20
NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 Taka støðu til Klaksvík í Heyst BÚSTAÐIR BYGT ÍBÚÐIR Í LEIRVÍK AV VIÐAREIÐI UPP Í SKÚLABUSSIN EIN FÚLAN KALDAN ILLVEÐURS MÁNAMORGUN Viðareiðistunnilin –endiliga er spakin settur í EIN STÓRUR DAGUR FYRI OKKUM ØLL ILT ER GAMLAN RAVN AT NARRA Pól á Kletti skrivar

Nordlysid nr 23 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 23 Fríggjadagin 27. juni 2014.

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 23 2014

NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

9772245065007

Taka støðu til Klaksvík í Heyst

BÚSTAÐIR BYGT ÍBÚÐIR Í LEIRV ÍK

AV V IÐA REIÐI UPP Í SKÚL A BUSSIN EIN FÚL A N K A LDA N ILLV EÐURS M Á N A MORGUN

Viðareiðistunnilin –endiliga er spakin settur í

EIN STÓRURDAGUR F Y RIOK K UM Ø LL

ILT ER G A ML A N R AV N AT N A RR APól á Kletti skrivar

Page 2: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 20142

L E I Ð A R I N

Týsdagin 5. August giftastRó Kajsdóttir, Saltangará og

Dánial Bertholdsen, Klaksvík.

Vígslan verður kl. 11 í Betesda í Klaksvík,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 14 í Skálanum í Klaksvík,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Leygardagin 5. juli kl. 10 giftastHeidi Isaksen, Klaksvík og Theodor Thomassen,

Miðvágur, á býráðsskrivstovuni í Tórshavn.

Frá kl. 16 er opið hús í Dungagøtu 7, Tórshavn,har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda

dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Gamalt/Nýtt í KlaksvíkNógv spennandi vøra er komin út Danmark

Vælkomin í Gamalt/NýttKlaksvíksvegur 68

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

Brúdleyp

Týsdagin 15. Juli 2014 giftast Gunvør Reyðberg og Hans Sjúrðaberg bæði úr Klaksvík,

í Býráðshúsinum í Klaksvík.

Vígslan verður kl. 12.00 og frá kl. 19.00 verður væl-komst heima hjá hjúninum á Heygavegi 69,

har øll eru hjartaliga vælkomin

Brúdleyp

Leygardagin 28. juni giftast Borghild Simonsen og Robin Ivan Einestrand Kjeld. Vígslan verður

kl 11 í Götu kirkju.Dögurði verður fyri innbodnum kl 14.

Frá kl 19 er opið hús heima hjá hjúnunum á Brattagötu 10 við Götugjógv, har öll eru hjartaliga

vælkomin.

Brúdleyp

Føroyska fuglameingið hevur ikki havt so framúr góðar dagar seinastu árini. Sjálvandi eru undant-øk, men afturat sjófuglunum, so hevur gingið sera striltið hjá ternunum at fáa ungarnar undan.

Hesin, sum stóð á ljóssteyranum við víkingatoftir-nar niðri í Toftum við Borðoyarvík er árvakin og spentur, tú nú er við at bresta fyri nev hjá bøguni ið trúliga hevur ligið á eggum har.

Skulu vit taka útsagnir frá okkara sjófólki fyri fult, og tað skulu vit, so eru glottar at hóma fyri fram-man. Boðað verður nevniliga frá, at nógv meira av nebbasild, tí stóru sildini, men eisini av smærra slagnum, sum menn á fuglaplássum kalla fyri ”lun-dasild” hevur verið at sæð á firðum og sundum í vár.

Sama dag, sum ternupápin stóð á steyranum við víkingatoftirnar, tosaðu vit við viðareiðisbónda, sum var inni í Viðvík og hugdi eftir seyði sínum. Tá vit spurdu hann eftir ternubøli, segði hann, at hann júst hevði hugt eftir og at har var nógv terna.

Beinleiðis segði hann, at hann hevði talt 103 reiður við eggum og trý har ungarnir vóru komnir út. Men her eru nógv fleiri reiður, skal eg gita, so haldi eg at eg tori at siga, at her eru eini 4 til 500 reiður.

Ikki bert sær betur út fyri fuglameinginum, gamalt var, at góður gróður á landi sást eisini aftur í sjó-num.

Niðri í Toftum, situr hesin og bíðar

Page 3: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 3

30, 31 og 32

Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn, Tel 30 99 00, Fax 30 99 01, [email protected], www.industry.fo

Vinnuhúsið og fyritøkurnar:Aluplast P/f, EL.FO, Elmek, Heildarverk Sp/f, Jóan Petur Vang Sp/f, KS Timburhús P/f,

P/f Element- og betongvirkið við Gjógv, P/f J & K Petersen, Sp/f ÁST, Sp/f ROEST, Zacharias Leitisstein P/f

Fyritøkur innan byggivinnuna halda summarferiu vikurnar

- tað er frá mánadegi 21. juli til sunnudag 10. august 2014.

sansir.fo

Við stórum áhuga sat eg við telduna, har býráðsfundurin 19. juni varð stroymaður. Á skránni var m.a. skúlabyg-ging í Klaksvík. Áhugavert var at hoyra, at allir býráðs-politikarar ynskja nýggja samanlagda fólkaskúlanum í býnum bestu karmar og atkvøddu eisini fyri byggjs-kránni, og harvið 1. byggi-stigi, av skúlaætlanini, nú hon fyriliggur.

Við 13 limum hevur byg-gibólkurin síðani 9. mai arbeitt við byggiskránni av skúlanum. Við dags-fundum og styttri fundum kann sigast, sum eisini kom fram á býráðsfundinum, at væl er komið burturúr. Eingin loyna er, at bólku-rin hesa tíðina hevur arbeitt undir stórum trýsti. Longu 18. juni lá tilmælið frá byg-

gibólkinum til samtyktar klárt til býráðsfundin 19. juni. Hetta er tilmæli við tíðar- og kostaðarmeting fyri 1. byggistig.

Í tilmælinum eru 2. og 3. byggistig nevnd og stendur har eisini, hvat hesi inni-halda. Viðheft tilmælinum var byggiskráin fyri øll trý byggistigini og samlaða hø-lisskráin.

Fyri framman liggur stór nýbygging í millum skúlar-nar báðar, tillaging av Skúlanum við Ósánna og umvæling av Skúlanum á Ziskatrøð. Sum sæst í byg-giskránni og tilmælinum er verkætlanin býtt í trý byg-gistig:

Byggistig 1: Útiøki/skúlagarður Heimaøki 1. – 9. flokk

við fýra 4 sporum Serøki

Felagshøll við tænastude-pil og matarhøll

Byggistig 2: Fyrisiting Fakhølir Gigni Útiøki ValskúliByggistig 3: Fimleikarhallir Tannlækni Forskúli Útiøki Hóast tilmælt er at byrja

við útiøkinum í hesum ári-num, 2014, so eiga vit ikki at gloyma, galdandi kanska serliga fyri politisku skipa-nina, at hetta er ”bara” ein partur av stóru verkætlani-ni, sum fer at fevna um fle-iri ár og eisini fleiri býráð.

Við 1. byggistigi er ikki komið á mál. Í meðan eg sat og lurtaði eftir býráðs-politikarunum, so fekk eg

onkuntíð varhuga av, tí tað eisini beinleiðis varð sagt, at í 2018 fer skúlin at standa liðugur. Júst her er vandin, tí alla tíðina ei-gur politiska skipanin at hava í huga, at uttan 2. og 3. byggistig er skúlin ikki liðugur. Neyðugt er, at øll byggistigini verða viðgjørd sum ein samlað ætlan og ongantíð hvør sær.

Avbjóðingin er kanska, at tilmælið hevur tíðar- og kostnaðarætlan fyri 1. byggistig, og tí verður hetta tikið sum ein skúli. Í veruleikanum er hetta ein triðingsskúli, hóast fyrsta byggistig óivað er tað stør-sta.

Spennandi verður at síggja broytingarnar á skúlaøkinum, bæði í byg-ningi og bygnaði. Stórar avbjóðingar standa fyri

framman og neyðugt er, at lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur og ikki minst býráðið, nú og tey koman-di, taka hetta í álvara og fylgja samlaðu ætlanini, til skúlin, við øllum trimum byggistigunum, stendur liðugur.

Gott og spennandi er at síggja, at Klaksvíkar kom-muna framhaldandi setur fólkaskúlan á skránna og ger frambrot. Hetta sæst longu og fer við vissu eisi-ni at síggjast aftur í býnum komandi mongu árini.

Tóra við Keldu,læraraumboð í skúlastýri-num fyri Skúlan við Ósán-na og limur í byggibólki-num

FR AMBROT ERU AT HÓMA

amr.fo

Page 4: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 20144

Víða um lond hvílir eitthvørt yvirnátúrligt yvir ravninum, ið við spádóms-evnum sínum varð havdur nær halgidómum. Men í Føroyum hevur hann verið roknaður sum rovfuglur, her-viligur at ræna egg og pisur og leggjast á smálomb. Tað var tí skylda hjá hvørjum manni í 15-50 ára aldri at oyða hann og lata yvirvøldini nevini; annars varð sektað. Ravnagorr verður í vissum førum roknað sum feigdarboð

Pól á Kletti

»Tað mátti Óli seyðamaður sanna, at gamal ravnur er ikki góður at narra. Ravna-hjúnini, ið regjørdu í haga-num hjá Heygsbóndanum, vóru ikki minst klók og va-rug. Hann skuldi duga meir enn at mata seg, sum skuldi kunna basa teimum.

Bóndin hevði boðið hitt besta skurðlambið til hans-ara, ið kundi bjarga honum frá hesum báðum fuglu-num, ið rændu egg og pisur

í fuglabjørgunum og ikki at tala um smálomb í haga-num.

Tað skuldi vera gomul søgn, at ravnur rænir ikki uttan í langfarahøgum. Var tað soleiðis, helt Heygsbón-din fyri, so bregðaði hetta forbidna slagið, sum var komið at halda til í hansara haga, burtur úr ætt, tí ikki hevði hann spurt, at hesir fuglar nakrantíð stjólu og naskaðu í grannahøgunum. Tað var ikki so væl.

Einaferð var Óli so hep-pin at fáa annan fuglin...«

Soleiðis leggur Sverre Patursson (1871-1960) fyri í søguni »Ravnahjúnini« í bókini »Fuglar og fólk«. Hetta brotið gevur greitt til kennar, hvussu argir menn hava verið inn á ravnin og tí hava lagt nógv fyri til tess at basa honum.

Sum skaðafuglur beindi hann fyri útkomuni bæði í bjørgum og høgum.

Spádómsfuglur og veiðifuglurMen alt veldst um hvar á fold, fótur fjakkar – og

hvørjum mentanum, tú kring heimsins lond møtir. Í fornøld varð ravnurin roknaður sum gudaborin spádómsfuglur, og sam-bært Klæminti úr Aleksan-driu (150-215 e.Kr.) vórðu ravnar hildnir í nánd av templum.

Og grikska skaldið Pindaros (522-443 f.Kr.) sigur ravnin geva meira enn seksti ymisk ljóð frá sær, tá hann krunkar; og til skjals hevur einaferð verið ein skrá yvir hesi ymisku ljóðini og týdning teirra. Sjálvt navnið ravnur hevur úr germanskum uppruna sín í mishátta málinum, eitt gorrandi krum krum – tí hevur hann eisini nøvni-ni »gorpur« og »krunkur« (krumkur).

Gomlu etruskarnir kan-naðu javnan innvølirnar í ymsum fuglum – m.a. ravni – til tess at spáa um framtíðina. Hetta kan-ningararbeiði útintu teir á staðnum, Vatikanstaturin er í dag, og sum uppruna-liga er etruskiskur gravs-taður. Heitið »vatikan« er

runnið úr úr latínska orði-num »vaticinare«, ið merkir at spáa.

Í gomlum døgum høvdu vit nevtoll í Føroyum. Allir menn millum 15 og 50 ár høvdu skyldu at lata myn-dugleikunum nev av skaða-fugli – teirra millum ravni – og gjørdu teir ikki tað, vórðu teir sektaðir. Henda veiðiskylda var ætlað til tess at minka um stovnin av skaðafugli. Seinni varð henda skylda avtikin, men teir, sum sjálvbodnir oyddu ravn, kráku og bak, kundu avreiða nevið og fáa eina krónu afturfyri.

Áður hendi tað ikki so sjáldan, at havørnir vóru at síggja í Føroyum, men ta sjónina dámdi bónda-num lítið, tí teir vóru bang-nir fyri seyðinum; tí var ravnurin ringur, so mun-di havørnin vera so nógv verri, tí hon var so nógv størri og grimari á at líta. Gamalt var, at maður, sum skeyt búravn, fekk ærull í løn, men tann, sum var so heppin at skjóta havørn, var fríur bæði fyri nevtoll

og skjútsflutning so leingi hann livdi.

Eisini í Íslandi varð ravnur roknaður sum skaðafuglur. Og sambært gomlu íslendsku lógbókini »Grágás« kundi hvør sum vildi jagstra ravn.

Men ravnurin kundi ei-sini vera til gagns. Forni asiatiski veiðihátturin við tomum heykum og falkum hevur í roynd uppruna sín frá tomum veiðiravnum. Rómverski rithøvundurin Plinius eldri (23-79 e.Kr.) sigur, at maður, nevndur Crates Monoceros, var á veiðiferð við tomum rav-num, sum hann hevði sitan-di á hjálmshornunum og á herðunum.

Eisini villir ravnar vóru Monoceros til hjálpar.

Eydna og feigdRavnasteinur verður nevn-dur í sokallaðum »svør-tubókum«, og gandamáttur hansara er kendur víða um Europa. Í Føroyum hava vit søgnina um sigurstein, sum V. U. Hammershaimb lýsir soleiðis í »Færøsk Antho-logi« (føroysk tjóðminni og ævintýr, 1891):

»Sigursteinur er góður at hava at ganga við uppi á sær, tí tann maður, ið hann hevur, fær altíð sigur, hvar hann er staddur í víggi. Ho-num verður einki at meini, hvar hann ferðast, hvørki av fólki ella trøllum, men eydnan fylgir honum, alt gongur honum eftir vild, og allir hava tokka til hansara.

Ei er tí at undrast á, at menn vilja gjarna hava ein tílíkan stein, sum ber so

ILT ER G AML AN R AVN AT NARR A

Ravnur ber orð fyri at vera klókur fuglur, og ringt er at koma honum í skotmála. »Ikki er gott gam-

lan ravn at veiða,« hoyra vit onkuntíð sagt í fluttari merking um fólk; eldri menniskjan, meira royndir

og snildir. Tað ber til at hava ravn taman, og hann kann læra at siga einstøk orð ella herma eftir fólki

Grikska skaldið Pindaros (522-443 f.Kr.) sigur ravnin hava meira enn seksti ymisk ljóð, tá hann krunkar; og til skjals hevur einaferð verið ein skrá yvir hesi ymisku ljóði-ni og týdning teirra — — Høggmynd frá fyrstu øld f.Kr. Eftirgerð av standmynd frá uml. 460 f.Kr. Louvre, Paris

Óðin var mætasti gudur hjá norðbúgvum. Hann átti tveir ravnar, Hugin og Munin, sum hvønn morgun fóru á flog og flugu um allan knøttin at frætta tíðindi. Um kvøldið komu teir aftur og søgdu, hvat ið teir høvdu sæð og hoyrt um dagin. Tí var Óðin so klókur og visti so nógv — — Grafikkur: Karoline Holhjem, Sandefjord

Page 5: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 5

nógv gott við sær.Men eingin maður veit

hvar hesin dýri steinur er at finna, men ravnurin veit tað, og nú skal siga frá, hvussu tú skalt fáa ravnin at fara eftir sigursteininum og geva hann frá sær.

Tað er manna søgn, at ravnur troðast í torra, ver-pur í gø og klekir í ein-mánaði. Tá ið ravnur nú hevur vorpið, skal maðurin fara upp í hamaran ella gjónna, har ravnurin hevur reiðrið. Har má hann sita fjaldur og ikki lata ravnin vita av sær og bíða kvirrur, til tess at ravnurin flýgur av reiðrinum.

Tá tarvast manninum at vera skjótur at sleppa at reiðrinum, taka eggini, harðkóka tey og fáa lagt tey aftur í reiðrið, áðrenn ravnurin kemur heim aft-ur, so at hann grunar einki ilt. Kvikur má hann vera, ið hetta skal útinna.

Ravnurin kemur tá aftur á reiðrið og legst á eggini. Men tá ið hann hevur ligið væl út um klekingartíð, fer hann at vera ótolin, tí at hann sær, at einki er enn brostið fyri nev, og ho-

num leiðist umsíðir liggja longur.

Nú tekur hann tey ráð at fara at leita sær eftir sigur-steini at leggja í reiðrið hjá eggjunum at fáa klakt tey til ungar.

Men maðurin má vera staddur har um vegir og an-naðhvørt skjóta ravnin og taka steinin úr nevinum á honum, ella lata hann leg-gja steinin hjá eggjunum og tá koma óvart á hann, áðrenn hann hevur fingið fullklakt hesi kókaðu eggi-ni, tí tá fer hann burtur aft-ur við steininum hagar, har hann fekk hann.«

»Úr Gjáarsøgu. Gamla tíðin 2« hevur Petur Jákup Sigvardsen úr heimbygd sínari Gjógv hesa frásøgn um sigurstein:

»So var tað ein dag-in, at Jógvan í Blásastovu stóð á grynkuni niðan fyri brúnna. Meðan hann sten-dur har, hoyrir hann tveir ravnar koma gorrandi.

Tá ið teir nærkast, sær hann, at teir berjast um ok-kurt, sum annar teirra he-vur í nevinum.

Jógvan gevur sær ikki stórvegis far um hetta, fyrr

enn okkurt kemur sendandi niður úr luftini og støkkur upp av aftur grynkuni. Tá ið hann fær hendur á he-sum, sær hann beinanvegin, at hetta er ein sjáldsamur steinur, sum hann ongantíð áður hevði sæð makan til. Hann fór til hús við steini-num og goymdi hann væl.

Seinni kom ein gamal prestur til bygdar. Hann hevði ferðast víða og var ein fróður maður. Hesin sami prestur fekk fregn um steinin, og hvussu hann var komin í mansins hond. Hann varð skjótt varigur við, at hetta var ein sigur-steinur, sum Jógvan hevði funnið.

Søgn er, at tann, ið finnur sigurstein, skal vera eyd-numaður. Men nú veit tó neyvan nakar við vissu at siga, hvat ið síðan er vorðið av hesum steini.«

Í svørtubók úr Trondenes í Noregi verður nevnt, at tann, sum vil vera ósjón-

ligur, skal áðrenn sólarris langafríggjamorgun leita sær at ravnsreiðri og taka størsta ungan. Hann skal síðan heingjast upp í eini jarnleinkju og jarnsprita upp eftir enda stingast í nevið, so at tað er opið. Tá kemur ravnsmóðirin og stingur ein stein í nevið á unganum, so at hann gerst ósjónligur. Hesum steini skal ein síðan fáa fatur á, og verður hann lagdur un-dir tunguna, hvørvur viðko-mandi úr mannaeygum.

Í grannalondum sum No-regi og Svøríki hildu tey ravnagorr boða frá deyða, men tey kundu eisini vera ein ávaring um, at úlvur ella bjørn vóru í nánd.

Og feigdarboð letur skal-dið J. H. O. Djurhuus (1881-1948) ravnagorrini yvir Beinisvørð bera, tá hann yrkir »Heimferð Nólsoyar Páls« ‒ um ta ferðina, Páll ikki spurdist aftur; hann sum júst í Fuglakvæði sí-

num hevði latið embætis-menninar í ódámligastu fuglahamarnar.

Vond menniskju kundu eftir foldarlív sítt rísa up-paftur í ravnshami, sum sagt verður frá í onkrum miðaldarkvæði. Eisini varð sagt, at glataðar sálir fóru burtur úr likaminum í ravnshami.

Í Penzane í Cornwall er ikki lukkuligt at gera seg inn á ravn, tí sambært ei-num oldingi har livir Art-hur kongur enn í ravnslíki. Í Languedoc hildu fólk vánaligar prestar vera um-skapaðar til ravnar tá teir doyðu.

Í orrustuni við írsku strandarbygdina Clontarf (1014) verða nevndir ravnar, ið herja á við nevi og klóm av jarni. Írsku kongarnir Brian Boru og Máel Se-chnaill vunnu tá avgeran-di sigur á víkingum úr Dublin og teirra sameindu. Túsund ár eru liðin og írar

hátíðarhalda sigurin, m.a. við útisjónleiki við sjálvum bardaganum sum evni.

Í fornum norrønum ri-tum detta vit mangan fram á frásagnir um, at krígshe-tjur skuldu fóðra ravnar við líkum, so at teir fingu met-tuna.

At ravnurin er svartur allur sum hann er, hevur helst givið fólki fatanina av einum ódámligum fugli við duldum mátti.

Svart er sorgarlitur í Føroyum og aðrar staðir í okkara mentanarheimi. Fyrr vóru líkkistur málaðar svartar, haðan tiltakið »ki-stuklæddur« stavar.

Svart er knýtt at myr-kum, vandamiklum og vondum maktum. Fjandin er oftast svartklæddur, og bók hansara verður nevnd »svartabók«.

Svart verður eisini sett í samband við sinnisstøðu-na hjá fólki, t.d. svart-skygd fólk, sum stúrin líta

STUTT UM RAVNRavnur hevur svartan búna, ið skyggir bláur og grønligur. Flogið er lætt og bæriligt. Hann er sera vitugur og varin, flýgur altíð av reiðrinum, áðrenn fólk nærkast. Málið er eitt gorrandi krum krum – tí hevur hann eisini nøvnini gor-pur og krunkur (krumkur).Hann livir um næstan allan heim. Og ikki bilar at fáa føði. Korn og eplir, ormar og sniglar kel-kar hann í seg. Í haganum er hann argasti eg-gjatjóvur og ungatjóvur og legst á smálomb; verstur er hann við tvílembur, tí tær fáa ikki so væl vart bæði lombini. Og í bjørgunum legst hann á eggini hjá øðrum fugli at drekka. Eisini rottur og harur mugu lata lív.Reiðrið hevur ravnur í meitilbergi ella ógong-dum gjáum. Stórt er tað sum ein túgva, og groft er tilfarið, hvannjólir, deyðseyðabein, tonglar og smá træsprek laðar hann upp við onkrum sinktráðsstubba og tettir við lyngi og mosa; innaní er ull og fjøður.Seint í februar ella tíðliga í mars verpur hann fýra ella fimm egg, grøn við brúnum prikkum. Um hálvafjórðu viku er útkomið, og nú fáa teir gomlu úr at gera, tí aldrin fær ungin so nógv, at hann ikki gapar eftir meira.

Í orrustuni við Clontarf í Írlandi (1014) verða nevndir ravnar, ið herja á við nevi og klóm av jarni. Írsku kongarnir Brian Boru og Máel Sechnaill vunnu tá avgerandi sigur á víkingum úr Dublin og teirra sameindu. Túsund ár eru liðin og írar hátíðarhalda sigurin, m.a. við útisjónleiki við sjálvum bardaganum sum evni — — Mynd: Scanpix

Í Íslandi varð ravnur eisini roknaður sum skaðafuglur. Og sambært gomlu íslendsku lógbókini »Grágás« kundi hvør sum vildi jagstra ravn

Tvey krákunev skuldu svarast fyri eitt ravnsnev í fyriski-panini um nevtoll

Av og á eru havørnir sæddar í Føroyum. Gamalt var, at maður, sum skeyt búravn, fekk ærull í løn

men tann, sum var soheppin at skjóta havørn,

var fríur bæði fyrinevtoll og skjútsflutning

so leingi hann livdi

Page 6: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 20146

at framtíðini, eru døpur í huga. Og vit nýta ofta máliskuna »at sverta« í sambandi við baktalu (at tala ilt um onnur).

Orðið »nekari« hevur rót í sponskum ella portugi-

siskum: »negro«, ið mer-kir svartur (lat.: »niger«). Í amerikanska borgarakríg-num lýsa stríðsrit og spei-rit nekarar sum vondar og syndafullar, tí teir hava de-vulsins egna lit.

Í Italia var fascistaher-urin hjá Mussolini nevndur »svartskjúrtur«.

Ravnur verður eisini set-tur í samband við ringar eginleikar hjá fólki, sum hesi orðatøk bera boð um:

»At stjala sum ein ravnur« – at vera ógvuliga tjóvskur. »Sum ravnur um deyðseyð« – at vera ógvuliga grammur eftir onkrum, uttan at hugsa um onnur. »Fara fyri ravnar og ránsmenn« – at vera fy-

rilitarleysur og misrøkja.

Jagstraður fuglurHøvdu vit í Føroyum ból-kað fuglar, sum vísindafólk aðrastaðni gera, so hevði ravnurin verið roknaður

upp í smáfuglar. Tí føtur-nar hevur hann sum teir – tríggjar tær, sum venda fra-meftir, og eina, sum vendir aftureftir.

Vit hugsa ikki um útsjón-dina, tá vit rokna bæði ravn

Í Fuglakvæðinum letur Nólsoyar Páll ravnin mynda handilsforvaltaran, og tað er eingin vøkur mynd, yrkjarin gevur av ravninum – bæði tí, at hann heldur so lítið um fuglin og uppaftur minni um mannin, sum hann myndar — — Bronsustandmynd: Hans Pauli Olsen

Eins og krákunev skuldu tvey baksnev svarast fyri eitt ravnsnev

»Ravnagorr yvir Beinisvørð, / skýdráttur, náttsól hálv...«. Feigdarboð letur skaldið J. H. O. Djurhuus

ravnagorrini yvir Beinisvørð bera, tá hann yrkir »Heimferð Nólsoyar Páls« -um ta ferðina, Páll

ikki spurdist aftur — — Mynd: Erik Christensen

Page 7: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 7

og kráku upp í rovfuglar-nar, men tí, at tey eru ørg at ræna bæði livandi og deytt, bæði egg og ungar. At tey ongan krók hava á nevinum er uppaftur ein orsøk til, at hesir fuglar vísindaliga ikki verða flokkaðir saman við rovfuglum.

Sum nevnt í byrjanini, so hevur ravnurin ongantíð verið nakar væl umtóktur fuglur í Føroyum, og tað er júst tí, at føroyingar hava mett hann sum gramman rovfugl, ið ikki firnaðist fyri at leggja á smálomb og drepa tey. Tí varð hann eisini jagstraður og prísur settur á nevið. Og í sum-mum hagum var tað eisini siður, at maður, sum skeyt búravn, fekk ærull í virðis-løn.

Av tí, at hann hevur verið so illa kendur og jagstraður, er ravnurin eisini vorðin styggur og eigur bara langt burtur frá húsum, har sum illgongt er; og ymsar staðir kring landið eru staðarnøvn sum Ravnagjógv, Ravnagil, Ravnhamar, Ravnsinsfjall o.s.fr. Fær ravnurin frið, so eigur hann í sama reiðri ár undan ári, og mangt kann vera at finna í ravnsreiðri, ið er gjørt av øllum mø-guligum – tonglum, tara, træsprekum, sinktráði o.s.fr. »Sum ravnsreiður« er tiltak um (1) okkurt, sum er óhóskandi samanblan-dað, (2) frísut hár. Ravnur verpur 4-6 grønlig egg við brúnum blettum. Gamalt er at siga, at ravnur troðar í torra, verpur í gø, klekir í einmána, og ikki eru un-

garnir háraðir fyrr enn á krossmessu.

Vanligt var fyrr at rokna trettan sólmánar í árinum, og torrasól er tann sólin, sum byrjar seinast í januar. So kemur gø-sól og so ein-mána-sól – fýra vikur, hvør sólin. Krossmessa er so 3. mai.

Gamalt er sagt, at ravnur ræðist ungar sínar og rýmir frá teimum, fyrsta teir eru útkomnir, so ljótir skulu teir vera. Men skjótt man hann koma aftur til teirra, tí góður er hann við teir kortini.

Ravnurin ber orð fyri at vera sera klókur fuglur, og satt er tað, at ringt er at koma honum í skotmála. Tað er eisini gamalt sagt, at »gamal ravnur er ikki góður at narra«. Og »ikki er gott gamlan ravn at veiða« hoyra vit onkuntíð sagt í fluttari merking um fólk; eldri menniskjan, meira royndir og snildir. Tað ber til at hava ravn taman, og hann kann læra at siga ein-støk orð ella herma eftir fólki.

Óðin, ásahøvdingi, var mætasti gudur hjá norðbúg-vum. Hann átti tveir ravnar, Hugin og Munin, sum hvønn morgun fóru á flog og flugu um allan knøttin at frætta tíðindi, og um kv-øldið komu teir aftur, settu seg hvør á sína øksl á Óði-ni og søgdu honum, hvat ið teir høvdu sæð og hoyrt um dagin. Tí var Óðin so klókur og visti so nógv; ja, var meira at kalla alvitandi.

Í Fuglakvæðinum letur

Nólsoyar Páll ravnin myn-da handilsforvaltaran, og tað er eingin vøkur mynd, yrkjarin gevur av ravninum – bæði tí, at hann heldur so lítið um fuglin og uppaft-ur minni um mannin, sum hann myndar.

Tað sigst, at ravnur kann liva, til hann er hundrað ár.

Lóg ella siðvenja?Av skattum, føroyingar fyrr høvdu at svara kun-nu nevnast: løgmanstollur, matrikulskattur (skansape-ningur), skúlaskattur, prest-tal (offur), skjútsgjald og nevtollur.

Nevtollurin er avgamal, men hvussu gamal, vita vit ikki. Tær elstu keldurnar siga einans, at siður hevur verið frá aralds tíð at svara henda toll ella skatt. Álagt var hvørjum manni millum 15 og 50 ár árliga til ólavs-økutingið at lata 1 ravnsnev ella 2 krákunev ella baks-nev; men hevði maður ein-ki av hesum nevum at lata, skuldi hann í staðin svara 1 skinn í tolli.

Eingin kongslóg tykist vera, sum upprunaliga he-vur ásett henda toll, men av tí, at hann er galdandi fyri allar Føroyar – og tí ikki ei-nans er ein bygdarviðtøka – er rímiligt at halda, at hann er samtyktur á tingi; og um so er, hava vit her eitt av teimum fáu dømunum um, at Løgtingið hevur lóggivið (tað var sum kunnugt bert ein dømandi og umboðandi stovnur).

Í teim elstu tingbókunum (aftur til 1614), er eingin

tílík viðtøka at finna, men á tingi 1665 og aftur í 1669 áleggur fútin »alle syssel-mændene, at de alvorligen skal befale almuen, at de efter gammel skik skal holde dem efter at give den sædvanlige næbtold og det hvert aar til sysselmanden, naar han omrejser at føre sager, at levere næbbene og gøre regnskab derfor, og hver mand, som er femten aar, at levere et næb, eller et skind derfor og ingen at foreskaanes under deres faldsmaal.«

Fyriskipanin við nevtol-linum hevði, sum nevnt, til endamáls at týna rov-fuglin, sum viðhvørt gjør-di stórskaða, serstakliga í lembingini. Fram til 1690 varð henda fyriskipan so toluliga hildin, men síðan royndu menn at skáka sær undan. Á ólavsøkutingi 1707 noyddust løgmaður og fúti at taka til orða og heita á sýslumenninar um at fáa skil á hesum.

Áheitanin tykist ikki hava rinið stórvegis við, og tá rovfuglurin nú tykist nør-ast í stórum, taka bøndurnir málið í egna hond og biðja sýslumenninar síggja til, at menn í aldrinum 15-50 gera sína skyldu.

Tað kann ikki sigast an-nað enn at rovfuglurin fyrr átti góðar dagar her. Næstan á hvørjum ári doyði seyður í túsundatali av veðri, armóð og svongd, fyri ikki at tala um fellisárini, tá ið at kalla ikki var rótin eftir.

Siður var ikki at geva seyðinum um veturin; hann

mátti bjarga sær sjálvum, liva ella doyggja. Bøndur-nir høvdu nóg ilt við at fáa neytini undan, so lítið var hoyggið.

Tær árligu frágreiðingar-nar til Rentukamarið geva okkum eina so dapra mynd av standinum í Føroyum og fólksins korum alla átjandu øld, at vit duga ikki at fata umstøðurnar.

Nevini brend á KrákusteiniFøroyar vóru frá 1709 til 1776 undir Íslands Stift, og 26. juli 1741 gevur Henrich Ochsen, stiftamtmaður, Rentukamarinum tær up-plýsingar, hann hevur fingið viðvíkjandi oyðing av skaðafugli í Føroyum og leggur fram eitt lóga-ruppskot um nevtoll, sum Christian kongur VI undir-skrivar og setir í gildi 21. november 1741. Hetta er so statt fyrsta skrivaða lóg, vit kenna um nevtollin.

Henda lóg, ið fekk skil á aftur nevtollinum, brýtur bert frá teirri gomlu viðt-økuni í tí, at bøturnar nú skulu nýtast til umvæling av løgtingshúsinum, at pre-starnir ikki eru undantiknir lógini og at nevtolsrokns-kapurin skal førast saman við jarðabókaroknskapi-num.

Innheintaðu nevini skul-du sambært grein 3 í lógini brennast. Og tað varð gjørt á Krákusteini í Havn við løgrættumonnum til staðar sum vitni.

Lógin um nevtoll varð avtikin í 1881. Peningurin

í nevtolsgrunninum skuldi falla til »Fondet for For-ulykkedes Efterladte paa Færøerne«; ein grunnur stovnaður 18. apríl 1832 við avlopi av peningi, savnaður til teirra, ið sótu eftir man-ningina á báti av Kirkju, sum gekk burtur 1818.

Heimildir:

V. U. Hammershaimb: Sigur-steinur. Føroysk tjóðminni og ævintýr. Færøsk Anthologi. Keypmannahavn 1891

Sverre Patursson: Fuglar og fólk. Varðin 1935

Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin. Dýralæra II. Mentunargrun-nur Løgtingsins 1951

Páll J. Nolsøe: Nevtollurin. Varðin XXXI 1955

Marius Johannesen: Lesi-bók um fuglar. Bókaforlagið Grønalíð. Tórshavn 1983

Petur J. Sigvardsen: Úr Gjáar søgu. Gamla tíðin 2. Forlagið Búgvin. Tórshavn 2001

Ronald Grambo: Svart katt over veien. Ex Libris Forlag As. Oslo 1993

Hjalmar P. Petersen og Páll Isholm: Steinur brestur fyri mannatungu. Forlagið Brat-talíð 2003

Clare Downham: The Battle of Clontarf in Irish History and Legend. University of Aberdeen 2005

Sagt verður um ravn, at hann dre-pur ikki, har sum hann eigur – og at hann er feitastur fellisár

Page 8: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 20148

Mánadagin tá klokkan var farin av trý, kundi fíggjar-málaráðharrin, Jørgen Niclasen, seta spakan í og grava fyrsta bøkkin leysan fyri nýggja Viðareiðistunlinum.

Vit vóru stødd ímillum Hvan-nasund og Leitið, ella nærri beint omanfyri Klettsenda á Viðoynni, har inntakið til nýggja tunnilin til Viðareiðis verður.

Aftaná at landsverk-frøðingurin, Ewald Kjøl-bro hevði boðið vælkomin, gav hann orðið til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Røða lands-stýrismansins kann lesast aðrastaðnis í blaðnum.

Sera nógv fólk høvdu leitað

sær til hátíðarhaldið, sum vera man nógvir viðingar og øll fegnaðust um, at hesin tungi burður nú endiliga skuldi koma fyri ein dag. Jógvan Heinesen, (Egga), ognaði sær bøkkin, sum landsstýrismaðurin gróv av. Helst endar hann á Hotel Norð, ella kanska í havanum hjá Jógvani. Vit fara helst at hoyra meira um hendan bøk-kin seinni.

Jørgen Niclasen settist at enda í eina broyt og setti kjaft-in á broytini í og gróv uppí fyrstu skuffuna og lessaði heg-nisliga uppí dumparan, ið stóð hjá – so nú er endiliga byrjað.

Um Viðareiðistunnilin verður sagt á heimasíðuni hjá Landsverk:

Um verkætlaninaNýggja farleiðin skal tryg-gja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er ein-breytaður.

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbrey-

taðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjør-dur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsle-iti, haðani verandi vegur (1.400 m) verður breiðkaður inn til Viðareiðis.

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyr-du 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farle-iðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Nú byrjar arbeiðið, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møgu-ligt avlop verður lagt í grótbro-tið Viðareiðismegin til møgu-ligar ætlanir hjá kommununi.

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2017.

Video frá hátíðarhaldinum kunnu síggjast á www.nordlysid.fo

V IÐA REIÐISTUNNILIN –endiliga er spakin set tur í

sí v ideo og f leir i myndir á w w w.nordlysid.fo

Page 9: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 9

Røða, ið Jørgen Niclasen, fíggjar-málaráðharri, helt í sambandi við, at spakin varð settur í fyri Viðareiðis-tunlinum, 23. juni 2014

RøðanSo standa vit umsíðir her, nú spakin skal setast í fyri Viðareiðistunlinum. Ein stórur dagur fyri okkum øll – og serliga tykkum, sum búgva á Viðareiði ella javnan nýta farleiðina.

Hetta er ein verkætlan, sum kanska hevur havt eitt sindur av mótstøðu, og tað hevur tikið tíð at koma hi-gartil. Men síðani vit fingu verkætlanina samtykta í Løgtinginum, so tykist tað sum um, tann mótstøðan er burtur. Tað vóni eg í hvussu er, tí tørvur er á at dagføra hesa farleiðina. Tað eri eg sannførdur um.

At koma til Norðoyggjar er stórbært. Fjøllini stan-da spelkin og steyrrætt og hyggja yvir búsetingarnar. Sindur ræðandi, men sam-stundis verjandi og uggan-di.

Tað er týðuligt, her má li-vast við náttúrini, og tit liva her í eitt við henni. Í tíða-rinnar bakspegli hava bjør-gini latið tykkum, men eisi-ni tikið frá tykkum. Havið hevur givið og havið hevur tikið. Sjálvt í bakkanum er

ungdómur farin. Tí hava tit óendaliga

virðing fyri náttúrini. Tí hevur varsemi og ikki minst trygdin ovurstóran týdning fyri tykkum. Tað er galdandi fyri hvørja farleið tit velja, um tað so er á havi, í haga, á vegi ella gjøgnum tunnil.

Áðrenn vegir, tunlar og byrging, mátti siglast við Emanuel av Klaksvík til at røkka øllum bygdunum her á leið. Heri Prestur he-vur greitt mær frá onkrum slíkum túri, sum ikki altíð vóru tespiligir. Men við sí-num skemtilga lyndi, kundi eisini okkurt stuttligt koma við í søgurnar. Serliga var trupult hjá ferðafólki at kasta sær av vatninum umborð. Hann greiddi frá, at menninir kundu kasta sær av vatninum um lyn-ningina, men verri var hjá

kvinnunum. Tær høvdu eina spann í lugarinum til vatnið. Ólukkutíð, tann eina túrin, kom ein kvinna at brúka øskuspannina, so var eitt øðiligt rokilsi úr lu-garinum.

Menningin hevur verið ótrúlig frá hesi tíðini.

Verandi farleið eftir landsvegnum úr Hvanna-sundi til Viðareiðis varð tikin í nýtslu fyrst í seks-tiárunum. Byrgingin um Hvannasund varð tikin í nýtslu í 1975, og tá var koy-randi allan vegin millum Klaksvík og Viðareiði.

Munnu øll vita, at á Viða-reiðisvegnum er ikki bara nógvastaðni brattlendi, men at trupulleikar eru av grót- og skriðulopi? Umle-ið 3 ferðir um vikuna, koma smágrót og steinar oman á vegin. Eisini skriðulop og skalvalop koma fyri, har

tað er neyðugt at steingja vegin upp til 5 dagar.

Við hesi vitan eiga øll at fegnast í dag. Á nýggju far-leiðini er vandin fyri grót- og skriðulopi burtur.

Verkætlanin fevnir um tunnil hiðani Hvanna-sundsmegin til Middals, sum verður 1,939 metrar til longdar. 1939 var árið, tá 2. Heimsbardagi brast á, og nú verður eisini buldur og brak her.

Nú farið verður undir at grava, bora og spreingja, ræður um at fara væl um náttúruna. Jarðskjálvtarnir á Viðareiði fáa kappingar-neyta, men vænti tó, at tit bera yvir við arbeiðsgongd og onkrum órógvi.

Tilhoyrandi vegagerð er 4.000 metrar. Somuleiðis skal vegur gerast frá Hvan-nasundi til tunnilin, og frá tunnilsmunnanum hinume-

gin úr Middali til Viðare-iðis.

Framkomuleikin til og frá Viðareiði verður nú mu-nandi betri, og tað er fyrst og fremst til gagns fyri tykkum, sum her búleikast, Men eisini fyri okkum on-nur.

Viðareiði er ein av mest vælumtóktu bygdum í Før-oyum at vitja, og tí verður hetta ein stórur fyrimunur fyri ferðavinnuna og aðra vinnu eisini.

Hjartaliga tillukku tit og vit øll, at tað nú verður læt-tari bæði at búgva á Viða-reiði hjá tykkum øllum, og hjá okkum øðrum at vitja hesa vøkru bygd tykkara.

Við hesum fari eg at boða frá, at um tvey ár skulu tit koyra handanvegin og ikki handan veg.

Takk

EIN STÓRUR DAGUR F YRI OKKUM Ø LL

Page 10: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 201410

Týskvøldið í vikuni var stórt hátíðarhald í KFUM&K í Klaksvík, tá 10. og 9. flokkar-nir við skúlar-nar í Klaksvík fingu handað prógv síni.

Løtan var hugnalig og ha-rafturat stuttlig. Ikki minst bleiv ein tikin í at samanbe-ra smædni vit gomlu løgdu fyri dagin tá okkara fráfa-ringardagar vóru við opin-leikan og búnu framløgur-

nar, ið næmingarnir ídag kunnu leggja fyri dagin.

Vit skulu ikki her endu-rprenta allar røðurnar, ið vóru hildnar. Men í sam-band við, at skjøtul varð settur á tunnilin til Viða-reiðis í vikuni, halda vit tað vera sera viðkomandi, sum næmingar av Viðare-iði greiddu okkum frá um teirra ferðing aftur og fram ímillum heimið á Viðareiði

og skúlan í Klaksvík.

Her er brot úr framløgu-ni, sum tær báðar Eyd-na Joensen Steinberg og Sandra Bjarnaskor Si-monsen gjørdu (Eydna og Sandra skiftust um at lesa upp):Tíðin er nú brátt farin fram-við og vit náttu 2014. Eitt ár, ein dagur, ein stund, sum hendan, ið vit trúðu

aldrin fór at koma….Tað eru altso liðin 10 ár

síðani vit byrjaðu í skúla-num á Viðareiði. Og nógv hava vit uppliva í gjøgnum tey 7 árini, vit høvdu har norðuri….

Í 2011, byrjaði annar ka-pittul. Vit fóru 7 næmungar av Viðareiði í framhaldsde-ild í 8. Flokk í Skúlanum á Zdiskatrøð. Nervarnir stóðu at bresta hendan fyr-

sta skúladag í Klaksvík. Alt var jú nýtt. Skúlin lær-ararnir, flokkurin og fólki. Tað var ein stór broyting, at flyta frá einum skúla við 40 børnum til ein skúla, við 10 ferðir so nógvum.

Vit máttu flenna, tá vit fóru at reypa um seyð og klaksvíkingarnir ikki vit-stu høvd ella hala um hvat eitt gimburlamb og eitt veðurlamb var. So hesi 75

tungu trapputrinini, sum skuldu gangast hvønn ei-nasta morgun. Og so vóru tað hesir sjeikaligi dreingi-rnar… tað gekk ikki long tíð, so stórtrivust bygdafólk í Klaksvík.

Í 3 ár hava vit so ferðast av Viðareiði til Klaksvíkar við bussi. Ikki var tað tes-puligt, at fara upp í bussin ein fúlan kaldan illveðurs vetrarmorgun. Ígjøgnum

AV VIÐAREIÐI UPP Í SKÚL A-BUSSIN EIN FÚL AN K ALDAN ILLVEÐURS MÁNAMORGUN

Eydna Joensen Steinberg og Sandra Bjarnaskor Simonsen

Page 11: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 11

storm, hálku og torusláttur, og so í bølamyrkri. Tá var at halda sær fast, og vóna tað besta. Og so alt grótið, sum ofta forðaði á Viðareiðis-vegnum. Og ikki at snakka um allar ferðslupropparnar í tunnlunum, tá hesir yvir-vaksnu treylararnir skuldu ígjgnum, við sniglaferð. Og

tá teir so møttu einari grav-kúgv, sum kom hinumegin frá; so at bakka útaftur, tí møtiplássini vóru ov lítil. Og tann ótolandi bíðitíðin í Klaksvík eftir bussinum, sum ofta fekk tankarnar at ynskja okkum aftur til Viðareiðis at ganga í skúla.

Men Eydna, við einum

góðum bussjaføri, so ber alt til. Tað vita vit øll, sum vóru við….

Ja, tíðin, hon rennur sum streymur í á, og alt fær ein enda. Tíðarskeiðið, sum fa-rið er, er nú vorðið til min-nir, ið hava fest seg í huga okkara. Tað er við logandi sorgblýdni, at vit her í kv-

øld, aftaná 10 ár, siga fól-kaskúlanum farvæl. Saknur verður í, men nú liggur triði kapittul fyri framman: ein spennandi og avbjóðandi tíð, har nógv okkara fara á miðnámsskúlar, og onnur aðrastaðni. Vit vilja tak-ka teimum, ið hava verið saman við okkum øll 10

árini, og teimum, ið hava verið saman við okkum tey seinastu 3 árini, fyri man-gar góðar løtur saman.

10. flokki, sum situr her í kvøld vilja vit takka fyri eina fantastiska tíð, tað be-sta árið av teimum øllum….

Søgdu altso tær báðar Eyd-

na Joensen Steinberg og Sandra Bjarnaskor Simon-sen í framløgu síni fyri 10. Flokk sín við skúlan á Zi-skatrøð.

Page 12: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 201412

Mánadagin var móttøka í Leirvík og á Oyrabakka, har Bústaðir sýndi fram nýggjastu íbúðirnar, ið júst eru lætnar felagnum til at bjóða út til limirnar.

Vit vóru í Leirvík. Íbúðir-nar har eru fimm í tali. Bústaðir hevur valt at byg-gja í tveimum støddum, onnur íbúðarstøddin er 63 fermetrar ímeðan hin er 78 fermetrar.

Minna íbúðin hevur eitt sovirúm, baðirúm og eitt stórt rúm, har køkur og up-pihaldsrúm er í einum og til íbúðina hoyrir eisini ein hjallur uppá 5 fermetrar.

Størra íbúðin líkist tí minni, men hevur tvinni sovirúm.

Tað sum er sera áhugavert er prísurin. Húsaleigan fyri størru íbúðina er settur til 4.992,- krónur um mánaðin og fyri minni íbúðina 3.895,- um mánaðin.

Andras Róin, stjóri á Bú-støðum sigur, at við byg-ging av íbúðum er støða tikin til, at íbúðirnar vera so ”grønar” sum gjørligt, og tað hevur við sær, at vit brúka antin sjóhita, jarðhita ella aðra grøna orku. Hetta ger, at íløgan verður nakað hægri enn um íbúðirnar høvdu tradionellu oljufýringina. Hinvegin, so lønar tað seg í rakstrinum. Vit rokna við, at íbúðirnar í Leirvík fara at kunna brúka minni enn 1000 krónur um mánaðin til upphiting og el.

Um hvussu kostnaðaræt-

laninar hava hildið til byg-gingina á Oyrabakka og Leirvík, sigur Andras Róin, at verkætlanin hevur gingið eftir ætlan. Nú eru hetta ikki so stór projekt sum talan er um her. Á Oyrabak-

ka hevði Jóan Petur Vang, sum átti grundøkið longu frammanundan gjørt eina ætlan, sum vit so hava rætta til saman. Í Leirvík er tað MTM, ið hevur staði fyri byggingini, imeðan Eystur-

kommuna hevði ogna sær grundøkið frammanundan og vit gingu so saman við teimum um ætlanina her. Tað hevur gingið væl og kostnaðarætlaninar hava hildið.

Sigast skal, at íbúðirnar í Leirvík eru sera snotiligar, tær eru í einari hædd, og tó við sera góðum útsýni. Omanfyri húsini er stórt tún, har til ber at seta bil-in frá sær og eisini ber væl

til at brúka økið har til ymiskar aktivitetir. Oman ímóti sjónum er fitt terrassa og ein hurð er beinleiðis úr stovuni og á økið niðanfy-ri, imeðan inngongdin til íbúðina er omanfyri.

BÚSTAÐIR BYGT ÍBÚÐIR Í LEIRVÍK

Page 13: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 13

Taka støðu til Klaksvík í HeystUpp á fyrispurning um miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu og ætlanirnar hjá Bústøðum her, sigur Andras Róin, at hann kann illa ímyndað sær annað enn at støða má ta-kast til tilboðið frá Kanjon í heyst.

Eg haldi at tilboðið frá

Kanjon var uppá eini 71 ella 73 milliónir, um eg minnist rætt og hetta til-boðið stendur vælsagtans ikki við i allar ævir, so er ímyndið mær at støða skal takast til hetta einaferð í Heyst.

Projektið í Klaksvík er eitt miðbýarprojekt og ef-tir ætlanunum hjá Osbirni Jacobsen, arkitekti skal ein vinnulívspartur vera uppi

í projektinum, tað vil siga, at í niðjastu hædd í íbúðarprojektinum skal vera ein vinnulív-spartur og tí skulu vit hava vinnulívið í Klaksvík við í ætlanina. Annars havi eg varhugan av, at byggivinnan hjá ok-kum í Føroyum hevur nógv at gera í løtuni. Tá talan er um minni projektir, so eru fleiri byggifyritøkur sum

kunnu vera við, men tá tað kemur til eitt so stórt pro-jekt, sum í Klaksvík, so eru fyritøkurnar ikki so nóg-var og tí verður kappingin um prísin kanska ikki líka so hørð. Men nú fáa vit at síggja, í øllum førum skulu

vit taka støðu til tilboðið vit hava fingið inn.

Ætlanin í Klaksvík er sera spennandi, ikki minst tí at arkitekturin Osbjørn Jacobsen vil hava at hetta skal vera byrjanin til ein vælvirkandi og lívligan

miðbý í Klaksvík og tað gleða vit okkum til at vera partur av, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum at enda.

Page 14: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 201414

Ein av okkara stóru pro-filum í samfelagnum er farin. Í mong ár var Jákup Sólstein formaður í Reiða-rafelagnum og andlitið úteftir hjá fiskivinnuni. Samstundis var hann ei-sini bindiliðið í Reiða-rafelagnum millum allar skipabólkar. Umframt hetta álitisstarv var hesin merkismaður við í nógvum pørtum av samfelagnum, innan mentan vinnulív og reiðaravirksemi.

Kom at kenna Jákup fyri mongum árum síða-ni, tá vit búðu beint við stjørnarskrivstovuna hjá Kjølbro har hann hevði sítt lívsstarv innan reiðaravirk-semi. Var oftani inni hjá Jákup og tosaði við hann og fekk góð ráð í sam-band við skiparakstur og tær frágreiðingar eg gjørdi fyri Fiskimálaráðið. Jákup hevði sera stórt innlit í fi-skivinnuna og fiskivinnu-politikk. Í hesum tíðarske-iði var hann mær hollur í ráðum.

Seinri flutti JFK norð í Com Data bygningin og hevði Kjølbro / JFK-Trol snotiliga skrivstovu á ovastu hædd við útsý-nið yvir vánna. Eg var so heppin, eisini at hava skrivstovu har, so her høv-du vit eisini eitt fruktagott samstarv.

Eg minnist tá eg kom inn á gomlu skrivstovuna á Garðavegnum hvussu ofta-ni Jákup tosaði við reiðarar í teimum ymsu skipabólku-num og hvussu væl hann dugdi at sissa teir, ið kan-ska ikki vóru so væl nøgdir við onkra politiska avgerð ella kvotabýtið millum ski-pini. Eg hugsaði við mær sjálvum, at hann ikki bert var formaður í Reiðara-

felagnum men eisini sannur diplomatur.

Tað var eisini mangur politikari í leitaðu sær ráð hjá Jákup, og veit eg, at um Jákup hevði sagt gott fyri onkrum sum politiski myn-dugleikin skuldi fremja, so var tað eisini gjøgnumført og var vinnan so tigandi eftir hetta. Sjálvt um hesar politisku avgerðir oftani rakti vinnuna hart.

Tá vit koma til tilfeingis-gjaldi, so var Jákup hart ímóti hesum og segði hann, at hetta var eykaskattur á vinnuna. So gløggur sum hann var, segði hann eisi-ni, at vinnan fór at klára at halda politikarunum frá at leggja tilfeingisgjald á vinnuna í nøkur ár, men at hetta fór at koma.

Saman skipaðu vit fyri tveimum fiskivinnuráðstev-num. Tá tilfeingisgjaldi var vorði veruleiki plagdi hann at taka til, at vit kláraðu at halda politikarunum frá tilfeingisgjaldinum í nøkur ár.

Jákup var sera røkin og arbeiðssamur, tá hann gjør-di avrokningar hjá flaka-trolarunum og øðrum ski-pum, vildi hann hava frið. Lívsstarvið hjá honum var reiðaravirksemi hjá JFK og átti hann eisini í fleiri skipum. Eisini hevði hann bókhaldi hjá línuskipinum M/B KLAKKUR í fleiri ár.

Eg hugsaði oftani um hvussu hann kundi hava orku til reiðaravirksemi og eina ørgrynnu av tele-fonsamrøðum hvønn dag, og eisini nógv fundarvirk-semið í høvuðsstaðnum. Jákup hevði sera stóra ar-beiðsorku og dámdi honum væl at verða í meldrinum. Tú visti alið hvar tú hevði hann.

Tað er eingin ivi um, at reiðarafelagið mentist nógv meðan hann var formaður og var felagið eisini sera sjónligt. Tað var eisini hann sum skipaði fyri, at felagið fekk egna skrivstovu. Hetta hevur verið eitt sera stórt framstig hjá Reiðarafelag-num.

Umframt at virka sum reiðari í mong ár, so var Jákup eisini nevndarlimur í fleiri nevndum harímillum Havsbrún og Tryggingar-felag Føroya, har hann eisi-ni var formaður í nevndini. Hetta vísir, at her var ho-num eisini víst stórt álit.

Jákup var ein sannur stratekur, tá vit viðgjørdu fiskivinnuspurningar og vit høvdu ætlanir um at gera tað á okkara hátt, segði hann, hoyr nú her, eg haldi ikki at hatta er besti mátin og so kom hann við sínum sjónarmiðum. Aftaná sá eg, at hann hevði fullko-

miliga rætt. Hansara lívs-royndir og evnir vóru man-gan við til at trygga vinnuni góð úrslit. Ikki minst eftir kreppuna í 1993, tá søguli-ga lágar kvotur vóru áset-tar. Men bæði politikarar, fiskifrøðingar og vinnan sóu, at her var tikið heldur rívan til og megnaði hann í samráðingum, í tí stil-la, at venda gongdini. Tað vísti seg seinri, at tað var sera nógvur fiskur at fáa komandi árini, og tí høvdu hesar samráðingar, týðandi positiva ávirkan á búskapin í samfelagnum komandi árini.

Jákup hevði áhuga í bæði stórum og smáum fiski-vinnuspurningum. Tá vit tosaðu um trygdarskeiðini hjá sjófólkið segði hann, at tað bar ikki til, at fólk kunnu fara á kvøldskúla ein heilan vetur og gjalda 300 kr., meðan sjómaðurin skuldi rinda 3 til 4 túsund

krónur fyri eitt trygdarske-ið uppá tveir dagar. Hetta royndi hann at arbeiða fyri at broyta.

Tað ið serliga eyðkendi arbeiðslagið hjá honum var, at tað skuldi ganga skjótt og var hann skjótur at taka te-lefonina og ringja til politi-karar og skelda út, tá hann helt hetta verða neyðugt. Hann var av tí gamla skúla-num, teldupostar og at sen-da skriv var ikki hann, men heldur taka telefonina og tann vegin ávirka mál og fáa glið á.

Meðan Jákup var á skrivstovuni hjá JFK-Trol, í Com-Data bygninginum, var hann eisini sera virkin og áhugaður í samfelags-viðurskiftum og serliga gongdini í Norðoyggjum. Ein dagin kom hann á skrivstovuna hjá okkum og segði við meg, at nú skuldi vit royna at endurstovna alivinnuna í Norðoyggjum, ið ikki hevði tað so gott um tað mundi. Nakrar dagar seinri kom hann aftur til mín og segði, at nú hevði hann tilsøgn um tíggjutals milliónir krónur til alivin-nuna. Vit arbeiddu eina tíð við hesi stóru og spennan-di verkætlan, men hetta fór fyri bakka.

Á altjóða fiskarípolitiska pallinum minnist eg, at tað vóru ávísar fiskarípolitiskar ósemjur millum Russland, Føroyar og eisini Ísland . Tá segði hann, at vit skuldi verða góðir við Íslendingar, tí vit kundu altíð fáa brúk fyri teimum. Hetta sama segði hann um russar. Og sum hann segði, russar vóru harrafólk, ið ikki lótu sær alt linda. So greiddi hann mær frá, tá hann var til fiskivinnusamráðingar í Moskva og bleiv koyrdir

runt í hestavogni, har teir blivu vístir runt í býnum og høvdu tjúkk djóraskinn av besta slagið um kroppin meðan teir koyrdu runt við umboðum fyri russiskar fi-skivinnumyndugleikar. Tað vóru aðrar tíðir plagdi hann at taka til.

Tað er eingin ivi um, at Jákup hevði stóra ávirka á sína samtíð og er saknur í handlikraftigum persónum sum honum, ið kunnu tala søk vinnurnar uttanumtos.

Sjálvt um Jákup hevði sera nógv fundarvirksemið í Tórshavn, so var hann klaksvíkingur við stórt K. Hann var eisini sannur fa-miljumaður og kundi hann á skrivstovuni oftani nev-na, at hann skuldi heim til konuna til døgurða og hvussu hann gleddi seg at fara heim. Eg merkti at dø-gurðatímin var nakað ser-ligt fyri hann.

Jákup var virkin í Hor-norkestrinum og sang hann eisini oftani á loftinum í kirkjuni. Honum dámdi væl at fáast við seyð og stá-kast á stykkjunum hjá sær, har hann hevði eina epla-veltu. Eisini áttu hann bát, og var hann oftani á floti og setti reyðfiskalínu á víkini. Tá hann saman við øðrum gav út bókina um sluppir-nar, var hann sera stoltir av hesum. Hetta var eisini ein sera snotilig bók.

Nærumhvørvið og famil-jan stóðu honum sera nær, og nevndi hann oftani kon-una og børnini í samrøðum við meg.

Eg vil ynskja tykkum ið eftir sita, alt tað besta í framtíðini. Friður verið við minninum yvir Jákup Sól-stein.

Óli M. Lassen

Seinasta heilsan til Jákup Sólstein

Klaksvíkar Handils-felag og Klaksvíkar Kommuna keypt 3 tímar ”ókeypis koy-ring” í Norðoya-tunlinum leygar-

dagin 12. Juli

Tað er altíð ókeypis at koy-ra til norðoyggjar gjøgnum

Norðoyatunnilin, tí gjald-støðirnar krevja bert gjald tá koyrt verður úr Norðoyg-

gjum inn í Eysturoy, men leygardagin 12. juli hava handlarnir hjá Klaksvíkar

Handilsfelag í samstarvið við Klaksvíkar Kommunu funnið uppá nakað heilt

nýtt.Frá kl. 18:00 til kl. 21:00

verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoya tunnilin í samband við at Baðilan-dið & Klaksvíkar Svimji-høll er opið aftur.

T.v.s. at til ber hjá øl-lum føroyingum at koyra ókeypis til Klaksvíkar allan leygardagin – og ókeypis úr Klaksvík millum kl. 18 –kl. 21 leygarkvøldið.

Í hesum sambandi hava handlarnar í Klaksvík lan-gan leygardag - opið til kl.

20.

———

Norðlýsið ger eisini eitt ser-ligt blað ið kemur ókeypis í hvørt hús í Eysturoy og Norðoyggjum mikudagin 9. Juli. Tilfar til hetta blaðið má verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 4. Juli kl. 12.00.

Tilfar kann sendast til [email protected]

”ókeypis koyring” í Norðoyatunlinum leygardagin 12. Juli

Page 15: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 15

Seinastu 30 árini hava bygnaðarbroyt-ingar elvt til sentralismu í avgerðar-rætti, sum byrjaðu hóvligamen síðani tóku dik á seg.

Økini uttanfyri høvuðs-staðin verða lutfalsliga støðugt drigin eftir hæli. Ein orsøk er, at almen-ni parturin saman við privatum- og almennum tænastuvinnum eru øktar saman við, at avgerðarræt-turin er lagdur á eitt stað. –Lønarbólkurin, “almen-nar lønir, almennar og privatar tænastur”, eru nú tveir triðingar av útgold-num lønum.

Stórt sæð hevur verið lagt upp til, at so gott sum alt alment verður savnað í høvuðsstaðnum og almen-nar tænastur, sum geva synergi til privatu tænas-turnar verða tí sjálvsagdar har, meðan framleiðslan, primera- og sekundera vinnan, sum ígjøgnum søg-una hevur verið óstøðug, liggur úti um landið, uppar-beidd privat og sjálvstøðugt av fólki í økjunum.

Fari nú í hesi greinini í fyrstu syftu at koma við onkrum tølum, sum vísa lutfalsliga stóra inntøku-munin ímillum økini, har privata fyritakssemið eigur høvuðsleiklutin og harvið óstøðugar inntøkur yvir áramál, og høvuðsstaðin har inntøkurnar eru tryggar við almennum lønum og við teirri ávirkan, at privatu tænastuvinnurnar tætt upp-

at, hava sjónligar fyrimu-nir. Alt hetta hevur økjandi harmuligar avleiðingar – milt sagt.

Snýr seg um 10-tals mil-liónir fyri kommunurnarSkattskylduga inntøkan fyri hvønn borgara í heilum tølum (ár 2012):

Eysturkommuna kr. 203.000 Fuglafjarðar kommuna kr. 185.000

Klaksvíkar kommuna kr. 190.000

Runavíkar Kommuna kr. 189.000

Tórshavnar kommuna kr. 221.000

Tvøroyrar Kommuna

kr. 177.000.

Tað vil siga, at íbúgva-ratalið fyri hesar fimm kommunurnar, sum liggja uttanfyri høvuðsstaðin, er nú 13.723 borgarar ímóti 19.778 í Havnini.

Meðan íbúgvaratali í he-sum fimm kommunum ut-tanfyri høvuðsstaðin ligg-ur um 70% av Havnini, kemur skattainntøkan ikki longur upp enn 60% av Havnini.

Fari í fyrsta umfari at taka eittans dømi um mun-in, sum er t.d. millum høvuðsstaðin og Klaksvík:

Hevði Klaksvík havt somu skattskyldugu innt-øku sum høvuðsstaðurin, var skattainntøkan hjá kommununi um 25 mió. krónur hægri.

Um so høvuðsstaðurin hevði somu skattskyldugu

inntøku sum Klaksvík, lá skattainntøkan einar 92 mió. krónur lægri.

Spurt verður eftir politikarumHer skal havast í huga, at Klaksvík liggur við næst-hægstu inntøkuni aftaná Eysturkomunu. So hinar kommunurnar eru uppaftur verri fyri.Tað sær úti til, at landspolit-

ikarar úti um landið taka sera lætt uppá hetta. –Men sjálvandi nú er bert eitt valdømi, sum helst binda teir í hafti. Helst hava teir, sum atkvøddu fyri einum valdømi, uttanfyri høvuðs-staðin, ikki dugað veruliga at sæð avleiðingarnar fyrr-enn ov seint.

Hetta vísir greitt sera ál-varsamar avleiðingar fyri kommunurnar og økini, og

má sigast at hava skaðiliga ávirkan inn í framtíðina.

Fari helst at venda aftur til avgerðarrætt, avgerðar-møguleikar, tøl og øktu krøvini á primeru- og sek-underu vinnuna og harvið til økini.

Jógvan við Keldu:

BYGNAÐARBROY TINGARNAR SK AÐILIGAR UT TANF YRI H Ø VUÐSSTAÐIN

Hevði Klaksvík havt somu skattskyldugu inntøku sum høvuðsstaðurin, var skattainntøkan hjá kommununi um 25 mió. krónur hægri.

Um høvuðsstaðurin hevði somu skattskylduguinntøku sum Klaksvík, lá skattainntøkan einar92 mió. krónur lægri!

Page 16: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 201416

Nú er at leita NORÐLÝSIÐ fram og loysa SUDOKUgáturnarNógvir stórir og áhugaverdir vinningar eru á skránni í Sudo-kukappingini. Allir seðlar sum eru sendir inn og seðlar, sum eru okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12.00 týsdagin 8. juli, luttaka í dráttinum.

1. vinningur er eitt viku-skiftisuppihald á DE-PLINUM í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn. ”All Inclusive” – Tað við siga, við øllum máltíðum, ís til børnini, innandu-rða spælipláss til børnini, heitur pottur uttanfyri – you name it – tú fært alt í Skálavík – vit hava verið

har, vit hava roynt tað, tað er altso himmalskt.

2. vinningur er ein I-PAD frá NEMA. NEMA er ein av størstu KT fyritøkum í Føroyum og veitir alskyns tænastur innan KT. Men tey selja eisini annað mangt so sum teldur og annað gott og so eisini sera vælumtók-tu I-PADarnar frá Apple. – Fært tú ein I-PAD í hon-dina, so sleppur tú honum ikki aftur, hann fer heilt víst at fylgja tær sum hun-durin restina av lívinum.

3. vinningur er ein WE-BERGRILL frá KBI, sum hevur eitt virði uppá 3495,- kr. WEBERgrillin er bara toppurin av góðsku, tá talan er um grillir og KBI hevur eitt sera breitt úrval av amboðum og øðrum góðum bæði til vinnu og privat, men harumframt eisini gass til grillina. Ein WEBERGRILL er ikki at forsmáa.

4. vinningur er eitt gávukort frá INN í Klaks-vík uppá 1500,- kr. INN er

ein lokalur Klaksvíkshan-dil. Handilin var uppruna-liga partur av INN handlu-num, men síðani er hesin keyptur burturúr og koyrir sjálvstøðugt í Klaksvík og er ein av størstu matvø-ruhandlunum her, so har er lag á manni at keypa inn fyri 1500,- krónur.

5. vinningur er tvey viku-skiftispass til Summarfe-stivalin 2014 har nógv góð tónleikanøvn fara at fram-føra. M.a. Twisted Sister, Burhan G og Anne Linnet. Summarfestivalurin er ein uppliving fyri alla famil-juna.

Afturat høvuðsvinningu-num, sum vit fara at draga um 8. juli, hava vit heilt síðani vit byrjaðu havt ein vinning frá Føroya Bjór hvønn mánaða – vin-ningurin frá Føroya Bjór er 1. kassi av sodavatni. Føroya Bjór hevur sjálv-sagt breitt úrval av dryk-kivørðum, men tað verður also sodavatn vit fara at draga um.

Z-sport hevur eisini

verið fastur fúsi á Sudo-ku-vinningunum hjá ok-kum. Z-sport letur eitt gávukort uppá 500 krónur, tað fara vit eisini at trekkja um 8. juli. Z-sport er sum kunnugt kendi ítróttarhan-dilin hjá feðgunum Hans Paula og Søren Z. Jacob-sen, ið hevur høvuðsstøð í Klaksvík og deild á Tvør-oyri, tað eru klæðini, skóg-varnir, bóltarnir og annað mangt til ítróttarfólkini og okkum onnur, ið teir bjóða seg fram til okkara við.

Men minnist til, fyri at vin-na krevst fyrst og fremst at SUDOKU gáta í Norðlýsi-num skal vera loyst og send okkum og vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdag-in 8. juli kl. 12.00.

Leita bløðini fram tí øll, sum eru komin út frá jólum av kunnu brúkast, men undirstrikast skal at KO-PIR ella AVRIT eru ikki galdandi, bert uppgávur, ið eru kliptar úr blaðnum sleppa við til lutakastið.

Góða eydnu!!!

Page 17: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 17

15. umfar í Effo-deildini verður spælt fríggja-kvøldið. Hetta er seinasta umfar áðrenn summar-steðgin.

Jákup Ósá

Spenningur er í kappingi-ni bæði í toppinum, um Europa League plássini og í botninum. Umframt tip-pingina, so nevna vit eisini ein leikara á hvørjum liði, sum í løtuni má metast sum lyklaleikarin á sínum liði.

B36-ÍFOddaliðið misti á stokki-

num móti HB seinast. Men leiðslan er framvegis trygg nú 5 stig eru niður til HB á 2. plássi. Á heimavølli móti ÍF skal B36 hava fult og fyrri dysturin millum liðini í Fuglafirði fyrr í ár vísti, at B36 hevur gott tak á ÍF. ÍF hevur bara vunnið ein dyst av seinastu nýggju, so tað skal vera heilt løgið, um B36 ikki vinnur hendan dystin. Greiðasti favorittu-rin hetta umfarið er B36. Tipping: 1

Lyklaleikari hjá B36: Lu-kasz Cieslewicz

Lyklaleikari hjá ÍF: Clay-ton Soares

NSÍ-EB/StreymurDystur millum tvey av liðu-num, sum kappast um sei-nasta Europa League plás-sið. NSÍ hevur framvegis bara vunnið móti trimum teimum niðastu liðunum. Hinvegin tykist NSÍ vera væl fyri í løtuni, tí avriki-ni eru góð og í álopsparti-num skapar liðið nógv. EB/Streymur var eitt stórt vón-

brot í Klaksvík seinast, har teir taptu í Klaksvík fyri fyrstu ferð í 11 ár. Tað skal eitt heilt annað avrik til, um sundalagsmenn skulu fáa stig hesaferð. Men við EB/Streymi vita vit ikki altíð, hvat vit kunnu vænta. Brád-liga koma teir við einum góðum avriki. Men NSÍ er favorittur á heimavølli. Ei-sini tí teir høvdu gott tak á EB/Streymi í báðum dystu-num fyrr í ár bæði í lands- og steypakappingini, hóast báðir endaðu við javnleiki eftir vanliga leiktíð. Tip-ping: 1

Lyklaleikari hjá NSÍ: Klæmint A. Olsen

Lyklaleikari hjá EB/Streymi: Hans Pauli Samu-elsen

AB-B68Lagnudystur á Argjum millum tvey av teimum tri-mum liðunum í botnstríð-num. AB hevur ongan hei-madyst vunnið í ár, og B68 hevur hvørki fingið stig ella mál á útivølli í ár. Hjá

báðum liðunum hevur tað alstóran týdning at fáa stig. AB kann við einum sigri vinna seg 4 stig framum og tá verður tað tungt hjá B68, sum skal spæla fleiri útidystir enn heimadystir eftir summarsteðgin. Vit kunnu vænta ein dyst, har liðini fara at leggja nógv fyri, og har sjálvt spælið helst kemur í aðru røð. Ein javnleikur er kanska mest upplagdur, men vit viga he-imavøllin hjá AB tungt og vænta, at argjamenn fáa ár-sins fyrsta heimasigur.

Lyklaleikari hjá AB: Sorin Anghel

Lyklaleikari hjá B68: Óli H. Olsen

Víkingur-HBStørsti dysturin hetta umfa-rið er í Sarpugerði í Norðra-gøtu. Hetta er dysturin um 2. plássið. Fyri Víking er tað alt avgerandi at vinna dystin, um FM vónin skal liva, meðan HB má vinna fyri at fylgja við B36, sum mest sannlíkt vinnur sín

dyst. Víkingur hevur síðani tapið í Klaksvík í 2. umfari bara tapt eina dystin, men tað var á heimavølli móti oddaliðnum B36. Tí er spurningurin um Víkingur ikki hevur tað sum skal til móti toppliðunum. HB av-rikini seinastu tíðina hava ikki verið so sannførandi leikliga, har missurin av Andrew av Fløtum hevur verið eyðsýndur. Hann er við at koma fyri seg. Hjá Víkingi er tað stórur mis-sur, at Súni Olsen ikki er tøkur. Hesin dysturin kann fara báðar vegir, men vit fara at koppa hann til hei-maliðið, sum hevur gott tak á HB. Tipping: 1

Lyklaleikari hjá Víkingi: Finnur Justinussen

Lyklaleikari hjá HB: Kristin R. Mouritsen

Skála-KÍSkála hevur framvegis on-gan dyst vunnið, men á heimavølli hevur liðið gi-við teimum flestu harða mótstøðu. Samstundis hava

teir nú Paula Poulsen sum venjara og hann kennir KÍ, har hann hevur verið hjál-parvenjari seinasta árið. Skála hevur bara skorað 2 mál seinastu 6 dystirnar. KÍ hevur fingið 7 stig av sei-nastu 9 møguligu, so form kurvan peikar rætta vegin. Men KÍ hevur bara vunnið ein útidyst í ár og hann kom longu í 1. umfarinum. So tað er langt síðani, at klaks-víkingar royndu at vinna á útivølli. Helst verður talan um ein javnan og spenn-andi dyst, har KÍ eigur at hava dygdirnar til at hava munin og at enda vinna dystin. Vinnur KÍ dystin og HB tapir í Sarpugerði, sum vit hava tippað, so vera ’’einans’’ 6 stig millum KÍ og HB á 2. plássi í summar-steðginum. Tipping: 2

Lyklaleikari hjá Skála: Pætur Dam Jacobsen

Lyklaleikari hjá KÍ: Ndende Adama Guéye

15.UMFAR: KÍ K ANN NÆRK AST HB

Page 18: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 201418

Tíðindaskriv:- Hetta valskeiðið hava vit sett okkum fyri at náa fleiri stórum málum, men tað skerst ikki burtur, at sveinastykkið – bæði hjá mær persónliga og hinum í býráðsmeirilutanum – er tann nýggi skúlin í Klaks-vík, har fyrsta byggistig fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018, sigur Jóhann Lützen, for-maður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

- Hósdagurin 20. juni 2014 var søguligur fyri skúla skapin í Klaksvíkar Kommunu, tí henda dag samtykti Klaksvíkar Býráð størstu skúlabygging í søgu Klaksvíkar.

- Býráðið samtykti í februar 2014 eina til-gongd fram ímóti hesari skúlabygging, og seinastu mánaðirnar hava vit, í tráð við løgdu ætlanina, arbeitt miðvíst við skúlanum í Klaksvík.

Ein íðin og nærlagdur byggibólkur- Fyrsta málið, sum vit nád-du í apríl mánað, var at sam-tykkja framtíðar bygnaðin fyri fólkaskúlarnar í Klaks-vík, har ein breiður meiri-luti í býráðnum samtykti, at vit í framtíðini skulu hava ein samanlagdan fólka-skúla í Klaksvík, skipaður í fleiri eindir við hvør sínari námsfrøðiligari leiðslu.

- Næsta stigið var at fy-rireika byggingina, og eg má siga, at tað hevur verið ómetaliga spennandi og læruríkt at verið formaður í byggibólkinum. Limirnir hava givið, tikið og ikki spart seg og burturúr er ko-mið eitt tilmæli, ið einans hevur fingið rósur við á vegnum.

- Limirnir í byggibólki-num hava stórt rós og stóra tøkk uppiborna fyri teirra eldhuga, nærlagni og jaliga hugburð, sigur Jóhann Lüt-zen.

Ein fólkaræðislig og opin tilgongd- Fólkaræðisliga tilgong-din og opinleikin hava ve-rið eyðsýnd. Býráðið setti ein byggibólk, umboðandi skúlaleiðslur, skúlastýris-forkvinnu og -formann, læraraumboð, býráðsumsi-ting og politisk umboð fyri bæði meiriluta og minnilu-ta.

- Byggibólkurin, sum he-vur havt nógvar dagsfundir, hevur í sínum arbeiði eisi-ni hoyrt umboð fyri ymsu fakbólkarnar í skúlanum. Harumftarmt hevur verið skipað fyri fundum fyri bæði lærarar og foreldur í tilgongdini.

Ein kommuna fyri øll – eisini í skúlanumVið hesari samtykt signale-ra vit:

at vit raðfesta skúlaska-

pin í Klaksvíkar kommunu,at vit raðfesta okkara

børn og ungu, ogat vit ynskja eina kom-

munu fyri øll – eisini á skúlaøkinum.

- Serøkið er miðsavnað í skúlan. Vit hava øll sama virði, og hetta verður endu-rspeglað í skúlabyggingi-ni. Tað er ein farin tíð, har

børn og ung við serligum avbjóðingum verða stað-sett í bygningum burturfrá ymsa staðni í kommununi, slær Jóhann Lützen fast.

Byggitíðin – ein serlig avbjóðingTað er sjálvsagt ein serlig avbjóðing – ikki minst fyri skúlaleiðslur, lærarar, næ-

mingar og foreldur - tá ið nýggjur skúli verður byg-dur so tætt upp at verandi skúlabygningum.

- Í ráðleggingini hava vit tí lagt stóran dent á, at un-dirvísingin skal órógvast minst møguliga, meðan byggingin fer fram.

Byrja við skúlagarðinum og atkomuni til heilsude-pilin- Býráðið hevur somule-iðis samtykt at betra um atkomuviðurskiftini til heilsudepilin í skúlanum, sum fevnir um Barnatann-røktina og Gigna, og verður beinanvegin farið undir at fyrireika og fremja hetta í samráð við avvarðandi par-tar.

- Atkomuviðurskiftini til heilsudepilin hava í nógv ár verið ónøktandi. Ein lyft skal tryggja,at illa gongd fólk nú ómakaleyst sleppa til hølini. Hetta arbeiði byr-jar seinni í ár.

- Útiøkið hevur stóran týdning, tá ið hugsað verður um skúlan. Okkara børn og ungu hava sjálvi víst á het-ta, nú onnur verkætlan um barna og ungdómspolitikk verður framd.

- Tískil verður í desem-ber mánað í ár farið undir at byggja skúlagarð, sum bæði stimbrar sansirnar og kveikir áhugan hjá okkara skúlaungdómi at røra seg uttandura.

- Tað er ein farin tíð, har skúlagarður einans merkir asfaltfløtur úr enda í annan, sigur Jóhann Lützen, for-maður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

SKÚLIN ER SVEINAST YKKIÐ

Page 19: Nordlysid nr 23 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 23 FRÍGGJADAGIN 27. JUNI 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 23 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

TEK N A TEG SUM H A LDA R A

Tríggjar av fýra manningum stríðast um fremstu pláss-ini. Leygar-dagin verður kappast á Jóansøku í Vági.

Jákup Ósá

Seinast var Eystanstevna í Runavík. Har eydnaðist tað Páll Fanga at vinna sann-førandi sigur í sínari fyrstu roynd. Hetta vóru rógvarar, sum á Norðoyastevnu man-naðu Klaksvíking. Sum skilst rógva teir aftur við Páll Fanga á Jóansøku, men á Ólavsøku vera teir í øllum førum við Klaksvíkingi af-

tur, um alt gongur eftir vild, verður sagt umborð.

Eisini Fípan Fagra við dreingjum og gentum he-

vur staðið seg væl í ár. Dreingirnir kappaðust á Eystanstevnu við Blik al-lan vegin, men hesaferð var

Blikur drúgvari og vann við hálvari bátslongd. Fípan er tó framvegis samanlagt á odda eftir at báturin vann

báðar tær fyrstu stevnurnar. Hjá gentunum gekk ikki eins gott á Eystanstevnu sum til hinar báðar stevnur-

nar. Fípan vann á Norðoya-stevnu, men endaði num-mar 2 á Sundalagsstevnu. Hesaferð sá eisini gott út miskeiðis í róðrinum, men í endaspurtinum misti Fípan nógv og endaði heilt afturi á 5. plássi eftir at hava ligið á odda miskeiðis í róðri-num.

Umframt hesar tríggjar bátarnar hjá KRF, so rør Tekla eisini við 5-man-naførum við dreingjum. Hon endaði nummar 6 av 7 bátum seinast. Leygardagin er Jóansøka í Vági.

GONGUR VÆL HJÁ KRF K APPRÓÐRARBÁTUNUM