20
9 772245 065007 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Klaksvíkingur væl fyri til Fjarðastevnuna leygardagin Vit vilja røkka fleiri týðandi málum á trivnaðarøkinum NÓGV VIRKSEMI Á KÓSINI Klaksvíkar Dartfelag endurstovnað TRÆTAÐUR TIL LYGN ORRUSTAN ER BYRJAÐ – Nú trætast blaðstjórin og politisturin ikki longur, málið er farið upp á hægri støði. Síða 6 - 7 Síða 16 Síða 4-5 Síða 14-15 Síða 12

Nordlysid nr 23 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 23 Hósdagin 20. juni 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 23 2013

9772245065007

NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Klaksvíkingur væl fyri tilFjarðastevnuna leygardagin

Vit vilja røkka fleiri týðandi málum á trivnaðarøkinum

NÓGV VIRKSEMI Á KÓSINI

Klaksvíkar Dartfelag endurstovnað

TRÆTAÐUR TIL LYGN ORRUSTAN ER BYRJAÐ

– Nú trætast blaðstjórin og politisturin ikki longur, málið er farið upp á hægri støði.

S í ð a6 - 7

S í ð a1 6

S í ð a4 - 5

S í ð a

1 4 -1 5

S í ð a12

Page 2: Nordlysid nr 23 2013

2 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Nógv verður tosað um sosiala ójavnan í Føroy-um. Áhugafeløg stinga seg upp at verja tey ve-iku og alt gott um tað. Ikki minst í Tórshavn og almennu miðlunum verður nógv tosað um børn, gomul, sjúk osfr.men einki orð verður grett um størstu sosialu órættvisina í landinum - nevnili-ga kommunala ójavnan. Og sigur onkur nakað verður hetta skírt øvundsjúka.

Tá talan er um fiskivinnuna verður altíð sagt í høvuðsstaðnum at tað er av størsta týdningi at lurta eftir serfrøðini. Primera vinnan liggur í stóran mun kring landið so kvotur og fiskaloysi ávirka ikki fastlønt fólk – sum Havnin sjálvandi hevur nógv av. Men ikki øll serfrøði er líka væl umtókt í høvuðsstaðnum. Summi serfrøðingaálit verða beinleiðis tagt burtur. Her hugsi eg serliga um álitið viðvíkjandi kommunala ójavnanum, sum í roynd og veru er sosialur ójavni.

Tann 10 apríl 2008 legði búskaparráðið fram álit um kommunala útjavning á Hotel Føroy-um. Talan var um eina skilagóða frágreiðing frá búskaparligum serfrøðingum. Lokalpres-san í Havn, Kringvarp Føroya, gav ikki hesu ser-frøðingafrágreiðing stórvegis umtalu og lætt er at gita hví. Frágreiðingin gagnaði ikki Tórshavn. Í frágreiðingini frá búskaparráðnum stóð m.a.:Inntøkur og útreiðslur eru ójavnt býttar millum tær føroysku kommunurnar. Útrokningar vísa eitt nú, at íbúgvarnir á Streymoynni høvdu eina miðalinntøku uppá Kr. 174.244, meðan íbúgvar-nir á Sandoynni bert høvdu eina miðalinntøku uppá Kr. 132.462 í 2006.

Útreiðslurnar hjá kommununum eru m.a. teng-dar at fólkabýtunum; lutfalsliga nógv børn elva til størri útreiðslur til barnaansing og fólkaskúla, og lutfalsliga nógv eldri fólk elva til størri útreiðslur til eldraøkið. Tá hugt verður at fólkabýtinum sæst t.d., at 12% av íbúgvunum á Sandoynni vóru yvir 70 ár, meðan talið í Eysturoynni var einans 10% í 2006.

Kommunurnar á Streymoynni fáa sostatt meira í kommunukassan enn kommunurnar á Sandoyn-ni, tá ið sama skattaprosent verður nýtt, meðan kommunurnar í Suðuroynni hava størri útreiðslur til eldraøkið enn kommunurnar í Eysturoynni. Hesin ójavnin millum kommunurnar í Føroyum ger tað, at kommunurnar hava ymiskar fortreytir at bjóða íbúgvunum tænastur. Kommunur við høgum inntøkum og lágum útreiðslum hava ráð til lutfalsliga lágt skattastøði og høgt tænastu-støði, meðan minni hepnar kommunur mugu antin hava eitt lutfalsliga høgt skattastøði ella lágt tænastustøði.

Búskaparráðið heldur, at landsins politikarar áttu at skipað eina millumkommunala útjavningar-skipan........

Serfrøðin mælir tilkommunala útjavning

L E I Ð A R I N

Omanfyri nevnda brot er ikki uppfunnið á ra-daktiónini á Norðlýsinum, men stendur á he-imasíðu búskaparráðsins. Tey flestu ið løgdu navn til hesi orð eru skattaborgarar í Tórshavn, so ikki ber til at leggja tey undir lokalapolitiska øvundsjúka. Talan er heldur um objektivt, sakligt og fakliga væl úr hondum greitt arbeiði. Á síðu 20 í frágreiðingini stendur: Føroyar er einasta av norðanlondunum sum ikki hevur eina kommu-nala útjavningarskipan. (sitat endað)

Nú eru fleiri ár gingin síðani henda frágreiðing varð løgd fram og einki er hent uttan tað, at ójavnin økist fyri høvnn dag sum gongur. Her er neyðugt við einum aðalorðaskifti og tað eigur at koma nú!Kommunan í Tórshavn er í dýrastu neyð tí kas-sin er á tremur og neyðugt er við hugflogi fyri at finna nýggjar hættir at brúka pengar. Samstun-dis eru tað kommunur í landunum sum hava skattaprosentið í topp, men tá lógarfestar skyl-dur eru yvirhildnar sum skúli, heilsukrøv og kir-kjugaður, so er einki eftir – ella peningur restar í. Hvussu leingi kunnu okkara landspolitikarar

standa modell til henda ójavna??

Hvar er Kommunu Samskipan Føroya?

Tað sum er mest tragiskt í øllum hesum er at ein kommunalur felagsskapur sum KSF átti at gingið á odda fyri at fingið eina útjavningarskipan at virka men her ræður tøgnin og ein kann spyr-ja seg sjálvan hví? Er tað so livandi galið at for-mansskapurin í KSF brúkar felagsskapin til egin áhugamál hóast viðkomandi umboðar ein flokk sum sigur seg berjast fyri tí samhaldsfasta sam-felagnum? Tað liggur ein tung ábyrgd á politis-ku leiðarunum men hóast tilmælið frá serfrøðini so tykist politiska skipanin handlings lammað og orsøkin kann einans verða sterk kapital áhu-gamál í miðøkinum. At hetta politiska stór mál onga rúmd fær í høvuðsstaðarpressuni kemur ikki óvart á.

Page 3: Nordlysid nr 23 2013

3NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Neyst á Borðoyarvíktil sølu

Gott neyst á Borðoyarvík til sølu. Grundin er 27m2 og el-spæl er til dráttin.

Neystið verður selt um hóskandi boð fæst.

Tel. 457791/222252

Orsøkin til at eg legði uppskot fram um at yvirtaka hallir-nar, var tí at er var yvurbevístur í at hetta var tann besta og tryggasta loysnin. Tað lá heldur onki uppskot á borðinum tá, at taka støðu til, um at yvirtaka hallirnar

Einasta uppskoti sum var frammi, var um ein Sjálvognar-stovn, sum var eitt uppskot, sum bara skuldi avgreiðast, fyri at hallirnar ikki skuldi stongja undan valinum. - Eitt uppskot, sum kom at kosta nógvar milliónir meira.

Eg kannaði malið gjølla. Serliga tann fíggjarliga partin Eg hugdi eftir eigaraviðurskiftini í øllum hinum hallinum í Føroyum.

Har eru hallirnar riknar av kommunum. Tí legði eg eitt broytingar uppskot fram.

Fíggjarligi munurin á uppskotinum.:

Yvirtøka : Sjalvognarstovn : Munur :

Upphædd: Upphædd: Sparing:Kr. 14,8 mió 17,6 mió kr. 2,8 mió

Renta(ÅOP) Renta(ÅOP): Munur3,90 % 5,61 % 1,71 %

Hetta gevur eina rentusparing í láninum kr. 3,49 mió(Rentan fór seinni longur niður)

Samlaða sparingin er kr. 6,29 mió

Sostatt spardu vit góðar 6 milliónir við at yvirtaka hal-lirnar.

Haraftrat kann hugsast at raksturin bleiv dýrari við sjálvsognarstovni, við tað at ein nevnd skal skipast, sum

er lið ímillum kommununa og tey, ið reka skulu høllina.Nú kunna hesar milliónir nýtast til átrokandi ábøtur ser-

liga á KÍ-høllina.Hetta verður væntandi gjørt yvir 3-5 ár.Sostatt fingu vit eina loysn sum er varandi !Sum Kommuna hava vit nakrar ábyrdir mótvegis bor-

garunum, eitt nú við at hava barnaansing og skúlar, eins og frítíðarmøguleikar, so sum svimjihøll og Ítróttarhallir.

Hyggur tú eftir, hvør yvirtøkukostnaðurin er, í mun til um kommunan skuldi bygt hesar hallirnar nú, so er talan um nógvar milliónir afturat í sparing.

Sum dømi kann nevnast, at tað almenna hevur bygt eina ítróttarhøll á Sandi, sum kostar umleið 30 milliónir.

Slitið samstarv, einki við málið at gera.At samstarvið ímillum Fólkaflokkin og Sjálvstýrið endaði, hevur onki við hetta málið at gera.

Sum øllum kunnugt, so vóru táverandi varaborgarstjóri og eg, ikki samdir í hesum málið.

Eg kann upplýsa, at táverandi varaborgarstjóri, ringdi til mín valmorgunin, tann 13 november klokkan 09, og ynskti at tosa við meg.

Vit tosaðu saman og blivu samdir um, at tað sum var fa-rið, var farið. Tí vit høvdu annars havt eitt fyrimyndarliga gott samstarv.

Vit avtalaðu valmorgunin, áðrenn vit fóru hvør til sín, at vit skuldu tosa saman tá valúrslitið var komið.

Men eg frætti onki frá honum, og tá ið eg kom til Klaks-víkar tað kvøldið, høvdu borgarstjórin og varaborgar-stjórin tosað saman. Og úrslitið av tí var, sum øll vita, at í dag situr Jógvan Skorheim í einari aðari samgongu.

Eg gjørdist tískil ongantíð partur av nakrari samráðing til eina býraðssamgongu eftir seinasta val.

Sum tað framgongur í greinini í Norðlýsinum, so at-kvøddi núverandi borgarstjóri ímóti at yvirtaka hallirnar áðrenn býraðsvalið, men eftir valið tók hann undir við mí-num uppskoti.

Atli Steinbjørn JustinussenBýraðslimur fyri Fólkaflokkin

HALLIRNAR Í KL AKSVÍK , sjálvognarleisturin var góðar 6 milliónir dýrari

Nú nógv kjak hevur verið frammi um at Klaksvíkar Kommuna yvirtók ítróttarhallirnar í býnum, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til málið.

Gomlu stólarnir í Christianskirkjuni

Sunnukvøldið 23. juni kl. 20.00verða teir gomlu stólarnir ruddaðir út.

Høvi verður tá hjá fólki at fáa sær ein stól við at lata eina sjálvvalda upphædd í kirkjubússuna,

og soleiðis stuðla kirkjuni í at fáa nýggjar stólar.

Eru spurnigar, ber til at ringja til kirkjuverjan Ísak Mikladal, tlf. 211988.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni

Page 4: Nordlysid nr 23 2013

4 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

TRÆTAÐUR TIL LYGN ORRUSTAN ER BYRJAÐPolitiið akærdi fyri stuttum blaðstjóran á Norðlýsinum, fyri at tosa í fartelefon ímeðan eg koyrdi bil. – Nú trætast blaðstjórin og politisturin ikki longur, málið er farið upp á hægri støði.

Page 5: Nordlysid nr 23 2013

5NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Tað fyrsta sum hendi eftir trætitilburðin ímillum Oli-ver Joensen, blaðstjóra og politistin eftir at politiið hevði staði og lúrt eftir bil-førarum við Nólsoyar Pálls Gøtu, var, at blaðstjórin fekk eina bót frá politinum við hóttan um, at vórðu hesar 500,- krónurnar ikki goldnar innan ein ávísan dag, so bleiv málið sent víðari til ákæruvaldið.

Men tað hendi ikki. Eftir at eg hevði latið sum onki, tí eg ætlaði ikki at góðt-aka eina bót, sum eg hevði fingið fyri nakað sum eg als ikki hevði gjørt, fekk eg í staðin eina áminning nakað seinni, sum eisini hótti við dómsvaldinum.

Gott útgangsstøðitil rættarmálNá, nú helt eg tað vera betur at fara at gera fyrireikingar

til orrustu í dómhúsinum í Havn. Longu nú havi eg havt nógv órógv av hesum. Umframt at tað oyðileygið mær dagin tá eg var tikin, so mátti eg venda mær til Føroya Tele, sum er veita-ri av telefonsamskiftinum hjá Norðlýsinum, at biðja teir vátta at onki samband hevði verið við telefonirnar hjá mær. Alt bert tí at poli-tisturin sum steðgaði mær, ikki tímdi at ómakað sær so frægt, at kanna á staðnum, um tað var rætt, sum eg segði, at telefonin hjá mær ikki hevði havt samband við nakran, og at hon stóð í bluetooth sambandi við bilin, tí hevði eg als onga orsøk at taka telefonina í hondina.

Men tað var fyrirei-kingin. Nú hevur so sak-førari mín, Jógvan Páll Lassen, advokatur sent

Fútanum soljóðandi skriv:Omanfyri nevndi hevur

fingið sektaruppskot sen-dandi frá tykkum fyri at hava tosað í telefon í bili-num.

Klientur mín noktars eg

sekan og viðleggi eg í he-sum sambandi eisini váttan frá Føroya Tele, sum vísir, at tær telefonir, sum vóru í bilinum, ikki eru brúktar í tíðarskeiðnum, sum skuld-setingin snýr seg um.

Eg fari tí við hesum at biðja um at málið verður slept, og um hetta ikki verður tilfeidi, at málið verður lagt fyri rættin og

at undirritaði fær sent tað tilfar, sum politiið hevur í hesum sambandi.

Onki er at ivast í, at politiið má broyta man-nagongd, tá slíkar fellur verða settar upp fyri bil-

førarum, sum tosa í telefon ímeðan tey koyra.

Eg helt hondina upp fyri oyrað, tí eg hevði havt tru-pulleikar við skriða í oyra-num, men telefon hevði eg onga í hondini, tað kann eg leggja høvdið á blokkin fyri.

Tað undrar meg at politi-sturin, sum stóð og krokaði undir horninum á húsunum,

har Fonn Flog, skal hava sæð nakað sum helst annað, enn hondina fyri oyrað. Veðrið var vánaligt, kavi og regn og eg sæt í vinstru síðu í bili mínum, imeðan hann stóð einar fimm seks metrar høgrumegin bilin og lúrdi ígjøgnum rútin í høgru síðu. Útsýnið hjá ho-num hevur heilt víst verið sera vánaligt.

Politisturin, ið steðgaði mær longur frammi á veg-num, var sera óhøvusk og vildi als onki annað enn træta meg til lygn. Hon hevði als ongan hug at koma inn í bilin hjá mær at kanna nærri um tað sum eg segði var rætt. Eg var sera ovfarin av viðferðini eg fekk. Tá tað gjørdist mær greitt at hon helt uppá sín órætt uttan at hava hug til at kanna nakað sum helst, gjørdist eg fulkomuligha

øðrkymlaður. At standa har og trætast ímóti einum po-litisti kendist næstan sum at hava marruna, tú vart í dýrastu neyð, men fekst onki sum helst gjørt. Um onki vatn kom úr steininum hjá Mósesi á sinni, tá hann slóð á steinin, so hevði hann helst havt somu kendsluna tá, sum eg hevði nú.

Men nú fáa vit at síggja. Stríðið um fartelefon ella skriða í oyranum heldur, sum sær út í skrivandi stund, fram í Føroya Rætti, og tað verður áhugavert at fylgja.

Oliver

TRÆTAÐUR TIL LYGN ORRUSTAN ER BYRJAÐ

At standa har og trætast ímóti einumpolitisti kendist næstan sum at hava marruna, tú vart í dýrastu neyð, men ekst onki sum helst gjørt.

Page 6: Nordlysid nr 23 2013

6 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Eftir fyrstu mánaðirnar sum formaður í Sosialu Nevnd, kann eg staðfesta, at talan er um eitt stórt og umfatandi málsøki, sum hevur stóra ávirkan á triv-nað og vælveru hjá borga-rum okkara. Vit eru ógvuli-ga heppin at hava dugnalig og eldhugað starvsfólk, sum veruliga vilja og gera mun fyri trivnaðin hjá ok-kara borgarum.

Kortlegging av málsøkinumSosiala Nevnd, sum eg havi fingið høvi at vera for-maður fyri, er – umframt meg sjálvan – mannað við Steinbjørn O. Jacobsen, næstformanni, Signhild V. Joensen, Eyðstein Ó. Poul-sen og Herfrí Sørensen.

Eitt tað fyrsta, vit gjørdu, var at fáa eitt yvirlit yvir tær tænastur og deildir, sum Sosiala Nevnd varðar av, harav eg her skal nevna hesar:

Øki, sum kommunan hevur ábyrgd av: *barna-ansing, *barnavernd, *ung-

dómur, *námsfrøðilig ráð-geving/sernám, *serstova, *barnatannarøkt, *serflut-ningur.

Øki, sum landið hevur ábyrgd av, og har kommu-nan eisini hevur ein leiklut: *barna- og skúlaheilsus-kipan, *eldraøkið, *kom-munulæknar og sjúkrarøk-tarfrøðingur, *bústaðir til lesandi, familjur, eldri og serligan tørv.

Málsøki, sum kommunan hevur ábyrgd av:

Hølisdagføringar á dag-stovnum og víðkan avfrítíðarskúlanumEitt av stóru málsøkjunum hjá Sosialu Nevnd er bar-naansingin, sum fevnir um fleiri dagstovnar, dagrøkt og frítíðarskúla. Her up-pliva vit sum nevnd tað hugaliga, at stovnsleiðslu-rnar brenna fyri at betra um sínar stovnar, bæði in-nihaldsliga og eisini fysis-ku karmarnar. Í vár hevur nevndin samtykt at játta pening til nakrar ábøtur

og dagføringar av hølis- og garðviðurskiftum hjá on-krum stovnum.

Fyri stuttum gjørdist greitt, at eisini frítíðarskúlin Snjallabjalla hevur tørv á víðkaðum karmum fyri at kunna nøkta tann støðugt økta tørvin á plássum. Her hevur Sosiala Nevnd á sei-nasta fundi samtykt at taka neyðug stig, so pláss verður fyri øllum umsøkjarum.

Barnapolitikkur skal orðast

Við jørðildi í teimum mongu dugnaligu starvs-fólkunum, sum kommunan hevur innan barnaansinga-røkið, ynskir Sosiala Nevnd at orða ein barnapolitikk.

Í heyst verður ein ar-beiðsbólkur settur at gera uppskot til barnapolitikk hjá Klaksvíkar Kommunu. Í løtuni verður arbeitt við at orða eina arbeiðssetning til arbeiðsbólkin.

Klaksvíkar Kommunaskal fjølga um barnafamiljurnarEitt av grundleggjandi

málunum, ið vit sum sitandi býráðsmeiriluti hava settu okkum fyri, er, at Klaks-víkar Kommuna skal fjølga um barnafamiljurnar, sole-iðis at tað verður enn meira attraktivt hjá familjum við børnum at búseta seg her í kommununi.

Hetta inniber, at Klaks-víkar Kommuna, setur í verk eina munandi størri lækking av foreldragjal-dinum yvir tey komandi 4 árini á samanlagt 35%. Harumframt verður systki-naavslátturin øktur úr 20% upp í 25%.

Ein kommuna fyri øll –eisini børn við sertørviSambært § 5 í Dagstovnaló-gini hava allar kommunur skyldu til at veita børnum við serligum tørvi tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi, nøktandi hølisumstøður og nøktandi námsfrøðilig til-boð.

Námsfrøðiliga Ráðge-vingin (NR) hevur til upp-

gávu at røkja hesa seinast nevndu uppgávuna, at tryg-gja nøktandi námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, sum eru í aldrinum 0-9 ár, tvs. at menna og styrkja læringina og men-ningina hjá børnunum í kommununum við at ráð-geva børnum og familjum teirra, sum eru fevnd av grein 5 í dagstovnalógini, og syrgja fyri, at tann røttu tiltøkini verða sett í verk.

Her hevur býráðið sam-tykt at taka eitt ítøkiligt stig at menna og samskipa tænastuna á hesum týðandi øki við at lata upp eina Ser-stovu nakað eftir summar-frítíðina. Endamálið við Serstovuni er at savna vitan og starvsfólk við góðum førleikum, soleiðis at børn við serligum tørvi kunnu fáa ta best møguligu hjál-pina til at mennast. Nýggja Serstovan verður skipað sum partur av Barnahúsi-num Margit, sum í næstum fer at lýsa eftir starvsfól-kum.

Til tess at útvega hølir til

Serstovuna, verður deildin hjá NR og Sernámi flutt úr Barnahúsinum Margit og í onnur høli í býnum, sum kommunan útvegar við lei-gumáli.

Ein annar partur av he-sum sama stevnumiði, at Klaksvíkar Kommuna skal verða fyri øll, er samtykt býráðsins um at deildir og stovnar hjá kommununi, skulu geva starvsmøgulei-kar fyri fólk við rørslutarni. Eitt mál, sum eg áhaldandi fari at fylgja upp.

Gott samstarv viðgrannakommunurHigartil hevur Klaksvíkar Kommuna verið einsamøll um Námsfrøðiligu Ráðge-vingardeildina, men í ár er samstarvsavtala gjørd mil-lum Klaksvíkar og Hvan-nasunds kommunur, sum nú eru felags um at reka deildina, ið nú fer at veita tænastur til borgararnar í hesum báðum kommunu-num.

Samstarvið millum kom-munurnar her í økinum

Hesa fyrstu tíðina sum nýggjur sosialnevndarformaður havi eg vitjað stovnar og sett meg inn ímálsøkið – higartil eru nøkur tiltøk framd, og fyri framman liggur ein spennandi tíð, har vit vilja røkka fleiri týðandi málum.

Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður:

VIL JA R Ø KK A FLEIRI T ÝÐANDI MÁLUM Á TRIVNAÐAR Ø KINUM

Annika Vágsheyg, leiðari fyri Niðristovu og Dagtilhaldið á Búðatrøð, John Lassen, og Jóhann Lützen.

Page 7: Nordlysid nr 23 2013

7NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

VIL JA R Ø KK A FLEIRI T ÝÐANDI MÁLUM Á TRIVNAÐAR Ø KINUM

er fyrimyndarligt á fleiri økjum, og samstørvini ge-rast alsamt fleiri – til frama fyri tænastuna til borgarar okkara.

Fyri nøkrum árum síðan vórðu kanningar gjørdar av lesiførleikunum hjá næ-mingum í Norðoyggjum og Eysturoy, og varð ein av niðurstøðunum, at jú fyrr ein byrjar at veita ráðge-ving og hjálp til børn fyri at menna fyri hesar førleikar, jú betri verður úrslitið, og júst her hevur Námfrøði-liga Ráðgevingin eina av sínum fremstu uppgávum.

Ungdómsgransking kann geva týdningar-mikla vitanSum ein liður í arbeiði-num at orða ein ungdóms-politikk skipaði Sosiala Nevnd í apríl mánað fyri framløgu av áhugaverdum granskingarúrslitum innan ungdómslív, eitt nú ávir-kanin av rúsevnum, ítrótti og sambandi við foreldur/vinir. Ísland hevur gran-skað innan hetta økið síðan 1992, og á várið 2012 var fyrsta føroyska granskingin innan hetta sama økið løgd fram.

Sosiala Nevnd hevur í hyggju at orða ein ung-dómspolitikk, og sum eitt stig á leiðini hevur nevndin samtykt at hyggja nærri at hesum møguleika fyri betranum av trivnaðinum millum ungdómin.

Ein annar partur av ung-dómsarbeiðnum í kom-mununi er tiltakið “Ung í Arbeiði”, sum kommunan í summar enn einaferð ski-par fyri, har ungdómar í aldrinum 14-17 ár fáa høvi til at arbeiða fyri kom-mununa í nakrar dagar.

Dagtilhaldið í betri hølirí nýggja røktarheiminumVið nýggja røktarheimi-num fylgja eisini aðrir mø-guleikar og fyrimunir, sum hesir nýmótans karmar geva.

Røktarheimið liggur sera væl mitt í býnum, tætt við verandi høli hjá Dagtilhal-dinum, sum eru ov trong og tí ikki eru nøktandi til virksemið. Semja er tí um, at arbeiða við at flyta Dagtilhaldið í ein part av felagshølunum í nýggja røktarheiminum, har atko-man verður sera góð, beint inn frá vegnum, til ljós og rúmlig hølir.

Við hesari broyting kann Dagtilhaldið gerast ein sav-ningarstaður, bæði inneftir í nýggja røktarheimið og úteftir til teirra, sum koma útifrá.

Ven og Virka og Smæraní góðum hølisumstøðumEitt av málunum, sum vit í vár hava avsluttað, er liðugtgerð av hølunum í hæddini undir Sambýlinum á Heygnum.

Norðasti parturin er ven-jingarstøðin Ven og Virka,

sum er mannað við fysio-terapeutum, og sum er væl útgjørd við ymsum ven-jingartólum.

Sunnari á somu hædd eru hølini hjá Smæruni, sum eru virkishølir fyri eldri. Ein sjálvboðin stýrisbólkur varðar av virkseminum í Smæruni. Eitt sera gott og gevandi tiltak, sum higar-til hevur havt eitt stórt tal av vitjandi. Eingin ivi er um, at sjálvboðið virksemi fer at fáa alsamt størri týd-ning fyri møguleikarnar og menningina av tilboðunum innan eldraøkið í framtíði-ni.

Málsøki, sum landið he-vur ábyrgd av, og har kommunan hevur ein le-iklut:

Klárt til fyrsta bústaða-projektið og aðrar ver-kætlanir eru ávegisEin av fyrstu uppgávunu-num hjá nývaldu nevndini var at bakka upp um ver-kætlanina um bústaðir við Mylnutún til fólk við men-ningartarni og at staðfesta fíggingina av kommunun-nar parti, sum er niðurtøka av gomlu læknahúsunum

har og byggibúning av len-dinum til nýggju byggingi-na.

Byggingin av nýggju bú-støðunum fyri menningar-tarnaði við Mylnutún fer nú í gongd – eitt úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið og kommununa.

Samstundis arbeiðir kommunan miðvíst við øðrum bústaðaverkætla-num, har hugsað verður um fleiri ymiskar málból-kar. Landsmyndugleikar-nir hava latið uppgávuna at byggja fjølbroyttar bústaðir til grunnin “Bústaðir”, sum bjóðar nógvar spennan-di møguleikar, ið vit sum kommuna ynskja at verða ein partur av.

Eldraøkið verður bestrøkt av kommununumVit vita av royndum, at tænastan til borgaran hæk-kar og nærveran styrknar, tá ið borgaravendar tænas-tur verða fluttar frá landi til kommunur at røkja. Tí ei-gur at arbeiðast miðvíst við eisini at leggja eldraøkið út til kommunurnar at taka fulla ábyrgd av eftir einum fult nøktandi fíggjarligum

leisti.Vit sóu tað, tá ið kom-

munurnar tóku alla ábyrgd av barnaansingarøkinum, hvussu bíðilistarnir ef-tir fáum árum hvurvu, og tilboðini fjøltáttaðust, og nakað tað sama hendi, tá ið barnaverndarøkið varð ski-pað út frá kommununum.

Sjálvandi skal ábyrgdin og uppgávan av okkara eldru fremjast úti í kom-mununum, har full ábyrgd skal liggja hjá kommunu-num. Uppgávan hjá lands-stýrinum verður tá at hava eftirlit við, at allar kom-munur røkja sínar lógar-kravdu skyldur á økinum. Hetta er besti leistur at fáa eldraøkið aftur á beint. Umsiting og røkt skal verða so nær borgaranum sum gjørligt.

Gott samstarv við Almannaverk um nýggja røktarheimiðÍ hesum døgum er eitt stórt tal av handverkarum í og uttan um nýggja røktar-heimið, har arbeitt verður við at leggja síðstu hond á liðugtgerðina av nýggja røktarheiminum.

Leiðslan av Almanna-

verkinum hevur júst verið á vitjan hjá kommununi at fyrireika upplatingina og nýtsluna av nýggja røktar-heiminum í Klaksvík.

Írestandi arbeiðið hjá handverkarunum verður nú avsluttað í juni og juli, og síðan verður byrjað at gera heimið klárt til at lata upp. Seinni verður lýst, nær up-platingardagurin verður.

Vit ynskja eitt dynamiskt og gott samstarv við Al-mannaverkið, so eldraøkið í Norðoyggjum kann verða samskipað best møguli-ga, bæði undir verandi bygnaði, har landið hevur ábyrgdina, og eftir at kom-munurnar ætlandi hava yvirtikið málsøkið.

Liðugtgerð og útgerðtil Sambýlið á HeygnumÍ vár eru umstøðurnar hjá Sambýlinum á Heygnum eisini bøttar, við tað at goymslurúm, trappuupp-gongd og lyfta eru gjørd liðug millum hæddirnar, soleiðis at fólk lættliga kunnu flyta seg millum al-lar partar av Kráarbrekku uttan at noyðast gjøgnum trappur.

Sambýlið á Heygnum, sum fyri stuttum eisi-ni hátíðarhelt sín 10 ára føðingardag, hevur eisini fingið játtan til eina nýggja tilkalliskipan.

Vit vilja røkka fleiri týðandi málum á trivnaðarøkinum, og nú fyrsta hálvárið næ-rum er runnið, síggi eg við spenningi fram til at gera mítt besta sum formaður í sosialu nevnd býráðsins.

Klaksvík, á tjóðardegi Íslands 17. juni 2013Jóhann Lützen

- Jóhann Lützen og Anja Olsen, varaleiðari

Í mars mánað fylti Sambýlið á Heygnum 10 ár,sum heimið hátíðarhelt við einari móttøku.

Nýggja Serstovan verður partur av Barnahúsinum Margit

Steinbjørn O. Jacobsen, næstformaður, og Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd, á vitjan í Dr. Margrethu Barnagarði, har Marjun Lassen, leiðari, greiðir frá.

Jóhan Lützen saman við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóra, tá ið spakin varð settur í byggingina av bústøðum fyri menningartarnað við Mylnutún.

Page 8: Nordlysid nr 23 2013

8 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

ÍF-VíkingurÍF hevur fingið betri úrslit enn tey flestu høvdu væntað undan kappingini. Liðið hevur - hóast frágongd - fingið góð úrslit. Seinast kundu teir tað sama havt vunnið móti HB. Tá fekk Bartal Eliasen leikbann við at fáa reytt kort, men hesaferð er Høgni Madsen tøkur aftur eftir leikbann. Hjá Víkingi situr Hans Jørgen Djurhuus, sum le-ikti væl seinast, uttanfyri við leikbanni, tá hann sei-nast fekk sítt 8. gula kort í ár. Grannauppgerðin er altíð spennandi og áhuga-verd. Víkingur vann fyrra dystin í ár, men síðani tá hava liðini havt ymiska gongd á stigatalvuni. Men

seinasta leygardag sóu vit greið tekin um framgongd hjá Víkingi so talan verður helst um sera tættan dyst. Effodeildin bjóðar uppá nógvar javnleikir í ár, og hesin dysturin bendur eisini á, at ein javnleikur er upp-lagdur. Tipping: X

B36-NSÍB36 hevur havt hampu-lig úrslit seinastu tíðina, har liðið m.a. hevur fingið 4 stig í tveimum truplum útidystum ímóti KÍ og TB. Men ein trupulleiki er framvegis, at liðið ongantíð er fullmannað. Hesaferð verður Súni Olsen helst uttanfyri við skaða. NSÍ liggur á 3. plássi og kósin tykist vera røtt. Liðið kann

við sigri her leggja sjógv millum seg og liðini í mið-juni. Men tað verður trup-ult hjá runavíkingum, sum sjáldan fáa bestu úrslitini í Gundadali. Bæði liðini spæla eisini nógvar javnle-ikir og aftur her kann ein javnleikur vera upplagdur. Tipping: X

AB-TBMóti KÍ vísti AB, at liðið hevur støðið til bestu de-ildina. Hetta var 4 stigið seinastu tvey umførini, so helst eru argjamenn á veg. Jónas Stenberg hevur hes-aferð leikbann. TB hevur eisini víst gott spæl í lon-gri tíð, men sum so nógv onnur lið, so er ov nógvir javnleikir til, at liðið skal

taka nøkur stór stig uppef-tir. Hetta verður ein rættu-liga avgerandi dystur fyri AB, sum við sigri byrjar at hóma liðini uppi yvir strik-uni. Besta boðið er tó sum í áðurnevndu dystum ein javnleikur. Tipping: X

07Vestur-HB07Vestur fekk fyrr í ár sera óvæntað eitt stig við sær úr dysti í Gundadali. Hesaferð fáa teir trupult við at en-durtaka hetta, tí vágamenn hava nærum ikki fingið stig síðani tá. HB hevur fram-vegis trygga leiðslu hóast bara 1 stig seinastu tvey umførini. Hetta er tó ein gyltur møguleiki at koma á kósina aftur, og tað vænta vit eisini, at væl mannaða

HB liðið fer at gera. Tip-ping: 2

EB/Streymur-KÍEB/Streymur hevur í lon-gri tíð víst, at liðið hevur kós frameftir. Men seinast var tað eitt bakkast, at tað á Sundalagsstevnuni ikki eydnaðist at fáa fult móti Víkingi. Tað var ein av slakastu dystunum í ár og tí koma vit uttan iva at síg-gja eitt sera tendrað EB/Streyma lið sunnudagin. Teir vera uttan verjukenda miðvalla leikaran Arnar Dam, sum fekk sítt 5. gula kort móti Víkingi. Nú hava teir eisini Arnbjørn Hansen tøkan, men hann verður neyvan við frá byrjan enn. KÍ hevur tað altíð trupult

við Margáir, men vit sóu seinasta kappingarár te-kin um, at hetta er við at broytast. Tá fekk KÍ tve-ir javnleikir í dystum, ið kundu farið báðar vegir. Spurningurin er so, hvus-su KÍ undir nýggja ven-jaraparinum fer at takla hendan dystin, og hvønn spælistíl teir velja. Tí tað er konstraspælið hjá EB/Streymi sum skal steðgast og tað megnaði Víkingur rættuliga væl seinast. EB/Streymur spælir tó neyvan so illa tveir heimadystir á rað. EB/Streymur er favo-rittur, men javnleikurin er eisini upplagdur. Tipping: X

E f f o d e i l d i n :

Nógvir í væntu hetta vikuskif tið

Á pappírinum er lítið hugsandi, at mongu javnleikirnir í Effodeildini fara at steðga hetta komandi um-farið. Burtursæð frá dystinum á Dungasandi í Sørvági, so er ringt at peika á vinnarar í hinum dystunum.

Jákup Ósa

javnleikir

Page 9: Nordlysid nr 23 2013

9NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Page 10: Nordlysid nr 23 2013

10 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

KBIWebergrill

IPADfráí Klaksvík

sodavatni frá Føroya Bjór 2. eina

Hesir nýggju verða líknan-di sum teir verandi, beisaðir grønir ístaðin fyri málaðir, setrið nakað hægri og hava teir pútur á setrinum og bakinum. Stólarnir verða gjørdir úr ask, so teir skulu halda betur.

Tað er Bygningssnikka-ravirkið í Havn, sum hevur gjørt stólarnar og Nema hevur fingið púturnar til vegar uttanlands.

Við tað, at nýggir stólar verða settir upp í kirkju-ni, verður høvi hjá fólki at fáa teir gomlu stólarnar við at avheinta teir koman-di sunnukvøld kl. 20.00, tá teir verða ruddaðir út.

Fólk kunnu tá fáa sær ein stól og lata eina sjálvvalda upphædd í bússuna í kirkju-ni, so tey á tann hátt stuðla kirkjuni í at fáa nýggjar stólar.

Um ynski eru um serligar stólar ber til at ringja til kirkjuverjan Ísak Mikladal, tlf. 211988.

Kirkjuráðið í Christians-kirkjuni

Stólarnir í Christianskirkju-ni verða skiftir útÍ komandi viku verða nýggir stólar settir upp í Christianskirkjuni.

Page 11: Nordlysid nr 23 2013

11NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Status mikudag - yvir 100 fólk hava tilmelda seg til túrin, niðan á Slættaratindi longsta dag

Tað ótrúliga við at standa á Slættaratindi 882m er, at tú í góðum sýni sært allar oyggjarnar samstundis og eisini hevur verið at hoyrt at tú enntá kanst síggja til Íslands tá sýni er gott, man

tað passa? Tað kann tú finna útav,

við at koma niðan á Slætta-ratind við okkum!

Hvørtfall vita vit at siga, at vit hava ljósið við okkum hendan dagin og kunnu síggja sólina seta í vestri og er tað einki minni enn ein SERSTØK uppliving á hægsta fjallinum í Føroyum

Tíð og stað: fríggjakvøld, 21. Juni. 2013, mett til 4-6 tímar, miðal lætt gonga.

kostnaður: DKK 150,- (írokna matpakka, ferðale-iðara og sangblað)

Tilmelding: á Kun-ningarstovunum í Eysturoy 238017/417060

Ferðist í egnum landi

Elskið tað grøna, dyrkið tað bláa, lati fjøllini forføratykkum, klemmið børnini, andið frískligu luftina,upplivið mosavaksna mentan, kennið regniðmóti holdinum, kyssist aftanfyri ein stein, fáið líviðinn undir húðina!

Page 12: Nordlysid nr 23 2013

12 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Eitt tað størsta arbeiðsplás-sið í Klaksvík er flakavir-kið Kósin. Kósin arbeiðir bæði til salfiska framle-iðslu, har virkið fyri tað mesta arbeiðir tosk, longu og brosmu og til vanliga feskfiska framleiðlsu, har meginparturin er upsi.

Nógv at gera hesa vikunaFríðin Ziskason er virkisle-iðari á Kósini. Hann sigur, at nógv er at gera hesa vik-una.

- Fiskiskapurin á Flemish

Kap og í Eystur Grønlandi hjálpir okkum væl. Bæði Kvikk og Klakkur komu inn hesa vikuna við fullum skipi. Kvikk kom í gjár við 280.000 pundum av Fle-mish Kap, meðan Klakkur í dag(Hósdagin, blaðm.) landaði 200.000 pund ef-tir at hava roynt í Eystur Grønlandi. Størsti parturin hjá teimum báðum er góður toskur. Eg vildi skotið uppá, at teir fáa ein miðal-prís uppá umleið 11 kr. pr. kilo. Hetta hjálpir væl til

at fáa nógv arbeiði hjá ok-kum. Fyrr í vikuni landaði Grønanes og Smaragd til-samans 300.000 pund av upsa, so nú er nógv at gera á Kósini. Miðalprísurin fyri upsa liggur um 8 kr. pr. kilo. Vónandi fáa vit 100 tons ígjøgnum um dagin seinastu dagarnar hesa vik-una, sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið.

100 fólk til arbeiðisFríðin Ziskason sigur an-nars, at umleið 100 fólk

arbeiða á Kósini hesar da-garnar. Tað einasta, sum manglar, eru reinskerarar.

- Vit arbeiða í vaktum nú. Fyri at fáa alt ígjøgnum, so eru vaktirnar 9 tímar viðh-vørt. Tað er ikki meira fólk til arbeiðis enn áður. Flestu fólkini hava verið í feriu, so vit merkja ikki so stóra út-skifting í summar. Tað ei-nasta, sum kanska manglar, eru reinskerarar, sigur vir-kisleiðarin.

Hann sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu

miðal ársinntøkan verður hjá starvsfólkunum, tí enn er hálvt ár eftir. Men tað kundi bent á, at tað verður umleið tann sama innt-økan sum í fjør hjá teimum flestu, men í hesi vinnuni er altíð trupult at spáa um framtíðina, sigur hann.

Hann sigur víðari, at tað í løtuni er tungt at fáa lønse-mi í.

- Ja fyri tíðina er tað tungt. Lønarhækkingar vóru 1. mai og tær ávirka

eisini, sigur Fríðin.

Annars er virksemi á Kó-sini økt fyrr í ár við lan-dingum eisini. Kósin hevur nú sítt egna landingarlið, sum tekur sær av at landa skipini hjá virkinum. Lan-dingarmiðstøðin gavst fyrr í ár, so nú hevur Kósin ti-kið hendan partin við í sítt virksemi.

Í fjør arbeiddi Kósin um-leið 12.000 tons av fiski og hevði eitt avlop á umleið 5 milliónir.

NÓGV VIRKSEMI Á KÓSINIFríðin Ziskason sigur, at bæði í dag hósdagin og fríggjadagin er málið at fáa 100 tons av fiski ígjøg-num framleiðlsuna. Hann sigur, at nokk av arbeiði er fyri tíðina, men at tað er tungt at fáa lønsemi í.

Jákup Ósa

Page 13: Nordlysid nr 23 2013

13NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Hetta vikuskiftið er 14. um-far á skránni í Effodeildini. KÍ skal til Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti. Fyrr í ár hava liðini leikt tveir dy-stir í Klaksvík. Ein í lands-kappingini og ein í steypa-kappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 1-1 hóast málmøguleikar vóru til nógv fleiri mál.

Tungt í løtuniKÍ hevur einans vunnið ein av seinastu nýggju dy-stunum. Men hvat er tað so, sum hevur gingið galið eftir eina annars góða byrjan. KÍ liðskiparin Hjalgrím Elttør hevur ikki nakra einfalda frágreiðing um gongdina.

- Tað er trupult at siga og hevur nokk ymiskar frágreiðingar. Vit hava ikki verið dugnaligir at avgjørt til okkara fyrimun, og avri-kini hava verið ójøvn. Sum-mar dystir hava vit stýrt, meðan aðrar dystir hava vit ikki spælt væl. Fyrstu um-førini skoraðu vit nógv mál,

men tað hava vit ikki gjørt í seinastuni. Vit hava eisini spælt ov nógvar javnleikir. Har hevði tað verið betri at tapt ein og so vunnið tveir. Eg haldi heldur ikki, at vit kunnu brúka umberingina, at leikararnir eru ov ungir. Teir flestu hava leikt í bestu deildini í fleiri ár og vita, hvat skal til. So vit burdu havt eitt nóg roynt lið til at umgingið tosið um at hava ungar leikarar, sigur Hjalgrím Elttør

Tora ikki at vinnaSeinasta sunnudag leikti Kí á heimavølli móti niðasta liðinum í deildini. Men hel-dur ikki hesaferð eydnast at vinna, hóast KÍ leikti meir enn ein hálvleik í yvirtali.

- Móti AB eru vit merktir av, at vit eru í einari óndari ringsrás fyri tíðina. Óttin at tapa ella missa stig er størri enn viljin at vinna og avge-ra dystir. Vit eru ov bang-nir og klára tí ikki at lukka dystirnar. Vit loyva AB at

spæla alt ov nógv við og tað kostar til endans, sigur Hjalgrím.

Nýtt venjaraparKÍ skiftið undan AB dysti-num venjara. Eyðun Klak-stein tók yvir eftir Páll Guðlaugsson, meðan pauli Poulsen nú er hjálparvenja-ri. Hjalgrím hevur ikki le-ikt undir Eyðuni Klakstein áður sum venjara, men he-vur royndir við Paula Poul-

sen, ið nú er hjálparvenjari hjá KÍ.

- Eg hevði Paula Poulsen til høvuðsvenjara í 2009 og í 2007 og 2008 var hann hjálparvenjari hjá Jóhan Nielsen. Har høvdu teir eitt sterkt toymi, sum virkaði sera væl. Pauli er málræt-taður og hevur royndirnar úr bestu deildini. Eg havi bara gott at bera honum. Eg eri ikki í iva um, at ven-jaraparið sær nakað stórt í

okkara liði og hava viljan, ið skal til. Teir leggja dent á, at teir síggja nakað stórt í liðinum og vilja hava liðið at spæla fótbólt, tí nógvir leikarar, ið eru tekniskt væl fyri, eru í hópinum. Men eisini við skjótum um-stillingum. Ein merkir til venjing, at leikararnir eru spentir og villigir til at ar-beiða fyri sakini. Nú hava teir verið í starvinum í stut-ta tíð, men tað hevur verið hugaligt at vant hesa tíðina. Teir fáa heilt avgjørt eina spennandi uppgávu. Men nú vil so tíðin vísa, hvus-su hetta fer at síggja aftur framyvir í spæli og úrsli-tum, sigur KÍ liðskiparin.

Opin dystur við MargáirSunnudagin skal KÍ til Margáir, har liðið ongantíð áður hevur vunnið. Men í fjør stóð liðið seg væl á vøllinum, tá báðir dystirnir endaðu við javnleiki. Eisi-ni báðir dystirnir fyrr í ár millum liðini endaðu við

javnleiki. Spurningurin er so, um KÍ er við at fáa betri tak á EB/Streymi.

- Onkursvegna hava teir passað illa til okkum. Eg veit ikki, um tað kanska he-vur verið teirra spælistílur, ið hevur gjørt tað. Teir hava og eru kendir fyri te-irra kontraspæl. Og kanska hava vit ofta roynt at stýrt dystunum, og eru so blivnir revsaðir. Nú haldi eg, at dy-stirnir eru meira opnir. Vit eru kanska byrjaðir at finna útav, hvussu teir spæla og spæla uppá tað. Teir hava kanska eisini latið meira upp og spæla ikki heilt líka sum fyrr. Tí dystirnir hava verið sera undirhaldandi millum liðini hesar sei-nastu ferðirnar. Sunnu-dagin vænti eg mær ein líknandi dyst sum fyrr í ár við nógvum álopsfótbólti, har bæði liðini vilja vinna og harvið blanda seg í top-pin, sigur Hjalgrím Elttør at enda við Norðlýsið.

HJALGRÍM VÆNTAR UNDIRHALDANDI DYST

Hjalgrím Elttør heldur, at KÍ seinastu dystirnar hevur víst, at liðið er um at finna uppskriftina fyri at vinna móti EB/Streymi.

Jákup Ósa

Page 14: Nordlysid nr 23 2013

14 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Seinasta leygardag var an-nar FM kappróðurin í ár. Hjá 10-mannaførum var spenningur undan róðri-num, tí Klaksvíkingur hevði tað trupult á Norðo-yastevnu, tá Suðuroyingur vann tryggan sigur. Men vit sóu eina stóra broyting, har Klaksvíkingur – við tveimum broytingum á manningarsíðuni – vann róðurin við knappari bátslongd.

Tóku seg samanJanus Dam-Jacobsen er ein av royndu rógvarunum umborð á Klaksvíkingi og hann sigur, at tað vóru stór ting at rætta uppá frá Norðoyastevnu.

- Vit vóru væl nøgdir við róðurin. Hann sat nógv be-tri enn á Norðoyastevnu. Vit høvdu eisini rættað nøkur ring frá Norðoyastevnu. Á Norðoyastevnu gekk bátu-rin kanska verri enn undir venjing, men síðani Norðo-yastevnu broyttu vit eisini hugburð til venjingina, og gjøgnum venjingarnar ha-sar báðar vikurnar fram til Sundalagsstevnu sóu vit stór framstig. So man kann siga, at vit tóku í nakkan á okkum sjálvum. Vit fingu ein góðan start og hildu annars eina betri miðalferð gjøgnum róðurin, sum tø-

lini eisini vísa, sigur Janus Dam-Jacobsen við Norðlý-sið.

Royndirnar hjálpaAt Klaksvíkingur kemur

aftur frá stevnum, har teir ikki hava staðið seg so væl, er ikki nakað nýtt. Tí teir hava fleiri ferðir áður roynt at “tapt” róðrar, men eru altíð komnir aftur. Het-

ta er hent øll árini uttan í 2011, tá báturin vann allar róðrarnar.

- Ja vit hava kanska na-krar royndir, sum hjálpa til. Hendan stamman umborð

byrjaði at rógva við Nevi-num Reyða í 2005. Tá vun-nu vit allar róðrarnar, men árið eftir við Klaksvíkingi vunnu vit nærum annan hvønn róður. Har sóu vit at

tað ber til at koma aftur. Tí tað eru tveir møguleikar af-taná ein róður, har tú ikki vinnur. Antin at fara niður við høvdinum. Ella hal-da høvdið kalt og arbeiða miðvíst við at koma aftur, sigur hann.

Leisturin tann samiUmborð á Klaksvíkingi eru fleiri, ið hava verið við øll árini. Og mátin at arbeiða uppá gjøgnum kappingarári líkist frá undanfarnu árum. Men hesaferð komu teir seint í gongd.

- Í ár komu vit seint í gongd og tað gekk illa at manna bátin í mun til un-danfarnu ár. Tað sá eisini svart út einu tíðina. Men so eini 7 vikur áðrenn Norðo-yastevnu settu vit okkum saman, har vit máttu finna útav, um hatta var tað ella um vit skuldu fara við. Skuldu vit við, so skuldi tað vera 100%. Og hóast vit hava havt nøkur odds ímóti okkum, so vistu vit at tað bar til. Eisini vildi tað verið spell, um bara tvey 10-mannafør blivu við ella kanska als eingin kapping. Umframt at góðir rógvarar í Klaksvík vildu gingið uttan nakran bát eitt kappingarár, ið vildi verið spell. Summir høvdu vant nógv áðrenn Norðoyastevnu, meðan

KL AKSV ÍKINGUR VÆL F YRI TILFJARÐASTE V NUNA LE YG ARDAGIN- Vit gjørdu stór framstig til seinastu stevnu og vóru væl nøgdir við sigurin. Leygardagin verður aftur ein spennandi róður, men vit halda okkum til okkara taktikk sum vanligt, sigur Janus Dam-Jacobsen.

Jákup Ósa

Janus Dam-Jacobsen

Page 15: Nordlysid nr 23 2013

15NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

KL AKSVÍKINGUR VÆL F Y RI TILFJARÐASTE V NUNA LE YG ARDAGIN

aðrir høvdu vant minni, so tað var ójavnt, hvussu men-ninir vóru fyri. Men okkara máti at arbeiða uppá í ár ke-mur at minna nógv undan-farnu árini bæði taktiskt og tekniskt, sigur Janus.

Spennandi leygardaginLeygardagin verður Fjarða-stevna á Skála. Har er tei-nurin 2000 metrar.

- Leygardagin rógva vit á Skálafjørðinum og tað er ein sera góður fjørður at rógva á, har tað ikki er nógvur streymur o.a. So líkindini fyri einum góðum og spennandi róðri eru til staðar. Við nærum fullari vissu fara vit at hava somu manning sum seinast. Eg vænti ein harðan og spenn-andi róður, tí allir bátarnir hava víst í ár, at teir kun-nu vera við. Havnarbátu-rin hevur kanska heldur óvæntað verið væl við og á Sundalagsstevnu tók hann seg inná Suðuroyingin, so tað kann líka so gott blíva Havnarbáturin, sum fer at geva okkum harðastu kap-pingina, men tað er ringt at siga, sigur Janus.

Men sjálvur taktikkurin verður ikki broyttur um-borð á Klaksvíkingi. Spur-ningurin er heldur, hvat hinir fara at gera.

- Okkara taktikkur min-

nir sum oftast um hvønn annan, so vit fara ikki at broyta so nógv. Trupult er at siga, hvat hinir bátarnir fara at gera. Tað kann vera, at teir broyta taktikk og

leggja harðari út ella leggja meira í endaspurtin. Hetta skulu og eru vit altíð klárir uppá. Serliga mentalt. Men hóast vit róðu 2000 metrar seinast, so bleiv munurin

styttri enn á Norðoyastev-nu. So eingin ivi er um, at allar tríggjar manningar-nar fara at leggja nógv fyri. Tað er bara gott fyri kap-próðurin og áskoðararnar,

at vit hava tríggjar bátar heilt frammi í oddinum, sigur Janus Dam-Jacobsen at enda.

Page 16: Nordlysid nr 23 2013

16 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Týskvøldið var stovnandi aðalfundur av Klaksvíkar Dartfelag. Fitt av fólki var møtt upp, nú klaksvíkingar gjørdu eina roynd at en-durstovna felagið. Nýggj nevnd bleiv vald í Klaks-víkar Dartfelag. Í nevndi-na komu Kristian Joensen, Jann í Giljum, Fróði Bald-vinsson, Terja Ósá og Lil-lian Jacobsen. Til tiltaksli-mir blivu Anker Hansen og Judit Eliasen vald. Nevndin skipaði seg við Jann í Gil-jum sum formanni.

Kennir til dartJann í Giljum er nýggjur formaður í Klaksvíkar Dartfelag. Hann sigur, at hansara royndir við dart-spælinum gjørdu, at valið til formann fall á seg.

- Av øllum, sum møttu upp til endurstovnan av felagnum, var megin par-turin nýggir spælarar. So-leiðis vóru tað bert tríggir

persónar, ið høvdu1 spælt í longri tíð. Tí kom uppskot til, at tað skuldi verða eg, ið endaði sum formaður í Klaksvíkar Dartfelag. Tað er nokk bara kunnleikin til dart ið gjørdi meg til formann, sigur nýggi for-maðurin.

Klaksvíkar Dartfelagætlar ikki at seta nøkur stór mál upp í byrjanini- Ætlanirnar fyri felagnum eru ikki so stórar at byrja við. Vit fara at vita, um vit kunnu fáa gongd í felagið aftur, soleiðis at dart aftur

kemur at teljast í millum ítróttar greinirnar í Klaks-vík. Dart verður eisini kal-lað ”kjallara ella garagu sportur” og ætlanin er at vita, um vit ikki kunnu fáa fleiri av teimum við í fela-gið. Soleiðis at vit kunnu fáa fleiri limir, og kanska

kunna fáa gongd á kvin-nu síðuna eisini. Men vit eru ikki komnir rættuliga í gongd enn, so væntandi fara vit at hava greiðar æt-lanir um ikki so langa tíð, sigur Jann í Giljum við Norðlýsið.

Leita eftir hølumÍ løtuni hevur Klaksvíkar Dartfelag einki hølið at húsast í. Hetta verður ein av fyrstu uppgávunum.

- Tað fyrsta árið hjá ok-kum kemur nokk bara at snúgva seg um fáa felagið at koyra, sum tað skal. Har-til skulu vit hava hølir, har vit kunnu húsast í. Vónan-di fara vit at fáa eina hjál-pandi hond frá Klaksvíkar Kommunu á tí økinum. So um vit klára at fáa felagið at koyra innan ov langa tíð, so kann tað væntast, at vit fara at hava kappingar her í Klaksvík. Sum nú er, eru tað bert kappingar í Tórs-

havn, og tað halda vit at vit kunnu broyta uppá. Tí hava vit tikið stig til at seta fela-gið á stovn aftur.

Formaðurin heldur, at tað fer at taka tíð at uppbyggja felagið. - Hvat viðvíkir limum í felagnum, so er ikki óhug-sandi, at vit fara at koma yvir teir 20 limirnir bei-nanvegin, um áhugin er líka stórur nú, sum hann hevur verið. Men alt tekur tíð, og vónandi fara Klaksvíkingar at taka væl undir tí nýggja felagnum, sigur Jann í Gil-jum, ið nú fer til verka sum nýggjur formaður í endur-stovnaða Klaksvíkar Dart-felag.

Myndir: Símun á Høvda-num

KL AKSVÍK AR DARTFEL AGENDURSTOVNAÐÁ stovandi aðalfundi týskvøldið bleiv Jann í Giljum valdur til nýggjan formann í Klaks-víkar dartfelag. Nýggi formaðurin sigur, at fyrst og fremst skulu hølir fáast til vega til felagið, sum eisini hevur ætlanirnar um at skipa fyri kappingum.

Jákup Ósa

Page 17: Nordlysid nr 23 2013

17NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

EB/Streymur byrjaði kap-pingina illa í ár. Tá 7 um-før vóru leikt, lá liðið un-dir niðurflytingarstrikuni. Sum vanligt er, tá føroya-meistararnir fáa so ringa byrjan, so bleiv tosið um venjaraskiftið havt á munni í leysa søgunum, men sam-bært leiðsluni var einki í hesum. Men nú í 13. umfari hevur EB/Streymur strítt seg upp millum tey bestu og stríðast um 2. plássið. M.a. eru teir einasta liðið, ið hevur vunnið móti EB/Streymi í landskappingini og í steypakappingini sler-du teir eisini HB út. EB/Streymur liggur í løtuni nummar 4 við 19 stigum og betri málúrtøku enn KÍ, ið liggur nummar 5.

Hava arbeitt hart

Rúni Nolsøe er venjari hjá EB/Streymi og hann sigur, at loysnin til framgongdina er hart arbeiði.

- Vit hava fyrst og fremst arbeitt hart. Vit gera ikki so nógv øðrvísi. Og har má eg geva leikarunum rós fyri hart arbeiði. Vit byrjaðu hampiligt, men so mistu vit ein leikara móti ÍF í fyrra hálvleiki. Vit taptu tann dy-stin og so høvdu vit nakrar keðiligar dystir. Eisini hava skaðar gjørt tað truplari, si-gur Rúni Nolsøe.

Venjarin hjá EB/Streymi heldur, at EB/Streymur kann náa langt og at for-treytirnar fyri hesum eru øktar seinastu tíðina.

- Vit hava stórt potentiali í hópinum. Hópurin er tun-nur, men nú byrja leikarar at koma aftur. Arnbjørn

Hansen er um at vera klárur og Brian Olsen tað sama. Í summar kemur so Dánjal Davidsen, ið fyrr hevur leikt við okkum, heim at hjálpa í 8 dystum. Hetta ge-vur fleiri møguleikar, sigur Rúni.

KÍ skal ikki mynda dystinFyrr í ár hava KÍ og EB/Streymur leikt tveir dystir í Klaksvík, ið báðir endaðu við 1-1 javnleiki. Serliga í seinna dystinum sat KÍ tungt á dystinum.

- Vit hava leikt tveir sera undirhaldandi dystir móti KÍ fyrr í ár. Serliga í seinna dystinum domineraði KÍ, men teir vóru á heimavølli. Hesaferð spæla vit á okkara heimaborg og ætlanin er, at vit skulu stýra dystinum í størri mun. Nógvir dystir

enda við javnleikum í ár, men eg haldi ikki, at het-ta skyldast afturhaldnum liðum. Tí vit síggja nógvar mál møguleikar í teimum flestu dystunum. Heldur er tað kanska, at liðini aftan-fyri HB eru so jøvn, heldur Rúni.

Seinasta umfar leiktu liðini javnleik á heimavølli. EB/Streymur og Víkingur leiktu 1-1 við Margáir í stevnudysti, har Víkingur var betra liðið mest sum al-lan dystin. KÍ leikti í Klaks-vík á heimavølli móti AB. Har fekk AB javnað í sei-nastu sekundunum. Spur-ningurin er so, um liðini vera eyka uppsett hesaferð.

- Nei eg trúgvi ikki at javnleikirnir seinast skyldast, at liðini ikki vóru uppsett. Vit spældu á hei-

mavølli móti einum góðum liði, sum undan kappingini bleiv mett sum FM favorit-tur. Teir hava framvegis eitt gott lið. Hinvegin var tað kanska størri vónbrot hjá KÍ, sum leikti móti einum á pappírinum verri liði uttan at eg sigi, at AB er vánaligt lið, tí tað eru teir ikki, sigur venjarin.

KÍ neyvan nógv broyttÍ mun til fyrru dystirnar í ár, so hevur KÍ nýggjan venjara. Men hetta kemur ikki at ávirka dystirnar, væntar venjarin hjá heima-liðinum sunnudagin.

- Eg vænti ikki, at KÍ kemur at spæla so nógv øðrvísi hesa fyrstu tíðina eftir venjaraskiftið. Men kanska í framtíðini. Eyðun Klakstein hevur sagt, at

liðið skal royna at vera spælistýrandi. Teir hava spælt mest sum bara uppá mótálop við nógvari ferð og við nógvum leikarum í álopi. Hetta hevur so ofta gingið útyvir verjupartin. Kanska skulu teir til at taka ferðina nakað meira úr dy-stunum og vísa størri tol í spælinum, men hatta skal eg ikki blanda meg uppí. Eg vænti ein dyst sunnu-dagin við høgari leikferð og nógvum mál møgulei-kum, sigur Rúni Nolsøe.

” VIT VIL JA ST ÝRA DYSTINUM SUNNUDAGIN”Rúni Nolsøe er venjari hjá EB/Streymi og hann ynskir at liðið í størri mun skal stýradystinum sunnudagin enn í mun til dystirnar fyrr í ár móti KÍ.

Jákup Ósa

Page 18: Nordlysid nr 23 2013

18 NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Hús í Norðdepli til søluMatr. nr. 110Grundøki: ca. 1.400 m2 Húsini: ca. 120 m2 í tveimum hæddum + stórt bilhús. Kunnu gerast til tvær íbúðir við smáum broytingum. Husini eru í góðan standi, gjørt úr betong, síðurnar móti eystri og vestri eru úr timbri, takt við isopal. Garður er kring húsini og øki sera væl røkt og pláss fyri fleiri bilum

Prísuppskot kr. 990.000,00 - lánsgj. ca. kr. 4.500,00 pr mðr. yvir 20 ár. Húsini hava sera gott útsýni. Hetta eru eini hús sum skulu síggjast.

Tel. 457791/222252

Ognin Lávíkabrekka 6 til sølu .

Matr. nr. 326Grundøki: 518 m2Húsini: Ca. 84 m2 í trimum hæddum Hetta eru timburhús á betonggrund. Loftið er renoverað, el- lagt av nýggjum, dubl. inniveggir og nýtt tak. Hjallurin umv. og fingið nýtt tak.Alt hetta er gjørt í 2013.

Prísuppskot ca. kr. 1.200.000,00. Góð sethús í friðarligum- og veðurgóðum umhvørvi.

Tel. 457791/222252

Hús í Klaksvík til sølu

SilvurbrúdleypTann 25/06/2013 hava

Sólarn & Fríða Isaksen verið gift í 25 ár, dagurin verður hildin á Húsum

leygardagin 29/06/2013 frá kl:15.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tøkk

Vit takka hjartaliga fyri sýnda semkenslu og hjálp,tá ið kæra mamma, vermamma, omma og

langomma okkara

STEINVØR JOENSEN

andaðist og varð jarðað.Tøkk fyri heilsanir og peningagávur

til nýggja Betesda.

Vegna familjuna.Leivur, Ingun og Anna Maria v/familju.

GullbrúdleypLeygardagin 27. juli hava hjúnini

Marianna og Álvur Magnusson Klaksvík, gullbrúdleyp.

Dagurin verður hátíðarhildin fra kl 15.00 í hølinum hjá klaksvíkar húsmøðrafelag á Bøgøtu í Klaksvík.

Øll eru hjartaliga vælkominMarianna og Álvur.

Bókadeildin gevur í hesum døgum út bókina Tá ið tú ikki eigur orð eftir týska rithøvun-dan Carolin Philipps. Bókin er um ein pápa, sum ger seg kynsli-ga inn á sonin og er skrivað út frá eini veruligari hending

Carolin Philipps er kend sum rithøvundurin, sum tosar søk barnanna. Á føroyskum eiga vit longu bøkurnar Hvítar blómur í Gulu ánni, sum er um at vera æt-

tleidd, Dreymar búgva allastaðni, sum er um barn, sum býr á gøtuni í Bukarest og Made in Vietnam, sum er um barnaarbeiði.

Fjórða bókin eftir Carolin Phi-lipps kemur júst um sama mun-dið, sum vit enn einaferð eru mint á hetta, at tað eru vaksin, sum gera seg kynsliga inn á børn.

Trupult evni at lýsaHetta er eitt sera trupult evni at tosa um og eitt evni, sum kann

vera trupult at lýsa í einari ung-dómsbók, men hetta megnar Ca-rolin Philipps at gera.

Flestu okkara øtast við, at het-ta yvirhøvur skal henda børnum. Børn eru treytaleyst bundin at vaksnum, og tá ið eitt vaksið fólk svíkir álitið, sum barnið hevur á tann vaksna, hevur tað stórar sálarligar trupulleikar við sær.

Ilt við at seta orð áÍ bókini Tá ið tú ikki eigur orð er

temað, at tú sum barn kann hava ilt við at seta orð á tað, tú ert úti fyri, bæði tí at tú skammast, ert bangin ella bara ikki eigur orð, sum kunnu lýsa støðuna.

Drongurin Kristian hevur ein annan útveg: hann teknar. Kynsli-gi ágangurin frá pápanum kemur fram í mangatekningum, sum fólk rundan um hann duga at týða. Á tann hátt fær Kristian styrki til at loysa seg burtur úr valdinum, sum pápin hevur á hann.

Fekk tíbetur hjálpTíbetur fekk Kristian ta hjálp, hann hevði tørv á, og tað skal vera okkara vón, at øll børn og ung skulu sleppa at liva sítt lív ut-tan nakran ágang. Kanska henda bókin kann vera ein evarska lítil hjálp til tess at seta orð á eitt da-purt fyribrigdi.

Bókin er heft við klaffum. Hon er 112 bls. og Gitte Klein hevur týtt úr týskum.

Tá ið tøgnin verður brotin

Page 19: Nordlysid nr 23 2013

19NR. 23 HÓSDAGIN 20. JUNI 2013

Stakskeið í lóg á Fróðskaparsetri FøroyaÍ heyst verða væl umtóktu stakskeiðini í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Á bachelorstigi verða tvey skeið boðin út:• 2816.13b Grundskeið í lóg (sep-okt) 10 ECTS – kr. 5.000• 2140.13b Grundleggjandi fyrisitingarlóg (okt-des) 10 ECTS – kr. 5.000

2816.13b Grundskeið í lóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen.Skeiðið er serliga ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Grundskeið í lóg er vorðið karmur um samskifti um lóg og fyrisiting í Føroyum.

2140.13b Grundleggjandi fyrisitingarlóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen.Fakið er serliga ætlað fólki, ið ætla at útbúgva ella menna seg í almennari fyrisiting. Dentur verður lagdur á praktiska fatan grundleggjandi hugtøkum fyrisitingarlóg í breiðum týdningi, sakligari fyrisiting og meting, formligum treytum um gegni, hoyring, grundgeving og tílíkum, almennum og øðrum fyrisitingarligum innliti, umframt at royna fyrisitin-garligar avgerðir.Grundleggjandi fyrisitingarlóg er hóskandi framhald av grundskeiði í lóg. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini eru miðnám ella samsvarandi fyri grundskeið í lóg.Í fakinum grundleggjandi fyrisitingarlóg miðnám ella samsvarandi umframt grundskeið í lóg ella samsvarandi grundleggjandi kunnleiki um lóg.

Á masterstigi verða trý skeið boðin út: • 2417.13 Føroyskur skattarættur m (sep-des) 10 ECTS – kr. 6.000• 2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg (sep-okt) 10 ECTS – kr. 6.000• 2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur (okt-des) 10 ECTS – kr. 6.000

2417.13 Føroyskur skattarættur. Lærari Eyðfinnur Jacobsen advokatur.Skeiðið veitir innlit í føroyska skattalóg, kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju, herundir týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt, nær ætlan kann hava við sær skat-tlegging, og meta um tær rættarkeldur, sum svara skattligum spurningum. Innlitið skal fevna um at fáa venju í at bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu og sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi.

2412.13 Føroysk fyrisitingarlóg. Lærarar Dr. Kári á Rógvi og Bárður Larsen ráðgeviSkeiðið veitir innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av lógkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eittnú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkøna læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.

2411.13 Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Lærari Dr. Kári á RógviSkeiðið veitir innlit í føroyskan kollektivan ar-

beiðsrætt, serliga í tær mongu lógkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum ræt-tarskapandi stovnum, fakfeløgum, Fasta Gerðarrætti og øðrum dómstólum. Út frá dømum verður hugt at, hvussu ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera ymiskliga og broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á kunnleika um og háttalag til at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til fakini á master eru bachelorútbúgving ella samsvarandi við nóg mikið av lógkunnleika sum partur av útbúgving ella eftirútbúgving.

Nærri skeiðslýsingar liggja á http://setur.fo/soegu_og_samfelagsdeildin/utbugving/skeidslysingar/

AVMARKAÐ PLÁSS.

Umsókninskal sendast Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøtu 25, 100 Tórshavn.Umsóknarfreistin er 15. august 2013. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi ultimo august.Eftir freistina verður tó tikið upp, so leingi pláss er.

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA www.setur.fo

Eftir eina sera áhugaverda og hugvekjandi frásøgn um Christianskirkjuna lat Hel-le Thorning-Smith eyguni aftur meðan Alex sang eitt vers í Kingosálmi – Nú leiti eg til tína náði.

Alex Sólstein greiddi dan-ska forsætisráharranum frá Christianskirkjuni og sum altíð var frásagnin sera áhugaverd.

Søgan um altartalvuna, kirkjuskipið – sum var á

floti lágnudagin fyri 100 árum síðan, Tollaksmessu-dag, tá m.a. Skarðsbáturin gekk burtur og søgan um 4000 ára gamla doypifon-tin. Jú tað sást tíðuliga at Helle Thorning- Smith var sera væl nøgd við vitjanina í Christianskirkjuni.

Alex imponeraði statsministaran

Les meira um vitjanina á nordlysid.fo

Page 20: Nordlysid nr 23 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo