- Mær hevur dámað ar-beiðið væl og eg eri huga-lig enn, sigur frisørurin á Viðareiði. Tað hevur verið deiligt at havt arbeiði he-

ima, serliga tá ið børnini vóru smá. – Tað hava verið onkrar løtur, tá ið eg kan-ska ikki havi verið so huga-lig. Tá havi eg roynt okkurt

annað, men eftir stutta tíð er eg fallin inn aftur í fri-sørsalongina; ja fallin upp á pláss aftur.

Brúdleyp

Leygardagin 20. juli giftast Fríða Lillyardóttir úr Havn og

Absalon Matras Absalonsen av Viðareiði. Vígslan verður kl.12.00 í Öström, har móttøka eisini

verður kl.15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Veitsla er fyri innbodnum kl. 19.00 í Öström.

BrúdleypLeygardagin 20. juli giftast

Hanna Steinberg úr Klaksvík og Jóan Petur Joensen av Eiði.

Vigslan verður í Eiðis kirkju kl.12 og veitsla fyri inn-boðnum á Hotel Norð á Viðareiði kl. 18.00

BrúdleypLeygardagin 13. juli giftast

Bodil Hansdóttir Tausen, Saltangará og Jóhan Heimustovu Johannesen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 14 og veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum

í Leirvík kl. 18.30.

BrúdleypLeygardagin 13. Juli kl. 14, giftast í Hebron (Leirvík),

Lena D. Eysturstein, Leirvík og Jóhan Johannesen, Søldarfjørður.

Brúdleyp verður fyri innbodnum kl. 19

BrúdleypLeygardagin 13/7 kl 1400 giftast í býráðshúsinum í

Klaksvík, Astrid Leivsgarð Jacobsen og Kristoffur Dragaberg ,Klaksvík.

Høvið verur at heilsa uppá brúðarparið í hølinum hjá róðrafelaganum í Árnafirði frá kl 1700. Síggjast :)

Skorið hár á Viðareiði í tjúgu ár

Danial Viðoy

Jacoba V. Staksá av Viðareiði hevur í tjúgu ár verið frisørurá Viðareiði. Fimta juli í 1993klipti hon fyrsta høvdið ogsíðani eru flestir viðingar farnirí gjøgnum saksin hjá henni. Og tað hava teir verið glaðir fyri.

Page 6: Nordlysid nr 26 2013

6 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Undan kappingarárinum verður nógv skrivað og mett um, hvussu liðini fara at klára seg. Nú eru 15 um-før leikt og ein hálvegis ef-tirmeting kann gerast. Vit fara at skriva um, hvar vit væntaðu undan kappingini, at liðini fóru at enda. Eisini verða karakterir givnir. Ka-rakterirnir vera givnir útfrá fortreytunum hjá liðunum. Har verður met um, hvussu liðini hava støðið seg í mun til dygdirnar sum finnast í hópunum. Til seinasta fara vit at koma við okkara boði uppá, hvar liðini enda í ár.

Stigatalvan í løtuni í Effo-deildini sær soleiðis út:1. HB 34 stig2. ÍF 27 stig

3. EB/Streymur 25 stig4. B36 21 stig5. NSÍ 20 stig6. KÍ 19 stig7. TB 16 stig8. Víkingur 16 stig9. AB 12 stig10. 07Vestur 8 stig

Eftirmetingar og tippingar:

HBNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 1Karakterur: 8 av 10At HB fór at vinna 10 av teimum fyrstu 15 landskap-pingardystunum er einki óvæntað. Hópurin er og var mettur sum tann sterkasti í landinum. Hinvegin telur tað niður, at HB fór út úr

steypakappingini longu í fjórðingsfinaluni. Leiðslan í toppinum í Effodeildini er tó uppá heili 7 stig, og tí

skal ganga heilt galið, um HB ikki endar nummar 1.

Hvar endar HB: 1

ÍFNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 7Karakterur: 9 av 10

At ÍF av teimum flestu ble-iv sett á eitt 7. pláss undan kappingini bleiv gjørt útfrá fortreytunum um, at liðið hevði mist so nógvar leika-rar frá liðinum í fjør. Men so komu Jan Ellingsgaard og Bartal Eliasen afturíaf-tur og tað broytti fortreytir-nar. Men liðið hevur fingið ótrúliga væl burturúr og tað ber neyvan til at krev-ja stórvegis meira av fugl-firðingum.

Hvar endar ÍF: 3

EB/StreymurNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 2Karakterur: 7 av 10EB/Streymur er eins og vanligt seinastu árini par-tur av toppinum í bæði

Effodeildin: VIT DØ MA LIÐINI

Jákup Ósa

Niðanfyri fara vit at hyggja eftir, hvussu liðini í Effodeildini hava staðið seg í mun til vónir-nar undan kappingini. Eisini verður mett um, hvar liðini fara at enda á stigatalvuni í ár.

Page 7: Nordlysid nr 26 2013

7NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

lands- og steypakapping. Men føroyameistararnir eru ov langt aftanfyri HB fyri at fáa betri karakter. Eftir eina trupla byrjan er veruliga gongd komin á. Egil á Bø verður tó ikki við fyrstu umførini eftir sum-marsteðgin vegna summar-feriu, men hinvegin verður Arnbjørn Hansen tøkur aft-ur. EB/Streymur er vanliga best fyri seint í kappingini og tað fer eftir okkara tykki at røkka til topp 2 aftur í ár.

Hvar endar EB/Streymur: 2

B36Norðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 6Karakterur: 7 av 10B36 liðið er trupult at meta um. Tí hópurin er so tun-nur, men hevur eina øgi-liga styrki, tá liðið er full-mannað. Tí kemur tað at vera avgerandi fyri seinnu hálvu, hvussu upplagdur eitt nú Lukasz Cieslewicz verður. Hinvegin missir

liðið verjuskansan Martin Pedersen. Tað kann fara at ávirka. B36 kann blíva alt frá nummar 2 í besta føri til nummar 7-8 í ringasta føri.

Hvar endar B36: 6

NSÍNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 4Karakterur: 7 av 10NSÍ hevur gjørt tað sum væntað. Liðið liggur í kap-pingini um seinastu Europa plássini eins og liðið enn er við í steypakappingini. Tó misti liðið nakað móti endanum av tíðini undir Abraham Løkin. Nú situr Heðin Askham við róðri, og tað verður ógvuliga spennandi at fylgja. Tað kann væl henda, at NSÍ fer at fáa eitt Europa League pláss.

Hvar endar NSÍ: 4

KÍNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 5Karakterur: 6 av 10

Dygdin í hópinum er til meira enn eitt 5. pláss, har vit settu KÍ undan kap-pingini. Men tað hevur ikki gingið eftir vild eftir eina góða byrjan. Liðið he-vur ikki vunnið síðani 28. apríl og tað verður ein stór avbjóðing hjá nýggja ven-jaranum í seinnu hálvu. KÍ hevur søguliga sæð seinnu árini havt tað óvanliga tru-pult fyrsta partin av seinnu hálvu. Í steypakappingini hevur KÍ trupult útgangs-støðið við 1-1 javnleiki undan seinnu hálvfinalu-ni móti EB/Streymi við Margáir.

Hvar endar KÍ: 5

TBNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 8Karakterur: 7 av 10TB byrjaði illa og endaði illa. Men millum har sá tað skilagott út og serliga á heimavølli eydnaðist at fáa nógv stig. Liðið letur ikki nógv mál inn(20), men

skorar eisini fá mál(13). Tað ljóðar har suðuri frá, at kannað verður fyri møgule-ikunum at styrkja seg. TB hevði líknandi gongd seina-sta kappingarár, men hesa-ferð verður neyðugt við ei-nari betri seinnu hálvu, um liðið skal halda sær burtur frá niðurflytingarstríðnum.

Hvar endar TB: 8

VíkingurNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 3Karakterur: 4 av 10Tað bjargar karakterge-vingini nakað, at Víkingur hevur eina 3-2 leiðslu í steypakappingini og tískil liggur hampuliga væl fyri til at koma í steypafinalu-na. Men í landskappingini hevur liðið als ikki avrikað tað, sum tað kann. Vegurin bæði uppeftir og niðureftir er stuttur og vit vænta, at teir fara at førka seg uppef-tir. Men tað verður neyvan langt.

Hvar endar Víkingur: 7

ABNorðlýsið tippaði undan kappingini: Nummar 9Karakterur: 6 av 10AB liggur har, sum vit væn-taðu. Men var tað ikki fyri ein góðan endaspurt uppá fyrra hálvu, so sá sera svart út. 12 stig fyri 15 dystir er tó ov soltið og í steypakap-pingini kom liðið heldur ongan veg. Liðið hevur havt nógvar skaðar at dragast við og sum heild skuldu útlitini verið munandi betri fyri seinnu hálvu. Burtursæð frá TB, so er trupult at síg-gja, hvat lið AB skal kunnu yvirhála. Men tað ber til hjá argjamonnum, um teir megna at halda støðinum seinasta dysrirnar.

Hvar endar AB: 9

07VesturNorðlýsið tippaði undan kappingini: 10Karakterur: 4 av 10Tað byrjaði lovandi, tá 07Vestur fekk stig í tei-

mum flestu dystunum. Men tað er bara blivið til tann eina sigurin og liðið tykist vera væl á veg móti enn einari niðurflyting. Útlen-dingarnir megna ikki í nóg stóran mun at lyfta liðið og hópurin tykist ov veikur samanlagt. Tó er tað ikki so stórur munur á liðunum, tá 07Vestur spælir flestu av sínum dystum. Tí kann seinna hálva fara at roynast betri. Men tað verður ræt-tuliga óvæntað, um 07Ves-tur skal bara at nærkast 8. plássi.

Hvar endar 07Vestur: 10

Page 8: Nordlysid nr 26 2013

8 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 9: Nordlysid nr 26 2013

9NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 10: Nordlysid nr 26 2013

10 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 11: Nordlysid nr 26 2013

11NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 12: Nordlysid nr 26 2013

12 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Page 13: Nordlysid nr 26 2013

13NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Asbjørn Djurhuus, reiða-ri á Norðsøka segði, at íslandskvotan hevur roynt teimum lakari í ár enn árini frammanundan.

Norðsøki hevur lagt ve-iðuna upp í Oyggjunum av fýra túrum, áðrenn hann kom heim hendan túrin. Orsøkin til at teir komu heim nú, var helst mest at brúðleyp stendur fyri í fa-miljuni.

Tað at vit hava landdað í Vestmannaoyggjunum kemst fyri tað fyrsta av, at prísurin har hevur verið líka góður , sum í Føroyum

og betur. Eisini hevur veðrið verið

so vánaligt við Ísland, at tað hevur verið trupult at fingið ein góðan samanhangandi túr. Tað er nevniliga so, at í Oyggjunum krevst, at tú ikki hevur fiska meira enn í fimm dagar áðrenn tú lan-dar, annars vilja teir ikki hava fiskin.

Tað eru einir 40 tímar at sigla hjá Norðsøka og til Føroyar, men teinurin inn í Oyggjarnar er bara 8 tímar, segði Asbjørn Djurhuus, reiðari á Norðsøka at enda. 4 mans voru við Norðsøka

hendan túrin.

Líðhamar landaði sum sagt eisini til Kósina hósmorgu-nin, teir høvdu góð 40.000 pund. Eyðun Konráðsson, ið var bestimaður umborð sigur, at íslandstúrarnir hava roynst nógv verri enn árini frammanundan.

Hjá okkum var tað sole-iðis hesi tvey seinastu árini, at vit fyltu bátin hvønn túr nærum, men soleiðis er tað

ikki í løtuni.Veðrið hevur sjálvandi

spælt nógv inn, men hin-vegin er tað heldur ikki øll orsøkin, tí minni hevur verið at fingið í heila tikið. Íslendarar tosa ídag um, at upsafiskiskapurin har he-vur verið nógv minni og at sjógvurin er kølnaður mu-nandi, tað halda teir vera ein tann stórsta orsøkin til fallandi fiskiskapin.

Vit landaðu eina ferð

um 20.000 pund av upsa í Oyggjunum hendan túrin, tí veðrið var so vánaligt. Tá vit so fóru út aftur komu vit aftur í keðiligt veður, so vit hava í veruleikanum ikki fi-ska í meira enn fimm dagar hetta rendið og eg rokni við at vektin fer at liggja um 43.000 pund tá avtornar.

Báran og tindur eru eisi-ni har yviri, og eg haldi at søgan er júst tann sama hjá

teimum, segði Eyðun Kon-ráðsson hósmorgunin.

Eyðun vitsti eisini at siga frá Kallanes, at teir vóru júst yvirkomnir, tá Líðha-mar fór at sigla, teir fingu 3000 pund tann eina dagin og 8000 pund annan dagin, so byrjanin hjá teimum var bara góð.

ÚTRÓÐR A RBÁTA RNIR V IÐ ÍSL A NDSLOY V IH AVA FINGIÐ MINNI BURTURUR Í Á R

Hósmorgunin vóru Líðhamar og Norðsøki á Kósini og av-reiddu ávikavist 43.000 pund og 50-60.000 pund av upsa.

Page 14: Nordlysid nr 26 2013

14 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Um eina góða viku fer landskappingin í gongd í Effodeildini. 15 umfør eru leikt, har HB liggur langt á odda við 7 stigum niður til nr. 2. Bill M. Jacobsen, U-21 landsliðsvenjari og fótbóltsviðmerkjari, er bil-sin yvir, at HB liggur so langt á odda.

- Eg hevði ikki væntað, at HB fóru at liggja so greitt á odda. Eg væntaði, at lið fóru at fylgja betri við og tá hugsi eg kanska serli-ga um Víking, KÍ og EB/Streym. Men tey liðini hava sett nógv stig til, meðan HB hevur vunnið og av-gjørt dystirnar. Men tað hava verið dystir, har HB tað sama kundi havt mist. T.d. í Klaksvík haldi eg, at KÍ høvdu eins væl uppibo-rið at vunnið, sigur Bill M. Jacobsen.

ÍF fantastiskirEins og hjá fleiri øðrum, so er ÍF liðið, ið hevur verið mest jaliga íkastið í mun til vónirnar áðrenn kap-pingarárið.

- ÍF hevur verið heilt greitt tað positiva íkastið. Eg hevði ikki við frágong-

dini í vetur í huga vænta, at Albert Ellefsen fór at klára at halda støðið frá í fjør hjá ÍF. Men teir hava gjørt tað fantastiskt. T.d. hava tveir ungir mans sum Poul N. Mikkelsen og Leivur Joen-sen spælt væl. Clayton Soa-res er tann sami sum í fjør og menn sum Bartal Elia-sen og Øssur Dalbúð muna væl. Á miðvøllinum haldi eg, at Bogi Reinert Petersen hevur fingið sítt orduliga

gjøgnumbrot, heldur Bill. Hann væntar eisini, at ÍF

er eitt av bestu boðunum uppá ein evt. avbjóðara til HB.

- Eg vænti at avbjóða-rarnir skulu finnast í EB/Streymi og ÍF. ÍF fær Dánal á Lakjuni afturat og síggja sterkir út, og tað, sum EB/Streymur vísti týskvøldi móti Lusitans í Champions League, var rættuliga sann-førandi. Av hinum liðu-

num vænti eg, at NSÍ og Víkingur fara at førka seg uppeftir, meðan B36 det-tur eitt vet niður, sigur U21 landsliðsvenjarin.

Byrjanin hjá KÍ avgerandiBill heldur, at fyrstu dystir-nir hjá KÍ vera avgerandi og at liðið má hava lært av undanfarnu árum. Síðani 2008 hava teir fyrstu 20 dystirnir(4x5 dystir) einans

givið tríggjar sigrar. So byrjanin uppá seinnu hálvu hevur verið ein stórur tru-pulleiki.

- KÍ má ikki fáa eina eins vánaliga byrjan sum sei-nastu árini. Til tað krevst ein góð fyrireiking har G-festivalur, Ólavsøka, Summarfestivalur og Sjó-mannadagur ikki mugu ávirka leikararnar ov nógv skeiva vegin. Tí teir hava verið ov óseriøsir summi

ár, har teir hava verið men-talt í feriu, meðan tiltøkini hava verið. Eg havi sjálvur møtt KÍ sum B68 venja-ri fleiri ferðir beint eftir summarsteðgin, og tá vóru leikararnir ikki komnir úr summarferiu. Onkran dy-stin komu teir við Norrønu dagin fyri dyst, sigur Bill.

Tá vit koma inná bestu le-ikarar hetta kappingarárið, so sigur Bill soleiðis:

- Har haldi eg, at Leif Niclassen hevur ska-rað framúr. Eisini aðrir málskjúttar sum Páll A. Klettskarð og Clayton Soa-res hava gjørt tað gott. Í HB verjuni hevur Jóhan Tro-est Davidsen verið framúr, meðan tað er stuttligt at síggja, hvussu Gunnar Haraldsen er komin á HB liðið, eftir at hava spælt í fleiri ár á lægri støði. Enntá hevur hann skorað fleiri mál. Og so eru gjøgnum-brot hjá leikarum sum Ivan Joensen, Árna Frederiks-berg og Hørður Askham gleðilig at síggja eins og áðurnevndu ÍF leikarum, sigur Bill at enda.

KÍ MÁ TAK A BYRJANINA SERI ØST

Jákup Ósa

Í mun til undanfarin ár, so mugu KÍ leikararnir taka summarið meira seriøst, um teirskulu koma betri frá byrjan í seinnu hálvu enn vanligt, heldur Bill. M. Jacobsen.

Page 15: Nordlysid nr 26 2013

15NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Sambært tølunum frá Fi-skiveiðueftirlitinum er ikki ósannlíkt at skip enntá hava havt undirskot av fiskiskapinum ella í me-sta lagið ongan vinning.

Besta prísin fekk Norðborg sum seldi fyri 6,75 kr í miðal og fekk til-samans 60,7 mió. Kr. fyri 8.998 tons av sild.

Steintór, Niels Pauli,

Rankin og Surðingur fi-skaðu 169,4 tons (fingu í miðal kr. 0,75) sum teir einans seldu sambært Fi-skiveiðueftirlitinum fyri kr. 127.071,-

Vánaligasta prísin fingu Rókur og Lerkur sum ei-nans fingu 0,68 kr. pr. Kg.

Havast skal í huga at ymiskt er nær á árinum ymisku skipini hava fiska

sild og tað ávirkar eisini prísin – men tað skerst ikki burtur at um nótaskipini einsamøll høvdu fiskað norðhavsildina so hevði søluvirði verið góðar 100 mió. kr. hægri og samlaða virðisøkingin ein góðan triðing hægri.

Tøl frá Fiskiveiðueftirlitinum sum Norðlýsiðhevur fingið hendur á vísa at rættiliga stórur munur er á hvat nótaskipini fingu burtur úr at fiska norðhavsild og so tað sum eitt nú heimaflotin fekk burtur úr.

Partur av flotanum fekk líti og einki burtur úr SILDAFISKISK APINUM 2012

Page 16: Nordlysid nr 26 2013

16 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

17. august verður Føro-ya Sjómannadagur. Sum nakað nýtt verður í ár eitt tiltak á degnum, har kokkar fara at matgera fiskavørur. Endamálið er at fáa sjálva vøruna í fokus.

Kendir kokkarNiclas Heri Jákupson er ein av fyriskiparunum av Sjó-mannadegnum.

-Vit hava fingið góð sam-bond við teir persónarnar,

ið vóru partar av matfe-stivalinum í Havn fyri nøkrum árum síðani. Ein av kendastu kokkunum í Føroyum, Leif Sørensen, verður við. Gutti Winther, sum er kendur frá sjón-varpssendingini “Spísika-marið” verður við eins og Jóhan Joensen, ið er kokkur í Áarstovu í Havn. Afturat teimum ætla vit at fáa na-krar av teimum bestu kok-kunum í norðoyggjum at

vera við, sigur Niclas Heri.

Grilla fisk á bryggjuniTað verður tann eyðkendi góði fiska lukturin, ið ke-mur at vera á bryggjuni í nakrar tímar á sjómanna-degnum.

- Tað sum í høvuðshei-tum fer at henda er, at vit fara at hava ein mini matfe-stival við føroyskum fiska-vørum. Á bryggjuni koma grillir at vera settar upp,

har øll fiskasløg, sum koma uppá land í norðoyggjum, fara at vera matgjørd. Før-oyingar hava altíð fiskað og etið fisk. Fyrr tosaði man oftast í tonsum, nú er meira tos um virði á lastini. Men vit fara víðari og leggja dent á smakkin og hvat tað er, sum fær tað besta fram í fiskinum. Á bryggjuni kunnu fólk so hava smakki royndir av hesum fiskinum, sum vit kalla fyri heimsins

besta fisk, sigur Niclas Heri við Norðlýsið.

Føroya besti skipskokkurEftir at kokkarnir fara at matgera ymisk fiskasløg til mongu gestirnar, so verður ein nýggj kapping á skrán-ni innan sama økið. Tá skal Føroya besti skipskokkur finnast.

- Aftaná alt hetta koma hesir kokkarnir so at finna Føroya besta skipskokk.

Teir fáa eina uppskrift at gera við einum avísum fiski og einasta treyt fyri at vera við er, at ein er skipskok-kur. Eins og til hinar kap-pingarnar á Sjómannadeg-num, so er góður vinningur til vinnaran. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at virka, si-gur Niclas Heri Jákupsson.

Royndir menn sigla trolara til Grønlands

Týsdagin 10. juli gjør-du nakrir eldri menn við miðalaldri uppá 76 ár klárt at fara til Grøn-lands við trolarnum Pri-me Qaqortok. Trolarin skal aftur til fiskiskap í Grønlandi.

Trolarin, sum hevur ligið í Klaksvík í fleiri ár, fer nú aftur til fiskiskap. Trola-rin skal yvir til Grønlands at royna, har hann skal fi-ska til framleiðsluvirki hjá JFK. Hósdagin fara nakrir eldri menn at sigla trolaran

yvir til Grønlands. Hanus Lassen verður skipari og afturat honum verða Sáma Jákup Hansen og Øssur Nielsen og ein fjórði, sum ikki var komin endaliga uppá pláss enn. Hesir antin hava ella fara at fylla ávi-

kavist 73, 76 og 79 ár í ár og hava allir m.a. siglt nógv hjá Strandferðsluni. Teir skulu tó ikki við til fiskis-kap, men koma heim aftur, tá teir hava siglt trolaran yvir.

Týsdagin 10. juli gjørdu nakrir eldri menn við miðalaldri uppá 76 ár klárt at fara til Grønlands við trolaranum Prime Qaqortok. Trolarin skal aftur til fiskiskap í Grønlandi.

FISK A SMAKKIROYNDIR Á SJÓMANNADEGNUM

Fyri fyrstu ferð fer sjómannadagurin hesaferð at varpa ljós á smakkin á fiskinum, ið kemur uppá land í norðoyggjum.Jákup Ósa

Page 17: Nordlysid nr 26 2013

17NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Í 2012 eru tilsamans 47 skip skrá-sett av Fiskiveiðueftirlitinum at hava fiska og selt makrel.

Bestu úrtøkunar (kr. Pr. Kg) fingu Norðborg og Næraberg.

Norðborg seldi fyri til-samans162,3 mió. kr. Fyri ein kiloprís sum var í miðal 9,1 kr.

Næraberg seldi fyri tilsamans 78,3 mió. kr. Og fekk næst besta kiloprísin 8,94 kr.

Finnur Fríði seldi fyri 100 mió. kr. Og fiskaði góð 18,6 túsund tons. Miðalprísurin var kr. 5,37.

Tróndur í Gøtu seldi fyri góðar 89 mió. kr. Og fiskaði góð 16 túsund tons. Miðalprísurin var kr. 5,57.

Havast skal í huga at Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu avreid-du til virkið hjá Varðanum so miðal eksportvirði á makrelinum er í miðal einar 3 kr. Hægri enn prísurin sum skipini fingu.

Nevnast kann at Nótaskipini og ídnaðarskipini fiskaðu sínar tillutaðu kvotur. Nótaskipini drýggjaðu sær kvotuna fyri at hava nóg mikið av kvotu eftir, tá prísurin varð bestur.

Trolarnir fiskaðu sjálvir sína kvotu, men kláraðu bert at fiska eina helvt.

Flakatrolararnir fiskaðu sína kvotu sum partrolarar hjá pelagis-kum skipum.

Rækjuskipini og línuskipini lut-tóku ikki í fiskiskapinum.

Garnaskip, útróðrarbátar og trolbátar fiskaðu onki av sínari kvotu.

Bert 2.400 tons vóru brúkt av teimum 12.000, sum vóru til Havstovuna, vinnuligar royndir, og hjá landsstýrismanninum at ráða yvir.

NORÐBORG OG NÆR ABERG FINGU BESTA PRÍSIN F Y RI MAKREL 2012

Sambært tølum frá Fiskiveiðueftirliti-num stóðu tey sjey frystiskipini fyri helvtini av samlaða søluvirði-num av makrelinum í 2012 hóast teir fiskaðu bert ein triðing av samlaða tonsatalinum.

Page 18: Nordlysid nr 26 2013

18 NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

Á nordlysid.fo komu fleiri greinar við myndum hen-dan dagin. Restin verður prentað í dag.

Válgarin er handilin– eisini fyri ferðafólkVálgarin hýsir ikki bert viðingum, sum keypa. Tað er stutt millum vitjanir av ferðafólkum í handlinum. Í kaffikrókinum í ein vestan er útsýnið av tí vakrasta, ið hvussu er fyri eitt út-lendskt ferðafólk. – Har sita ferðafólkini og nýta ein kaffimunn, sigur Eyð Jo-ensen, sum eigur og rekur Válgarin.

Viðingar eru hepnir at hava ein handil í bygdini. Válgarin sparir viðingum nógvar biltúrar til Klaks-víkar. Líkt er eisini til, at viðingar eru glaðir fyri hesa tænastuna. Rakstu-rin koyrir sum hann skal og tølunum bilar einki. Jú grundarlag er fyri handli í bygdini.

At reka handilin, hevur Eyð góða hjálp. Umframt mannin, sum er hollur stuðul, eru fleiri enn Eyð, sum standa innanfyri di-skin.

Men tað eru ikki bert

viðingar, sum halda tølu-num á eini positivari síðu. Útlendingar hjálpa eisini til, hóast teir ikki eru vanir at leggja nógv eftir seg.

Eyð greiðir soleiðis frá, tá ið spurt verður um ferðafólk:

- Teir dáma væl at koma inn á gólvið og best dámar teimum kaffikrókin.

- Teir keypa sær ein kaf-fikopp og kanska okkurt afturvið og seta seg síðani

í kaffikrókin at nýta útsý-nið. Summi sita heilt leingi og vilja illa nokk reisa seg aftur.

- Oftani verði eg eisini spurd um, hvussu er klári at lata vera við at sita í kaffikrókinum og skoða landslagið. Tá sipa teir til útsýnið, sum er so ótrúligt í teirra eygum.

Ein gomul gongugøtaer vorðin nýggj

Kommunur kring landið bjóða ungum arbeiði í skúl-afrítíðini. Viðareiðis Kom-muna hevur eisini havt ung í arbeiði. Tey hava gjørt eina søguliga gøtu í stand til gagns fyri bygdafólkið og onnur, sum vitja bygdi-na.

Tey ungu hava gjørt gomlu gøtuna millum Brekkumørk og Kirkjuna í stand. Í eini heildarætlan fyri hesa verkætlan, sum

Elisabeth Nybo hevur lagt fram á kommunstýrisfundi, er ætlanin at gøtan skal náa heilt niðan í Garð. Kaðal er lagdur í fyrsta strekkið til møguligt ljós í framtíðini.

Talan er annars um eina søguliga gøtu fyri Viðare-iðisbygd. ‘Uppi við Garð’ er elsti býlingur á Viðare-iði. Tað er líkasum haðani at bygdin av fyrstantíð tók skap. M.a. er tað hendan gøtan ið garðsfólk brúk-tu tá ið tey fóru til handils niðri á Brekkumørk og í kirkju sunnudagar.

Tað órørda dregurútlendingar til ViðareiðisTað er tann órørda náttúran, sum dregur ferðafólk til Viðareiðis og Føroyar yvir-høvur. Norðlýsið setti ei-num eldri pari úr Danmark stevnu eysturi í Eiðsvík hendan dagin og spurdi, hvat dregur tey til Føroyar?

- Tað er allarmest tann órørda náttúran, tað náttúr-liga, sum ið hvussu er til-talar okkum allarmest.

- Og tað, sum desiderað er ornað til ferðafólk, er eisini so náttúrligt. Deiliga avslappandi og ongar up-plýsandi lampur við nóg-

vum farvum sum aðrastað-ni, men bert litir, sum er skaptir av náttúrunnar hond.

- Veðrið er eisini sjar-merandi, eru tey á einum máli um. Ta vikuna tey vitjaðu, var veðrið betri í Føroyum enn í Danmark.

- Og so skulu føroyingar eiga, at teir eru sera blíðir og fyrikomandi. Vit kunnu ikki seta fingurin á nakað, ið hvussu er ikki enn.

Nógv virksemi ásmoltstøðini inni í DølumStørsta arbeiðsplássið í byg-dini, ið hvussu er innan pri-vata, er smoltstøðin inni á Dalhelli. Tað eru 8 ársverk á smoltstøðini, umframt at tíðum verða innkallað fle-iri. Tá ið til dømis smoltið verður vaccinerað.

Tað er ikki at taka seg aftur í, at smoltstøðin hevur nógv at siga fyri Viðareiðis Kommunu og ikki minst fyri pengakassan. – Bak-kafrost hevur ikki goldið stórvegis skatt til kom-mununa seinnu árini, men í komandi ár broytist hetta til eitt væl størri og muna-betri tal.

Jóhan Heini Heinesen

Ein dagur á Viðareiði á hásummardegi

Hósdagin 27. juni setti Norðlýsið sjóneykuna á Viðareiðisbygd og tess virksemi. Loddaði líka sum dýpið, fyri at vita, hvat gongur fyri seg í norðastu bygd í Føroyum. Nógv var at takast við.

Danial Viðoy

Page 19: Nordlysid nr 26 2013

19NR. 26 FRÍGGJADAGIN 12. JULI 2013

er royndur arbeiðsmaður á smoltstøðini. Hann sigur, at teir fáa 3,2 mió smolt í gjøg-num um árið. – Eisini peikaði hann mær í eitt kar í dag og segði, at har eru eini 110.000 smolt í. Mongdirnar eru stórar, rættiliga stórar.

Matstovan hjáElisabeth setir metTað eru tekin í sól og mána, at matstovan hjá Elisabeth

fer at seta met í vitjanum hetta summarið. Í fjørsum-mar, sum var hennara besta, vitjaðu 3700 matstovuna. Long nú er talið komið upp á 2100 gestir (27. juni).

Elisabeth Nybo, sum eigur og rekur matstovuna, hevur úr at gera. Tað er ikki dagur, uttan at matstovan fær vitjan.

Elisabeth hevur havt mats-tovu og kiosk í fleiri enn tíg-gju ár nú og talið av gestum

er vaksið støðugt síðani hon byrjaði. Norðlýsið prátaði við hana eftir “sesongina” í fjør og tá sá hon bjart upp á framtíðina og fortreytirnar fyri matstovuni.

Í dag sær enn ljósari út, kunnu vit loyva okkum at siga. “Sesongin” er illa nokk komin í helvt og 2100 gestir hava longu verið á gátt.

Page 20: Nordlysid nr 26 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo